85  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi 


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast er broytt við ll. nr. 86 frá 20. desember 2004, verða í fylgiskjølunum, ið nevnd eru í §§ 1 og 2 í lógini, gjørdar hesar broytingar: 

 

1)   Í fylgiskjali 1 verður aftaná kap. 18 sett:

“Kap. 19:

1905.31.11, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Søtar keks

1905.90.94, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Snacks

Kap. 20:

2005.20.12, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Chips

Kap. 21:

2106.90.10, avgjald á 6,00 kr. pr. litur á leskidryksúrdrátti”

 

2)   Í fylgiskjali 1 verður eftir “Kap 22:” sum nýtt vørunummar sett:

“2202.10.19, avgjald á 1,00 kr. pr. litur sodavatn”

 

3)   Í fylgiskjali 1 verður Kap. 85 strikaður.

 

4)   Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 vørunummar “1905.30.00” strikað, í staðin verða sum nýggj vørunummur sett:

“1905.31.11, avgjald 2,00 kr./kg. Søtar keks.

1905.31.12, avgjald 2,00 kr./kg. Smákøkur.

1905.32.00, avgjald 2,00 kr./kg. Vaflur.”

 

5)   Í fylgiskjali 3 verður í Kap. 19 aftaná vørunummar “1905.90.93” sum nýtt vørunummar sett:

“1905.90.94, avgjald 2,00 kr./kg. Snacks.” 

 

6)   Í § 2 verður sum nýtt stk. 2. sett:

Stk. 2. Framleiðsla av teimum vørum í vørunummar 2202.10.19 er, tá ið framleiðslan fer fram á bryggjaríum.” 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2005.

Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa endurgoldið avgjald av vørum í Kap. 85, sum eru á goymslu 31. mars 2005. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru:

1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 31. mars 2005 og

2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. juni 2005.

 

 

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til at gera broytingar í lógini um avgjøld á innflutningi og framleiðslu av vørum.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða avgjøldini í innflutnings- og framleiðslulógini. Mælt verður til, at avgjald verður lagt á søtar keks, chips, snacks, leskidryksúrdrátt og sodavatn. Orsøkin til, at mælt verður til at leggja avgjøld á júst hesar vørur, er, at ein møgulig minkandi nýtsla av hesum vørum samanumtikið fer at betra um fólkaheilsuna.

 

Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við einum heilsupolitiskum átaki. Ætlanin er, at partur av eyka inntøkuni av avgjøldunum, einar 5 mió kr., skulu fara til hetta átak.

 

Eisini verður mælt til, at avgjøldini á vørum, ið eru í  Kap. 85 í toll- og vøruskránni, verða strikað. Vørurnar, sum eru í hesum kapitli, eru millum annað komfýrar, húsarhaldstól, dvd-spælarar, sjónvørpum og rakimaskinur. Orsøkin til, at mælt verður til at strika avgjøldini á vørum sum til dømis sjónvarp og dvd-spælarum, er, at avgjøldini á hesum vørum skapa størst trupulleikar fyri vinnuna, borgarar og myndugleikar.

 

Bæði handilsvinnan og Toll- og Skattstova Føroya hava víst á, at vørurnar í kap. 85 í toll- og vøruskránni eru vorðnar serliga truplar at umsita seinastu árini. Tøkniliga menningin hevur gjørt avgjøldini á vørunum í kap. 85 í toll- og vøruskránni ótíðarhóskandi, tí at ymiskar elektroniskar vørur, sum í dag ikki hava avgjald, kunnu nýtast til sama endamál.

 

Søtar keks

Í hesum vørubólki eru vørur sum til dømis, Twix, Kit-kat, Karamel og líknandi vørur. Hesar vørur hava eftir galdandi lóg landbúnaðartoll, sum er 2 kr. kg. við innflutningi.

 

Søtar keks v.m., sum stórt sæð innihalda sama tilfar sum sjokulátuvørur, koma at verða settar javnt við sjokulátuvørur, um sama avgjald verður lagt á tær. Mett verður, at skilagott er at javnseta hesar vørubólkar við at leggja avgjald á søtar keks, sum er ájavnt við avgjaldið á sjokulátuvørum.

 

Skotið verður upp, at avgjaldið verður 30% av innflutningsvirðinum, umframt 12 kr. pr. kg.

