100-37 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá , Finni Helmsdal løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   
 

   1.    Hví er lógaruppskotið viðvíkjandi partabrævabýtinum í LÍV ikki lagt fyri tingið enn?

  1. Hví eru tvey umboð fyri tryggingartakararnar ikki vald í nevndina fyri felagið?
  2. Var avtalan, sum løgmaður gjørdi við samráðingarbólkin, bara gjørd fyri, at Bjarni Djurholm skuldi fáa tíð til at kollrenna málið?
  3. Hava orðini hjá einskiljingar- og strategibólkum størri vekt enn avtalur og lyfti, sum løgmaður hevur givið tryggingartakrunum hjá LÍV, og hví hava tey tað?
  4. Um ikki, ætlar løgmaður at halda tær avtalur og tey lyfti, hann gav samráðingarbólkinum 24. novembur 2004?
  5. Dugir løgmaður ikki at síggja vandan í, at LÍV kann syndrast og oyðileggjast, um landsstýrið velur at renna ørindi fyri Vinnuhúsið og peningastovnarnar?
  6. Hví skulu vit ikki hava pensjónskassar her á landi? Og hvat heldur løgmaður er galið í tí, at tryggingartakarin eigur pensjónskassan?
  7. Ella ræðist løgmaður, at slíkur pensjónskassi kann fáa ov stórt vald á vinnulívi okkara?
     

Viðmerkingar

Februar 2002  taldist undirritaði millum teir løgtingslimir, sum løgdu fyri tingið uppskot til samtyktar um at tryggja áhugamálini hjá tryggingartakarunum í LÍV. Tá tað snúði seg  um ávirkan og innlit. Uppskotið fekk so mikið góða undirtøku, at tað varð samtykt. Uppskotið álegði landsstýrismanninum í vinnumálum, sum tá eisini kallaðist Bjarni Djurholm, at leggja uppskot fyri tingið um at tryggja tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging teirra ognarrætt til felagið. Landsstýrismaðurin fjaldi ikki, at hann var alt annað enn fegin um støðu tingsins í hesum máli. Ein av orsøkunum til, at uppskotið til samtyktar varð lagt fyri tingið var, at man á tann hátt vildi royna at sleppa undan einum sakarmáli, sum kundi órógva eini loysn av eftirlønarmálinum í síni heild, og harumframt avmarka virkismøguleikarnar hjá LÍV nógv ár út í framtíðina.

Málið lá síðan mest sum í dvala í góð tvey ár, men á fundi millum samráðingarbólkin hjá tryggingartakarunum hjá LÍV og landsstýrið, umboðað av Jóannesi Eidesgaard løgmanni, Bjarna Djurholm, Hans Paula Strøm, Bárði Nielsen, Jágvani á Lakjuni og Jógvani við Keldu, landsstýrismonnum umframt nøkrum embætisfólkum, varð semja m.a. gjørd um, at tryggingartakararnir fáa 50% av partabrøvunum í LÍV, og at tvey umboð fyri tryggingartakararnar skuldu veljast í nevnd felagsins. Á sama fundi varð eisini avtalað, at landsstýrið skuldi góðtaka at víkja frá vanligu fyrningarreglunum í samband við møguligt rættarmál um Føroya Lívstrygging. Í skrivi, dagf. 14. desembur, undirskrivað av løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum,  verður váttað, at víkt verður frá fyrningarkravinum. Í brævinum er hetta orðað soleiðis:

Fyrningarfreistin verður suspenderað til 21. desembur 2005, og er hon treytað av, at møgulig stevning ikki verður latin rættinum fyrr enn eftir 1. novembur 2005.

Skrivið endar við, at landsstýrið heldur, at samráðingarnar við samráðingarbólkin umboðandi tryggingartakararnar eru komnar á mál. Við hesum verður sagt, at landsstýrið heldur,  at partarnir eru samdir.

Sambært fundarfrágreiðingini miðar landsstýrið ímóti, at Vinnumálaráðið fær lógaruppskot, sum tryggjar oman fyri nevndu avtalu, niðan í tingið á ólavsøku 2005.

Men har kom einki uppskot niðan á ólavsøku 2005, og einki uppskot er heldur komið síðan. Hetta hóast Bjarni Djurholm hevur givið lyfti um hetta frá tingsins røðarapalli á heysti 2005, hóast hann síðan hevur givið undirritaða og øðrum tingfólkum treytaleyst lyfti um, at uppskotið var ávegis.

