Frágreiðing um vinnupolitikk


101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um vinnupolitikk

Framløga
Orðaskifti


Ár 2006, 8. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Sum landsstýrismaður í vinnumálum leggur undirritaði frágreiðing um vinnupolitikk til Løgtingsins viðgerð.

 

Visjónin hjá landsstýrinum er, at Føroyar í 2015 skulu teljast millum fremstu lond heimsins. Hesin orðaði vinnupolitikkurin er ein integreraður partur í arbeiðinum at útgreina visjónina, og kemur hann m.a. at liggja til grund fyri tí meira ítøkiliga arbeiðinum, sum skal gerast, tá orðast skulu ítøkilig deilmál og deilstrategiir.

 

Í 1998-99 gav Vinnumálaráðið út fimm vinnupolitisk rit, har vinnupolitikkurin var orðaður í 5. riti.  Seinni er vinnugreinapolitikkur orðaður fyri ferðavinnu, KT-vinnu, aling og landbúnað.

 

Í vinnupolitikkinum frá 1999 varð boðað frá eini støðugari tilgongd á vinnupolitiska økinum. Nú er stig tikið til at endurskoða vinnupolitikkin, og er alfevnandi alheimsgerðin ein av orsøkunum til, at hann nú verður orðaður av nýggjum. Í stuttum ber alheimsgerðin í sær, at landamørk og frástøður hava minni týdning fyri búskaparliga virksemið, og hetta er ein stór avbjóðing fyri okkum sum samfelag.

 

Stundum verður alheimsgerðin søgd at hava skaðilig árin á búskaparligu og vinnuligu umstøðurnar, men við rætta vinnupolitikkinum kann meiri alheimsgerð hava við sær størri fyrimunir enn vansar fyri føroyska borgaran.

 

Vinnupolitikkurin hevur sum mál at gera føroyska búskapin sjálvberandi og at hækka livistøðið hjá einstaka borgaranum umframt framhaldandi at styrkja vælferðarsamfelagið. Í politikkinum verða ætlanir lagdar fyri, hvussu málini verða rokkin.

 

Vinnupolitikkurin byggir á marknaðarbúskap við vælvirkandi kapping á marknaðum, har ið politiski myndugleikin leggur karmarnar. Hesin boðskapur er kendur, men nýggi politikkurin vísir á, at viðurskifti mugu broytast, áðrenn marknaðarbúskapurin virkar til fulnar í Føroyum.

 

Serliga týðandi er, at framleidni, t.e. produktivitetur, og nýskapan økjast. Bygnaðarpolitikkur, ið er partur av vinnupolitikkinum, skal tryggja vælvirkandi marknaðir, og tillagingarevnini hjá fyritøkum og starvsfólkum mugu verða so góð sum møguligt.

 

Fyri at fáa broyting í – og fyri at kunna røkka málinum at hækka livistøðið hjá tí einstaka – eru uppskot gjørd til ítøkiligar ætlanir. Uppskotini eru nærri greinað í hjálagda riti og fevna um tiltøk til at beina burtur avleiðingar, sum kunnu hava óheppin árin á marknaðarbúskapin. Ætlanirnar fevna um stórt sæð allar tættir á marknaðum okkara.

 

Uppskotið viðger vinnukarmarnar generelt, men eisini serstakt ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. Vónandi kann vinnupolitikkurin fremja hugin til, at vit gera tað, ið vit duga best.

 

Niðanfyri er høvuðstátturin av teimum tiltøkum, sum skotin verða upp at fremja:

 

·        Arbeiðsmarknaður

o       Betri møguleikar at eftirútbúgva og førleikamenna arbeiðstøk fólk.

o       Seta í verk skipan við arbeiðsmarknaðarskeiðum við farloyvisendurgjaldi at menna arbeiðsførleikan hjá ófaklærdum.

o       Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi skulu avgreiðast skjótt.

o       Skipan skal gerast at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, so skjótt tær koma í.

o       At gera nýggja semingsmannaskipan.

o       Persónlig eftirlønarskipan skal gerast fyri arbeiðsmarknaðin, sum skal samvirka við skipanir so sum fólkapensjón og Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

o       Skipan skal gerast, sum tryggjar smidliga frágongd frá arbeiðsmarknaðinum, bæði undan og aftaná 67 ára aldur.

 

·        Útbúgving

o       Virkast skal fyri, at altjóðagerðin gerst ein natúrligur partur av undirvísingini og útbúgvingarskipanini. Allir skúlar skulu eggjast til at hava formligt samstarv við skúlar uttanlands, og frálæran í fremmandamáli, serliga enskum, verður raðfest fremri enn í dag.

o       Hægri merkantilar útbúgvingar verða styrktar og knýttar at Fróðskaparsetrinum.

o       Størri dentur skal leggjast á Ph.d. og vinnu-Ph.d. í samstarvi við føroyskt vinnulív.

o       Útboðið av vinnurelateraðum framhaldsútbúgvingum verður ment.

o       Samstarv millum Fróðskaparsetrið og komandi granskaraparkina verður skipað.

 

·        Skatta- og avgjaldspolitikkur

o       Fremja skattareform, har persóns- og partafelagsskattur lækkar, samstundis sum skattagrundarlagið verður breiðkað.

 

·        Tryggingarmarknaður

o       Tryggingarmarknaðurin skal latast upp fyri umheiminum, so føroyskir tryggingartakarar kunnu tekna tryggingar uttanlands, og føroyskar tryggingar fyritøkur kunnu virka uttanlands.

