80  Uppskot til  løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot 

til 

løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

Henda løgtingslóg um sjúkrahúsverkið  er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 1 í ”Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.

Kapittul 1

Almennar reglur 

Sjúkrahúsverkið

§     1.  Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Stk. 2. 
Til sjúkrahúsverkið hoyra eisini serligir stovnar.
Stk. 3. 
Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjir serligir stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og teirra virki. 

Samstarv millum sjúkrahúsini o.a.

§     2.  Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini kunnu gera samstarvsavtalur fyri at betra viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið.
Stk. 2.  Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar samstarvsavtalur, ið hava týdning fyri sjúkrahúsverkið.
Stk. 3. 
Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.
Stk. 4. 
Landsstýrismaðurin ásetir reglur um bygnað og fyrisitingarlig viðurskifti á sjúkrahúsunum.

Sjúklingaráð

§     3.  Landsstýrismaðurin velur eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri sjúklingaviðgerðina.
Stk. 2.  Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu sjúklingaráðið verður mannað og um virksemið hjá ráðnum.  

Eftirlit við sjúkrahúsverkinum

§     4.  Landslæknin (Sundhedsstyrelsen) hevur heilsufakliga eftirlitið við sjúkrahúsverkinum. 

Kapittul 2

Rættin til veitingar 

Persónar, ið búgva her í landinum

§     5.  Persónar, ið búgva her í landinum, hava rætt til ókeypis viðgerð og burðarhjálp  v.m. frá sjúkrahúsverkinum, sí tó stk. 2. Rætturin til ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m. fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd við grundarlagi í eini avgerð, sum visitasjónsnevndin hevur tikið, ella eini avgerð hjá starvsfólki í sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið heimild frá visitasjónsnevndini at taka hesa avgerð, smb. § 10.
Stk. 2. 
Persónar, sum flyta til Føroya úr útlandinum, hava ikki rætt til ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m. fyrr enn seks vikur eftir, at teir eru fluttir, uttan so at annað er ásett í semjum ella millumlandasáttmálum, ið Føroyar hava við onnur lond.
Stk. 3. 
Persónar, sum flyta til Føroya úr Danmark ella Grønlandi, hava tó rætt til ta í stk. 1 umrøddu ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m. beinanvegin. 
Stk. 4. 
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at nærri ásettir persónsbólkar fáa rætt til ta í stk. 1 umrøddu veiting beinanvegin, eftir at teir eru fluttir til Føroya, ella áðrenn seks vikur eru gingnar, síðani teir fluttu til Føroya.
Stk. 5. 
Hóast ásetingarnar um ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m. eftir stk. 1-4, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at tað í serligum førum verða ásett gjøld fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerðir á ávísum stovnum.  

Persónar, ið ikki búgva her í landinum

§     6.  Persónar, ið ikki búgva her í landinum, hava rætt til ókeypis viðgerð v.m. frá sjúkrahúsverkinum í sambandi við vanlukku, brádligan sjúkutilburð v.m., ella um varandi sjúka brádliga versnar. Hjálpin verður tá veitt við somu treytum, sum verða settar persónum, ið búgva her í landinum.
Stk. 2.  Harafturat veitir sjúkrahúsverkið ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m., tá tað eftir umstøðunum ikki verður mett at vera ráðiligt at ávísa persónin til viðgerð í heimlandinum, ella um sjúklingurin er ov veikur at verða fluttur til eitt sjúkrahús í heimlandinum.
Stk. 3.  Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónsbólkar, ið ikki búgva her í landinum, fáa rætt til ta í § 5, stk. 1 umrøddu veiting beinanvegin.
Stk. 4.
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at persónar uttan fyri norðurlond rinda eitt ávíst gjald fyri viðgerð í sjúkrahúsverkinum. 

Endurgjald fyri arbeiðsinntøkumiss til gagn- og merggevar

§     7.  Persónar, sum geva gøgn ella merg til annan ella verða kannaðir við tí fyri eyga, verða javnsettir við teir persónar, ið hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum.
Stk. 2.  Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda teimum persónum, sum geva gøgn ella merg til annan ella verða kannaðir við tí fyri eyga, fyri mista arbeiðsinntøku.
Stk. 3.  Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar. 

Ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri sjúklingar

§     8.  Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar fyri teir persónar, ið hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum.
Stk. 2.  Ferðast eigur at verða á tann eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta hátt.
Stk. 3.  Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar fyri aðrar persónar, um tað er í samsvari við aðra lóg, um semja er gjørd um hetta við onnur lond, ella um tað læknafakliga verður mett neyðugt.
Stk. 4.  Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur og uppihaldsstøð hjá sjúklingum.  

Ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ávístar  fylgjarar

§   9.    Visitasjónsnevndin ella starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, sum hava fingið heimild frá visitasjónsnevndini at taka avgerðir smb. § 10, gera av, um sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar, so fylgjari kann fara við sjúklinginum uttanlands. Hetta er tó treytað av, at sjúklingurin vegna  sjúku, brek/ófullføri ikki er førur fyri at ferðast einsamallur til viðgerðarstaðið.
Stk. 2.  Ferðast eigur at verða á tann eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta hátt.
Stk. 3.  Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur, uppihaldsstøð o.a. hjá fylgjarum.

Kapittul 3

Ávísing til kanningar og viðgerð uttanlands 

Visitasjónsnevndin

§   10.  Landsstýrismaðurin setir eina visitasjónsnevnd.
Stk. 2. Uppgávan hjá visitasjónsnevndini er at ávísa sjúklingar til kanningar og viðgerðir uttanlands og at ávísa fylgjarum sambært ásetingini í § 9.
Stk. 3.  Visitasjónsnevndin kann áseta leiðreglur viðvíkjandi ávísingini og í hesum sambandi geva yvirlæknunum ella øðrum starvsfólki í sjúkrahúsverkinum heimild at taka avgerðir í viðkomandi visitasjónsmálum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna hesar leiðreglur og í hesum sambandi senda tær til hoyringar hjá sjúklingaráðnum, áðrenn tær endaliga verða góðkendar.
Stk. 4.  Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu visitasjónsnevndin verður mannað og vald. Harumframt ásetir landsstýrismaðurin reglur um avgerðarheimild og virksemi hjá visitasjónsnevndini.  

Ávísingar til viðgerðarstovnar

§   11.  Ávísingar til kanningar og viðgerðir uttanlands kunnu bert verða til viðgerðarstøð, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt avtalu við um at taka ímóti føroyskum sjúklingum, ella til viðgerðarstøð, ið visitasjónsnevndin ávísir til í serstøkum førum. 

Kapittul 4

Tilbúgving í heilsuverkinum 

Skipan av sjúkraflutningstænastu og útbúgving av sjúkraflutningsstarvsfólki v.m.

