81  Uppskot til  løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (tubbakslógin)

 

Kapittul 1

Almennar reglur

 

§ 1. Endamálið við hesi lóg er at tryggja øllum rættin til eitt roykfrítt umhvørvi og at seta í verk tiltøk, sum minka um skaðarnar, ið standast av tubbaksnýtslu.

 

§ 2. Í hesi lóg er tubbaksvøra at skilja sum vøra, ið inniheldur evni úr tubbaksplantuni, og sum er ætlað at roykja, tyggja, snúsa ella súgva.

Stk. 2. Fevnd av lógini er eisini tubbaksvøra, sum er genetiskt umskapað.

Stk. 3. Undantikin er apoteksvøra við nikotininnihaldi, um vøran er ætlað at hjálpa roykjarum at leggja av.

 

  

Kapittul 2

Aldursmark, støð o.a.

 

§ 3. Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri enn 18 ár.

Stk. 2. Er ivi um aldur á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín.

 

§ 4. Ikki er loyvt at roykja á almennum og partvíst almennum stovnum og virkjum.

Stk. 2. Í serligum førum kann verða loyvt at hava roykirúm.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um roykirúm sbr. stk. 2.

 

 

Kapittul 3

Søla og lýsing av tubbaksvørum

 

§ 5. Beinleiðis ella óbeinleiðis lýsing við tubbaksvørum í bløðum, tíðarritum, bókum, útvarpi, sjónvarpi, biohallum, á alnetinum, skeltum, spjøldrum o.ø. er ikki loyvd.

Stk. 2. Tubbaksvørur mugu ikki vera lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum.

Stk. 3. Undantiknar forboðnum eftir stk. 1 og 2 eru lýsingar í prentaðum dagbløðum og øðrum ritum, innflutt til Føroya, sum ikki eru skrivað ella prentað í Føroyum, uttan so at endamálið við tíðarritinum er at lýsa við tubbaksvørum í Føroyum.

Stk. 4. Undantiknar forboðnum eru eisini lýsingar í prentaðum ritum, sum bert verða send til sølufólk, har lýsingin er ein partur av vanligu upplýsingini til sølufólk.

Stk. 5. Undantikin er tubbaksvøra, tá hon verður brúkt í ítøkiligum upplýsingar- og ávaringartiltøkum móti royking.

 

§ 6. Tubbaksvørur mugu ikki liggja á sjónligum støðum, har almenningurin hevur atgongd, eitt nú í kioskum, handlum, matstovum og skeinkistøðum.

Stk. 2. Undantiknar frá stk. 1 eru sølubúðir, ið einans selja tubbaksvørur.

Stk. 3. Loyvt er ikki at selja tubbaksvørur í sjálvtøkum.

 

§ 7. Tað er bert loyvt at selja tubbaksvørur í óupplatnum pakkum.

Stk. 2. Ikki er loyvt at selja tubbaksvørur, um hesar ikki eru merktar samsvarandi reglum, ið landsstýrismaðurin hevur ásett. Í reglunum verður m.a. ásett innihaldið av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni og upplýst um vandan, ið stendst av tubbaksnýtslu.

Stk. 3. Eftir tilmæli frá Fyribyrgingar-ráðnum ásetur landsstýrismaðurin nærri reglur um hámarkið fyri tey í stk 2. nevndu evni. 

 

§ 8. Brot á ásetingarnar í §§ 3, 5, 6 og 7, stk. 1 og 2 í hesi lóg verða sektað við bót ella hefti. Brot á ásetingina í § 4 verður sektað sambært § 21 í tænastumannalógini.

Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

 

§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrið arbeiðir miðvíst við at betra um fólkaheilsu føroyinga. Ásannandi, at tubbaksnýtsla er sera heilsuskaðilig, ynskir landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum sum eitt lið í hesum arbeiði at seta í verk tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna – og harvið at betra um fólkaheilsuna. Landsstýrismaðurin hevur í hesum sambandi orðað eitt uppskot til eina nýggja tubbakslóg. Lógaruppskotið er eitt týðandi stig á leiðini at minka um tubbaksnýtsluna og harvið at minka um heilsuskaðarnar, sum standast av royking.

 

Aðalmálið við lógaruppskotinum er at tryggja øllum rættin at liva og virka í einum roykfríum umhvørvi og at víðka um rásarúmið hjá teimum, sum ikki roykja. Í lógaruppskotinum verður serliga hugsað um børnini og tey ungu, og dentur verður lagdur á at forða fyri, at tey byrja at roykja.

 

Lógaruppskotið til nýggja tubbakslóg er orðað við støði í WHO-sáttmálanum, sum øll tey 192 limalondini í Alheimsheilsustovninum WHO samtyktu í mai 2003, um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.

 

Orsøkin til lógaruppskotið

Tubbaksroyking hevur verið sera vanlig í øllum vesturheiminum síðani farnu øld. Seinastu 50 árini er fingin til vega sera neyv vitan um tær heilsuskaðiligu avleiðingarnar, sum standast av royking. Henda vitan er fingin til vega við víðfevndari farsóttarfrøðiligari (epidemiologiskari) gransking, sum fevnir um fleiri túsund kanningar. Við støði í bæði nøgdini av og dygdini í hesum kanningarúrslitum hevur tað borið til at staðfest vísindaliga, at tætt samband er millum royking og sjúkur. Hetta hevur havt við sær, at tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna eru millum tey fyribyrgingarátøk, sum hava verið raðfest sera frammarliga í vesturheiminum seinastu 10-20 árini.

 

Innihald í tubbaksroyki

Í tubbaksroyki eru eini 4000 ymisk kemisk evni. Fleiri av hesum eru heilsuskaðilig: 200 av teimum eru eitrandi og 40-50 av teimum – t.d. arsenikk, benzen og formaldehyd – eru krabbameinselvandi.

 

Skaðiligu árinini av tubbaksroyking

Tað er vísindaliga staðfest, at royking er tann einstaki vandatátturin, sum er tann størsti heilsuvandin í okkara heimsparti. Tey, sum roykja, eru í øktum vanda fyri at fáa ymsar sjúkur, harav fleiri av teimum eru deyðiligar. Sum ein avleiðing av teimum vandamiklu sjúkunum eru roykjarar eisini í vanda fyri at liva við eini vánaligari lívsgóðsku orsakað av roykitengdum sjúkum. Tær kendastu av hesum sjúkum eru krabbamein, hjarta-æðrasjúkur og varandi lungnalíðing (eisini nevnd roykjaralungu). Helmingurin av øllum teimum, sum byrja at roykja sum tannáringar og halda fram við tí sum vaksin, doyggja av onkrari sjúku, sum tey hava fingið orsakað av royking. Fjórði hvør av hesum roykjarum doyr, áðrenn viðkomandi fyllir 70 ár.

