95  Uppskot til  lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera 

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. Broytingaruppskot til 2. viðgerð
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð
 

Ár 2005, 29. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

 

 

Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar. 


 

§ 1. Føroya landsstýri kann samráðast við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir og gera altjóðarættarligar sáttmálar við tey, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum.

Stk. 2. Stk. 1 er ikki virkið, tá ið samráðst verður, og altjóðarættarligir sáttmálar verða gjørdir, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri kunnu tó samtykkja at virka í felag viðvíkjandi altjóðarættarligum sáttmálum samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.

Stk. 3. Altjóðarættarligir sáttmálar, ið eru gjørdir sambært stk. 1 og 2, 2. pkt., kunnu verða sagdir úr gildi sambært somu ásetingum.

Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 fevna ikki um altjóðarættarligar sáttmálar, ið víkja at verju- og trygdarpolitikki, ei heldur um altjóðarættarligar sáttmálar, sum skulu galda fyri Danmark, ella sum samráðst verður um í millumtjóðafelagsskapi, har sum Danmarkar kongsríki er limur.

Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 avmarka ikki stjórnarskipanarliga ábyrgd og heimildir hjá donskum myndugleikum viðvíkjandi tí at samráðast, gera og siga úr gildi altjóðarættarligar sáttmálar, heruppií sáttmálar, ið stk. 1-3 fevna um.

 

§ 2. Føroya landsstýri ger altjóðarættarligar sáttmálar sambært § 1, stk. 1 ríkisins vegna undir heitinum Danmarkar kongsríki Føroyum viðvíkjandi. Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri gera altjóðarættarligar sáttmálar sambært § 1, stk. 2, 2. pkt. í felag undir heitinum Danmarkar kongsríki Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi. Onnur tílík heiti kunnu verða ásett sambært stk. 2, 2. pkt. um neyðugt.

Stk. 2. Henda lóg treytar tætt samstarv millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn til tess, at heildaráhugamál Danmarkar kongsríkis verða ikki sett til viks, og at Danmarkar stjórn verður kunnað um ætlaðar samráðingar, áðrenn farið verður undir tær, eins og samráðingargongdina, áðrenn altjóða­rættarligir sáttmálar verða gjørdir ella sagdir úr gildi. Danmarkar stjórn ásetur eftir samráðingar við Føroya landsstýri nærri karmar um samstarvið.

 

§ 3. Tá ið sendimenn Føroya landsstýris verða settir á uttanríkissendistovum Danmarkar kongsríkis at røkja áhugamál Føroya, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum, er § 8, stk. 2 í lóg um Føroya heimastýri samsvarandi virkin.

 

§ 4. Eftir áheitan frá Føroya landsstýri kann Danmarkar stjórn samtykkja at lata inn umsókn um limaskap Føroya, ella stuðla slíkari, í millumtjóðafelagsskapum, ið loyva øðrum eindum enn ríkjum og felagsskapum av ríkjum limaskap í egnum navni, tá ið tað er sambæriligt við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

 

§ 5. Lógin fær gildi 29. juli 2005.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Í heimastýrislógini § 5, stk. 2 er ásett, at Danmarkar kongsríki situr fyri uttanríkismálum Føroya. Í § 5, stk. 1 er ásett, at Føroyar skulu virða altjóðarætt, ið er virkin í landinum.

 

Aftur at nevndu reglum í § 5 í heimastýrislógini koma reglurnar í § 8. Týdningarmesta stykkið í § 8 er stk. 4, har ásett er, at har um serlig føroysk mál er at røða, kann danski uttanríkisráðharrin, tá ið tað verður ikki hildið vera ósambæriligt við áhugamál Danmarkar kongsríkis, heimila føroyskum sendimonnum at samráðast beinleiðis við luttøku av donsku uttanríkistænastuni, um ynski verður sett fram um tað.

 

Ikki tingmonnum at siga hava allir flokkar á Løgtingi – helst uttan undantak – síðan 1948 viljað, at Føroyar hava mest møguliga ávirkan á hesi viðurskifti. Serligan stóran týdning hevur ein víðkaður myndugleiki á uttanríkispolitiska økinum, so hvørt sum alt fleiri málsøki koma á føroyskar hendur.

 

Tað er skilaleyst at hava innanríkispolitiskan myndugleika á einum málsøki og ikki samsvarandi uttanríkispolitiskan myndugleika, serstakliga so hvørt sum alheimsgerðin hevur við sær, at tjóðarrættur verður í alt størri mun undirskipaður altjóðarætti.

 

Harumframt er eingin ivi um, at økt føroyskt uttanríkispolitiskt virksemi er ein fyritreyt fyri samfelagsligari menning og búskaparligum vøkstri í landinum, so hvørt sum alheimsgerðin tekur dik á seg.

 

Danski forsætisráðharrin boðaði frá í setanarrøðu síni í Fólkatinginum 1. oktober 2002, at Danmark var til reiðar at fara undir samráðingar við Føroyar og Grønland um nýtt uttanríkispolitiskt myndugleikabýti, ið fór at hava við sær, at ávikavist Føroyar og Grønland fóru at verða munandi meira virkin í egnum uttanríkismálum.

 

Við støði í hesi fráboðan varð farið undir samráðingar millum Føroyar, Grønland og Danmark. Uppskotið, ið fram er lagt, er samráðingaloysnin, sum semja kundi fáast um við Danmark og Grønland eftir drúgvar og torførar samráðingar – og sum orðtakið sigur, allur bati bøtir.

 

Viðvíkjandi altjóðarættarligu og stjórnarrættarligu støðu uppskotisins verður víst til almennu viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka. Eins og í tí uppskotinum er í hesum føri talan um tvey einsljóðandi lógaruppskot, eitt føroyskt og eitt danskt, hvørt við sínum viðmerkingum. Danska uppskotið verður lagt fyri Løgtingið sum ríkislógartilmæli.

