100-27 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum 

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 17. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Eru ætlaðu broytingarnar innan sernámsfrøðiliga økið ein liður í eini heildarloysn fyri økið, og er hetta gjørt í samráð við landsstýrismannin í mentamálum?
  2. Hvør er motivasjónin fyri broytingaruppskotinum?
  3. Hvat koma ætlaðu broytingarnar at merkja fíggjarliga fyri kommunurnar?
  4. Hvat koma ætlaðu broytingarnar at merkja fakliga fyri dagstovnaøkið/sernámsfrøðiliga økið?
  5. Er semja millum land og kommunur um tann fíggjarliga partin viðv. broytingunum?
  6. Er fyrireikingararbeiðið byrja úti á kommununum, soleiðis at tær vera til reiðar at taka móti nýggjum og øktum uppgávum 1. januar 2006?
  7. Verður kunngerð orðað, sum tryggjar, at øll børn fáa nøktandi tilboð, uttan mun til hvørjari kommunu tey búgva í?
  8. Hevur Almanna- og heilsumálaráðið kannað, um allar kommunur megna at veita børnum við serligum tørvi nøktandi tilboð.

 

Viðmerkingar

Sernámsfrøðiliga økið er eitt av økjunum, sum avspeglar okkara førleika sum vælferðarsamfelag. Tí er umráðandi, at tær broytingar, sum verða gjørdar, eru ein liður í eini heildarloysn fyri økið, og at hesar eru við til at menna tilboðið til børnini, so hesi hava ein gerandisdag, har tey trívast. Skulu tey tað, er neyðugt, at skipanin er einføld og greið. Er hon tað, kunnu foreldur, starvsfólk og børnini geva hvørjum øðrum eitt umhvørvi og ein gerandisdag, har tey føla seg væl og trívast.

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum meldaði greitt út fyri góðum ári síðani, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi tí sernámsfrøðiliga økinum. Síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt um tær ætlanirnar, sum annars vóru fínar.

 

Nú hoyra vit so um ætlaðar broytingar, sum landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum hevur viðvíkjandi dagstovnalógini og forsorgarlógini. Andstøðan hevur ikki sæð broytingarnar enn, tí málið er ikki framlagt í tinginum í skrivandi stund. Men sum skilst, so skulu hesar samtykkjast í ár, nú bara 1½ mánaði er eftir av árinum. Og broytingarnar skulu so koma í gildi 1. januar 2006.

 

Skulu broytingarnar vera til frama fyri børn við serligum tørvi, er umráðandi, at hesar ikki verða skundaðar ígjøgnum. Men at børn, foreldur teirra, kommunur og starvsfólk eru kunnað um broytingarnar í so mikið góðari tíð, at hesar kunnu implementerast við skili.

 

Undir vanligum umstøðum hevði undirritaða bíðað við einum fyrispurningi sum hesum, til broytingaruppskotið var framlagt. Men av tí at so lítil tíð er eftir av árinum, og at tað kann verða ov seint við einum fyrispurningi,  eftir at broytingaruppskotið er framlagt, er avrátt at seta fyrispurningin fram nú. Hetta fyri at tryggja, at óneyðugir trupulleikar standast orsakað av ov illa fyrireikaðum broytingaruppskotið.

 

Avvarðandi feløg (Pedagogfelagið og Javni) hava alment sagt seg vera ónøgdan við ætlaðu broytingarnar, sum andstøðan altso ikki hevur sæð enn. Og tað er hendan almenna ónøgdin, sum hevur givið okkum nakað av innlitið í málið. Og við teirra reaksjón í huga, er tað nógv, sum týðir uppá, at hesi ikki eru hoyrd nóg tíðliga, sum annars átti at verið vanlig mannagongd. So er so spurningurin, um kommunurnar hava verið tiknar við upp á ráð nóg tíðliga, og hvørja viðmerking  tær hava til broytingarnar.

 

Tí soljóðandi fyrispurning:

 

Á tingfundi 18. november varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.


Á tingfundi 8. desember 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Ad. 1.

Í fjør tóku Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið upp samskifti við tí fyri eyga at umhugsa loysnir á gráøkistrupulleikunum millum ráðini. Í hesum sambandi hevur serliga verið  umrøtt at flyta dagstovnaøkið til Mentamálaráðið við tað, at hetta kann skapa betri møguleikar at skipa heildartilboð til børn við serligum tørvi. Lógaruppskot nr. 44/2005, ið hevur til endamáls at staðfesta ábyrgdina hjá kommununum at veita ansingartilboð sambært dagstovnalógini til brekað børn, er ikki gjørt í samráð við Mentamálaráðið.

 

Ad. 2.

