82  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. des. 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 10, stk. 1,  verður orðað soleiðis:

“Tá brúktir bátar, persónmotorakfør og vøru- og lastmotorakfør verða seld, kann sølumaðurin – tá avgjaldið ikki er fakturerað sambært hesi lóg við útflýggjan til sølumannin – avgjaldsavgreiða vøruna, grundað á eitt avgjaldskyldugt virði, sum er 80% av muninum millum keypsprísin og søluprísin, avgjaldið íroknað. Fer søluprísurin ikki upp um keypsprísin, verður einki avgjald roknað.“

 

2)    § 28, verður orðað soleiðis:

Stk. 1. Útlendsk virki, sum selja fyri meir enn 20.000 kr. um árið, og sum selja tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 7-13, til virki, stovnar o.t., ella til fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jbr. § 5, og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum.

 

Stk. 2. Fylgjandi tænastur eru avgjaldskyldugar:

1)     At avhenda heilt ella lutvíst upphavsrættindi, patentrættindi, lisensrættindi, rættindi til vørumerki, felagsmerki og mynstur, og onnur tílík rættindi.

2)      Tænastur viðvíkjandi reklamu.

3)      Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.

4)      Tænastur frá vikarstovum.

5)      Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum.

6)      Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.

7)     At leiga út leysafæ.

8)     Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognmeklara, ognarhandlara o.l. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.

9)      Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m.

10)  Arbeiði framt á leysafæ her á landi.

11)  Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.

12)  Fjarskiftistænastur.

13)  Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.

Stk. 3. Avgjaldskyldug søla sambært stk. 2, nr. 1-6 og 8-13 viðvíkur ikki sølu til skrásett virkir í Føroyum, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.
Stk. 4.
Fólk, almennir stovnar og onnur, ið ikki eru meirvirðisgjaldskrásett, og sum keypa tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 1-6, í útlondum, skulu rinda meirvirðisgjald, um so er, at tænastan verður nýtt í Føroyum.
Stk. 5.
Tann, sum skal rinda avgjald sambært stk. 4, skal føra roknskap yvir tær tænastur, ið eru keyptar í útlondum, og sum avgjald skal rindast fyri. Í seinasta lagi 10 dagar eftir, at tænastan er móttikin, skulu tey rinda avgjaldið og upplýsa Toll- og Skattstovu Føroya støddina á avgjaldsuppæddini. Roknskapartilfar skal goymast í 5 ár.
Stk. 6.
Tænastur kunnu verða innfluttar avgjaldsfrítt, um so er, at samsvarandi latingar her í landinum, framdar av avgjaldskyldugum virkjum, høvdu verið frítiknar fyri avgjald.”

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til nakrar broytingar í meirvirðisgjaldslógini.

 

Síðani lógin um meirvirðisgjald varð sett í gildi, eru stórar broytingar hendar á fjarskiftisøkinum og innan veitingar av elektroniskum tænastum annars. Millum annað gerst tað alt meira vanligt, at virki og fólk yvir internetið bíleggja og keypa tænastur, sum verða innfluttar til Føroyar og nýttar her.

 

Landsstýrismaðurin í figgjarmálum mælir tí til, at lógin um meirvirðisgjald verður dagførd soleiðis, at heimild verður fingin til vega til at uppkrevja meirvirðisgjald av hesum innflutningi. Meginorsøkin til hesa støðu landsstýrismansins er, at føroyskar fyritøkur, sum selja tænastur av sama slagi, koma undir avgjaldskyldu og tað hevði havt við sær ein kappingaravlagandi fyrimun fyri útlendsku fyritøkurnar, um ikki avgjald eisini varð lagt á tænasturnar, sum verða keyptar í og innfluttar frá útlondum.

 

Eftir núgaldandi reglunum í lógini um meirvirðisgjald hevur landsstýrismaðurin heimild til við kunngerð at áseta, at tænastur at nýta her á landi eru avgjaldskyldugar við innflutningi, og at 25% av samsýningini fyri viðkomandi tænastu skal gjaldast í landskassan. Mett verður, at hendan heimild eigur at verða strikað, og tænasturnar, sum verða lagdar undir avgjald við innflutningi, skulu nevnast beinleiðis í lógini.