 

Vinningur Føroya av § 1, § 2, § 3 og § 4 í uppskotinum í mun til § 8 í heimastýrislógini er niðanfyristandandi:

 

-         Føroyar fara av sínum eintingum at hava myndugleika at samráðast við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir, gera sáttmálar og siga úr gildi sáttmálar við tey viðvíkjandi øllum málsøkjum, ið eru yvirtikin til fulnar, uttan at biðja Danmarkar kongsríki um heimild. Við øðrum orðum, uttanríkispolitiski myndugleiki Føroya verður nú staðfestur í lóg heldur enn í óvissari fulltrú frá einum donskum uttanríkisráðharra. Í hesum sambandi er vert at leggja afturat, at siðvenjan, har løgmaður er medundirritari hjá donskum uttanríkisráðharra viðvíkjandi altjóðarættarligum sáttmálum, verður slept. Skipanin verður nú hon, at løgmaður undirritar einsamallur altjóðarættarligar sáttmálar, ella tann, ið løgmaður gevur fulltrú at undirrita.

 

-         Føroyar fara av sínum eintingum at hava beinleiðis diplomatiskt samskifti við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir viðvíkjandi øllum málsøkjum, ið eru yvirtikin til fulnar, nú kravið um, at danska uttanríkistænastan skal taka lut, er slept.

 

-         Føroyar kunnu hava sendimenn í øllum fremmandum ríkjum og millumtjóðafelagsskapum viðvíkjandi øllum málsøkjum, ið eru yvirtikin til fulnar. Heimastýrislógin ásetur, at føroyskir sendimenn kunnu einans verða settir í londum, har ið Føroyar hava serlig vinnulig áhugamál. Við nýggju lógini verða ræsurnar munandi víðkaðar, og Føroyar kunnu nú í grundregluni hava sendimenn í øllum londum og millumtjóðafelagsskapum, har ið Danmarkar kongsríki er umboðað.

 

-         Føroyar kunnu í ávísum førum í egnum navni fáa limaskap og atlimaskap í millumtjóðafelagsskapum, tá ið slíkir felagsskapir eftir egnum samtyktum loyva tí, og tá ið tað er í samsvari við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Higartil hevur einans Danmarkar kongsríki kunnað søkt um slíkan limaskap ella atlimaskap fyri Føroyar. Nú kunnu Føroyar sjálvar søkja sær limaskap. Eftir § 1 kunnu Føroyar luttaka sum limur í millumtjóðafelagsskapum í navni Danmarkar kongsríkis, har ið Danmark er ikki limur. Eftir § 4 kunnu Føroyar tó luttaka sum limur í egnum navni, uttan mun til um Danmark er limur.

 

Hildið verður tó í ávísan mun fast við skipanina í § 5, stk. 2 og § 8, stk. 4 í heimastýrislógini í ávikavist § 1, stk. 5 og § 2, stk. 2 í hesum uppskoti.

 

Mannagongdin eftir § 8, stk. 4 í heimastýrislógini, har ið Føroyar í hvørjum einstøkum føri hava havt fyri neyðini at søkja sær samráðingarfulltrú frá einum donskum uttanríkisráðharra, hevur elvt til trupulleikar og í mongum førum havt skaða við sær fyri uttanríkisáhugamál Føroya. Drúgv tíð hevur gingið at fáa svar, og í onkrum føri er als einki svar komið til mál. Harumframt hevur ofta gingið seint at fáa játtandi svar, um tikið verður undir við samráðingarúrsliti, ið Føroyar eru komnar til. Tað hevur havt við sær, at ávís mál eru mest sum burturfallin.

 

§ 8, stk. 4 í heimastýrislógini gerst ikki innihaldsleys í mun til reglurnarnar í § 1, stk. 1 í uppskotinum. Tá ið ræður um onnur málsøki enn tey yvirtiknu, eru reglurnar í § 8, stk. 4 framvegis virknar.

 

Uppskotið er eitt samráðingarúrslit, við fyrivarni um tinggóðkenning í Føroyum og Danmark, og hevur tískil ikki verið sent til ummælis í Føroyum.

 

Ásetingarnar í hesi lóg viðvíkja viðurskiftum við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir. Tó eru í altjóðasamfelagnum ein hópur av felagsskapum, ið ikki eru stovnsettir av ríkjum. Slíkir ikki-stjórnarligir millumtjóðafelagsskapir eru vanliga stovnaðir til tess at virka fyri ítøkiligum virkisøkjum, eitt nú ítrótti og mentan, millum meginfeløg í londunum. Møguleikarnir fyri limaskapi hjá føroyskum meginfeløgum í slíkum ikki-stjórnarligum millumtjóðafelagsskapum eru ikki tengdir at ásetingum í hesi lóg. Kortini er hugsandi, at økta føroyska luttøkan á altjóðapallinum eftir hesi lóg, fer at gera Føroyar meira sjónligar og tessvegna kann hava tað hjáárin, at ikki-stjórnarligir millumtjóðafelagsskapir vísa føroyskum ynskjum um luttøku ella limaskap størri vælvild.

 

Upplýst kann verða fyri Løgtinginum, at aftur at sáttmálanum við Danmarkar stjórn um hetta lógaruppskotið eru hin 29. mars í ár gjørdir í Fámjin tveir aðrir sáttmálar á uttanríkispolitiska økinum við Danmarkar stjórn. Annar um fyrisitingarligt samstarv og hin um samstarv í felagsmálum, heruppií trygdar- og verjupolitikki.  

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Avleiðingarnar av uppskotinum mega skiljast sundur í tvey, nevniliga avleiðingar av at nýta lógina til fulnar og avleiðingar av altjóðarættarligum sáttmálum, ið verða gjørdir sambært lógini.

 

Um hitt fyrra er at siga, at av tí at tað eftir uppskotinum snýr seg um standandi myndugleika hjá Føroyum at samráðast við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir í staðin fyri at søkja sær fulltrú í hvørjum einstøkum føri, kann ikki væntast, at lógin í uppskoti í fyrstu atløgu fer at hava avleiðingar, so sum

-          fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

-          umsitingarligar mótvegis landi ella kommunum

-          fíggjarligar ella umsitingarligar útreiðslur fyri vinnuna

-          umhvørvisligar avleiðingar

-          avleiðingar fyri serlig øki í landinum

-          sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Lógin í uppskoti fer tó sum frá líður at hava við sær munandi meiri føroyskt virksemi á uttanríkispolitiska økinum, ið fer at krevja meiri orku í fyrisitingini og serliga í uttanríkistænastuni.

