100-2 Fyrispurningur til Søren Christensen,
ríkisumboðsmann,
viðvíkjandi politisku útsøgnum hansara um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar
heimildir
Orðaskifti
Ár 2005, mikudagin 3. august, boðaði formaðurin frá
omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
- Nær og hvar er tann gongdin farin fram
í sambandi við yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heimildarlógir, sum
ríkisumboðsmaðurin í Útvarpinum tann 1. august 2005 lýsti soleiðis: “At
det er jo en del af et demokratis spilleregler, at et flertal efter en god
og sund demokratisk diskussion bestemmer, hvad reglerne er, og det er det,
der er sket her.” ?
- Hvat ítøkiligt hevur verið “en god og
sund demokratisk debat” í sambandi við Løgtingsins viðgerð av bæði donsku og
føroysku yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini, og hvat
byggir ríkisumboðsmaðurin sínar staðfestingar á?
- Veit Ríkisumboðið um nakað annað
parlament í heiminum, sum eftir trimum vikum og viðgerð á miðjari nátt fyri
fyrstu ferð hevur samtykt, at eitt parlament í einum øðrum landi hevur alt
valdið, og at ein onnur stjórn og eitt annað parlament hava allar heimildir
í uttanríkismálum – uttan at fólkið hevur verið spurt?
- Veit Ríksumboðið um Gallup-kanningina
frá juli 2005, ið vísir, at ein meiriluti av føroyingum er ímóti
uttanríkispolitisku heimildarlógini, og at meira enn ein triðingur av teimum
spurdu ikki vita, hvat tey skulu halda? Heldur Ríkisumboðið, at hetta er
tekin um “en god og sund demokratisk debat”?
- Er nýggi ríkisumboðsmaðurin ósamdur
við fráfarandi ríkisumboðsmann, Birgit Kleis, sum við Sjónvarpið hevur sagt,
at hon heldur ikki, at nakað serligt nýtt er í uttanríkispolitisku
heimildarlógini?
- Tá Ríkisumboðið sigur, at Føroyar hava
meira sjálvræði enn nakað annað øki í heiminum, sum er partur í einum
“ríkisfelagsskapi”, hvat samanber hann so Føroyar við, og hvar aðrastaðni í
heiminum verður nakað rópt fyri ein “ríkisfelagsskapur”, sum ikki er millum
sjálvstøðug lond (hvussu verður ríkisfelagsskapur róptur á enskum)?
- Hvørji onnur øki ella dømi sipar
Ríkisumboðið til, tá hann samanber føroysku støðuna við onnur? Er tað
Ísland, sum longu fyri meira enn 100 árum síðani hevði vunnið sær størri
sjálvræðið enn føroyingar hava og sum ongantíð samtykti donsku grundlógina?
Er tað Isle of Man? Eru tað Cook Islands og Niue, sum eru sjálvstøðugir
limir í altjóða felagsskapum í egnum navni og hava egna grundlóg? Eru tað
Aruba og Niðurlendsku Antillurnar, sum hava egna grundlóg og ikki eru løgd
undir niðurlendsku grundlógina? Eru tað Puerto Rico og Northern Mariana
Islands? Ella er tað Micronesia, ið gjørdist sjálvstøðugt við stuðli og 20
ára skiftistíð frá USA?
Viðmerkingar:
Ríkusmboðsmaðurin hevur sambært heimastýrislógini § 15 fulla
atgongd til løgtingsviðgerðir og kann taka orðið og siga sína hugsan um øll
politisk mál í Føroyum, hóast hann ikki er fólkavaldur.
Seinastu mongu árini hevur tó ikki verið vanligt, at Ríkisumboð
í Føroyum leggur seg út í politiska orðaskiftið í Føroyum.
Men nýggi Ríkisumboðsmaðurin hevur á fyrsta arbeiðsdegi sínum í
Føroyum í samrøðu við Útvarpið m.a. sagt:
-
at yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildarlógirnar geva Føroyum
størri sjálvræði enn nakað annað øki í heiminum, sum er í ríkisfelagsskapi
-
at tað er loyvt andstøðuni at hava sina egnu hugsan um lógirnar, men at
lógirnar eru samtyktar soleiðis, “at et flertal efter en god og sund
demokratisk diskussion bestemmer, hvad reglerne er, og det er det, der er sket
her.”
Hetta eru beinleiðis politiskar metingar. Atfinningarnar hjá
andstøðuni mótvegis viðgerðini av lógunum á Løgtingi, ið m.a. elvdu til misálit
á løgmann, verða beinleiðis settar til viks, tí Ríksumboðið sigur talan hava
verið um “en god og sund demokratisk diskussion”.
Tí verður spurt, hvat ríkisumboðsmaðurin byggir sínar
niðurstøður á, og um vit kunnu vænta, at Ríkisumboðið fer at hava ein virknan
leiklut í føroyskum politikki frameftir – bæði í almenninginum og á Løgtingi,
hóast hann ikki er fólkavaldur.
Á tingfundi hósdagin 20. oktober 2005 svaraði Søren Christensen,
ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar
Svar: Der henvises til besvarelsen
af spørgsmål 6.
Málið avgreitt.