100-15 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi almennum nevndum og ráðum 

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2005, mikudagin 21. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Heldur løgmaður verandi bygnað við nevndum og ráðum hóska til føroysk viðurskifti og um ikki, hvat ætlar løgmaður at gera við tað?
  2. Hvussu nógvar almennar nevndir og ráð eru í Føroyum, og hvussu eru hesar mannaðar?
  3. Heldur løgmaður, at tær fyrisitingarligu uppgávurnar hjá nevndum og ráðum taka ov stóra orku frá kjarnuarbeiðinum (tí fagliga innihaldinum)?
  4. Kann hugsast at fleiri av hesum nevndum og ráðum kundu samstarva um eitt nú tær fyrisitingarligu uppgávurnar - so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu og nøktandi høli o.a.?
  5. Heldur løgmaður tað vera eina gongda leið hjá verandi nevndum og ráðum at leggja tær fyrisitingarligu uppgávurnar saman, og um ja, nær væntar løgmaður, at farast kann undir hetta arbeiði?

 

Viðmerkingar:

Hesin fyrispurningur kemur í kjalarvørrinum av kjakinum um at avtaka Búskaparráðið. Tað, sum tykist at eyðkenna bygnaðin við verandi almennu miðfyrisiting og fyrisiting annars, er, at  hetta ber brá av at vera eitt avrit av donskum leisti. Alt gott um danskan leist og fyrisiting, og er hetta uttan iva frálíkt til donsk viðurskifti, har fólkatalið er gott og væl 100 ferðir størri enn okkara, og har fíggingarmøguleikar og talið av fólki at taka av er samsvarandi. Men tá ið talan er um føroysk viðurskifti, kann hugsast, at tað er óheppið, um bygnaðir verða avritaðir burtursæð frá manningini, sum skal lagast eftir okkara útboði og fólkatali, sum also er ein lítlan hundraðpart av tí fólkatali, vit avrita. Tá er ikki óhugsandi,  at hetta kemur at merkja møguleikarnar hjá verandi nevndum og ráðum  at geva eina nøktandi tænastu.

 

Nú hava so fyrrverandi formaður og skjótt fráfarandi formaður fyri Búskaparráðið sátt iva um virðið í Búskaparráðnum, sum teir báðir siga vera danska fyrimynd, har teir halda, at hon hóskar væl, men ivast stórliga í tess virði fyri okkara samfelag. Tí sum víst var á: Eitt er, at játtanin til Búskaparráðið ikki er nøktandi, og annað er, at um so var, at játtanin var væl hægri, so er ivasamt, hvat var til sølu av búskaparligari servitan í einum so lítlum landi sum okkara. Og sum avleiðing av hesum, hava hesir víst á annað forum, sum teir halda hóskar seg betur í einum samfelagi sum okkara.

 

Er hendan  niðurstøðan um Búskaparráðið  røtt,  er ikki óhugsandi, at hetta eisini ger seg galdandi fyri onnur ráð og aðrar nevndir, sum fyrisita føroysk áhugamál.

 

Nakrir av spurningunum eru um hagtøl. Vitanin um hesi hagtøl, trúgvi eg, kann geva eitt betri kjak í Løgtinginum, tá ið fyrispurningurin verður svaraður. Og hinir spurningarnir snúgva seg um hugburð og ætlanir hjá løgmanni á hesum øki.

 

Tí verða hesir spurningar settir.

Á tingfundi fríggjadagin 30. september 2005 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. november 2005 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Nevndirnar og ráðini, sum spurt verður um, kunnu býtast sundur í tveir høvuðsbólkar. Á ikki yvirtiknum og á yvirtiknum málsøkjum.

 

Á ikki yvirtiknum málsøkjum sita nevndir og ráð, hvørs grundarlag føroyingar vanliga onki hava við at gera annað enn at samtykkja ríkislógartilmæli um lógargrundarlagið. Nevndirnar og ráðini kunnu vera vald serliga fyri Føroyar, ella tey kunnu vera felags fyri bæði Føroyar og Danmark.
Ynskir spyrjarin útgreiningar ella spurningar viðvíkjandi hesum nevndum og ráðum, er rættast at seta ríkisumboðsmanninum ein skrivligan fyrispurning um tað.

