94  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 27. apríl, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at skúladepil verður bygdur í Hovi í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 87 frá 8. mai 2003 um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1. Endamálið við uppskotinum

Endamálið við uppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at byggja skúladepil í Hovi innan ásettan játtanarkarm í fíggjarlógini. Skúladepilin skal fata um miðnámsskúla og heilsuskúla og skal geva møguleika fyri øðrum miðnámsútbúgvingum í framtíðini t.d. handilsskúlaútbúgvingum.  Heitið, miðnámsútbúgvingar, fatar um allar ungdómsútbúgvingar eftir 9. flokk fólkaskúlans. Sambært ásetingum í játtanarskipan landsins skal serstakt lógaruppskot verða lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár.

 

Útreiðslur landskassans í sambandi við at byggja skúladepil eru ásettar við støði í kostnaðarmetingum, sum eru gjørdar á vári 2005, og eru byggiútreiðslurnar settar til í mesta lagi 60 mió. kr. Innan henda fíggjarkarm fær landsstýrismaðurin heimild at gera avtalur, sum hava útreiðslur við sær, ið røkka yvir fleiri fíggjarár, so tað m.a. ber til at gera langtíðarsáttmálar við arbeiðstakarar.

 

2. Stutt lýsing av málinum

Upprunaliga var ætlanin at byggja miðnámsskúlan í Hovi sambært løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988, men sambært løgtingslóg nr. 87 frá 8. mai 2003 varð gjørt av, at miðnámsskúlin skuldi  byggjast í Vági. Farið varð undir fyrireikingarnar, og á løgtingsfíggjarlógini fyri 2001 vórðu játtaðar  0,8 mió. kr. til prosjektering o.a. Byggibúningararbeiðið byrjaði í 2003 og var liðugt í 2004. Útbúgvingarnar á miðnámsskúlanum eru heimilaðar sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 við seinni broytingum um studentaskúlar v.m.

 

Ásannandi at Heilsuskúli Føroya á Tvøroyri heldur ikki hevur nøktandi hølisumstøður, vórðu á løgtingsfíggjarlógini fyri 2004 játtaðar 1 mió. kr. sum fyrsta stig til at útvega skúlanum betri hølisumstøður, antin við at útvega byggilendi ella at keypa hóskandi høli. Mentamálaráðið hevur saman við Landsverki kannað møguleikar fyri at keypa hóskandi høli, og mett verður, at møguligar aðrar loysnir krevja líka stóran ella størri fíggjartørv, enn um bygt verður av nýggjum. Undirvíst verður á heilsuskúlanum sambært løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar.

 

Útreiðslurnar av byggingini í Vági eru 31. desember 2004 gjørdar upp til 7,6 mió. kr., har annar helmingurin er nýttur til byggibúningararbeiðið og hin til prosjektering. Prosjekteringin varð fyribils steðgað í januar 2005, tí landsstýrið ætlaði at samskipa byggingina av miðnámsskúla og heilsuskúla til ein nýggjan skúladepil. Síðani oktober 2004 hevur samskifti verið millum landsstýrið og kommunurnar í Suðuroy um málið, og hóast ongin endalig semja er gjørd millum landsstýrið og kommmunurnar í Suðuroy, so eru flest øll samd um, at tað eru nógvir fyrimunir við at byggja skúlarnar saman. Eisini eru  gróðrarlíkindi fyri skilagóðum framtíðarútlitum, um miðnámsskúlin og heilsuskúlin verða bygdir saman.

 

3. Grundgevingar

Uppskotið snýr seg um at samskipa hølistørvin hjá tveimum miðnámsskúlum, sum eru smáir, og tí verða lutfalsliga kostnaðarmiklir at byggja hvør sær. Harumframt eru nógvir fyrimunir og góð framtíðarútlit, um miðnámsskúlin og heilsuskúlin verða bygdir saman í ein sjalvstøðugan skúladepil fyri Suðuroynna.

