90  Uppskot til  lųgtingslóg um at broyta lųgtingslóg um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing

A. Upprunauppskot
B. Tikiš aftur

Įr 2005, 4. mars, legši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

 

til

 

lųgtingslóg um at broyta lųgtingslóg um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing 


 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 113 frį 13. juni 1997 um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 12 frį 9. februar 2001, verša gjųrdar hesar broytingar:

 

1) § 5 veršur oršaš soleišis:

“§ 5. Roknskaparįriš er įlmanakkaįriš. Roknskaparfųrslan skal fylgja įsetingunum ķ įrsroknskaparlógini viš slķkum tillagingum, iš mettar vera neyšugar, lųgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerš um minstukrųv til bókhald og roknskap. Stżriš kann įseta nęrri reglur um roknskaparfųrsluna. Roknskapurin veršur almannakunngjųrdur.

Stk. 2. Roknskapurin veršur grannskošašur av lųggildum grannskošara, sum Stżriš velur fyri eitt įr ķ senn.

 

2) Sum § 5 a veršur sett:

§ 5 a. Landsstżrismašurin hevur eftirlit viš Arbeišsloysisskipanini, heruppiķ at Arbeišsloysisskipanin lżkur skyldur sķnar sambęrt hesi lóg og reglum settum smbrt. lógini. Landsstżrismašurin fęr roknskapin og neyšugar upplżsingar frį Arbeišsloysisskipanini og tęr upplżsingar, sum hann bišur um.

 

3) § 8, stk. 1, nr. 3 veršur oršaš soleišis:

“3. A-inntųka til avmarkaša skattskyldug undir FAS-skipanini, FAS-bareboat skipanini og undir FAS-lķknandi skipanini, sum gevur rętt til afturbering av skatti til reišaran.

 

4) § 9 veršur oršaš soleišis:

“§ 9 Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin  ķ kunngerš ALS-gjaldiš hjį teim gjaldskyldugu. ALS-gjaldiš kann ongantķš vera hęgri enn 2,25 % av tķ ķ § 8 nevnda gjaldsgrundarlagi.

Stk. 2. ALS-gjaldiš fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella móttaka A-inntųku. Eftir tilmęli frį Stżrinum kann landsstżrismašurin  ķ kunngerš seta ašra gjaldsfreist fyri gjaldskyldug sambęrt § 7, stk. 1, nr. 2. Eftir tilmęli frį Stżrinum kann landsstżrismašurin  ķ kunngerš įseta avgreišslugjald fyri teir arbeišsgevarar, sum ynskja at rinda ALS-gjald eftir rokning frį Arbeišsloysisskipanini. Įšrenn lųnin veršur śtgoldin lųntakara, skal inngjaldiš til Arbeišsloysisskipanina avroknast.

Stk. 3. Rinda tey gjaldskyldugu ikki ręttstundis, skal renta rindast viš 1 % fyri hvųnn byrjašan mįnaš. ALS-gjųld, avgreišslugjųld, renta og mųguligur innkrevjingarkostnašur av hesum kunnu krevjast inn viš panting.

Stk. 4. Tį ALS-gjaldiš veršur įsett eftir stk. 1, skulu neyšug samfelagsbśskaparlig atlit verša tikin.”

 

5) § 11 veršur oršaš soleišis:

”Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį Stżrinum ķ kunngerš įseta nęrri reglur um ALS-gjųld.”

 

6) § 12, stk. 2 veršur oršaš soleišis:

“Stk. 2. ALS-gjaldiš hjį sjįlvstųšugt vinnurekandi og śtgjaldiš til sjįlvstųšugt vinnurekandi, sum eru voršin arbeišsleys, veršur ķ kunngerš įsett av landsstżrismanninum eftir tilmęli frį Stżrinum sum fastar upphęddir”.

 

7) § 12, stk. 6 veršur oršaš soleišis:

“Stk. 6. Eftir tilmęli frį Stżrinum kann landsstżrismašurin  ķ kunngerš įseta nęrri reglur um, hvųr er sjįlvstųšugur vinnurekandi, nęr hin sjįlvstųšugt vinnurekandi er arbeišsleysur, herundir nęr vinnuvirki hansara er hildiš uppat, um inngjųld, avgreišslugjųld og rentu fyri ov seint rindaš inngjųld, bķšidagar, hvųrjar upplżsingar hin sjįlvstųšugt vinnurekandi skal lata Arbeišsloysisskipanini, nęr tęr skulu verša latnar, og įseta freist fyri at lata hesar upplżsingar v.m.“

 

8) § 13 veršur oršaš soleišis: “Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį Stżrinum ķ kunngerš įseta nęrri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava mųguleika at koma undir Arbeišsloysisskipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeišsįvķsingina.”

 

9) § 14,  veršur oršaš soleišis:

“§ 14. Rętt til arbeišsloysisstušul hevur persónur frį tķ degi, tį viškomandi:

1)      er arbeišsleysur og mótvegis Arbeišsloysisskipanini prógvar, at so er, tó ķ fyrsta lagi frį tķ degi Arbeišsloysisskipanin hevur móttikiš skrivliga umsókn,

2)   er tųkur į arbeišsmarknašinum og arbeišsfųrur at įtaka sęr eitthvųrt fulltķšarstarv,

3)   hevur fylt 16 įr, men ikki 67 įr,

4)   hevur bśstaš ķ Fųroyum og ikki er sjįlvstųšugur vinnurekandi sambęrt § 12, stk. 6.“

5)     er arbeišsfųrur

Stk. 2. Arbeišsleys kunnu tó fįa stušul uttan at vera tųk ķ dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rętt til frķtķš eftir lųgtingslógini um frķtķš viš lųn. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš nęrri reglur um frįbošanarfreist v.m.
Stk. 3. Arbeišsleys kunnu ķ styttri tķšarskeiš, viš loyvi frį Arbeišsloysisskipanini, sleppa undan treytini at vera tųk į arbeišsmarknašinum og samstundis fįa arbeišsloysisstušul. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš nęrri reglur um longdina į tķšarskeišinum, umframt treytirnar annars.

Stk. 4. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin  ķ kunngerš, nęr ein persónur er arbeišsleysur, er tųkur, nęr hann er arbeišsfųrur v.m.“

 

10) § 15 veršur oršaš soleišis:

„§ 15 Śtrokningargrundarlagiš er móttikna A-inntųkan seinastu 12 mįnaširnar, įšrenn arbeišsloysiš er stašfest. Upp ķ śtrokningargrundarlagiš veršur ikki roknaš:

 

1)      fólka- og fyritķšarpensjón,

2)      ašrar skattskyldugar almannaveitingar,

3)      A-inntųka til avmarkaša skattskyldu undir FAS-skipanini, FAS-bareboat skipanini, umframt undir FAS-lķknandi skipanini, sum gevur rętt til afturbering av skatti til reišaran og

4)      tęnastumannapensjónir og ašrar lķknandi eftirlųnir, uppihaldspeningur sbrt. hjśnabandslógini og barnapeningur sbrt. lóg um ręttindi barnanna,

 

ķ tann mun nevndu inntųkur eru undantiknar gjaldskyldu sambęrt § 8a.

Stk. 2. Tann, sum fyrr hevur veriš arbeišsleysur og ikki hevur veriš śr skipanini ķ 12 mįnašir, hevur tó taš seinast nżtta śtrokningargrundarlagiš, um hetta er hęgri enn śtrokningargrundarlagiš, tį hesin aftur gerst arbeišsleysur.

Stk. 3. Hjį persóni, sum fer śr arbeiši ķ skśla ella ķ lęru, sum ķ mesta lagi er įsett at vara 12 mįnašir, veršur śtrokningargrundarlagiš tann ķ stk. 1 lżsta inntųka seinastu 12 mįnaširnar, įšrenn viškomandi fór ķ skśla ella ķ lęru, um hetta er hęgri enn roknaša śtrokningargrundarlagiš eftir stk. 1. Sama regla er galdandi hjį persóni, sum fer ķ vinnu uttanlands.

