100-20 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi landssjúkrahúsinum

Orðaskiftið riggar ikki

Ár 2005, mikudagin 2. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann landsstýrismaðurin greina fyri Løgtinginum, hvussu stórur partur av játtanini til sjúkrahúsverkið verður brúktur til ávíkavist fyrisitingar- og til viðgerðarøkið?
     
  2. Landsstýrismaðurin verður, sum ovasti myndugleiki á sjúkrahúsøkinum, biðin um at útgreina fyri Løgtinginum niðanfyri endurgivnu uppáhald, sum leiðandi yvirlækni herfyri førdi fram í Sosialinum, har hann m.a.  vil vera við, at:

- heilsuverkið er eitt botnleyst hol

- tað ber væl til at rasjonalisera nógv meira enn í dag

- játtanin í dag verður ikki brúkt so effektivt sum gjørligt

- kanska hevði verið betri at havt eina nógv minni tilbúgving í Klaksvík

- tað er eingin trygd í smáu lokalsjúkrahúsunum

- sjúkrahúsini hava ikki brúk fyri meiri pengum

- fyrisitingin er vorðin alt ov stór

- fyrisitingin tykist bert at økjast

- fyrisitingin er vorðin eitt endamál í sær sjálvum

- bureaukratiið er stórt

- tað fyrisitingarliga virksemi leggur hald á heilsustarvsfólk, so at orkan verður tikin frá 

  heilsufremjandi arbeiðinum?

 

Viðmerkingar:

Í einum av dagbløðum okkara herfyri var viðtala við ein av leiðandi yvirlæknunum í sjúkrahúsverkinum. Í hesum viðtali viðger hann bygnaðin í føroyska sjúkrahúsverkinum sum heild, og um fyrisitingina sigur hann m.a.:

 

... fyrisitingin er vorðin alt ov stór, og hon tykist bert at økjast......- Ofta hevur ein varhugan av, at fyrisitingin er blivin eitt endamál í sær sjálvum, og bureukratiið er stórt. Men hetta gerst ein stórur trupulleiki, tá tað fyrisitingarliga virksemið leggur hald á heilsustarvsfólkið, so at orkan verður tikin frá heilsufremjandi arbeiðinum.....

 

Í skrivandi og verandi løtu verður komandi fíggjarlóg viðgjørd í Løgtinginum, og biður landsstýrismaðurin, eins og seinastu árini, um hampuliga hækkan av tí upphædd, sum á hvørjum ári verður  játtað sjúkrahúsverkinum. Fyri flestu føroyingar, bæði innan og uttan tinggátt, er greitt,  at sjúkrarøkt- og viðgerð  á tí støði, vísindin bjóðar, er kostnaðarmikil, og er tí sjáldan stórvegis spurnartekin sett við ta upphædd, sum  serkønu á økinum mæla til.  Tí kenst so øvugt at lesa greinina, ið víst verður til omanfyri, serliga tá talan er um metingar frá lækna, ið hevur gott innlit og týðandi starv í sjúkrahúsverkinum, ikki bert á viðgerðar-, men eisini fyrisitingarliga økinum. Hevur hesin rætt í metingum sínum, er tørvur á djúptøknum kanningum og broytingum, serliga um so er, sum hann førir fram, at játtaði peningurin, heldur enn at fara til viðgerðir, fer til fyrisiting og bureaukrati. 

 

p.s.  Síðani fyrispurningurin varð skrivaður, og meðan hesin hevur bíðað eftir tingfundi at verða lagdur fram á, ljóðar í fjølmiðlunum, at fyrisitingin hevur gjørt av at siga opinskáraða serlæknanum úr starvi. Eitt álvarligt stig, um hugsað verður um umfatandi læknatørvin, ið er á okkara leiðum. Men enn verri, um hetta er svarið til uppáhald hansara. Minsta kravið var,  at hesir leiðarar sjúkrahúsverksins heldur greiddu borgarum og brúkarum  frá, um støðan er, sum yvirlæknin vil vera við ella ikki. Vónandi kann  landsstýrismaðurin  við svarinum upp á spurning mín greiða hetta álvarsliga og fløkta mál. 