 

Ein sjálvstøðugur skúladepil í Suðuroy hevur m.a. hesar fyrimunir:

-        landið sparir pening, um ein stórur skúli verður bygdur, heldur enn tveir minni

-        betri og bíligari fyrisiting og rakstur

-        betri møguleikar at nýta felags høli sum t.d. bókasavn, fimleikarhøll, matarhøll og goymslu

-        betri møguleikar at gagnnýta útgerð og útbúnað

-        betri møguleikar at hýsa fjølbroyttum skúlatilboðum, sum t.d. handilsskúlaútbúgvingum

-        betri møguleikar at skipa fyri skeiðsvirksemi

-        betri møguleikar fyri áhugaverdum sosialum og námsfrøðiligum samstarvi fyri næmingar og lærarar á miðnámsskúlanum og heilsuskúlanum

-        betri møguleika fyri breiðum samstarvi innan undirvísing og gransking í Suðuroy og mennandi ávirkan á alla oynna

 

4. Um byggingina

Av tí at Arkitektavirkið hjá Árna Winther hevur staðið fyri prosjekteringini av miðnámsskúlanum í Vági, hevur Mentamálaráðið heitt á Arkitektavirkið um at gera eina byggitekniska meting í sambandi við, at ætlanin er at byggja ein skúladepil í Suðuroy, har miðnámsskúlin og heilsuskúlin verða bygdir saman.

 

Metingin byggir á tær fyritreytir, sum eru settar til hølistørv í tí uppskotinum, sum er gjørt um  miðnámsskúlan, umframt lýsing av hølistørvi hjá heilsuskúlanum. Pláss verður fyri umleið 200 næmingum í skúladeplinum.

 

Gólvvíddin í skúladeplinum verður umleið 3.500 fermetrar, og samlaði kostnaðurin kann í mesta lagi vera 60 mió kr. Fermetratalið til undirvísingarhøli v.m. verður umleið 3.000, har kostnaðurin fyri hvønn fermetur er umleið 18.000 kr. Fermetratalið fyri fimleika- og samkomuhøll v.m. verður umleið 500, har kostnaðurin fyri hvønn fermetur verður umleið 12.000 kr. Upphæddirnar eru uttan meirvirðisgjald og innbúgv.

 

5. Tíðarætlan

Bæði miðnámsskúlin í Vági og heilsuskúlin á Tvøroyri hava stóran tørv á nýggjum og betri undirvísingarhølum. Ætlanin er at fremja prosjekteringina og byggingina komandi 3 árini, soleiðis at nýggi bygningurin kann verða klárur at taka í nýtslu í 2008.

 

6. Ummæli

Lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá øðrum aðalráðum og kommununum í Suðuroynni, men málið hevur verið viðgjørt saman við kommununum í oynni.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

a. Fíggjarligar avleiðingar

Fyri landið

Løgujáttanin til miðnámsskúlan í Suðuroynni fyri 2005, konta 7.23.3.06, verður frameftir nýtt til hesa ætlan.

 

Mett verður, at fíggjartørvurin næstu 4 árini verður hesin:

2005:             5 mió. kr.

2006:             22 mió. kr.

2007:             22 mió. kr.

2008:             11 mió. kr.

 

Fyri kommunurnar

Mett verður, at Tvøroyrar og Vágs kommunur kunnu fáa ávísan fíggjarligan miss orsakað av flytingini, og at Hovs kommuna kann fáa fíggjarligan vinning.

 

Fyri vinnuna

Mett verður, at uppskotið fær positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna í Suðuroynni.

 

b. Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki stórvegis umsitingarligar avleiðingar.

 

c. Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar fyri Vágs kommunu, um útgrevsturin í Hamrabø ikki verður nýttur til annað endamál.

 

d.  Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

e. Sosialar avleiðingar

Fyri skúlarnar, t.e. næmingar og lærarar og oynna sum heild verður væntað, at uppskotið fær positivar avleiðingar fyri trivnað og samstarv.

 

Talva 1. Yvirlit yvir avleiðingar:

 

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Ja

Ja

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Ja

Ja

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Ja

Nei

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at taka stig til, at nýggjur skúladepil verður bygdur í Hovi, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu vera 60 mió. kr. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru íroknaðar upphæddina.

 

Til § 2:

Ongar serligar viðmerkingar. 