 

·        Generell vinnulóggáva

At dagføra fleiri av grundleggjandi vinnulógunum, m.a. partafelags- og ársroknskaparlógina, so hesar fylgja altjóða standardum.

 

·        Einskiljing av almennum fyritøkum

o       Farið verður undir eina miðvísa einskiljingartilgongd. Heildarætlan er gjørd um fyritøkur, ið samgongan er samd um at búgva til sølu komandi árini. Somuleiðis er vegleiðandi tíðarætlan gjørd, sum vísir, hvussu sølutilgongdin verður, herundir søluumfør.  

 

·        Náttúrutilfeingi

o       Gera ætlan  um, hvussu  kappingin um framleiðslumiðlarnar verður javnsett, og at mest framleidnu fyritøkurnar umsita alitilfeingið.

o       Bólkur arbeiðir við at gera uppskot um at dagføra fiskivinnupolitikkin.

 

·        Matvøruøki

o       At fremja gransking, menning og nýskapan av fiskavørum.

o       At tryggja, at regluverkið og eftirlitið í sambandi við matvøruframleiðslu lýkur altjóða krøv.

 

·        Vøru- og tænastumarknaður

o       At seta málið um EBS-líknandi skipan á politisku dagsskránna við tí endamáli at fáa í lag samráðingar við ES um spurningin.

o       Kannaður verður møguleikin fyri, at Føroyar gerast limur í EFTA.

o       Knýta Føroyar í ES-flogferðslumarknaðin (European Common Aviation Area).

o       At dagføra kappingarlógina.

o       At gera reglur um alment keyp.

o       At gera marknaðarføringslóg.

o       At dagføra brúkaralógirnar.

 

·        Samferðslukervi

o       At gera nýggja samferðsluætlan fyri Føroyar.

o       At útbyggja Vága Floghavn umframt aðrar samferðsluútbyggingar í samsvari við Samferðsluætlanina 2006.

 

Eisini er í vinnupolitikkinum sett út í kortið fleiri politisk tiltøk til tess at stimbra nýskapanina í føroyska vinnulívinum:

 

·        Gransking og vitanarspjaðing

o       Føroyar skulu vera við í granskingar- og nýskapanartiltøkum hjá Europasamveldinum.

o       Granskarapark verður sett á stovn.

·        Íverksetan

o       Útbúgvingarverkið skal verða ein virkin partur at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum.

o       Eggjað verður teimum við hægri útbúgving at skapa sær sín egna vinnuveg ella í størri mun søkja sær starv í vinnuni.

o       Ráðgeving innan íverksetan skal savnast á einum stað og íverksetaranetverk stovnast.

o       Kannaður verður møguleikin fyri at skipa fysiskar karmar fyri íverksetaravirksemi nærhendis útbúgvingarstovnum í sambandi við, at hesir verða útbygdir.

o       Skapa góðar karmar fyri einum venturekapitalmarknaði og granskingar- og sáðkapitalgrunnum.

o       Virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaksgrunninum, so hann í størri mun fer at fíggja nýtt virksemi.

o       At samskipa almennar stuðulsskipanir.

o       At skipa smidligar fyrisitingarligar karmar um íverksetaravirksemi.

o       At seta á stovn íverksetaraportal.

 

 

·        KST-nýtsla

o       At tryggja vælvirkandi kapping á fjarskiftismarknaðinum, eisini í sambandi við einskiljing av Føroya Tele.

o       Stimbra útbreiðsluna av breiðbandi við ávísum tiltøkum og annars fylgja gongdini á marknaðinum og taka neyðug stig, um tørvur er á tí.

o       Seta neyðuga orku av til verkætlan um talgilda undirskrift.

o       At integrera KST í frálæruna í útbúgvingarverkinum.

o       Skipa føroyska KT-útbúgving á Master-støði.

o       Miðvís ætlan at talgilda almennu fyrisitingina, heruppií framhaldandi at útbyggja felags KT-rakstrardepilin hjá tí almenna.

 

·        At marknaðarføra Føroyar uttanlands, serliga á hesum økjum:

o       Føroyar sum ferðamannaland.

o       Føroyar sum royndarland fyri nýggjar KST-skipanir.

o       Einskiljing av almennum fyritøkum.

o       Frálandavinna.

o       FAS-skipanin.

o       Aling og fiskavirking.

o       Ílegugransking.

o       Ein skipatænastumiðdepil í Norðuratlantshavi.

o       Føroyskar vørur og tænastur.

 

 

Av tí at talan er um sera umfatandi ætlanir og tiltøk, samstundis sum fíggjarliga og fyrisitingarliga orkan er avmarkað, er  gjørd ein nærri raðfesting av hesum tiltøkum grundað á, hvussu stóran týdning tiltøkini hava, hvussu skjótt tey kunnu væntast at virka, og hvør kostnaðurin er av tiltakinum. Raðfestingin av tiltøkunum er at finna aftast í ritinum.

 

Mælt verður samanumtikið til, at tikið verður undir við hjálagda uppskoti til vinnupolitikk.

Fylgiskjøl:
Fylgiskjal 1: Granskingarpark
Fylgiskjal 2: Samandráttur av innkomnum viðmerkingum

Orðaskifti var á tingfundi 14. februar 2006. Málið avgreitt.