Stk. 4. Śtrokningargrundarlagiš smb. stk. 1 hjį arbeišsleysum į fiskavirkjum smb. § 20 veršur roknaš fyrstu ferš fyrsta dag ķ tķ vikuni, tį hin arbeišsleysi fyrstu ferš fęr śtgjald śr fiskavirkisskipanini. Śtrokningargrundarlagiš veršur harumframt roknaš av nżggjum tann 1. januar į hvųrjum įri. Nżggja śtrokningargrundarlagiš kann tó ongantķš verša lęgri enn taš fyrsta śtrokningargrundarlagiš eftir pkt. 1.“

 

11) § 16 veršur oršaš soleišis:

“§ 16 Arbeišsloysisstušul pr. dag er 70 % av tķ ķ § 15 nevnda śtrokningargrundarlagi, bżtt viš 253. Śtgoldiš veršur fyri allar dagar ķ įrinum viš undantaki av leygar-, sunnu-, og halgidųgum.

Stk. 2. Įrligi arbeišsloysisstušulin er ķ mesta lagi 70 % av eini arbeišaraįrslųn. Frįdrigiš hesi upphędd verša tęnastumannapensjónir, umframt ašrar lķknandi eftirlųnir, sum verša skattašar sum A-inntųka, tó ikki fyritķšarpensjónir. Dagligi arbeišsloysisstušulin er ķ mesta lagi hęgsti įrligi arbeišsloysisstušulin, bżttur viš 253. Arbeišsloysisstušulin um tķman er ķ mesta lagi hęgsti dagligi arbeišsloysisstušul, bżttur viš 8.

Stk. 3. Viš arbeišaraįrslųn skilst taš, sum sambęrt lųnarsįttmįla millum Fųroya Arbeišsgevarafelag og Fųroya Arbeišarafelag veršur goldiš tķmalųntum fyri fyrifallandi arbeiši 228 dagar, umframt frķtķšarlųn.

Stk. 4. Fyri arbeišsleys į fiskavirkjum smb. § 20, sum sambęrt avtalu ikki arbeiddu fulla tķš, veršur arbeišsloysisstušul, roknašur eftir stk. 1 til 3, rindašur ķ tķ lutfalsliga lęgri tķmatali, hin arbeišsleysi arbeiddi ķ viškomandi śtgjaldskeiši.

Stk. 5. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš reglur um śtgjald, herundir śtgjaldsdagar, śtgjaldskeiš, hvųrjar upplżsingar hin arbeišsleysi skal lata Arbeišsloysisskipanini, hvųr skal vįtta hesar upplżsingar, nęr og hvussu tęr verša latnar, og įsetan av freist fyri at lata hesar upplżsingar v.m.

Stk. 6. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš reglur um, ķ hvųnn mun hin arbeišsleysi kann hava ašra inntųku, samstundis sum hann fęr arbeišsloysisstušul, og hvussu stušulin skal skerjast ķ mun til hesa inntųku og ķ mun til frķtķšarlųn, sum tann arbeišsleysi fęr, og nęrri reglur ķ hesum sambandi.

 

12) § 17 veršur oršaš soleišis:

„§ 17. Hóast įsetingarnar ķ § 14, hevur hin arbeišsleysi ikki rętt til arbeišsloysisstušul, fyrr enn teir ķ stk. 2 nevndu bķšidagar eru farnir.

 Stk. 2. Hevur hin arbeišsleysi inntųku, sum er minni enn tann ķ § 16, stk. 3 lżsta arbeišaraįrslųn seinastu 6 mįnaširnar, faldaš viš tvey, įšrenn treytirnar ķ § 14, stk. 1 eru loknar, er 1 bķšidagur. Fyri hvųrjar heilar kr. 10.000,00 inntųkan sķšstu 6 mįnaširnar, faldaš viš tvey, er hęgri enn tann ķ § 16, stk. 3 lżsta arbeišaraįrslųn, veršur bķšidagatališ ųkt viš einum degi.

Stk. 3.Bķšidagarnir kunnu ongantķš verša fleiri enn 5.

Stk. 4. Bert teir dagar, sum viš heimild ķ § 16, stk. 1 eru įsettir at vera śtgjaldsdagar, verša roknašir sum bķšidagar.

Stk. 5. Bķšidagar verša ikki roknašir, fyrr enn mųgulig freist sbrt. § 18 er farin.“

 

13) § 18 veršur oršaš soleišis:

„§ 18. Arbeišsleysur, sum er burturvķstur orsakaš av tęnastubroti, missir samstundis ręttin til stušul ķ 4 vikur, roknaš frį tķ degi setanarliga tilknżti hansara til arbeišsgevaran er av. Sama er galdandi, um so er, at hin arbeišsleysi uttan haldgóša grund hevur sagt seg śr starvi. Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį Stżrinum  ķ kunngerš įseta reglur um, nęr talan er um haldgóša grund v.m.“

 

14) § 19 veršur oršaš soleišis:

„§ 19. Arbeišsleysur, sum uttan serliga orsųk noktar at taka į seg arbeiši, įvķst av arbeišsįvķsingini, missir ręttin til stušul ķ 4 vikur at rokna frį degnum eftir, at frįbošanin um arbeišstilbošiš mį roknast viš at vera móttikin av tķ arbeišsleysa. Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį Stżrinum ķ kunngerš įseta reglur fyri, nęr talan er um serliga orsųk v.m.“

 

15) § 20 veršur oršaš soleišis:

„§ 20. Fyri arbeišsleys į fiskavirkjum veršur arbeišsloysisstušul roknašur eina ferš um vikuna frį og viš 9. arbeišsloysistķma. Fyri arbeišsleys, sum sambęrt avtalu ikki arbeiddu fulla tķš, veršur arbeišsloysisstušul roknašur viš einum lutfalsligum lęgri tķmatali. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš, hvųrji fiskavirki koma undir hesa reglu og undir hvųrjum treytum, hvųrjir persónar koma undir hesa reglu og undir hvųrjum treytum, śtgjald, herundir śtgjaldsdagar, śtgjaldskeiš og um skipanina annars, herundir hvųrjar upplżsingar skulu gevast Arbeišsloysisskipanini, hvųr skal vįtta hesar upplżsingar, nęr og hvussu tęr verša latnar, og įsetan av freist fyri at lata hesar upplżsingar v.m.“

 

16) § 21, stk. 1 veršur oršaš soleišis:

„§ 21 Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš nęrri reglur um śtgjaldingar til fólk ķ farloyvi frį fųstum ella stųšugum starvi, herundir at śtgjaldiš kann vera lęgri, enn įsett ķ § 15 og § 16, hvųrjar treytir skulu setast tķ, iš fer ķ farloyvi, og tķ arbeišsleysa, m.a. hvussu tann, iš fer ķ farloyvi, skal skrįsetast ķ arbeišsįvķsingini, hvussu leingi hin arbeišsleysi skal hava fingiš stušul, umframt nęrri reglur um, nęr talan er um fast ella stųšugt starv, v.m.

 

17) § 21, stk. 3 veršur oršaš soleišis:

Stk. 3 Śtgjald undir farloyvi skal verša giviš viš teirri treyt, at annaš fólk, sum fęr arbeišsloysisstušul og er tųkt ķ arbeišsįvķsingini, veršur sett ķ stašin ķ sama tķšarskeiši og ķ hųvušsheitum undir somu treytum.“

 

18) § 24, stk. 1 veršur oršaš soleišis:

„§ 24. Arbeišsloysisskipanin umsitur arbeišsįvķsing fyri fųroyska arbeišsmarknašin. Tey, sum lśka treytirnar fyri at fįa śtgoldiš stušul eftir §§ 14 og 21, skulu vera skrįsett ķ arbeišsįvķsingini. Landsstżrismašurin įsetir eftir tilmęli frį Stżrinum ķ kunngerš, ķ hvųnn mun og undir hvųrjum treytum onnur, sum ynskja taš, kunnu verša skrįsett ķ arbeišsįvķsingini.“

 

19) § 24, stk. 4 veršur oršaš soleišis:
“
Stk. 4. Eftir tilmęli frį Stżrinum įsetir landsstżrismašurin ķ kunngerš nęrri reglur um virkiš hjį arbeišsįvķsingini, sum m.a. kunnu stovnseta lokalar arbeišsįvķsingar.