 

Um hitt seinna er at siga, at avleiðingar standast sjálvsagt av altjóðarættarligum sáttmálum, sum gjørdir verða sambært lógini. Slíkar avleiðingar verða tilskilaðar fyri Løgtinginum, tá ið sáttmálarnir verða lagdir Løgtinginum til góðkenningar eftir § 52, stk. 2 í stýrisskipan Føroya, ella tá ið lógir verða lagdar fyri Løgtingið, sum útinna altjóðarættarligan sáttmála.

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, stk. 1:

Í hesum stykki er ásett, at Føroyar kunnu hava óavmarkað diplomatiskt samskifti við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir til tess at samráðast, gera altjóðarættarligar sáttmálar, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi øllum málsøkjum, ið eru yvirtikin til fulnar. Nú, ið millumtjóðafelagsskapir verða vanliga settir á stovn sambært altjóðarættarligum sáttmálum, fevnir ásetingin eisini um limaskap Føroya í millumtjóðafelagsskapum.

 

Til § 1, stk. 2:

Í hesum stykki er ásett, at tá ið Danmark er ikki partur í altjóðarættarligum sáttmála, ella Evropasamveldið (ES) umboðar Danmark sum sáttmálapartur, kunnu Føroyar og Grønland gerast partur í sama sáttmála sum felags sáttmálapartur undir danskari leiðslu eins og áður. Hinvegin kunnu Føroyar og Grønland samtykkja at virka sum ein felags sáttmálapartur, uttanum Danmark, undir felags føroyskari-grønlendskari leiðslu. Ásetingin íroknar millumtjóðafelagsskapir, ið eru settir á stovn sambært altjóðarættarligum sáttmála. Hinvegin er ásetingin ikki reglubundnari enn so, at Føroyar og Grønland halda fram sum sjálvstøðugir sáttmálapartar í NAMMCO og líkum millumtjóðafelagsskapum.

 

Til § 1, stk. 3:

Í hesum stykki er ásett, at eins væl og Føroyar kunnu gera altjóðarættarligar sáttmálar sambært stk. 1 og 2, 2. pkt., kann landið siga teir úr gildi eftir somu ásetingum.

 

Til § 1, stk. 4:

Í hesum stykki er ásett, at Føroyar kunnu ikki gera altjóðarættarligar sáttmálar, ið víkja at verju- og trygdarpolitikki. Ásetingin fevnir tó ikki um altjóðarættarligar sáttmálar, ið víkja at verju- og trygdarpolitikki, tá ið stjórnarráð umboðar hin sáttmálapartin, ið hvørki er uttanríkismálaráð ella verjumálaráð.

 

Somuleiðis er ásett í hesum stykki, at Føroyar kunnu ikki gera altjóðarættarligar sáttmálar, sum eisini skulu fevna um Danmark ella sum verða gjørdir í millumtjóðafelagsskapi, ið Danmarkar kongsríki er limur í. Her eigur tó at verða havt í huga, at so hvørt sum ES yvirtekur støðuna sum sáttmálapartur vegna limalond síni í altjóðarættarligum sáttmálum, verður ásetingin óvirkin í mun til hesar sáttmálar. Við øðrum orðum, lógin víðkar sjálvvirkandi uttanríkispolitiska myndugleika Føroya – viðvíkjandi øllum málsøkjum, ið eru yvirtikin til fulnar – samsvarandi uttanríkispolitisku samanrenningini í ES.

 

Til § 1, stk. 5:

Í hesum stykki er ásett, at danskir myndugleikar halda fram at vera málsførir í uttanríkismálum. Tí kann grein 5, stk. 2 í heimastýrislógini halda fram at vera virkin sum eftirlagað sambært hesum uppskoti.

 

Til § 2, stk. 1:

Í hesum stykki er ásett, undir hvørjum heiti sáttmálaparturin gongur – Føroyar ella Føroyar og Grønland í felag – tá ið ásetingarnar í grein 1, stk. 1 ella 2, 2. pkt. verða útintar. Somuleiðis verður lagt uppfyri í hesum stykki, at sáttmálaparturin kann ganga undir ymsum heitum, alt eftir í hvønn mun tað eru sáttmálar, ið verða gjørdir millum ríki, stjórnir, ríkisleiðarar, uttanríkisráðharrar ella sendiharrar.

 

Til § 2, stk. 2:

Í hesum stykki er ásett, at tá ið lógin verður útint, eigur tað at fara fram við teirri fyritreyt, at heildaráhugamálini hjá Danmarkar kongsríki verða ikki sett til viks. Til tess at leggja uppfyri, at nevnda fyritreyt verður vird, er somuleiðis ávís kunningarskylda ásett í hesum stykki. Harumframt er ásett, at samstarvið Føroya og Danmarkar millum um hesa lóg verður nærri útgreint eftir samráðingar millum londini.

 

Til § 3:

Í hesi grein er ásett, at nú kunnu sendimenn Føroya landsstýris verða settir á øllum sendistovum Danmarkar kongsríkis bæði í mun til fremmand ríki og millumtjóðafelgsskapir. Teir kunnu harumframt nú røkja áhugamál Føroya viðvíkjandi øllum yvirtiknum málsøkjum. Sostatt verður § 8, stk. 2 í heimastýrislógini munandi víðkað og betrað, við tað at starvsheitið frameftir verður sendimaður heldur enn hjálparmaður, umframt at har, ið tilskilað var í heimastýrislógini, at slíkir bert skuldu starvast við vinnulig mál, hava teir nú um hendur øll yvirtikin málsøki.

 

Til § 4:

Í hesi grein er ásett, at Føroyar kunnu gerast limir ella atlimir í millumtjóðafelagsskapum í egnum navni, í førum, har ið millumtjóðafelagsskapir loyva, at aðrar eindir enn ríki og felagsskapir av ríkjum kunnu fáa limaskap ella atlimaskap í egnum navni. Eftir áheitan frá Føroya landsstýri kann Danmarkar stjórn samtykkja at lata inn umsókn um limaskap ella atlimaskap Føroya, ella stuðla føroyskari umsókn um sama, tá ið tað er í samsvari við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

 

Til § 5:

Í hesi grein er ásett, at gildiskomudagurin er ólavsøkudagur 2005.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Anfinn Kallsberg Asbjørn Djurhuus Óli Breckmann
Kristian Magnussen Heðin Zachariasen Jákup Mikkelsen
Mamy Dahl Sørensen Alfred Olsen Mikkjal Sørensen
Marjus Dam Gerhard Lognberg Johan Dahl
Henrik Old John Johannessen Andrias Petersen
Lisbeth L. Petersen    

1. viðgerð 3. mai 2005. Tingmálini nr. 95 og 96/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í uttanlandsnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  29. apríl 2005, og eftir 1. viðgerð tann  3. mai 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  4., 9. og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Halgir Winther Poulsen, advokat, Bjørn á Heygum, advokat, og við løgmann.

