100-39 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, lųgmann, višvķkjandi USA-ferš hjį Bjarna Djurholm, landsstżrismanni 

Oršaskifti

Įr 2006, mikudagin 8. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Tórbjųrn Jacobsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

1)      Sišvenja er, at landsstżrismenn ķ feršafrįbošanum sķnum gera vart viš hvųrji ųrindini eru, og hvagar leišin liggur, tį iš fariš veršur uttanlands. Hetta veršur ikki upplżst ķ frįbošanini, sum Bjarni Djurholm, landsstżrismašur ķ vinnumįlum, sendi śr rįši sķnum hin 10. januar 2006. Hvųrji eru ųrindi hansara, og hvar hevur landsstżrismašurin veriš hesar dagarnar frį 30. januar – 06. februar ?

2)      Sambęrt fjųlmišlunum hevur landsstżrismašurin veriš ķ USA. Feršast hann samsvarandi almennari ella persónligari innbjóšing ? Hava tęr almennu Fųroyar skipaš hesa feršina, nęr byrjašu so fyrireikingarnar, hvųr var skrįin, hvat var endamįliš, var lųgmašur, og umsiting hansara, partur av fyrireikingunum, og nęr varš avgeršin tikin um, at Menningarstovan skuldi gerast ķtųkiligur partur av hesi feršini ?

3)      Er taš av tilvild ella tilętlaš, at uppihaldiš hjį landsstżrismanninum ķ Washington fellur saman viš įrliga bųnarfundinum, sum skipašur veršur kring amerikanska forsetan į hvųrjum įri hesa įrsins tķš ?

4)      Hvųrji og hvussu mong eru viš ķ feršalagnum ?

5)      Ber lųgmanni til at siga okkum ķtųkiliga, hvųrjir formellir fundir verša hildnir ķmillum fųroyskar og amerikanskar myndugleikar į feršini ?

6)      Sambęrt Svf skuldu landsstżrismašurin og umbošiš fyri Menningarstovuna bara sķggjast ķ 4 tķmar hesa vikuna, teir eru burtur śr Fųroyum, hvat hava teir hvųr sęr tikist viš ķ avlopstķšini sambęrt feršaskrįnni, sum lųgmašur vęntandi leggur viš sķnum svari ?

7)      Ber lųgmanni til at fįa hendur į feršafrįgreišingini hjį umbošnum frį Menningarstovuni, og leggja hana viš sum skjal ķ svarinum ?

8)      Hvat vęntar lųgmašur, at tęr almennu Fųroyar fįa burtur śr hesi feršini hjį Bjarna Djurholm, landsstżrismanni og fylgi ?

9)      Alment er bara frętt um tveir avtalašar fundir hjį hesum almenna feršalagi, viš ķslendsku og donsku sendistovurnar ķ Washington, hvat vęntar lųgmašur at fįa burtur śr samrųšunum viš taš, sum mest av ųllum lķkist handilsligum kappingarneytum į amerikanska marknašinum, og hevši taš ikki veriš skilabetri at tosaš viš amerikanskar myndugleikar og amerikanskt vinnulķv, um ętlanin var at gera USA til ein betri markna fyri fųroyskar vųrur og kanska eisini tęnastur ?

10)  Hvat kemur hendan feršin at kosta teimum almennu Fųroyum, alt ķroknaš ?

11)  Sambęrt samrųšu ķ Svf tengdi lųgmašur feršauppgeršina og endamįliš viš feršini óloysiliga saman. Tį iš endamįliš helst skuldi veriš greitt frammanundan, og feršasešlarnir vęlsaktans eru keyptir frammanundan, at fariš veršur, eigur lųgmašur at greiša tingmonnum frį, hvussu hetta hongur saman, at ein eftirfylgjandi feršauppgerš og endamįliš viš hesi somu ferš kunna vera alin av sama vadmali ?

12)  Er feršin lišur ķ Visjón 2015 ętlanini hjį lųgmanni ?

