89  Uppskot til  løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  
 

Uppskot

 

til

 

lóg um skatt av reiðarívirksemi

(Tonsaskattalóg)

 

Kapittul 1

Lógarøkið

 

§ 1. Partafeløg og smápartafeløg, sum eru skattskyldug eftir § 1, nr. 8 í skattalógini, og sum reka reiðarívirksemi, ið er nevnt í § 4, jbr. § 5 í hesi lóg, kunnu gera skattskyldugu inntøkuna av reiðarívirkseminum upp eftir reglunum í hesi lóg.

 

§ 2. Feløg skulu skrivliga boða Toll- og Skattstovu Føroya frá, um tey vilja verða skattað eftir hesi lóg. Hetta skal í seinasta lagi verða gjørt samstundis við freistina fyri at lata sjálvuppgávu inn fyri tað inntøkuárið, ið skattingin skal viðvíkja.

Stk. 2. Avgerðin at brúka tonsaskatta­skipanina ella ikki er bindandi fyri reiðarí í trý ár at rokna, frá tí at tað inntøkuárið, sum reiðaríið vil hava at koma undir tonskaskattaskipanina byrjar. Gera reiðarí av ikki at brúka tonsaskattaskipanina, kunnu tey í fyrsta lagi koma undir skipanina eftir trý inntøkuár við skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini.

Stk. 3. Verða feløg, sum brúka tonsaskatta­skipanina, løgd saman, verður bindingartíðin eftir stk. 2 roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí reiðarínum, sum kom undir tonsaskattaskipanina seinast. Brúkar okkurt av feløgunum, sum verða løgd saman, ikki tonsaskattaskipanina, verður bindingartíðin roknað frá inntøkuárinum, tá feløgini verða løgd saman. 1. og 2. pkt. eru somuleiðis galdandi, um ognir verða fluttar úr einum felagi í annað. Verða feløg kloyvd, verður bindingartíðin roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí felagnum, sum verður kloyvt.

Stk. 4. Tá tonsaskattaskipanin verður nýtt, skulu øll skip og aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, vera í tonsaskattaskipanini.

Stk. 5. Feløg, sum gera skattskyldugu inntøkuna upp eftir hesi lóg, kunnu ikki verða samskattað við onnur feløg.

 

§ 3. Eiga ella leiga fleiri reiðarí eitt skip o.t., sum kann koma undir hesa lóg, kunnu teir einstøku partarnir av hesum skipinum o.t. koma undir tonsaskatting hjá avvarðandi reiðaríum.

 

Kapittul 2

Inntøka undir tonsaskatting

 

§ 4. Skattskyldug inntøka í sambandi við vinnuligt virksemi við at flyta ferðafólk ella góðs (reiðarívirksemi) millum ymisk støð við

1)      skipum hjá reiðaríum, jbr. tó stk. 2,

2)      skipum, sum verða leigað uttan manning (bareboat-charter), og

3)      skipum, sum verða leigað við manning (time-charter),

verður gjørd upp eftir reglunum í §§ 6-12. Tað er ein treyt, at skipini eru 100 bruttotons (BT) ella størri.

Stk. 2. Skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað, kunnu bert koma undir hesa lóg, um leigarin nýtir tey til endamál, sum hevði komið undir hesa lóg, um útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál. Harumframt kunnu skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað uttan manning (bareboat-charter), bert koma undir hesa lóg, um reiðarí, grundað á fyribils yvirskotskapasitet, leiga skipini út í mesta lagi í trý ár. Sama skip kann bert koma undir hesa áseting eina ferð, meðan sama reiðarí eigur skipið.

 

§ 5. § 4 viðvíkur ikki inntøku av hesum sløgum av virksemi:

1)      Tað at forkanna, leita eftir ella útvinna kolvetni ella annað náttúruríkidømi.

2)      Fiskiskapi og tilvirkingarvirksemi.

3)      Tað at gera og umvæla havnir, molar, brúgvar, oljuútbúnað, at leggja rørleiðingar á havbotnin, at dýpa, dreggja eftir gróti, sandsúgva ella tílíkt virksemi.

4)      Kavaravirksemi.

5)      Tað at sleipa, loðsa o.t., tá skipini verða nýtt í havnum og kring havnir.

6)      Útbúgvingarvirksemi, sosialt og pedagogiskt virksemi o.t.

7)      Savnsvirksemi og skipavarðveiting.

8)      Ítrótta-, útferðar- og frítíðarvirksemi.

9)      Tað at nýta skip, ið støðugt liggja fyri akkeri, hvat endamál tað so er til.

Stk. 2. Dýpingarmaskinur, flotkranar, flotdokkir, kaðaltrumlur, boripallar, flótandi kør og tílíkur útbúnaður er ikki at meta sum skip eftir hesi lóg. Sama er galdandi fyri prámar og uppskipingarbátar, uttan so at teir bera last og eru 2.000 bruttotons ella størri.

 

Kapittul 3

Uppgerð av inntøku undir tonsaskatting

 

§ 6. Reiðarí, sum hava inntøku, ið kemur undir tonsaskattaskipanina, og sum samstundis hava aðra inntøku, skulu gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær.

 

§ 7. Inntøka er undir tonsaskattaskipanini, um inntøkan stavar frá flutningi við skipum, sum eru nevnd í § 4, ella veitingum í tøttum tilknýti til hesar inntøkur, jbr. stk. 2.

Stk. 2. Umframt inntøkur av flutningi, sum nevndar eru í stk. 1, eru inntøkur av virksemi, ið er nevnt niðanfyri, eisini undir tonsaskattaskipanini, um slíkt virksemi fer fram í tøttum tilknýti til tær flutnings­veitingar, sum eru undir tonsaskatta­skipanini:

1)      At nýta bingjur.

2)      Rakstur av amboðum til at ferma, uppskipa og viðlíkahalda við.

3)      At reka ferðaseðlastovur og farstøðir.

4)      Rakstur av skrivstovuhentleikum o.t.

5)      At selja vørur at brúka umborð.

Stk. 3. Onnur inntøka hjá feløgum verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni og er saman við inntøkuni eftir stk. 1 og 2 skattskylduga inntøkan tilsamans hjá feløgunum.

 

§ 8. Viðvíkja samsýningar fyri flutningsveitingar bæði flutningsveitingum nevndar í § 7, stk. 1 og 2 og øðrum flutningsveitingum, verða tær skattaðar eftir hesi lóg, um feløg, sum verða skattað eftir tonsaskattaskipanini, hava gjørt avtalu við onnur flutningsfeløg um tann partin av flutningsveitingunum, sum ikki er undir skipanini. Útinna feløg, sum verða skattað eftir tonsaskattaskipanini, sjálvi hin partin av flutningsveitingunum, verður tann parturin av samsýningunum, sum er fyri hesar veitingar, skattaður eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

 

§ 9. Bruttofíggjarinntøkur og -útreiðslur verða býttar lutfalsliga eftir roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða reiðarívirkseminum og roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at øðrum virksemi, jbr. tó stk. 2. Fíggjarinntøkur og -útreiðslur eru eftir hesi lóg at skilja sum rentuinntøkur og
-útreiðslur, vinningur og tap av fíggjarkrøvum og skuld, og vinningur og tap av keyps- og sølurættindum, sum eru undir kapitalvinningsskattalógini.

Stk. 2. Vinningur og tap av kontraktum (terminskontraktum o.t.), sum verða teknaðar fyri at tryggja rakstrarinntøkur og rakstrarútreiðslur undir § 7, verða førd til ta inntøku, sum verður tryggjað.

 

§ 10. Hóast ásetingarnar um, hvussu skattskyldug inntøku skal gerast upp eftir hesi lóg, skal tann skattskyldugi nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við fólk, feløg, og fastar rakstrarstaðir, nevnd í § 37a, stk. 1 í skattalógini (kontrolerað handilsviðurskifti), sum høvdu verið nýtt, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Reglurnar í § 37a, stk. 2-4 eru galdandi samsvarandi.

Stk. 2. Tá inntøka, sum skal førast til skattingar eftir tonsaskattaskipanini ella eftir vanligum reglum, verður gjørd upp, verða teir prísir og tær treytir nýtt, sum høvdu verið nýtt, um óheftir partar gjørdu avtalu sínámillum um flutningsveitingar, aðrar veitingar, ella um amboðsnýtslu o.t., jbr. § 37a, stk. 1 í skattalógini. Reglurnar í § 118 a í skattalógini eru galdandi samsvarandi.

Stk. 3. Verða ásetingarnar í stk. 1 og 2 ikki fylgdar, verður skattskyldug inntøka regulerað samsvarandi reglunum í § 37a í skattalógini, hvat so reglurnar í hesi lóg siga.

 

§ 11. Er skuldin hjá felagnum minni enn helmingurin av eginkapitalinum í felagnum við inntøkuársins enda, verður skattskylduga inntøkan hækkað við muninum faldað við tí avkastsatsi, ið er ásettur av Toll- og Skattaráði Føroya. Skuld og eginkapitalur verða gjørd upp eftir roknskaparligu virðunum. Renturættingin sambært 1. pkt. verður tikin við sum ein rentuútreiðsla, tá fíggjarinntøkur og  -útreiðslur verða gjørdar upp og býttar eftir § 9, stk. 1.