 

Í núgaldandi kunngerð, kunngerð nr. 50 frá 12. juli 2004, skulu innflytarar, sum ikki eru meirvirðisgjaldskrásettir, sjálvir avrokna avgjaldið til landskassan og skrásett virki, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið av innfluttu tænastunum við í sítt inngangandi avgjald, skulu ikki rinda avgjald av teimum tænastum, sum eru nevndar í kunngerðini, og sum verða innfluttar úr útlondum.

 

Við hesum lógaruppskoti verður farið frá hesum prinsippinum fyri ávísar tænastur, og ístaðin verður heimild fingin til vega til at áleggja útlendskum virkjum, sum útflyta tænastur til Føroyar, at meirvirðisgjaldskráseta í Føroyum, um tænastur teirra verða nýttar í Føroyum. Hetta er galdandi fyri virki, sum ikki sambært § 3 í lógini um meirvirðisgjald reka sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum.

 

Mælt verður til at áseta reglur um, at útlendsk virki, sum hava eina árliga sølu til Føroya, sum er størri enn kr. 20.000,00, skulu uppkrevja 25% í meirvirðisgjaldi av tænastum, sum verða nýttar í Føroyum.

 

At leiga út leysafæ

Við hesum lógaruppskoti verður avgjaldskyldan víðkað til eisini at viðvíkja útleigu av flutningsførum av einum og hvørjum slagi. Eftir galdandi reglum fevnir avgjaldskyldan um at leiga út leysafæ, tó ikki flutningsfør. Eftir uppskotinum skulu útlendsk feløg, sum í Føroyum leiga út leysafæ av einum og hvørjum slagi, skrásetast í Føroyum.

 

Fjarskiftistænastur og at breiða út sjónvarps- og útvarpssendingar

Avgjaldskyldan verður við hesum lógaruppskoti víðkað til eisini at umfata tænastur, ið verða innfluttar úr útlondum. Hetta merkir, at útlendsk virki, sum selja tænastur til Føroya, skulu meirvirðisgjaldskráseta sítt virksemi í Føroyum og uppkrevja MVG av søluni og avrokna MVG´ið til landskassan.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at henda broyting í meirvirðisgjaldslógini er neyðug fyri at verja kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum, sum skulu kappast við útlendskar fyritøkur, sum selja somu tænastur.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til, at tað eisini verður avgjaldskyldugt at innflyta fjarskiftistænastur og at breiða út sjónvarps- og útvarpssendingar í framtíðini.

 

Brúktir bátar

Sambært galdandi meirvirðisgjaldslóg er søla av brúktum persónmotorakførum og av vøru- og lastmotorakførum einans meirvirðisgjaldskyldug av vinninginum. Landsstýrismaðurin metir, at brúktir bátar eisini skulu koma undir hesa áseting, og mælir tí til, at lógin verður broytt samsvarandi hesum.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður mett at hava við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri landið, kommunur og  vinnuna.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur nakrar avleiðingar fyri umhvørvið. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

Mett verður, at lógaruppskotið kann hava við sær fíggjarligar avleiðingar. Av tí, at meirvirðisgjaldskyldan er víðkað til eisini at viðvíkja sjónvarpssendingum, fjarskiftistænastum og útleigu av leysafæ, tá hesar tænastur verða innfluttar til Føroya, og av tí, at útlendsk virki, sum selja tænastur til Føroya, frameftir fara at koma undir skrásetingar- og avgjaldskyldu, verður mett, at landskassin fer at fáa eina meirinntøku upp á umleið kr. 2 mió. 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar

avleiðingar 

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Kapittul  3. Serligar viðmerkingar

 

Nr. 1

Til § 10, stk. 1

Við sølu av brúktum bátum, persónmotorakførum og av vøru- og lastmotorakførum kann ein sølumaður – tá avgjald ikki er fakturerað sambært hesi lóg við útflýggjan til sølumannin – avgjaldsavgreiða vøruna grundað á eitt avgjaldskyldugt virði, sum er 80% av muninum millum keypsprísin og søluprísin, avgjaldið íroknað. Fer søluprísurin ikki upp um keypsprísin, verður einki avgjald roknað. Tá tosað verður um brúktar bátar, so er talan bert um teir, sum eru undir 5 GT, tí sambært § 12, stk.1, litra f eru skip 5 GT ella størri undantikin avgjaldskyldu.

