Frágreiðing um


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fólkaheilsuætlan føroyinga - ein liður í visjón 2015


Framløga

Aðalorðaskifti

Ár 2006, 21. apríl, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis
 

Sum landsstýrismaður í heilsumálum leggur undirritaði frágreiðing um fólkaheilsupolitikk til Løgtingsins viðgerð.

 

Landsstýrið vil við hesi “Fólkaheilsuætlan føroyinga – ein liður í visjón 2015” varpa ljós á týdningin av at hava eina góða heilsu, og hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu. Somuleiðis skal fólkaheilsuætlanin verða grundarlagið undir framtíðar fólkaheilsupolitikkinum í Føroyum.

 

Landsstýrið er av tí áskoðan, at ein heilsufremjandi áskoðan eigur at seyra ígjøgnum í øllum lutum. Sambært heimsheilsustovninum WHO er heilsa ikki bert frávera av sjúku, men eisini likamlig, sálarlig og sosial vælvera.

 

Í londunum kring okkum gerast alsamt fleiri fólk sjúk orsakað av liviháttinum – og mangt bendir á, at sama gongdin eisini ger seg galdandi í Føroyum. Hesar fólkasjúkurnar hava við sær stórar avleiðingar fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hesi viðurskiftini eru vælkend og vællýst í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, og hava stjórnirnar í hesum londum tí í mong ár orðað fólkaheilsuætlanir, sum snúgva seg um bæði yvirskipað viðurskifti og um einstakar vandatættir og fólkasjúkur.

 

Landsstýrið heldur, at politikkurin, sum higartil hevur verið førdur á fólkaheilsuøkinum, ikki hevur verið nóg miðvísur. Ymsir almennir myndugleikar, stovnar og ráð hava eins og felagsskapir hvør í sínum lagi skipað fyri støkum og spjøddum tiltøkum fólkaheilsuni at frama. Men tað almenna hevur ikki havt ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk, sum hevur til endamáls at betra um heilsustøðuna sum heild hjá føroyingum. Landsstýrið er sannført um, at av tí, at vandatættir og fólkasjúkur eru so nær tengd at hvørjum øðrum, er neyðugt við eini heildarfatan av heilsuviðurskiftunum og harvið við miðvísum, munadyggum og samskipaðum heildartiltøkum.

 

Vit hava ikki nóg neyva og skipaða vitan um fólkaheilsustøðuna hjá føroyingum sum heild. Hetta hevur við sær, at vit ofta nýta útlendsk hagtøl, tá vit viðgera støðuna viðvíkjandi fólkaheilsuni, tí vit halda, at støðan í Føroyum er áleið tann sama sum í hinum Norðanlondunum. Landsstýrið er av tí áskoðan, at henda støðan ikki er nøktandi, og at hetta skal broytast, so vit fáa neyðugu vitanina til vega.

 

Við støði í hesum hevur landsstýrið tikið stig til at orða ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum, sum eggjar til heilsugóða lívsførslu, sum mennir heilsufremjandi viðurskifti og fyribyrgir sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskiftum sum heild í samfelagnum.

 

Eitt vælvirkandi fólkaheilsuarbeiði fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Henda fólkaheilsuætlan er gjørd sum ein liður í Visjón 2015, men er serliga ítøkilig fyri tíðarskeiðið 2006-2009.

 

Í fólkaheilsuætlanini eru orðaðir málsetningar fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett, sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Í ætlanini verða vanligastu vandatættirnir og fólkasjúkurnar lýstar. Harumframt verður dentur lagdur á at fáa neyðuga vitan til vega og fáa vælvirkandi eftirlitsskipanir, sum skulu tryggja, at til ber at fylgja við gongdini viðvíkjandi heilsustøðuni, sjúku- og deyðatíttleika. Hetta er somuleiðis ein fyritreyt fyri at kunna eftirmeta førda politikkin og rætta kós um neyðugt.

 

Í sambandi við at farið er undir at orða ein fólkaheilsupolitikk, er neyðugt at fáa til vega vitan um, hvussu heilsustøðan hjá føroyingum er og lýsa gongdina á økinum. Hendan vitanin skal brúkast sum grundarlag undir teimum heilsupolitisku avgerðunum, sum fara at verða tiknar, og er somuleiðis fyritreytin fyri at kunna málrætta tiltøkini fólkaheilsuni at frama.