 

Sambært tølum frá Toll- og Skattstovu Føroya vórðu í 2004 søtar keks og smákøkur innfluttar fyri 9,8 mió kr. Vektin av hesum var 373.649 kg. Mett verður, at størsti partur av hesum er keks og biscuits, og at innflutningsvirðið av hesum er uml. 8 mió. kr., og vektin er uml. 300.000 kg. 

 

 

Keks:  12 kr. x 300.000 kg.                                            =        3,6 mió. kr.

30% av innflutningsvirðinum (8 mió kr.)                            =        2,4 mió. kr.

Mvg av 6 mió. kr.                                                             =       1,5 mió. kr.

Hetta tilsamans gevur landskassanum meirinntøkuna                    7,5 mió. kr.

 

Avgjaldið av søtum keks er mett til 7,5 mió kr., og væntast kann, at nýtslan fer at minka nakað. Tískil kann leysliga metast, at inntøkan av hesum verður smáar 7 mió, kr. árliga. (Avgjald og MVG) 

 

Chips og snacks

Hesar vørur eru í tveimum kapitlum, eplachips fyri seg, og restin fer undir snacks.

 

Snacks er sambært allýsingini í toll- og vøruskránni: “sprøde krydrede varer”.

 

Allýsingin av eplachips er sambært toll- og vøruskránni: Kartofler i tynde skiver, stegte, med eller uden salt eller krydderier, i hermetisk lukkede pakninger, tilberedt til umiddelbar fortæring.

 

Sum dømi kann nevnast, at taffelchips er gjørt úr epli, restin av líknandi vørum er gjørt annaðhvørt úr maisi, hveiti ella eplamjøli.

 

Í 2004 varð chips og snacks innflutt fyri 6,4 mió kr., og vektin var 280.813 kg. Henda vøra hevur einki avgjald í dag.

 

Mett verður, at chips og snacks skulu koma undir somu avgjaldsupphædd sum sukur/sjokolátuvøra. Grundgevingin fyri hesum er, at talan í báðum førum er um lystimeti.

 

Skotið verður tí upp, at avgjaldið á chips og snacks verður 30% +12 kr. kg.

 

Avgjald av chips og snacks: 12 kr. x 280.000 kg.          =        3,4 mió kr.

30% av innflutningsvirðinum (6,4 mió kr.)                      =        1,9 mió. kr.

Mvg av 5.3 mió kr.                                                       =        2,6 mió. kr.

Hetta tilsamans gevur landskassanum meirinntøkuna                 7,9 mió. kr.

 

Sum er, eru fleiri av hesum vørum dýrar vørur. Væntast kann tí, at nýtsla av chips og snacks verður flutt til bíligari vørur í sama vørubólki  ella til aðrar vørur. Mett verður tó, at nýtslan fer at broytast. Inntøkan av hesum kann væntast at verða 7 mió kr. (Avgjald og MVG)

 

Sodavatn

Mælt verður til at leggja avgjald á sodavatn, tó ikki á Club soda við citrus, Apollinaris við citrus og sukurfrítt sodavatn.

 

Í dag er einki avgjald á sodavatni.  Skotið verður upp at leggja eitt avgjald upp á 1,00 kr. á liturin av sodavatni bæði tað, sum framleitt verður, og tað, sum innflutt verður. Fyri brúkaran kemur ein ½ l. fløska av sodavatni at dýrka 0,63 kr, og 1½ l. fløska at dýrka 1,88 kr. Tað er avgjald og meirvirðisgjald.

 

Sambært tølum frá Toll- og Skattstovu Føroya vórðu í 2003  2.137.889 litrar av sodavatni framleiddir í Føroyum, hetta sama tíðarskeið vórðu 1.658.238 litrar innfluttir. Nýtsla av sodavatni verður tí tilsamans fyri hetta tíðarskeið mett at verða 3,8 mió litrar.

 

Avgjald av sodavatni: 1,00 kr. x 3.8 mió ltr.                     =              3,8 mió. kr.

Mvg av 3.8 mió kr.                                                          =              1,0 mió kr.

Hetta tilsamans gevur landskassanum meirinntøkuna                          4,8 mió kr.

 

Mælt verður til at leggja 1,00 kr. í avgjaldi + 0,25 kr í mvg á hvønn litur av sodavatni. Sodavatn er at skilja sum leskidrykkir av einumhvørjum slag søtaðir við sukri. Hetta merkir, at avgjald ikki verður lagt á sukurfríar vørur.