Vit hava eina løgtingssamtykt frá 2002, vit hava fundarfrágreiðing frá 24. novembur 2004, har greiðar niðurstøður eru niðurfeldar, og vit hava skriv, dagf. 14. desembur 2004, undirskrivað av løgmanni og Bjarna Djurholm. Vit hava greiðar avtalur, greið lyfti. Men alt tykist gera tað sama, einki hendir í málinum kortini. Hetta ger, at fakfeløgini, sum eru tengd at LÍV, í alt størri mun missa álitið á politisku myndugleikunum sum samráðingarpartur. Alt tosið um at virka fyri einum friðarligum arbeiðsmarknað minnir meira og meira um mjørkatos.

Endamálið við hesum fyrispurningi er einfalt at vita, hví einki er hent í málinum, um gjørdar avtalur og givin lyfti ikki hava nakað virði kortini?

Nú vita vit, at landsstýrið fær ráðgeving í hesum sum øðrum málum. Vit vita, at bæði ein settur einskiljingarbólkur og strategibólkurin hjá Vinnuhúsinum og Fíggjarmálaráðið hava mælt landsstýrinum frá at geva tryggingartakarunum tey 50% av LÍV. Grundgevingarnar eru, at tað kanska ikki er skilagott at “forera” so nógvan pening burtur, og at tað skapar trupulleikar í mun til einskiljingina, um tryggingartakararnir eiga 50%. Tá verður trupult at fáa nevnivert fyri hini 50%. Somu ráðgevar hava tó lýtt ávísum í landsstýrinum í oyrað, at skulu tryggingartakararnir absolutt hava tey 50%, so skulu tey lutast út persónliga soleiðis, at hvør tryggingartakari fær sín lítla lut. Tá verður tað lætt hjá møguligum keyparum av hini helvtini at keypa sær ein meiriluta.

Fyri tað fyrsta kunnu vit neyvan tosa um nakra forering, tí tryggingartakararnir eiga í veruleikanum alt LÍV og hava tí sjálvsagdan rætt til 50%. Fyri tað næsta er tað rættiliga skelkandi, um landsstýrið ætlar at gera nýtslu av snildum ráðagerðum mótvegis tryggingartakarunum hjá LÍV við at seta teir í ta støðu, at teir hvør sær kunnu forvinna nakrar lættar túsundtals krónur, tá onkur íleggjari vil keypa teirra part av fyritøkuni. Taktikkurin er tá at seta tann einstaka upp ímóti fyritøkuni, og agnið er løtuvinningur, sum í longdini kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær.

Um løgmaður letur seg yvirtala av Bjarna Djurholm til at ganga ørindi fyri Vinnuhúsið og peningastovnarnar, kann ein beinleiðis avleiðing verða, at LÍV endar sum eitt virðisleyst felag undir niðurlaðing. Tí gevur sakarmálið einki gott úrslit fyri fakfeløgini, fara hesi at stovna eitt annað felag, har kravið um at fáa eina pensjónskassa líknandi skipan verður gingið á møti. Tá kunnu vit siga, at landið hevur ognartikið eitt vælvirkandi felag bert fyri at oyðileggja tað. Hetta verður alt gjørt eftir ráðum frá kappingarneytunum hjá LÍV, sum vilja fáa fingrarnar í eftirlønaruppsparingarnar. Vit kunnu nú tosa um privatiseringar, sum minna um tær, sum fóru fram handan jarntjaldið eftir, at múrurin fall, tá ogn fólksins varð givin vinum og rættrúgvandi.

Okkurt er, sum bendir á, at í framtíðini skulu eftirlønaruppsparingar í kassarnar hjá peningastovnum og íløgufeløgum, og ikki sum nú í pensjónskassar, sum løntakarin sjálvur eigur. Vinnuhúsið hevur sagt sína almennu hugsan um hesi viðurskifti, og har nevna teir als ikki møguleikan við pensjónskassum, hóast umleið 85% av eftirlønaruppsparingunum í grannalondum okkara fara í júst pensjónskassar. Tað sær út, sum ætlar samgongan at taka demoniseringina hjá Vinnuhúsinum av fakfeløgunum til sín. Tað var kanska ikki av tilvild, at løgmaður avlýsti klassastríðið á seinasta ársfundi Javnaðarfloksins.