 

Umframt lungnakrabba, hjarta-æðrasjúkur og roykjaralungur, so er tað ein røð av øðrum sjúkum, sum roykjarar eru í vanda fyri at fáa. Av hesum kunnu nevnast fleiri sløg av krabbameini í t.d. munni, hálsi, vælindi, maga, nýrum, bløðru, brisi og blóði. Sjúkur sum paradentosa (bruni í tannkjøtinum), rygglíðing, hoyrnarmissur, beinbroyskni (osteoporosa), magasár, lungnabruni og psoriasis eru oftari at síggja hjá roykarum enn ikki-roykjarum. Tá tær farsóttarfrøðiligu kanningarnar verða samanbornar, sæst, at 25% av øllum krabbameinstilburðum, svarandi til uml. 90% av øllum tilburðum av lungnakrabba, standast av royking, og uml. 15% av øllum roykjarum fáa  roykjaralungu.

 

Av øðrum negativum árinum á kroppin kann nevnast, at roykjarar oftari hava niðursett gitnaðarføri, at mannfólk eru í størri vanda fyri impotensi, og at kvinnur, sum roykja, koma í skiftisárini fyrr enn tær, sum ikki roykja.

 

Í juni 2004 almannakunngjørdi tað altjóða viðurkenda læknatíðarritið British Medical Journal eina av teimum størstu kanningunum, sum nakrantíð er gjørd um avleiðingarnar av royking. 34.439 mannligir enskir læknar luttóku í kanningini í tíðarskeiðnum 1951-2001. Tey nýggju høvuðsúrslitini eru, at sokallaðir lívstíðarroykjarar í miðal doyggja 10 ár fyrr enn tey, sum ongantíð hava roykt, og tað at halda uppat at roykja hevur við sær ein munandi hægri livialdur. Kanningin vísir, at nógv er at vinna við at leggja av at roykja, tí fyrr ein roykjari leggur av at roykja, fleiri ár kann viðkomandi rokna við at liva longri. Teir roykjarar, sum hildu uppat at roykja í 60, 50, 40, og 30 ára aldrinum øktu liviárini við ávikavist 3, 6, 9 og 10 árum. Kanningarúrslitini geva okkum eina holla vitan um tær heilsuskaðiligu avleiðingarnar av royking og um tann lívsleingjandi vinningin við at halda uppat at roykja.

 

Í 2004 almannakunngjørdi Dansk Institut for Sundhedsvæsen (DSI) eina kanning um kostnaðin av at viðgera eina av teimum stóru tubbakstengdu fólkasjúkunum – roykjaralungu. Sambært niðurstøðuni í frágreiðingini, so vóru útreiðslurnar í 2002 av at viðgera 66.000 av hesum sjúklingum uml. 3 mia kr., og svarar hetta til 10% av teimum samlaðu sjúkrahús- og sjúkratryggingarútreiðslunum í Danmark fyri viðgerð av persónum eldri enn 40 ár.

 

Niðurstøðurnar í kanningunum báðum eru bæði skelkandi og áhugaverdar. Royking er ein enn størri trupulleiki fyri roykjararnar, fólkaheilsuna og heilsuverkið, enn vitan hevur verið um áður, og vinningurin av at gevast at roykja er sera stórur – bæði fyri tann einstaka roykjaran og fyri samfelagið sum heild.

 

Alheimsheilsustovnurin WHO hevur í fleiri ár víst á, hvussu heilsuskaðilig tubbaksnýtsla er. WHO hevur roknað seg fram til, at tað árliga doyggja 4 mió menniskju í heiminum av roykitengdum sjúkum – ella 11.000 menniskju dagliga. WHO væntar, at hetta talið fer at hækka til 10 mió menniskju innan 2020, um tiltøk ikki verða sett í verk at avmarka tubbaksnýtsluna.

 

Serfrøðingar meta, at í teimum framkomnu londunum í heiminum standast 20% av øllum deyðstilburðum av roykitengdum ávum, og er hetta tal hækkandi. Tvs. at umleið 80 føroyingar árliga doyggja orsakað av tubbakstengdum ávum.

 

Passiv royking

Seinastu árini er vitanin um tey heilsuskaðiligu árinini av passivari royking økt munandi. Í frágreiðingini um passiva royking, sum danska Arbejdsmiljøinstituttet almannakunngjørdi í september 2004, verður víst til kanningar av avleiðingunum av passivari royking. Kanningarúrslitini vísa, at royking ikki einans er heilsuskaðilig fyri tey, sum roykja.

 

Ein bretsk kanning, sum var almannakunngjørd í bretska læknatíðarritinum British Medical Journal í 2004, vísir, at passiv royking er nógv meira vandamikil, enn serfrøðingar higartil hava vitað um. Kanningarúrslitini vísa, at passiv royking økir um vandan fyri at fáa lungnakrabba, hjartasjúkur, varandi sjúkueyðkenni í andaleiðini og viðførir, at sjúkur so sum astma og ovurviðkvæmi gerast verri. Serliga smábørn og fólk við langtíðarsjúkum eru í vandabólkinum. Serfrøðingar eru ósamdir á máli um, hvussu nógv fólk doyggja av passivari royking, men sambært danska Heilsustýrinum doyggja í minsta lagi 150 danir árliga orsakað av passivari royking. Vanligastu deyðsorsøkirnar eru lungnakrabbi og hjartasjúkur. Danska Heilsustýrið vísir á, at hesi andlát kundu verið fyribyrgd, um tann passiva roykingin minkaði.

 

Við lógaruppskotinum um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna ynskir landsstýrið at verja øll fólk móti passivari royking, og verður hetta gjørt við at veita teimum eini lógartryggjað rættindi at vera í einum roykfríum umhvørvi.

 

Roykivanar hjá føroyingum – og serliga børnum og ungum

Bæði Fyribyrgingarráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava kannað roykivanar hjá føroyingum, og vísa hesar kanningar, at føroyingar – og serliga føroyskur ungdómur – roykja nógv.