 

Á tingfundi 3. november 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 30. november svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

1.      Kann landsstýrismaðurin greina fyri Løgtinginum, hvussu stórur partur av játtanini til sjúkrahúsverkið verður brúktur til ávikavist fyrisitingar- og til viðgerðarøkið?

 

Spurningurin kann svarast upp á nógvar mátar. 

 

Útreiðslurnar á Landssjúkrahúsinum til fyrisiting t.e. sjúkrahúsleiðslu, fíggjardeild, starvsfólkadeild og KT er íalt 9,2 mió. kr. av eini samlaðari fíggjarætlan upp á 297 mió. kr. Her verður fyrisitingarparturin 3,2 %.

 

Tað ber eisini til at rokna fyrisitingarútreiðslurnar sum part av lønarútreiðslunum, sum eru 240 mió. kr. í 2005. Tá verður fyrisitingarparturin 3,9 %.

 

Nevnast kann eisini, at umleið 800 fólk (640 ársverk) tilsamans arbeiða á Landssjúkrahúsinum, harav eru einans 18 fólk (ársverk) í fyrisitingini (íroknað sjúkrahúsleiðslu).

 

Tað eru eisini útreiðslur til leiðslu og fyrisiting úti á deplunum og deildunum. Hetta er fyrst og fremst klinisk leiðsla og fyrisiting, herundir at leggja vaktarskema, luttaka á fundum og sovorðið. Leiðararnir hava eisini uppgávur innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring o.a. Tað er torført at siga, hvussu nógv verður brúkt til hetta úti á deplunum.

 

Ein meting er gjørd niðanfyri. Roknað verður við, at ein leiðandi yvirlækni brúkar 20% av síni tíð til leiðslu og fyrisiting. Leiðandi sjúkrarrøktarfrøðingur brúkar alla sína tíð, meðan deildarleiðarar brúka uml. helvtina til leiðslu og fyrisiting, og vanligir yvirlæknar brúka uml. 5% av síni tíð til fyrisiting.

 

Leiðsla og fyrisiting íalt,

Kliniskir deplar og eindir umframt fyrisitingin

Fyrisiting

 Tal av fólkum

 Miðalløn

tkr.

 lønarútr.

tkr.

 Løn til fyrisiting tkr.

Leiðandi yvirlækni

20%

       5

     800

      4.000

        800

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur

100%

       3

     520

      1.560

      1.560

Leiðsluskrivarar

100%

       4

     310

      1.240

      1.240

Depilsleiðari Tænstudepilin

100%

       1

     520

         520

        520

Deildarleiðarar

50%

     37

     360

    13.320

      6.660

Yvirlæknar

5%

     22

     600

    13.200

        660

Fyrisitingin incl. Sjúkrahúsleiðslu

100%

     18

 

      9.249

      9.249

Íalt útreiðslur til leiðslu og fyrisiting íalt

 

 

 

 

    20.689

 

Verður roknað við hesum breiða hugtakinum fyri leiðslu og fyrisiting, so eru útreiðslurnar 20,7 mió. kr. Í mun til samlaðu fíggjarætlanina upp á 297 mió. kr. verður leiðslu- og fyrisitingarparturin út frá hesum 7,0%. Í mun til lønarfíggjarætlanina upp á 240 mió. kr. verða útreiðslurnar til leiðslu og fyrisiting íalt 8,6%.

 

Í sambandi við at nógvar umleggingar verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum, verður roknað við, at neyðugt er við enn meiri orku til leiðslu og fyrisiting. Av tí at sjúkrahúsið hevur so avmarkaða orku til hetta frammanundan, er neyðugt at seta starvsfólk við útbúgving innan ráðlegging, fíggjarstýring ella líknandi. Um hetta ikki verður gjørt, má roknast við at yvirlæknar, deildarleiðarar o.o. koma at brúka nógv meiri orku til hetta, enn higartil, og tað fer rættuliga at merkjast í tí kliniska virkseminum. Tað er ein nógv verri loysn, sum helst ikki fer at eydnast heldur.