 

20) § 25 veršur oršaš soleišis:

„§ 25 Stżriš kann seta ķ verk og gjalda fųrleikagevandi tiltųk fyri arbeišsleys, sum fįa arbeišsloysisstušul eftir hesi lóg, herundir seta ķ verk skipanir viš arbeišsvenjingum hjį privatum og/ella almennum arbeišsgevarum, umframt įseta reglur um, undir hvųrjum treytum Arbeišsloysisskipanin ķ sambandi viš slķk tiltųk endurrindar arbeišsgevaranum tann stušul, hin arbeišsleysi annars vildi havt rętt til og mųguligar ašrar śtreišslur.“

 

21) § 26, stk. 1 og 2 veršur oršaš soleišis:

„§ 26. Avgeršir, sum Arbeišsloysisskipanin hevur tikiš višvķkjandi arbeišsloysi, kunnu kęrast til kęrunevndina hjį Arbeišsloysisskipanini innan 4 vikur eftir, at viškomandi hevur fingiš frįbošan um avgeršina. Avgeršir hjį kęrunevndini kunnu ikki kęrast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Fųroya Rętt. Um Arbeišsloysisskipanin leggur mįliš fyri Fųroya Rętt, skal hetta gerast, innan 6 mįnašir eru farnir frį, at Arbeišsloysisskipanin er kunnaš um avgeršina.

Stk. 2. Ummęli frį Arbeišsloysisskipanini til kęrunevndina skal vera avgreitt innan 4 vikur. Kęrunevndin kann ķ serligum fųrum leingja freistina at geva ummęli.

 

22) § 27 veršur oršaš soleišis:

„§ 27. Til umsiting og eftirlit eftir hesi lóg kann Arbeišsloysisskipanin śtvega sęr allar upplżsingar frį Toll- og Skattstovu Fųroya.

Stk. 2. Somuleišis kann Arbeišsloysisskipanin śtvega sęr upplżsingar frį Almannastovuni, um persónar fįa fólka- og fyritķšarpensjón, ašrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt ašrar veitingar, sum sambęrt lóg ikki verša skattašar sum A-inntųka.

Stk. 3. Fakfelųg og arbeišsgevarar hava skyldu at geva Arbeišsloysisskipanini tęr upplżsingar, skipanin bišur um ķ sambandi viš umsiting og eftirlit.“

 

23) § 28 veršur oršaš soleišis:

„§ 28. Hevur arbeišsleysur giviš Arbeišsloysisskipanini skeivar upplżsingar, ella tagt um umstųšur, sum hava havt tżdning fyri arbeišsloysisstušulin, ella annars móti betri vitandi móttikiš stušul uttan at hava rętt til tess, kunnu upphęddir, sum av órųttum eru śtgoldnar, verša kravdar afturgoldnar frį tķ arbeišsleysa.

 Stk. 2. Hevur arbeišsgevari medįbyrgd av, at skeivar upplżsingar eru givnar, ella at tagt er um umstųšur, sum hava havt tżdning fyri arbeišsloysisstušulin, liggur afturgjaldskyldan eisini į honum.

Stk. 3. Afturgjalding av skuld eftir stk. 1 og stk. 2 kann fara fram viš mótrokning ķ śtgjaldingum av arbeišsloysisstušli ella ųšrum krųvum, viškomandi hevur mótvegis Arbeišsloysisskipanini.

Stk. 4. Upphęddir, sum verša kravdar inn eftir hesi grein, fella til gjaldingar ein mįnaš eftir, at krav er sett fram. Krųv sambęrt hesi grein, umframt mųguligur innkrevjingarkostnašur av hesum, kunnu krevjast inn viš panting.

Stk. 5. Landsstżrismašurin kann eftir tilmęli frį Stżrinum ķ kunngerš įseta smįmunarmark ķ sambandi viš innkrevjing av ov nógv śtgoldnum stušli.“

 

§ 2.

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 6. juni 2005.

 

 

Višmerkingar til lógaruppskotiš

 

Kap. 1. Almennar višmerkingar

 

1. Orsųkin til uppskotiš

Stżriš fyri Arbeišsloysisskipanina vķsti ķ 2002 ķ skrivi til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, į tųrvin į at fįa endurskošaš ALS, nś skipanin hevši virkaš ķ 10 įr. Umframt taš, hevši Fķggjarmįlarįšiš latiš gjųrt įlit um landsgrunnar og landsstovnar, har ALS varš umrųtt, og Landsgrannskošarin hevši vķst į ymisk višurskifti višvķkjandi ALS og stųšu tess ķ sambandi viš m.a. landsroknskapin. Hettar hevši viš sęr, at landsstżrismašurin ķ februar 2003 setti nevnd at višgera stųšuna hjį ALS.

 

2. Endamįliš viš lógaruppskotinum

Uppskotiš frį nevndini er grundarlagiš undir hesum lógaruppskoti, og endamįliš viš lógaruppskotinum er sostatt at endurskoša og dagfųra lógina um arbeišsloysisskipan į teimum ųkjum, har partarnir į arbeišsmarknašinum hava mett hetta ynskiligt.

 

3. Višvķkjandi tilknżti hjį ALS til fķggjarlóg og landsroknskap

Viš stųši ķ įlitinum frį lųgfrųšingunum, sum er hjįlagt uppskotinum, veršur mett, at tųrvur er ikki į serligum reglum, til tess at ALS skal lśka krųvini ķ stżrisskipanini um lógarheimild og fķggjarheimild fyri įleggging og innkrevjing av ALS- gjaldinum, og at ALS annars, uttan serligar nżggjar įsetingar um hetta, kann verša hildiš uttan fyri fķggjarlógina og landsroknskapin, og at Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin, og harviš Lųgtingiš hava nóg góšar heimildir eftir lųgtingslóg um grannskošan av almennu roknskapunum at hava innlit ķ fyrisitingina av ALS. Tó veršur skotiš upp at įseta reglur um, hvųrjar roknskaparreglur ALS skal fylgja soleišis, at taš veršur greitt, at ALS skal fylgja įrsroknskaparlógini og ikki lógini um roknskaparhald landsins.

 

4. Eftirlit

Skotiš veršur upp, at taš veršur įsett ķ lógini, at landsstżrismašurin skal hava eftirlit viš ALS, heruppiķ at skipanin veršur umsitin sambęrt lógini og reglum, settum smbrt. lógini, og at landsstżrismašurin skal hava roknskapin og ašrar upplżsingar, sum hann metir neyšugar, til tess at hann kann śtinna eftirlitiš.

 

Męlt veršur til:

  1. At taš ikki verša gjųrdar broytingar višvķkjandi heimildini hjį ALS, innan fyri nęrri įsettar karmar, at įseta inngjaldsprosentiš.

 

  1. At ALS-gjaldiš veršur kravt inn uttan at vera į fķggjarlógini.

 

  1. At ALS ikki veršur tikiš upp ķ landsroknskapin, hvųrki jįttanarroknskapin ella upp ķ status. ALS-roknskapurin skal heldur ikki verša lagdur fyri tingiš eftir somu reglum sum landsroknskapurin.