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Kaj Leo Johannesen Johan Dahl Marjus Dam
Mikkjal Sørensen Gerhard Lognberg Heðin Zachariasen
Kjartan Joensen Poul Michelsen Olav Enomoto
Alfred Olsen Kristian Magnussen Mamy Dahl Sørensen
Lisbeth L. Petersen Andrias Petersen John Johannessen
Óli Breckmann Henrik Old  

 

1. viðgerð 3. mai 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. apríl 2005, og eftir 1. viðgerð tann 3. mai 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4. og 9. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við bygdaráðsformenninar og borgarstjórarnar úr øllum 7 kommununum í Suðuroynni, leiðaran fyri Miðnámsskúlan í Vági, leiðaran fyri Heilsukúlan á Tvøroyri, umboð fyri Granskingardepilin í Vági, Árna Winther, arkitekt, og landsstýrismannin í mentamálum.

 

Frá Tvøroyrar kommunu hevur nevndin fingið skriv við áheitan um at sleppa á fund við nevndina og skrivligar viðmerkingar til gongdina í málinum. Frá landsstýrismanninum í mentamálum hevur nevndin fingið svar upp á spurning um ognarviðurskiftini á økinum á Hamrabø í Vági, har ætlanin var at byggja miðnámsskúla.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Marjus Dam og Asbjørn Djurhuus) tekur undir við málinum, men mælir til, at tað verða gjørdar smávegis broytingar  í uppskotinum.

 

Ætlanin er, at skúlin skal liggja á einum økið, sum liggur á markinum millum Hovs og Porkeris kommunur, við Hovsá, vestan fyri vegin, sum verður frá tunlinum millum Øravík og Hov. Av tí at tað ikki er endaliga staðfest, hvar á hesum økið skúlin skal liggja, mælir meirilutin til at broyta uppskotið soleiðis, at skúlin verður bygdur í Hovi/Porkeri.

 

Mett er, at bygningurin verður klárur at taka í nýtslu í 2008. Meirilutin er samdur um, at lógin skal vera í gildi eitt hálvt ár út um tíðarætlanina hjá landsstýrismanninum. Um henda tíðarætlan ikki heldur, eigur landsstýrismaðurin at koma aftur í Løgtingið at biðja um framhaldandi játtan. Løgtingið hevur fyrr samtykt skúlabyggingar uttan tíðarfreist, og hevur hetta víst seg ikki at vera serliga heppið. Sum dømi kann nevnast skúladeplarnir, sum vórðu samtyktir í 80´unum, har fortreytirnar eftirfylgjandi broyttust.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      Í § 1, 1. pkt. verður aftaná ”Hovi” sett: ”/Porkeri”

2)      Í § 2, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “og fer úr gildi 1. januar 2009.”

3)      Í § 2, stk. 2, 1 pkt. verður aftaná ”Samstundis” sett: ”sum henda løgtingslóg kemur í gildi”

 

 

Meirilutin tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur ikki undir við málinum og mælir til, at hildið verður fast um ætlanina at byggja miðnámsskúla í Vági soleiðis, sum tingið í 2001 og í 2003 hevur álagt landsstýrinum at fara fram í hesum máli. Er tað eitt ynski frá landsmyndugleikanum og frá kommununum í Suðuroynni, sum umboða ein greiðan meiriluta av fólkinum í oynni, at almanna- og heilsuskúlin verður lagdur uppat miðnámsskúlanum í Vági, so er minnilutin av tí sannføring, at hendan ætlanin eisini eigur at verða roynd. Í øllum hesum liggur sjálvandi eitt lokalt býti av almennum íløgum í oynni, har ið eitt ellis- og røktarheim verður bygt á Tvøroyri. Tað styrkir hesa støðu almikið, at eitt samt býráð á Tvøroyri og at ein greiður meiriluti í Vágs býráði alment hava boðað frá, at tey ætla at fara undir samanlegging av hesum báðum kommunum, um hendan loysnin verður veruleiki.