§   12.  Sjúkrahúsverkið hevur skyldu til at veita hjálp og sjúkraflutningstænastu til teir persónar, ið brádliga hava tørv á hesum orsakað av óhappi ella brádliga íkomnari sjúku, føðing o.a.
Stk. 2.  Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu heilsutilbúgvingin ella partar av henni skal skipast á heilsuøkinum, og í hesum sambandi hvørji krøv til útbúgving hjá sjúkraflutningsstarvsfólkum og hvørji krøv til útbúnað í sjúkrabilunum skulu vera galdandi. 

Kapittul 5

Kærurættur 

Einstaklingar við serligum áhuga

§   13.  Kærurætt sambært hesi lóg hevur tann, ið hevur persónlig áhugamál í, hvussu úrslitið av málsviðgerðini verður.  

Kærur um fakliga virksemið

§   14.  Kærur um tað fakliga arbeiðið, ið starvsfólk innan sjúkrahúsverkið fremja, verða lagdar fyri Sundhedsvæsenets Patientklagenævn. 

Kærur um rættin til viðgerð ella uppihalds- og ferðaendurgjald

§   15.  Kærur, ið ikki eru um heilsufakligt virksemi, kunnu verða lagdar fyri landsstýrismannin, tó verður víst til stk. 2.
Stk. 2.  Tær avgerðir, ið visitasjónsnevndin hevur tikið í málum um ávísing av sjúklingum til kanningar og viðgerð uttanlands, kunnu ikki leggjast fyri landsstýrismannin.
Stk. 3.  Kærast skal innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Grundreglan er, at kæran skal vera skrivlig, og grundgeving skal vera fyri kæruni. 

§   16.  Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 15 kann leggjast til eina kærunevnd. 

Kapittul 6

Gildiskoma og skiftisreglur 

§   17.  Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2005
Stk. 2.
Tó koma § 3, §10, stk. 1 og 4, og § 12 í gildi 1. juni  2005.
Stk. 3.
Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya fer úr gildi 1. desember 2005, tó fer § 3 úr gildi 1. juni 2005. § 12, stk. 2 fer tó ikki úr gildi.         
Stk. 4. 
Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya, og sum ikki eru í ósamsvari við hesa lóg, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Inngangur

Løgtingslógin um Sjúkrahúsverk Føroya (sjúkrahúslógin) er frá 1996 við smærri broytingum frá 2003. Gongdin seinastu árini innan heilsuverkið ger, at lógin eigur at verða endurskoðað. Serliga eru tað reglurnar um at senda sjúklingar og avvarðandi uttanlands, sum eiga at broytast, soleiðis at greiðari reglur fáast um, hvussu økið skal umsitast, til tess at fáa eina størri trygd fyri, at mismunur ikki verður gjørdur millum sjúklingar, umframt at sjúkrahúsverkið fær betri møguleikar at fremja raðfestingar í sambandi við visiteringina.  

Í galdandi sjúkrahúslóg er ásett, at yvirlæknarnir á sjúkrahúsunum hava rætt til at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark. 

Av tí at yvirlæknarnir ikki hava ábyrgdina av teimum yvirskipaðu fíggjarligu raðfestingunum, verður tað ikki hildið hóskandi, at yvirlæknarnir eru einaráðandi, tá ið sjúklingar skulu sendast til viðgerðar í Danmark. Ein vansi við hesum er, at eingin meting verður gjørd millum læknafakligu og fíggjarligu atlitini. Harafturat kann tað vera ymiskt, hvørji atlit yvirlæknar taka, tá ið sjúklingar og møguliga teirra avvarðandi skulu sendast uttanlands.  

Sjúkrahúsverkið hevur í dag eina visitasjónsnevnd. Ásetingar eru tó ikki í galdandi lóg um hesa. Talan er um eina fakliga nevnd. Verandi visitasjónsnevnd ger einans tilmæli til landsstýrismannin, tá talan er um spurningar, sum snúgva seg um at ávísa sjúklingar til onnur lond enn Danmark, og til ikki-løggildug viðgerðarstøð í Danmark. Hetta hevur við sær, at yvirlæknarnir nærum frítt kunnu ávísa sjúklingar til viðgerð á sjúkrahúsunum í Danmark, um sjúkrahúsverkið í Føroyum ikki sjálvt er ført fyri at veita viðgerðina.  

Sambært uppskotinum verður ein visitasjonsnevnd ásett við lóg. Nýggja visitasjónsnevndin skal átaka sær fleiri uppgávur enn verandi visitasjónsnevnd, millum annað fær nevndin heimild at ávísa sjúklingar til viðgerðar uttan fyri Føroyar, íroknað Danmark.  

Innihaldið í lógaruppskotinum

Lógaruppskotið er tilevnað út frá fylgjunum av tí stóru menning, bæði innan tað medisinska og teknologiska økið, sum sjúkrahúsverkið hevur verið merkt av tey seinastu árini. Viðgerðarmøguleikarnir eru vorðnir fleiri, umframt at áhugin hjá borgarunum fyri heilsuverkinum er vaksin, og vónirnar um lekjandi viðgerðir eru stórar í dag. Henda menning hevur viðført, at eftirspurningurin eftir sjúkrahúsveitingum er vaksin nógv tey seinnu árini. Útreiðslurnar hjá føroyska sjúkrahúsverkinum av at viðgera sjúklingar her á landi og ikki minst uttanlands hava í samsvari við eftirspurningin verið støðugt vaksandi tey seinastu árini. Lógaruppskotið skal vera við til at tryggja, at sjúkrahúsverkið fær mest møguligt fyri sínar játtanir á fíggjarlógini. Samstundis er sett sum mál, at ein betrað fíggjarstýring innan sjúkrahúsverkið ikki skal ávirka sjálva sjúkraviðgerðina tann skeiva vegin, og at Føroyar framhaldandi fara at bjóða sínum borgarum viðgerð á sama støði sum hini Norðurlondini. 

Samstundis sum arbeitt verður við lógaruppskotinum, verður arbeitt við øðrum loysnum, sum kunnu virka fyri, at sjúkrahúsverkið fær eina betri stýring av sjúkrahúsvirkseminum. Nevnast kann milllum annað, at arbeitt verður við at betra um umstøðurnar at taka ymiskar viðgerðir, eftirviðgerðir og kanningar, sum í dag verða gjørdar uttanlands, heim til Føroya. Afturat hesum er framferðarhátturin í sambandi við veðhaldi (kautión) fyri viðgerðum broyttur. Fyrr hava hesi veðhald verið galdandi í eitt ár ísenn. Hesi veðhald eru nú broytt til í mesta lagi at vera galdandi í 6 mánaðir. Harafturat er mannagongdin í sambandi við innkalling til eftirviðgerð í útlandinum broytt, soleiðis at allir sjúklingar frameftir verða innkallaðir av tí føroyska sjúkrahúsverkinum.  