 

  1. At taš ikki verša įsettar serligar grannskošanar- og roknskapareftirlitsreglur ķ ALS- lógini viš taš, at tingiš umvegis Lųgtingsgrannskošararnar og Landsgrannskošanina longu hevur neyšugu heimildirnar eftir § 15 ķ lųgtingslóg um grannskošan av landsroknskapinum at hava innlit ķ umsitingina av ALS.

 

  1. At taš ķ ALS-lógini verša įsettar reglur um roknskaparhaldiš soleišis, at ivi ikki longur veršur um, at ALS ikki er fevnt av lųgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald og kunngerš um roknskaparverk landsins.

 

  1. At taš ķ ALS-lógini veršur įsett, at landsstżrismašurin skal hava eftirlit viš ALS, og at landsstżrismašurin skal hava roknskapin og ašrar upplżsingar ķ sambandi viš sķtt eftirlit viš ALS.

 

5. Samandrįttur av uppskotinum

Ķ mun til galdandi lóggįvu eru broytingarnar ķ hųvušsheitinum hesar:

 

  1. Ķ ALS-lógini verša įsettar reglur um roknskaparhaldiš soleišis, at ivi ikki longur veršur um, at ALS ikki er fevnt av lųgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald og kunngerš um roknskaparverk landsins.

 

  1. Įsett veršur, at taš skulu takast samfelagsbśskaparlig atlit, tį Stżriš įsetir ALS-gjaldiš.

 

  1. At taš ķ ALS-lógini veršur įsett, at landsstżrismašurin skal hava eftirlit viš ALS, og at landsstżrismašurin skal hava roknskapin og ašrar upplżsingar ķ sambandi viš sķtt eftirlit viš ALS.

 

  1. Taš veršur ķ ALS lógini įsett, at landsstżrismašurin skal hava roknskapin og ašrar upplżsingar ķ sambandi viš sķtt eftirlit viš ALS.

 

5.      Heimild veršur fingin at renturokna skyldugt ALS-gjald til Arbeišsloysisskipanina, umframt at krevja avgreišslugjųld.

 

6.      Arbeišsloysisskipanin fyri sjįlvstųšugt vinnurekandi veršur broytt frį at vera ein skipan, har inn- og śtgjųld eru tengd at inntųkuni hjį viškomandi, til at vera ein skipan viš fųstum inn- og śtgjųldum.

 

7.      Broytingar verša gjųrdar soleišis, at skerjing ķ hęgst loyvda arbeišsloysisstušli bert veršur framd fyri eftirlųnir, og ikki sum ķ dag somuleišis vegna ymsar almannaveitingar.

 

8.      Farloyvisskipanin veršur meira lišilig, viš taš at Stżrinum fyri Arbeišsloysisskipanini ķ stųrri mun veršur heimilaš at broyta śtgjaldiš ķ mun til vanligt śtgjald fyri arbeišsleys.

 

9.      Heimildirnar til Stżriš ķ sambandi viš fųrleikagevandi tiltųk fyri arbeišsleys verša vķškašar m.a. soleišis, at skipanir višvķkjandi arbeišsvenjingum, har Arbeišsloysisskipanin endurrindar arbeišsgevaranum, kunnu setast ķ verk.

 

10.  Bķšidagarnir verša styttir frį at vera ķ mesta lagi 10 dagar til 5 dagar.

 

11.  Ķ fiskavirkisskipanini eru reglurnar višvķkjandi śtrokningargrundarlagnum broyttar soleišis, at śtrokningargrundarlagiš veršur endurskošaš įrliga. Śtgjaldiš hękkar, um endurskošaša grundarlagiš er hęgri enn gamla grundarlagiš.

 

12.  Eftir galdandi lóg hevur Stżriš heimild til ķ fleiri fųrum at įseta nęrri reglur ķ kunngerš. Hesar heimildir verša ķ uppskotinum lagdar til landsstżrismannin soleišis, at landsstżrismašurin įsetir umrųddu reglur, men eftir tilmęli frį Stżrinum. Orsųkin til hesa broyting er, at taš undir arbeišinum viš hesum uppskotiš er settur spurningur viš, um galdandi mannagongd er ķ samsvari viš § 34 ķ stżrisskipanini. Av hesi orsųk hevur landsstżrismašurin avgjųrt at broyta uppskotiš soleišis, at ongin ivi er um nevnda spurning. Harumframt eru eisini ašrar broytingar, sum tó fyri taš mesta verša mettar ynskiligar fyri at seta til viks mųguligan iva ķ sambandi viš tulkingar av lógini.

 

6. Ummęli

Uppskotiš er gjųrt eftir uppskotiš frį eini nevnd, sum var mannaš viš umbošum fyri partarnar į arbeišsmarknašinum, og uppskotiš fylgir neyvt uppskotinum frį nevndini. Tķ varš mett, at tųrvur var ikki į, at senda uppskotiš til ummęlis hjį pųrtunum į arbeišsmarknašinum.

 

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum

 

A. Fyri landiš og fyri Arbeišsloysisskipanina sjįlva.

Uppskotiš hevur ongar fķggjarligar avleišingar fyri landskassan ašrar enn ķ sambandi viš, at taš almenna er arbeišsgevari, sķ undir C nišanfyri.

 

Hjį Arbeišsloysisskipanini veršur talan um ųktar śtreišslur orsakaš av lógaruppskotinum.

 

Hvussu nógv śtreišslurnar fara at ųkjast er ilt at siga neyvt, viš taš at hetta ķ stóran mun er įvirkaš av, hvussu stórt arbeišsloysi er, og harviš hvussu stórt samlaša śtgjaldiš śr skipanini er.

 

Roynt hevur veriš at mett um meirśtreišslurnar av broytingunum av teimum įvķsu greinunum:

 

§ 12 (sjįlvstųšugt vinnurekandi):

Ķ dag er hendan skipanin sera lķtiš nżtt, men mett veršur, at fleiri fara at tekna sjįlvbodna trygging sum sjįlvstųšugt vinnurekandi eftir broytingina. Vķst veršur ķ hesum sambandi til grundgevingina fyri lógarbroytingini undir višmerkingunum til greinina. Taš er tó ógjųrligt at meta um meirinntųkur og –śtreišslur av broytingini.

 

§ 15 (śtrokningargrundarlagiš ķ fiskavirkisskipanini):

Viš stųši ķ tųlum frį 2004 hevši broytingin fųrt viš sęr meirśtreišslur upp į eina góša mió. kr.

Um talan var um tųl frį 2003, vóru meirśtreišslurnar uml. ein hįlv mió. kr.

 

§ 16, stk. 2 (minni skerjing višvķkjandi almannaveitingum):

Viš stųši ķ tųlum frį 2004 hųvdu śtgjaldingarnar veriš uml. kr. 540.000 eftir nżggja uppskotinum og fyri 2003 uml. kr. 450.000.

 

§ 16, stk. 4 (fólk, sum eru starvsett partvķst ķ fiskavirkisskipanini):

Leysliga veršur mett, at meirśtreišslurnar verša umleiš kr. 100-250.000. Eingin beinleišis śtrokning er gjųrd.

 

§ 17 (stytt bķšidagatal):

Viš stųši ķ tųlum frį 2004 hevši broytingin fųrt viš sęr meirśtreišslur upp į uml. 1,8 mió. kr. Um talan var um tųl fyri 2003, vóru meirśtreišslurnar ein knųpp mió. kr.

 

§ 18 (broyttar reglur um karantenu):

Mett veršur, at meirśtreišslurnar viš stųši ķ tųlum frį 2004 hųvdu veriš uml. ein mió. kr.

 

§ 25 (starvsvenjing):

Ķ tann mun, Arbeišsloysisskipanin fer at seta ķ verk starvsvenjingar, fara śtreišslurnar sjįlvandi at ųkjast, men endamįliš viš hesum venjingum er at fįa arbeišsleys aftur ķ starv, og um hetta eydnast, veršur talan um minni śtgjald til arbeišsleys.