 

Í svarinum fer løgmaður at umrøða tær nevndir og tey ráð, sum eru á yvirtiknum økjum ella hvørs fyrisiting í roynd og veru, hóast málsøkið er danskt, er løgd føroyingum at fyrisita. Kommunalar nevndir verða bert í nøkrum førum umrøddar.

 

Høvuðsreglan í stýrisskipanarlógini er, at tá ið Løgtingið samtykkir lógir, skal fyrisitingin av lógini sbr. § 1 leggjast til landsstýrið ella rættari sagt til viðkomandi landsstýrismann, at fyrisita. Undantak frá hesi reglu er ásett í stýrisskipanarlógini § 35, stk. 1, har ásett er, at ”Hóast § 1 kann við løgtingslóg í nærri ásettan avmarkaðan mun heimild verða latin nevndum, stýrum og ráðum at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir.”  Í viðmerkingunum til hesa grein segði nevndin, sum gjørdi uppskotið til

stýrisskipanarlóg:

Eftir § 1 er útinnandi valdið hjá landsstýrinum, og allur fyrisitingarligur avgerðarrættur kann sostatt við løgtingslóg bert leggjast til landsstýrið, ella kommunustýrini sbr. § 56, um hann ikki skal ganga ímóti stýrisskipanini.

Í ávísum førum kunnu tó verða umstøður, sum gera tað ynskiligt, at bólkar, sum eru óheftir av landsstýrinum, mynda eina nevnd, stýri ella eitt ráð, sum hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin, og er tí í greinini ásett, at hóast § 1, so kunnu við løgtingslóg setast nevndir, sum  taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir á ávísum nærri ásettum avmarkaðum málsøkjum.

Nevndin heldur, at sera stórt varsemi eigur at verða sýnt við at seta nevndir, sum bert skulu taka sær av vanligum politiskum áhugamálum sum heild, tá eingin orsøk er fyri, at annar myndugleiki enn tann vanligi politiski fyrisitingarmyndugleikin, landsstýrið, tekur sær av hesi fyrisiting. – Hetta førir bert við sær, at óneyðug nýggj dýrkandi fyrisiting verður sett á stovn, og at tað á ávísum málsøki kann henda seg, at landsstýrið hevur ávíst politiskt vald saman við øðrum politiskum valdi, sum ikki formliga hevur politiska og rættarliga ábyrgd eftir vanligu skipanini mótvegis løgtinginum, og tað av hesum stendst fyrisitingarligt óskil, sum ger, at fyrisitingarligu sjónarmið landsins sum heild verða sett til viks.

 

Hetta merkir sbr. stýrisskipan okkara, at skulu nevndir taka sær av fyrisitingarligum viðurskiftum í Føroyum, skal tað vera tí, at nevndarlimir skulu taka onnur atlit enn tey vanligu politisku óheft í serligan mun.

 

Ikki spyrjaranum at siga so eru almennu nevndar- og ráðssløgini so nógv og so ymisk, at tað rættiliga illa ber til at viðgera tey undir einum. Bara tað at finna fram, hvørjar tær eru, er stórarbeiði, og av teirri orsøk má fyrivarni takast í hesum svari, at onkur nevnd ella okkurt ráð eru burturgloymd.

 

At sundurgreina nevndirnar og ráðini eftir teoretiskum ástøði er torført, tí uttan mun til hvørjar kassar koyrt verður í, so passar ikki heilt. Men royna vit, kunnu vit í høvuðsheitum sundurgreina sløgini soleiðis:

-          Kærunevndir

-          Óheftar nevndir, sum taka sjálvstøðug stig og hava lógaheimildir til tess, eitt nú eftirlit

-          Umsóknarnevndir

-          Trætunevndir

-          Ráð, sum ikki taka fyrisitigarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndugleikum ráð, sum oftast landsstýrismanninum,  um, hvussu teir í støkum ella generellum málum skulu bera seg at.

-          Nevndir, sum fyrisita eina sjálvstøðuga løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna ella privatum, ella báðum í felag, har tað almenna tilnevnir nakrar ella allar nevndarlimirnar.