 

Višmerkingar:

Ongin ivast ķ, at handilsliga samskiftiš viš stóra amerikanska marknašin er alt ov lķtiš. 90% av tvķvegis samhandlinum er viš europeisk lond, 6% viš lond ķ Asia og hini 4%“ini viš lond ķ Afrika og į amerikanska meginlandinum. Bara 1% av okkara samhandli viš śtlond er viš USA.

 

Harviš er taš onki meira enn rķmiligt, at teir, iš sita viš politiska valdinum, serliga landsstżrismašurin ķ vinnu- og handilsmįlum, ger įtųk, sum kunna menna og vaksa um samhandilin millum Fųroyar og USA.

 

10. januar fingu landsstżris- og lųgtingsmenn frįbošan um, at landsstżrismašurin ķ vinnumįlum, Bjarni Djurholm, fór at vera burturstaddur, ķ dųgunum frį 30. januar – 06. februar 2006. Vanliga verša feršamįlini og ętlašu ųrindini śtgreinaš ķ slķkum frįbošanum, taš hevur veriš hildin góšur fyrisitingarligur sišur, men soleišis skuldi ikki verša ķ hesum fųrinum. Spenningur hevur sķšani veriš um, hvagar leišin hjį landsstżrimanninum mundi liggja, hvat mundi koma burturśr, og serliga hevur veriš gitt, um feršin var almenn ella privat.

 

Taš var fariš at ganga sum rótasśpan kring landiš, at landsstżrismašurin hevši tikiš tįttin upp eftir fleiri av sķnum undanmonnum ķ Fólkaflokkinum, og var farin alla leišina til Washington, į stóra bųnarmųtiš, sum skipaš veršur kring amerikanska forsetan į hvųrjum įri hesa įrsins tķš. Sagt veršur, at menn verša bodnir persónliga til hesa seansuna. Er hetta rętt, hava tęr almennu Fųroyar onki viš hesa feršina at gera yvirhųvur. Ófųrt hevur veriš gitt um hesi višurskiftini, hvųrt landsstżrismašurin var farin ķ egnum ųrindum og fyri egna rokning, ella hann onkursvegna hevši kringlaš taš soleišis, at fųroyski skattaborgarin kom at borga fyri hesa stórhending, har landsstżrismašurin slapp at eta morgunmat og bišja saman viš amerikanska forsetanum og hansara trśgvu sveinum.

 

Allar gitingar, illgitingar um ein vil, vóršu gjųrdar til skammar, tį iš óhefta public-service rįsin Śtvarp Fųroya kom viš hesum tķšindastubbanum į nįttverša, mikukvųldiš 01. februar 2006: “Landsstżrismašurin ķ vinnumįlum, Bjarni Djurholm, er ķ hesum dųgum į vitjan ķ USA. Saman viš einum umboši fyri Menningarstovuna skal hann kanna mųguleikarnar fyri, at USA gerst ein enn betri marknašur fyri fųroyskar vųrur og kanska eisini tęnastur. Į vitjan sķni skal Bjarni Djurholm eisini vitja sendistovurnar hjį Danmark og Ķslandi ķ Washington.” Hendan frįbošanin mundi sissa tey flestu, tó kendist taš lųgiš, at dentur bara varš lagdur į fundirnar viš danskar og ķslendskar myndugleikar ķ amerikanska hųvušsstašnum. Skal samhandilin mennast ķmillum Fųroyar og USA, mįtti taš veriš meira umrįšandi at tosa viš amerikanskar myndugleikar um hesi višurskifti, men teir tykjast ikki at hava havt nakra serliga rašfesting ķ skrįnni, tį iš teir als ikki verša nevndir ķ tķ, sum mest av ųllum lķkist upplestri śr einum tķšindaskrivi, hvašani taš so er komiš nišan ķ Sortudķkiš.