Uppskotið skal metast sum ein partur av loysnini at menna fíggjarstýringina í sjúkrahúsverkinum. Uppskotið skal geva sjúkrahúsverkinum betri møguleikar at halda seg innan fyri játtanina, sum er avsett á fíggjarlógini til endamálið. Afturat hesum verður í uppskotinum lagt upp til tættari samstarv millum sjúkrahúsini. Víst verður til viðmerkingarnar til § 2 viðvíkjandi samstarvinum millum sjúkrahúsini. 

Lógaruppskotið er tilevnað í tøttum samstarvi við ein tilvísingarbólk, ið hevur stuðlað við fakligum viðmerkingum. 

Tilvísingarbólkurin hevur verið samansettur av trimum læknafakligum persónum frá Landssjúkrahúsinum, einum persóni, sum hevur umboðað Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús umframt umboðum frá Almanna- og heilsumálaráðnum. Bólkurin hevur havt tveir fundir, har tosað hevur verið um yvirskipaðar reglur. Bólkurin varð samdur um, at tað er hóskandi, at ein lógarásett visitasjónsnevnd verður sett á stovn, sum millum annað skal taka atlit til teir politisku málsetningarnar, tá talan er um at visitera til útlandið. Hetta fer fram í ljósinum av, at tað frá politiskari síðu er kunngjørt, at sjúkrahúsverkið skal royna at steðga teimum støðugt vaksandi útreiðslunum til serviðgerð uttanlands. Nevndin skal taka sær av teimum grundleggjandi uppgávunum, sum til dømis raðfesting og samskipan í sambandi við, at sjúklingar verða ávístir til serviðgerð uttanlands. 

Kjakast hevur verið nágreiniliga um samansetanina av limunum í visitasjónsnevndini. Sum heild er áskoðanin hjá tilvísingarbólkinum, at samansetingin av visitasjónsnevndini, sum hon er í dag, er nøktandi. Tó mælir tilvísingarbólkurin til, at eitt leikfólk verður sett í nevndina vegna sjúklingafeløgini. Bólkurin hevur millum annað mett, at tað er av týdningi, at leikfólk frá sjúklingafeløgunum luttekur í arbeiðinum hjá visitasjónsnevndini, tá ið hetta sum heild fer at virka fyri at styrkja legitimitetin og umdømið við atliti til almenningin. Luttøkan hjá leikfólkinum kann eisini fáa ta ávirkan, at sjúklingafeløgini sum heild fáa eina betri fatan av arbeiðinum og raðfestingini hjá visitasjónsnevndini. Atlit skulu tó takast til, at eitt leikfólk, sum ikki beinleiðis hevur tilknýti til sjúkrahúsverkið, luttekur í viðgerðini av persónsmálum, tí samskiftið millum verandi limir fer ofta fram við telduposti, og talan er ofta um viðkvæmar persónsupplýsingar. Áðrenn leikfólkið luttekur í arbeiðinum, skal tað tryggjast, at upplýsingarnir verða teldutøkniliga tryggjaðir, soleiðis at einans leikfólkið fær atgongd til upplýsingarnar, og at hesar verða viðgjørdar persónligt og í trúnaði. Harafturat er tað týdningarmikið at hava í huga, at viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsinum krevur viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum, sbr. § 35, stk. 1 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum. 

Harafturat hevur tilvísingarbólkurin mælt til, at formaðurin verður frá Almanna- og heilsumálaráðnum, og at tað hevði verið hóskandi, um formaðurin hevur eina løgfrøðiliga ella fíggjarliga útbúgving. Eisini er tilvísingarbólkurin samdur um, at tað er ikki neyðugt, at ein yvirlækni frá psykiatrisku deild skal sita í nevndini. Víst verður til, at ein yvirlækni frá psykiatrisku deild kann verða kallaður inn sum serkønur í teimum málum, har talan er um psykiatriskar sjúklingar.  

Landsstýrismaðurin ætlar í høvuðsheitum at fylgja tilmælinum frá tilvísingarbólkinum, men hevur tó, umframt tilmæltu samansetingina, ætlanir um at seta ein sjúkrarøktarfrøðing í visitasjónsnevndina. Hetta er í samsvari við fleiri av hoyringssvarunum til lógina. Samanseting av visitasjónsnevndini eru eisini umrødd undir serligum viðmerkingum til § 10. 

Ætlanin er, at samansetingin av nevndini skal skapa møguleikar fyri, at øll mál verða lýst frá fleiri síðum, soleiðis at atlit verða tikin til fíggjarligu, fyrisitingarligu, læknafakligu og sosialu partarnar, tá ið sjúklingar skulu ávísast uttanlands.   

Visitasjónsnevndin skal eisini virka fyri eini einsháttaðari ávísingarsiðvenju, tá mett verður, at tað er ein stórur trupulleiki, at borgarar ikki altíð fáa eitt einsháttað viðgerðartilboð innan sjúkrahúsverkið. Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið støða skal takast til, um avvarðandi skulu sendast við uttanlands. Uppskotið um visitasjónsnevnd skal á henda hátt verða við til at tryggja rættindini hjá sjúklingum og avvarðandi. 

Sambært uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at áseta reglur um skipan av heilsutilbúgvingini, millum annað hvørji krøv til útbúgving skulu setast sjúkraflutningsstarvsfólkum, og hvørji krøv skulu vera galdandi til útbúnað í sjúkrabilum. Í okkara grannalondum er virksemið hjá sjúkraflutningsstarvsfólki, sum veita tann fyrsta medisinska innsatsin í sambandi við bráðfeingis sjúkur, vanlukkur og stórskaðatilburðir, lógarásett. Galdandi lóg hevur ongar ásetingar, sum geva tílíka heimild, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki møguleika at áseta tey neyðugu krøvini til sjúkraflutningstænastuna, sum skulu tryggja eitt ávíst tænastustøði, og at sama støði er á sjúkraflutningstænastuni um alt landið. 

Uppskotið er eisini í samsvari við tilmælið í frágreiðingini, Tilbúgvingarverkætlan Føroya, sum varð løgd fram í Løgtinginum til aðalorðaskiftis í november 2003. Ætlanin við verkætlanini hevur verið at fáa viðkomandi myndugleikar, stovnar og felagsskapir at arbeiða saman um at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Í frágreiðingini um verkætlanina verður millum annað mælt til, at sjúkrahúslógin tekur atlit til heilsutilbúgvingina, soleiðis at tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum ásetir reglur um, hvussu tilbúgvingin á heilsuøkinum skal skipast, og í hesum sambandi hvørji krøv til útbúgving av sjúkraflutningsstarvsfólkum og hvørji krøv til útbúnað í sjúkrabilum skulu vera galdandi.      

Í uppskotinum er í mun til galdandi lóg ein nýggj áseting um, at landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum at viðgera kærur, ið ikki eru um heilsufakligt virksemi, kann leggjast til eina kærunevnd. Orsøkin til broytingina er, at ein kærunevnd í størri mun er óheft og hevur størri innlit í at viðgera kærur enn landsstýrismaðurin. 