 

Fyribyrgingarráðið kannaði í 2003 og 2004 roykivanarnar hjá føroyingum. Sambært kanningunum sæst, at heili 41% av føroyingum eldri enn 15 ár roykja, og harav roykja 36% dagliga. Nærum eins nógvar kvinnur sum menn roykja. Av hesum siga 51% seg roykja millum 1 og 14 sigarettir um dagin, og 49% siga seg roykja 15 ella fleiri sigarettir dagliga. Tvs. at 49% av teimum, sum roykja, eru ”stórroykjarar”. Tá hugt verður eftir kynsbýtinum, vísa hagtølini, at 67% av kvinnunum roykja færri enn 15 sigarettir dagliga, og 33% roykja fleiri enn 15 sigarettir dagliga. Av monnunum roykja 39% færri enn 15 sigarettir dagliga, meðan heili 61% roykja 15 ella fleiri enn 15 sigarettir dagliga.

 

Í kanningunum av roykivanunum hjá ungum, sum Fyribyrgingarráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava gjørt, sæst, hví orsøk er til serliga at venda átøkunum móti børnum og ungum, tá tað snýr seg um framhaldandi at minka um tubbaksnýtsluna. Í kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum frá 2003 vóru fólk spurd um, hvussu gomul tey vóru, tá tey byrjaðu at roykja. 84% av teimum spurdu svaraðu, at tey vóru yngri enn 20 ár, 78% byrjaðu at roykja, tá tey vóru yngri enn 18 ár. Heili 38% byrjaðu at roykja sum 14 – 15 ára gomul, og tað er sostatt tann aldursbólkurin, har tey flestu byrja at roykja. Kanningin hjá Fyribyrgingarráðnum vísir eisini, at sera fá byrja at roykja, tá tey eru eldri enn 20 ár.

 

Føroyskur ungdómur roykir eisini sera nógv samanborið við ungdómar úr øðrum londum. Hetta sæst í sonevndu ESPAD[1] frágreiðingini, sum fevnir um kanningar av alkohol-, tubbaks- og øðrum rúsevnisvanum og rúsevnisnýtslu millum 15-16 ára gomul í 35 Evropeiskum londum. Nýggjasta ESPAD frágreiðingin frá 2003 vísir, at heili 41% av tí føroyska[2] ungdóminum í nevnda aldursbólki søgdu seg hava roykt í tíðarskeiðnum seinastu 30 dagarnar.  Sambært kanningini hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum varð gjørd í 2003, roykja 33% av næmingunum í 9. flokki dagliga (tvs. 15-16 ára gomul).

 

18 ára aldursmark

Kanningar vísa, at tað er eitt tætt samband millum roykivanar og heilsutrupulleikar, og tí er tað týdningarmikið, at serliga børn og ung ikki byrja at roykja – ella at byrjunaraldurin, í hvussu so er, hækkar.

 

Danska Heilsustýrið vísir á, at byrjunaraldurin hjá roykjarum hevur ávirkan á, hvørji skaðaárinini vera seinni í lívinum orsakað av royking. Hetta kemst av, at jú fyrr ein persónur byrjar at roykja, tess størri eru sannlíkindini fyri, at viðkomandi framhaldandi fer at roykja sum vaksin, og tess størri er vandin fyri at fáa – og doyggja av – roykitengdum sjúkum. Tey, sum byrja at roykja, meðan tey eru ung, hava truplari við at gevast aftur, tá tey eru vorðin vaksin. Tað er tískil fyribyrgjandi í sær sjálvum at hækka byrjunaraldurin fyri royking.

 

Læknar vísa á, at byrja børn at roykja, áðrenn lungu teirra eru fullvaksin, minkar vøksturin í lungnavirkninum hjá teimum, og tey fáa ikki ætlaðu lungamegina.

 

Eitt av aðalmálunum við lógaruppskotinum er at forða fyri, at børn og ung byrja at roykja, og at skipa soleiðis fyri, at royking ikki er ein partur av gerandisdegnum hjá teimum. Við støði í hesum aðalmáli verður tað sambært lógaruppskotinum skotið upp at banna sølu av tubbaksvørum til persónar yngri enn 18 ár. Við hesum átaki ynskir landsstýrið at senda ein greiðan boðskap um, at tubbak og tubbaksvørur ikki eiga at vera ein partur at lívinum hjá børnunum og teimum ungu. Orsøkirnar til at seta í gildi eitt 18 ára aldursmark eru fleiri: Vandin fyri heilsuskaðiligum árinum er størri, fyrr ein persónur byrjar at roykja. Afturat hesum er 18 ár myndugleikaaldur, og eitt slíkt aldursmark hevur sostatt við sær ein greiðan skilnað millum barnalív og vaksnamannalív. Landsstýrið vónar, at eitt 18 ára aldursmark fer at hava við sær, at børn og ung ikki byrja at roykja – ella í øðrum lagi at aldurin fyri, nær tey byrja at roykja, hækkar.

 

Ein av størstu framleiðarunum av tubbaksvørum í heiminum, Philip Morris, mælti í eini hoyring í 2000 í bretska undirhúsinum til, at aldursmarkið fyri, nær persónar kunnu keypa tubbaksvørur, verður sett til 18 ár. Grundgevingin hjá Philip Morris fyri at seta eitt 18 ára aldursmark er, at royking er ætlað vaksnum. Philip Morris mælti í hoyringini til, at tiltøk verða sett í verk at fyribyrgja royking millum børn og ung.

 

Sambært kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum (Fyribyrgingarráðið, 2003) er undirtøka millum føroyingar at áseta eitt 18 ára aldursmark í sambandi við keyp av tubbaksvørum. Av teimum spurdu søgdu heili 63% seg taka undir við einum slíkum forboði, meðan 28% vóru ímóti. 9% vistu ikki. Tað, sum er áhugavert í hesum sambandi, er, at eisini millum tey 15-19 ára gomlu er greiður meiriluti fyri at seta eitt 18 ára aldursmark. 65% av teimum spurdu í hesum aldursbólki tóku undir við einum 18 ára aldursmarki, 25 vóru ímóti og 10% vistu ikki.

