100-32 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum 

Orðaskifti

Ár 2005, mikudagin 7. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvør verður hækkingin/lækkingin í reallønini (í krónum mánaðarliga og árliga og í prosentum árliga) hjá einum ófaklærdum persóni í Vági ella í Skopun við lønarinntøku á 170.000 árliga í 2008 sammett við 2004, undir hesum fortreytum:

-         Undirskjalið til samgonguskjalið um skattalætta og inngjald í Arbeiðsmarknaðareftir­lønargrunnin er framt eftir tekstinum

-         Inngjaldið í barsilsskipanina er hækkað eftir landsstýrisins uppskoti

-         Veggjaldið er hækkað eftir landsstýrisins uppskoti, og persónurin eigur ein bil

-         Kommunuskatturin í Vági og Skopun hækkar upp í 24,5%

-         Lønarlagið og prístalið er óbroytt

-         Persónurin hevur ongar frádráttir í skattinum

 

  1. Hvør verður hækkingin/lækkingin í reallønini (í krónum mánaðarliga og árliga og í prosentum árliga) hjá einum persóni í Tórshavn við lønarinntøku á 600.000 árliga í 2008 sammett við 2003, undir hesum fortreytum:

-         Undirskjalið til samgonguskjalið um skattalætta og inngjald í Arbeiðsmarknaðareftir­lønargrunnin er framt eftir tekstinum

-         Inngjaldið í barsilsskipanina er hækkað eftir landsstýrisins uppskoti

-         Veggjaldið er hækkað eftir landsstýrisins uppskoti, og persónurin eigur ein bil

-         Kommunuskatturin í Tórshavn hækkar upp í 19,75%

-         Lønarlagið og prístalið er óbroytt

-         Persónurin hevur ongar frádráttir í skattinum

 

Viðmerkingar

Orðaskiftið um skattapolitikk, realløn, eftirløn og avgjøld hevur seinastu árini snúð seg um eina rúgvu av uppáhaldum og tilvildarligum tølum, ið verða varpað út í fjølmiðlunum.

 

Ógjørligt verður tað hjá bæði politikarum og almenningi at taka nakra støðu til tann førda politkkin, um ikki veruliga støðan verður lýst, sum hon er, og sosialu avleiðingarnar av førda fíggjarpolitikkinum verða lagdar á borðið.

 

Til dømis tykist tað ikki sørt løgið, at vit í ár hava havt verkbann í eina viku orsakað av ósemju millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið um 0,1% í nominellum lønarvøkstri, tá ið landsstýrissamgongan samstundis við sínum fíggjarpolitikki ávirkar reallønina í stóran mun.

 

Tí verður her biðið um eina nágreiniliga útrokning av gongdini í reallønini hjá persónum í hvør sínum lønarbólki og í hvør sínari kommunu í landinum.

Á tingfundi 8. desember 2005 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 31. januar 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur sett nakrar fortreytir upp og spyr síðan hvussu reallønin verður hjá 3 persónum í 2008 samanborin við 2003 og 2004. Ein persónur býr í Skopun, ein býr í Vági og ein býr í Tórshavn. Árliga lønarinntøkan hjá persónunum í Skopun og Vági er 170.000 kr. og her skal broytingin í realinntøkuni í 2008 og í 2004 samanberast. Árliga lønarinntøkan hjá persóninum í Tórshavn er 600.000 kr. og her skal broytingin í realinntøkuni í 2008 og í 2003 samanberast.