-          Millumtjóðanevndir v.m.

 

Svarið upp á fyrispurningarnar verður givið undir einum upp á hvønn av teim settu bólkunum 

 

A.     Kærunevndir

-          Heilsunevndin fyri sjófólk

-          Kærunevndin fyri Als

-          Kærunevndin fyri trygdargrunnin

-          Kærunevndin í almannamálum

-          Kærunevndin í kappingarmálum

-          Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum

-          Siglingarráðið

-          Sjóvinnuráðið

-          Skatta- og avgjaldskærunevndin

-          Yvirfriðingarnevndin

-          Yvirlandbúnaðarstevna

-          Yvirútskiftingarnevndin 

 

B.     Óheftar nevndir, sum taka sjálvstøðug stig og hava lógaheimildir til tess, eitt nú eftirlit

-          Als stýrið (Partvís)

-          Býarskipanarnevndin

-          Dáturáðið (Partvís)

-          El- nevndin (Partvís)

-          Farmaskipastudningsnevnd

-          Filmseftirlitið

-          Fólkatingsvalnevndir

-          Hingstebedømmelseskommission

-          Kappingarráðið

-          Leiklistaráðið

-          Lokalnevndin viðvíkjandi klagum um løgregluna

-          Løgtingsvalnevndir

-          Nevnd viðvíkjandi nýggjum vinnum (lóg 17/1995)

-          Skógfriðingarnevndin

-          Skrásetingarráð, sum ger av mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum sertilbúningum.

-          Tryggingareftirlitið

 

C.     Umsóknarnevndir

-          Als stýrið (Partvís)

-          Dáturáðið (Partvís)

-          Friðingarnevndirnar fyri sýslurnar

-          Granskingarráðið (Partvís)

-          Javnstøðunevndin (partvís)

-          Loftmiðlanevndin

-          Loyvisnevndin viðvíkjandi rúsdrekkaútskeinking

-          Navnanevndin (partvís)

-          Nevnd sbr. skuldarumskipanarlógini

-          Vanlukkutryggingarráðið

-          Vísindasiðsemisnevndin

 

Um nevndirnar undir A, B og C er at siga, at her átti helst í fyrsta lagi at verið gjørd ein gjøgnumgongd av teimum øllum og mett um, hvørt tað, tær fyrisita, ikki kundi verið lagt undir vanligu landsfyrisitingina.

 

Skrivstovuhaldið hjá teimum, sum tá eftir vera, átti síðani at verið endurmett. Løgmaður er samdur við spyrjaran í tí skilagóða sjónarmiði, at umhugsað eigur at verða, hvørt nevndirnar, sum avgjørt verður at varðveita, kunnu rekast í felag.  Eitt nú kundi hetta verið gjørt, við at tær høvdu felags skrivstovu á Kærustovninum, soleiðis at tær kundu samstarva um eitt nú tær fyrisitingarligu uppgávurnar - so sum roknskap, fíggjarætlan, fyrisitingarligar mannagongdir, telefonavgreiðslu, nøktandi høli o.a. Við hesi skipan hevði verið meira tíð hjá nevndarlimunum at tikist við tað fakliga innihaldið, tí tað tá slapst undan vanligum fyrisitingarligum uppgávum.

 

D.    Trætunevndir

-          Garðssýnisnevndir

-          Grannastevnur

-          Heimastýrislógarinnar § 6, stk. 2 nevnd

-          Landbúnaðarstevna

-          Leigunevndin fyri Havnina

-          Ognartøkumetingarnevndir

-          Semingsmenn á arbeiðsmarknaðinum

-          Sjúkrakassagerðarættarnevnd

-          Skaðabótanevnd sbr. kolvetnislógini § 38

-          Tænastumannanevnd eftir § 12

-          Útskiftingarnevndir

-          Vatnsýnisnevndir

 

”If it work don’t fix it” siga amerikanarar. Í hesum føri er helst rættast at brúka orðingina um hendan bólkin. Hetta eru nevndir, sum í mongum førum hava virkað í nógv ár á tryggum gomlum kendum lógagrundarlagi. Ikki er orsøk at fara at broyta tær, uttan so, at man í samband við innihaldsliga eftirmeting av økinum heldur, at tað er neyðugt. Eingin orsøk er at gera tað frá einum yvirskipaðum sjónarmiði, og ikki er hoyrt um, at hesar nevndir hava serligar fyrisitingarligar ella fíggjarligar trupulleikar at dragast við í sínum virksemi. 