 

Aldursmark fyri sølu av tubbaki í øðum evropeiskum londum

Flestu lond í Evropa hava aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum. Í flestu londunum er aldurmarkið antin 18 ella 16 ár. Í Noregi, Íslandi, Svøríki, Finnlandi, Írlandi, Póllandi, Estlandi, Letlandi, Litava, Rumenia, Russlandi, Slovakínum, Tjekkia, Bulgaria, Týrkínum og Ungarn er aldurmarkið 18 ár. 16 ára aldursmark er í Danmark, Fraklandi, Niðurlondum, Italia, Malta, Spaniu, Stóra Bretlandi, Týsklandi og Eysturríki. Grikkaland fer væntandi at samtykkja eitt 16 ára aldursmark. Í Slovenia er aldursmarkið 15 ár. Í Belgia, Luxemburg og Portugal er einki aldursmark.

 

WHO sáttmálin um tubbak

Lógaruppskotið um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna er orðað, so tað er í samsvari við millumtjóða rammusáttmálan hjá Alheimsheilsustovninum WHO um tubbakseftirlit, nevndur Framework Convention on Tobacco Control (styttur FCTC). Øll 192 limalondini samtyktu á fundi tann 21. mai 2003 millumtjóðasáttmálan. Millumtjóðasáttmálin skal regulera tey mest týðandi viðurskiftini á tubbaksøkinum, herundir smugling, tollfría sølu, lýsing, sponsorering og merking av tubbaksvørum. Somuleiðis leggur millumtjóðasáttmálin upp til, at øll londini seta í gildi eitt forboð móti sølu av tubbaksvørum til børn og ung.

 

Tað, at millumtjóðasáttmálin varð samtyktur, var síðsta stigið í eini tilgongd, sum byrjaði í 1999, tá WHO gjørdi av at seta á stovn ein millumtjóðastovn, sum allir limirnir í felagsskapinum kundu luttaka í við tí fyri eyga at orða og samráðast um ein millumtjóða sáttmála um at avmarka tubbaksnýtslu.

 

Millumtjóðasáttmálin skal lutvíst stuðla átøkum í hvørjum einstøkum landi sær og lutvíst hava eina støðu til røðina av vandaspurningum, sum gera seg galdandi tvørtur um landamørk, í eini roynd at venda tí negativu gongdini í tubbaksnýtsluni í heiminum. Í heiminum í dag roykir uml. triðji hvør vaksin, og svarar hetta til uml. 1,2 mia menniskju. Heimsbankin hevur mett, at hetta tal fer at økjast til 1,6 mia menniskju í 2025. Á eini røð av økjum sum t.d. avgjøldum á tubbaksvørum, lýsingum, sponsorering, merking av tubbaksvørum og tiltøkum móti smugling er galdandi, at ein fyritreyt fyri eini effektivari regulering er samskipan á altjóða støði.

 

Millumtjóða sáttmálin snýr seg um tey mest týðandi viðurskiftini á tubbaksøkinum, so sum:

 

Merkja vørurnar – sambært millumtjóðasáttmálanum skulu í minsta lagi 30% men helst 50% ella meira av tí sjónligu og mest týðandi flatuni av innpakninginum av tubbaksvøruni bera ávaringar um heilsuvandan. Millumtjóðasáttmálin leggur eisini upp til, at partarnir skulu forbjóða villeiðandi málburði, sum kann geva eina ábending um, at vøran er minni skaðilig enn aðrar vørur, t.d. við at nýta heiti sum ”light”, ”mild” ella ”lavt tjæreindhold”.

 

Lýsingar–partarnir skulu arbeiða fyri, at forboð verður sett fyri at lýsa við tubbaksvørum innan fimm ár, eftir at millumtjóðasáttmálin er settur í gildi. Í londum, sum orsakað av stýrisskipanarligum ávum ikki kunnu seta í gildi eitt forboð móti lýsingum, sølufremjandi tiltøkum og sponsorering, skulu hesi avmarkast.

 

Skattur og avgjøld – í millumtjóðasáttmálanum verður tað viðurkent, at tiltøk so sum avgjøld eru ein týdningarmikil táttur í at avmarka nýtsluna, og at partarnir skulu taka atlit til fólkaheilsuna, tá tiltøk verða sett í gildi, sum viðvíkja avgjøldum og prísum á tubbaksvørum.

 

Fígging – millumtjóðasáttmálin leggur upp til, at partarnir skulu veita fíggjarligan stuðul til átøk á tubbaksøkinum í hvørjum landi sær.

 

Ólóglig søla – í millumtjóðasáttmálanum verður tað viðurkent, at ein avgerandi táttur í tubbakseftirlitinum er at beina fyri smugling, ólógligari framleiðslu og eftirgjørdum tubbaksvørum, herundir at menna eina effektiva skipan, sum kann spora slíkar vørur, og at londini hvør sær seta í gildi lógir á økinum.

 

Sambært millumtjóðasáttmálanum skulu londini harafturat skipa fyri tilboðum um at halda uppat at roykja og upplýsa um tær heilsuskaðiligu avleiðingarnar, ið standast av royking. Londini skulu eisini banna sølu av tubbakki til børn og ung og avmarka støðini, har fólk kunnu vera fyri passivari royking.

 

Tubbakspolitikkur í tí Evropeiska Samveldinum (ES)

Síðani 1989 hevur ES arbeitt fyri at fáa somu lógir og reglur viðvíkjandi tubbaki at galda í øllum limalondunum. Í londunum í ES er royking ikki loyvd í almennum bygningum, flutningsførum, í heilsuverkinum, í skúlum og atlit skulu takast til tey, sum ikki roykja. Forboð er móti tubbakslýsingum í prentaðum miðlum, útvarpi, sjónvarpi og biohallum. Tó er framvegis loyvt at lýsa við tubbaksvørum á sølustøðum.

 

Revsiáseting

Tað er avgerandi, at aldursmarkið verður tikið í álvara og virt. Brot á ásetingarnar í lógini verða sektað við bót ella hefti, tó undantikin brot á § 4. Brot á § 4 verða sektað sambært § 21 í tænastumannalógini.

 

 

Almenni roykipolitikkurin í Føroyum

Landsstýrið hevur orðað ein roykipolitikk, sum skal tryggja øllum eitt roykfrítt umhvørvi á øllum almennum arbeiðsplássum. Sambært roykipolitikkinum er meginreglan, at ikki er loyvt at roykja á almennum arbeiðsplássum, men frávik kunnu gerast í serligum førum, og roykt kann verða í serstøkum roykirúmum. Royking hevur verið bannað í almennum flutningsførum í nøkur ár. Við lógaruppskotinum verður almenni roykipolitikkurin staðfestur við lóg.

