100-34 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikum hjá fjøldini at keypa partabrøv, nú almennar fyritøkur verða einskildar 

Orðaskiftið riggar ikki

Ár 2006, týsdagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Vil landsstýrið við lóg tryggja øllum føroyskum skattgjaldarum, sum ynskja tað,  møguleikan at velja, antin tey vilja keypa árliga upp til eitt nú 25.000 kr í partabrøvum við skattafrádrátti, ella tey ístaðin heldur vilja gjalda hesa upphædd í skatti?

 

Viðmerkingar:

Tann eftir føroyskum máti stóri handil, sum nýliga hevur verið við partafeløgum og partabrøvum, er bert ein viðfáningur móti teimum risavirðum, sum fara at skifta hendur komandi 3-4 árini, um landsstýri og samgonga megna at einskilja almennu fyritøkurnar fyri 4-5 mia. kr.

 

Leiðreglur eru gjørdar og Virðisbrævamarknaður stovnaður. Kjak er um føroyskar og útlendskar, stórar (strategiskar) og smáar íleggjarar, meirilutar og minnilutar, um seljast skal í einum ella fleiri stigum o.s.fr. Endamálið er at fáa sum mest pening burtur úr einskiljingunum til at gjalda landskassans lánskuld og vónandi væl tað.

 

Men hvussu við fjøldini av føroyingum í hesum milliarda handli við landsins virðum?

 

Hesin fyrispurningur hevur til endamáls at staðfesta, at tað er sera umráðandi at tryggja vanligum føroyingum møguleika at keypa so stóran persónligan ognarlut sum gjørligt í einskildu fyritøkunum.

 

Ein máti er, at landstýrið sum skjótast leggur lógaruppskot fyri tingið, so allir føroyskir skattgjaldarar kunnu velja ímillum:

1)      antin at leggja upp til eitt nú 25.000 kr. í føroysk partabrøv við skattafrádrátti, ella

2)      at gjalda hesar 25.000 kr. í skatti oman á tann skatt, tey annars gjalda smbr. skattalógini.

 

 

“Hugsjón 2015”

Nógv stás er gjørt burtur úr “Hugsjón 2015”, sum mest er ætlað at hækka støðið í útbúgving, upplýsing, fakligum førleika og víðskygni í okkara mannatilfeingi.

 

Men fleiri og hægri bókligar útbúgvingar menna ikki vinnuligan hugburð og ta ígongdsetaramentan í stórum og smáum, sum er lívsneyðug fyri, at Føroyar skulu klára seg í altjóðagerð og kapping. Tvørturímóti tykjast langar útbúgvingar á lærustovni at økja tostan eftir vardum almennum starvi við skattfíggjaðari løn. Henda útjavning mergsýgur búskapin ístaðin fyri at styrkja hann.

 

Neyðugt er, at “Hugsjón 2015” eisini eggjar fjøldini til vinnulig brøgd og størri fólksliga atgongd til ognarpart og luttøku í  teimum milliardum, sum einskiljingarnar fáa til at streyma runt í búskapinum. Higartil er alt ov lítið umrøtt og enn minni gjørt fyri, at so nógvir føroyingar sum gjørligt fáa ráð og atgongd til persónligan ognarlut í teim risa materiellu virðum, sum longu frá í ár verða einskild og seld.

 

Okkara vinnulív er avmarkað sammett við grannalondini. Bert nakrir hundrað føroyingar hava royndir í vinnuligum fyritaksemi. Fjøldin hevur verið løntakarar á landi og sjógvi.

 

Nógv fleiri føroyingar mugu fáa fíggjarligar møguleikar og valfrælsi at taka váðafúsar avgerðir, at vera íleggjarar, íverksetarar og keypmenn í handli við virðisbrøvum undir persónligari ábyrgd heima sum úti.

 

Einskiljingarnar eru gylt høvi til at opna hesi milliarda virði fyri vanliga føroyingin, so hann og hon kann fáa persónligan ognarpart í teimum fyritøkum, sum frameftir skapa dynamikk, vøkstur og framdrift í búskapinum og verða trygg grund undir vælferðini.

