99  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 3. mai, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  
 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um fyribyrgingarráð verða gjørdar hesar broytingar:

1)      Í § 1 verður sum stk. 2 og 3 sett:

“Stk. 2. Fyribyrgingarráðið kann veita kommunum studning til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu studningur sambært stk. 2 verður játtaður.” 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.


 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði tann 4. mars 2005 fram uppskot í tinginum Ll. nr. 85, um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning. Sambært almennu viðmerkingunum til hetta uppskot stendur, at: “Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við einum heilsupolitiskum átaki. Ætlanin er, at partur av eyka inntøkuni av avgjøldunum, einar 5 mió kr., skulu fara til hetta átak.” Talan er um kostískoyti til skúlabørn.

 

Hjálagda uppskotið til broyting í lógini um fyribyrgingarráð er materiella heimildin fyri at veita stuðul til kommunur at seta í verk heilsufremjandi átøk í skúlunum, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í eina tíð hevur arbeitt við.

 

Studningurin, ið veitast kann kommunum eftir umsókn til heilsufremjandi tiltøk, er serliga til kostískoyti. Talan kann t.d. vera um frukt, grønmeti o.a., men eisini vatnkølarar til skúlarnar eru fevndir av lógini. Tá talan er um kostískoyti til skúlabørn, verður ikki mett, at tað er Almanna- og heilsumálaráðið, ið eigur at umsita útbering av frukt og grønmeti, umsiting av vatnkølarum ella annað til skúlarnar.

 

Raksturin av skúlum liggur undir kommununum. Kommunurnar kunnu síðani søkja um stuðul frá Fyribyrgingarráðnum av hesari játtan á fíggjarlógini.

 

Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur í kunngerð, har m.a. verða ásett krøv til umsókn, afturrindan av útgoldnum stuðli, tíðarfreist fyri stuðulstilsøgn, roknskap,  innkrevjing av ikki brúktum stuðli v.m.

 

Í fyrireikingunum og tilrættaleggingini av tiltakinum er neyðugt við neyvum samstarvi við tey, sum mett verða at vera partur av málinum, so sum Lærarafelagið, Kommunusamskipan Føroya, Kommunufelag Føroya, Mentamálaráðið og Innlendismálaráðið.

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevði tann 25. februar 2005 fund við umboð frá Fyribyrgingarráðnum, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og Mentamálaráðnum.

 

Á fundinum kunnaði Almanna- og heilsumálaráðið um, at tað í sambandi við ætlanina um at leggja avgjald á nakrar ikki-heilsugóðar vørur hevur verið umrøtt at nýta 5 mió kr. av innkomna avgjaldinum til heilsufremjandi átøk.

 

Formaðurin fyri Fyribyrgingarráðið greiddi frá einari frágreiðing, ið varð gjørd fyri nøkrum mánaðum síðani, har niðurstøðan er, at tað, ið hevur týdning er:

 

  1. at stilla impulssvongd við heilsugóðum mati og
  2. at fáa frukt og grønmeti introduserað sum snack frá byrjan av skúlalívinum.

 

Tað kom fram á fundinum, at næstan allir næmingar í fólkaskúlanum í Tórshavnar kommunu hava atgongd til vatnkølara. Nakrar kommunur hava eisini keypt vatnkølarar til skúlar á bygd.  Men ynskiligt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum í Føroyum fáa henda møguleika. Somuleiðis er talið av vatnkølarum í skúlum, sum longu hava kølarar, ikki nøktandi. Víst verður til, at sambært kanning, sum Fyribyrgingarráðið hevur gjørt, hava vatnkølararnir havt stóra ávirkan á drykkimynstrið hjá børnum. 

 

Tað eru umleið 7.000 næmingar í teimum umleið 60 skúlunum í Føroyum.

Á fundinum varð víst á, at eftir at døgurðatímin er tikin av ella tað, at børnini ikki longur fara heim í døgurðatímanum, hevur havt við sær, at nøkur børn ikki eta rættan mat í døgurðatímanum, ístaðin drekka tey sodavatn og eta góðgæti ella chips o.l.

 

Ætlanin er, at heilsufremjandi tiltøkini til kostískoyti til skúlabørn skulu byrja í august mánaði, tá ið skúlarnir byrja aftur aftaná summarfrítíðina 2005.

 

Tað verður tí neyðugt at fara undir fyrireikingarnar beinanvegin saman við avvarðandi pørtum,  fyri at tiltøkini kunnu verða sett í verk, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina. 

 

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Landsstýrismaðurin hevur tann 12. apríl 2005 sent umbøn um eykajáttan til Fíggjarmálaráðið, har biðið verður um 5,0 mió kr. í eykajáttan í 2005 til heilsuátøk, vísandi til tær almennu viðmerkingarnar í lógaruppskotinum Ll. nr. 85 frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum frá 4. mars, um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

 

Landsstýrismaðurin hevur skotið upp, at játtanarslagið verður stuðulsjáttan, og at peningurin verður játtaður sum stuðul til kommunur. Hetta hevur ta avmarking við sær, at tað einans eru kommunur, sum kunna fáa hendan stuðul eftir umsókn. Tí verður øll játtanin sett undir st.kt. 72 Stuðul til kommunur.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri Fyribyringarráðið. Fyribyrgingarráðið hevur umsitingina av umsóknum um studning til heilsufremjandi átøk um hendi.

 

Lógaruppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar sum so, men fyri at kommunur kunnu fáa studning til heilsufremjandi átøkini, verða ymisk krøv sett til útfylling av umsóknum, skjalprógv fyri útreiðslum, v.m.