 

Í grannalondum okkara gerast sukurfríar vørur alsamt vanligari, í Bretlandi eru 60% av sodavatninum sukurfrítt, meðan tað í Danmark táttar í 20%. Í Danmark veksur nýtslan av sukurfríum sodavatni í stórum í løtuni.

 

Sambært tølum frá Toll- og Skattstovu Føroya vórðu framleiðsla og innflutningur av sodavatni í 2003 uml. 3,8 mió litrar. Haraftrat verður framleitt leskidrykksúrdráttur (post-mix blanding) til matstovur o.a., sum verður nýtt til sodavatnsmaskinur. Umframt omanfyri nevnda verður pop-top eisini framleitt í Føroyum.

 

Fyri ikki at áleggja øllum matstovum, skeinkihúsum og øðrum, ið hava eina sodavatnsmaskinu, at avrokna eitt framleiðslugjald og við hesum økja um umsitingina hjá Toll- og Skattstovu Føroya og hesi vinnu, verður mælt til, at avgjald verður lagt á leskidrykksúrdrátt (post-mix). Leskidrykksúrdráttur verður nýttur saman við millum annað vatni og kolsýru at gera sodavatn í sodavatnsmaskinu. Við at leggja avgjaldið á rávøruna verður mett, at mismunur ikki verður á sodavatni, sum bryggjaríini framleiða, og sodavatni, ið verður framleitt við sodavatnsmaskinu. Tí verður eisini skotið upp, at framleiðsla av sodavatni sambært hesi lóg er framleiðsla, ið bryggjaríini framleiða. Mett verður eisini, at hetta er í samsvari við álitið hjá fíggjarnevndini, tá ið tingmál nr. 17 frá 2004 var til viðgerðar.

 

Skotið verður eisini upp, at leskidrykksúrdráttir, sum verða innfluttir, fáa eitt avgjald á 6 kr. liturin. Sama avgjald verður lagt á føroysku framleiðsluna av leskidryksúrdrátti.

 

Mett verður, at framleiðslan og innflutningurin av leskidryksúrdrátti svara til umleið ½ millión litrar av sodavatni.

 

Avgjald á leskidryksúrdráttir: 6,00 kr. x 85.000 l.             =                    0,5 mió kr.

Mvg av 0,5 mió kr.                                                          =                    0,1 mió kr.

Hetta tilsamans gevur landskassanum meirinntøkuna                               0,6 mió kr.

 

Samlaða nýtslan av sodavatni og øðrum leskidrykkjum verður tí mett til umleið 4,5 mió litrar árliga.

 

Ongi hagtøl eru fyri nýtsluna av sukurfríum sodavatni í Føroyum, men avgjaldið kann í ein ávísan mun gera, at brúkararnir fara at drekka meira sukurfrítt sodavatn. Væntast kann tí, at nýtslan av avgjaldskyldugum leskidrykkjum verður eitt sindur minni enn 4,5 mió litrar.

 

Samlaða inntøkan av hesum avgjøldum árliga eftir tillagingar kann tí væntast at verða 2,5 til 4,5 mió kr. (Avgjald + MVG)

 

Avtøka av punktgjøldum í kap. 85

Vinnan hevur í fleiri ár víst á, at summi av hesum punktgjøldunum eru ótíðarhóskandi og kappingaravlagandi. Toll- og skattstova Føroya hevur samstundis víst á stórar trupulleikar at umsita somu punktgjøld.

 

Við hesum uppskoti verða tey punktgjøld strikað, sum eru ásett í kapitli 85 í toll- og vøruskránni.

 

Vørurnar og punktgjøldini í kapitli 85 í toll- og vøruskránni eru hesi:

 

Dustsúgvarar                                                                   20%

Húsarhaldstól                                                                  20%

Rakimaskinur                                                                   30%

Lummalyktir o.t.                                                              30%

Elektriskir vatnhitarar o.t.                                                 20%

Hárturkarar                                                                     30%

Komfýrar o.o. húsarhaldstól                                            20%

Plátuspælarar                                                                  30%

Ljóðendurgevarar av kasettutypu                                     30%

Bandupptakarar                                                               30%

Videobandupptakarar                                                      30%

Móttakarar til radiotelefoni                                               30%

Móttakarar til persónskalli- og leitianlegg                          30%

Sjónvørp                                                                         30% + 300,00 kr./stk.

Videomonitorar                                                               30% + 300,00 kr./stk.

Lyktir, perur o.t.                                                              30%

Deilir                                                                               30%

 

Umframt punktgjøldini verða eisini løgd 25% í meirvirðisgjaldi oman á omanfyri nevndu vørur.