 

Nr. 2

§ 28, stk.1

Við hesi áseting verður heimild til, at útlendsk virki, sum hava eina árliga sølu, ið er meir enn 20.000 kr., og sum selja tær í stk. 2, nr. 7-13 nevndu tænastur til virki, stovnar v.m. ella fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jvb. § 5 og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum.

 

Við útlendsk virki verður í lógini hugsað um eitt virki, sum ikki rekur sjálvstøðugt vinnuvirksemi í Føroyum og sum heldur ikki hevur deild ella líknandi í Føroyum. Tá virki hvørki rekur sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum og heldur ikki hevur deild, skrivstovu ella líknandi í Føroyum, skal virki sambært meirvirðisgjaldslógini skrásetast við persóni, sum er búsitandi í Føroyum, ella við virki, sum hevur sølustað í Føroyum.

 

Hevur virki eina árliga sølu í Føroyum, sum er minni enn kr. 20.000, skal virkið ikki meirvirðisgjaldskrásetast í Føroyum.

 

§ 28, stk. 2

Tænasturnar, sum eru avgjaldskyldugar í Føroyum, eru hesar:

 

Heil ella lutvís avhending av upphavsrættindum, patentrættindum, lisensrættindum, rættindum til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum.

 

Tænastur viðvíkjandi reklamu. Hetta merkir, at allar tænastur viðvíkjandi gerð av og útbreiðslu av reklamu blíva skyldugar.

 

Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.

 

Tænastur frá vikarstovum, eitt nú arbeiðsútleigan.

 

Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum. Hetta er serliga konkuransuklausular.

 

Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.

 

Útleiga av leysafæ.

 

Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognmeklara, ognarhandlara o.l. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.

 

Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m.

 

Arbeiði framt á leysafæ her á landi.

 

Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.

 

Fjarskiftistænastur. Hetta merkir telefon- og aðrar samskiftistænastur.

 

Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.

 

§ 28, stk. 3.

Tá avgjaldskyldug virki í Føroyum keypa tænasturnar, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1-6 og 8-13, er tænastan frí við innflutningi, tá ið keyparin í síni heild kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið. Hetta vil spara umsiting bæði hjá Toll- og Skattstovu Føroya og hjá virkjunum og lættir um likviditetin hjá virkjunum.

 

§ 28, stk. 4

Fólk, almennir stovnar og onnur, ið ikki eru meirvirðisgjaldskrásett, og sum í útlondunum keypa tær tænastur, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1-6, skulu sjálvi rinda Toll- og Skattstovu Føroya meirvirðisgjaldið, um so er, at tænastan verður nýtt í Føroyum. Her er tað ikki tað útlendska virkið, sum selur tænastuna, sum skal skrásetast í Føroyum.

 

§ 28, stk. 5

Fólk, almennir stovnar og onnur, sum eftir stk. 4 skulu rinda avgjald, skulu føra roknskap yvir tær tænastur, ið tey keypa í útlondunum. Roknskapartilfarið skal goymast í 5 ár. Tey skulu geva upp avgjaldið á oyðiblaði og í seinasta lagi 10 dagar eftir, at tænastan er móttikin, rinda avgjaldið og upplýsa Toll- og Skattstovu Føroya støddina á avgjaldsupphæddini.

§ 28, stk. 6.

Tænastur kunnu verða innfluttar avgjaldsfrítt, um so er, at samsvarandi latingar her í landinum, framdar av avgjaldskyldugum virkjum, høvdu verið frítiknar fyri avgjald. Útlendsk virki, sum hava eina árliga sølu, ið er meir enn 20.000 kr., og sum selja tær í nr. 1-13 nevndu tænastur til virki, stovnar v.m. ella fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jvb. § 5 og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum. Soleiðis verður innflutningur viðgjørdur eins og innanlendis søla.

 

Til § 2

Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 15. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og  31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen.

 

Uppskotið hevur til endamáls at fáa greiðari reglur fyri tænastur, har tænastuveitarin ikki hevur fast tilhald í Føroyum, men letur eina tænastu til brúkara í Føroyum. Í hesum globaliseringstíðum er neyðugt at fáa greiðar reglur á økinum, men tá størsti parturin er tænastur yvir internetið, verður tann umsitingarligi parturin tann trupli knúturin at loysa. Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at tey hava tikið upp samstarv við okkara norðurlendsku brøðratjóðir fyri at vera við í teirra arbeiði fyri at loysa henda trupla spurning.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 39 frá 27.04.2005