 

E.     Ráð sum ikki taka fyrisitigarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndugleikum ráð, sum oftast landsstýrismanninum,  um hvussu teir í støkum ella generellum málum skulu bera seg at.

-          Arbeiðsbólkur at orða loftferðslupolitikk

-          Arbeiðsumhvørvisráðið

-          Bókasavnsnevnd

-          Brunaráðið

-          Búskaparráðið

-          Bygginevndir fyri ymiskar almennar byggingar

-          Djóralæknafrøðiligt ráð

-          Einskiljingarnevndin

-          El nevndin (Partvís)

-          Eldraráðið

-          Fámaránevndin

-          Fasta nevndin á ferðsluøkinum

-          Fiskisdaganevndin

-          Fiskivinnuráðið

-          Fornminnisnevndin

-          Fyribyrgingarráðið

-          Føroyska málnevndin

-          Granskingarráðið (Partvís)

-          Grein 7 nevndin (Musikkskúlaskipanin)

-          Heilsurøktaranevnd

-          Javnstøðunevndin (partvís)

-          Kommunulæknaráð

-          KT forum

-          Kvinnuráðgevingararbeiðsbólkur

-          Lærara- og pedagogútbúgvingarnevnd

-          Lærararáð á studentaskúlum og HF -skeiðum.

-          Lærararáð á yrkisskúlunum

-          Matvøruráðið

-          Menningarstovuráð

-          Mentannarvirðislønarnevndin

-          Múrnevndin

-          Námsfrøðiliga ráðið (Sjóvinnuútbúgvingar).

-          Navnanevndin (Partvís)

-          Nevnd - eftirlønarviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum

-          Nevnd at endurskoða lógina um arbeiðsósemjur

-          Nevnd at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap

-          Næmingaráð á studentaskúlum og HF- skeiðum.

-          Næmingaráð á yrkisskúlunum.

-          Programmnevnd SVF’s

-          Programmnevnd ÚF’s

-          Ráðið fyri brekað

-          Ráðið fyri Ferðaráð Føroya

-          Ráðleggingarnevndin fyri eftirúbúgving av fólkaskúlalærarum

-          Samskipan Norðoy/Eysturoy

-          Samstarvsráðið (Skipaeftirlitisøkinum)

-          Sjúklingaráð

-          Sjúkrahúsráðið í Klaksvík

-          Sjúkrahúsráðið í Suðuroy

-          Sjúkrahúsráðið í Tórshavn

-          Skaðanevnd sbr. kolvetnislógini § 29

-          Skúlabókanevnd,

-          Stjórnarskipanarnevndin

-          Toll- og Skattaráð Føroya

-          Trivnaðar- og heilsuráðið

-          ÚSUN nevndin

-          Útbúgvingarráð fyri almanna- og heilsuútbúgvingarnar

-          Visitatiónsnevnd

-          Yrkisútbúgvingarráðið

 

Summi av hesum ráðum eru sett við løgtingslóg og summi við landsstýrismannaavgerð. Tá ið tað er gjørt við løgtingslóg, er tað gjørt, ti at politikarar hava viljað  tryggj­að, at ávís áhugamál hjá feløgum og stovnum koma fram, áðrenn støða verður tikin av almennu fyrisitingini. Men flestu ráðini eru ikki sett við løgtingslóg, men av fyristingini sjálvari, fyri at fáa málið so væl upplýst sum gjørligt.