 

Tað eru fleiri orsøkir til, at mælt verður til, at akkurát avgjøldini í Kap. 85 verða strikað. Handilsvinnan hevur leingi víst á, at punktgjøldini tálma søluni av elektroniskum vørum í Føroyum og eggja til, at vørurnar verða keyptar uttanlands.

 

Toll- og skattstova Føroya hevur leingi víst á, at punktgjøldini í kapitli 85 í toll- og vøruskránni eru vorðin serliga trupul at umsita seinastu árini. Tøkniliga menningin hevur gjørt punktgjøldini í kapitli 85 í toll- og vøruskránni ótíðarhóskandi, tí at ymiskar elektroniskar vørur kunnu í dag nýtast til sama endamál.

 

Hetta er t.d. galdandi fyri sokallaðar plasmaskermar ella telduskermar, sum eisini kunnu nýtast til sjónvarpsskermar. Punktgjøld verða ikki løgd á teldur, og telduhandlar kunnu tí flyta inn teldu­skermar uttan avgjald og seta tunara til skermin, og selja hetta út aftur sum sjónvarp í kapping við sjónvarpshandlar, har punktgjald skal rindast av øllum sjón­varpinum. Sami trupulleiki er galdandi fyri DVD-spælarar. Punktgjald skal rindast av vanligum DVD-spælarum, men er DVD-spælarin í teldu ella playstation verður einki punktgjald álagt.

 

At strika hesi punktgjøldini fer eisini at frígeva orku hjá Toll- og Skattstovu Føroya til annað eftirlitsarbeiði. 

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Avleiðingar av áløgdum avgjøldum: 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið og vinnuna.

 

Roknast kann við, at nýtslan fellur nakað, tá avgjøldini hækka. Tá nýtslan hevur tillagað seg nýggju prísirnar, verður mett, at  samlaða úrslitið fyri landskassan verður ein meirinntøka upp á umleið 18 mió. kr. árliga við mvg. Í 2005 tó umleið 12 mió. kr. við mvg.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Toll- og Skattstova Føroya umsitur lógina um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Toll- og Skattstovu Føroya fer at hava fleiri eftirlitsuppgávur í sambandi við avgjøldini.

 

Bryggjaríframleiðararnir eru vanir við at avrokna avgjald av øli til landskassan. Í so máta verður avrokningin av framleiðslugjaldi ikki ein nýggj uppgáva hjá teimum, men hóast tað, so kemur hon at økja um teirra umsiting. Fyri søtar keks, chips og snacks er galdandi, at næstan allar hesar vørur verða innfluttar. Í samband við avgjøldini skulu nøkur fá virki aftrat avrokna framleiðsluavgjald.

 

 

Avleiðingar av avtøku av avgjaldi: 

Umsitingarliga verður nú eingin eyka umsiting av hesum vørum hjá Toll- og Skattstovu Føroya og handilsvinnuni. Umsitingin av hesum vørum verður nú ikki øðrvísi enn fyri aðrar vørur, sum bert verða álagdar meirvirðisgjald. Skiftisreglur verða settar í verk, so virkir, ið hava hesar vørur á goymslu 31. mars 2005, kunnu fáa avgjaldið endurrindað. Hetta vil geva eitt sindur av eyka umsiting, inntil avrokningin er gjørd.

 

Mett var, at inntøka landskassans av punktgjøldunum í kapitli 85 í toll- og vøruskránni í 2005 skuldi verða umleið 12 mió. kr. við mvg. Við at taka punktgjaldið av frá 1. apríl 2005 verður mett, at inntøkan verður umleið 3 mió kr. Eftirspurningurin og sølan av hesum vørum fer at verða størri, tá ið punktgjøldini verða strikað, og vøran gerst bíligari. Meirvirðisgjaldsinntøkur landskassans av hesum vørum fara tí væntandi at vaksa. Tað er tó torført at meta um, hvussu nógv sølan og inntøkur landskassans fara at økjast av hesum. Beint eftir, at avgjøldini verða avtikin, kann væntast eitt upplop í eftirspurninginum. Fíggjarligu avleiðingarnar av at taka av avgjøldini í kapitli 85 verða í 2005 mettar at verða smáar.

 

Frameftir fer eftirspurningurin væntandi at hækka, tí vørurnar gerast bíligari. Herumframt fara føroyingar, sum áður keyptu hesar vørur uttanlands, at keypa vørurnar í Føroyum. Ein munandi eftirspurningur verður tí fluttur til Føroyar.

