97  Uppskot til  løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 29. apríl, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

 

§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri allar løntakarar, ið ikki eru tænastumenn, og sum starvast hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum við málum og málsøkjum, tá ið landsstýrið yvirtekur tey.

Stk. 2. Sambært avtalu við landsstýrið kann avvarðandi danski ráðharri gera av, at reglurnar í hesi lóg eisini skulu verða nýttar í sambandi við yvirtøku av málum og málsøkjum, sum er framd, áðrenn henda lóg er komin í gildi. Freistin í § 5 verður í hesum føri at rokna frá tí degi, avtala er gjørd millum landsstýrið og avvarðandi danska ráðharra.

 

§ 2. Tá landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum, tekur landsstýrið beinleiðis við teimum rættindum og skyldum, sum eru galdandi tann dagin, yvirtøkan fer fram, sambært:

sáttmála ella avtalu

ásetingum um løn og arbeiðsviðurskifti, sum eru ásett ella góðkend av almennum ríkismyndugleika

persónligum avtalum um løn og arbeiðsviðurskifti

Stk. 2. Ásetingarnar í stk.1 eru bara galdandi fyri avtalur um lærlingaviðurskifti, um so er, at myndugleikin eftir yvirtøkuna verður góðkendur sum lærumeistari og annars lýkur treytirnar fyri at hava lærlingar.

 

§ 3. At uppsiga løntakara grundað á, at mál og málsøki verða yvirtikin, verður ikki mett at vera rímiliga grundað í viðurskiftum myndugleikans, uttan so at uppsøgnin er grundað á fíggjarligar, tekniskar ella fyriskipanarligar grundir, sum føra við sær broytingar í starvsviðurskiftunum.

Stk. 2. Um so er, at løntakari ógildar avtaluna, tí at yvirtøkan førir við sær munandi broytingar í arbeiðsumstøðunum til skaða fyri løntakaran, verður málið at viðgera á sama hátt, sum tá talan er um, at landsstýrið sigur upp løntakaran.

 

§ 4. Umboð fyri teir løntakarar, sum verða nervaðir av yvirtøkuni, varðveita eftir yvirtøkuna rættarstøðu sína og virki sítt, sbr. tó stk 2.

Stk. 2. Um yvirtøkan førir við sær, at tað ikki longur er grundarlag fyri løntakaraumboðan, er løntakaraumboðið framhaldandi fevnt av teimum reglum um vernd av løntakaraumboðum, sum vóru galdandi á viðkomandi øki, tá ið yvirtøkan varð framd. Henda vernd er galdandi í eitt tíðarskeið, sum samsvarar við vanliga uppsagnarfreist hjá viðkomandi løntakara.

 

§ 5. Í seinasta lagi innan 5 vikur eftir yvirtøkuna skal landsstýrið boða viðkomandi yrkisfelag frá, um so er, at landsstýrið ikki ynskir at ganga inn í sáttmálarnar, sum eru galdandi fyri løntakarar ella partar av løntakarunum á viðkomandi øki. Verður hetta ikki gjørt, er landsstýrið gingið inn í sáttmálan.

Stk. 2. Um so er, at landsstýrið ikki ætlar at ganga inn í sáttmálan, men annars hevur gjørt sáttmálar við onnur fakfeløg um arbeiði av tílíkum slagi, hava løntakarar rætt til samráðingar við landsstýrið um nýggjan sáttmála. 

 

§ 6. Landsstýrið skal í góðari tíð frammanundan yvirtøkuni boða løntakaraumboðum ella, um   løntakaraumboð ikki eru, so hvørjum einstøkum løntakara frá:

1) nær yvirtøkan verður framd

2) løgfrøðiligu, fíggjarligu og sosialu fylgjunum fyri løntakaran, og

3) hvussu umstøðurnar annars væntandi kunnu verða fyri løntakaran í sambandi við yvirtøkuna.

 

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 29. juli 2005. 