Uppskotið hevur í høvuðsheitum við sær broytingar innan hesi økir:   

·      sjúkrahúsráðini verða umskipað til eitt felags sjúklingaráð,

·      ein visitasjónsnevnd verður stovnað við lóg,

·      ávísing av sjúklingum til viðgerð uttanlands,

·      ávísing av fylgjarum hjá sjúklingum, ið skulu viðgerast uttanlands,

·      samstarv millum sjúkrahúsini,

·      tilbúgving í heilsuverkinum,

·      kærureglur. 

Visitasjónsnevndin í Grønlandi

Almanna- og heilsumálaráðið hevur kannað, hvussu ávísingarspurningarnir eru viðgjørdir í Grønlandi. Ein samanbering kann gerast, av tí at fólkagrundarlagið í Føroyum líkist tí grønlendska. Grønland hevur eins og Føroyar heldur ikki møguleika fyri at veita tænastu innan allar læknafakligar sergreinar eins og onnur lond. Harafturat hevur Grønland eins og Føroyar trupulleikar við at útvega og varðveita læknafaklig starvsfólk. 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur sett seg í samband við Direktoratet for Sundhed í Nuuk, sum millum annað hevur kunnað um viðurskiftini í Grønlandi. 

Í Grønlandi er ein visitasjónsnevnd, og hevur hon fund einaferð um mánaðin. Uppgávurnar hjá visitasjónsnevndini eru millum annað at orða og at halda viðlíka leiðreglurnar um ávísing úr Grønlandi og at fylgja við nýtsluni á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark og øðrum viðgerðarstøðum uttan fyri Grønland. Sjúklingar kunnu bert ávísast til tey viðgerðarstøð uttan fyri Grønland, sum heimastýrið hevur gjørt avtalur við. Viðmerkjast skal, at heimastýrið ikki hevur gjørt avtalur við viðgerðarstøð uttan fyri Danmark ella alternativar viðgerðarar.

Sjúklingar við lívshættisligum sjúkum skulu ikki hava loyvi frá visitasjónsnevndini. Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum í Nuuk (Dronning Ingrids Hospital), sum eisini er limur í visitasjonsnevndini, undirskrivar veðhaldspappírini fyri hesar sjúklingar.

Tær grønlendsku reglurnar ella ásetingarnar standa í kapitli 8 í “Landstingsforordning nr. 15 af 6. november 1997 om sunhedsvæsenets ydelser m.v.” og í “Hjemmestyrets bekendtgørelse nr. 2 af 5. februar 2003 om Sundhedsvæsenets Visitationsnævn”, sí skjal 1 og 2. 

Ásetingarnar í hesum uppskoti um setan av visitasjónsnevnd við lóg, eru tilevnaðar við støði í tí grønlandsku visitiatiónsnevndini. Eyðvitað eru fleri staðbundnir munir, men fleiri av grundreglunum frá Grønlandi svara til føroysk viðurskifti. 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá stjórnarráðunum, sjúkrahúsunum, sjúkrahúsráðunum, sjúklingafeløgunum, Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Sjúklingahotellinum Tórshavn, Landsapotekaranum, Landslæknanum, Føroya Kærustovni, Serlæknafelag Føroya, Læknafelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskum Fysioterapeutum, Føroyskum Ergoterapeutum, Bioanalytikarafelagnum, Almanna- og heilsurøktarafelagnum, Havnar Arbeiðsmannafelag, Kommunulæknafelagnum, Psykiatrifelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Hjálparlæknaráð Føroya og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.   

19 hoyringssvar eru komin inn. Ein samandráttur av hoyringssvarunum og viðmerkingar hjá landsstýrismanninum til hesi er hjálagt sum skjal 3. Lógaruppskotið er broytt í ein ávísan mun sambært hoyringssvarunum.  

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landið

Seinastu árini hevur verið trupult at hildið játtanina til serviðgerð uttanlands. Í 2002 nýtti heilsuverkið heilar 86 mió kr. til hetta endamál, og tað vóru 26 mió kr. meira enn upprunaliga játtað. Í 2003 vóru 70 mió kr. settar av til økið á fíggjarlógini, men útreiðslurnar vórðu heilar 92 mió kr. ella 22 mió kr. meira enn upprunaliga játtað. Í 2004 vóru 91 mió kr. settar av á fíggjarlógini til serviðgerð uttanlands. Sama upphædd er sett av í 2005. 

Ein broyting í lógini um Sjúkrahúsverk Føroya skal helst hava við sær, at størri dentur verður lagdur á tey umsitingarligu og fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við, at sjúklingar verða ávístir til Danmarkar ella onnur lond. Sum frálíður verður roknað við, at ein broyting fer at hava við sær positivar fíggjarligar avleiðingar fyri sjúkrahúsverkið, svarandi til at sjúkrahúsverkið fær tálmað vøkstrinum á játtanini til serviðgerð uttanlands. Ásannast má, at nú tað er vorðið lættari at heinta vitan um nýggj viðgerðartilboð millum annað um alnetið, so økir hetta kravið til tær sjúkrahúsveitingar, sum eitt nútímans samfelag eigur at bjóða. Ivasamt er, um til ber at spara munandi á játtanini til serviðgerð uttanlands, men undir øllum umstøðum kann verða gjørd ein greið raðfesting av teimum sjúkrahúsveitingum, sum borgarar eiga at fáa ókeypis. 

Roknað verður við, at tær umsitingarligu uppgávurnar, sum Almanna- og heilsumálaráðið skal taka sær av í sambandi við visitasjónsnevndina, verða fleiri, men at tað ikki verður neyðugt at seta fleiri fólk, tí ein fulltrúi í stjórnarráðnum umsitur í dag økið “serviðgerð uttanlands”, samstundis sum kæruviðgerðin eftir ætlan verður flutt frá Almanna- og heilsumálaráðnum til eina kærunevnd. 

Talvurnar niðanfyri vísa gongdina seinastu árini í útreiðslunum til serviðgerð uttanlands umframt talið á sjúklingum, ið eru ávístir til viðgerð uttanlands. Niðasta talvan vísir miðalkostnað fyri hvønn sjúkling. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 


 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at flyta ein part av kæruviðgerðini, sum ikki viðvíkur læknafakligum virksemi, frá Almanna- og heilsumálaráðnum til eina kærunevnd undir Føroya Kærustovni. Ætlanin er at flyta kæruviðgerðina í sambandi við ávísing av sjúklingafylgjarum og í tí sambandinum gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur. 

Kærustovnurin hevur boðað landsstýrismanninum frá, at kærustovnurin metir seg kunna átaka sær hendan partin av kærumálsviðgerðini umframt kæruviðgerð, ið viðvíkur barnatannrøkt. 