 

Í Suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum er ein av raðfestingunum, sum hildin verður neyðug, skal oynni vera lív lagað, at hon verður løgd saman í eina kommunu. Primus motorurin í øllum vavstrinum, sum hevur tikið seg upp í málinum, løgmaður, hevur lagt dent á, at tað var avgerandi, at kommunurnar vóru samdar um eina loysn, og nú tær báðar størstu kommununar eru vorðnar samdar, gongur hann, so løgið tað ljóðar, ímóti tilráðing teirra. Smærru kommunurnar í oynni eru ikki serliga avgerandi partar í hesum leiki, tá ið tær bara hava skúlaverk upp til 7. flokk í fólkaskúlanum, Hvalba undantikin. Í Mentanarnevndini upplýsti umboð fyri Tvøroyrar kommunu eisini, at tey ikki vildu vera við í byggingini av ellis- og røktarheimi í Vági soleiðis, sum landsstýrið og ein minniluti í Vágs býráði ætla, um so er, at landsstýrið ikki heldur fast um upprunaligu ætlanina um at byggja miðnámsskúla, og nú møguliga skúladepil, í Vági. Løgmaður átti tí at greitt fólki frá, hvussu hann ætlar, at fíggingarmynstrið skal vera, nú Vágs býráð stendur einsamalt eftir við ellis- og røktarheimsætlanini, sum vælsaktans er ein altumráðandi partur av kabalu løgmans í nýkomnu rokeringsherindum hansara í Suðuroynni.

 

Søgan um miðnámsskúlan er kend. Hann byrjaði bæði á Tvøroyri og í Vági. Seinri verður hann fluttur til at vera burturav í Vági. Hetta hendi fyri umleið 15 árum síðani. Ongin ivi hevur tí verið hjá landssmyndugleikanum, at nýggju karmarnir um ein miðnámsskúla í Suðuroynni skuldu vera í Vági. Eftir at landsstýrissamgonga var skipað í 1998, varð avgjørt, at júst hesin skúlin skuldi liggja rættiliga frammarlaga í raðfestingini. Í 2000 var nevnd sett at fyrireika byggingina,og 3. mars 2001 legði táverandi landsstýrismaður í mentamálum fram broytingaruppskot til løgtingslógina um ávísar skúlar frá 1988. Skotið varð upp at broyta § 1, stk. 2, nr. 3 soleiðis: “í Hovi í Hovs kommunu í Suðuroy” til “í Vági í Vágs kommunu í Suðuroy”. 27. mars hetta sama árið samtykti tingið, við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at miðnámsskúlin skuldi byggjast í Vági. Í 2003 var verklagslógin fyri henda skúla samtykt á tingi, og arbeitt hevur verið víðari sambært løgtingssamtyktunum síðani.

 

Tað er vert at leggja sær í geyma, at einmælta broytingin frá 27. mars 2001 ikki fer úr gildi, skuldi tað hent, at uppskotið hjá landsstýrinum um at byggja skúlan í Hovi verður samtykt. Soleiðis kunnu løgtingslóg nr. 62 frá 1988, við seinri broytingum, og løgtingsmál nr. 94 frá 2004 koma at standa uppímóti hvørjum øðrum.

 

Hoyringarnar hava verið nógvar í viðgerðini, og staðfestast kann, at tær báðar stóru kommunurnar í Suðuroynni, ið umboða ein greiðan meiriluta av fólkinum í oynni, taka undir við, at byggingin í Vági heldur fram. Tað er eisini komið fram undir viðgerðini, at m.a. løgmaður hevur skáksilgt í málsviðgerðini mótvegis lokalu myndugleikunum, og hevur broytt støðu minst eina ferð, meðan málið hevur verið frammi. Tað er annars ilt at skilja, hví løgmaður yvirhøvur er farin inn í hetta málið, og ikki heldur hevur latið sínar avvarðandi landsstýrismenn tikið sær av ávikavist miðnámsskúlanum, almanna- og heilsuskúlanum og so ellis- og røktarheiminum.

 

Verklagslógin fyri byggingina av miðnámsskúla í Vági gav landsstýrismanninum heimild til at brúka upp til 45 milliónir krónur at byggja fyri. Nú landsstýrið hevur skotið upp at byggja skúlan í Hovi, er ætlanin at geva honum heimild til at brúka 60 milliónir krónur at byggja fyri.