 

Sambært fortreytunum hjá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, verða persónarnir í Skopun og Vági skattaðir soleiðis frá 2004 til 2008:

 

 

2004

2005

2006

2007

2008

Kommunuskatta %

22,50

22,50

24,50

24,50

24,50

Kirkjuskatta %

0,30

0,40

0,40

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,75

1,00

1,50

1,50

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,62

0,62

0,62

Botnfrádráttur

22.000

24.000

26.000

28.000

30.000

Skattskyldug inntøka

170.000

170.000

170.000

170.000

170.000

Landsskattur

24.960

24.570

24.180

23.790

23.400

Kommunuskattur

33.300

32.850

35.280

34.790

34.300

Kirkjuskattur

444

584

576

568

560

AMEG-gjald

850

1.275

1.700

2.550

2.550

Barsilsgjald

425

425

1.054

1.054

1.054

Skattur o.a. tilsamans

59.979

59.704

62.790

62.752

61.864

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-275

2.811

2.773

1.885

 

Av tí at fortreytirnar, sum Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur sett upp ikki samsvara við veruleikan vísa útrokningarnar omanfyri ikki veruligu gongdina. Orsøkin er, at lættin í landsskattinum fyri inntøkur á 170.000 kr. í 2006 verður størri enn tað, sum er ásett í undir­skjalinum til samgonguskjalið og at kommunuskattaprosentini verða øðrvísi enn ásett oman­fyri.

 

Persónurin í Vági verður skattaður soleiðis árini 2004 til 2006:

 

Vágs Kommuna:

2004

2005

2006

Kommunuskatta %

22,50

22,50

23,25

Kirkjuskatta %

0,30

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,75

1,00

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,62

Botnfrádráttur

22.000

24.000

26.000

Skattskyldug inntøka

170.000

170.000

170.000

Landsskattur

24.960

24.570

23.080

Kommunuskattur

33.300

32.850

33.480

Kirkjuskattur

444

584

576

AMEG-gjald

850

1.275

1.700

Barsilsgjald

425

425

1.054

Skattur o.a. tilsamans

59.979

59.704

59.890

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-275

-89

 

Persónurin í Skopun verður skattaður soleiðis árini 2004 til 2006:

 

Skopunar Kommuna:

2004

2005

2006

Kommunuskatta %

22,50

22,50

23,50

Kirkjuskatta %

0,30

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,75

1,00

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,62

Botnfrádráttur

22.000

24.000

26.000

Skattskyldug inntøka

170.000

170.000

170.000

Landsskattur

24.960

24.570

23.080

Kommunuskattur

33.300

32.850

33.840

Kirkjuskattur

444

584

576

AMEG-gjald

850

1.275

1.700

Barsilsgjald

425

425

1.054

Skattur o.a. tilsamans

59.979

59.704

60.250

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-275

271

 

 

Sambært fortreytunum hjá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, verður persónurin í Tórshavn skattaður soleiðis frá 2003 til 2008:

 

 

2003

2004

2005

2006

2007

2008

Kommunuskatta %

18,75

18,75

18,75

19,75

19,75

19,75

Kirkjuskatta %

0,30

0,30

0,40

0,40

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,50

0,75

1,00

1,50

1,50

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,25

0,62

0,62

0,62

Botnfrádráttur

21.000

22.000

24.000

26.000

28.000

30.000

Skattskyldug inntøka

600.000

600.000

600.000

600.000

600.000

600.000

Landsskattur

186.170

179.760

167.320

155.780

145.140

134.700

Kommunuskattur

108.563

108.375

108.000

113.365

112.970

112.575

Kirkjuskattur

1.737

1.734

2.304

2.296

2.288

2.288

AMEG-gjald

3.000

3.000

4.500

6.000

9.000

9.000

Barsilsgjald

1.500

1.500

1.500

3.720

3.720

3.720

Skattur o.a. tilsamans

300.970

294.369

283.624

281.161

273.118

262.275

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-6.601

-17.346

-19.809

-27.852

-38.695

 

Fyri persónin í Tórshavn svara fortreytirnar hjá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, heldur ikki til veruleikan, tí lættin í landsskattinum fyri eina ársinntøku á 600.000 kr. í 2005 og 2006 verður væl minni enn tað, sum er ásett í tekstinum í undirskjalinum til samgonguskjalið.