 

Fólk flest hava hvørki siðvenju ella avlopspening til at keypa partabrøv í einskildum fyritøkum. Til at bøta um hetta kann landsstýrið lata starvsfólkið fáa framíhjá partabrøv í einskildum fyritøkum, so tey fáa medábyrgd og avgerðarrætt á egnum arbeiðsplássi. Eisini hevur verið nevnt, at hitt almenna gevur øllum føroyingum ókeypis partabrøv, tá einskilt verður.

 

Iverksetaramentan

Slík “gávubrøv” broyta tó neyvan tann ráðandi løntakarahugburðin.

 

Ein betri máti hevði verið, um fólk sluppu at gera íløgur í partabrøv upp til ávísa upphædd við skattafrádrátti. Tað hevði givið fólki høvi at hvessa og menna  sítt íleggjara- og íverksetaralyndi, eitt nú tá tey venja seg við at vurdera og taka persónligar avgerðir um íløgur og at handla, keypa og selja virðisbrøv. Tað er bæði gott fyri túsundtals einstaklingar og fyri búskapin, at so nógv fólk sum møguligt sleppa upp í part, nú einskilt verður. Teim flestu vantar tó kapital, lutvíst tí ov lítið er eftir av lønini eftir skatt.

 

Yvir 40.000 skattgjaldarar eru í Føroyum. Tak sum dømi, at 4-5.000 skattgjaldarar (av teimum 25.000, sum rinda 95% av kommunu- og landsskattinum) velja at keypa fyri 25.000 kr. í partapeningi árliga og rinda samsvarandi minni í skatti, so fær landskassin einar 100-150 mió. kr minni inntøku enn annars. Men tað er bara 3-4% av landskassans samlaðu inntøkum og fæst skjótt innaftur, um vit fáa eitt nú 3% búskaparvøkstur árliga av størri virksemi ístaðin fyri 1,5%.

 

Men veruliga missir hitt almenna einki, tí tað fær somu upphædd frá hesum fólkum í søluni av partabrøvum í staðin fyri skatt.

 

Eftir 5 árum eigur tann, sum keypir partabrøv fyri 25.000 kr um árið, partabrøv áljóðandi 125.000 kr. Samanlagt eiga hesir hugsaðu 4-5.000 skattgjaldararnir yvir hálva milliard í persónligum partabrøvum. Jú fleiri partaeigarar, jú sterkari verður okkara íverksetaramentan.

 

Vónandi kann hesin fyrispurningur eggja landsstýri og samgongu til at tryggja fjøldini av føroyskum løntakarum hetta gylta høvi til at ogna sær størst møguligan lut í landsins samlaðu og potentielt skjótt vaksandi virðum.

Á tingfundi 1. februar 2006 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. februar 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Landsstýrið hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera lógarbroytingar, soleiðis at føroyskir skattgjaldarar fáa skattafrádrátt fyri at keypa fyri eina ávísa upphædd í partabrøvum. Landsstýrið ætlar harafturímóti at gera broytingar í kapitalvinningsskattalógini, sum fer at eggja føroyingum at keypa partabrøv og gerast íleggjarar.

 

Broytingarnar í kapitalvinningsskattalógini merkja, at persónar, ið vilja gera íløgur í virðisbrøv kunnu lána til hesa íløgu og fáa frádrátt fyri rentuútreiðslurnar av hesum láni. Sum støðan er nú, eru tað uttan iva fleiri, sum kundu hugsað sær at gjørt íløgur í láns- og partabrøv við at taka lán í øðrum ognum við frívirði, men tey hætta sær ikki undir hetta, tí frádráttur fæst ikki fyri rentuútreiðslurnar, samstundis sum avkastið av íløguni verður skattað beinanvegin eftir galdandi skattareglum. Broytingarnar í kapitalvinningsskattalógini fara uttan iva at eggja føroyingum at gerast íleggjarar.

 

Landsstýrið ætlar sostatt at eggja føroyingum at gerast íleggjarar umvegis kapitalvinningsskattalógina, men tiltøkini eru nokk ikki so umfatandi sum spyrjarin leggur upp til.

Málið avgreitt.