 

§ 12. Hjá skipum o.t., undir hesi lóg, verður skattskyldug inntøka gjørd upp grundað á nettotonsatal. Skattskyldug inntøka er fyri hvørt skipið tær grundupphæddir, ið nevndar eru niðanfyri, fyri hvørji 100 nettotons (NT) fyri hvørt byrjað samdøgur, um skipið hevur verið í rakstri ella ikki:

1)      Upp í 1.000 NT: 6 kr. fyri hvørji 100 NT

2)      Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT: 4 kr. fyri hvørji 100 NT

3)      Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT: 3 kr. fyri hvørji 100 NT

4)      Yvir 25.000 NT: 1 kr. fyri hvørji 100 NT.

Stk. 2. Tá inntøka verður gjørd upp eftir stk. 1, er ikki loyvt at draga frá skattligar avskrivingar av skipum og rakstrargøgnum, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini.

Stk. 3. Tá inntøka verður gjørd upp eftir stk. 1, er ikki loyvt at draga frá útreiðslur viðvíkjandi tonsaskattaðari inntøku eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni. Viðvíkur ein útreiðsla bæði inntøku, sum verður skattað eftir hesi lóg, og aðrari inntøku, verður útreiðslan býtt lutfalsliga eftir allari bruttoinntøkuni, áðrenn avskrivingar og fíggjarligar upphæddir, soleiðis sum hon verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

 

Kapittul 4

Skatting av vinningi og afturvunnum avskrivingum

 

§ 13. Reglurnar í avskrivingarlógini eru ikki galdandi fyri ognir, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini, uttan so at henda lóg beinleiðis vísir til avskrivingarlógina.

 

§ 14. Tá skift verður frá skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni til tonsaskatting, skal verandi salduvirðið eftir avskrivingarlógini býtast eftir roknskaparliga virðinum á teimum ognum, sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskattaskipanina, og roknskaparliga virðinum á restini av ognunum. Tann parturin av salduvirðinum, sum viðvíkur ognum, sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskatting, fer á serligar skiftissaldur. Verða hesar ognir síðani umvældar, skulu útreiðslurnar eisini fara á skiftissaldurnar.

Stk. 2. Útveganarpeningurin fyri ávikavist skip og rakstrargøgn, sum verða útvegað, eftir at skift er til tonsaskatting, og sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskattaskipanina, fer á serligar útjavningarsaldur. Verða hesar ognir síðani umvældar, skulu útreiðslurnar eisini fara á útjavningarsaldurnar. Reiðarí, sum frá stovnan nýta tonsaskattaskipanina, skulu ikki føra útjavningarsaldur, uttan so at reiðaríið er umskipað eftir lóg um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag, ella talan er um viðurskifti undir § 15, stk. 1.

Stk. 3. Verða skip ella rakstrargøgn avhendað, verður avhendingarupphæddin drigin frá tí saldu, sum er galdandi fyri hesi skip ella rakstrargøgn. Tó er 1. pkt. ikki galdandi fyri upphæddir viðvíkjandi skipum, sum eru hægri enn veruligi kostnaðurin á skipunum umframt útreiðslur til ábøtur.

Stk. 4. Salduvirðið á skiftissaldum og útjavningarsaldum verður niðurskrivað 12% árliga. Mótsvarast negativar skiftissaldur av positivum útjavningarsaldum, verða útjavningarsaldurnar niðurskrivaðar av nettoupphæddini. Niðurskrivingarnar kunnu ikki dragast frá.

Stk. 5. Verða skiftissaldur hjá reiðaríum negativar, verður farið fram eftir § 5 ella § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini, uttan so at tær negativu saldurnar heilt ella lutvíst mótsvarast av positivum útjavningarsaldum. Verður bert partur av negativari saldu mótsvaraður av positivari útjavningarsaldu, verður farið fram eftir § 5 ella § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini viðvíkjandi muninum.

Stk. 6. Tá stk. 5 verður nýtt, verður bindandi sáttmáli um at byggja nýtt skip, ið skal vera liðugt at lata innan í mesta lagi trý ár, javnmettur við, at skip verður útvegð. Tað er ein treyt, at sáttmálin í seinasta lagi verður gjørdur innan ársskiftið næsta inntøkuár, og at viðkomandi skip verður undir tonsaskattaskipanini.

 

§ 15. Fara skip ella rakstrargøgn frá aðrari nýtslu til fulla ella lutvísa nýtslu, sum er undir tonsaskattaskipanini, eftir tað at reiðarí eru komin inn í skipanina, verður § 14, stk. 1 nýtt á sama hátt. Nýta reiðarí tonsaskattaskipanina frá stovnan, verða útjavningarsaldur gjørdar fyri skip og rakstrargøgn, sum verða útvegað, eftir at tey skip og rakstrargøgn, sum eru nevnd í 1. pkt., eru farin yvir til nýtslu, sum er undir tonsaskattaskipanini, um so er, at hesi skip og rakstarargøgn, sum nú verða útvegað, heilt ella lutvíst verða nýtt undir skipanini.

Stk. 2. Fara skip ella rakstrargøgn frá heilari ella lutvísari nýtslu undir tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu, verða ognirnar mettar sum avskrivaðar 12% av salduvirðinum hvørt ár, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini. Upphæddin verður drigin frá skiftissaldum ella útjavningarsaldum, um tær eru galdandi fyri ognirnar. Upphæddin verður løgd aftur at saldum hjá reiðarínum eftir avskrivingarlógini.

 

§ 16. Avskrivað verður ikki fyri bygningar og innleggingar, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini. Reglurnar í avskrivingarlógini viðvíkjandi avhendan eru galdandi samsvarandi, tá bygningar og innleggingar, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini, verða avhendað.

Stk. 2. Fara bygningar og innleggingar frá heilari ella lutvísari nýtslu undir tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu, verða ognirnar mettar sum fult avskrivaðar eftir reglunum í avskrivingarlógini í tí tíðini, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini.

 

§ 17. Fara reiðarí frá tonsaskattaskipanini til skatting eftir vanligu reglunum í skatta­lóggávuni, verður avskrivingargrundarlagið fyri ognirnar, sum eru undir skiftissaldum og útjavningarsaldum, summurin av viðkomandi saldum. Onnur skip og rakstrargøgn undir tonsaskattaskipanini, verða mett sum avskrivað 12% av salduvirðinum hvørt ár, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini. Bygningar og innleggingar verða mett sum fult avskrivað eftir reglunum í avskrivingarlógini í tí tíðini, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini.

Stk. 2. Koma feløg undir tonsaskattaskipanini eftir ásetingum í einum tvískattasáttmála at hava heimstað í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi, verða ognir og skuld, sum, eftir at flutt er, ikki framhaldandi eru undir føroyskari skattskyldu, roknað sum avhendað um flutningsmundið. Avhendingarupphæddin verður sett til virðið í vanligum handli um flutningsmundið.

 

Kapittul 5

Flutningsskattur goldin øðrum londum

 

§ 18. Hava feløg goldið øðrum londum flutningsskatt, verður hann býttur á tonsaskattaða reiðarívirksemið og møguliga annað reiðarívirksemi alt eftir nýttum tonsatali. Flutningsskattur, ið fellur á tonsaskattaða partin av reiðarívirkseminum, kann fyri hvørt land sær dragast frá í tí partinum av tonsaskattinum eftir § 12, sum fellur á flutningsinntøkur frá avvarðandi landi.

Stk. 2. Flutningsskattur, ið fellur á tann partin av reiðarívirkseminum, sum ikki er undir tonsaskattaskipanini, verður viðgjørdur eftir reglunum í skattalógini § 154.

 

Kapittul 6

Eftirlitsreglur

 

§ 19. Reiðarí, sum brúka tonsaskatta­skipanina, skulu í skattliga ársroknskapinum hvørt ár leggja við skrivliga váttan frá grannskoðara felagsins, um at treytirnar í § 4, stk. 2, 2. pkt. eru loknar.

Stk. 2. Verða skip leigað út, jbr. § 4, stk. 2, er tað ein treyt fyri at nýta tonsaskattaskipanina, at útleigarin í leigusáttmálanum til nýtslu fyri skattamyndugleikarnar treytar sær eina árliga váttan frá leigaranum um, at treytirnar í § 4, stk. 2, 1. pkt. eru loknar.

 

Kapittul 7

Gildiskoma

 

§ 20. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2005.

 


 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til at seta í gildi lóg um at skatta reiðarívirksemi – nevnd tonsaskattalóg.

 

Tonsaskattaskipanir eru komnar í fleiri londum í Evropa seinastu árini. Í løtuni eru t.d. skipanir í Noregi, Danmark, Englandi, Hollandi, Týsklandi, Litava og Grikkalandi. Í eini roynd at forða fyri, at skipini fara undir annað flagg, hava londini kent seg noydd at seta tonsaskattaskipanir í verk.