 

Harumframt verša įvķsar sparingar av, at śtgjaldsprosentiš til fólk ķ farloyvi vęntandi veršur lękkaš, og įvķsar inntųkur verša ķ samband viš, at Arbeišsloysisskipanin fęr heimild at renturokna ALS-gjųld, umframt at krevja avgreišslugjųld. Nęrri śtrokningar hesum višvķkjandi eru tó ikki gjųrdar.

  

B. Fyri kommunurnar

Uppskotiš hevur ongar fķggjarligar avleišingar fyri kommunurnar ašrar enn ķ sambandi viš, at kommunurnar eru arbeišsgevarar, sķ undir C.

 

C. Fyri vinnuna (arbeišsgevarar og lųntakarar)

Lógaruppskotiš hevur viš sęr greišari reglur fyri tann einstaka lųntakaran.

 

Fyri tey, sum rinda til skipanina, antin sum lųntakarar ella sum arbeišsgevarar, hevur uppskotiš fķggjarligar avleišingar, viš taš at skipanin veršur dżrari, sķ undir A.

 

D. Umsitingarligar avleišingar

Uppskotiš ger taš greišari fyri umsitingina at umsita lógina.

 

E. Umhvųrvisavleišingar

Uppskotiš hevur ongar umhvųrvisligar avleišingar.

 

F. Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Uppskotiš hevur ongar avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

G. Sosialar avleišingar

Viš taš at talan er um lóggįvu į arbeišsloysisųkinum, hava hesar lógarbroytingar įvķsar avleišingar, men mett veršur ikki, at talan er um stórvegis broytingar ķ mun til verandi lóggįvu.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleišingar

 

Fyri landiš/

landsmyndug-leikar og ALS

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

 

 

Nei

Ja

 

 

 

Kap. 3. Višmerkingar til einstųku įsetingarnar

 

Til § 1.

 

Til nr. 1.

§ 5.

ALS-roknskapurin er ikki roknskapur hjį almennum stovni, iš fellur undir § 45, stk. 4 ķ stżrisskipanarlógini. Hóast ALS rųkir nakrar almennar uppgįvur og er skipaš sambęrt lųgtingslóg, er ALS organisatoriskt og jįttanarliga skipaš uttan fyri almennu umsitingina, fķggjarlóg og landsroknskap. ALS er tķ ikki tķlķkur landsstovnur, har Lųgtingiš eftir § 45, stk. 4 ķ stżrisskipanarlógini  skal góškenna įrligu roknskapirnar hjį ALS. Heldur ikki eigur fęiš hjį ALS at verša tikiš viš ķ uppgerš yvir ognir landsins. Til tess at tryggja tey almennu atlitini ķ skipanini og sum umboš hjį Fųroya fólki eigur Lųgtingiš rętt til umvegis Landsgrannskošanina og Lųgtingsgranskošararnar at tryggja sęr neyšugt innlit ķ ALS-roknskapin.

 

Lųgtingiš hevur eftir galdandi reglum neyšugar heimildir at hava innlit ķ fyrisitingini av ALS, tķ ALS er fevnt av § 15, stk. 1 ķ lųgtingslóg nr. 25 frį 21. aprķl 1991 um grannskošan av landsroknskapinum v.m. Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin kunnu tķ eftir hesi įseting beinleišis ella frį landsstżrismanninum krevja at fįa roknskapin hjį ALS til kanningar. Halda Lųgtingsgrannskošararnir, at alt ikki er, sum taš eigur at vera, kunnu teir leggja mįliš fyri tingiš at taka stųšu til, um hetta eigur at fįa avleišingar, og hvųrji stig eiga at verša tikin. Tęr heimildir, iš Lųgtingiš og stovnar undir Lųgtinginum longu hava eftir stżrisskipanarlógini og § 15 ķ lóg um grannskošan av Landsroknskapinum v.m., eiga ikki at verša nevndar ķ ašrari lóggįvu uttan so, at ętlanin er at vķkja frį teimum. Taš er ikki ętlanin at vķkja frį galdandi reglum, og tķ er óneyšugt at įseta nakaš um hesi višurskifti ķ ALS-lógini.

 

Eftir § 2, stk. 2, nr. 1 ķ lųgtingslóg nr. 33 frį 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald, kann landsstżrismašurin gera av, at lógarinnar reglur um roknskaparhald og reglur, sum verša gjųrdar sambęrt lógini, skulu galda fyri stovnar, felųg, grunnar v.m., hvųrs śtreišslur ella roknskaparliga hall verša goldin viš landsstudningi ella viš gjųldum, avgjųldum ella ašrari inntųku sambęrt lóg. Eftir stk. 3 ķ somu lógarįseting verša reglurnar ķ stk. 2 tó ikki nżttar ķ tann mun, taš ķ ašrari lóggįvu eru reglur um roknskaparhald, sum ikki eru ķ samsvari viš lógina ella reglur, įsettar sambęrt lógini. ALS fęr sķnar inntųkur sambęrt lóg, og ķ lógini um ALS er eingin regla, sum nįgreiniliga įsetir, hvussu roknskaparhaldiš skal vera. Har er bert įsett, at roknskaparįriš er įlmanakkaįriš, og at roknskapurin skal grannskošast av einum lųggildum grannskošara. Til tess, at ivi ikki skal verša um, hvųrjum roknskaparreglum ALS skal fylgja, veršur tķ skotiš upp, at ALS skal fylgja įrsroknskaparlógini viš slķkum tillagingum, iš mettar vera neyšugar, lųgtingslógini um bókhaldsskyldu, umframt kunngerš um minstukrųv til bókhald og roknskap. Oršingin ”viš slķkum tillagingum, iš mettar vera neyšugar”, er skotin upp, tķ roknskaparlógin beinleišis er galdandi fyri partafelųg og smįpartafelųg, og at taš tķ eru reglur ķ lógini, sum bert skulu nżtast til slķk felųg, t.d. reglur um at roknskapurin skal innihalda yvirlit yvir partaeigarar v.m. og ķ heila tikiš allar reglurnar ķ lógini višvķkjandi partapeninginum og eginognini. M.a. hesar reglur geva ikki meining at nżta til ALS og lķknandi stovnar. Tķ ber ikki til at fylgja roknskaparlógini ķ einum og ųllum. Nųkulunda sama oršing veršur nżtt ķ lógini um vinnurekandi grunnar (§ 28, stk. 2) og eisini ķ vištųkunum višvķkjandi SEV.

Stżriš fęr harumframt heimild at įseta nęrri reglur um roknskaparfųrsluna.

Stk. 2

Sum verandi stk. 2.

 

Til nr. 2.

§ 5 a

Stovnar, sum organisatoriskt og jįtanarliga verša skipašir uttan fyri vanligu almennu fyrisitingina, men sum tó eru skipašir viš lóg, og sum rųkja myndugleikauppgįvur, eru fevndir av almennu fyrisitingarręttarligu lóggįvuni (innlitslóg og fyrisitingarlóg). Hetta var eisini nišurstųšan hjį Lųgtingsins umbošsmanni, at ALS er partur av almennu fyrisitingini undir heimastżrinum, LUM- sak nr. 200200044. Landsstżrismašurin įbyrgdast politiskt og ręttarliga mótvegis Lųgtinginum fyri umsitingini av ALS, og landsstżrismašurin skal tķ hava eftirlit viš ALS. Taš gongur ikki greitt fram av galdandi lóg, at landsstżrismašurin skal hava eftirlit viš ALS, og taš veršur tķ skotiš upp, at hetta veršur įsett ķ lógini, og at landsstżrismašurin skal hava roknskapin og ašrar upplżsingar, sum neyšugir eru at śtinna eftirlitiš. ALS- inngjaldiš. Viš hesi įsetingini veršur taš eisini meira greitt, at ALS er at meta sum almennur fyrisitingarligur myndugleiki.  

 

Til nr. 3.