Spyrjarin er kunnigur um, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum tað nýggjasta, hevur funnið upp á at geva landsgrannskoðaranum skyldina fyri, at einki er hent í málinum. Tað kann vera, at landsgrannskoðarin hevur sagt ella skrivað okkurt, men hann kann so ikki hava nakað sum helst at siga, tá løgmaður og hansara skulu taka prinsippiellu avgerðina í hesum máli. Tað snýr seg fyrst og fremst um rættiliga álvarslig og grundleggjandi hugburð og prinsippir, slík sum rættur javnaðarløgmaður neyvan kann skúgva til viks, bara soleiðis. Ella?

Tryggingartakararnir vilja hava í minsta lagi 50% av partabrøvunum í LÌV, ikki eitt promilli minni enn tað, og skulu hesi 50% avhendast sum ein eind og ikki býtt út á einstøku tryggingartakararnar.

Tað er ræðandi bara at hugsa sær, at landsstýrið ger undirskrivaðar avtalur og gevur tryggingartakarunum lyftir, sum bara fara aftur við borðinum eftir ráðum frá bankastjórum og vinnulívsfólki, ið als ikki hava áhuga í støðuni ella lagnuni hjá tryggingartakarunum. Tað er ræðandi at hugsa, tí verður spurt, er tað soleiðis Føroya løgmaður hugsar og virkar? Velur løgmaður heldur samvitskuleysu og eirindarleysu kapitalistarnar enn at viðurkenna rættindini hjá tryggingartakarunum?

Á tingfundi 1. februar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. mars 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

1.

Føroya Løgting samtykti í mars 2002 at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið, soleiðis at Føroya Lívstrygging varð skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kundi tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit.

 

Tann 17. november 2004 avgjørdi Føroya Landsstýri á landsstýrisfundi at einskilja Føroya Lívstrygging. Vit atliti at løgtingssamtyktini avgjørdi landsstýrið at arbeiða fram ímóti, at lata helvtina av partabrøvunum til felag, har allir tryggingartakararnir í Føroya Lívstrygging eru limir, og at selja hina helvtina til ein strategiskan íleggjara, t.d. tryggingarfelag, peningastovn ella líknandi.

 

Í einkskiljingartilgongdini hevur síðani verið skipað fyri einum umboðsráð líknandi vali, soleiðis at tryggingartakararnir fáa høvi at velja sær umboð at taka sær av áhugamálum hjá tryggingartakarunum undir umskipanini av Føroya Lívstrygging.

 

5 limir eru valdir í umboðsráðið.

 

Á landsstýrisfundi í september 2005 legði landsstýrismaðurin í vinnumálum fram upprit um arbeiðsætlan í sambandi við einskiljing av Føroya Lívstrygging. Landsstýrismaðurin fekk undirtøku fyri arbeiðsætlanini, hvussu fyrireiking av einskiljingartilgongdini av felagnum skal fara fram.

 

Landsstýrismaðurin hevur síðani sett ein arbeiðsbólk at standa fyri og luttaka í einskiljingartilgongdini. Limirnir í arbeiðsbólkinum umboða umboðsráðið, Føroya Lívstrygging, Einskiljingarnevndina og Vinnumálaráðið.

 

Síðani hevur landsgrannskoðarin havt spurningar viðvíkjandi einskiljingarætlanini av P/F Føroya Lívstrygging. Tað seinasta er, at samgongufólk nú hava ávísan iva um einskiljingarleistin. Hetta er orsøkin til, at løgtingslógin um einskiljing av Føroya Lívstrygging ikki er løgd fyri tingið enn.

 

2.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sendi samráðingarbólkinum tann 1. desember 2004 skriv, um ætlanina hjá landsstýrismanninum, at skipa fyri einum umboðsráðslíknandi vali, við støði í teimum reglum, sum Føroya Lívstrygging hevur gjørt uppskot til, soleiðis at tryggingartakararnir undir umskipanini av Føroya Lívstrygging, og – sum partur av hesum – verða umboðaðir í nevndini fyri Føroya Lívstrygging.