 

Galdandi rættur

Tubbaksøkið verður í dag regulerað sambært niðanfyristandandi lóg:

 

a)      Løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000.

b)      Kunngerð nr. 50 frá 9. apríl 1990 um hámark av tjøru í sigarettum, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 13. mai 1993

c)      Kunngerð nr. 7 frá 6. mars 1985 um ávaringartekstir á tubbaksvørum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 138 frá 2. oktober 1992

d)      Kunngerð nr. 95 frá 8. oktober 1984 um undantak frá forboði viðvíkjandi lýsing av tubbaksvørum.

 

Harumframt eru reglur um innflutning av tubbaksvørum í:

 

e)      Kunngerð nr. 14 frá 27. februar 1996 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og gjaldfrítt til Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 10. frá 13. februar 1997, við heimild í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003.

 

Innihaldið í galdandi tubbakslóg

Galdandi tubbakslóg er løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1994 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2000. Endamálið við tubbakslógini er at minka um tubbaksnýtsluna, og harvið at minka um skaðarnar, sum standast av tubbaksnýtslu. Í lógini er ásett, at ikki er loyvt at selja tubbaksvørur til persónar yngri enn 15 ár, og at tubbaksvørur skulu vera merktar samsvarandi lógini, áðrenn søla kann fara fram. Somuleiðis er ásett í lógini, at ikki er loyvt at lýsa við tubbaksvørum. Lógin heimilar landsstýrinum til at áseta hámørk fyri evnum í tubbaksvørum.

 

Innihaldi í lógaruppskotinum

Endamálið við uppskotinum til eina nýggja tubbakslóg er, eins og í galdandi lóg, at tryggja øllum rættin til eitt roykfrítt umhvørvi og at minka um skaðarnar, sum eru ella kunnu standast av tubbaksnýtslu. Ynskt verður at røkka endamálinum við ymsum átøkum, sum bæði saman og hvør sær skulu vera við til at minka um tubbaksnýtsluna og skaðiligu avleiðingarnar av henni.

 

Í lógaruppskotinum verður dentur lagdur á at forða fyri, at serliga børn og ung byrja at roykja. Í hesum sambandi verður sum nakað nýtt skotið upp, at aldursmarkið fyri, nær persónar kunnu keypa tubbaksvørur, verður hækkað úr 15 árum upp í 18 ár. Hetta verður gjørt í eini roynd at hækka aldurin fyri, nær persónar byrja at royka. Sambært kanningini ”Hagtøl um royking” (Fyribyrgingarráðið, 2003) byrjaðu 84% av teimum, sum roykja, at roykja, tá tey vóru yngri enn 20 ár – heili 38% byrjaðu at roykja sum 14–15 ára gomul. Fá byrja at roykja, eftir at tey hava fylt 20 ár, so um miðal byrjunaraldurin verður hækkar, kann eisini roknast við, at uppaftur fleiri als ikki byrja at roykja. Eitt broytt aldursmark fer tískil ætlandi at hava við sær eina fyribyrgjandi ávirkan.

 

Í lógaruppskotinum verður ásett, at ikki er loyvt at roykja á almennum stovnum og virkjum. Almennir stovnar og virkir eru at skilja sum stovnar og virkir, sum tað almenna heilt ella lutvíst eigur, rekur ella fíggjar. Fevnd av hesi áseting eru skúlar, ítróttahallir, sjúkrahús, dag- og ansingarstovnar, frítíðarskúlar, flutningsfør ella farstøðir o.s.fr. Henda áseting hevur til endamáls at tryggja øllum borgarum á almennum stovnum og virkjum eini lógarfest rættindi at halda til og virka í einum umhvørvi, sum er roykfrítt. Tey, sum ikki roykja, eru heldur ikki í vanda fyri passivari royking á arbeiðsplássinum ella í frítíðini, um so er, at frítíðartiltøkini fara fram á almennum stovnum ella virkjum. Á henda hátt verður eisini roynt at byrgja fyri, at børn og ung verða von við royking í ansingar-, skúla- og frítíðini.

 

Landsstýrismaðurin hevur tó heimild til at gera undantøk frá hesi áseting. Undantøk kunnu verða gjørd í serligum førum, til dømis á psykiatriskum deildum, bústovnum, ellisheimum, arbeiðshølum, har bert eitt fólk starvast, og í hølum ætlað at roykja í.

 

Eins og í galdandi tubbakslóg verður ikki loyvt at lýsa við tubbaksvørum, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Síðani tubbakslógin kom í gildi í 1984 eru komnir fleiri miðlar, og neyðugt hevur tískil verið at laga ásetingarnar í lógini eftir broyttu umstøðunum. Av somu orsøk verður skotið upp at áseta, at ikki er loyvt at lýsa á alnótini við tubbaksvørum. Alnótin er ein nýggjur miðil, sum ikki fanst, tá tubbakslógin varð sett í gildi.

 

Sum nakað nýtt verður skotið upp, at ikki er loyvt at hava tubbaksvørur á sjónligum støðum í sølustøðunum, har sum almenningurin hevur atgongd. Sum er, fer ein óbeinleiðis lýsing fram við tubbaksvørum á sølustøðunum, tí tubbaksvørurnar eru á mest sjónligu støðunum á sølustøðunum. Sambært lógaruppskotinum verður ikki loyvt sølustøðum at gera vart við, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, at tey selja tubbaksvørur. Lýsing fyri vørum fremur søluna, so ætlandi fer hetta átakið at tálma nýtsluni av tubbaksvørum, og fer tað sostatt at hava við sær eina fyribyrgjandi ávirkan.

 

Eins og í galdandi lóg verður tað bert loyvt at selja tubbaksvørur í óupplatnum pakkum, og somuleiðis skulu pakkarnir vera merktir við ávaringartekstum, sum m.a. skulu snúgva seg um tey skaðiligu árinini av tubbaksnýtslu og um innihaldi í tubbaksvørum. Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum ásetur landsstýrismaðurin reglur um hámark fyri evnini í tubbaksvørum.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri kommunur og landskassa

Lógaruppskotið hevur ikki við sær búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri kommunur. Um tubbaksnýtslan minkar, hevur tað við sær, at upphæddin av avgjøldum til landskassan minkar. Sum frálíður fer tann ætlaða minkaða tubbaksnýtslan at hava við sær, at færri persónar fáa sjúkur orsakað av tubbaksnýtslu, og sostatt kann landskassin spara kostnaðin av slíkum sjúkuviðgerðum.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið

Lógaruppskotið hevur við sær búskaparligar og fyrisitingar avleiðingar fyri vinnulívið. Endamálið við lógaruppskotinum er at minka um tubbaksnýtsluna og harvið eisini tubbakssøluna. Minkar sølan av tubbaksvørum, fer hetta at hava við sær eina minni inntøku fyri tann partina av vinnuni, sum selur tubbaksvørur.