§ 8, stk. 1, nr. 3

Umframt til tey skip, sum eru skrįsett beinleišis ķ FAS, loyvir skattalógin afturbering av skatti til reišaran, tį talan er um sokallaša FAS-lķknandi skipan. Taš vil siga, at ein fųroyskur reišari bareboat leigar eitt skip, men velur ikki at skrįseta skipiš ķ FAS, hóast skipiš lķkur treytirnar at verša skrįsett ķ FAS.

 

Somu grundir eru fyri, at ALS-gjald ikki skal rindast ķ sambandi viš hesa FAS-lķknandi skipan, sum tį talan er um beinleišis FAS-skrįseting, og Arbeišsloysisskipanin hevur tulkaš greinina soleišis, at FAS-lķknandi skipanin er undantikin ALS-gjaldi. Fyri at eingin ivi skal vera um heimildina, veršur skotiš upp at orša lógina greišari hesum višvķkjandi.  

 

Til nr. 4.

§ 9.

Hetta er ein einfaldgerš av greinini.

 

Stk. 1.

Viš nżggju oršingini veršur vķst į hęgsta ALS-gjald, og annars vķst til kunngerš, har galdandi ALS-gjald er įsett. Herviš veršur verandi stk. 3 ikki neyšugt.

 

Stk. 2.

Fyri at Arbeišsloysisskipanin kann seta ašra gjaldsfreist fyri arbeišsgevarar, iš ynskja at verša fakturerašir fyri ALS-gjald, veršur henda heimild, fyri at vķkja frį hųvušsregluni, sett ķ lógina. Viš taš at tey gjųld, sum rindast skulu, ofta eru sera smį men hóast hetta lutfalsliga arbeišs- og kostnašarkrevjandi, veršur mett, at teir arbeišsgevarar, sum ynskja at verša fakturerašir fyri ALS-gjald, sjįlvir rinda kostnašin av hesum. Tķ er įsett, at  įsetast kann avgreišslugjald.

 

Stk. 3.

Somuleišis verša įsetingar gjųrdar um, at ALS kann renturokna ov seint rindaš inngjųld umframt įseta avgreišslugjųld og innkrevjingarkostnaš.

 

Stk. 4.

Mett veršur, at samfelagsbśskaparlig  atlit eiga at takast, tį ALS- gjaldiš veršur įsett., og skotiš veršur tķ upp, at hetta veršur beinleišis įsett ķ lógini.

 

Til nr. 5. 

Vķst veršur til nr. 12 ķ pkt. 5. ķ 1. Kap. ķ teimum vanligu višmerkingunum, (samandrįttur av uppskotinum )

 

Til nr. 6. 

Sum er, er skipanin hjį sjįlvstųšugt vinnurekandi, bęši višvķkjandi inngjaldi og śtgjaldi, tung at umsita, viš taš at hvųr tryggingartakari skal metast fyri inngjaldiš, og sķšan eftirregulerast.

 

Hetta kemst av, at śtgangsstųšiš veršur tikiš ķ roknskapinum hjį viškomandi fyri sjįlvstųšuga vinnuvirksemiš.

 

 Ein annar trupulleiki er harumframt, at av tķ at śtrokningargrundarlagiš hjį sjįlvstųšugt vinnurekandi ķ verandi skipan er seinasta roknskaparįriš undan arbeišsloysinum, er śtgjaldiš ofta sera lįgt, tį iš arbeišsloysiš endaliga er stašfest. Hetta kemst av, at hin sjįlvstųšugi vinnurekandi sķšstu tķšina, įšrenn hann stešgar, oftast hevur hall, ella ķ hvussu so er hevur sera lķtiš avlop į roknskapi sķnum.

 

Skotiš veršur upp, at skipanin veršur gjųrd viš fųstum śtgjaldi, sum svarar nųkulunda til vanliga śtgjaldiš fyri vanligar lųnmóttakarar, og at inngjaldiš sķšan veršur roknaš śt eftir hesum.

 

Til nr. 7.

§ 12, stk. 6.

Eftir galdandi reglum er ikki heimild at taka avgreišslugjųld og at rokna rentu fyri av seint rindaši ALS- gjųld. Eftir uppskotinum fęr Stżriš heimild at seta reglur um hetta. Bķšidagar eru įsettir ķ kunngeršini um arbeišsloysistrygging fyri sjįlvstųšugt vinnurekandi, men eru ikki serliga nevndir ķ galdandi stk. 6.

 

Til. nr. 8

Vķst veršur til nr. 12 ķ pkt. 5. ķ 1. Kap. ķ teimum vanligu višmerkingunum (samandrįttur av uppskotinum ).

 

Til nr. 9 .

§ 14, stk. 1.

Ķ stašin fyri at nevna, nęr arbeišsloysisstušul veršur śtgoldin, veršur skotiš upp at fįa stašfest, nęr rętturin til arbeišsloysisstušul tekur viš. Sjįlv śtgjaldingin veršur smb. § 16, stk. 4 avgreidd sambęrt śtgjaldskunngeršini.

 

Nr. 1.

Fyri at taš greitt skal framganga av lógini, at taš er ein treyt fyri at fįa rętt til arbeišsloysisstušul, at viškomandi fyrst sųkir um stušul, veršur skotiš upp at gera eitt ķskoyti til nr. 1.

 

Nr. 2.

Taš hevur, sķšan skipanin varš stovnaš, veriš ein grundleggjandi fatan og treyt, at skipanin ikki skuldi vera ein parttķšarskipan. Arbeišsloysisskipanin hevur eisini tulkaš lógina soleišis, at taš ikki ber til at vera parttķšararbeišsfųrur og heldur ikki parttķšararbeišsleysur. Taš merkir, at rętturin til arbeišsloysisstušul er treytašur av, at viškomandi er bęši arbeišsfųrur til eitthvųrt fulldagsstarv og er arbeišstųkur at įtaka sęr eitthvųrt fulltķšarstarv. Fyri at eingin ivi skal vera um hetta, veršur skotiš upp, at galdandi praksis veršur stašfest ķ lógini

 

Nr. 3.

Óbroytt.

 

Nr. 4.

Broytt, men er bert ein stašfesting av galdandi praksis.

 

Nr. 5.

Óbroytt.

 

§ 14, stk. 4

Ķ umsitingini av lógini kann vera trupult at fįa stašfest, um ein arbeišsleysur er tųkur og višurskifti um arbeišsfųrleika v.m. Endamįliš viš nżggja stk. 4 er at geva Stżrinum greišari heimildir at įseta, nęr ein er at fata sum tųkur, arbeišsfųrur v.m., Reglur um hetta eru įsettar ķ kunngeršini um śtgjald av arbeišsloysisstušli, og įsetingin er bert ein stašfesting av praksis.

 

Til nr. 10.

§ 15.

Stk. 1

Tęr inntųkur, sum eftir uppskotinum ikki verša roknašar upp ķ śtrokningargrundarlagiš, eru somu inntųkur, sum eru undantiknar eftir galdandi įsetingum. Oršingin av undantakiš nr. 3 er broytt ķ mun til galdandi įseting, men er bert ein stašfesting av galdandi praksis, sķ eisini višmerkingarnar til broyting nr. 3.

 

Stk. 2.

Viš broytingini ķ § 12 um trygging til sjįlvstųšug vinnurekandi, veršur stk. 2 ikki neyšugt, og tķ veršur hetta strikaš, stk. 3 veršur stk. 2, men annars verša broytingar ikki gjųrdar ķ įsetingini.