 

Persónurin í Tórshavn verður skattaður soleiðis árini frá 2003 til 2006:

 

Tórshavnar Kommuna

2003

2004

2005

2006

Kommunuskatta %

18,75

18,75

18,75

19,75

Kirkjuskatta %

0,30

0,30

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,50

0,75

1,00

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,25

0,62

Botnfrádráttur

21.000

22.000

24.000

26.000

Skattskyldug inntøka

600.000

600.000

600.000

600.000

Landsskattur

186.170

179.760

173.195

165.080

Kommunuskattur

108.563

108.375

108.000

113.365

Kirkjuskattur

1.737

1.734

2.304

2.296

AMEG-gjald

3.000

3.000

4.500

6.000

Barsilsgjald

1.500

1.500

1.500

3.720

Skattur o.a. tilsamans

300.970

294.369

289.499

290.461

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-6.601

-11.471

-10.509

 

Kommunuskatturin er proportionalur har sami prosentsatsurin verður goldin av inntøkuni, líkamiki hvussu høg inntøkan er. Landsskatturin er progressivur, har skattasatsurin er lutfalsliga størri fyri tær hægru inntøkurnar. Munurin er við tíðini vorðin rættiliga stórur, soleiðis at lágar inntøkur rinda lutfalsliga væl minni í landsskatti enn miðalinntøkur. Tað er tí vorðið ógjørligt at geva lætta í landsskattinum, har tær lægstu inntøkurnar fáa størsta lættan.

 

Í spurninginum hjá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, verða árliga inntøkur á 170.000 kr. og 200.000 kr. samanbornar í ymiskum kommunum. Lættin í landsskattinum er væl størri hjá hægru inn­tøkuni, tí lægra inntøkan rindar so lítið í landskatti frammanundan.

 

Hvørja ávirkan vegskatturin hevur á reallønina er treytað av, hvussu stórur bilurin er, og um bilurin er diesel ella bensin drivin. Stórir bilar og dieseldrivnir bilar rinda meira í vegskatti enn lítlir bilar og bensindrivnir bilar.

 

Verður lægra inntøkan flutt úr 170.000 kr. upp í 200.000 kr. sær myndin øðrvísi út.    

 

Verður árliga inntøkan hjá persóninum í Skopun 200.000 kr. ístaðin fyri 170.000 kr., so verður hann skattaður soleiðis:

 

Skopunar Kommuna:

2004

2005

2006

Kommunuskatta %

22,50

22,50

23,50

Kirkjuskatta %

0,30

0,40

0,40

AMEG %

0,50

0,75

1,00

Barsilsgjald %

0,25

0,25

0,62

Botnfrádráttur

22.000

24.000

26.000

Skattskyldug inntøka

200.000

200.000

200.000

Landsskattur

35.760

33.195

29.680

Kommunuskattur

40.050

39.600

40.890

Kirkjuskattur

534

704

696

AMEG-gjald

1.000

1.500

2.000

Barsilsgjald

500

500

1.240

Skattur o.a. tilsamans

77.844

75.499

74.506

Skattur o.a. í mun til 2004

0

-2.345

-3.338

 

Persónurin, sum hevur eina árliga inntøku á 600.000 kr., rindar 14.680 kr. minni í landsskatti í 2006 enn hann gjørdi í 2004, hetta svarar til 2,4% av ársinntøkuni. Persónurin, sum hevur ein árliga inntøku á 200.000 kr., rindar 6.080 kr. minni í landsskatti í 2006 enn hann gjørdi í 2004, hetta svarar til 3,04% av ársinntøkuni.

 

Ein árlig inntøka á 200.000 kr. hevur tí fingið lutfalsliga størri lætta í landsskattinum enn ein árlig inntøka á 600.000 kr., sí tølini niðanfyri.

 

Árlig inntøka

Landsskattur

Munur

í % av inntøkuni

 

2004

2006

 

 

600.000 kr.

179.760 kr.

165.080 kr.

14.680 kr.

2,45

200.000 kr.

35.760 kr.

29.680 kr.

6.080 kr.

3,04

    

Hvussu veruliga gongdin verður við reallønini frá 2003 til 2008 er torført at meta um, men hon verður í øllum førum ikki samsvarandi fortreytunum hjá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

 

 Málið avgreitt.