 

Høvuðsendamálið við einum uppskoti til føroyska tonsaskattalóg má vera at fáa útlendsk skip henda vegin. Tó eiga føroysk skip eisini at kunna vera við í skipanini.

 

Tonsaskattaskipanin og FAS-skipanin snúgva seg um tvey ymisk viðurskifti og virka lið um lið.

 

FAS-skipanin snýr seg um, at reiðarí fáa 28% av hýruni hjá manningini afturborin.

 

Tonsaskattaskipanin snýr seg um, at feløg verða skattað av, hvussu nógv nettotons av skipum, tey hava havt til taks, í staðin fyri av yvirskotinum, uppgjørt eftir skattalógini.

 

Kjarnin í teimum kendu tonsaskattaskipanunum er, at tær viðvíkja reiðarívirksemi, tað merkir at flyta fólk og góðs og atknýttum virksemi, t.d. bingjuinntøkur. Í staðin fyri at skattskylduga inntøkan verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í lógini, tað er inntøkur minus útreiðslur, so verður skattskylduga inntøkan roknað eftir tí nettotonsatali, sum reiðaríini hava havt til taks í árinum, sum farið er. Henda skattskylduga inntøkan verður síðani skattað við vanliga skattaprosentinum, t.e. 20%. Viðmerkjast kann, at í norsku skipanini verður avgjald lagt á nettotonsatalið.

 

Skipanin viðvíkur skipum, sum feløg eiga og leiga. Ætlanin er, at tað ikki skal vera eitt krav, at skipini eru skrásett í Føroyum. Munurin er m.a., at eru skip skrásett í Føroyum, so gerst útlendska manningin avmarkað skattskyldug í Føroyum. Hetta er eisini galdandi, eru skip bareboat-leigað til Føroya.

 

Ætlanin er, at avgerðin at brúka skipanina ella ikki skal vera bindandi í trý ár.

 

Reka feløg eisini annað virksemi enn nevnt omanfyri, skulu inntøkur og útreiðslur býtast millum virksemi, ið verður skattað ávikavist eftir tonsaskattalógini og eftir vanligu skattareglunum.

 

Av tí at reglurnar ikki bert viðvíkja útlendskum skipum, men eisini føroyskum skipum, so eru ymiskar verndarreglur í lógini. Verndarreglur eru neyðugar, m.a. tí hesi skip hava verið undir vanligu skattareglunum frammanundan og kunnu gera av at fara út úr tonsaskattaskipanini og inn aftur undir vanligu reglurnar. Her gerast tí fleiri møguleikar at fara millum skipanirnar, umframt at til ber at sleppa undan útsettum skatti.

 

Uppskotið hevur:

1.      Reglur um avrokningarprísir (transfer-pricing) millum feløg/virksemi, ið eru undir tonsaskattaskipanini, og tey, sum ikki eru undir skipanini, (t.d. millum hotell og ferðamannaskip).

2.      Reglur um yvirkapitalisering. Við reglunum um  yvirkapitalisering verður mótvirkað, at nógvur peningur verður settur í tílík feløg, tí at inntøkurnar ikki verða skattaðar.

3.      Serreglur um at skjóta út skatt, tá skip verða seld.

 

Sum nevnt omanfyri, kunnu skip og rakstrargøgn undir tonsaskattaskipanini ikki avskrivast.

 

Hava skip verið undir vanligu reglunum í Føroyum, áðrenn tey fara undir tonsaskattaskipanina, so hava tey verið avskrivað eftir vanligu reglunum. Neyðugt er tí við reglum um, hvussu hesar avskrivingar skulu viðgerast.

 

Reglurnar tryggja, at afturvunnar avskrivingar verða skattaðar, um so er, at skip ella rakstrargøgn verða seld, um ikki onnur skip ella rakstrargøgn koma ístaðin. Útskotin skattur kemur soleiðis bert til gjaldingar, um reiðarívirksemið verður minni, enn tað var, tá feløgini fóru undir tonsaskattalógina.

 

Eisini eru reglur um, hvussu avskrivingargrundarlagið skal ásetast, um skipini aftur fara úr tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu.

 

Ætlanin er, at vinningur, ið kann koma av at avhenda skip, sum eru í tonsaskattaskipanini, ikki skal verða skattaður.

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá aðalráðunum og stovnum teirra umframt hjá vinnuni.

 

Viðmerkingar eru komnar frá:

-         Føroya Skipaskráseting

-         Skipaeftirlitinum

-         Menningarstovuni

-         Føroya Kommunufelag

-         Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

-         Felagnum fyri Løggildar Grannskoðarar

 

Viðmerkingarnar eru hjálagdar sum skjal til lógaruppskotið.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Tað er trupult at siga, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið fær, tí tær eru knýttar at:

1) Hvussu nógv føroysk feløg fara at nýta skipanina.

2) Hvussu nógv útlendsk feløg fara at nýta skipanina.

 

Ad 1) Gongur væl í vinnuni, fara føroysku feløgini at hava áhuga fyri at nýta skipanina. Hetta kemst av, at tey rinda sama skatt, hvussu stóra inntøku tey so hava. Av somu orsøk verður áhugin at nýta vanligu reglurnar í skattalógini størri, um tað ikki gongur væl.

 

Niðurstøðan av hesum er helst, at verða tað bert føroysk skip, sum nýta skipanina, so hevur lógin ongan týdning fyri landskassan ella kommunukassarnar, um tað gongur illa í vinnuni, tí eingin brúkar skipanina. Gongur tað harafturímóti væl í vinnuni, ávirkar hetta landskassan og kommunukassarnar, tí so kann skattur vera at spara samanborið við verandi reglur. 

 

Ad 2) Ongar metingar eru um, hvussu nógv útlendsk skip kunnu væntast at koma í flotan av hesum uppskoti.

 

Nakrar útrokningar eru gjørdar viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum. Hesar útrokningar byggja á skattin, sum føroysk reiðarafeløg hava goldið í 2000 og 2001 av tí inntøku, sum kann væntast at koma frá skipum, sum hava møguleika at koma inn í tonsaskattaskipanina.

 

Fyrivarni má tó takast fyri tølunum, tí tað í fleiri feløgum hevur verið neyðugt at býta inntøkuna í inntøku, sum stavar frá virksemi, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, og inntøku frá øðrum virksemi. Tølini byggja á hetta býti. Eisini skal viðmerkjast, at okkurt felag møguliga ikki er tikið við í útrokningina.

 

Útrokningarnar vísa, at skatturin av tí virksemi, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina í 2000, var uml. kr. 400.000, og skatturin av hesum virksemi í 2001 var uml. kr. 2.400.000.

 

Ein útrokning er eisini gjørd, sum vísir árliga tonsaskattin, sum tey skip skulu rinda, sum føroysk reiðarí eiga nú, og sum hava møguleika at koma undir tonsaskattaskipanina.

 

Henda útrokningin vísir, at árligi tonsaskatturin er uml. kr. 65.000 tilsamans.

 

Fyrivarni má eisini takast fyri hesum tali, tí sannlíkt er, at fleiri av teimum reiðaríum, sum eiga skip, sum kunnu koma undir skipanina, ikki vilja fara undir skipanina. Tey feløg, sum eftir vanligu skattareglunum hava lítla skattskylduga inntøku ella hall, fara sjálvsagt ikki undir skipanina. Tað kann eitt nú vera stórar skattligar avskrivingar, sum hava við sær, at skattskylduga inntøkan hjá felagnum ikki er stór.

 

Samanumtikið er trupult at siga, hvussu stórar tær fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum verða. Útrokningarnar leggja ikki upp fyri, hvørji feløg fara at brúka skipanina, og tað er ikki møguligt at siga, um ella hvussu nógv útlendsk skip kunnu væntast at fara undir føroysku tonsaskattaskipanina.

 

Fyrisitingarligar avleiðingar

Samanborið við verandi reglur átti uppgerðin av skattskyldugu inntøkuni í høvuðsheitum at gjørst nógv einfaldari eftir hesi skipan.

 

Nøkur viðurskifti gera tó, at tað ikki er so vist, at umsitingin er heilt makaleys. Partvíst tí hon ikki er heilt einføld. Harafturat kemur, at talan í fleiri førum er um nýggjar uppgerðir og nýggj hugtøk. Eisini er nú talan um, at avrokningarprísir skulu verða marknaðarprísir. Hetta hevur m.a. nógv at siga í feløgum ella í feløgum í samtaki, har virksemi er, sum verður skattað eftir vanligu reglunum og eftir tonsaskattalógini.

 

Av tí at grundhugtøkini ”skattskyldug inntøka” og ”skattur” verða endurnýtt, er ikki væntandi, at neyðugt er at gera tillagingar í edv-skipanum.