 

Sostatt fær føroysk handilsvinna og føroyskir brúkarar alt fyri eitt stórt gagn av, at hesi punkgjøld verða strikað. Sum frálíður fer hetta eisini at gagna landskassanum, tí sølan verður nógv størri í Føroyum.

 

Avleiðingar av uppskotinum:

Samanumtikið verður mett, at inntøkur landskassans í 2005 fara at verða umleið 10 til 12 mió kr. av hesum uppskoti. Umsitingarliga verður neyðugt at hava størri eftirlit við teimum vørum, sum skulu rinda avgjald. Hinvegin verður eftirlitið minni við teimum vørum, sum verða undantiknar avgjald. Eftir at tillagingar av nýtsluni eru farnar fram, fer landskassin árliga at hava eina meirinntøku upp á umleið 6 til 8 mió. kr.

 

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir ella fyri kommunur.    

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar

 

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

         Nei

 

 

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Nr. 1

Í fylgiskjali 1 verður í Kap. 19 eitt nýtt vørunummar 1905.31.11 sett. Í hesum vørunummari eru vørur sum t.d. Kit-Kat og Twix. Smákøkur eru ikki í hesum vørunummari og fáa tí ikki avgjald.

 

Í fylgiskjali 1 verður í Kap. 19 eisini eitt annað nýtt vørunummar sett 1905.90.94. Í hesum vørunummari er snacks, t.d. baconsnacks, ostapop, ostarækjur, salt- og tomatskrúvur. Aðrar baksturvørur eru í einum øðrum vørunummari og fáa tí ikki álagt sama avgjald.

 

Í fylgiskjali 1 verður í Kap. 20 sum nýtt vørunummar sett 2005.20.12. Í hesum vørunummari er eplachips (taffelchips). Vørur sum eplamos, eplir í gløsum eru í einum øðrum vørunummari og fáa tí ikki álagt sama avgjald.

 

Í fylgiskjali 1 verður Kap. 21 sum nýtt vørunummar sett 2106.90.10. Í hesum vørunummari er leskidrykksúrdráttur (post-mix), sum matstovur nýta í sodavatnsmaskinum. Budingur, fromaga, kálktablettir og annað eru ikki í hesum vørunummari og fáa tí ikki álagt hetta avgjald.

 

 

Nr. 2 

Í fylgiskjali 1 til Toll- og vøruskránna verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar sett 2202.10.19. Hetta tí, at í hesum lógaruppskoti verður skotið upp, at avgjald skal vera á sodavatni við 1,00 kr. pr. litur.

 

Í vørunummari 2202.10.19 er sodavatn, sunkist, Pop-Top, Svali, Sunlolly ísur. Club soda við citrus, Apollinaris við citrus og sukurfrítt sodavatn verða ikki áløgd avgjald og koma tí í ein annan vørubólk.

 

Nr. 3

Vørurnar og punktgjøldini í kapitli 85 í toll- og vøruskránni eru hesi:

 

Dustsúgvarar                                                                   20%

Húsarhaldstól                                                                   20%

Rakimaskinur                                                                   30%

Lummalyktir o.t.                                                               30%

Elektriskir vatnhitarar o.t.                                                  20%

Hárturkarar                                                                      30%

Komfýrar o.o. húsarhaldstól                                             20%

Plátuspælarar                                                                   30%

Ljóðendurgevarar av kasettutypu                                     30%

Bandupptakarar                                                              30%

Videobandupptakarar, DVD avspælari                            30%

Móttakarar til radiotelefoni                         30%

Móttakarar til persónskalli- og leitianlegg    30%

Sjónvørp                                                                         30% + 300,00 kr./stk.

Videomonitorar                                                               30% + 300,00 kr./stk.

Lyktir, perur o.t.                                                              30%

Deilir                                                                               30%

 

Við hesi broyting verður kap. 85 í frumskjali 1 í toll- og vøruskránni strikaður. Hetta merkir, at tær vørur, ið eru ásettar í kapitli 85, við hesi broyting ikki hava nakað avgjald í sambandi við innflutning ella framleiðslu.

 

Nr. 4

Í fylgiskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður vørunummar 1905.30.00 strikað, og í staðin verða tvey nýggj vørunummur sett inn. Vørunummar 1905.31.11, ið er søtar keks, fáa við hesum lógaruppskoti eitt avgjald upp á 2,00 kr./kg við innflutning. Sama ger seg galdandi fyri vørunummar 1905.31.12, ið er smákøkur. Umframt nevndu broytingar, er dagføring av vørunummari fyri vaflum, sum er 1905.32.00.