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Løgtingslógaruppskotið er partur av úrslitinum av samráðingunum millum Føroya Landsstýri og donsku ríkisstjórnina um yvirtøkulógina. Uppskotið eigur sostatt at verða viðgjørt í sama umfari sum uppskotið um yvirtøkulóg og uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “forslag til personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”.

 

Í sambandi við samráðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku ríkisstjórnina hevur tað havt stóran týdning at tryggja løntakarum góðar treytir í sambandi við yvirtøku av málsøkjum. Úrslitið av hesum er, at løgtingslóg verður sett í gildi í Føroyum, sum byggir á meginreglurnar í donsku “virksomhedsoverdragelsesloven”. Hon skal tryggja rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.

 

Tað er Rådets direktiv af 14. februar 1977 om tilnærmelse af medlemsstaternes lovgivning om varetagelse af arbejdstagernes rettigheder i forbindelse med overførsel af virksomheder, bedrifter eller dele af bedrifter, sum liggur til grund fyri donsku lógini um “virksomhedsoverdragelse” (lovbekendtgørelse nr. 710 af 20. august 2002 om lønmodtageres retsstilling ved virksomhedsoverdragelse) .

 

Endamálið við føroysku løgtingslógini er:

at tryggja, at føroyskur myndugleiki beinleiðis tekur við rættindum og skyldum hjá ríkismyndugleikanum mótvegis løntakarunum í sambandi við eina yvirtøku at tryggja, at ein yvirtøka ikki í sær sjálvum kann elva til uppsagnir at verja løntakaraumboð (álitisumboð) eftir eina yvirtøku. Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Ongar fyrr enn yvirtøkur verða framdar.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Ongar fyrr enn yvirtøkur verða framdar.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Ongar

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Ongar

 

Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Ongar

 

Sosialar avleiðingar

Ongar

 

Avleiðingar orsakað av millumtjóða sáttmálum

Ongar 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

  

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Stk. 1

Greinin avmarkar skaran av løntakarum, sum lógin er galdandi fyri soleiðis, at tænastumenn ikki eru fevndir av reglunum í hesi lóg. Teirra rættarstøða verður ásett í ríkislógartilmælinum um at seta í gildi fyri Føroyar “ forslag til personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder.”

 

Harumframt er tað eitt krav, at tað snýr seg um fólk, ið starvast hjá ríkismyndugleikunum, tá ið landsstýrið yvirtekur mál ella málsøki frá hesum danska myndugleika, og aðrir bólkar í útgangsstøðinum fella uttan fyri lógina, t.d. fólk, ið hava verið í starvi hjá donskum ríkismyndugleikum, men sum í dag eru yvirtikin.

 

Tað snýr seg um eina yvirtøku, tá føroyska landsstýrið yvirtekur ábyrgdina av einum málsøki sambært reglunum í yvirtøkulógini. Tað merkir, at eitt nú tinglýsingin fellur uttan fyri hesa lóggávu, tí at málsøkið longu er yvirtikið, men verður framvegis umsitið av donsku ríkismyndugleikunum (sorinskrivaranum). Sí tó viðmerkingarnar til stk. 2.

 

Til stk. 2.

Við hesi áseting verður tað møguligt eisini at lata ásetingarnar fevna um starvsfólk, sum longu eru yvirtikin, t.d. tinglýsingina ella skipaeftirlitið. Fyri at reglurnar skulu verða galdandi, er neyðugt við eini avtalu millum avvarðandi danska ráðharra og føroyska landsstýrið um tað. Freistin í § 5 verður í hesum føri at rokna frá tí degi, at avtala er gjørd millum landsstýrið og avvarðandi danska ráðharra.  

 

Til § 2

Við ásetingini verður gjørt greitt, at tá eitt mál ella eitt málsøki verður yvirtikið, tekur landsstýrið beinleiðis við teimum rættindum og skyldum viðvíkjandi løn- og arbeiðsviðurskiftum, sum ríkismyndugleikin hevði. Harvið verður ríkismyndugleikin eisini leysur av tí, tí føroyski myndugleikin yvirtekur.