 

Sum nevnt omanfyri, er ikki mett um, hvussu nógv útlendsk skip kunnu koma henda vegin. Hesi útlendsku feløgini áttu at verið lættari at umsitið enn tey føroysku, tí verndarreglurnar ikki eru eins viðkomandi. 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar sam-felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

 

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

Nei

 

 

Kapittul 3: Serligar viðmerkingar

 

§ 1

Tað eru bert tey reiðarafeløg, sum eru partafeløg ella smápartafeløg, og sum eru undir § 1, nr. 8 í skattalógini, sum kunnu gera inntøkuna upp eftir tonsaskattalógini. § 1 í skattalógini ásetur, hvørjir persónar og hvørji feløg eru fult skattskyldug í Føroyum. Tey partafeløg og smápartafeløg, sum eru undir § 1, nr. 8 í skattalógini, eru feløg, sum eru skrásett í Føroyum.

 

Tað er ikki ein treyt fyri at kunna nýta tonsaskattaskipanina, at felagið bara rekur reiðarívirksemi, men tað er bert reiðaraparturin av virkseminum hjá felagnum, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina.

 

§ 2

Tá reiðarafeløg vilja nýta tonsaskattakipanina, skulu tey boða Toll- og Skattstovu Føroya frá hesum í seinast lagi, tá freistin er úti at lata sjálvuppgávu inn fyri tað inntøkuárið, ið skattingin skal viðvíkja. Um so er, at felagið fær útsett freistina at lata sjálvuppgávu inn, so verður freistin at boða frá, um virkið vil nýta tonsaskattaskipanina, eisini útsett.

 

§ 2, stk. 2

Brúka feløg tonsaskattaskipanina, skulu tey brúka hana í trý ár. Tað er sostatt ikki møguligt aftur at verða skattað eftir vanligu reglunum, fyrr enn trý ár eru farin. Eru feløg farin úr skipanini aftur, so er ikki møguligt at koma inn aftur í skipanini, fyrr enn trý inntøkuár eru farin.

 

Endamálið við hesi reglu er at forða fyri, at skift verður millum vanligu reglurnar í skattalógini og tonsaskattaskipanina. Eftir vanligu reglunum kann undirskot mótroknast í yvirskoti av øðrum virksemi. Hetta kann ikki verða gjørt undir tonsaskattaskipaninini. Vóru ongar reglur hesum viðvíkjandi, kundi tað hugsast, at reglurnar í skattalógini vórðu nýttar, tá felagið hevði undirskot, og reglurnar í tonsaskattaskipanini, tá felagið hevði yvirskot.

 

 

§ 2, stk. 3

Verða feløg, sum nýta tonsaskattaskipanina, løgd saman, verður bindingartíðin hjá framhaldandi felagnum roknað sum tann sama, sum bindingartíðin hjá tí reiðaríi, sum seinast kom undir skipanina. Hevur eitt felag t.d. verið undir skipanini í eitt ár, og eitt annað felag, sum tað leggur saman við, hevur verið undir skipanini í trý ár, so verður framhaldandi felagið bundið at skipanini í tvey ár.

 

Leggur felag, sum nýtir tonsaskattaskipanina, saman við felag, sum ikki nýtir tonsaskattaskipanina, verður bindingartíðin hjá framhaldandi felagnum roknað frá tí, at feløgini leggja saman. Hetta merkir, at framhaldandi felagið skal vera í skipanini minst trý ár frá inntøkuárinum, tá feløgini leggja saman.

 

Sama er galdandi, um ognir verða fluttar úr einum felagi í annað.

 

Verður felag kloyvt í tvey, verður bindingartíðin hjá báðum teimum framhaldandi feløgunum tann sama sum bindingartíðin hjá tí felagnum, sum varð kloyvt.

 

§ 2, stk. 4

Fer eitt felag at nýta tonsaskattaskipanina, skulu øll tey skip og aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, viðgerast eftir tonsaskattaskipanini.

 

Endamálið við hesi áseting er at forða fyri, at bert tann parturin av reiðarívirkseminum, sum gevur yvirskot, skal verða tikin undir tonsaskattaskipanina, og tann parturin, sum gevur undirskot, ikki verður tikin undir tonsaskattaskpanina.

 

 

§ 2, stk. 5

Sambært § 9 í lóg um áseting av skatti (løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983) kann Toll- og Skattaráð Føroya undir ávísum treytum loyva, at feløg verða samskattað. Feløg, sum gera skattskyldugu inntøkuna upp eftir tonsaskattalógini, kunnu ikki nýta reglurnar um samskatting.

 

§ 3

Eiga fleiri reiðarí eitt skip, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, so kunnu teir einstøku partarnir av skipinum koma undir tonsaskattingina hjá avvarðandi reiðarafelag.

 

Tað verður soleiðis møguligt hjá einstøku eigarunum at nýta skipanina, um skipið lýkur treytirnar at koma undir tonsaskattingina. Hetta er tó treytað av, at eigarin er eitt felag, sum sambært § 1 kann nýta skipanina. Tað er eingin treyt, at allir skipaeigararnir brúka tonsaskattaskipanina.

 

 

Inntøka undir tonsaskatting

 

§ 4, stk. 1

Tann inntøkan, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, er inntøka í sambandi við vinnuliga at flyta ferðafólk ella góðs millum ymisk støð, tá talan er um flutning við:

1.      skipum, sum reiðaríið sjálvt eigur, tó við teimum treytum, sum eru nevndar í stk. 2.

2.      skipum, sum reiðaríið leigar við ongari manning (bareboat-charter) og

3.      skipum, sum reiðaríið leigar við manning (time-charter)

 

Herumframt er tað ein treyt fyri at nýta tonsaskattaskipanina, at skipini eru 100 bruttotons ella størri.

 

§ 4, stk. 2

Sambært § 4, stk. 1, nr 1 kunnu skip, sum felagið sjálvt eigur, koma undir tonsaskattaskipanina.

 

Verða hesi skip útleigað, kunnu tey tó bara koma undir tonsaskatting hjá útleigaranum, um leigarin nýtir skipið til endamál, sum eru undir lógini. Tað er tó eingin treyt, at leigarin sjálvur er undir tonsaskattaskipanini.

 

Er talan um skip, sum eru útleigað við ongari manning (bareboat-charter), so kann leiguinntøkan bert koma undir skipanina, um tað er grundað á fyribils yvirskotskapasitet, at reiðaríið leigar skipið út, og harafturat at skipið bert verður útleigað í mesta lagi í trý ár. Tað er bert møguligt hjá reiðarínum at hava sama skip, sum er útleigað á henda hátt undir tonsaskattaskipanini eina ferð.

 

§ 5

Virksemi, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, verður her avmarkað.

 

Sjálvt um virksemi fer fram frá skipum, sum í øðrum sambandi kundu komið undir at flyta ferðafólk ella góðs, á tann hátt sum undir § 4 kann koma undir tonsaskattaskipanina, kunnu hesi sløgini av virksemi ikki koma undir tonsaskattaskipanina:

 

1.      Virksemi í sambandi við at forkanna, leita eftir ella útvinna kolvetni ella annað náttúruríkidømi.

 

Er talan um veruligt flutningsvirksemi, so sum útgerðarsigling við fólki ella góðsi úr havn til útbúnað út á meginlandsstøði, kann hetta virksemið koma undir tonsaskattaskipanina. Eisini tað at flyta oljuúrdráttir o.t. frá meginlandsstøðinum til útbúnað á landi, kann koma undir tonsaskattaskipanina.

 

2.      Alt virksemi í sambandi við fiskiskap er undantikið. Sama er galdandi fyri tilvirkingarvirksemi, og hetta er galdandi, hevur virksemið samband við fiskivinnu ella ikki.

 

3.      Byggivirksemi, sum verður gjørt frá skipi.

 

4.      Kavaravirksemi.

 

5.      Sleiping og loðsing o.t., um talan er um virksemi í havnum og kring havnir. Er talan harafturímóti um eitt nú sleiping millum havnir, so kann virksemið koma undir tonsaskattaskipanina.

 

6.      Útbúgvingarvirksemi o.t.

 

7.      Savnsvirksemi og skipavarðveiting.

 

8.      Ítrótta- útferðar- og fritíðarvirksemi. Ásetingin viðvíkur sigling, sum ikki er grundað í einum veruligum flutningstørvi, og er galdandi, fer siglingin fram eftir fastari ferðaætlan ella ikki.

 

9.      At nýta skip, ið støðugt liggja fyri akkeri, hvat endamál tað so er til.

 

§ 5, stk. 2

Fyri neyvari at avmarka, hvat kann koma undir tonsaskattaskipanina, eru ymisk flótandi tól nevnd í § 5, sum ikki eftir tonsaskattalógini eru at meta sum skip, og sum tí ikki kunnu vera undir tonsaskattaskipanini.

 

Tað eru dýpingarmaskinur, flotkranar, flotdokkir, kaðaltrumlur, boripallar, flótandi kør og tílíkur útbúnaður.

 

Heldur ikki eru prámar og uppskipingarbátar at meta sum skip eftir lógini, tó so at bera teir last og eru 2.000 bruttotons ella størri, eru teir at meta sum skip eftir lógini.