 

 

 

Yvirlit yvir búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

 

Fyri

landið/lands-myndugleikar

 

Fyri

kommunalar myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Ja

 

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

Ummæli

Uppskotið til nýggja løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna varð tann 5. apríl 2004 sent til ummælis hjá Fyribyrgingarráðnum, Føroya Keypmannafelag, Føroya Landfúta, Løgmansskrivstovuni, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum, Innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

 

Ummæli eru komin frá: Løgmansskrivstovuni, Innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Fyribyrgingarráðnum, Føroya Landfúta og Føroya Keypmannafelag.

 

Viðmerkingarnar frá pørtunum, sum fingu lógaruppskotið til ummælis, eru býttar í fimm partar:

 

·        Aldursmark

·        Royking á almennum støðum

·        Søla og lýsing av tubbaksvørum

·        Sekt

·        Aðrar viðmerkingar

 

Aldursmark

Løgmansskrivstovan heldur, at eitt 18 ára aldursmark fer at hava við sær, at lógin støðugt verður brotin. Mælt verður ístaðin til, at aldursmarkið verður flutt til 17 ella 16 ár, m.a. havandi í huga kjakið um ætlanir um at seta valaldurin niður. Somuleiðis heldur Løgmansskrivstovan, at tað er ein andsøgn, at aldursmark er fyri keyp av tubbaksvørum, men ikki fyri sølu av slíkum vørum. Fyribyrgingarráðið mælir til, at tað ikki verður loyvt ungum yngri enn 18 ár at selja tubbaksvørur, og at tubbaksvørur skulu vera innilæstar, um sølufólk eru yngri enn 18 ár.

 

Hesin spurningurin hevur verið nógv umrøddur, og avgjørt er ikki at taka viðmerkingina til eftirtektar. Hetta kemst av, at vinnumøguleikarnir hjá ungum yngri enn 18 ár, aloftast skúlaungdómi, sum frammanundan er avmarkaðir, verða enn meira skerdir. Tað er ein sannroynd, at nógvur skúlaungdómur starvast í kioskum og handlum eftir skúlatíð, so tey kunnu vinna sær eitt sindur av peningi.

 

Royking á almennum støðum

Løgmansskrivstovan mælir til, at størri dentur eigur at verða lagdur á, at tað ikki er loyvt at roykja innandura á almennum støðum, og allýsingin av hesum eigur at vera meira nágreinað. Skeltir skulu setast upp, sum vísa, hvar roykirúm eru. Keypmannafelagið ynskir at fáa upplýst, um sølumiðstøðir og matstøð eru fevnd av uppskotinum um, at tað ikki er loyvt at roykja á almennum støðum. Fútin ger vart við, at ásetingin um forboðið at roykja innandura á almennum støðum ikki er nóg væl lýst, hvørki í uppskotinum til lóg ella í viðmerkingunum, og tískil ber tað ikki til at umsita brot á hesa áseting. Fyribyrgingarráðið tekur undir við at tryggja eitt roykfrítt umhvørvi, og heldur at tað er óheppið, at almennir stovnar hava roykirúm. Undantaksloyvi til at roykja innandurða á almennum støðum kann í serstøkum førum gevast sjúklingum á pyskiatriskum deildum. Fyribyrgingarráðið mælir til, at bannið móti royking á støðum, har almenningurin hevur atgongd, eisini kemur at fevna um skeinkistøð, matstovur, náttklubbar, bingohallir og dansistøð.

 

Við støði í viðmerkingunum frá pørtunum er ásetingin í lógaruppskotinum broytt. Sambært lógaruppskotinum er ístaðin fyri ”almenn støð” ásett, at loyvt er ikki at roykja á ”almennum stovnum og virkjum”.

 

Søla og lýsing av tubbaksvørum

Føroya Keypmannafelag er av teirri áskoðan, at lógaruppskotið hevur við sær, at sølustøð verða noydd at fremja umbyggingar, og er hetta kostnaðarmikið – serliga hjá teimum smáu sølustøðunum. Hetta kann hava við sær, at tey gevast við at selja tubbaksvørur, og er hetta kappingaravlagandi. Vandi er fyri, at sølubúðirnar fara at finna upp á kreativar loysnir í eini roynd at gera vart við, at tey selja tubbaksvørur. Føroya Keypmannafelag heldur, at tað er kappingaravlagandi at skilja ímillum sølustøð og sølustøð, sum bert selja tubbaksvørur. Føroya Keypmannafelag vísir á royndirnar í Íslandi hesum viðvíkjandi, og vísir á vansan við, at kundin ikki sær vøruna, viðkomandi keypir, at kundin ikki hevur møguleika at síggja vøruútboði, og sostatt ikki kann samanbera vørur og prís. Tað sonevnda ”visibility bann” styrkir um støðuna hjá teimum merkjum á marknaðinum, sum eru kend frammanundan, og av somu orsøk hava onnur merkir ikki møguleika at vísa vøruna fram. Sostatt styrkir ein slík lóg um monopolstøðuna hjá ávísum merkjum, og hon kann tí sigast at vera kappingaravlagandi. Í Íslandi er tann ólógligi innflutningurin vaksin, síðani lógin kom í gildi har, og sølan er minkað nakað.

 

Við støði í viðmerkingunum frá Føroya Keypmannafelag eru ásetingarnar viðvíkjandi sølu og lýsing av tubbaksvørum broyttar. Í lógaruppskotinum er ásett, at beinleiðis ella óbeinleiðis lýsing við tubbaksvørum ikki er loyvd. 

 

Fyribyrgingarráðið heldur, at tað skal bannast at selja vøru, sum líkist tubbaksvøru, so sum søtmeti og plastsigarettir. Viðmerkingin er ikki tikin til eftirtektar. Somuleiðis mælir Fyribyrgingarráðið til, at tað verður ikki loyvt at selja tubbaksvørur í automatum. Viðmerkingin er tikin til eftirtektar. Fyribyrgingarráðið umrøður møguleikan, at søla við tubbaksvørum bert kann fara fram í serligum sølubúðum, eins og skipanin er við rúsdrekkasølu. Tikið verður ikki undir við viðmerkingini. Fyribyrgingarráðið mælir til at áseta í lógini, at tubbaksinnflytarar skulu senda landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum eitt yvirlit yvir íblandingarevnir í tubbaksvørum árliga. Viðmerkingin er ikki tikin til eftirtektar, tí hon hevur við sær nógva og trupla umsiting.