Ætlanin at áseta útbúgvingarkrøv til sjúkraflutningsstarvsfólk umframt krøv til útbúnað í sjúkrabilum viðførir væntandi meirútreiðslur. Almanna- og heilsumálaráðið kannar í løtuni innihaldið í teimum norðurlendsku útbúgvingunum. Út frá hesum og í samstarvi við sjúkraflutningstænasturnar í Føroyum verður avgjørt, hvat ein føroysk útbúgving skal innihalda, og áleið hvussu nógv ein tílík fer at kosta. 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið fer at hava við sær umsitingarligar avleiðingar fyri visitasjónsnevndina, við tað at nevndin fær nýggjar arbeiðsuppgávur. 

Væntandi verður fundarvirksemið í visitasjónsnevndini størst tað fyrsta árið, har millum annað uppskot til leiðreglur til yvirlæknarnar og møguliga onnur heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið skal gerast. Her er talan um eina umfatandi fyrisitingarliga uppgávu. 

Tá nevndin hevur tikið avgerð í teimum grundleggjandi spurningunum viðvíkjandi leiðreglunum, verður uppgávan at orða uppskot til leiðreglur. Nevndin hevur møguleika at fáa fakligan stuðul til sítt arbeiði frá viðkomandi starvsfólki í Almanna- og heilsumálaráðnum. Tó skal havast í huga tagnarskyldan tá ið persónsmál verða viðgjørd. Um nevndin hevur tørv á fakligari hjálp eru starvsfólkini í fyrisitingini eins og limirnir í nevndini fevnd av reglum um tagnarskyldu. Um nevndin hóast alment galdandi reglur um tagnarskyldu metir, at navnið á persóninum ikki eigur at verða latið starvsfólkunum í Almanna- og heilsumálaráðnum, ber til í ávísum førum at anonymisera málið og bara biðja um ráðgeving til tann partin, ið nevndin hevur tørv á at fáa nærri viðgjørt. 

Sosialar avleiðingar

Mett verður, at uppskotið í høvuðsheitum fær positivar samfelagsligar avleiðingar. Henda meting er grundað á, at rættartrygdin verður betrað. Fyri tað fyrsta fer visitasjónsnevndin at gera leiðreglur um ávísing, soleiðis at tann umsitingarliga mannagongdin verður meira sjónlig, umframt at øll við somu sjúkugreining í størst møguligan mun verða viðgjørd eins. Viðvíkjandi persónsmálum verður gjørd ein gjøllig málsviðgerð, har millum annað læknafaklig, fíggjarlig, sosial og fyrisitingarlig atlit verða tikin. Harafturat fer visitasjónsnevndin at virka fyri, at raðfestingin verður broytt, soleiðis at sum mest fæst burtur úr tí tilfeingi, ið sjúkrahúsverkið hevur at ráða yvir. Uppskotið hevur við sær, at tað í nógv størri mun fer at vera gjørligt at seta í verk týdningarmikil heilsupolitisk mál.  

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/
økir í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
kommunu-
læknarnar

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

 Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Sambært ”Lov nr. 137 af 23. marts 1948 om Færøernes hjemmestyre” er sjúkrahúsverkið felagsmál. Sambært § 9 í hesi lóg kunnu, eftir samráðing, avtalur gerast um, í hvørjum føri og í hvønn mun tað er møguligt innan fyri økir, sum eru felagsmál, at geva heimastýrinum heimild at áseta nærri reglur viðvíkjandi serligum føroyskum viðurskiftum og yvirtaka umsitingina á hesum øki.  

Í ”Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne” (rammulógin) er ásett, at landsstýrið kann áseta reglur um uppgávur, veitingar og fyrisiting hjá heilsuverkinum. Í § 1, stk. 2 verður gjøllað greitt frá, hvørjar uppgávur og veitingar heilsuverkið fevnir um. Uppskotið hevur heimild í § 1, stk. 2, nr. 1 í rammulógini.  

Endamálið við rammulógini er at geva heimastýrinum møguleika at betra samskipanina av veitingum frá heilsuverkinum og umsiting tess, og at laga heilsuverkið eftir teimum serligu føroysku viðurskiftunum. Rammulógin hevur við sær, at tað er landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av økinum. Tað vil siga, at tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur eftirlit við teimum reglum, sum Løgtingið ásetir, bæði innihaldsliga og viðvíkjandi umsitingini av teimum.     

Til § 1

Ásetingin svarar til § 2 í galdandi sjúkrahúslóg, við smávegis broytingum. 

Í ásetingini stendur, í samsvari við galdandi sjúkrahúslóg, at sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini. Ásetingin eigur eisini at verða sædd í mun til § 2 í uppskotinum, har lagt verður upp til eitt tættari samstarv millum tey trý sjúkrahúsini, soleiðis at tað frameftir verður møguligt at reka eitt meira skynsamt virksemi fyri alt sjúkrahúsverkið. 

Umframt sjúkrahúsini hoyra eisini Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu og Sjúklingahotellið Tórshavn undir sjúkrahúsverkið.

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hevur til uppgávu at kanna einstaklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum, at meta um arbeiðsførleika, serliga í sambandi við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkisráðgeving, at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurningum, at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arbeiði og at fremja granskingarvirksemi innan arbeiðs- og almannaheilsu.  

Til § 2

Henda áseting staðfestir, at sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at hjálpa hvørjum øðrum. Talan er um framhald av § 5, stk 1 í galdandi lóg, har ásett er, at ”yvirlæknarnir á sjúkrahúsunum hava rætt og skyldu at veita hjálp og móttaka hjálp frá hinum sjúkrahúsunum […]”. Tað eru í royndum nøkur dømir um, at sjúklingar eru ávístir til viðgerðar uttanlands, hóast viðkomandi sjúklingar kundu verið viðgjørdir á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum innan fyri rímiliga bíðitíð. Ein slík ávísing er í stríð við galdandi sjúkrahúslóg. 

Mett verður tó, at hesin trupulleiki fer at minka munandi sum úrslit av, at visitasjónsnevndin verður ásett við lóg. Sambært uppskotinum er tað framvegis ongin heimild at ávísa sjúklingar til viðgerðar uttanlands, um viðgerðin kann verða gjørd í Føroyum, um ikki heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Talan kann møguliga vera um, at viðgerðartilboðið í Føroyum er øðrvísi og í serligum førum ikki nøktandi fyri ávísar sjúklingar, ella at bíðitíðin fyri viðkomandi viðgerðarslag ikki kann góðtakast fyri ávísar sjúklingar. Eru ivamál um tílík mál, skulu hesi leggjast fyri visitasjónsnevndina til góðkenningar. Um tílík mál ikki verða løgd fyri visitasjónsnevndina, kann tað fáa tænastuligar avleiðingar fyri læknan, ið hevur ávíst sjúklingin uttanlands, við at læknin kann fáa átalu ella líknandi. Tílík mál verða mett sum sera álvarslig mál, tá slíkar ávísingar hava við sær óneyðugar eykaútreiðslur.  

Uppskotið  leggur upp til, at sjúkrahúsini samstarva nógv meira, soleiðis at sjúkrahúsvirksemið verður meira samskipað og rasjonelt. Eitt økt samstarv kemur serliga upp á tal, tá ið fast samband verður millum Leirvík og Klaksvík, og tann stytta flutningstíðin hevur við sær møguleikar fyri heilt nýggjum fyrimunum innan stórrakstur. 