 

Fíggjarliga grundgevingin fyri at taka undir uppskotinum hjá landsstýrinum heldur ikki. Í nevndini hevur landsstýrismaðurin upplýst, at verða skúlarnir bygdir hvør sær, kostar ein nýggjur almanna- og heilsuskúili onkustaðni ímillum 20 og 25 milliónir. Og sambært verkætlanarlógini frá 2003 kostar miðnámsskúlin einsamallur 45 milliónir krónur. Sambært fyriliggjandi uppskoti skulu brúkast 60 milliónir til ein skúladepil, sum hýsir báðum skúlunum, og harafturat skula leggjast tær umleið 9 milliónirnar, ið longu eru brúktar í Vági.

 

Ein partur av ætlanini í Vági var sjálvandi, at lokalu ítróttarfasilitetirnir, við ítróttarhøll og graslíkisvølli, í grannalagnum skuldu brúkast, og soleiðis slapst undan stórum íløgum á hesum øki í skúlakonseptinum sjálvum. Soleiðis er ætlanin í Vági sjálvandi væl bíligari at fremja enn tað, sum landsstýrið nú leggur upp til skal gerast í Hovi. Undir nevndarviðgerðini er komið fram, at tað longu eru brúktar umleið 9 milliónir krónur til miðnámsskúlaætlanina í Vági, og sambært arkitektinum, Árna Winther, ber als ikki til at flyta sjálva verkætlanina, prosjektið, úr Vági til Hovs. Alt málið má takast upp av nýggjum, og liðuggerðin av skúlanum dregur út av tí sama. Hesin ivaðist eisini í, um upphæddin, 60 milliónir krónur, sum er nevnd í uppskotinum, kemur at halda, tá ið til stykkis kemur. Hann vísti m.a. til, at hædd er ikki tikin fyri prís- og lønarvøkstri.

 

Ongin veit enn, hví løgmaður og samgongan tvíhalda um at broyta ætlanina viðvíkjandi miðnámsskúlabyggingini í Suðuroynni. Tað er ikki komið fram eitt hitt einasta argument fyri tí skilagóða í at flyta skúlan úr aðrari av teimum stóru kommununum í oynni - út í “oyðimørkina”, í hagan innanvert Hov. Hinvegin venda allar grundgevingarnar rætta vegin hjá teimum, ið vilja halda fast um loysnina í Vági. Í nevndini hevur m.a. verið ført fram av teimum, sum hava verið inni til hoyringar, at fasilitietir, sum vanliga bara býir hava at bjóða fólki, so sum ansingarstovnar, heilsumiðstøðir, fríðtíðarvirksemi, bankar, posthús o.s.fr., eru rættiliga týðandi fyri trivnaðin hjá teimum, ið skula brúka skúlar av hesum slagi. Hartil sær tann loysnin nú eisini út til at fáa nakrar jaligar fylgjur, sum tó onki hava við hetta ítøkiliga málið, ella sjálvt lógaruppskotið, at gera. Hugsað verður í hesum sambandi um nýggju støðuna ímillum tær báðar stóru kommunurnar í oynni, sum eru vendar frá skilnaðarstøðuni til at hava ætlanir um at fara í samráðing um samanlegging í kjalarvørrinum av semjuni um, at miðnáms- og almanna- og heilsuskúlin skal byggjast í Vági, ímeðan ætlaða ellis- og røktarheimið verður bygt á Tvøroyri. Óskiljandi, at landsmyndugleikin ikki ger seg til ein part av einum so konstruktivum útspæli frá lokaløkinum.

 

Minnilutin heldur tað vera lítið skilagott at søkja at einum øki, sum er illa fyri frammanundan, og destabilisera tað uppaftur meira við óvanliga lítið umhugsaðum politiskum rossahandli. Síðani Heimastýrislógin fekk virknað, hevur Suðuroyggin ongantíð verið raðfest so ovarlaga í íløgum sum í samgongunum, Tjóðveldisflokkurin var partur av frá 1998 til 2004, og var miðnámsskúlin í oynni eitt av hjartamálunum, vit settu okkum fyri at fremja í verki. Javnaðar-, Sambands- og Fólkaflokkurin torpedera nú ætlanina við at fløkja fleiri onnur mál upp í hana, og tað, sum kemur at standa sum ein minnisvarði yvir hesa samgonguna, verður eitt gapandi opið sár í náttúruvakrasta økinum í landinum.