 

Vinnuligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Um lógaruppskotið verður sett í gildi, hevur tað ongar umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki við sær ávísar sosialar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.

 

Yvirlit yvir avleiðingar.

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Veitast  kann studningur til kommunur til heilsufremjandi átøk til frama fyri børnini í skúlunum.

 

Við heilsufremjandi átøk verður serliga hugsað um kostískoyti til børnini. Talan kann t.d. vera um frukt, grønmeti o.l. Fevnd av heilsufremjandi átøkum er eisini útvegan av vatnkølarum at seta upp í skúlunum.

 

Tíðarkarmurin, ið studningur til heilsufremjandi tiltøk kann veitast í hesum føri, er bert innan fyri skúlatíð.

 

Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglur í kunngerð um hesi viðurskifti.  Talan er m.a. um krøv til umsókn, t.d. lýsing av virkseminum, fíggjarliga útgreining v.m. Eisini verða ásettar í kunngerðini nærri reglur um afturrindan av útgoldnum stuðli, tíðarfreist fyri stuðulstilsøgn og roknskap.

 

Stuðul kann verða kravdur aftur frá stuðulsmóttakara, um stuðulin er brúktur til annað endamál enn tað, ið stuðulin er latin til. Stuðul kann eisini verða kravdur aftur, um tað kann staðfestast, at verkætlan hevur havt yvirskot og tískil ikki havt stuðul fyri neyðuni. Onnur viðurskifti, eitt nú broytt tíðarætlan ella aðrar broyttar fortreytir fyri tilsøgn um stuðul, kunnu hava við sær krav um afturrindan av stuðli. 

 

Til § 2

Greinin ásetur lógarinnar gildiskomu. 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Anfinn Kallsberg Mamy Dahl Sørensen Mikkjal Sørensen
Gerhard Lognberg Henrik Old Alfred Olsen
Kristian Magnussen Lisbeth L. Petersen Asbjørn Djurhuus
Marjus Dam Andrias Petersen Poul Michelsen
Dánial Petur Hansen Jákup Mikkelsen Kjartan Joensen
Óli Breckmann Heðin Zachariasen  

1. viðgerð 6. mai 2005.  Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  3. mai 2005, og eftir 1. viðgerð tann 6. mai 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm og formannin í fyribyrgingarráðnum.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at talan er um eina royndaverkætlan, og ætlanin er í hesum samband at gera ein neyva eftirmeting av royndini.

 

Landsstýrismaðurin upplýsti nevndini, at stuðulin verður latin til kummunurnar í lutfalli við barnatalinum í kommununum.

 

Landsstýrismaðurin vónaði, at kommununar fóru at taka virknana lut í hesi verkætlan og kanska vera við at gjalda ein part av átøkunum, men landsstýrismaðurin fór ikki seta hetta fram sum eitt krav fyri at fáa stuðul, tað skuldi vera upp til tí einstøku kommuna at gera av. Ætlanin var, at kommunurnar, sum frá leið, skuldu yvirtaka ábyrgdina av átøkunum.   

 

Við hesum viðmerkingum setir ein samd nevnd fram soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

1)  Í § 1 verður § 1, stk. 2 broytt soleiðis, at orðingin “Fyribyrgingarráðið kann” verður broytt til “Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum kann landsstýrismaðurin”

2) Í § 2 verður sum 2. pkt. sett: “og fer úr gildi 1. juli 2006.” 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Harumframt finst minnilutin (Finnur Helmsdal, Bill Justinussen og Annita á Fríðriksmørk) harðliga at handfaringini hjá landsstýrismanninum í hesum máli. Eitt er, at hann ikki megnar at leggja uppskotið fram til tíðina, men at tað so skuldu ganga tveir mánaðir aftaná seinasta framløgudag, er rættiliga átaluvert, tí avleiðingin er, at málið als ikki hevur fingið ta viðgerð, tað hevur uppiborið.

Men sum um, at tað ikki var nógmikið, so hevur trivnaðarnevndin einans havt tíð til at hava ein fund um hetta málið. Tá ið landsstýrismaðurin kemur á hendan fundin, ásannar hann, at helvtin av hesum í vavi lítla mál ikki kann brúkast, tí at tað er ov illa umhugsað, og at hann tí hevur eitt broytingaruppskot við sær. Eitt broytingaruppskot sum als ikki varð viðgjørt til 1. viðgerð í Løgtinginum. Men sum nú er við til 2. viðgerð sum broytingaruppskot.

 

Minnilutin ynskti, at uppskotið legði upp til at halda fast við greiða uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Tað merkir, at kommunurnar, sum frammanundan hava ábyrdina av rakstrinum hjá fólkaskúlunum, fáa ábyrgdina av hesum máli.

 

So fyri ikki at leggja fleiri byrðar á kommunurnar mælir minnilutin til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kemur við broytingaruppskoti til lógina um lands- og kommunuskatt, so býtið verður gjørt soleiðis, at kommunurnar fáa tað meira inn í skatti, sum hetta átakið kostar, og at landið fær somu upphædd minni. Mælt verður til, at hendan broytingin verður klár til komandi skúlaár.

 

Tá meirilutin eftirlíkaði hesum, og at hetta kann fáast at virka um eitt ár, tekur minnilutin undir við uppskoti landsstýrismansins, og at hetta verður eitt royndarverkætlan í eitt skúlaár.

Meðan royndarverkætlanin koyrir, verður heitt á landsstýrismannin at taka kommunurnar við upp á ráð, so hesar eru fyrireikaðar til at taka yvir hetta økið um eitt ár.

2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 22-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 71 frá 23.05.2005