Sambært ásetingini í stk. 2 skal landsstýrismaðurin góðkenna allar samstarvsavtalur, ið hava  týdning fyri sjúkrahúsverkið. Orsøkin til hetta er, at landsstýrismaðurin eigur at vera væl kunnaður um avtalurnar, áðrenn tær verða settar í verk, tí tað er landsstýrismaðurin, sum hevur ta yvirskipaðu ábygdina av sjúkrahúsverkinum. Talan er í hesum føri um avtalur, ið eru varandi og hava fíggjarligan týdning, ella avtalur, ið fáa avgerandi týdning fyri uppgávubýtið millum sjúkrahúsini. Tað er tó ikki neyðugt, at landsstýrismaðurin skal góðkenna tíðaravmarkaðar avtalur um t.d. lán av tólum, ávísum starvsfólki v.m. Eru sjúkrahúsini í iva, um avtalan krevur góðkenning, kunnu tey leggja avtaluna fyri landsstýrismannin.      

Væntað verður, at slíkar avtalur verða lagdar fyri landsstýrismannin so tíðliga sum gjørligt,  soleiðis at Almanna- og heilsumálaráðið kann veita løgfrøðiligan og annan stuðul fyri at tryggja, at tær endaligu avtalurnar millum annað taka atlit til løgfrøðilig og fíggjarlig viðurskifti.  

Ásetingin í stk. 3 um, at øll sjúkrahúsini kunnu seta á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum, er í samsvari við galdandi sjúkrahúslóg § 5, stk. 5. 

Ásetingin í stk. 4 svarar til ásetingina í § 3, stk. 2 í galdandi sjúkrahúslóg, tó við broyttari orðing. Landsstýrismaðurin skal áseta reglur viðvíkjandi bygnaði og fyrisitingarligum viðurskiftum. Landsstýrismaðurin skal í hesum sambandi áseta reglur viðvíkjandi leiðslubygnaði í sjúkrahúsverkinum. 

Til § 3

Ásetingin í § 3 er broytt í mun til galdandi sjúkrahúslóg. Sambært galdandi sjúkrahúslóg velur landsstýrismaðurin fyri hvørt av sjúkrahúsunum eitt sjúkrahúsráð við fimm limum, ið skal verða ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í málum viðvíkjandi sjúkrahúsinum. Í uppskotinum velur landsstýrismaðurin eitt felags ráð í staðin við níggju limum, ið tó kemur at eita sjúklingaráð,  tí ætlanin við ráðnum er, at tað skal umboða sjúklingarnar og ikki sjúkrahúsini. 

Tað er í uppskotinum eisini gjørd ein neyv lýsing av førleikanum hjá sjúklingaráðnum í mun til sjúkrahúsráðini í galdandi lóg. Í galdandi sjúkrahúslóg er fylgjandi orðing nýtt í § 3, stk. 1: ”[…] sum skal hava møguleika at viðgera øll mál sjúkrahúsinum viðvíkjandi”. Orðingin er í lógaruppskotinum viðvíkjandi sjúklingaráðnum broytt til: ”[…] sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri sjúklingaviðgerðina.” Eftir hesi áseting skal sjúklingarráðið ikki viðgera spurningar, ið ikki eru av týdningi fyri sjúklingarnar. Hetta er grundað á, at uppgávan hjá sjúklingaráðnum er at taka sær av áhugamálunum hjá sjúklingunum. Ætlanin við sjúklingaráðnum er, at tey skulu geva landsstýrismanninum eitt breiðari avgerðargrundarlag, sum eisini er øðrvísi enn tað, hann fær frá sjúkrahúsunum. Í samsvari við hetta er sjúklingaráðið millum annað sett saman av limum frá ymiskum sjúklingafeløgum. 

Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við at gera eina nýggja kunngerð, ið skal setast í gildi, samstundis sum henda áseting verður sett í gildi, t.e. 1. juni 2005. Sambært nýggju kunngerðini velur landsstýrimaðurin 9 limir út frá landafrøðiligum atliti. Sjúklingaráðið verður valt eftir somu meginreglu, sum sjúkrahúsráðini hava verið vald eftir. Hetta merkir, at trý umboð verða vald fyri hvørt sjúkrahús eftir uppskoti frá feløgum og áhugabólkum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Ætlanin er ikki at velja tiltakslimir í sjúklingaráðið. Sjúklingaráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni.   

Samskiftið millum landsstýrismannin og sjúklingafeløgini skal í størst møguligan mun vera umvegis sjúklingaráðið, soleiðis at sjúklingaráðið fyrst skal viðgera tey mál, sum sjúklingafeløgini ynskja at taka upp við landstýrismannin, og ráðgeva honum í hesum málum. Hetta tryggjar samstundis, at sjúklingaráðið betur er kunnað um tey mál, sum sjúklingafeløgini taka upp, og tí betur kann fylgja við á økinum. Samstundis kemur sjúklingaráðið í størri mun at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri sjúklingarnar og tær viðgerðir, sum verða veittar á sjúkrahúsunum. 

Til § 4

Henda áseting svarar til  § 4 í galdandi sjúkrahúslóg, við smávegis broytingum. 

Sambært ”Kongelig anordning nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v.” setir ”den danske sundhedsminister” á stovn ein embætislæknastovn í Føroyum. Embætislæknin í Føroyum hevur heitið: Landslæknin í Føroyum. Nágreiniligari skipan fyri virkseminum hjá Landslæknanum er ásett sambært ”Bekendtgørelse nr. 740 af 11. september 1995 for Færøerne om Landslægens virksomhed, som ændret ved Bekendtgørelse nr. 692 af 13. juli 2000”. 

Landslæknin, sum sambært § 3 í omanfyrinevndu kongaligari fyriskipan fakliga hoyrir undir danska heilsustýrið, hevur millum annað uppgávuna at fylgja við heilsuviðurskiftunum í Føroyum og ansa eftir, at heilsulóggávan verður hildin. Harumframt hevur landslæknin uppgávuna at leiðbeina landsstýrinum og ríkismyndugleikunum og vísa á tørvin á heilsutiltøkum og koma við uppskotum um ábøtur. 

Sambært kapitli 3  í ”Kongelig anordning nr. 634 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om sundhedsvæsenets centralstyrelse” skulu kærur um tað fakliga virksemið leggjast fyri ”Sundhedsvæsenets Patientklagenævn”. ”Patientklagenævnet” er í sínum virksemi óheft av fyriskipanum viðvíkjandi viðgerð og avgerðum í tí einstaka málinum. Teir føroysku sjúklingarnir fáa soleiðis viðgjørt sínar kærur av eini óheftari kærunevnd. Fær ein føroyskur sjúklingur viðhald í síni kæru, verður endurgjald ikki goldið beinanvegin av sjúkrahúsverkinum. Í dag verða sjúklingar at leggja endurgjaldskravið fyri rættin (dómstólarnar), áðrenn eitt møguligt endurgjald kann verða útgoldið av sjúkrahúsverkinum. 