Tað merkir, at landsstýrið hevur skyldu til at varðveita somu lønar- og arbeiðsviðurskifti, sum ríkismyndugleikin hevði skyldu til í sama tíðarskeiði, sum var galdandi fyri ríkismyndugleikan. T.d. hevur landsstýrið skyldu til at veita somu løn og hava somu uppsagnartíðir, sum ríkismyndugleikin veitti starvsfólkunum.

Harumframt kann landsstýrið ikki av sínum eintingum siga møguligan sáttmála ella avtalu upp, um ríkismyndugleikin ikki hevði kunnað tað.

 

Uppskotið fevnir um allar avtalur á arbeiðsrættarliga økinum, tvs. bæði sáttmálar, persónligar avtalur, og vanligar ásetingar um løn- og arbeiðsviðurskifti, sum eru ásett ella góðkend av ríkismyndugleikum.

 

Uppskotið fevnir ikki bert um skyldurnar hjá landsstýrinum, men eisini um rættindini. Tað merkir, at løntakarin eftir eina yvirtøku framvegis hevur skyldu til at halda arbeiðsavtaluna, sum um tað snýr seg um ríkismyndugleikan.

 

Stk. 2 er ein serlig áseting um lærlingar, soleiðis at lærlingaavtalur bert eru fevndar av hesi lóg, um so er, at myndugleikin verður góðkendur sum lærumeistari og annars lýkur treytirnar fyri at hava lærlingar. Orsøkin til hesa serligu áseting er, at ein lærlingasáttmáli ikki bert er ein arbeiðssáttmáli, men eisini ein útbúgvingarsáttmáli. Útgangsstøðið er tískil, at ein lærlingasáttmáli fellur burtur í sambandi við eina yvirtøku. Tó er møguleiki fyri at lata sáttmálan halda fram, um so er at føroyski myndugleikin lýkur neyðugu treytirnar í sambandi við at taka og hava lærlingar.

 

Til § 3

Ásetingin í § 3 merkir, at ein uppsøgn av einum løntakara í sambandi við eina yvirtøku altíð verður mett sum ógrundað, og at tað er arbeiðsgevarin, sum skal prógva, at uppsøgnin er grundað á fíggjarligar, tekniskar ella fyriskipanarligar grundir, sum føra við sær broytingar í starvsviðurskiftunum. Ásetingin er serliga ætlað í teimum førum, har ásetingar eru í lóg ella sáttmála, sum heimilað endurgjaldi fyri ósakliga uppsøgn.

 

Í stk. 2 er ásett, at ein løntakari, sum ógildar arbeiðsavtaluna, tí at yvirtøkan førir við sær munandi broytingar í arbeiðsumstøðunum til skaða fyri løntakaran, verður tað at viðgera á sama hátt, sum um, at landsstýrið segði upp løntakaran. Orsøkin til hesa áseting er, at ein løntakari hevur rætt til at ógilda eina arbeiðsavtalu, um arbeiðsgevarin misheldur sáttmálan ella avtaluna, t.d. munandi broytingar í arbeiðsumstøðunum til skaða fyri løntakaran. Í hesum føri verður hildið rættast at stilla løntakaran, sum um hann var uppsagdur. (Tað snýr seg ikki um eina uppsøgn frá løntakarans síðu, tí tað er bert eitt ynski um, at arbeiðsavtalan heldur uppat, og tað eru ávísar freistir, ið tá skulu haldast. Tað snýr seg um at ógilda avtaluna, tí arbeiðsgevarin ikki heldur sín part av avtaluni. Tað kann gerast uttan freist, um tað er munandi mishald frá arbeiðsgevarans síðu).

 

Tað er løntakarin sjálvur, sum skal prógva, at talan er um munandi broytingar í arbeiðsumstøðunum. Kann hann tað, verður hann stillaður, sum um hann var uppsagdur.

