100-22 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi fyrimunum við at leggja asfaltverkið hjá Landsverki saman við grótbrotinum í Porkeri 

Orðaskiftið riggar ikki

Ár 2005, fríggjadagin 4. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Man tað vera skilagott á hvørjum ári at flyta 100.000 tals tons av gróti, sementi, bitumen, olju oø. úr  sjóvarmálanum niðan í fjøllini at blanda saman, og síðani koyra tað omanaftur til nýtslu?

 

2.      Hvussu stórar og hvørjar eru nøgdirnar, ið fluttar verða?

 

3.      Hevur landsstýrismaðurin nøkur tøl fyri, hvussu stór dálkingin av fluttninginum er?

 

4.      Hvussu er viðvíkjandi fíggjarstøðuni, rakstri og løgun, av almenna asfaltverkinum í Hundsarabotni, herundir sundurgreiningar fyri flutningskostnað?

 

5.      Hvussu nógv olja verður brúkt í framleiðsluni, og ber tað til at brúka avlopshita, eitt nú frá SEV í Suðuroy, til endamál av hesum slag?

 

6.      Nú landsstýrið hevur boðað frá, at asfaltverkið í Hundsarabotni fer at minka, og munandi upphæddir kunnu sparast við at flyta asfaltverkið hagar, tilfarið liggur, verður landsstýrismaðurin at enda spurdur, um hetta er ein gongd leið?

 

Viðmerkingar

Landsstýrið boðar í fíggjarlógaruppskotinum 2005 frá, at hugsandi er, at virksemið í Hundsarabotni fer at minka grundað á búskaparstøðuna sum heild og tí, at eitt privat asfaltverk er farið undir asfaltframleiðslu í 2005.

 

Tá útlit soleiðis eru til, at virksemið í Hundsarabotni fer at minka og kanska detta burtur, er hugsandi, at virksemið í grótbrotinum í Skørðunum í Porkeri eisini fer at minka og detta burtur.

 

Arbeiðsplássini í Hundsarabotni og í Skørðunum fara tá sama veg, og sóknast verður tí eftir møguleikunum fyri at varðveita arbeiðspláss við at bøta um raksturin.

 

Grótflutningurin úr Skørðunum er grundarlagið undir tí dygdargóða skervinum, sum brúktur verður í asfaltframleiðsluni, og sum Landsverk selur fyri tvær ferðir so høgan kostnað sum annan skerv.

 

Grótflutningur við skipi og bilum tyngir sjálvandi munanadi um raksturin av virkseminum í Hundsarabotni, og verður tí sóknast eftir møguleikum fyri rationaliseringum á hesum øki.

Á tingfundi 8. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. desember 2005 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar: 

 

Til 1)

Fyrst kann nevnast, at um skervur til asfaltframleiðslu skal framleiðast av føroyskum tilfari, er neyðugt við einum skervverki, og skal hetta helst standa í sambandi við asfaltverkið. Útrokningar hjá Landsverki vísa, at tað, við dagsins prísum á útlendskum gróti, loysir seg at framleiða skerv til asfaltframleiðslu við at forknúsa suðuroyargrót í Suðuroy, og síðani flyta tað til víðari viðgerð í Hundsarabotni, í mun til at innflyta skerv. Orsøkin til, at knúsi- og asfaltvirksemið er í Hundsarabotni, er í fyrsta lagi av jarðfrøðiligum orsøkum, tí har á staðnum finst grót, ið er nýtuligt til o.u. 75% av samlaðu framleiðsluni har á staðnum. C-lindin, sum er ein tjúkkur hamari við nóg góðari góðsku til alla vanliga nýtslu, gongur gjøgnum Hundsarabotn. Góðskan er tó ikki nóg góð til asfalt. Uml. 18% kemur úr Suðuroy, meðan uml. 7 % kemur úr útlandinum. Umráðandi er, at skervverkið kann nýtast so effektivt sum gjørligt, og tí eisini framleiða til onnur endamál enn til asfaltframleiðslu.