 

 

Uppgerð av inntøku undir tonsaskattaskipanini

 

§ 6

Hevur felag bæði virksemi, ið skal skattast eftir vanligu reglunum, og virksemi, ið skal skattast eftir tonsaskattaskipanini, skulu hesi bæði inntøkusløgini gerast upp hvørt sær.

 

§ 7, stk. 1

Umframt inntøkuna, sum stavar frá flutningi við skipum undir § 4, koma veitingar í tøttum tilknýti til hesar inntøkur eisini undir tonsaskattaskipanina, jbr. stk. 2.

 

§ 7, stk. 2

Her er ásett, hvørjar tær inntøkur eru, sum kunnu verða skattaðar eftir skipanini, um tær eru vunnar í tøttum tilknýti til flutningsinntøkuna. Hesar inntøkur eru:

 

1.      Inntøkur, sum stava frá nýtslu av bingjum.

2.      Inntøkur, sum stava frá rakstri av amboðum til at ferma, skipa upp og viðlíkahalda við.

3.      Inntøkur, sum stava frá rakstri av ferðaseðlastovum og farstøðum.

 

Her er bert talan um skrivstovur, har ferðaseðlar verða seldir til tey skip, sum eru undir tonsaskattaskipanini, og bert um hetta virksemið verður rikið í tøttum tilknýti til sjálvan flutningin. 

 

4.      Inntøkur, sum stava frá rakstri av skrivstovuhentleikum.

5.      Inntøkur, sum stava frá sølu av vørum at brúka umborð á teimum skipum, sum koma undir tonsaskattaskipanina.

 

Tá inntøkur av slíkum virksemi koma undir tonsaskattaskipanina, merkir hetta eisini, at útreiðslur í sambandi við slíkar inntøkur ikki kunnu verða drignar frá.

 

§ 7, stk. 3

Inntøkur, sum ikki eru undir tonsaskattaskipanini, verða gjørdar upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni, og hesar inntøkur eru saman við inntøkuni eftir stk. 1 og stk. 2 skattskyldug inntøka tilsamans hjá felagnum.

 

 

§ 8

Viðvíkur ein flutningsveiting bæði land- ella luftflutningi og einum flutningsparti við skipi, kann samsýningin fyri alla flutningsveitingina verða skattað eftir tonsaskattaskipanini, um so er, at eitt reiðarí ger avtalu við annað flutningsfelag um hinar partarnar av flutningsveitingini. Tekur reiðaríið sær sjálvt av restini av flutninginum, er tað bert sjóflutningurin, sum kan skattast eftir tonsaskattaskipanini. Hinir partarnir av flutningsveitingini skulu skattast eftir vanligu reglunum.

 

Henda áseting er grundað á, at samsýning fyri land- og luftflutning hjá øðrum flutningsfyritøkum verður skattað eftir vanligu reglunum, um fyritøkurnar útinna flutningin sum undirveitarar. Er slíkur flutningur við egnum lastvogni ella flogførum hjá reiðarínum, sum eru undir tonsaskattaskipanini, skal hesin parturin av samsýningini skattast eftir vanligu reglunum fyri at sleppa undan kappingaravlaging.

 

§ 9

Allar bruttofíggarinntøkur og -útreiðslur skulu gerast upp fyri seg.

 

Tær inntøkur og útreiðslur, sum koma undir heiti fíggjarinntøkur og -útreiðslur eftir hesi lóg, eru allar rentuinntøkur og rentuútreiðslur, vinningur og tap av fíggjarkrøvum og skuld og vinningur og tap av keyps- og sølurættindum, sum eru undir kapitalvinningsskattalógini.

 

Eisini renturætting, ið kann koma fyri, fyri yvirkapitalisering skal viðgerast, sum um hetta var ein rentuútreiðsla, og skal býtast eftir § 9, víst verður til viðmerkingarnar til § 11.

 

Allar hesar inntøkur og útreiðslur verða býttar millum inntøkuna, ið skal skattast eftir vanligu reglunum, og inntøkuna, sum skal skattast eftir tonsaskattaskipanini. Bert tann parturin, sum viðvíkur tí inntøku, sum verður skattað eftir vanligu reglunum, skal skattast ella kann verða drigin frá.

 

Skotið verður upp, at hesar inntøkur og útreiðslur verða býttar lutfalsliga eftir tí roknskaparliga virðinum á aktivunum, sum eru knýtt til tonsaskattaða virksemið og aktivunum, sum eru knýtt at virkseminum, sum verður skattað eftir vanligu reglunum.

 

Hevur eitt felag 100 kr. í vinningi av skuld, og ¾ av ognunum eru knýttir at tonsaskattaða partinum av virkseminum, og ¼ er knýttur at virksemi, sum verður skattað eftir vanligu reglunum, so skal ¼ av kr. 100, tað eru kr. 25, skattast eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni. Vanligu reglurnar í skattalóggávuni merkja, tá talan er um vinning av skuld, at upphæddin skal viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Hevur felagið eisini tap av skuld, skal tað eisini býtast lutfalsliga eftir somu reglum.

 

§ 9, stk. 2

Skotið verður upp, at vinningur og tap av terminskontraktum o.t., sum hava til endamáls at tryggja rakstrarinntøkur og rakstrarútreiðslur, verða førd til ta inntøku, sum kontraktirnar skulu tryggja.

 

Ger eitt reiðarí t.d. eina kontrakt, har felagið móti at gjalda eina upphædd tryggjar seg móti fallandi flutningsgjøldum í eini ávísari støðu, verður tann upphædd, sum verður útgoldin reiðarínum, um flutningsgjøldini fella, førd til tann tonsaskattaða partin av virkseminum.

 

Bert kontraktir, sum viðvíkja rakstrarinntøkum og rakstrarútreiðslum, eru undir ásetingini. Kontraktir viðvíkjandi støðisogn, t.d. kontraktir viðvíkjandi skipum, koma ikki undir ásetingina.

 

§ 10

Í hesi grein eru reglur um avrokningarprísir (transfer-pricing) millum feløg og millum virksemi í sama felag, sum er í tonsaskattaskipanini, og virksemi, sum ikki er í tonsaskattaskipanini (t.d. millum hotell og ferðamannaskip).

 

Endamálið við reglunum er at forða fyri, at inntøkur verða fluttar til virksemi, ið verður skattað eftir tonsaskattaskipanini, samstundis sum útreiðslur verða fluttar til virksemi, ið verður skattað eftir vanligu reglunum.

 

Reiðarí koma sum øll onnur undir almennu reglurnar um avrokningarprísir (transfer-pricing-reglurnar), sum eru í § 37a í skattalógina, eisini kallað arms-longdar-meginreglan.

 

Tað er ein treyt, at reiðarí í allar mátar nýta reglurnar um avrokningarprísir, tá inntøkan, sum kann skattast eftir tonsaskattalógini, verður gjørd upp.

 

Eftir vanligu reglunum um avrokningarprísir skulu virkir, sum eru í einum samtaki, tá tey gera skattskylduga inntøku upp, nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu og búskaparligu viðurskiftunum, sum kundu verið nádd, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Um arms-longdar meginreglan ikki verður hildin, kunnu skattamyndugleikarnir broyta inntøkuásetingina til tað, hon hevði verið, um feløgini høvdu handlað í samsvari við vanligar marknaðartreytir.

 

Endamálið við armslongdar reglunum er at forða fyri, at feløg, sum eru í einum samtaki, tilvildarliga kunnu flyta yvirskot hagar, tað lønar seg best.

 

Afturat ásetingunum um avrokningarprísir eru serligar reglur um upplýsingarskyldu fyri skattamyndugleikunum, jbr. § 118 a í skattalógini, soleiðis at neyðuga gjøgnumskygni fæst.

 

Grundað á serligu viðurskiftini, sum gera seg galdandi, tá skattskyldug inntøka skal gerast upp hjá reiðaríum, sum eru undir tonsaskattaskipanini, er neyðugt at leggja nakað afturat vanligu reglunum.

 

Er tonsaskattaða inntøkan ikki grundað á verulig handilsviðurskifti, men á eitt ávíst tonsatal, kemur neyðuga grundarlagið fyri, at skattamyndugleikarnir kunnu hava eftirlit við arms-longdar reglunum ikki altíð vera til staðar. Tí er ásett í lógaruppskotinum, at arms-longdarmeginreglan er galdandi hóast serligu ásetingarnar um at gera inntøku upp undir tonsaskattaskipanini.

 

§ 10, stk. 2

Tað er harafturat ásett, at arms-longdar meginreglan somuleiðis er galdandi internt í einum reiðaríi, sum verður skattað eftir tonsaskattaskipanini. Sum áður nevnt, skal eitt reiðarí, sum vil nýta tonsaskattaskipanina, gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær. Tað verða í praksis dømi, har t.d. ein flutningsveiting fevnir um bæði land- ella luftflutning og ein sjóflutningspart, og har bert tann parturin av flutninginum, sum verður førdur við skipi, kann koma undir tonsaskattaskipanina. Í eini slíkari støðu skal reiðaríið býta inntøku millum tonsaskattaða partin og tann partin, sum verður skattaður eftir vanligu reglunum, eftir somu arms-longdarmeginreglu, sum er galdandi viðvíkjandi viðurskiftum millum feløg í einum samtaki. Tær serligu upplýsingarreglurnar í § 118a í skattalógini eru eisini galdandi hesum viðvíkjandi.