 

Til § 4

Endamálið við ásetingini er, at løntakarar í sambandi við yvirtøku ikki standa eftir uttan eina løntakaraumboðan, ið kann tryggja rættindi teirra. Serliga tá myndugleikin virkar framhaldandi ”óávirkaður” eftir eina yvirtøku, er ásetingin viðkomandi, tí tað merkir, at løntakaraumboðanin heldur fram sum vant.

Stk. 2 hevur til endamáls at áseta reglurnar, um ongin løntakaraumboðan er eftir eina yvirtøku, ella rætturin til løntakaraumboðan er dottin burtur, tí at nøktandi tal av starvsfólki ikki longur er til staðar at velja umboð. Ásetingin merkir, at tann, ið umboðar løntakaran, framvegis er serliga vardur í setan síni í einum tíðarskeiði, ið samsvarar við vanligu uppsagnarfreistina hjá viðkomandi løntakara sum umboðan.

 

§ 4 fevnir um álitisfólk, trygdarumboð og onnur umboð, ið sambært sáttmála ella avtalu hava fingið serliga vernd.

 

Til § 5

Í sambandi við eina yvirtøku kann landsstýrið boða viðkomandi fakfelag frá, um so er, at landsstýrið ikki ynskir at ganga inn í sáttmálan. Freistin at boða frá er 5 vikur. Eftir hetta verður landsstýrið partur av sáttmálanum, um ongin fráboðan er givin.

 

Í sambandi við verkfall er vert at leggja til merkis, at friðarskyldan sambært sáttmálanum ikki fylgir við yvir í viðurskiftini millum løntakaran og landsstýrið, sum hevur boðað frá, at tað ikki gongur inn í sáttmálan, tí tann friðarskyldan er tengd at sáttmálanum. Eitt møguligt verkfall er tí brot á persónligu skyldurnar í arbeiðsviðurskiftunum, og verkfallið eigur at viðgerast við vanligu dómstólarnar.

 

Til stk. 2:

Tað má metast at vera natúrligt at royna at fáa viðurskiftini í rættlag og í samsvar, um landsstýrið frammanundan hevur sáttmála á økinum, og ikki ynskir at ganga inn í danska sáttmálan. Í hesum føri er reglan í stk. 2, at løntakarar, ið verða nervaðir av eini yvirtøku, kunnu krevja samráðingar við landsstýrið gjøgnum fakfelag teirra um nýggjan sáttmálan. Kravið um samráðingar merkir tó ikki nakað krav um semju.

 

Til § 6

Greinin ásetir eina skyldu fyri landsstýrið at kunna løntakaraumboð ella, um onki umboð er, so løntakarararnar um nøkur viðurskifti í sambandi við eina yvirtøku. Kunningin skal vera so neyv sum gjørligt, soleiðis at løntakarin sjávlstøðugt fær gjørt sær eina meting av týdninginum av eini yvirtøku, og hvørjar fylgjur tað fær. Tískil er eisini neyðugt, at kunningin verður givin í góðari tíð frammanundan eini yvirtøku.

 

Til § 7

Áseting um gildiskomu. Ætlanin er, at allur lógarpakkin skal fáa gildi ólavsøkudag.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Olav Enomoto John Johannessen Óli Breckmann
Andrias Petersen Jørgen Niclasen Gerhard Lognberg
Kjartan Joensen Mikkjal Sørensen Anfinn Kallsberg
Mamy Dahl Sørensen Kaj Leo Johannesen Heðin Zachariasen
Kristian Magnussen Poul Michelsen Henrik Old
Jákup Mikkelsen Marjus Dam Alfred Olsen
Johan Dahl Lisbeth L. Petersen  

 

1. viðgerð 3. mai 2005. Tingmálini nr. 97 og 98/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. apríl 2005, og eftir 1. viðgerð tann 3. mai 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. mai 2005. §§ 1 til og við 7 samtyktar 15-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 81 frá 14.05.2005