 

Sekt

Føroya Landfúti heldur ikki, at forboðið móti royking innandura á almennum støðum, har almenningurin hevur atgongd, er nóg greitt, heldur ikki í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Tískil verður tað ógjørligt hjá Føroya Landfúta at umsita brot á ásetingarnar í lógaruppskotinum. Fiskimálaráðið vísir á, at ein revsiáseting skal nevna tær einstøku greinarnar, ið eru fevndar av eini revsiáseting.

 

Viðmerkingarnar hjá Føroya Landfúta og Fiskimálaráðnum viðvíkjandi revsiásetingum eru tiknar til eftirtektar, og er lógaruppskotið broytt samsvarandi teimum.

 

Aðrar viðmerkingar

Innlendismálaráðið hevur boðað frá, at Innlendismálaráðið hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið. Fiskimálaráðið boðaði frá, at uppskotið til nýggja tubbakslóg ikki inniheldur ásetingar, sum eru viðkomandi fyri málsøkið hjá Fiskimálaráðnum. Føroya Keypmannafelag tekur undir við endamálinum við lógaruppskotinum. Fyribyrgingarráðið er av teirri áskoðan, at lógaruppskotið er eitt stórt stig rætta vegin, og heldur, at tað eigur at verða ein partur av komandi fólkaheilsupolitikkinum hjá landsstýrinum. Fyribyrgingarráðið vísir á, at ein príshækkan hevur týdning fyri nýtsluna av tubbaksvørum.

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Endamálið við uppskotinum til nýggja tubbakslóg er, at skipað verður soleiðis fyri, at øllum persónum verður tryggjaður ein lógarfestur rættur til at kunna halda til og virka í einum roykfríum umhvørvi, og at víðka rásarúmið hjá teimum, sum ikki roykja. Somuleiðis heimilar lógaruppskotið, at tiltøk verða sett í verk, hvørs endamál eru at minka um skaðarnar, sum hava staðist ella kunnu standast av tubbaksnýtslu.

 

Til § 2:

Sambært lógaruppskotinum eru allar tubbaksvørur so sum sigarettir, seruttir, sigarir, píputubbak, snús og skrá fevndar av tubbakslógini. Í hesum sambandi verður tubbaksvøra at skilja sum vøra ella partur av tubbaksvøru, sum er viðgjørd ella tilvirkað á ein serligan hátt, genetisk umskapaðar tubbaksplantur, tubbak, sum verður roykt, tugt, snúsað ella sogið v.m.

 

Undantiknar frá uppskotinum til tubbakslóg eru apoteksvørur, ið innihalda nikotin. Undantakið er tó treytað av, at apoteksvøran verður nýtt sum ein hjálp hjá roykjarum at gevast við at roykja.

 

Til § 3:

Skotið verður upp at hækka aldursmarkið fyri, nær persónur hevur loyvi til at keypa tubbaksvørur. Í lógaruppskotinum verður aldursmarkið sett til 18 ár. Um sølufólk ivast í aldrinum á keyparanum, so hava sølufólk skyldu til at tryggja sær, at viðkomandi persónur lýkur aldursmarkið. Sølufólk hava í slíkum førum skyldu til at biðja keyparan skjalprógva aldur sín, og sølan kann hereftir bert fara fram, um keyparin lýkur lógarásetta aldursmarkið.

 

Ikki er loyvt sølufólki at selja tubbaksvørur til persón yngri enn 18 ár, hóast viðkomandi hevur við sær eina skrivliga fulltrú frá persóni, ið er eldri enn ásetta aldursmarkið, tað við siga 18 ár.

 

Við sølufólk er at skilja tann persónur, felag, handil, fyritøka ella líknandi, ið hevur ábyrgdina av sølustaðnum.

 

Harumframt er ikki loyvt at lata persónum yngri enn 18 ár tubbak.

 

Til § 4:

Sambært lógaruppskotinum verður ásett, at tað ikki longur verður loyvt at roykja innandura á almennum ella partvíst almennum stovnum og virkjum. Henda áseting hevur til endamáls at tryggja øllum borgarum, sum eru innandura á slíkum stovnum og virkjum, eini lógarfest rættindi at halda til og virka í einum umhvørvi, sum er roykfrítt. Almennir og partvíst almennir stovnar og virkir eru at skilja sum stovnar og virkir, sum tað almenna heilt ella partvíst á einhvønn hátt eigur, rekur og/ella fíggjar. Fevnd av hesi áseting eru skúlar, ítróttahallir, sjúkrahús, dag- og ansingarstovnar, frítíðarskúlar, flutningsfør, farstøðir o.s.fr.

 

Í stk. 2 í lógaruppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at gera undantøk frá hesi meginreglu. Undantøk kunnu verða gjørd í serligum førum, til dømis á psykiatriskum deildum, á bústovnum, á ellisheimum, í arbeiðshølum, har bert eitt fólk starvast, og í hølum ætlað at roykja í.

 

Til § 5:

Meginreglan í lógaruppskotinum er, at lýsing við tubbaksvørum ikki er loyvd. Fevnd av hesi áseting eru bæði beinleiðis, óbeinleiðis ella duld lýsing við tubbaksvørum. Heldur ikki er loyvt tubbaksvørum at vera partur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum.

 

Sambært lógaruppskotinum verður sostatt ikki loyvt at lýsa við tubbaksvørum í bløðum, tíðarritum, bókum, filmum, á alnetinum, skeltum, spjøldrum, sølustøðum o.s.fr. Skelti, spjøldur o.l., sum eru ætlað at fremja sølu ella gera vart við sølu av tubbaksvørum, mugu ikki vera á sjónligum støðum, har almenningurin hevur atgongd, eitt nú í kioskum, handlum, matstovum og skeinkistovum. Forboðið fevnir bæði um uttandura og innandura skelti, spjøldur v.m. Loyvt verður ikki fyritøkum ella øðrum at lýsa á alnótini, um so er, at lýsingin er ætlað borgarum í Føroyum, heldur ikki er loyvt virkjum, fyritøkum og sølustøðum annars, sum hava heimstað í Føroyum, at lýsa við tubbaksvørum. Lýsingarbannið fevnir eisini um lýsingar við tubbaksvørum á alnótini, t.v.s. um heimasíðan liggur á einum føroyskum ambætara (servara) hjá føroyskum útbjóðara. Um økisnavnið (domænenavnið) til heimasíðuna verður selt av føroyskum útbjóðara, verður álagt útbjóðaranum at afturkalla økisnavnið (domænenavnið), um lýst verður við tubbaksvøru á viðkomandi heimasíðu.

