100-23 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi pedagogútbúgvingini 

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 8. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Spurningarnir eru hesir:

  1. Løgtingið hevur í dagstovnalógini ásett, at 2/3 av størvunum í føroyskum dagstovnum skulu setast við útbúnum pedagogum. Hetta mál er í dag langt frá rokkið. Sær landsstýrismaðurin ikki tað sum sína uppgávu at viðvirka til, at nóg nógvir útbúnir pedagogar eru til at røkja hesi størvini?
  2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at tað eru fleiri umsøkjarar til pedagogútbúgvingina, enn tað sleppa inn?
  3. Heldur landsstýrismaðurin at ovurhonds stóri tørvurin á útbúnum pedagogum í Føroyum er ein trupulleiki, sum eigur at verða loystur frá føroyskari síðu?
  4. Tað, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur lagt stuðulsøkið viðvíkjandi børnum út á dagstovnarnar, økir munandi um tørvin á útbúnum pedagogum. Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir um at gera eina roynd at nøkta tørvin á útbúnum pedagogum í størri mun enn higartil?
  5. Um ikki, hvør er tá grundgevingin, ella grundgevingarnar fyri ikki at taka tveir pedagogflokkar inn á hvørjum ári?
  6. Er grundgevingin fíggjarligar orsøkir, hvussu nógv kostar tað so at taka tveir flokkar inn heldur enn ein? Og at enda, hava vit ráð til at lata vera við at útbúgva fleiri pedagogar nøkur fylgjandi ár?

 

Viðmerkingar

Føroya læraraskúli hevur tikið inn ein flokk við pedagognæmingum á hvørjum ári, síðan pedagogskúlin varð settur á stovn umleið 1990. Tað er sjálvandi at fegnast um, at tað ber til at lesa til pedagog í Føroyum, men tað er hinvegin ikki at fegnast um, at vit eru  langt frá at nøkta tørvin á útbúnum pedagogum. Dagstovnalógin sigur púra greitt, at 2/3 av øllum størvum í dagstovnum í Føroyum skulu setast við pedagogum. Sum støðan er í dag, so er bert 1/3 av hesum størvum settur við útbúnum fólki. Kanningar vísa, at skulu vit røkka krøvunum í Dagstovnalógini um setan av útbúnum fólki, so mangla eitt sindur fleiri enn 200 pedagogar í, og vísir tað seg eisini, at hetta mankotal veksur fyri hvørt ár.

 

Nú hevur landsstýrismaðurin í almannamálum avgjørt, at alt virksemi viðvíkjandi stuðli til børn skal leggjast undir dagstovnarnar. Dagstovnaleiðslurnar eru sum so ikki ímóti hesum, tey eru bara kedd og hørm um mátan, sum landsstýrismaðurin hevur arbeitt í hesum málinum. Annað er, at tá stuðlarnir til børn koma undir so skipað viðurskifti, ber tað við sær, at tørvurin á útbúnum pedagogum úti í dagstovnunum gerst enn størri. Stuðulsarbeiðið í mun til børn er so krevjandi og týdningarmikið, at tað skal einfalt ikki bera til at lata onnur enn fólk við viðkomandi útbúgvingum røkja tað.

Sum støðan er á dagstovnaøkinum og viðvíkjandi tørvinum á útbúnum pedagogum yvirhøvur, so skuldi ein trúð, at Mentamálaráðið bara sjálvsagt fór undir at taka tveir flokkar við pedagoglesandi inn um árið. Hetta sum eina ásannan av, at vit ikki kunnu bjóða børnunum og familjum teirra óprofessionell og við tíðini helst eisini bæði ónøktandi og ótrygg viðurskifti.