 

Hesin fyrispurningur snýr seg fyrst og fremst um Landssjúkrahúsið og fyrisitingina á sjúkrahúsinum. Um hugt verður at fyrisitingarútreiðslunum sum part av lønarútreiðslunum á teimum smærru sjúkrahúsunum, so er støðan tann, at á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru útreiðslurnar 2,1 mió. kr. av 54,1 mió. kr., t.e. 3,9%. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru útreiðslurnar 2,3 mió. kr. av 41,3 mió. kr. t.e. 5,6%.

 

Samanburður við Bornholm

 

Ein skjótur samanburður er gjørdur millum støddina av fyrisitingini  á Landssjúkrahúsinum í mun til á Bornholm Centralsygehus. Fólkatalið á Bornholm er á leið tað sama sum í Føroyum, og tí átti støðið at verið nøkulunda eins.

 

Samanburðrir av hesum slagi skulu takast við stórum fyrivarni, tí tað eru altíð onkur viðurskifti, sum gera, at tað ikki er heilt samanberligt. Skipanin av sjúkrahúsunum og sjúkrahúsverkinum yvirhøvur, kunnu vera rættuliga ymisk.

 

Á Bornholm Centralsygehus eru 492 ársverk í mun til 640 ársverk á Landssjúkrahúsinum.

Psykiatriin og sjúkraflutningurin eru ikki partur av sjúkrahúsinum á Bornholm og verður hædd tikin fyri tí, er talið á ársverkum áleið tað sama á Landssjúkrahúsinum.

 

Í sjálvari fyrisitingini á Bornholm Centralsygehus starvast 15 fólk íroknað sjúkrahúsleiðsluna, eksl. KT-økið. Hetta er á leið tað sama sum á Landssjúkrahúsinum, sum hevur umleið 150 fólk fleiri í arbeiði.

 

Men út yvir hetta, er Bornholm sjúkrahús ein partur av eini felags fyrisiting, har 8 fólk starvast. (6 akademikarar og 2 skrivstovufólk). Felags fyrisitingin fevnir um eitt virkisøki, sum er breiðari enn sjúkrahúsið; tað er sjúkrahúsið, psykiatriina, tannlæknaskipanina og sjúkratryggingina.

Taka vit hædd fyri hesum, er fyrisitingin á Landssjúkrahúsinum væl minni enn á Bornholm. Hetta er serliga galdandi fyri akademisku ráðgevararnar, sum ikki eru ein partur av bygnaðinum á Landssjúkrahúsinum.

 

Vit hava ikki fingið lønar- og starvsfólkatøl, sum kunnu samanbera klinisku leiðsluna og fyrisitingina á sjúkrahúsunum. Bornholm sjúkrahúsið eigur tó helst at líkjast Landssjúkrahúsinum rættuliga nógv í so máta, tí bygnaðurin á sjúkrahúsinum er næstan fullkomiliga eins og tann á Landssjúkrahúsinum.

 

 

2.      Landsstýrismaðurin verður, sum ovasti myndugleiki á sjúkrahúsøkinum, biðin um at útgreina fyri Løgtinginum niðanfyri endurgivnu uppáhald, sum leiðandi yvirlækni herfyri førdi fram í Sosialinum, har hann m.a.  vil vera við, at:

- heilsuverkið er eitt botnleyst hol

- tað ber væl til at rasjonalisera nógv meira enn í dag

- játtanin í dag verður ikki brúkt so effektivt sum gjørligt

- kanska hevði verið betri at havt eina nógv minni tilbúgving í Klaksvík

- tað er eingin trygd í smáu lokalsjúkrahúsunum

- sjúkrahúsini hava ikki brúk fyri meiri pengum

- fyrisitingin er vorðin alt ov stór

- fyrisitingin tykist bert at økjast

- fyrisitingin er vorðin eitt endamál í sær sjálvum

- bureaukratiið er stórt

- tað fyrisitingarliga virksemi leggur hald á heilsustarvsfólk, so at orkan verður tikin frá heilsufremjandi arbeiðinum?

 

Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað er rætt, at fara í smálutir og útgreina nøkur uppáhald, ið hann ikki sjálvur hevur ført fram. Rætti persónur til at gera hetta er sjálvandi yvirlæknin sjálvur.

 

Út frá uppáhaldunum, ið yvirlæknin førir fram eru tvey høvuðsevni, ið hann tekur upp, og tað er at sjúkrahúsverkið kann rekast meira effektivt, enn tað verður gjørt í dag, og at fyrisitingin/ pappírsveldið innan sjúkrahúsverkið er ov stórt.