 

Arbeiðið við hesum áliti hevur enn einaferð avdúkað, at vantandi hagtalstilfar ger tað trupult at samanbera føroysku fólkaheilsustøðuna við støðuna í øðrum londum, eins og hetta samstundis viðførir, at grundarlagið fyri at seta langtíðar mál fyri fólkaheilsu er veikt. Hetta er eisini orsøkin til, at útvegan av vitan um fólkaheilsustøðu føroyinga er raðfest ovarlaga í álitinum. Hin parturin, sum er raðfestur ovarlaga, er tilmæli um ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk fyri teir ymsu málbólkarnar. Málbólkarnir eru tó ymiskir, líka frá smábørnum til gomul fólk, sum skulu hava ymsar karmar og tilboð.

 

Tær fólkasjúkur, sum verða nærri umrøddar í hesum áliti, eru: sukursjúka (typa 2 diabetes), krabbamein, hjarta-æðrasjúkur, beinbroyskni, sjúkur í rørslulagnum, ovurviðkvæmi, sálarlig líðing og roykjaralungu.

 

Fólkasjúkur nevna vit tær sjúkur, ið eru tær vanligastu manna millum, og sum í høvuðsheitum standast av liviháttinum hjá fólki. Hetta er ein alsamt vaksandi trupulleiki í heiminum. Ikki allar hesar sjúkur eru í fyrstu atløgu lívshættisligar, men tær hava við sær álvarsamar persónligar og samfelagsligar avleiðingar.

 

Fyri hin einstaka kann talan verða um sosialar og fíggjarligar avleiðingar, sum hava við sær avmarkingar í lívsdygdini, minkað virkisføri og stytta um livitíðina. Fyri samfelagið merkir tað í høvuðsheitum øktar útreiðslur fyri almanna- og heilsuverkið. Hetta kemur til sjóndar við, at fleiri gerast sjúk og hava tørv á viðgerð. Fleiri mugu somuleiðis gevast á arbeiðsmarknaðinum av sjúkuávum, og hava tey tá tørv á almannaveitingum. Átøk fyri at fremja og betra fólkaheilsuna eru tí eisini av stórum týdningi fyri samfelagsmenningina.

 

Vandatættirnir í sambandi við fólkasjúkur eru nógvir, og kunnleikin hesum viðvíkjandi økist eisini alsamt. Tað er neyðugt, at eisini føroyingar fylgja við á økinum, so til ber at laga tað heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi arbeiðið eftir hesum.

 

Landsstýrið ásannar, at tá tað ræður um fólkaheilsu, ber ikki til at fremja øll tiltøkini í senn. Við støði í hesum hevur landsstýrið sett sær fyri, at komandi árini verður dentur í høvuðsheitum lagdur á at fáa fólk at eta meira heilsugóðan kost, t.d. frukt og grønmeti, at røra seg meira, at roykja minni og minka um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsluna.

 

Uppgáva landsstýrisins í sambandi við fólkaheilsuætlanina er eisini at fáa aðrar partar í samfelagnum at taka undir við eini heildarætlan – herundir kommunur og felagsskapir – soleiðis at teir røttu karmarnir til ein virknan fólkaheilsupolitikk, eru til staðar. Hetta merkir tí eisini økta orku, fíggjarliga og menniskjansliga, til kunning og ítøkilig fyribyrgjandi virksemi. Tí er neyðugt at fylgja hesum ætlanum landsstýrisins upp við at skapa neyðugar umstøður fyri at seta tær í verk.

 

Mælt verður til eina fólkaheilsuætlan, sum er í tveimum pørtum:

  1. Fáa vitan til vega um fólkaheilsustøðu føroyinga, og
  2. Ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk

 

Mælt verður til, at tikið verður undir við hjálagda uppskoti til fólkaheilsuætlan føroyinga.

 

Við støði í álitinum um fólkaheilsu og tí framtíðarætlan, sum er løgd fram, vóni eg at vit fáa eitt gott, mennandi og framskygt orðaskifti um fólkaheilsupolitikk í Føroyum.  

 

Málið avgreitt.