 

Frá løgmansskrivstovuni hevur nevndin fingið yvirlit yvir myndugleika Føroya í uppskotinum til uttanríkisheimildarlóg samanborið við heimastýrislógina, dagfest 9. mai 2005. Frá Hergeir Nielsen, tingmanni hevur nevndin fingið avrit av uppriti frá Gudmundi Alfredssyni, professara í statsrætti, dagfest 7. mai 2005. Frá Johan Dahl, tingmanni hevur nevndin fingið avrit av uppriti frá Halgir Winther Poulsen, advokati, dagfest 10. mai 2005.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Fyriliggjandi uppskot er stjórnarrættarliga  uppskot til  løgtingsgóðkenning av sáttmálagerð millum Føroya Landsstýrið og donsku stjórnina.

 

Sambært upplýsingunum frá innkallaðu serfrøðingunum verður  staðfest,  at uppskotið á ongan hátt  broytir fólkarættarligu støðu Føroya. Sostatt varðveitir Føroya fólk  sín sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum. Meirilutin vísir í hesum sambandi til viðlagda upprit frá Halgir Winther Poulsen, advokati, dagfest 10. mai 2005.

 

Meirilutin staðfestir, at økt uttanríkispolitiskt virksemi  er ein fyritreyt fyri áhaldandi samfelags­ligari og búskaparligari  menning  av samfelagi okkara. Harumframt staðfestir uppskotið, at føroyskir myndugleikar einsasamallir kunnu samráðast og hava  avgerðarrætt á øllum uttanríkispolitiskum viðurskiftum  í yvirtiknum málum. Víst verður í hesum sambandi til viðlagda skjal frá Løgmansskrivsstovuni, dagfest 9. mai 2005. Meirilutin staðfestir, at hetta  er  eitt stig á leiðini móti størri sjálvsstýri.

 

Við uttanríkispolitisku heimildarlógini verða  lógarfest tey rættindi, vit hava vunnið okkum við siðvenju, og staðfest tey rættindi, vit hava vunnið okkum afturat á økinum.

 

Meirilutin ásannar, at uppskotið gevur føroyskum myndugleikum betri praktiskar møguleikar  at virka undir  á uttanríkispolitiska økinum.

 

Meirilutin ásannar eisini, at Fámjinsskjalið, sum bleiv undirritað tann 29 mars 2005 millum løgmann og forsætisráðharran, gevur okkum  øktan leiklut í  uttanríkis- og trygdarpolitiskum málum.

 

Við hesum viðmerkingum og støði í viðmerkingunum til lógaruppskotið mælir meirilutin Løgtinginum at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar:

 

Minnilutin mælir Løgtinginum frá at taka undir við tingmáli nr. 95/2004: Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera og nr. 96/2004: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”

 

Minnilutin heldur, at talan er um stak vánaligan tingsið, tá Løgting og nevndir ikki fáa tíð at arbeiða, og tingmál verða skundaði ígjøgnum løgtingsarbeiðið.

 

Viðgerðin hevur eins og í tingmálunum nr. 91 og 92/2004 verið merkt av stórum skundi, og ikki hevur borið til at fingið málini lýst til lítar undir nevndarviðgerðini. Minnilutin heldur, at ábyrgdarloysið er stórt, tá so víðfevnd stórmál fáa undantaksloyvi at koma til viðgerðar, eftir at tíðarfreistin er farin.

 

Upplýst er av løgfrøðingum undir nevndarviðgerðini, at talan er um reina delegasjón, og at nógv ógreitt og nógvar ógreiðar orðingar eru í uppskotunum. Talan er um sera ógreiðan lógartekst, og roynt verður at sigla millum skerðini.

 

Tá tað undir nevndararbeiðinum varð noktað at fáa serfrøðing í altjóðarætti at møta í nevndini, hevur Tjóðveldisflokkurin sum eina seinastu roynd í staðin útvegað eitt notat til málsviðgerðina frá Gudmundi Alfredssyni, serfrøðingi í altjóðarætti.

 

Gudmundur Alfredsson er altjóðarættarligur serfrøðingur, ið m.a. hevur starvast fyri ST.

Hann er doktari í løgfrøði, professari á lógarfakultetinum við Lærda Háskúlan í Lund í Svøríki og stjóri á Raoul Wallenberg Institute of Human Rights and Humanitarian Law í Lund.

Hann hevur skrivað eitt stórt tal av vísindaligum greinum í altjóða tíðarritum um fólkarætt og mannarættindi.

Gudmundur Alfredsson skrivaði ein part av frágreiðingini um tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrættin hjá føroyingum og grønlendingum, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi gav út í fjør.  

 

Fyri at lýsa tann fólkarættarliga partin so væl sum gjørligt verður uppritið frá 7 mai. 2005, sum tað eyðnaðist at fáa vegin fram, áðrenn lok varð lagt á nevndarviðgerðina, hjálagt hesum áliti.

 

Serkøni í altjóðarætti vísir m.a. á, at eins og í felagslýsingini, so er lóggávan orðað fyri at styrkja danskan statsrætt heldur enn altjóða fólkarætt. Hann heldur, at lógaruppskotið er eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyum til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki.

 

Hann mælir okkum frá, at fara ov skjótt fram, og ikki at góðkenna nakað, ið seinni kann tulkast sum ein avtøka ella ein veikleiki fyri støðu Føroya sum fólk í altjóðarætti.

 

Minnilutin er samdur í hesum sjónarmiðum, og mælir Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja lógaruppskotini.

