100-41 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi tí at vera orðblindur  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 28. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er tað rætt, at  føroyskir skúlamyndugleikar  hava so ilt við at viðurkenna fyribrigdið orðblindni?
  2. Kennir landsstýrismaðurin tað, sum tey í grannalondunum, m.a. Danmark, kalla fyri orðblindaskúlar?
  3. Hví er eingin orðblindaskúli í Føroyum? Er tað tí myndugleikarnir ikki meta tørv vera á einum slíkum?
  4. Veit landsstýrismaðurin av, at føroyskar familjur flyta av landinum, tí teirra orðblindu børn ikki fáa viðkomandi og munagóð tilboð her á landi?
  5. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvat føroyskir skúlamyndugleikar halda er viðkomandi og munagóð tilboð til orðblindar føroyingar?

 

Viðmerkingar

Tá onkur av mínum skúlafeløgum ikki stóð seg so væl sum hini, var frágreiðingin mest sum hvørja ferð tann sama, at viðkomandi var orðblindur. Vit spurdu ikki, og eingin gav sær stundir ella helt tað vera neyðugt at greiða frá. So vit vistu ikki, hvat fyribrigdið merkti, og vit vistu enn minni, hvat gerast kundi við tað. Síðan hvarv fyribrigdið so líðandi, tí nútímans pedagogisku hugsaninar høvdu hug at skráseta orðblindni sum eitt felags heiti fyri næmingar, sum av onkrari orsøk ikki kláraðu seg so væl. Heldur enn at fáa heft á seg heitið orðblindur, fingu ávísir næmingar nú onnur heiti heft á seg. Vit kunnu siga, at vit upplivdu eina rættiliga pedagogiska kollvelting, sum fevndi víða og fór fram á nógvum hermótum. Glæsilig orð og ditto uppskriftir trutu ikki. Ja, okkara veikaru næmingar vórðu leiddir inn í ein fremmandan og nógv øðrvísi heim.

 

Men nú aftan á eini 30 ár við stórum ætlanum,  fjøltáttaðari og væl mentari serfrøði, eru tað alt fleiri, sum gerast greið yvir og mugu ásanna, at vit framhaldandi hava ein hóp av næmingum, sum eru orðblindir. Og hesi somu ásanna eisini, at ár 2006 hava føroysku skúlamyndugleikar framvegis einki boð uppá, hvat kann gerast fyri at bøta um orðblindni. Orðblindir føroyingar hava tað kanska enn truplari í 2006 enn 1965, hetta hóast ein ørgrynna av tíð, pengum og ikki minst hugsanum eru brúkt upp á serundirvísing seinastu nógvu árini. Meira framkomið samfelagið er, størri er møgu­leikin fyri, at ein orðblindur er við skerdan lut á nógvum økjum.

 

Nú er hetta við at ásanna, at tey orðblindu er ein gloymdur og forsømdur bólkur, ikki nakað eindømi. Men eindømi er tað, at vit í Føroyum enn einki stig hava tikið til tess at royna at geva teimum orðblindu viðkomandi menningartilboð. Í øðrum Norðurlondum eru settir á stovn sokallaðir orðblindaskúlar, ikki bygningar men tilboð, sum higartil hava virkað við góðum úrslitum. Felags fyri øll hesi átøk hevur verið, at fyrsta stigið hevur verið, at myndugleikarnir hava tikið trupulleikan viðvíkjandi tí at vera orðblindur í ramasta álvara. Tað tykist, sum hava okkara myndugleikar ilt við at gera tað sama. Tað tykist, sum velja okkara myndugleikar framvegis at undirmeta ella ignorera trupulleikan. Og eru tað tey orðblindu og familjur teirra, sum eru stóru tapararnir.

 

Tað, sum er torført at skilja í hesum máli, er, at myndugleikarnir í hinum norðurlondunum hava viðurkent støðuna. Teir hava sett tiltøk í verk, tiltøk sum eftir øllum at døma hava havt góð úrslit við sær. Somu tiltøk hava heldur ikki verið serliga kostnaðarmikil, tí tað hevur snúð seg um at skipa tilboð, ikki prýðiligar bygningar og stovnar, til ein bólk, sum einki annað viðkomandi ella munagott tilboð fær. Meðan vit í Føroyum bara lata standa til og lata tey orðblindu sigla sín egna sjógv.

Tí verður valt at spyrja landsstýrismannin, hvørjar hugsanir og ætlanir hann og hansara umsiting hevur um hetta mál.