 

Málið um bygging av skúladepli í Suðuroynni var annars av tingmanni Tjóðveldisfloksins, Hergeir Nielsen, kært til landsstýrismálanevndina hin 18. mars 2005. Eftir slakar tveir mánaðir er onki hent í nevndini hesum málinum viðvíkjandi, og orsøkin sigst vera, at løgmaður og landsstýrismenninir ikki koma við teimum upplýsingum, sum nevndin hevur heitt á teir um at borðreiða við, soleiðis at viðgerðin yvirhøvur kann byrja.

 

Samanumtikið mæla vit til at fella hetta uppskotið hjá landsstýrinum og mæla til, at hildið verður fram sambært broyttu løgtingslógini frá 1988 um ávísar skúlar og verklagslógini frá 2003.

 

Sum málið liggur í løtuni, stendur hetta tilmælið okkara væl í mun til tað, sum full semja hevur verið um í politisku skipanini, í hvussu er fram til ta løtuna, løgmaður fekk hetta sera sjaldsama hugskotið, og væl í mun til tað, ið lokali politiski myndugleikin, ið umboðar ein stóran part av íbúgvunum í Suðuroynni, er samdur um skal henda í málinum.

 

Á tingfundi 12. mai 2005 løgdu ttingmenninir Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

 

til 2. viðgerð

 

1)      Í § 1 verður orðingin “í Hovi” strikað.

2)      Í § 1 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin leggur í hesum árinum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um, hvar í Suðuroynni skúlin skal liggja. Uppskotið skal vera grundað á tilmæli frá kommununum í Suðuroynni, vektað eftir lutfalli í mun til fólkatalið í kommununi.”

 

Viðmerkingar:

Síðani landsstýrið tann 11. september í fjør legði seg út í felags kommunalu viðurskiftini í Suðuroynni og vildi gera ein býtishandil millum kommunal mál og landsmál, hevur álvarsamur tvídráttur tikið seg upp kommunanna millum og millum kommunur og landsins stýri.

 

Tað, sum skuldi verið ein gleðilig hending fyri Suðuroynna og allar suðringar, og sum friður valdaði um, er endað í einum eljustríði, sum ongan vinnara fær.

 

Endin á stríðnum liggur nú á tingborði, har tað er við ringum tannabiti, at tingfólk fara at taka  ivingarsamar avgerðir. Málið er ov illa lýst, og einki nýtt er komið frá mentanarnevndini.

 

Viljin til kommunusamanlegging er eitt framstig, sum komið er undan kavi, og er hann treytaður av, at komandi Suðuroyar kommuna sleppur at skipa seg á byggi- og býarskipanarøkinum, eins og allar aðrar kommunur í landinum gera tað.

 

Lokal áhugamál, so sum skúlar og ellis- og røktarheim, eru mál, ið lokalir myndugleikar taka avgerðir um alla aðrastaðni í landinum, og eigur Løgtingið tí ikki at trýsta sín vilja ígjøgnum móti fólksins vilja á staðnum.

 

Samtykkir Løgtingið eitt uppskot um at lata kommunurnar fáa stundir at  skipa seg innanhýsis, gevst  møguleiki fyri, at lokal áhugamál verða loyst lokalt.

 

Á ólavsøku ber til at taka málið uppaftur, og tástani eigur Løgtingið at taka eina avgerð til gleði og gagns fyri fólkið í oynni.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til nr. 1

Skotið verður upp at strika ásetingina um, at skúlin skal byggjast í Hovi, og sostatt stendur opið, hvar í Suðuroynni skúlin kann verða bygdur. Orsakað av broytingini í nr. 2 kann heimildin tó ikki nýtast, fyrr enn staðfest er, hvar skúlin skal liggja.