 

Løgmaður heldur, at sum høvuðsregla eiga hesi ráðini ikki at hava sjálvstøðuga skrivstovu, men at fáa innivist og skrivstovuhald hjá viðkomandi ráði ella stovni undir ráðnum. Varsemi eigur helst at vera við at seta slíkar nevndir við løgtingslóg, tí at tað er landsstýrið einsamalt, sum mótvegis Løgtinginum hevur høvuðsábyrgdina av fyrisitingini sbr. stýrisskipanarlógini § 1. Tað er tí ikki rætt, at bindingar verða lagdar á landsstýrið í hesum sambandi. So frægt av áliti eigur politiska skipanin at hava á stjórnarráðunum, at tey fáa til vega øll neyðug sjónarmið frá arbeiðsbólkum, sum umboða alt viðkomandi, áðrenn støða verður tikin.  

 

F.     Nevndir, sum fyrisita eina sjálvstøðuga løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna ella privatum, ella báðum í felag,  har tað almenna tilnevnir nakrar ella allar nevndarlimirnar

-          Alv stýrið

-          Arbeiðsmarknaðar- og eftirlønargrunnur

-          Búagrunnurin

-          Búnaðargrunnurin

-          Dansk færøsk kulturfond

-          Endurgjaldsgrunnur Alivinnunnar

-          Fíggingargrunnurin frá 1992

-          Forskotsgrunnnur fiskivinnunnar

-          Framtaksgrunnurin

-          Frítíðargrunnurin

-          Fróðskaparsetur Føroya

-          Føroya Realkreditstovnur

-          Føroyagrunnurin frá 1971

-          Føroyskt kirkjumál

-          Húsalánsgrunnurin

-          Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

-          Kong Christian X’s fond

-          Landsbankin

-          Listasavn Føroya

-          Mentannargrunnur landsins

-          Norðurbryggjan

-          Orðabókagrunnurin

-          P/f Atlantic Airways

-          P/f Elektron

-          P/f FDS

-          P/f Fiskaaling

-          P/f Flogsamband

-          P/f Føroya Lívstrygging

-          P/f Føroya Tele

-          P/f Norðoyatunnilin

-          P/f Smyril Line

-          P/f Vágatunnilin

-          P/f Virðisbrævamarknaður Føroya

-          Ráðið fyri ferðslutrygd

-          Sp/f Ítróttarvedding

-          Stýrið fyri granskingarverkætlanina fyri økismenning

-          Vinnuframagrunnurin

 

Um henda stóra bólk er at siga, at her má  hitt almenna útgreina frá einum stýris­skipanar­ligum høpi,

-          um ikki tað almenna átti at avhendað sín part til privatar at røkja

-          um hitt almenna yvirhøvur eigur at luttaka í virkseminum hjá stovninum

-          um ikki virksemið hjá tí almenna varð røkt eins væl – ella betur - í tí vanligu fyrisitingarligu skipanini, soleiðis at ein landsstýrismaður var ovastur fyri fyrisitingini við ábyrgd fyri Løgtinginum í slíkum málum.

 

G.    Millumtjóðanevndir v.m.

-          Administrativt forum sbr. fyrisitingarligari avtalu millum Føroyar og Danmark á uttanríkisøkinum.

-          Felagsnevnd sbr. handilssáttmála millum Ísland og hinumegin Danmark og Føroyar

-          Felagsnevnd sbr. handilssáttmála millum Noreg og hinumegin Danmark og Føroyar

-          Felagsnevndin sett sbr. handilssáttmála millum ES og hinumegin Danmark og Føroyar

-          Norðuratlantiska nevndin (Embætismenn úr Føroyum, Grønlandi og Danmark)

-          Uttanríkispolitiska nevndin (Føroyar og Danmark)

 

Hetta eru serligar nevndir, sum fyrisitingarliga mugu hava skrivstovuhald í uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni. 

 

---

 

Løgmaður hevur sent fyrispurningin til ummælis hjá aðalráðunum og heruppií eisini spurt 

- hvørji ráð og nevndir ætlast avtikin á ráðsins øki

- hvørjar samskipanir eru í dag á ráðsins øki, og hvørjar samskipanir eru ynskiligar

 

 

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur svarað: ”Landsstýrismaðurin hevur ikki boðað frá nøkrum ætlanum um at avtaka nakað ráð ella nevnd” (sjúkrahúsráðini eru avtikin við lóg frá 1. juni í ár).