 

Įvķs kyrring gjųrdist tó av tķšindaflutninginum. Fųroyingar hava eina merkiliga turkatrśgv į, at alt, iš Śtvarpiš boršreišir viš, er ęvinligur sannleiki. Einaferš var taš kanska soleišis – ein heimur ķ broyting hevur eisini broytt hendan sannleikan, nś spinndoktarar og politiskir sjefideologar hvųnn dag buktast viš at skapa menniskjanum eitt univers eftir teirra og valdsins hųvdi. Og mangur mundi verša fegin um, at kringvarpsredaksjónirnar ķ tķšindaflutninginum (eftir samanleggingina av Śtvarpinum og Sjónvarpinum) framvegis virka fullkomuliga óheftar av hvųrji ašrari, tį iš Sjónvarpiš frķggjakvųldiš 3. februar 2006 setir eitt annaš sjónarhorn į sųguna um feršina hjį landsstżrismanninum og fylgisneytum ķ USA.

 

Djarvur og nżstarvsettur tķšindamašur leggur ķ vašiš og vķsir okkum, hvussu óheftur tķšindaflutningur skal gerast. Ķ mun til Śtvarpiš tżskvųldiš er greitt beinanvegin, at mašurin hevur kannaš mįliš til botns. Tosar viš lųgmann, og hevur eftir ųllum at dųma tosaš viš Menningarstovuna um hennara leiklut ķ hesi feršini. Eftir trimum sólarringum hevur mįliš fingiš eitt ordans vambakast og stendur nś į hųvdinum ķ mun til Śtvarps-tķšindini, iš tóktust ķ so plantaš. Óneyšugt er at siga, hvųr iš urtagaršsmašurin er, taš er eftirhondini voršiš alt ov sjónskt fyri monnum, hvussu stórur partur av politisku tķšindunum koma ķ, ķ okkara ljóšborna mišli.

 

Taš framgongur greitt śr umrųddu tķšindasending ķ Sjónvarpinum, at landsstżrismašurin ķ vinnumįlum, Bjarni Djurholm, er bošin persónliga yvir til eitt bųnarmųti hjį Bush forseta. Harviš skal hann gjalda gildiš sjįlvur. Fyri at sleppa undan hesum og fyri at legitimera, at fųroyski skattaborgarin borgar fyri hesa persónligu śtfluktina, roynir hann ųll kynstur at fįa feršina at lķkjast eini almennari ferš. Hetta eydnast partvķst, tį iš onkur ķ umsitingini hevur sett seg ķ samband viš omanfyrinevndu sendistovur og spurt, um tęr hava nakaš ķmóti, at ein landsstżrismašur śr Fųroyum stųkkur inn į gólviš hesar dagarnar, hann annars er ķ bųnarųrindum ķ Washington. Trupulleikin er bara, at fyriskrivaš er, at landsstżrismašur ikki einsamallur eigur at umboša Fųroya Landsstżriš, kraviš er, at ķ hvussu er ein embętismašur tekur lut į fundum, har tęr almennu Fųroyar eru annar parturin.

 

Nś vóru góš rįš dżr, skuldi landsstżrismašurin sleppa undan at gjalda fyri feršina sjįlvur. “Trżst” man so vera lagt į Menningarstovuna. Stovnur undir Vinnumįlarįšnum. Onkursvegna skula teir, iš stjórna henni, greiša frį, hvussu eitt starvsfólk, ķ óšum verkum, veršur rykt śr starvslišnum, fyri at fįa konseptiš viš bųnarferšini at ganga upp ķ eina fullkomna heild, also ein heild, sum skattaborgarin kundi skilja og sjįlvandi skuldi gjalda fyri. Ķ somu tķšindasending varš sagt, at landsstżrismašurin og umbošiš frį Menningarstovuni bara komu at sķggjast ķ 4 tķmar tilsamans, hesa vikuna, teir vóru burturstaddir śr Fųroyum. Landsstżrismašurin valdi heldur at feršast kring USA viš einum fyrrverandi lųgtings- og landsstżrismanni hjį Fólkaflokkinum, tį iš hann ikki var upphongdur av sambandinum viš Bush og taš himmalska elementiš.