 

Staðfestingar

Løgtingið verður í føroyska lógaruppskotinum, nr. 95, biðið um við lóg at staðfesta:

 

at Føroya landsstýri skal fáa heimild frá donskum myndugleikum at samráðast og gera avtalur vegna danska ríkið undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne – men bara um danska stjórnin góðtekur tað, og tá tað ikki stríðir móti heildaráhugamálum Danmarkar,”

at vit hava onki at siga, tá tað kemur til verju- og trygdarpolitikk,

at onki, sum vit gera, avmarkar stjórnarskipanarliga ábyrgd og heimildir hjá donskum myndugleikum at samráðast, gera og siga úr gildi tær avtalur og sáttmálar, sum landsstýrið hevur gjørt,

at vit hava ongar møguleikar at gera nakað í altjóða felagsskapum, har Danmark er limur.

Og

Í uppskotinum til danska fólkatingslóg, nr. 96, verður sligið rimmarfast:

at føroyingar hava ongi rættindi yvirhøvur sum fólk,

at danska ríkið er eitt eindarríkið, har bara ein tjóð er,

at alt vald liggur hjá donskum myndugleikum,

at føroyingar kunnu onki gera, ið gongur ímóti áhugamálunum hjá danska eindarríkinum,

at Løgtingið hevur ongar heimildir uttan tær, sum danska stjórnarvaldið loyvir tí at hava til eina og hvørja tíð.

 

Vit síggja í hesum báðum uppskotum grov álop á føroyskt fólkaræði, og talan er um at lóggeva vunnin rættindi hjá Føroya Løgtingi og Føroya fólki burtur.

 

Sagt verður m.a., at Løgtingið ger ikki lógir – men bara “forordningar og reglur”, sum Danmark loyvir okkum at gera, og at Løgtingið nú í síni egnu lóggávu skal staðfesta, at Danmark hevur alt valdið og allar heimildir vegna Føroyar í heiminum

 

Ongantíð fyrr hava vit sæð eina so grova niðurgering av Løgtingsins myndugleika.

 

Løgmaður og formaður Fólakfloksins hava báðir sagt, at teir fóru ikki at góðtaka donsku fatanina av grundlógini ella at binda Løgtingið at góðkenna hana.

 

Hesum orðum eru teir lopnir frá, og hava teir nú góðtikið bæði grundlógina og øll tey donsku krøvini, sum Løgtingð skal samtykkja í einari danskari fólkatingslóg, ið rekur okkum hálva øld aftur eftir hæli.

 

Heimastýrið undir eftirliti

Lóggávan og viðmerkingarnar fevna um støðugar ávísingar til danskt eftirlit við føroyskum viðurskiftum eftir § 19 í Grundlógini, og afturvendandi ásetingar eru um danskt eftirlit við føroyskum viðurskiftum úteftir.

 

Talan er ikki um heimildir, men í nógv størri mun um avmarkingar í frælsinum at reka politikk úteftir og í møguleikum fyri at røkka altjóða avtalum, sum landsstýrið kundi rokkið ikki minst sum limur í millumtjóða felagsskapum.

 

Talan er í stóran mun um at dagføra danskan yvirvaldsrætt og harvið skaða gongdina móti framtíðar føroyskum møguleikum sum fólkaræði ella statsskipan.

 

Samstundis sum altjóðagerðin fer um heimin og landamørkini verða løgd niður, verða garðar lagaðir upp um okkara leiðir, sum forða okkara kappingarføri úteftir.

 

Frælsið til at liva og virka kemur undir strangar avmarkingar, og møguleikarnir fyri at røkka altjóða avtalum, sum vit kundu rokkið sum limur í millumtjóða felagsskapum, fara fyri skeyti.

 

Lógaruppskotini skulu síggjast sum ein roynd at endurskipa og ganga undir danskt fullveldi og donsk yvirvaldskrøv og skaða harvið gongdina fram móti framtíðar føroyskum krøvum um eitt fólkaræði ella eina statsskipan.

 

Allar grundgevingar, sum hvíla á danskari lóggávu styrkja sjálvandi integratiónina við Danmarkar ríki, sum longu er innanfyri og sum leitar longur og longur inn í ES - ríkjafelagsskapin.

 

Tað kann tykjast, sum fáa føroyingar víðkað sjálvræði, men støðugu tilvísingingarnar til donsku grundlógina benda á, at danir vilja styrkja ríkisfelagsskapin og gera tað enn torførari hjá verandi og komandi ættarliðum at krevja veruligt sjálvstýri ella t.d. frælsan felagsskap.

         

Føroyingar valdu loysing

Í 1946 fekk Føroya fólk fyri fyrstu og higartil einastu ferð møguleika at siga sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya sum sjálvstøðugt land. Úrslitið gjørdist, at føroyingar valdu loysing og harvið einar frælsar og sjálvstøðugar Føroyar. Hetta ynski føroyinga varð tó ikki staðfest, men valdu føroyskir og danskir myndugleikar í staðin í 1948 at gera avtalu millum Føroyar og Danmark, sum javnsett lond, og varð henda avtala staðfest í Heimastýrislógini í Føroyum og í Lov om Færøernes Hjemmestyre í Danmark.

 

Føroyskir myndugleikar heimilaðu við hesi avtalu danskum myndugleikum at umsita mál vegna Føroyar. Frá føroyskari síðu varð fráboðað, at henda avtala rakk heilt at fullveldinum, og gjørdi tað møguligt at taka aftur øll málsøki til Føroya uttan at broyta avtaluna.

 

Hetta eru staðfestingar av ríkisrættarligu støðu Føroya, ið allir flokkar vóru og higartil eisini hava verið samdir um á Føroya Løgtingi.

 

Tó hava afturvendandi trætur tikið seg upp Føroya og Danmarkar millum um, hvussu avtalan landanna millum skal skiljast. Tó er greitt, at har føroyskir myndugleikar hava sett fram krøv og staðið við hesi, kann staðfestast, at økt sjálvstýri er vunnið. Tí kann í dag staðfestast, at føroyingar í praksis støðugt hava víðkað um sjálvstýri Føroya seinastu mongu árini.