 

Nr. 5

Í fylgiskjali 3 til Toll- og vøruskránna verður nýtt vørunummar1905.90.94. Hetta vørunummar fevnir um snacks, sum við innflutningi sambært hesum lógaruppskoti fær eitt avgjald upp á 2,00 kr./kg. 

 

Nr. 6

Framleiðsla av sodavatni sambært hesi áseting er tann framleiðslan, ið fer fram á bryggjaríum. Hetta merkir, at sodavatn, sum verður blandað við sodavatns-maskinu á matstovum, barrum og líknandi, ikki verður at rokna sum framleiðsla eftir hesi lóg.

 

1. viðgerð 18. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint í fíggjarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen.

 

Verandi uppskot snýr seg um at hækka avgjøld við einum heilsuligum atliti. Somuleiðis snýr uppskotið seg um at strika avgjøld í Kap. 85 í toll- og vøruskránni fyri at avskaffa kappingaravlagandi avgjøld.

 

Nevndin heldur, at um landsstýrismaðurin aftur broytur hesa lóg,  eigur hann at taka atlit til umhvørvi og  orkusparingar, eisini eigur hann at umhugsa tey avgjøld, ið eru sett so høg, at stórt sæð eingin søla er her í landinum, tí tað er so munandi bíligari at keypa uttanlands. 

 

Undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin mælt fíggjarnevndini til at gera nakrar broytingar í uppskotinum. Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

 

  1. Í § 1, nr. 1 verður aftaná orðingina: "1905.31.11, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Søtar keks" sett inn soljóðandi: "1905.32.00, avgjald 30% + 12,00 kr. pr. kg. Vaflur"

 

  1. Í § 1, nr. 1 verður orðingin: "2106.90.10" broytt til: "2106.90.19"

 

  1. § 2 verður orðað soleiðis:
    "§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2005.
    Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært  meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa endurgoldið avgjald av vørum í Kap. 85, sum eru á goymslu 30. apríl 2005. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru:
    1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 30. apríl 2005 og
    2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. juli 2005. "

 

 

Viðmerkingar:

ad. 1) Eftir nærri kanning av, hvat tað eru fyri vørur, ið koma undir vørunummar søtar keks, er komið eftir, at vørur, sum til dømis Kitkat, Karamel við og uttan kokus, Drifter, Jacques og líknandi vørur, eru gjørdar av vaflum og tí koma undir vaflu vørunummar og ikki vørunummar søtar keks. Mælt verður tí til at gera broytingar til broytingaruppskotið, soleiðis at vørunummari 1905.32.00 eisini fær eitt avgjald á 30% + 12,00 kr. kg. Við hesi broyting verða hesar vørur javnsettar við avgjald á søtum keks.

 

ad. 2) Mælt verður til at sundurgreina vørunumrini, ið hoyra til leskidryksúrdrátt (eins og tað er gjørt í løgtingmáli nr. 84/2004), og at avgjald bara verður lagt á leskidryksúrdrátt (post-mix), sum hevur sukur. Við hesum verður leskidryksúrdráttur, ið verður nýttur til sukurfrítt sodavatn avgjaldsfrítt bæði við innflutningi og við framleiðslu.

 

ad. 3) Mælt verður eisini til, at lógarbroytingarnar koma í gildi 1. mai 2005 og til at gera fylgibroytingar til, nær vørugoymslan skal verða uppgjørd v.m. í samsvari við gildiskomuna. 

 

En samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 30-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 27. apríl 2005 løgdu tingmenninir Alfred Olsen, Andrias Petersen, Óli Breckmann og Heðin Zachariasen fram soljóðandi

Broytingaruppskot

 

til 3. viðgerð

 

1) Í § 1, nr. 1 verður avgjaldi á vørunummar 1905.31.11 og vørunummar 1905.32.00 "30%" broytt til "10%". 

 

Viðmerkingar:

Verður broytingaruppskotið samtykt, lækkar avgjaldi á søtum keks og vaflum frá 30% til 10%.

 

3. viðgerð 27. apríl 2005. Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Andrias Petersen, Óla Breckmann og Heðin Zachariasen samtykt 17-1-8. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 21-0-6. Málið avgreitt.

Ll.nr. 43 frá 27.04.2005