 

Í arbeiðsætlanini hjá landsstýrismanninum stendur, at tvey umboð frá umboðsráðnum skulu veljast í nevndina í Føroya Lívstrygging. Sostatt koma 7 fólk at sita í nevndini hjá Føroya Lívstrygging í tíðarskeiðinum, tá fyrireikingin av søluni/latanini fer fram og í sjálvari sølutilgongdini. Tá heimildin er fingin til vega, og søluarbeiðið byrjar, verða bæði nevndarumboðini hjá tryggingartakarunum vald.

 

Landsstýrismaðurin arbeiðir við at fáa heimild til vega at einskilja Føroya Lívstrygging og ítøkiligar fyrireikingarnar viðvíkjandi sølu/latan eru ikki byrjaðar.

 

3 & 4.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur á ongan hátt kollrent ætlanini, tvørturímóti.

 

Í skrivinum til samráðingarbólkin frá 8. desember 2004 verður greitt frá, at talan er um eina politiska ætlan og ikki eitt mál, har landsstýrið ger serliga avtalu. Í skrivinum verður eisini víst á, at ætlanir landsstýrisins um at lata tryggingartakarunum helvtina av partabrøvunum eru grundaðar á politisk sjónarmið og ikki á iva um løgfrøðiligt grundarlag fyri umskipanini. Spurningurin um rættarligu støðuna hjá Føroya Lívstrygging bleiv avgreiddur við løgtingslógini um umskipan av Føroya Lívstrygging, og hevur landsstýrið onga orsøk til at ivast í grundarlagnum fyri løgtingslógini.

 

Avhending av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging kann einans fara fram við heimild í løgtingslóg.

 

5.

Talan hevur alla tíðina verið um eina politiska ætlan og ikki eitt mál, har landsstýrið hevur gjørt  serliga avtalu við samráðingarbólkin.

 

6.

Fram til ár 2000 virkaði Føroya Lívstrygging sambært løgtingslóg um lívstryggingarvirksemi. Tá ið Føroya Lívstrygging varð umskipað til eitt partafelag í 2000, varð henda lóg sett úr gildi, og lívs- og eftirlønarvirksemi verður nú regulerað sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi frá 1996.

 

Sambært ársroknskapinum fyri 2004 er samlaða rakstrarúrslitið hjá Føroya Lívstrygging áðrenn burturleggingar til bonusútjavning og eginogn 38. mió. kr. Burturleggingar til bonusútjavning var 32 mió. kr., soleiðis at rakstrarúrslitið er 5,9 mió. kr. fyri árið 2004.

 

Tað samlaða talið á tryggingartakarum var við ársenda 2004 17.671 í mun til 17.042 árið fyri, harav høvdu 6.141 einans eina samlagstrygging. Talið á tryggingartakarum, sum høvdu eftirlønartrygging hjá Føroya Lívstrygging við árslok 2004, var 11.530.

 

Sambært ársroknskapinum fyri 2004 er eginognin hjá felagnum 80.192.460 kr. Av hesum eru 500.000 kr. partapeningur og 79.692.460 kr. peningur heimhoyrandi í tiltaksgrunni. Talan er sostatt um størst virksemi í føroyskum høpi.

 

Sambært leiðreglunum at einskilja fyritøkur landsins er eitt av endamálunum at skapa rúm fyri meira handilsligum framtakshugi (dynamikki). Royndir aðrastaðni vísa, at ein einskiljing av almenna felagnum hevur bøtt munandi um møguleikarnar hjá hesum at klára seg í kappingarkendum umhvørvi. Hetta tí, at ein privatur eigari í størri mun tekur handilslig atlit og setur størri krøv til avkast hjá felagnum, og soleiðis tillagar felagið til marknaðin við áhaldandi at bøta um kappingarfyrimunirnar hjá felagnum.

 

Landsstýrið er vitandi um, at sjálv einskiljingartilgongdin altíð er tyngjandi fyri eina fyritøku. Starvsfólk og leiðsla kenna seg ótrygg við óvissu støðuna, fyritøkan er í, og trupult er hjá leiðsluni at leggja ætlanir fyri framtíðina. Í hesum sambandi hevur tað týdning, at einskiljingartilgongdin er greið og gjøgnumskygd, samstundis sum starvsfólk og leiðsla verða kunnað um gongdina at einskilja fyritøkuna. Tað sama er galdandi fyri Føroya Lívstrygging.