 

§ 10, stk. 3

Verða reglurnar um arms-longdar-prísir ikki fylgdar, verður skattskylduga inntøkan javnað eftir hesum reglum, so inntøkan endurspeglar handil undir vanligum treytum.

 

§ 11

Sum nevnt omanfyri, kunnu útreiðslur ikki dragast frá í tí inntøku, ið verður gjørd upp eftir tonsaskattaskipanini. Hetta er eisini galdandi fyri rentuútreiðslur. Hetta førir við sær, at tað gerst áhugavert at hava so stóra eginogn sum møguligt í feløgum, sum verða skattað eftir hesi lóg, tá fíggjarútreiðslurnar verða lagdar har, sum slíkar útreiðslur kunnu dragast frá. Tað er tí neyðugt við eini reglu móti at yvirkapitalisera feløg, sum nýta tonsaskattaskipanina.

 

Skotið verður upp at seta minstalutfall 2:1 millum eginogn og skuld. Tað er onki, sum forðar fyri, at feløgini hava eginogn, ið er størri enn 2:1, men um so er, so skal renta roknast av tí, sum eginognin er størri, og henda rentan skal skattast eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni. Skotið verður upp, at Toll- og Skattaráð Føroya ásetir hesa rentu eina ferð árliga.

 

Tað er harafturat neyðugt, at henda renturætting verður frádrigin, tá fíggjarútreiðslur og fíggjarinntøkur verða gjørdar upp. Upphæddin verður tikin við sum ein rentuútreiðsla og verður saman við veruligu rentuútreiðslunum hjá felagnum býtt eftir lutfallinum av ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða virkseminum, og ognum, sum eru knýttar at øðrum virksemi.

 

Hetta verður gjørt, fyri at talan ikki skal verða um dupultskatting.

 

Dømi:

Eitt reiðarí lýkur akkurát treytirnar um lutfallið 2:1 millum eginkapital og skuld. Partabrævaeigararnir í felagnum skjóta síðani kr. 100 inn í felagið. Tær 100 kr. verða settar í rentuberandi virðisbrøv. Reiðaríið lýkur ikki longur treytirnar um 2:1 luftallið millum eginkapital og skuld. Felagið er yvirkapitaliserað, og ein renturætting verður tí gjørd.

 

Renturættingin, sum er roknað sum ein prosentpartur av teimum 100, kemur altíð til skattingar hjá reiðarínum, tá ásett er, at renturættingin hækkar skattskyldugu inntøkuna hjá felagnum.

 

Harafturat verður tann veruliga rentuinntøkan av teimum 100 kr., sum eru settar í rentuberandi virðisbrøv, tikin við í fíggjarinntøkurnar eftir § 9.

 

Her fer ein dupultskatting fram. Tí er ásett, at renturættingin harumframt verður tikin við í fíggjarútreiðslurnar sum ein rentuútreiðsla. Soleiðis verður dupultskattingin javnað út.

 

Tann veruliga rentuinntøkan verður býtt eftir lutfallinum av ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða virkseminum, og ognum, sum eru knýttar at øðrum virksemi. Sama er galdandi viðvíkjandi tí hugsaðu rentuútreiðsluni.

 

Er helvtin av ognunum hjá felagnum knýtt at tonsaskattaða virkseminum, og helvtin av ognunum at øðrum virksemi, verður bert helvtin av rentuinntøkuni førd til skattingar, og bert helvtin av tí hugsaðu rentuútreiðsluni verður førd til frádrátt.

 

Siga vit, at satsurin, ið er ásettur av Toll- og Skattaráð Føroya, er 10% og, at veruliga rentuintøkan eisini er 10%, so verður úrslitið:

 

Renturætting:                        10

Verulig rentuinntøka             10 x ½           05

Hugsað rentuútreiðsla           10 x ½           05

At føra til skattingar:                                   10

 

Soleiðis hevur bert renturættingin ávirkað skattskyldugu inntøkuna, og talan verður ikki um dupultskatting.

 

Rekur felagið í døminum bert tonsaskattað virksemi, kemur tann veruliga rentuinntøkan ikki til skattingar. Tann hugsaða rentuútreiðslan, sum svarar til renturættingina, verður heldur ikki førd til frádrátt í felagnum. Soleiðis verður tað eisini bert renturættingin, sum kemur til skattingar hjá einum felag, sum bert rekur tonsaskattað virksemi.

 

§ 12

Grundarlagið undir skattingini eftir tonsaskattaskipanini er ikki inntøka, tá ið útreiðslur eru drignar frá, men harafturímóti nettotonsini á teimum skipum, sum eru undir tonsaskattaskipanini.

 

Skotið verður upp, at skattskylduga inntøkan verður gjørd upp fyri hvørt 100 nettotons fyri hvørt byrjað samdøgur eftir stiganum niðanfyri. Samdøgrini verða tald við, hevur tað einstaka skipið verið í rakstri ella ikki.

 

1)      Upp í 1.000 NT - 6 kr. fyri hvørji 100 NT

2)      Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT - 4 kr. fyri hvørji 100 NT

3)      Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT - 3 kr. fyri hvørji 100 NT

4)      Yvir 25.000 NT - 1 kr. fyri hvørji 100 NT

 

Tann upphædd, sum komið verður til við hesi uppgerð, er tann skattskylduga inntøkan hjá felagnum, sum viðvíkur tí parti av reiðarívirkseminum, sum er undir tonsaskattaskipanini.

 

Hetta er bert ein háttur at gera skattskyldugu inntøkuna upp, og inntøkan verður skattað við tí satsi, sum er galdandi til eina og hvørja tíð fyri feløg. Í løtuni er skatturin hjá partafeløgum o.t. 20%, um tey hava partapening, sum er 80.000 kr. ella meir, víst verður til ásetingarlógina § 5.

 

Skattskylduga inntøkan fyri eitt skip, sum er 10.000 NT, og sum felagið hevur átt alt árið, verður tí:

 

Upp í 1000NT:                                          10 x (6 x 365) = Kr.   21.900

Millum 1000NT – 10.000NT:                    90 x (4 x 365) = Kr. 131.400

                                                                                            Kr. 153.300                  

 

Skatturin at rinda er: kr. 153.300 x 20% = 30.660

 

§ 12, stk. 2

Ongin avskriving kann fara fram undir tonsaskattaskipanini. Tað kann heldur ikki vera avskrivað upp á ognir, sum partvíst koma undir skipanina. Sum dømi um ognir, sum partvíst koma undir skipanina, kunnu nevnast bingjur, sum, umframt at verða nýttar til sjóvegis flutning, eisini verða nýttar til annan flutning. Sjálvt um bingjan partvíst verður nýtt til virksemi, sum verður skattað eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni, so kann bingjan ikki verða avskrivað. 

 

 

§ 12, stk. 3

Tað er ikki møguligt at draga frá rakstrarútreiðslur, sum ganga til at vinna ta inntøku, sum verður gjørd upp eftir tonsaskattaskipanini. Er talan um útreiðslur, sum bæði viðvíkja virksemi, sum verður gjørt upp eftir hesi lóg, og øðrum virksemi, verða útreiðslurnar býttar lutfalsliga eftir bruttoinntøkuni tilsamans, áðrenn avskrivingar og fíggjarupphæddir, gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni. Hetta er t.d. galdandi fyri útreiðslur til leiðslu og fyrisiting.

 

 

Skatting av vinningi og afturvunnum avskrivingum

 

§ 13

Reglurnar í avksrivingarlógini eru ikki galdandi fyri ognir, sum eru undir tonsaskattaskipanini uttan so, at beinleiðis verður víst til hesar reglur. Soleiðis verða vinningur og tap ikki tikin við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp uttan so, at hetta skilst á reglunum niðanfyri.

 

§ 14

Neyðugt er at hava reglur, sum tryggja, at tey skip og onnur rakstrargøgn, sum, áðrenn reiðaríið fór yvir til tonsaskattaskipanina, hava verið avskrivað eftir vanligu reglunum, ikki kunnu verða avhend, uttan at afturvunnar avskrivingar koma til skattingar.

 

Tvær nýggjar saldur síggja dagsins ljós. Skiftissalda og útjavningarsalda.

 

Á skiftissaldur verða skip, sum áður vóru undir vanligu reglunum, bókað. Gerast tær negativar, og ongin útjavningarsalda er, skal tann negativa upphæddin koma til skattingar. Soleiðis sæst, at talan bert verður um skatting, um virksemið verður niðurtrappað.