 

Dømi um hetta eru, at føroyskir myndugleikar hava:

samráðast um sáttmálar við Ísland, Noreg, Russland og ES um handil-, skatt- og fiskivinnu v.m.,

gjørt og sjálvir skrivað undir sáttmála við altjóða hvalaveiðufelagsskapin NAMMCO,

vunnið sær atlimaskap í altjóða ST-felagskapinum International Maritime Organization,

gjørt sjálvstøðugar avtalur við onnur lond um mentanarligt samstarv v.m.,

tikið heimaftur málsøki, ið ikki eru nevnd beinleiðis í Heimastýrislógini (Havumhvørvið, Skipaeftirlitið, Navnalóggávan)

 

Við løgtingsmálunum nr. 95 og 96 tekur Føroya Løgting fyri fyrstu ferð síðan 1948 eitt stórt afturstig, og verða Føroyar verri fyri við nýggju lógini enn við avtaluni sum staðfest í Heimastýrislógini, tí samanumtikið kann staðfestast, at nýggja lóggávan í løgtingsmálunum nr. 95 og nr. 96:

ikki letur upp fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við verandi avtalu, sum staðfest í heimastýrislógini og við politiskum vilja,

staðfestir, at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og eru partar av danska eindarríkinum,

ásetir, at Føroyar ikki kunnu undirskriva og samráðast um millumtjóða sáttmálar vegna Føroyar, men bert vegna “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”,

staðfestir, at tað í danska kongsríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð, og tað er tann danska,

ásetur nógv fleiri ítøkiligar treytir og bindingar, enn verandi heimastýrisskipan,

staðfestir, at Løgtingið bert fær delegerað vald frá donskum myndugleikum, ikki øvugt.

Talan er um tvey løgtingsmál, ið skuldu geva uttanríkispolitiskar heimildir, men í staðin virka sum innanríkispolitiskar avmarkingar.

Eitt tað besta dømið um hetta er at finna í § 2. Føroyskir myndugleikar samráðast í dag um handils-, skatta- og fiskivinnusáttmálar v.m., við ES, Noreg, Ísland, Russlandi v.m., og undirskriva tá vegna “Føroya Landsstýri” einsamallir (eitt nú í sáttmála við NAMMCO) ella saman við donskum myndugleikum.

Hetta verður við nýggju lógarásetingunum broytt til, at føroyskir sáttmálar skulu undirskrivast vegna danska kongsríkið - “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Harvið fer Løgtingið við nýggju lógarásetingunum at samtykkja, at Føroyar bert kunnu gera altjóða sáttmálar vegna danska ríkið.

Løgtingið hevur annars higartil ongantíð samtykt, at samráðast vegna danska kongsríkið, tí higartil hava allir flokkar í Føroyum verið samdir um, at Heimastýrislógin er ein staðfesting av eini avtalu millum tvær tjóðir, at tað eru Føroyar, ið lata dønum mál at umsita, og at vit tí hava rætt til at taka aftur hesi mál, um hetta verður ynskt. 

Eitt annað dømi er í § 1, stk. 2 har staðfest verður, at har felags áhugamál eru, skulu Føroyar og Grønland í framtíðini samráðast í felag, men um semja ikki fæst um hetta, verður støðan óbroytt, tvs. sum í dag. Hetta er ein samantvinning við Grønland, ið vit ikki hava sæð fyrr. Harvið fáa Føroyar heldur ikki við nýggju lóggávuni sjálvstøðuga rødd í altjóða hvalaveiðufelagskapinum (IWC). Og hvussu verður støðan, tá samráðast skal um rækjukvotur í altjóða sjógvi, har Grønland og Føroyar bæði hava síni áhugamál ?

Eisini frásigur Løgtingið sær í § 1, stk. 4 øll rættindi til at gera altjóða sáttmálar, um hesir eru galdandi fyri Danmark, eru viðvíkjandi verju- og trygdarpolitikki, ella um samráðst hevur verið um hesar sáttmálar í millumtjóðafelagsskapi, har danska kongsríkið er limur. Hvørjir møguleikar eru tá eftir tá umræður føroyska luttøku í millumtjóðasáttmálum? Sera fáir.

 

Í § 1, stk. 5 gevur Løgtingið somuleiðis Danmark øll rættindi til at samráðast, gera og siga úr gildi altjóðarættarligar sáttmálar fyri Føroyar. Løgtingið gevur sostatt Danmark nágreinliga heimild til at seta úr gildi altjóðarættarligar sáttmálar, ið føroyingar gera. 

 

Sambært § 2, stk. 2 skal danska stjórnin eins og í dag kunnast áðrenn, í meðan og aftaná um Føroyar ætla at fara undir samráðingar. Danska stjórnin fær somuleiðis heimild at viðgera, hvørt hetta verður mett at verða í stríð við heildaráhugamál Danmarkar kongsríkis, og tí kann stjórnin eins og nú, leggja forðingar í vegin og draga mál út.

 

Løgtingið fer somuleiðis umvegis § 4 at samtykkja, at Danmark skal góðkenna, áðrenn Føroyar skulu kunna lata inn umsókn um føroyskan limaskap í altjóðafelagsskapum, ið ikki hava sum krav, at limir skulu verða sjálvstøðug lond. Harvið verður óbeinleiðis samtykt, at Føroyar ikki kunnu senda umsókn sjálvar og als ikki kunnu senda umsókn til felagsskapir, ið vanliga bert hava sjálvstøðugar statir sum limir. Hetta hevur Løgtingið annars arbeitt til frama fyri higartil.

 

Eitt nú samtykti eitt einmælt samt Løgting fyri stuttum at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta hóast Norðurlandaráðið higartil bert hevur húsað sjálvstøðugum londum. Landsstýrið sendi umsókn umvegis Danmark – og fekk noktandi svar. Hetta er eitt dømi um, at Løgtingið ikki hevur verið samt við dønum í, at føroyskir myndugleikar ikki hava kunna søkt og møguliga fingið limaskap í tílíkum felagsskapum – við nýggju lógini broytir Løgtingið  støðu. 

 

Týðandi staðfestingar í viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 96:

”Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender”.

 

Løgtingið staðfestir sostatt við hesum, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.

 

Við hesi staðfesting vil Løgtingið ikki bert forða fyri sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki í framtíðini, men helst eisini óbeinleiðis staðfesta, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyting, áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land.

 

Um so verður, krevst serstøk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt samtykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.