Ásetingin í § 4 skal síggjast í mun til uppskotið til kærureglugerð sambært kapitli 5 í hesum lógaruppskoti. Her sæst skilnaðurin millum tær kærur, sum “patientklagenævnet” skal viðgera, og tær kærur, sum landsstýrismaðurin skal viðgera. Í nøkrum førum kann vera trupult at skilja ímillum, hvør skal viðgera eina kæru, tá kæran inniheldur fleiri evnir. Í slíkum førum kann koma fyri, at ein partur av kæruni skal viðgerast av “patientklagenævnet”, meðan hin parturin verður viðgjørdur av landsstýrismanninum. Eru myndugleikarnir í iva, kunnu teir møguliga leggja spurningarnar fyri hvørjum øðrum. Her má tagnarskyldan verða havd í huga.  Er talan um heilt privat viðurskifti sbr. § 27 ff. í fyrisitingarlógini, er neyðugt at fáa  samtykki frá viðkomandi sjúklingi, soleiðis at báðir myndugleikarnir fáa møguleika at viðgera tann partin av kæruni, sum hoyrir undir teirra myndugleika. Víst verður á viðmerkingarnar til §§ 14 og 15. 

Til § 5

Ásetingin í stk. 1 svarar til galdandi sjúkrahúslóg. Harumframt er neyvari ásett, at burðarhjálp v.m. eisini er ókeypis eins og onnur viðgerð. Við persónar, sum búgva í landinum, meinast persónar, sum eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum. 

Harafturat viðvíkur ásetingin í stk. 1 eini neyvlýsing, sum ikki finst í galdandi lóg, av tí at tað verður staðfest, at rætturin til ókeypis viðgerð eisini fevnir um viðgerð uttanlands, um sjúklingurin er ávístur av tí føroyska sjúkrahúsverkinum. Um ein sjúklingur fær viðgerð uttanlands, uttan at hava sett seg í samband við sjúkrahúsverkið her á landi, fer viðgerðin fram fyri egna rokning og ábyrgd.  

Ásetingin í stk. 2 er í samsvari við rammulógina fyri heilsuverkið, har kravið um uppihald í seks vikur er ásett fyri persónar, ið flyta til Føroya. Hetta er galdandi, um ikki annað er ásett í semjum og millumlandasáttmálum. 

Tað skal í hesum sambandi nevnast, at Føroyar hava tikið undir við tveimum norðurlendskum millumlandasáttmálum um sosiala trygd og almannastuðul, har ásett er, at persónar, ið lógliga hava búsett seg ella fyribils uppihalda seg í einum av hinum norðurlondunum, kunnu fáa veitingar á sama hátt sum persónar við føstum bústaði. Hesir persónar kunnu eisini t.d. fáa afturgoldnar møguligar meirútreiðslur av at ferðast aftur til heimlandið, møguligt gjald til tulk v.m. sambært ásetingunum í millumlandasáttmálunum. Viðvíkjandi fyribils uppihaldi kann nevnast, at norðurlendingar kunnu vera upp til seks mánaðir í Føroyum uttan at skula flyta bústað til Føroya, smb. norðurlandasáttmála um skráseting av fólki. 

Hetta merkir, at t.d. ein persónur úr Svøríki, sum arbeiðir í Føroyum í fimm mánaðir, vanliga ikki er skrásettur í Landsfólkayvirlitinum. Norðurlendingar kunnu arbeiða í Føroyum og fáa løn útgoldna umvegis skattaskipanina uttan at vera skrásettir í Landsfólkayvirlitinum. Toll- og Skattstova Føroya útvegar hesum persónum fyribils persónstøl, soleiðis at skattur kann verða kravdur inn í Føroyum.

Sambært stk. 3 er kravið um uppihald í 6 vikur ikki galdandi innan fyri ríkisfelagsskapin, t.e. at borgarar, ið flyta til Føroya úr Danmark ella Grønlandi fast ella fyribils, hava sambært lógini rætt til veitingar beinanvegin eftir flytingina á sama hátt sum persónar við føstum bústaði í landinum. 

Ásetingin er galdandi báðar vegir millum Danmark og Føroyar, tá tann danska sjúkrahúslógin, sambært ”Bekendtgørelse nr. 687 af 16. august 1995 af lov om sygehusvæsenet” hevur við sær samsvarandi reglur fyri persónar, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar. Ásetingin í § 5, stk. 7 í tí donsku sjúkrahúslógini er orðað soleiðis: 

”Stk. 7. Personer, der tilflytter fra Færøerne eller Grønland, har ret til den i stk. 1 omhandlede vederlagsfri behandling på vedkommende amtskommunes sygehusvæsen straks efter tilflytningen…” 

Sum framhald av § 2 í galdandi sjúkrahúslóg er í uppskotinum ein áseting í stk. 4, ið gevur landsstýrismanninum møguleika at áseta reglur um, at nærri tilskilaðir persónsbólkar, t.d. sendimenn, umboðsfólk o.o., hava rætt til veitingar sambært lógini undir somu treytum sum persónar, ið hava bústað í landinum. 

Sambært stk. 5 í uppskotinum, ið førir grundregluna í § 6, stk. 6 í galdandi sjúkrahúslóg víðari, hevur landsstýrismaðurin møguleika at krevja gjald frá persónum, ið annars hava rætt til ókeypis viðgerð. Ásetingin í stk. 5 gevur møguleika at krevja inn minni gjøld fyri ávísar veitingar. 

Tað verður mett rímiligt, at møguleiki verður at krevja inn minni gjøld í serligum førum. Landsstýrismaðurin kann tó ikki krevja inn gjøld fyri sjúkrahúsveitingar, ið snúgva seg um viðgerð orsakað av lívshættisligari sjúku, men harafturímóti kunnu gjøld krevjast fyri t.d. heilsukanningar. 

Landsstýrismaðurin hevur harumframt møguleika at áseta gjøld, tá ið sjúkrahús gera kanningar fyri ella bjóða fram hølir ella sjúkrahúsútgerð til privatar stovnar at nýta í sambandi við granskingarverkætlanir o.s.fr. 

Til § 6

Ásetingin í stk. 1 snýr seg um rættin til viðgerð og burðarhjálp v.m., tá talan er um bráðfeingis sjúkur, føðingar, afturstig av varandi sjúkum v.m. hjá persónum, ið ikki búgva í Føroyum, men sum uppihalda seg í styttri tíð í Føroyum sum t.d. ferðafólk, vitjandi, sjómenn og líknandi. Sambært § 5 í Kunngerð nr. 95 frá 13. juli 1982 um fólkayvirlit kunnu persónar við føstum bústaði uttanlands, sum ikki arbeiða ella reka vinnu í Føroyum, vera í Føroyum upp til tríggjar mánaðir uttan at skula flyta bústað til Føroya. 