 

Á tingfundi 1. mars 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 19. apríl 2006 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Ad. 1: Fyribrigdið orðblindni hevur verið viðurkent meira ella minni í føroyska skúlanum  í minsta lagi seinastu 50 árini. Brúkið av heitinum hevur her sum í hinum Norðurlondunum verið skiftandi til ymsar tíðir. Trupulleikin við hesum heitinum er framvegis, at hóast mangar teoriir, so veit eingin enn at siga við vissu, hvat orðblindni er fyri nakað. Eina tíð varð hildið, at heitið var ov “brek-kent”, tí hava heiti sum dysleksi og onnur verið nýtt. Her heima hava vit oftast talað um lesiveik.  Nú er heitið orðblindni aftur oftari at hoyra. Tey, ið enn treyðugt vilja kalla fólk orðblind, viðurkenna tó, at tað eru nøkur, ið hóast nógva og miðvísa serundirvísing, og hóast tey eru vanliga gávað, kortini ikki eru komin á lagið at lesa – hesi kunnu kallast orðblind. Tað er altso eingin serligur munur á viljanum í teim ymsu Norðurlondunum at viðurkenna og at nýta heitið orðblind.

 

Ad. 2: Tað eru bæði almennir og privat riknir orðblindaskúlar í Norðurlondum, ið hava serútbúnar lærarar at undirvísa ungum og vaksnum við lesitrupulleikum. Á hesum skúlum eru best hugsandi arbeiðsumstøður og amboð og tilfar  av øllum slagi til endamálið. Flokkarnir eru smáir, og undirvísingin er næmingalagað. Tá ið næmingur verður innskrivaður í orðblindaskúla, krevur skúlin vanliga váttan frá heimaumhvørvinum ( t.d. Sernámsdeplinum), at næmingurin hevur vanligar gávur at læra annars. Ein eftirskúli/orðblindaskúli er ikki altíð tann einasta og helst heldur ikki altíð tann besta loysnin fyri allar næmingar við lesitrupulleikum.

 

Ad. 3: Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum at gera serskúlar til ávísar bólkar. Men orðblind/lesiveik hava fingið lesiundirvísing í Skúlanum á Trøðni/ Sernámsdeplinum, í fólkaskúlanum, í Skúlanum við Áir og í frítíðarundirvísingini. Umframt lesiundirvísingina hava næmingarnir á henda hátt eisini fingið góð líkindi til sosiala og persónliga menning. Nógvir næmingar, ið eru illa fyri í so máta, eru eisini illa fyri til lesiførleika (kunnu metast at vera orðblindir). Sambært lógini um frítíðarundirvísing hava kommunurnar heimild til at skipa undirvísing fyri lesiveik, sum eru eldri enn 14 ár

 

Ad. 4: Landsstýrismaðurin er ikki vitandi um føroyskar familjur, ið bert vegna “orðblindni” hjá børnum sínum flyta av landinum. Heldur ikki hevur landsstýrismaðurin fingið fráboðan um, hvørja hjálp hesi børn hava fingið uttanlands – um tey har hava lært at lesa og skriva. Vit lesa onkuntíð í bløðunum um familjur, ið grundgeva sína flyting við serligum tørvi hjá børnum teirra. Tá er talan um heilt serstøk føri, har foreldur ikki eru nøgd við ta hjálp, ið stóð teimum í boði.

 

Ad. 5: Tað er neyvan neyðugt við nýggjum stovni til at røkja hesa uppgávu. Vit hava bæði brúkiligar fysiskar karmar og fakligan kunnleika, ið krevst.  Í frítíðarundirvísingarskipanini eru møguleikar hjá kommununum at seta á stovn  bólkar til ymiska serundirvísing, millum annað fyri næmingar, ið hava lesi- og stavitrupulleikar og álvarsligar innlæringartrupulleikar. Hesi tilboð hava roynst væl. Skúlin við Áir kann eisini vísa á góð úrslit. Við eitt sindur meira av tilfeingi, kundu vit bjóðað enn fleiri lesiveikum góða undirvísing.

 

 

Ásannast má, at tað eru nøkur fólk, ið hóast nógva munagóða serundirvísing og nógv persónligt baks, kortini ikki eru komin á lagið at lesa. Skulu vit brúka heitið “orðblindni”, so má tað snúgva seg um hesi. Tíbetur eru tey fá, ið eru so óheppin – kanska 1,5 – 2 %. Tíbetur vísir tað seg, at tá hesi sum vaksin søkja sær hjálp, so batnar lesiførleikin.

 

Hildið verður ikki, at ein hópur av næmingum eru orðblindir. Í hinum Norðurlondunum verður mett, at 15 – 20% av fólkinum dugir ov illa at lesa. Skulu vit ganga eftir tí, ið okkara skúlastjórar uppgeva, so eru o. u. 10% av næmingunum lesiveikir. Vit meta kortini, at talið man vera nøkulunda tað sama her sum í hinum Norðurlondunum.

 

Serundirvísingin hevur avgjørt ikki verið til fánýtis, hóast vit hava brúkt og brúka lutfalsliga minni pening upp á serundirvísing enn grannalondini. Tað eru nógvir næmingar, sum ikki høvdu komið so frægt fyri seg, høvdu teir ikki fingið eyka stuðul/ serundirvísing í skúlanum. Vit hoyra tíverri sjáldan tær góðu søgurnar.