 

Til nr. 2

Landsstýrismaðurin leggur uppskot til samtyktar fyri Løgtingið í hesum árinum um, hvar í Suðuroynni skúlin skal liggja. Hetta uppskotið skal vera grundað á tilmæli frá kommununum í Suðuroynni. Tilmæli frá eini kommunu vektar so mikið, sum fólkatalið í kommununi er, soleiðis at eitt tilmæli frá eini kommunu við fleiri borgarum vektar lutfalsliga meira enn tilmæli frá eini kommunu við færri borgarum.

 

2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Høgna Hoydal, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard til § 1 fall 10-0-17. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Marjus Dam og Asbjørn Djurhuus til §§ 1 og 2  samtykt 17-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

 

Á tingfundi 14. mai 2005 løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen fram soljóðandi

 

Broytingaruppskot

 

til 3. viðgerð

Í § 1 verður sum stk. 2 sett:

Stk 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at rinda Vágs kommunu upp til 8 mió. kr., og  Tvøroyrar kommunu upp til 2 mió. kr. í endurgjaldi, um so er, at skúlarnir verða fluttir.”

 

Viðmerkingar

Vágs og Tvøroyrar kommunur hava yvir eitt longri áramál í framúr góðum samstarvi við landsins myndugleikar og við hinar kommunurnar í oynni lagt rygg til og borið stórar útreiðslur av at hýsa miðnáms- og almanna- og heilsuskúlanum.

 

Í Vági er lendið útvegað og gjørt byggibúgvi, og einir 3 til 4.000 fermetrar eru grivnir av og planeraðir. Stórir moldheyggjar liggja nú kring hetta áður so náttúruvakra øki, og óhugsandi er, at Løgtingið kann rýma undan hesi atsókn síni móti Vágs bygd og vágbingum og fara at byggja eina aðrastaðni uttan at taka upp aftan á sær.

 

Á Tvøroyri eru hús keypt og innrættað til Aalmanna- og heilsuskúlan, har hann hevur virkað í góðum samljóði við lokalsamfelagið til almikla gleði og til gagns fyri tað fólk, har býr.

 

Avtalað var at byggja hesar skúlar ávikavist í Vági og á Tvøroyri. Í Vági var byggimálið komið áleiðis, og eini 20%, ella 8 mió. kr., av samlaðu byggiútreiðslunum vóru nýttar, tá landsstýrið støðgaði íløguni og fór undir aðrar ætlanir, har ongin játtan var aftanfyri.

 

Vágs kommuna hevur sjálv brúkt einar 2 mió. kr. til lendi, veg, kloakk, vatn vm., og kostnaðurin fyri at fylla útgrevsturin uppaftur og flaga lendi fer at kosta einar 6 – 8 mió. kr., sum kommunan kann gera fyri landsins rokning.

 

Eitt rímiligt endurgjald til Vágs kommunu verður sostatt í minsta lagi 8 mió. kr. umframt landskassans útreiðslur til arkitektar, projektering og byggibúning, sum í málinum eru  upplýstar at vera aðrar 8 mió. kr.

 

Landskassin og harvið skattaborgarin kemur sostatt at staðfesta eitt samlað tap upp á 16 mió. kr. fyri at hava grivið eitt hol í jørðina og fylt tað uppaftur.

 

Tvøroyrar kommuna hevur brúkt í minsta lagi 2 mió. kr. til keyp og innrætting av húsum, sum eina fyribils loysn til Almanna og heilsuskúlan á Tvøroyri.

 

Tvøroyrar kommuna eigur sjálvandi eisini at fáa henda pening afturgoldnan, um so verður, at málið verður endaliga samtykt,  og Løgtingið harvið brýtur tey lyfti, ið givin eru ávikavist Vágs og Tvøroyrar kommunum.

 

Landskassin og harvið skattaborgarin kemur sostatt at staðfesta eitt tap upp á 18 mió. kr., áðrenn spakin verður settur í úti í haganum í Porkeri, um so verður, at Løgtingið móti øllum vanligum viti og skili endaliga samtykkir málið.

 

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-16. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Høgna Hoydal, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen til § 1 fall 7-0-19. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-10. Málið avgreitt.

Ll.nr. 75 frá 25.05.2005