 

Fíggjarmálaráðið hevur svarað: ”Arbeitt verður við at avtaka Toll-og Skattaráðið og nevnd og ráð fyri Landsbanka Føroya”.

 

Fyri fáum árum síðani vóru landsskattakærunevndin, tollkærunevndin og mvg kærunevndin lagdar saman í eina kærunevnd. Eisini verður støðan hjá Búskaparráðnum umhugsað.

Í løtuni eru ikki ætlanir um aðrar samskipanir.

 

Fiskimálaráðið hevur svarað: ”Tað eru ikki ítøkiligar ætlanir um at broyta uppgávur og innihald í teimum nevndum og ráðum, sum Fiskimálaráðið varðar av”.

 

Innlendismálaráðið hevur svarað: ”Tað hevur ongar ítøkiligar ætlanir um broytingar viðvíkjandi ráðum og nevndum á sínum øki”.

 

Mentamálaráðið hevur svarað: ”Til fyrra spurning er ikki so nógv at siga, tí Mentamálaráðið hevur fáar fastar nevndir. Heldur er talan um nevndir, sum verða settar á stovn fyri at loysa ávísar uppgávur (ad hoc uppgávur). Tá ið hesar eru loystar, verða hesar nevndir tiknar av. Løgmansskrivstovan hevur fingið yvirlitið yvir nevndir og ráð við viðkomandi rættingum. Burtursæð frá hesum, so hevur Mentamálaráðið ikki aðrar ætlanir hesum viðvíkjandi í løtuni”.

 

Sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar kunnu bert partar av avgerðum, ið tiknar verða av yrkisnevndunum, kærast til kærunevnd. Mentamálaráðið fer í næstum at koma við uppskoti um at broyta lógina soleiðis, at allar avgerðir, sum verða tiknar av yrkisnevndunum kunnu kærast til kærunevndina.

 

Vinnumálaráðið hevur svarað: ”Vinnumálaráðið hevur ætlanir um at leggja saman Ferðaráðið og Menningarstovuna. Í hesum sambandi verða ráðini fyri hesar báðar stovnar ætlandi avtikin.

Umhugsað verður eisini at leggja kærunevndir, ið hava samanberiligar uppgávur, saman. Her verður t.d. hugsað um kærunevndirnar fyri ALS og Barsilsskipanina umframt kærunevndirnar í fjarskiftis- og kappingarmálum”.

 

 

Somuleiðis hevur løgmaður spurt um viðmerkingar frá Føroya Kærustovni til fyrispurning spyrjarans, og er teirra ummæli av spurninginum hjálagt svarinum.

 

Danir hava, fyri teirra viðkomandi,  umrøtt viðurskiftini, sum spyrjarin spyr um. Í 2002 gav forsætis­mála­ráðið út bóklingin ”Mere velfærd og mindre bureaukrati - sanering af råd, nævn, udvalg og centre”.  Seinni hevur stjórnin gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu gingist hevur við hesi ætlan.

 

Hjálagt svarinum er eitt yvirlit yvir ymsar nevndir og ráð, sum Løgmansskrivstovan hevur gjørt, og sum vísir heiti, endamál og lógagrundarlag.

 

Samanumtikið heldur løgmaður, at helst allir flokkar eru samdir um, at betri skil má fáast á hesum øki.  Í praksis vísir tað seg at vera sera torført, sum royndirnar í Danmark eisini vísa, tí at tað, tá ið nevndirnar verða settar, ikki verður hugsað í heildarnevndarsjónarmiðum, men innihaldsliga um einstaka málið, sum umhugsað verður at stovnseta nevnd í.  Hetta kunnu so landsstýrismenn og løgtingsmenn, hvør í sínum lagi, royna at broyta, tá ið slík nevndarmál koma fyri, og hugsa um linjuna í øllum slíkum málum heldur enn bert um hitt eina málið.

 

Skjalayvirlit:

Skjal 1: Skriv við Ummæli frá Føroya Kærustovni av spurninginum.

Skjal 2: Yvirlit yvir nevndir og ráð. Løgmansskrivstovan 2005.

 

Málið avgreitt.