 

Bųnarferširnar hjį Fólkaflokkinum vestur um hav, sum tey flestu at sęr komnu meta sum eina serliga skemtiliga show-paradu, eitt stunt fyri at tekkjast onkrum óvitandi, hava ikki skroyvaš upp ķ samhandlinum millum Fųroyar og USA, sum bara er minkašur sķšani hetta lįturliga fjantiš, hjį oddvitum floksins, byrjaši fyri umleiš 15-20 įrum sķšani. Ongin ivast ķ, at rętt er at fįa vųkstur ķ samhandilin viš hendan stóra og rķka markna, men um taš gerst viš ad-hoc feršum sum hesari, er ivingarsamt, og bųnir, saman viš einum pallsettum kaffimunni frį ķslendingum og dųnum, ķ hųvušsborg Bandarķkjanna, gera taš valla einsamallar.

 

Eftirhondini ivast ongin ķ, at almenna sķšan av hesi ferš eittans er ein skinnparada fyri at lųggilda, at Bjarni Djurholm skuldi sleppa eina ókeypis ferš til USA, har hann skuldi eta og bišja saman viš sķnum samhugaša politiska gullkįlvi - ķ Hvķtu Hśsunum. Tekniskt var  neyšugt, at Menningarstovan gjųrdist ein partur av hesum, partur av spunna royktįminum, iš lį yvir feršini, hašartil Sjónvarpiš setti kameralinsurnar inn į bein ķ mįlinum, og harviš fekk at kalla allan iva burtur hjį skattaborgarum landsins.

 

Spennandi veršur at frętta, hvat tęr almennu Fųroyar hava fingiš burtur śr hesum, og hvat hendan feršin hevur kostaš almenna kassanum. Vęntandi tekur lųgmašur allar snųklarnar viš, so sum feršir, uppihald, kost, lųnir o.s.fr. Ķ ųšrum londum hava teir fyrisetingar um, hvussu mįl av slķkum slagi verša handfarin, tķ er taš viš ikki sųrt av spenningi, at vit bķša eftir, hvussu nśverandi oddviti landsins fer at svara hesum fyrispurningi, og hvųnn leist hann krevur av sķnum undirsįttum, tį iš flųkja mųguliga er komin ķ ķmillum almenn og privat įhugamįl.

 

Į tingfundi hósdagin 9. februar 2006 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi 24. mars 2006 svaraši Jóannes Eidesgaard, lųgmašur, fyrispurninginum soleišis

 

Svar:

Til spurning 1:

Ųrindi landsstżrismansins vóru at taka lut ķ National Prayer Breakfast viš tilhoyrandi skrį viš 4000 luttakarum śr 160 londum, og vóru hesir rįšharrar, parlamentarikarar, leišarar fyri ymsar felagsskapir og einstaklingar. Rįšstevnan byrjaši 31. januar į middegi og endaši 3. februar um middagsleitiš. Eftir hetta hųvdu landsstżrimašurin og umboš fyri Menningarstovuna fundir į donsku og ķslendsku sendistovunum ķ Washington D.C. Landsstżrismašurin hitti sķšan ķslendska generalkonsulin ķ New York 3. og 4. februar.

 

Til spurning 2:

Landsstżrismašurin varš į heysti 2005 bjóšašur at luttaka ķ National Prayer Breakfast sum landsstżrismašur. Stutt eftir įrsskiftiš 2005/06 var landsstżrismanninum kunnugt, at ķslendski generalkonsulin ķ New York hevši įhugaš ķ fundi teirra millum, somuleišis vildi ķslendski sendiharrin hitta landsstżrismannin. Landsstżrismašurin tók hesar spurningar upp viš umsitingina ķ Vinnumįlarįšnum, sum eisini vendi sęr til Menningarstovuna viš tķ śrsliti, at Menningarstovan sendi fólk til New York/Washington teir dagarnar, landsstżrismašurin var į stašnum.

 

Ķ samrįši viš lųgmann vendi landsstżrismašurin sęr til uttanrķkisdeildina į Lųgmansskrivstovuni at fįa leišbeining og hjįlp til eisini at fįa ein fund ķ lag viš danska sendiharran ķ Washington um handilsvišurskifti millum Fųroyar og USA.

