100-33 Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi manning av skipum

Orðaskifti

Ár 2005, mánadagin 19. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvat ítøkiligt fer landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum at gera fyri at tryggja, at føroyski heimaflotin ikki verður lagdur á nýggjárinum?
  2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt hjá høvuðsvinnuni í einum landi at arbeiða undir so ótryggum umstøðum, sum víst í viðmerkingunum?
  3. Hvussu vil landsstýrismaðurin syrgja fyri, at hesin trupulleiki verður loystur á nøktandi hátt, bæði fyri manning, manningarfeløg og útgerðarfeløg í framtíðini?
  4. Nær kann væntast, at ein endalig loysn verður á trupulleikunum viðvíkjandi manningarlóggávuni og/ella útbúgvingarmøguleikum á hesum øki?

 

Viðmerkingar:

Manningarlógin er løgtingslóg nr. 63 frá 3. juni 1998 um manning av skipum, og skal henda lóg fyrisitast av “Sjóvinnufyrisitingini", sum tað stendur definerað í lógini: “Myndugleikin í hesi lóg, sum fyrisitingarliga er skipaður undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum”.

 

Føroyski heimaflotin, sum er “fiskiskip”, og út frá manningarlógini verða hesi definerað sum “Eitt og hvørt skip ella far, sum verður nýtt til vinnuligan fiskiskap og hevur veiðiloyvi frá Fiskimálaráðnum”.

 

Sostatt verður staðfest, hvar ábyrgdin liggur, tá um manning á føroyskum fiskiskipum umræður.

 

Gjøgnum nógv á hevur tað verið ein afturvendandi trupulleiki hjá heimaflotanum at lúka krøvini til útbúgving í manningarlógini, serliga hjá maskinmonnunum um borð á hesum partinum av flotanum, og hevur hetta havt nógvar og truplar umsitingarligar og praktiskar avleiðingar fyri allan tann føroyska heimaflotan.

 

Støðan, har føroysku reiðaríini og manning hava verið noydd at søkja um undantaksloyvi fyri maskinmenninar, tí útbúgvingin ikki samsvarar lógarkrøvunum um manning av skipunum, man vera vælkend og óhaldbar fyri allar partar.

 

Hvussu rímilig ella órímilig hesi krøv eru, kann altíð diskuterast, men greitt er, at hetta als ikki kann halda fram sum í løtuni.

 

 Antin eiga krøvini í manningarlógini at verða tillagað tørvinum hjá heimaflotanum, ella muga umstøður gerast fyri, at menninir, sum í dag røkja maskinmeistarastørvini um borð á fiskiskipunum við undantaksloyvi, skulu fáa møguleika at útbúgva seg soleiðis, at teir lúka lógarkrøvini í galdandi manningarlóg.

 

Sum støðan er í dag kann t.d. motorpassari bert mynstra sum meistari við fiskiførum, sum hava upp til 1017 Hk, meðan partur av partrolarunum hava upp til 1400 Hk, og lemmatrolararnir hava upp til 2400 Hk.  

 

Tað vil siga, at skulu hesi skip hava manning, sum lúka krøvini smb. manningarlógini, skulu teir hava eina 3 ára maskinmeistaraútbúgving.

 

Trupulleikin við hesum hevur víst seg at verið tann, at menn við maskinmeistaraútbúgving ikki hava støðast umborð á heimaflotanum, kanska tí størsti parturin av arbeiðnum har umborð er at fáast við fisk, og ikki við tað, sum teirra útbúgving gevur førleika til, nevniliga at ansa og røkja maskinur, og harvið verður avbjóðingin kanska ov lítil fyri teirra viðkomandi

 

Menn við bilmekanikaraútbúgving, smiðjulæru og motorpassaraútbúgving hava seinastu nógvu árini silgt sum meistarar við føroyskum fiskiskipum upp á undantaksloyvi, onkur í samfull 25 ár.