Motivasjónin fyri broytingaruppskotinum er at styrkja rættindini hjá børnum við serligum tørvi soleiðis, at hesi fáa somu tilboð um námsfrøðiliga menning og ansing í kommunalu ansingarskipanunum sum onnur børn. Talan er um børn, sum hava ein serligan tørv, men sum kunnu integrerast í  kommunalar ansingarskipanir.

 

Í dag umsitur Almannastovan stuðulsfólkini hjá børnum við serligum tørvi, meðan hesi arbeiða inni á dagstovnunum. Hetta merkir, at arbeiðs- og ábyrgdarbýtið millum stovnsleiðslu og stuðulsfólk er rættiliga ógreitt. Dagstovnaleiðararnir hava námsfrøðiligu ábyrgdina av stovninum, men av tí at stuðulsfólkið ikki er sett á stovninum, er trupult at vita, hvør tað er, sum í roynd og veru hevur ábyrgdina av tilboðnum, sum verður veitt barninum. 

 

Harumframt fer verandi heimild í § 17, stk. 2 í forsorgarlógini úr gildi tann 31. desember 2005 soleiðis, at høvi nú býðst til at gera eina nýggja skipan fyri stuðulsfólk til børn við serligum tørvi.

 

Ad. 3.

Stuðulsfólkaøkið til børn við serligum tørvi, sum eru í kommunalu ansingarskipanunum kostar í dag 12,7 mió. kr. Hesin peningur er tikin við í broyting í skattalógini í samband við, at barnaverndarøkið verður lagt til kommunurnar, soleiðis at landsskatturin lækkar, og kommunurnar síðan hava møguleika fyri at hækka kommunuskattin samsvarandi.

 

Ad. 4.

Fyri dagstovna-  og sernámsfrøðiliga økið vilja broytingarnar fakliga merkja, at námsfrøðingar fáa ábyrgdina fyri at geva børnum við serligum tørvi námsfrøðiliga menning og ansing.

 

Tað skal við hesum uppskotinum ikki neyðturviliga vera námsfrøðingur, ið er um barnið alla tíðina, men við tað, at leiðarin fyri kommunala ansingarskipan, sambært dagstovnalógini, skal vera námsfrøðingur, vil ein námsfrøðingur hava evstu ábyrgdina av námsfrøðiligu menningini og ansingini.

 

Námsfrøðingar hava ikki áður havt leiðsluna av hesum øki, og við at skipa integrerað ansingartilboð undir námsfrøðiligari leiðslu verða vitan og royndir savnaðar úti í kommununum.

 

At leggja ábyrgdina fyri at veita børnum við serligum tørvi somu námsfrøðiligu menning og ansing sum øðrum børnum, verður ein faklig avbjóðing, ið krevur fakliga nýhugsan hjá námsfrøðingum. Í útbúgving síni nema námsfrøðingar ikki einans við tað fríska vælvirkandi barnið, og tí eigur talan tó ikki at vera um nýtt fakligt øki fyri námsfrøðingarnar.

 

Ad.5. 

Kommunurnar hava ikki í sínum hoyringssvarum sett seg ímóti at fáa endurrindað tað, sum økið kostar í dag, nevniliga 12,7 mió kr.

 

Ad.6.

Almanna- og heilsumálaráðið hevur ikki tikið stig til nakrar fyrireikingar úti í kommununum. Kommunurnar hava fingið uppskotið til hoyringar, so hesar kenna ætlanirnar, ið landsstýrismaðurin hevur. Harumframt skal nevnast, at flest av hesum børnunum, ið verða fevnd av hesum broytingunum, eru í dag úti í kommunalu ansingarskipanunum við persónligum stuðulsfólki.

 

Ad.7.

Í broytingaruppskotinum verður sett sum § 5, stk. 2:  “ Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.” Hetta er sett í lógina fyri at staðfesta, at um kommuna hevur tilboð til barn við serligum tørvi, so hevur kommunan eisini ábyrgd fyri, at hetta tilboðið nøktar serliga tørvin hjá barninum.

 

Ad.8.

Flestu av teimum børnum, ið eru fevnd av hesi broyting, eru í dag úti í kommunalari ansingarskipan. Hevur kommuna ikki dagstovn, men bert veitir tilboð um dagrøkt, so hevur kommunan møguleika fyri at seta dagrøktarmammu at ansa barninum í staðin fyri sum nú, at barnið hevur stuðulsfólk. At barn hevur dagrøktarmammu í staðin fyri ófaklært stuðulsfólk, átti at verið meir nøktandi námsfrøðiligt tilboð við tað, at leiðarin fyri dagrøktarskipanina, sambært dagstovnalógini, skal vera námsfrøðingur.

 

Málið avgreitt.