 

Tær serligu skiftissaldurnar verða gjørdar upp á tann hátt, at verandi saldur eftir avskrivingarlógini verða lutfalsliga býttar eftir roknskaparliga virðinum á ognunum, sum heilt ella lutvíst koma undir tonsaskattaskipanina, og hin partin. Verða t.d. 75% av rakstrargøgnum tilsamans undir kap. 1 í avskrivingarlógini førd yvir til tonsaskattaskipanina, fylgir samsvarandi partur av verandi avskrivingarsaldum við yvir á serligar skiftissaldur. Hesar saldur verða drignar frá í samsvarandi saldum eftir avskrivingarlógini, og møguleikarnir hjá felagnum skattliga at avskriva eftir vanligu reglunum verða skerdir líka nógv.

 

Útreiðslur, sum seinni kunnu verða nýttar at umvæla ognir, sum eru undir serligum skiftissaldum, verða eisini bókaðar á hesar saldur.

 

§ 14, stk. 2

Hevur felagið útvegað skip ella rakstrargøgn eftir tað, at felagið fór inn í tonsaskattingina, so skulu tey bókast á útjavningarsaldur. Tær veða nevndar útjavningarsaldur tí, um skiftissaldur gerast negativar, so slepst undan skatting, um negativu upphæddirnar kunnu mótsvarast av positivum útjavningarsaldum.

 

Ognir, sum eru undir tonsaskattaskipanini, skulu sostatt býtast í ognir, útvegaðar áðrenn reiðaríið hevur skift til tonsaskattaskipanina, og ognir, útvegaðar eftir hetta. Grundin til hetta er, at tað bert hevur verið møguligt at avskriva fyri ognir, sum eru útvegaðar, áðrenn felagið hevur skift til tonsaskattaskipanina. Tær afturvunnu avskrivingarnar, sum kunnu koma til skattingar, kunnu bert viðvíkja hesum partinum av ognunum.

 

Reiðarí, sum frá stovnan nýta tonsaskattaskipanina, skulu sum útgangsstøði  ikki føra útjavningarsaldur. Hetta er, tí at ongin skiftissalda er at útjavna. Sí tó §15, stk. 1, ið viðger støðuna, tá eitt felag frá stovnan hevur nýtt tonsaskattingina, men sum síðani flytur skip ella rakstrargøgn frá aðrari nýtslu til nýtslu undir tonsaskattingini.

 

§ 14, stk. 3

Verða skip ella rakstrargøgn avhendað, verður avhendingarupphæddin drigin frá tí saldu, sum er galdandi fyri skip ella rakstrargøgn. Tá talan er um skip, er tað bert tann upphæddin, sum svarar til útveganarvirðið, umframt útreiðslur til ábøtur, sum verður drigin frá saldu. Við hesum verður vinningur, ið møguliga fæst við at selja skip, ikki skattaður.

 

§ 14, stk. 4

Salduvirðið á skiftissaldum og útjavningarsaldum verður árliga niðurskrivað 12%. Salduvirðið verður gjørt upp eftir vanligu reglunum í avskrivingarlógini. Mótsvarast ein negativ skiftissalda av einari positivari útjavningarsaldu, verður útjavningarsaldan bert niðurskrivað fyri munin.

 

Niðurskrivingar kunnu ikki verða drignar frá, hvørki í inntøkuni, sum verður gjørd upp eftir tonsaskattaskipanini, ella í aðrari inntøku.

 

Tað, at skip og onnur rakstrargøgn, sum hava verið avskrivað skattliga, áðrenn skift varð yvir til tonsaskattingina, so líðandi minka í virði tøkniliga og fíggjarliga, førir við sær, at tann møguliga skattabyrðan av hesum ognum so við og við minkar niður í null, um ognirnar verða avhendar. Eru ognirnar fíggjarliga virðisleysar, verða heldur ongar afturvunnar avskrivingar at skatta. Hetta er endurspeglað í tí, at tær serligu skiftissaldurnar so líðandi verða niðurskrivaðar.

 

Dømi:

Eitt reiðarí undir tonsaskattskipanini avhendar tað skip, sum hevur verið avskrivað eftir vanligu reglunum, áðrenn farið varð yvir til tonsaskattaskipanina, og sum tí er undir skiftissaldu. Reiðaríið fær við hesum eina negativa skiftissaldu fyri skipið á kr. 1000. Hevur reiðaríið ikki útvegað nýtt skip, sum kemur í staðin fyri tað avhenda, kemur tann negativa skiftissaldan til skattingar. Eftir teimum vanligu skattareglunum hevði ein samsvarandi negativ salda á sama hátt ført til, at afturvunnar avskrivingar høvdu verið skattaðar.

 

Reiðaríið hevur tó í døminum útvegað nýtt tonsatal, aftaná at tað hevur skift til tonsaskattaskipanina, og hevur eina positiva útjavningarsaldu á 1.100. Tann negativa skiftissaldan á 1.000 kann fult út mótsvarast av tí positivu útjavningarsalduni, og eingin skatting fer fram.

 

Næsta árið hvørki útvegar ella avhendir reiðaríið nakað tonsatal, og reiðaríið skal eisini hetta árið niðurskriva sínar saldur. Skiftissaldan kann ikki niðurskrivast, tá hon longu er negativ. Útjavningarsaldan skal í prinsippinum niðurskrivast 12% av 1.100 = 132 og verður tá 968. Ein tílík niðurskriving hevði tó ført við sær, at negativ skiftissalda ikki longur kundi mótsvarast av positivari útjavningarsaldu. Munurin á 32 hevði komið til skattingar, sjálvt um reiðarívirksemi avvarðandi ár ikki er minkað.

 

Endamálið við reglunum er, sum áður nevnt, at tryggja, at útskotnir skattir bert koma til skatttingar fyri tað, sum reiðarívirksemið verður minkað. Tað verður tí skotið upp, at um negativ skiftissalda mótsvarast av positivari útjavningarsaldu, so verður útjavningssaldan bert niðurskrivað grundað á nettoupphæddina.

 

Í døminum førir hetta við sær, at útjavningarsaldan bert skal niðurskrivast 12% av muninum millum eina positiva útjavningarsaldu á 1.100 og eina negativa skiftissaldu á 1.000. Útjavningarsaldan verður eftir niðurskriving 1.088, og einki kemur til skattingar.

 

§ 14, stk. 5

Um gjørdar niðurskrivingar, avhendingar av ognum ella tað, at ognir fara yvir til aðra nýtslu, førir við sær, at tær serligu skiftissaldurnar verða negativar, verður farið fram eftir § 5 ella eftir § 12, stk. 3 í skattalógini uttan so, at negativar skiftissaldur mótsvarast við positivum útjavningarsaldum. Gerast skiftissaldur negativar, og tær kunnu mótsvarast við positivum útjavningarsaldum, verða tær negativu skiftissaldurnar standandi og koma bert til skattingar ella verða útjavnaðar eftir avskrivingarlógini, tá tær ikki longur kunnu mótsvarast við positivum útjavningarsaldum.

 

Mótsvarast negativ skiftissalda bert partvíst við positivari útjavningarsaldu, er tað bert munurin, sum kemur til skattingar, ella kann verða útjavnaður eftir reglunum í avskrivingarlógini.

 

Tá ásett er, at tað verður farið fram eftir § 5 ella § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini, merkir hetta, at felagið eisini kann útjavna negativa saldu eftir reglunum í avskrivingarlógini. Tann negativa skiftissaldan verður í slíkum førum førd yvir til saldur eftir avskrivingarlógini og verður har útjavnað eftir reglunum í avskrivingarlógini. Soleiðis kann felagið útvega ognir, sum verða nýttar til annað enn tonsaskattað virksemi, og soleiðis útjavna negativa skiftissaldu. Hetta kann tó bert verða gjørt, um eingin útjavningarsalda er, sum kann mótsvara negativu skiftissalduni.

 

§ 14, stk. 6

Bindandi sáttmáli um at útvega skip verður javnmettur við, at skip verða útvegað undir ávísum treytum. Sáttmálin skal vera gjørdur í seinasta lagi innan ársskiftið næsta inntøkuár, og tað er ein treyt, at skipini sambært sáttmálanum skulu vera latin innan trý ár.

 

Næsta árið er sett sum freist, tí tað er ikki møguligt, fyrr enn sjálvuppgáva verður latin inn, at staðfesta, um negativ nettosalda kemur til skattingar.

 

Tað er harumframt ein treyt, at nýbygda skipið verður nýtt undir tonsaskattaskipanini, soleiðis at tað ikki er møguligt at avskriva fyri skipið eftir vanligu reglunum í avskrivingarlógini.

 

§ 15

Reiðarí, sum frá stovnan nýta tonsaskattaskipanina, skulu bert føra skiftissaldu og útjavningarsaldu, um so er, at skip og onnur rakstrargøgn seinni verða flutt til virksemi undir tonsaskattaskipanini frá virksemi, sum ikki er undir skipanini. Tey skip, sum fara úr øðrum virksemi til virksemi, sum kemur undir tonsaskattaskipanina, skulu bókast yvir á skiftissaldu. Hinvegin verður bert útjavningarsalda gjørd til tær ognir, sum verða útvegaðar eftir tað, at áðurnevndu ognir eru førdar frá øðrum virksemi til nýtslu undir tonsaskattaskipanini. Henda regla er grundað á, at tær ognir, sum eru avskrivaðar eftir vanligu reglunum, bert skulu kunna mótroknast í nýútvegaðum ognum, tá tær eru komnar inn í tonsaskattaskipanina. 