 

Havandi í huga, at umleið 85% av framleiðsluni í Hundsarabotni verður brúkt í meginøkinum, og nú landfast er úr Vágum og skjótt norður til Viðareiðis, er tað eyðvitað eitt skilagott framleiðslustað, ið liggur í tyngdarpunktinum av økinum, umframt at tað eisini er rættiliga nær Havnini, ið er størsti avtakari hjá verkinum.

Eftir at komið varð fram til, at frægasta gróttilfar í sambandi við asfaltframleiðslu var at finna í  Suðuroy, byrjaði Landsverk at flyta forknúsað grót úr Porkeri til víðari viðgerð í Hundsarabotni. Í Hundsarabotni verður forknúsaða grótið viðgjørt og skilt, og síðani blandað til asfaltbetong.

Henda framleiðsla loysir seg væl, tí hóast flytingin norður um fjørð og koyringin niðan á verkið kostar o.u. 40 kr./t. , er hesin skervurin bíligari enn innflutt tilfar.

At flutt fínknúsiverkið suður til Porkeris er neyvan skilagott, tí har hevði verið sera lítið brúk fyri tí annars, meðan tað í Hundsarabotni bæði knúsar Suðuroyargrót og lokala grótið úr Hundsarabotni.

Sum nú er, verður o.u. 10 % av asfaltinum flutt til Suðuroy, Sandoy og útoyggjarnar, meðan restin fer við bilum runt landið. Um alt hetta skuldi verið flutt norður um fjørð, hevði tað neyvan verið ein búskaparligur fyrimunur, í mun til verandi framleiðslu í Hundsarabotni, umframt at Landsverk metir, at tað hevði verið sera torført ella ógjørligt at fáa at bera til í praksis.

 

Til 2)

Í ár verða flutt o.u. 75.000 tons av forknúsaðum gróti norð um fjørð og o.u. 3.000 tons av asfalti suður. 

 

Til 3)

Ongi tøl finnast fyri dálking í sambandi við flutningin.

 

Til 4)

Verkið hevur í dag eitt virði, sum er umleið 70-80 mió. kr. Tað merkir, at um vit skuldu bygt eitt nýtt verk á sama framleiðslustøði sum í dag, hevði tað kostað frammanfyri nevndu upphædd. Avskrivingar av einum slíkum verki høvdu verið áleið 5% um árið ella 3,5-4 mió. kr. um árið. Um vit hyggja eftir roknskapinum fyri 2005 pr. 1/11-2005, sær úrslitið higartil í ár soleiðis út:

Hundsarabotnur                       Porkeri

Søla                                                     35.088                                  3.625                                   

Framleiðslukostnaður                           22.322                                  2.837

Viðlíkahald og størri ábøtur                     3.661                                     543

Grótflutningur frá Porkeri-Kollafj.            2.753           

Grótflutningur úr útlondum                       1.047

Felagskostnaður                                     1.743                                       19

Avlop áðrenn avskrivingar                  3.562                                    226

- Avskrivingar                                      -3.500                                   -115

Avlop eftir avskrivingar                                62                                    111

 

Í uppsetingini er ikki tikið hædd fyri goymslubroytingum.

 

Til 5)

Okkurt um 6 l av gassolju fyri hvørt tons av asfalti verða nýttar í sambandi við asfaltframleiðsluna. Mett verður ikki, at avlopshiti frá SEV er nýtiligur til asfaltblandiverkið, tí hesin er alt ov lágur.

 

Til 6)

Mett verður ikki, at nakað verður spart við at flyta asfaltverkið til Suðuroyar, hóast asfaltframleiðslan minkar nakað, og vísandi til viðmerkingina undir punkt 1, hevði tað verið sera torført ella ógjørligt at servisera kundarnar í meginøkinum frá einum asfaltverki í Porkeri.

 

Samanumtikið verður sostatt mett, at tað er rætt at hava framleiðsluna í Hundsarabotni við asfaltframleiðslu og knúsikapasiteti. Viðvíkjandi virkseminum í Porkeri er at siga, at verandi knúsiútgerð hevur ríkiliga orku til at nøkta tørvin í Suðuroy.

Málið avgreitt.