 

Vart skal verða gjørt við, at serfrøðingar innan danskan statsrætt hava annars higartil ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldisríki.

 

”Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.”

 

Løgtingið samtykkir hervið, at tá Danmark í framtíðini verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært viðmerkingunum donsk grundlógarbroyting) men bert ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”.

 

Hetta er eitt greitt afturstig. Hví skulu føroyingar ikki sjálvir umsita uttanríkispolitikk Føroya og umboða Føroyar í altjóða høpi? Hetta eru rættindi, ið føroyingar eiga, men enn ikki hava tikið.

Hartil kemur, at tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk – uttan grundlógarbroyting.


” Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.”


”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).”

 

”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.”


Harvið staðfestir Løgtingið fleiri ferðir, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum, og at tað í danska ríkinum bert er ein tjóð.
Hetta er eitt greitt afturstig í mun til verandi støðu.

 

Í avtaluni, sum er staðfest í Heimastýrislógini frá 1948, er staðfest, at ”Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð”, og Løgtingið samtykti og staðfesti 20. apríl 2001 eisini, at ”Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti”.

 

Við nýggju lógarásetingunum fer Føroya Løgting hinvegin at samtykkja, at í danska kongaríkinum er bert ein tjóð.

 

Nýggju lógarásetingarnar áseta hartil eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Dømi um hetta eru hesi brot úr viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 96:

a) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne – og bevarer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele”

Løgtingið staðfestir og góðkennir hervið, at danskir myndugleikar hava heimild til at reka uttanríkispolitikk Føroya við heimild í donsku grundlógini, og ikki tí føroyskir myndugleikar hava heimilað donskum myndugleikum føroysk mál at umsita umvegis avtalu. Harvið missa føroyingar rættin til at taka aftur heimildina, tá hetta verður ynskt.

b) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.”

Løgtingið staðfestir og góðkennir hervið, at danskir myndugleikar skulu gera altjóðarættarligar sáttmálar Føroyum viðvíkjandi, tá umræður heilsu-, matvørum-, mentan v.m. Nýggir møguleikar hesum viðvíkjandi kunnu tí ikki vinnast.

c) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.”

Løgtingið staðfestir og góðkennir hervið, at tað vanliga ikki verða Føroyar sjálvar, sum eru limir í altjóða felagsskapum, men at tað framyvir skal verða soleiðis, at kongsríkið Danmark er limur í altjóða felagsskapum, og at limaskapurin hjá kongaríkinum so skal verða galdandi fyri Føroyar.

d)  ”ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for en international organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.”

Løgtingið staðfestir og góðkennir hervið, at Løgtingið ikki hevur heilmild til at gera altjóða rættarligar avtalur, ið samráðst verður um í altjóða felagsskapum, har danska kongaríkið er limur – og tað er í nærum øllum felagsskapum. Við hesum skerjir Løgtingið munandi rætt sín til at gera altjóða rættarligar avtalur, ið hava við altjóða felagsskapir at gera.

e) ”…der vil ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre.”

Løgtingið staðfestir og góðkennir við hesum, at nýggja lóggávan, uttan mun til allar ásetingarnar, als ikki gevur Løgtinginum nakað veruligt vald ella heimildir, og at alt vald, ið verður latið føroyskum myndugleikum, er givið við fulltrú frá donskum mynduleikum. Hetta er ein grundleggjandi broyting, í mun til ta fatan og støðu, ið Løgtingið annars hevur havt støðu til Føroya í mun til Danmark umvegis sáttmálan, ið er staðfestur í heimastýrislógini frá 1948.

Greitt er, at allar hesar ásetingar avmarka møguleikar Føroya munandi, serstakliga tí at tað higartil hevur verið full semja um, at Føroyar hava eina avtalu við danskar myndugleikar, ið merkir, at føroyskir myndugleikar støðugt hava vunnið sær økt sjálvstýri í uttanríkismálum, at mál kunnu takast aftur, tá ynskt verður, og at komið kann verða heilt at føroyskum fullveldi við verandi avtalu. Nýggja lóggávan ásetur hinvegin nýggjar og greiðar avmarkingar.

Talan er heilt greitt um eina endaliga staðfesting av danska mátanum at tulka avtaluna, so sum staðfest í Heimastýrislógini. Hetta tænir ikki føroyskum endamálum.

Verður hugt at orðinginum í avtaluni, sum staðfest í Heimastýrislógini frá 1948, ið viðvíkja uttanríkisviðurskiftum, er staðfest soljóðandi:

”§ 1. Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum samsvarandi hesi lóg”.

§8…Eftir samráð við føroyska heimastýrið verður í teimum einstøku førunum givið heimastýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við tingingum við útheimin um handils- og fiskivinnusemjur.
Har talan er um serlig føroysk mál, kann uttanríkisráðharrin, um tað ikki er hildið ósambarligt við áhugamál ríkisins, heimila umboðsmonnum heimastýrisins, um ynski verður sett fram um tað, til beinleiðis at tingast undir viðvirkan av uttanríkistænastuni.”


Talan er um orðingar, ið hava nógv fleiri møguleikar og munandi færri avmarkingar við sær, enn nýggju ásetingarnar og avmarkingarnar í løgtingsmálunum nr. 95 og 96.

Føroyar gera eisini í dag avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu, skatt og handil. Eisini hava Føroyar í dag eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST. So um tað er hetta, ið ynskt verður at hava møguleika fyri, hví góðtaka lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn verandi avtala við donsku myndugleikarnar?

 

Avleiðingarnar av, at Fólkatingið samtykkir lógarásetingar Føroyum viðvíkjandi, ið leggja

føroyingar undir donsku grundlógina og taka heimildir frá Løgtinginum – lógarásetingar, ið

Løgtingið enntá mælir til Fólkatinginum til at samtykja – eru lýstar í svari uppá fyrispurning nr.

100-21/2004 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, ið varð svaraður 6. mai 2005:

 

”Det er imidlertid klart, at hvis regeringens lovgivning berører spørgsmål i relation til grundloven, må regeringen lægge sin grundlovsfortolkning til grund. Regeringens udkast til lovforslag om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder samt udkast til lovforslag om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler indeholder således redegørelser for regeringens opfattelse af Færøernes forfatningsmæssige status i riget. Med de pågældende loves vedtagelse i Folketinget og efterfølgende kundgørelse i Danmark og på Færøerne vil det retlige grundlag for de nyordninger, der søges gennemført med lovforslagene, hermed være etableret i Danmark og på Færøerne.”