 

Stk. 3

Stk. 3 ķ uppskotinum samsvarar stk. 4 ķ galdandi lóg. Oršingin av įsetingini veršur broytt soleišis, at galdandi praksis greitt gongur fram av lógini, at śtrokningargrundarlagiš veršur roknaš frį, tį viškomandi fór ķ skśla ella lęru og 12 mįnašir aftur. Somuleišis veršur oršiš, “įsett” sett inn, soleišis at įsetingin veršur samsvarandi galdandi praksis, hareftir reglan ķ stk. 3 bert veršur nżtt, um skśla- ella lęrutķšin er “įsett” at vara upp til 12 mįnašir. Tilvķsingin til stk. 2 ķ galdandi lóg veršur strikaš, viš taš at galdandi stk. 2 eftir uppskotinum veršur strikaš.

 

Harumframt veršur galdandi praksis, at śtrokningargrundarlagiš eftir stk. 3 bert veršur nżtt, um taš er hęgri enn śtrokningargrundarlagiš eftir stk. 1, nś stašfest ķ lógini.

 

Stk. 4, pkt. 1

Taš kemur oftast fyri, at ein persónur veršur knżttur til eitt fiskavirki eina tķš, įšrenn hann fyrstu ferš fęr śtgjald. Talan er sostatt ikki um, sum ķ vanligu skipanini, at arbeišsloysiš veršur stašfest beinanvegin, persónurin veršur knżttur til fiskavirkisskipanina. Tķ er neyšugt greitt at įseta, frį hvųrjum degi śtrokningargrundarlagiš skal roknast. og eftir praksis er taš fyrsti dagurin ķ tķ vikuni, tį persónurin fyrstu ferš fęr śtgjald, og viš įsetingini ķ stk. 4, pkt. 1 veršur verandi praksis lógarstašfest.

 

Stk. 4, pkt. 2.

Skotiš veršur upp at broyta reglurnar fyri śtrokningargrundarlagnum soleišis, at hjį fólki ķ fiskavirkisskipanini kann śtrokningargrundarlagiš broytast į hvųrjum įri, men kann tó ongantķš fara nišur um taš grundarlag, tey fingu, tį tey fyrstu ferš komu inn ķ skipanina.

 

Grundgevingin fyri hesi broyting er, at fólk, sum starvast į fiskavirki nógv įr, ikki eiga at vera bundin ųll įrini av einum mųguligum lįgum śtrokningargrundarlagi, sum tey hųvdu, tį tey komu ķ skipanina fyrstu ferš.

 

Til nr. 11.

§ 16.

 

Stk. 1

Eftir galdandi reglum veršur śtrokningargrundarlagiš bżtt viš ųllum dųgunum ķ įrinum viš undantaki av leygar-, sunnu- og haldidųgum. Hetta gevur skiftandi bżtistal, alt eftir hvussu nógvir gerandisdagar eru ķ įrinum. Hóast broytingin frį įri til įrs er lķtil, er ofta torfųrt hjį teimum arbeišsleysu at skilja, hvķ stušulin broytist um įrsskiftiš. Tķ veršur skotiš upp at fastleggja dagatališ, sum stušulin skal bżtast viš, til 253, sum er įrliga mišaldagatališ seinastu 12 įrini, sķšani skipanin varš sett į stovn. Somuleišis er neyšugt at nżta hetta dagatal ķ sambandi viš įsetan av hęgsta dagliga arbeišsloysisstušlinum eftir stk. 2. Ķ sambandi viš įsetan av eini arbeišaraįrslųn er somuleišis neyšugt at įseta eitt dagatal, og veršur hettar 228, iš er 253 dagar frįdrigiš 25 feriudagar.

 

Stk. 2

Higartil hava ymisk gjųld, hin arbeišsleysi fęr, veriš drigin frį arbeišsloysisstušlinum, m.a. veitingar frį Almannastovuni, hóast hesar ikki hava veriš vanligar A-inntųkur. Nś veršur skotiš upp, at bert pensjónir, bęši almennar og privatar, sum verša skattašar sum A-inntųka, verša at skerja hęgst loyvda arbeišsloysisstušulin, tó ikki fyritķšarpensjónir orsakaš av avlamni.

 

Hetta fer at gera reglurnar um mótrokning greišari og harviš lęttari at umsita, umframt at skilnašurin millum Arbeišsloysisskipanina og Almannastovuna veršur greišari.

 

Stk. 3

Endamįliš viš broytingunum ķ stk. 3 og er bert at gera oršingarnar mįlsliga greišari, og hevur hetta ikki viš sęr innihaldsligar broytingar, Millum annaš er oršiš “dagleišaraarbeiši” strikaš, og ķ stašin veršur nżtt hugtakiš “fyrifallandi arbeiši”. Sķ eisini višm. til stk. 1

 

Stk. 4

Skotiš veršur upp at seta nżtt stk. 4. inn soleišis, at verandi stk. 4. og 5. verša stk. 5. og 6.

 

Ķ sambandi viš mųguleikan hjį arbeišsleysum į fiskavirkjum at arbeiša nišursetta tķš, veršur ķ stk. 4. nś įsett, hvussu arbeišsloysisstušulin veršur roknašur ķ tķlķkum fųrum. Įšur hevur arbeišsloysisstušulin til tann arbeišsleysa į fiskavirkinum, sum t.d. arbeiddi ½ tķš, veriš roknašur viš stųši ķ einum vikutķmatali upp į 40, men viš įsetingunum ķ stk. 4 veršur arbeišsloysisstušulin nś ķstašin roknašur viš stųši ķ 20 tķmum.

 

Stk. 5

Endamįliš viš broytingunum er bert at gera oršingarnar mįlsliga greišari, og hevur hetta ikki viš sęr innihaldsligar broytingar, tó so at heimild ķ uppskotinum eisini er at įseta, hvussu upplżsingarnar skulu latast ALS.

 

Stk. 6.

Einsljóšandi oršing sum verandi stk. 5.

 

Til nr. 12.

§ 17

Endamįliš viš hesum lógarbroytingum er at fįa hesar įsetingar oršašar tżšiligari.

 

Stk. 1.

Įsetingin er ųšrvķsi oršaš, men hevur ongar innihaldsligar broytingar viš sęr.

 

Stk. 2.

Sama oršing sum verandi stk. 2.

 

Stk. 3.

Eftir galdandi stk. 3 kunnu bķšidagarnir ongantķš vera fleiri enn 10 dagar. Viš nżggju įsetingini kunnu bķšidagarnir ongantķš vera fleiri enn 5 dagar.

 

Stk. 4.

Įsetingin er nżggj, men stašfestir bert galdandi praksis, at bķšidagarnir verša įsettir frį fyrsta degi viš rętti til arbeišsloysisstušul, og bert fyri dagar, sum annars hųvdu giviš rętt til śtgjald.

 

Stk. 5.

Viš nżggju oršingini ķ stk. 5 veršur įsett, at bķšidagarnir ongantķš kunnu renna, samstundis sum hin arbeišsleysi missir ręttin til arbeišsloysisstušul eftir § 18. Mannagongdin veršur nś tann, at mųgulig karantena eftir § 18 rennur įšrenn bķšidagarnir eftir § 17.

 

Til nr. 13.

§ 18

Viš hesum ķskoyti veršur gjųrt greitt, at mųgulig karantena veršur galdandi, frį tķ at viškomandi fer śr starvi, t.v.s. setanarliga tilknżtiš til arbeišsgevaran er av. Hetta kann vera, įšrenn viškomandi sųkir um arbeišsloysisstušul.

 

Til nr. 14.

§ 19.

Fyri at ivi ikki skal vera um, frį nęr rętturin til stušul veršur mistur, veršur sett ķ lógina, at taš skal roknast frį degnum eftir, at frįbošanin um arbeišstilbošiš mį roknast viš at vera móttikin av tķ arbeišsleysa. Fyri at nżta sama hugtak sum ķ § 18 veršur skotiš upp at broyta “tryggingarśtgjald” til “stušul”.

 

Ķ kunngeršini um śtgjald v.m. av arbeišsloysisstušli er įsettar fyri, nęr talan kann vera um serligar orsųkir, sum ikki višfųra, at viškomandi missir ręttin til stušul. Fyri at ivi ikki skal vera um, at heimilaš er Stżrinum at įseta tķlķkar reglur, veršur taš įsett her, at Stżriš hevur tķlķka heimild.