 

Undantiknar hesi meginreglu eru lýsingar í prentaðum bløðum og ritum, sum ikki eru skrivað ella prentað í Føroyum, og hvørs endamál ikki er at lýsa við tubbaksvørum, og rit, sum verða send til sølufólk, har lýsingin er ein partur av vanligu upplýsingini til sølufólk.

 

Harafturat er tubbaksvøra undantikin, um so er, at hon verður brúkt í ítøkiligum upplýsingar- og ávaringartiltøkum ímóti royking, har endamálið er at minka um tubbaksnýtsluna.

 

Til § 6:

Skotið verður upp, at ikki verður loyvt at framsýna ella at lata tubbaksvørur liggja soleiðis, at tær eru sjónligar á støðum á sølustaðnum, har almenningurin hevur atgongd. Ikki er loyvt sølustøðum at gera vart við, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, at tey selja tubbaksvørur. Vanligt er, at tubbaksvørur eru á sera sjónligum støðum á sølustøðunum, aloftast beint við gjaldstaðið (kassan). At loyvt ikki verður at hava tubbaksvørur á sjónligum støðum í sølustøðunum kemst av, at tubbaksvørur eru sera heilsuskaðiligar, og tær skulu tískil ikki skiljast sum aðrar vanligar søluvørur.

 

Loyvt er ikki at selja tubbaksvørur í sjálvtøkum (automatum). Á henda hátt verður forðað fyri, at børn og ung yngri enn 18 ár kunnu keypa tubbaksvørur, hóast tey ikki lúka ásetta aldursmarkið fyri keypi av slíkum vørum.

 

Undantiknar hesi meginreglu eru sølubúðir, sum einans selja tubbaksvørur. Í slíkum sølubúðum er loyvt at hava tubbaksvørurnar á einum sjónligum staði. Loyvt er tó ikki at sýna tubbaksvørur í sýnisglugganum.

 

Undantikin eru tubbaksvøra, skelti, spjøldur, myndir o.a., tá hesi verða brúkt í upplýsingar- og ávaringartiltøkum móti royking.

 

Til § 7:

Sambært hesi grein er bert loyvt at selja tubbaksvøru í óupplatnum pakkum, t.v.s. tað er ikki loyvt at sejla einstakar sigarettir úr upplatnum pakkum. Sigarettir skulu seljast í pakkum á 10 stk. ella 20 stk.

 

Loyvt verður bert at selja tubbaksvørur, um hesar frammanundan eru merktar samsvarandi reglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett. Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at áseta í kunngerð, at tubbaksvørur skulu merkjast við ávaringartekstum og hámarki fyri innihaldinum av tjøruevni, nikotini og kolsúrevni í somu vørum. Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri hámarki av hesum evnum eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum.

 

Til § 8:

Í lógaruppskotinum verður ásett, at brot á ásetingarnar í §§ 3, 5, 6 og 7, stk. 1 og 2 í tubbakslógini verða sektað við bót ella hefti. Brot á § 4 verða sektað sambært § 21 í tænastumannalógini.

 

Til § 9:

Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Fylgiskjøl:

 

Skjal 1: Hoyringssvar frá Fiskimálaráðnum.

Skjal 2: Hoyringssvar frá Føroya Keypmannafelag.

Skjal 3: Hoyringssvar frá Landfogeden på Færøerne.

Skjal 4: Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum.

Skjal 5: Hoyringssvar frá Fyribyrgingarráðnum - kanning.
Skjal 5: Hoyringssvar frá Fyribyrgingarráðnum

Skjal 6: Hoyringssvar frá Løgmansskrivstovuni.


 

[1] The ESPAD Report 2003. Alcohol and Other Drug Use Among Students in 35 European Countries. The Swedish Council for Information on Alcohol and Other Drugs (CAN). The Pompidou Group at the Council of Europe and the authors.

[2] Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu tekur sær av tí partinum í ESPAD frágreiðingini, sum viðvíkur føroyskum viðurskiftum.

1. viðgerð 30. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 27. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð  30. mars 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 13., 15., 20. og 27. apríl  2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. 

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) tekur undir við uppskotinum, men metir, at uppskotið eigur at nágreinilig gerast, og setir tí fram soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

  1. Í § 4, stk. 1 verður orðingin “og partvís almennum” strikað.

 

  1. § 4, stk. 2  verður orðað soleiðis: ”Loyvi er at hava serlig roykirúm”

 

  1. § 4, stk. 3 verður orðið ”kann” broytt til ”skal”

 

  1. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Har, sum søla av tubbaksvørum fer fram, eiga hesar ikki at liggja á sølufremjandi støðum í sølubúðunum”

 

  1. § 6, stk. 2 verður strikað. og stk 3 verður hereftir stk. 2.

 

ad 1.      Tað er ógreitt, hvat meinast við partvís almennum, tí verður orðingin strikað.

ad 2.      Loyvi skal vera at hava roykirúm, har arbeiðsgevari ynskir tað.

ad 3.      Eingin ivi skal vera í, at landsstýrimaðurin skal gera reglur um roykirúm, t.d. um útsúgving.

ad 4.      Mett verður, at kravið um, at ongar tubbaksvørur kunnu ligga frammi, er í so strangt, men tær mugu ikki nýtast sum reklama.

ad 5.      Avleiðing av 5.

  

Við hesum broytingum tekur meirilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.  

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal) vísir á endamálsorðingina um at tryggja øllum eitt roykfrítt umhvørvi og setir tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

  1. § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Ikki er loyvt at roykja innandura á arbeiðsplássum, almenum stovnum og innandura har, sum almenningurin hevur atgongd”

 

  1. Í § 4, stk. 2 verður orðingin: ”Í serligum” broytt til: ” Í heilt serligum”

 

Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 6. mai 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal, fall 4-1-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 4 og 6 samtykt 23-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 61 frá 17.05.2005