 

Tá ið yvirlæknin tosar um rationaliseringar er tað serliga við atliti til at seta spurnartekin við funktiónina hjá teimum smærru sjúkrahúsunum. Veruleikin er jú, at tað hevði verið ein fíggjarlig rationalisering, um vit t.d. niðurløgdu tey smærru sjúkrahúsini og einans høvdu eitt landssjúkrahús í landinum, men tað er jú sum kunnugt eitt politiskt ynski um, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Tað er eisini hetta, ið landsstýrismaðurin arbeiðir út frá. Viðvíkjandi spurninginum um hvussu vit skipa sjúkrahúsverkið í framtíðini, millum annað við atliti til at samband verður ímillum Leirvík og Klaksvík, situr ein arbeiðsbólkur í løtuni, har millum annað tær tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar eru umboðaðar, við tí uppgávu at endurskoða virksemið í sjúkrahúsverkinum. Hesin bólkur leggur síðstu hond á arbeiðið í løtuni, og eg ætli at leggja tilmæli frá bólkinum til aðalorðaskiftis í Tinginum. Soleiðis fáa løgtingslimir møguleika at siga sína hugsan um hesi viðurskifti, áðrenn avgerð verður tikin um møguligar broytingar/rationaliseringar innan sjúkrahúsverkið.

 

Tí meti eg, at tað enn er ov tíðliga at melda út hvussu t.d. tilbúgvingin skal verða í Klaksvík í framtíðini, og annars hvørjar funktiónir skulu liggja á teimum ymisku sjúkrahúsunum. Eg ynski fyrst at fáa tilmæli og fáa eitt orðaskifti í Tinginum um hesi viðurskifti.

 

Tað skal tó nevnast viðvíkjandi rationaliseringum innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, at yvirlæknin  nevnir eisini dømir, har tað er eydnast at rationalisera, millum annað á Skurðdeplinum og herundir eisini á Føðideildini. Eisini arbeiðir Landssjúkrahúsið støðugt við at styrkja um fíggjarstýringina. Millum annað verður arbeitt við at fáa játtan og úrslit í størri mun fylgjast at. Við øðrum orðum snýr tað  seg um at menna eina skipan fyri mál- og úrslitastýring ella sáttmálastýring á stovninum. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun verður avrikið, sum verður stýrandi fyri innanhýsis figgjarjáttanina. Fyri at tað skal verða møguligt at gera eina slíka fíggjarstýringsskipan, er neyðugt við eini góðari skrásetingarskipan. Hesa hevur Landssjúkrahúsið ikki í løtuni, men arbeitt verður við at fáa eina slíka skipan til vega. Tá hetta er gjørt, fer at bera til at gera samanberingar við effektivitetin á øðrum sjúkrahúsum, sum eisini brúka slíkar skipanir. Ein háttur at gera hetta, er við sokallaðu DRG-skipanini (Diagnose Relatet Groups), har støðið verður tikið í teimum einstøku viðgerðunum. Fyri at kunna styrkja eina tílíka fíggjarstýring krevur tað fleiri fíggjarfólk. Hetta verður tað søkt um í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006.

 

Tá ið yvirlæknin uppáheldur, at fyrisitingin á Landssjúkrahúsinum er vorðin ov stór, má eg viðurkenna, at eg veit ikki hvat yvirlæknin meinar við. Sambært svarinum til spurning 1 eru útreiðslurnar til fyrisiting, íroknað sjúkrahúsleiðslu, einans millum 3-4% av játtanini til sjúkrahúsið. Tað eru fáir stovnar, umframt sjúkrahús í øðrum londum, har ein so lítil partur av játtanini verður nýttur til fyrisiting.  Um hann meinar, at sjúkrahúsleiðslan er ov væl mannað, so kann eg upplýsa, at ein tílík trýstreingjað leiðsla var tann einasta loysnin, ið politikarar og fakbólkarnir kundu koma ásamt um í 1999, tá ið avgerðin varð tikin. Sum heild meti eg, at hesin leiðslubygnaður hevur virkað væl á Landssjúkrahúsinum.  

 

Málið avgreitt.