 

Til nr. 15.

§ 20

Fyri fiskavirkisskipanina verša broytingar eisini gjųrdar ķ § 15, stk. 4 og ķ § 16, stk. 4 višvķkjandi śtrokning av arbeišsloysisstušlinum. Ķ § 20 veršur heimildin hjį Stżrinum at gera kunngerš gjųrd greišari.

 

Til nr. 16.

§ 21

Mett veršur, at heimild eigur at vera fyri at kunna broyta skipanina soleišis, at śtgjaldiš kann vera eitt annaš enn til ”vanlig” arbeišsleys.

 

Tį farloyvisskipanin kom, var śtgjaldiš til fólk ķ farloyvi 60 %, t.v.s. 10 % lęgri enn vanliga śtgjaldiš, men kęrunevndin fyri Arbeišsloysisskipanina hevur mett, at heimild ikki var fyri at hava hetta lęgra śtgjaldiš. Nś veršur so skotiš upp, at hendan heimild fęst til vega.

 

Til nr. 17.

Skotiš veršur upp, at heimilaš at įseta nęrri treytir til tann, sum fer ķ farloyvi, og til tann arbeišsleysa, sum fer ķ farloyvisstarviš. Ķ verandi farloyviskunngerš er m.a. įsett, at tey, sum eru ķ farloyvi, fara aftur um ķ bķširųšina ķ arbeišsįvķsingini. Heimild fyri hesum er nś įsett beinleišis ķ lógini.

 

Til nr. 18

§ 24.

Ķ verandi lóg er ikki sett sum greitt krav fyri fólk, sum skulu hava rętt til arbeišsloysisstušul, at tey skulu vera skrįsett ķ arbeišsįvķsingini. Tó hevur hetta krav veriš praktiseraš sum ein av treytunum fyri at vera fatašur sum tųkur, og harviš sum krav fyri at fįa arbeišsloysisstušul. Viš nżggju oršingini er ongin ivi um kraviš um at vera skrįsettur ķ arbeišsįvķsingini fyri at hava rętt til arbeišsloysisstušul.

 

Fólk, sum ikki eru arbeišsleys, kunnu lata seg skrįseta ķ arbeišsįvķsingini. Sambęrt nżggju oršingini kann Arbeišsloysisskipanin seta treytir fyri henda bólk. Henda heimild finst ikki ķ verandi oršing.

 

Til nr. 19 

Vķst veršur til nr. 12 ķ pkt. 5. ķ 1. Kap. ķ teimum vanligu višmerkingunum (samandrįttur av uppskotinum ).

 

Til nr. 20

§ 25

Mett veršur, at ein tann besti hįtturin at fįa arbeišsleys aftur ķ arbeiši er, at hesi koma ķ vanligt arbeiši. Fyri tey fólk, sum hava veriš leingi arbeišsleys, kann hetta vera trupult, og heimild eigur tķ at vera fyri sonevndum arbeišsvenjingarstųrvum.


Ķ slķkum fųrum kann talan vera um, at avtala veršur gjųrd millum Arbeišsloysisskipanina, ein įvķsan arbeišsgevara og tann arbeišsleysa, har tann arbeišsleysi ķ įsett tķšarskeiš fęr arbeiši, móti at Arbeišsloysisskipanin rindar arbeišsloysisstušulin, sum hin arbeišsleysi annars hevši havt rętt til, og kanska eisini ašrar śtreišslur til skeiš ella lķknandi til arbeišsgevaran, sum so rindar tķ arbeišsleysa fulla lųn.

 

Trupulleikin viš slķkum skipanum er sjįlvandi, at hetta kann virka kappingaravlagandi, umframt at hesi arbeišsleysu į arbeišsmarknašinum kunnu koma ķ kapping viš onnur arbeišssųkjandi.

 

Ein hįttur at byrgja fyri slķkari misnżtslu er, at ein slķk skipan veršur umsitin į ein slķkan hįtt, at somu arbeišsgevarar bert kunnu hava fólk ķ slķkari starvsvenjing ķ įvķst tķšarskeiš, og skulu so stešga įsett tķšarskeiš, įšrenn mųguleikin aftur bżšst.

 

Til nr. 21.

§ 26.

Viš hesi oršing veršur įsett innan fyri hvųrja freist, Arbeišsloysisskipanin kann leggja mįl fyri dómsvaldiš. Sum er, eru bert vanligu fyrningarreglurnar at ganga eftir. Freistin upp į 6 mįnašir, sum sambęrt uppskotinum skal vera galdandi fyri Arbeišsloysisskipanina, veršur ikki galdandi fyri tann arbeišsleysa, sum tķ hevur vanligu fyrningarreglurnar at ganga eftir. Mett veršur, at taš bųtur um ręttartrygdina hjį borgaranum, at hann eftir 6 mįnašum kann vera vķsur ķ, at mįliš er endaligt, heldur enn at hann eisini skal bķša alla fyrningarfreistina.

 

Kęrunevndin hevur tųrv į heimild fyri ķ serligum fųrum at kunna geva Arbeišsloysisskipanini loyvi at vķkja frį 4-vikurs freistini, sķ broytingina ķ stk. 2.

 

Til nr. 22.

§ 27.

Eftir galdandi reglum hevur ALS rętt at fįa upplżsingar frį Toll- og Skattstovu Fųroya ķ sambandi viš śtrokning og eftirlit viš śtgjaldinum. Men Arbeišsloysisskipanin hevur tųrv į upplżsingum bęši ķ sambandi viš inn- og śtgjald, og veršur skotiš upp at broyta tilvķsingina til śtgjaldsupphęddir til at vera umsiting og eftirlit eftir lógini. Viš hesi broyting veršur greiš heimild fyri at fįa upplżsingar Frį Toll- og Skattstovu Fųroya eisini ķ sambandi viš śtroking og eftirlit viš inngjaldinum.

 

Talan er ikki um innihaldsligar broytingar ķ stk. 2. Oršiš avlamispensjón er bżtt um viš oršiš fyritķšarpensjón.

 

Fyri at hava somu oršing ķ stk. 3 sum ķ stk. 1, veršur skotiš upp at broyta seinasta setning ķ stk. 3. Talan er ikki um nakra innihaldsliga broyting.

 

Til nr. 23.

§ 28.

Oršingin er ein vķškan av įbyrgdini hjį móttakaranum av arbeišsloysisstušli til at rinda upphęddir aftur, sum av órųttum verša móttiknar.

 

Fyri at beina mųguligan iva um mótrokningarręttin hjį Arbeišsloysisskipanini burtur, tį upphęddir av órųttum hava veriš śtgoldnar, veršur skotiš upp at seta nżtt stk. 3 ķ § 28. Henda heimild skal eins og higartil verša umsitin viš atliti til generellar reglur um "trangsbeneficium".

 

Harumframt veršur mett, at taš er rętt, at Stżriš kann įseta smįmunarmark, um tęr upphęddir, sum skulu krevjast aftur, eru so smįar, at śtreišslurnar ķ sambandi viš afturkrevjing mugu metast at vera lutfalsliga ov hųgar.

 

Til § 2.

Arbeišsloysisskipanin hevur 14- daga śtgjaldskeiš. Av tekniskum įvum eigur lógin tķ at koma ķ gildi ein įvķsan dag, sum er fyrsti dagurin ķ einum śtgjaldskeiši, og veršur skotiš upp, at gildiskomudagurin veršur įsettur til 6. juni 2005.

 

Skjųl:

1)      Įlit um broytingar ķ lųgtingslóg um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing

2)      Įlit um ALS, fķggjarlóg og landsroknskap 

 

Į tingfundi 31. mars 2005 tók uppskotssetarin, Bjarni Djurholm, mįliš aftur.