 

Sum støðan er í dag, so søkja umleið 150 føroyingar á hvørjum ári, um at sleppa inn at lesa til pedagog. Av hesum verða so umleið 20 tikin inn. Hvat gera so hini, Jú, nøkur bíða og søkja um aftur. Onnur fara uttanlands at lesa, og upp aftur onnur velja at taka av onkrum donskum tilboði um útbúgving yvir netið. Fólk, sum hava innlit, og sum ein hevur tosað við, siga, at tey halda ta loysnina vera ivasama, ikki minst tí eingin her á landi hevur nakað sum helst eftirlit við útbúgvingini, og tí tey, sum standa fyri hesum tilboðunum, fáa nógvan pening fyri hvønn næming, sum meldar seg til.

 

Annars hevur gongdin í Danmark verið tann, at pedagogskúlarnir har hava havt ilt við at fáa næmingar seinastu árini. Stjórnin hevur tó ásannað stóra tørvin á pedagogum í landinum, og eru teir tí farnir undir eitt átak,  saman við skúlunum,  sum hevur til enda mál at fáa fleiri danir at velja pedagogútbúgvingina. Danska stjórnin hevur ásannað týdningin av, at børnini fáa so góðar umstøður, sum til ber, hesi fyrstu og týdningarmiklu árini av lívi teirra. Tí vilja teir hava fleiri til at læra til pedagog.

 

Verandi samgonga vil gera Føroyar til besta land í heimi at liva í í ár 2015. Tað eru ikki fleiri enn 10 ár inntil tá. Tí er tíð at byrja at gera nakað fyri, at Føroyar eru, um ikki annað, verdar at liva í í ár 2015. Tíðin má tí vera farin frá, tá líkasælan og discountloysnirnar fáa hægstu raðfesting.

Á tingfundi 9. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. desember 2005 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

 

Ad. 1: Tá ið løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt var til viðgerðar í Løgtinginum á vári 2000, setti trivnaðarnevndin nýtt stykki inn í grein 8 í lógini. Løgtingið samtykti her, at starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi vera 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar.

 

Sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum eigi eg sjálvsagt at síggja tað sum mína uppgávu at arbeiða fyri, at nóg nógvir pedagogar eru til at røkja hesi størvini. Tað er eingin ivi um, at tað er týðandi, at starvsfólk innan hetta økið eru væl útbúgvin, men tað vera altíð teir fíggjarligu karmarnir, sum seta eitt mark fyri, hvussu skjótt vit røkka á mál. 

 

Ad. 2: Eg kann bara vátta, at tað eru nógv fleiri, sum søkja inn á pedagogútbúgvingina, enn tey, sum sleppa inn. 

 

Ad. 3: Tann stóri tørvurin, ið er á útbúnum pedagogum, er ein spurningur, sum eigur at verða loystur í Føroyum – hetta er bæði galdandi fyri pedagogøkið eins og onnur fakøki, ið vit hava føroyskar útbúgvingar til. 

 

Ad. 4: Arbeitt hevur verið í longri tíð við uppskoti til nýggja lóg fyri bæði lærara- og pedagogútbúgvingina, og sum skilst, kemur eitt álit nú um ársskiftið frá nevndini. Her verður lagt upp til, at pedagogútbúgvingin verður á bachelor-stigi. Samstundis havi eg arbeitt við møguleikanum fyri at fyrireika eina styttri pedagoghjálparaútbúgving. Ætlanin er, at hesar báðar útbúgvingarnar tilsamans í nógv størri mun enn í dag skulu nøkta tørvin á útbúnum starvsfólki til økið. 

 

Ad. 5: Sum spyrjarin veit, so er alt ein spurningur um fíggjarligar umstøður og raðfestingar. Higartil hevur tíverri ikki eydnast at fingið raðfest hetta økið hægri. 

 

Ad. 6: Um Læraraskúlin skuldi tikið ein pedagogflokk inn aftrat í ár, hevði hetta kostað skúlanum umleið kr. 1.070.000. Til spurningin um, hvørt vit hava ráð at lata vera við at útbúgva fleiri pedagogar tey komandi árini, verður víst til hini svarini. Men tað er eingin ivi um, at vit verða noydd at raðfesta hetta økið hægri frameftir.

Málið avgreitt.