 

Til spurning 3:

Vķst veršur til svar uppį spurning 2.

 

Til spurning 4:

Į feršini vóru landsstżrismašurin og Įki Johansen, deildarleišari į Menningarstovuni. Harumframt luttók Olaf Olsen, fyrrverandi lųgtings- og landsstżrismašur, į National Prayer Breakfast.

 

Til spurning 5:

Tiltakiš er ein rįšstevna viš eini rųš av tiltųkum og seminarum, har hųvi var at hitta politisk-, vinnu-, felags- og įtrśnašarumboš og einstaklingar śr ųllum heiminum. Ķ altjóšageršini, har sambond og netverk hava vaksandi tżdning, er slķk rįšstevna ein mųguleiki at ųkja um almenna samskiftiš og sambondini til og śr Fųroyum, umframt sera gott hųvi til at kunna um Fųroyar. 

 

Til spurning 6:

Vķst veršur til svarini omanfyri og til feršafrįgreišingina hjį Menningarstovuni, iš er hjįlųgd.

 

Til spurning 7:

Feršafrįgreišingin hjį Menningarstovuni og frįgreišing frį landsstżrismanninum eru hjįlagdar.

 

Til spurning 8:

Sambęrt landsstżrismanninum ķ vinnumįlum fįa almennu Fųroyar taš burtur śr feršini, at hann fęr uppbygt sęr vinnulig, politisk og onnur netverk viš fólk ymsastašir frį ķ heiminum og hevur havt hųviš til at kunna um Fųroyar og fųroyska vinnu. Ķ sama višfangi hevur Menningarstovan – partvķst saman viš landsstżrismanninum - nżtt hųviš til at kanna mųguleikarnir fyri fųroyskum vųrum og tęnastum į amerikanska marknašinum, umframt hvųrji tiltųk kunnu gerast fyri at kunna koma innaftur į hendan marknašin, sum fyrr hevši so stóran tżdning fyri okkum. Sķ eisini frįgreišing frį Menningarstovuni. Lųgmašur tekur hesa meting landsstżrimansins til eftirtektar.

 

Til spurning 9:

Danska sendistovan ķ USA er eisini okkara umboš har, og onki er tķ meira natśrligt og eisini vanligt enn at taka samband viš hana. Tį taš snżr seg um ķslendsku sendistovuna og konsulatiš, so kunnu kappingarneytar saktans hava stórt gagn av at samstarva ķ įvķsum fųrum. Vķst kann verša til taš samstarviš, sum fyrr var um at selja fųroyskan fisk į amerikanska marknašinum. Danska sendistovan męlti til at brśka ķslendsku sambondini eisini sęš ķ ljósinum av Hoyvķkssįttmįlanum. Taš vķsti seg eisini, at ķslendsku umbošini vóru stak įhugaši ķ at samstarva. Sķ bręv og tilfar frį donsku sendistovuni, sum er hjįlagt.

 

Til spurning 10:

Sķ svar til spurning 11.

 

Til spurning 11:

Greitt er frį omanfyri, hvat endamįliš var viš tśrinum, og veršur hann uppgjųrdur sambęrt galdandi reglum.

 

Til spurning 12:

Ein av hornasteinunum undir Visjón 2015 ętlanini er luttųka ķ alheimsgeršini, sum m.a. fevnir um, at Fųroyar og fųroyingar ķ allar mįtar verša virkin og hollur partur ķ altjóšaligum hųpi. Herundir at vit skulu ųkja um politiska og handilsliga samstarviš viš umheimin. Tķ er hendan feršin hjį landsstżrismanninum og Menningarstovuni ķ samljóši viš Visjón 2015.

 

Skjųl:
Feršafrįgreišing frį Menningarstovuni
Feršafrįgreišing frį Bjarna Djurholm, landsstżrismanni

Bręv og tilfar frį donsku sendistovuni

Mįliš avgreitt.