 

Hesi undantaksloyvi eru nú endaliga uppsøgd til at fara úr gildi á nýggjárinum, og so liggur stórur partur av flotanum, hetta kann landið ikki liva við, hvørki skip, manningar ella flakavinnan, tí verða hesir spurningar settir.

 

Á tingfundi 20. desember 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi tann 31. januar 2006 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Til spurning 1.

Flotin verður ikki lagdur á nýggjárinum. Skipaeftirlitið viðger ítøkiligar umsóknir um undandtaksloyvi frá máli til mál. Er neyðugt at geva undantaksloyvi, verður tað givið, um mett verður, at skipið kann sigla trygt við atliti til heilsu, umhvørvi og trygd á sjónum.

 

Rætt er, at tað er truplari at fáa undantaksloyvi til menn, sum í nógv ár hava siglt sum maskinmenn við heimaflotanum, men ikki hava havt kravda útbúgving. Tað hevur verið møguligt hjá hesum monnum at røkt størv sum maskinmenn umborð á heimaflotanum, av tí, at teir hava siglt við undantaksloyvi frá Skipaeftirlitinum/ Sjóvinnufyrisitingini.

 

Ein avgerð hjá Skipaeftirlitinum í 2005, um at geva einum motorpassara undantaksloyvi, varð kærd til Sjóvinnuráðið. Niðurstøðan hjá Sjóvinnuráðnum er soljóðandi:

 

“Sjóvinnuráðið samtykti á fundi tann 27. mai 2005 at ganga kæruni frá Maskinmeistarafelagnum á møti vísandi til, at viðkomandi persónur ikki lýkur formligu útbúgvingarkrøvini fyri at kunna virka sum maskinmeistari og avloysari hjá maskinstjóra. Eisini verður í niðurstøðuni víst til, at lógarheimild ikki er til standandi undantaksloyvi sambært § 21, stk. 2 í løgtingslóg um manning av skipum. Í hesum sambandi vísir ráðið eisini á, at viðkomandi persónur áður hevur fingið undantaksloyvi.

 

Sjóvinnuráðið samtykti einmælt, at ráðið ikki tekur undir við, at verandi undantaksloyvi verður longt útyvir 25. august 2005, tá ið hetta fer úr gildi”.

 

Til spurning 2.

Nei, tað er ikki rímiligt, at høvuðsvinnan skal arbeiða undir ótryggum viðurskiftum. Løgtingið setir við lóg krøv til m.a. manningar á skipum júst við tí fyri eygað, at grundleggjandi trygdarkrøv eru lokin. Hetta verður gjørt fyri harvið at skapa tryggar karmar.

 

Í ítøkiliga málinum hevur eitt einmælt Sjóvinnuráð staðfest, at tað ikki tekur undir við at leingja eitt undantaksloyvi. Skipaeftirlitið hevur tikið avleiðingarnar av hesum og hert krøvini til undantaksloyvi.

 

Til spurning 3.

Landsstýrismaðurin og Skipaeftirlitið fyrisita manningarviðurskifti á skipum sambært løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum. Lógin er ikki nøkur forðing fyri, at vinnan kann virka. Karmarnir eru rímiliga víðir, men próvbyrðan hjá vinnuni er økt, tá søkt verður um undantaksloyvi. Hetta vil siga, at reiðaríið í størri mun enn fyrr skal prógva, at tað ikki hevur verið møguligt at útvega maskinmeistara, ið lýkur formlig krøv. Krøvini til økta próvbyrðu verða sett við atliti til heilsu, umhvørvi og trygd á sjónum.

 

Til spurning 4.

Uppskot um nýggja manningarlóg verður viðgjørt í løtuni, tað verður væntandi lagt fyri tingið í februar mánaði 2006.

 

Eg havi viðgjørt útbúgvingarmøguleikarnar saman við landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálaráðið arbeiðir miðvíst við at seta á stovn eina útbúgving, sum kann uppskúla avvarðandi maskinmenn til at lúka krøvini í manningarlógini. Útbúgvingin verður sett á stovn so skjótt formligu og fíggjarligu viðurskiftini eru fingin uppá pláss.

 

Máli avgreitt