 

7.

Í Føroyum eru fleiri, sum bjóða viðskiftafólki eftirlønartryggingar. Føroya Lívstrygging eigur størsta marknaðarpartin innan eftirlønarvirksemi í Føroyum, við eini uppsparing uppá 1,7 mia. við árslok 2004. Bankarnir hava tilsamans eina uppsparing uppá umleið 600 mió. kr.

 

Havnar Handverkarafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava egnu eftirlønargrunnar til limirnar í feløgunum.

 

Samanborið við Danmark og Ísland hevur tað gingið nakað seinni at økja uppsparingina til eftirlønir í Føroyum. Tað var fyrst miðskeiðis í áttati árunum, at gongd kom á. Kreppan í fyrru helvt av níti árunum gjørdi, at tað kom stígur í. Síðani miðskeiðis í níti árunum er eftirlønaruppsparingin økt munandi. Soleiðis var tann samlaða eftirlønaruppsparingin í Føroya Lívstrygging miðskeiðis í níti árunum umleið 600 mió. kr. Við ársenda 2004 var uppsparingin økt til 1,7 mia. kr. Hetta gevur eina greiða ábending um, hvussu kapitalsavnandi eftirlønarvirksemið er, og at nú er rættilig gongd komin á eftirlønarvirksemið í Føroyum.

 

Hóast hesa gongd, er tann samlaða eftirlønaruppsparingin í Føroyum væl minni enn t.d. í Danmark og Íslandi. Sett í lutfall til bruttotjóðarúrtøkuna er tann samlaða eftirlønaruppsparingin á leið 120% av bruttotjóðarúrtøkuni í hesum báðum londum. Um tann føroyska eftirlønaruppsparingin skuldi verið á sama stigi, vildi hon verið á leið 12 mia. kr. Ein leyslig meting er, at tann samlaða eftirlønaruppsparingin í Føroyum, íroknað tað, sum verður spart upp í donskum eftirlønargrunnum, í mesta lagi er ein triðingur av hesi upphædd. Her skal tó viðmerkjast, at nógvir føroyingar spara pening upp í  bankanum, og eisini fer uppsparing fram, við at fólk sita í útgoldnum húsum við meira.  

Landsstýrið arbeiðir miðvíst fram ímóti at skapa bestu karmar fyri tryggingarvinnu í Føroyum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir íløtuni við at dagføra tryggingarlógina. Ein broyting í nýggju tryggingarlóggávuni er, at marknaðurin verður liberaliseraður, og at tað skal gerast lættari hjá viðskiftafólki at skifta veitara.

 

Fyri tryggingarfeløgini, herundir Føroya Lívstrygging, fer liberaliseringin at viðføra økta kapping um kundarnar innan tær tryggingargreinar, ið útlendsk tryggingarfeløg halda vera áhugaverdar.

 

Samstundis, sum útlendsk tryggingarfeløg kappast á jøvnum føti við føroysk tryggingarfeløg um føroyskar kundar, fer liberaliseringin at føra við sær, at føroysk tryggingarfeløg eisini fáa javnbjóðis møguleika at fara út um landoddarnar við sínum tryggingarvirksemi.

 

Ein liberalisering av marknaðinum víðkar um møguleikarnar hjá borgaranum og vinnuni at tekna tryggingar, soleiðis at hesir ikki longur vera avmarkaðir at tekna tryggingar í teimum føroysku tryggingarfeløgunum, men nú eisini kunnu tekna tryggingar í útlendskum feløgum, ið eru sinnað at átaka sær váða í Føroyum.

 

Ein liberalisering er sostatt til gagns fyri tryggingartakararnar.

 

8

Ein vælvirkandi kapitalmarknaður við virknari kapping á millum annað tryggingarøkinum er ein avgerandi fyritreyt fyri, at livistøðið hjá føroysku borgarunum verður eins høgt og í øðrum framkomnum búskapum. Hetta orsakað av tí stóra týdninginum, ið góðar, fjøltáttaðar og bíligar tænastur á m.a. tryggingarøkinum hava fyri borgaran og vinnulívið.

 

Føroya Landsstýri fer at arbeiða fram ímóti at skapa karmar fyri einum vælvirkandi kapitalmarknaði, sum er til gagns fyri føroyska búskapin. 

Málið avgreitt