 

Væntast kann tí, at danska stjórnin – tá høvið í framtíðini býðst – fer at fráboða altjóða samfelagnum um tær nýskipanir, sum í næstum verða framdar fyri Føroyar, og í hesum sambandi fer at greiða nýggju statsrættarligu støðu Føroya í danska kongaríkinum. Løgtingsmálini nr. 95 og nr. 96 kunnu tí væntast at fáa grundleggjandi avleiðingar fyri rættarstøðu føroyinga í framtíðini.

 

Týdningurin av ríkislógartilmælum

Í heimastýrislógini § 7 er ásett, at fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á ásetingar Føroyum viðvíkjandi, ið danska Fólkatingið ger, skulu hesar leggjast fyri føroyskar myndugleikar til álitis, áðrenn tær kunnu setast í gildi fyri Føroyar av donskum myndugleikum.

 

Talan er um fylgjandi mál:

stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum,
ríkislógir, ið viðvíkja lokalum føroyskum viðurskiftum,
sáttmálar og aðrar altjóða semjur, ið krevja fólkatingssamtykt, og hava við serlig   

   føroysk áhugamál at gera.

Í  stýrisskipanarlógini § 47 og § 48 er ásett, hvussu slík ummælismál skulu viðgerast innanhýsis í Føroyum. Hetta fer fram við ríkislógartilmæli, sum er lýst sum eitt av Løgtinginum samtykt og løgmanni staðfest skjal, sum verður fráboðað ríkismyndugleikunum.

Týdningarmikið er at gera sær greitt, at ríkislógartilmæli ikki eru partar av galdandi lóggávu í Føroyum, fyrr enn tey eru kunngjørd í Kunngerðablaðnum B. Tað er ikki í øllum førum, at tað, sum kunngjørt verður, er samsvarandi samtykta og staðfesta ríkislógartilmælinum, og kann kunngjørda ríkislógartilmælið tá ikki metast at vera galdandi lóggáva í Føroyum.

Nógv kjak hevur eisini verið um týdningin av, at ríkislógartilmæli verða løgd fyri Løgtingið at taka støðu til. Men verða innleiðandi orðini í ríkislógartilmælinum endurgivin, stendur greitt:

“Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:”

Harvið mælir Løgtingið heilt greitt danska Fólkatinginum til, at seta í gildi viðkomandi lóg  at galda fyri Føroyar. Hetta er ongin ivi um.

 

Støðan við ríkislógartilmælum og týdningurin av hesum er tó ivasamur, tí Fólkatingið hevur í fleiri førum samtykt fólkatingslógir – eitt nú hernaðarlógir – ið eru settar í gildi fyri Føroyar, uttan at ríkislógartilmæli eru løgd fyri Løgtingið. Tí bendir praksis á, at fólkatingslógir, sambært donskum myndugleikum, kunnu verða settar í gildi fyri Føroyar uttan ríkislógartilmæli.

 

Tá sagt verður í innleiðandi viðmerkingunum til løgtingsmálini nr. 95 og 96, at talan er um ein sáttmála millum javnsettar partar, kann tað tí undra:

at neyðugt er at leggja fram danskt ríkislógartilmæli, ið skal samtykjast á Føroya Løgtingi í samband við ein sáttmála landanna millum,

at einsljóðandi sáttmálar ikki verða staðfestir hvør í sínum lagi, á Løgtingi og í Fólkatinginum,

at danska uppskotið skal staðfestast av Løgtinginum, uttan at føroyska uppskotið skal verða staðfest av danska Fólkatinginum.

 

Tað er sera óheppið, at tvey so ymisk uppskot – tá umræður viðmerkingar – verða samtykt av Løgtinginum, tí tvídráttur kann seinni stinga seg upp, tá umræður tulking av, hvussu lógirnar skulu skiljast. Løgfrøðiliga er tó ongin ivi um, at kemur til skarpskeringar um tulkingar av ásetingunum í løgtingsmálum nr. 95 og nr. 96 í framtíðini, so verður tað danska ríkislógartilmælið, mál nr. 96, ið verður tað avgerandi.

 

Løgtingið samtykkir jú danska uppskotið, ið eisini er nógvar ferðir meira ítøkiligt, og staðfestir út í æsir, hvussu lógin skal skiljast og umsitast. Eisini vísir føroyska uppskotið til tað danska, og er harvið tætt tengt at hesum.

 

Vísandi til frammanfyri nevnda tekur minnilutin í Løgtingsins uttanlandsnevnd ikki undir við málunum nr. 95 og nr. 96, og mælir Løgtinginum frá at taka undir við teimum.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Yvirlit yvir myndugleika Føroya í uppskotinum til uttanríkisheimildarlóg samanborið við heimastýrislógina, dagfest 9. mai 2005

Skjal 2: Upprit frá Gudmundi Alfredsson, serfrøðingi í altjóðarætti, dagfest tann 7. mai 2005 (Memorandum on the draft entitled “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler” and the commentary thereto)

Skjal 3: Upprit frá Halgir Winther Poulsen, advokati, dagfest 10. mai 2005

Á tingfundi 12. mai 2005 løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

2. viðgerð 

 

Lógin verður orðað soleiðis:

 

“Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar. 


 

§ 1. Føroya landsstýri tekur beinavegin stig til at fráboða altjóða samfelagnum (Sameindu Tjóðum) støðu føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti, so sum samtykt av Føroya Løgtingi 20. apríl 2001, og staðfest í yvirlýsing av Føroya Landsstýri og Danmarkar stjórn 4. apríl 2005.

 

§ 2. Við støði í rættindum føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti taka føroyskir myndugleikar á seg at gera allar altjóðarættarligar sáttmálar fyri Føroyar, herundir í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum.

 

§ 3.  Henda lóg kemur í gildi 29. juli 2005.”


2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá 
Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana til nýggja orðing av lógini fall 8-1-16. §§ 1 til og við 5 samtyktar 16-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskot frá Jenis av Rana, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-11. Málið avgreitt.

 Ll.nr. 80 frá 14.05.2005