 

 

15, stk. 2

Um skip ella rakstrargøgn fara frá heilari ella lutvísari nýtslu undir tonsaskattaskipanini, til aðra nýtslu, verða ognirnar mettar sum avskrivaðar 12% av salduvirðinum hvørt ár, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini. Upphæddin verður drigin frá skiftissaldu ella útjavningarsaldu, um slíkar saldur eru galdandi fyri ognina, og verður løgd aftur at saldunum hjá reiðarínum eftir avskrivingarlógini.

 

§ 16

Avskrivað kann ikki verða fyri bygningar og innleggingar undir tonsaskattaskipanini. Tað er ikki neyðugt at hava reglur viðvíkjandi skiftissaldum og útjavningarsaldum fyri bygningar og innleggingar. Í staðin verður skotið upp, at tað ikki kann avskrivast fyri bygningar og innleggingar, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini. Annars eru reglurnar í avskrivingarlógini viðvíkjandi avhending galdandi. Úrslitið av hesum er, at verður bygningur avhendur, skulu møguliga afturvunnar avskrivingar viðvíkjandi tíðini, áðrenn reiðaríið fór undir tonsaskattaskipanina, skattast. Reglurnar í avskrivingarlógini um at skatta vinning eru eisini galdandi.

 

§ 16, stk. 2

Fara bygningar og innleggingar frá nýtslu undir tonsaskattaskipanini til aðra nýtslu, verða ognirnar at rokna sum fult avskrivaðar eftir ásetingum í avskrivingarlógini ta tíðina, tær hava verið undir tonsaskattaskipanini.

 

§ 17

Tað verður skotið upp, um reiðaríið fer frá skatting eftir tonsaskattaskipanini til skatting eftir vanligu reglunum, at so skal avskrivingargrundarlagið vera summurin av teimum verandi skiftissaldunum og útjavningarsaldunum. Summurin av teimum saldum, sum viðvíkja rakstrargøgnum, verður avskrivingarsaldan hjá felagnum eftir kap. 1 í avskrivingarlógini. Summurin av teimum saldum, sum viðvíkja skipum, verður avskrivingarsalda hjá felagnum eftir kap. 3 í avskrivingarlógini. Við hesum verður tryggjað, at negativar skiftissaldur og soleiðis eisini útskotin skattur ikki verða burtur við skifti frá tonsaskatting til skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

 

Viðvíkjandi skipum og rakstrargøgnum undir tonsaskattaskipanini, sum ikki eru undir skiftissaldum og útjavningarsaldum, verður salduvirðið mett sum avskrivað 12% hvørt árið, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini. Bygningar og innleggingar skulu roknast sum fult avskrivað eftir reglunum í avskrivingarlógini tey ár, ognirnar hava verið undir tonsaskattaskipanini.

 

§ 17, stk. 2

Feløg, sum eru skrásett í Føroyum, og tí eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, kunnu eisini vera undir fullari skattskyldu í øðrum londum. Oftast er hetta grundað á, at veruliga leiðslan hjá felagnum er í hinum landinum. Sambært tvískattasáttmálum, sum Føroyar hava við onnur lond, skulu feløg, sum eru undir fullari skattskyldu í tveimum londum, bert verða mett at hava heimstað í tí landi, har veruliga leiðslan hjá felagnum er.

 

Verður eitt felag sæmbært tvískattasáttmála ikki mett at hava heimstað í Føroyum, so kunnu Føroyar ikki skatta virksemi hjá felagnum eftir reglunum um fulla skattskyldu.

 

Tí er neyðugt at hava ásetingar um, at tær ognir, sum ikki longur eru undir skattskyldu í Føroyum, verða mettar sum avhendar við fráflyting. Søluupphæddin verður tá sett til virðið í vanligum handli, tá fráflytingin fer fram.

 

 

Flutningsskattur goldin øðrum londum

 

§ 18

Fleiri lond krevja skatt av farmi, sum við skipi verður fluttur úr havnum í avvarðandi landi, nevndur flutningsskattur. Flutningsskattur verður avroknaður sum ein ávísur prosentpartur av virðinum av tí útflutta farminum ella av bruttoflutningsinntøkuni. Tað er tí einki beinleiðis samband millum nettovinning hjá reiðarínum av viðkomandi flutningi og flutningsskattin, sum skal rindast.

 

Eftir galdandi tvískattasáttmálum og internu avtøkuregluni er møguligt at fáa frádrátt í tí skatti, sum reiðaríið skal rinda í Føroyum fyri flutningsskatt, sum er rindaður øðrum landi. Hetta verður ikki broytt, um reiðaríið fer undir tonsaskattaskipanina.

 

Tað verður skotið upp, at flutningsskattur, sum er rindaður øðrum londum, fyrst verður býttur lutfalsliga á tann tonsaskattaða partin av reiðarívirkseminum og á annan part av reiðarívirkseminum eftir tí nýtta tonsatalinum, um hetta er neyðugt. Tann parturin av útlendskum flutningsskatti, sum fellur á vanliga skattaða partin av reiðarívirkseminum, verður viðgjørdur eftir vanligum reglum, tað er avtøkureglan í tvískattasáttmálum, ella har eingin tvískattasáttmáli er, avtøkureglan í § 154 í skattalógini.

 

Tann upphædd, sum frádráttur fæst fyri í føroyska skattinum, er tann skattur, sum er rindaður øðrum landi, tó hægst ein upphædd, svarandi til tann føroyska skattin av nettoinntøkuni úr tí ávísa landinum. Fyrst verður nettoinntøkan fyri alt reiðarívirksemið roknað, og síðan verður hon býtt lutfalsliga eftir bruttoflutningsinntøkunum úr teimum einstøku londunum og bruttoinntøkuni. Frádrátturin fyri hvørt land kemur fram við at samanbera tann føroyska skattin, sum fellur á nettoinntøkuna frá tí einstaka landinum, við teir flutningsskattir, sum eru rindaðir í hesum landi.

 

 

Eftirlitsreglur

 

§ 19

Hvørt ár, tá roknskapurin verður latin Toll- og Skattstovu Føroya, skal ein váttan frá grannskoðara felagsins fylgja við. Grannskoðarin skal vátta, at treytirnar í § 4, stk. 2, 2. pkt. eru loknar. Talan er um treytir viðvíkjandi skipum, sum eru útleigað við ongari manning (bare-boat-charter). Víst verður til viðmerkingarnar til § 4, stk. 2.

 

§ 19, stk. 2

Verða skip útleigað, skal útleigarin í leigusáttmálanum treyta sær, at hann fær eina árliga váttan frá leigaranum um, at hann nýtir skipið til endamál, sum eru undir tonsaskattaskipanini.

 

Annars er ikki neyðugt við serligum eftirlitsreglum. Tá talan bert er um ein serligan hátt at gera upp skattskyldugu inntøkuna, eru allar vanligar reglur í skattalógini galdandi uttan so, at henda lóg beinleiðis ger undantak.

 

§ 20

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon er galdandi fyri inntøkuárið 2004.

 

Vil eitt felag brúka skipanina beinanvegin, skal tað boða Toll- og Skattstovuni frá hesum, innan sjálvuppgávan og roknskapurin hjá felagnum fyri 2005 skulu latast inn, hetta er sambært galdandi reglum 1. juni 2006, um ikki felagið fær longda freist.

 

Skjøl:

Skjal 1: Viðmerkingar frá Føroya Skipaskráseting

Skjal 2: Viðmerkingar frá Skipaeftirlitinum

Skjal 3: Viðmerkingar frá Menningarstovuni

Skjal 4: Viðmerkingar frá Føroya Kommunufelag

Skjal 5: Viðmerkingar frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

Skjal 6: Viðmerkingar frá Felagnum fyri Løggildar Grannskoðarar

 

 

 1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 17. mars 2005 er tað beint í fíggjarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. apríl 2005.

 

Nevndin heldur, at uppskotið er eitt stig á leiðini, men at uppskotið ikki er nóg mikið, og nevndin heldur tí, at best varð um landsstýrismaðurin ger broytingar í FAS skipani soleiðis, at hetta verður ein vinna, sum gevur eitt veruligt íkast til landshúsarhaldið.

 

Stýirsskipanarlógin umrøður bara tvey sløg av lógum, ríkislógir og løgtingslógir. Verandi uppskot hevur heiti: ”Uppskot til lóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)”. Nevndin setir tí samsvarandi hesum fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Heiti á uppskotinum verður orðað soleiðis: ” Uppskot til løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)” 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

 2. viðgerð 27. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til heiti á uppskotinum samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 51 frá 09.05.2005