Tað er sambært stk. 2 kortini ein rein læknafaklig meting, nær støðan hjá sjúklinginum er ella ikki er nóg trygg til ein møguligan flutning til heimlandið. 

Ásetingin í stk. 3 er nýggj og snýr seg um persónar, ið á ein ella annan hátt eru í einum gráøki, tá ið teirra rættur til ókeypis viðgerð skal viðgerast, og ivasamt er, um teir uppfylla krøvini í § 5, stk. 4.  

Sambært ásetingini í stk. 4 kann landsstýrismaðurin gera av, at útlendingar uttan fyri Norðurlond skulu rinda eitt ávíst gjald fyri viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Hesir persónar eru vanliga tryggjaðir, og er tað tryggingarfelagið hjá teimum, ið rindar fyri viðgerðina. Í mun til galdandi lóg er talan um eina nýggja áseting.  

Til § 7

Í høvuðsheitum svarar ásetingin til § 6 a í galdandi sjúkrahúslóg.  

Í § 7, stk. 1 verður ásett, at ein gagn- og merggevi verður at meta á jøvnum føti við ein vanligan sjúkling. Henda áseting verður mett neyðug, tí talan er ikki um ein sjúkan persón. Persónurin verður bert kannaður og skurðviðgjørdur fyri at hjálpa einum øðrum persóni. Harumframt hevur uppskotið við sær, at gagn- og merggevin, eins og vanligir sjúklingar, verður kannaður ókeypis v.m., umframt at gagn- og merggevin er fevndur av vanligu reglunum um uppihalds- og ferðaendurgjøld. 

Uppskotið til § 7, stk. 2 er um rættindini hjá gagn- og merggevanum at fáa endurgoldið lønarmiss. Á henda hátt kann landið virka fyri, at tað verður skjótari hjá føroyskum sjúklingum, ið hava brúk fyri gøgnum ella mergi, at verða transplanteraðir, og at gagn- og merggevar ikki hava fíggjarligan miss orsakað av gagn- og merggevanini. Tað hevur alstóran týdning fyri tann einstaka gagn- og merggevan, at hann ikki verður fyri fíggjarligum missi í sambandi við gagn- og merggevanina. 

Í nøkrum førum kann gagn- og merggevi hava rætt til dagpening sambært løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., um gagn- og merggevin lýkur tær treytir, ið lógin ásetir. Ein gagn- og merggevi, ið fær lønarendurgjald um dagpeningaskipanina, kann verða verri fyri, enn ein gagn- og merggevi, ið fær lønarendurgjald frá sjúkrahúsverkinum, tí rættindini hjá gagn- og merggevanum kunnu verða skerd, um gagn- og merggevin seinni gerst sjúkur av øðrum ávum. Tað verður tí mett rættast, at sjúkrahúsverkið eigur at endurgjalda øllum gagn- og merggevum lønarmissin. Ásetingin fevnir bæði um teir persónar, ið geva gøgn ella merg til transplantasjón, og teir persónar, ið verða kannaðir fyri at fáa greiði á, um teir eru egnaðir sum gagn- og merggevar. Tí er tað ikki ein treyt fyri at fáa endurgjald, at viðkomandi persónur er egnaður sum gagn- og merggevi. 

Landið kann einans endurgjalda fyri mista arbeiðsinntøku til ein gagn- og merggeva, um hesin gevur gagn ella merg til ein persón, sum hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis eftir reglunum í lógini um Sjúkrahúsverk Føroya. Tað hevur tí ongan týdning í hvørjum landi, gagn- og merggevin býr, um sjúklingurin, ið hevur tørv á gøgninum ella merginum, eigur at verða viðgjørdur ókeypis í føroyska sjúkrahúsverkinum. Ein føroyskur gagn- og merggevi, sum letur gøgn ella merg til ein persón, ið ikki hevur rætt til at verða viðgjørdur ókeypis samsvarandi føroysku reglunum, kann ikki fáa endurgjald fyri lønarmiss. 

Niðanfyri standandi meginregla fer í høvuðsheitum at verða grundarlag fyri útrokningunum í teimum einstøku málunum:  

Fyri teir løntakarar, ið frá sínum arbeiðsgevara ikki fáa løn í tí tíðarskeiði, teir eru óarbeiðsførir, verður upphæddin tann sama, sum løntakararnir høvdu fingið í løn og feriupeningi. Gagn- og merggevin eigur at skjalprógva lønarmiss sín við lønarseðlum ella við eini váttan frá arbeiðsgevara. Tá tað er gjørligt, eiga lønarseðlar fyri teir seinastu tríggjar mánaðirnar at verða nýttir sum grundarlag, tá inntøkumissurin verður útroknaður. Serliga hevur hetta týdning í teimum førum, har mánaðarlønin er óstøðug, til dømis vegna skiftandi yvirarbeiði ella akkordarbeiði. 

Um ein gagn- og merggevi fær løn ta tíðina, hann er óarbeiðsførur, verður lønin endurgoldin arbeiðsgevaranum.  

Um gagn- og merggevi ikki er løntakari, men til dømis sjálvstøðugur vinnurekandi, verður mista arbeiðsinntøkan vanliga roknað út við grundarlagi í seinastu ársuppgerð (ársroknskapi ella líknandi), møguliga stuðlað við fleiri upplýsingum um inntøkuvøkstur ella minking. Skjalprógvanin eigur at vera undirskrivað av grannskoðara. Ein annar útrokningarháttur kann verða nýttur, um tað verður mett rættari.  

Tann persónur, ið ynskir at fáa endurgjald fyri lønarmiss, skal senda neyðugu skjølini til Almanna- og heilsumálaráðið, sum tekur støðu til, um treytirnar at fáa endurgjald eru loknar, og hvør upphædd skal endurgjaldast.  

Av tí at flest allir føroyingar, ið verða ávístir til viðgerðar uttanlands, verða ávístir til viðgerðar í Danmark, skal viðmerkjast, at viðgerð á einum donskum sjúkrahúsi er fevnd av donsku lógini um sjúklingatrygging, sbr. ”Bekendtgørelse nr. 228 af 24. marts 1997 af lov om patientforsikring”. Sambært lógini kann endurgjald verða latið, um gagn- og merggevin í sambandi við gagn- og merggevanina verður fyri likamligum løsti, ella um gagn- og merggevin doyr.  

Við uppskotinum til § 7, stk. 3 fær landsstýrismaðurin heimild at áseta reglur um, hvussu inntøkumissurin eigur at verða útroknaður, og hvussu mist arbeiðsinntøka verða endurgoldin. 

Til § 8

Sambært § 8 verður sjúkrahúsverkinum heimilað at veita ferða- og uppihaldsgjald til teir sjúklingar, sum hava rætt til ókeypis veitingar frá sjúkrahúsverkinum. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, í hvørjum førum gjald kann veitast fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur. Í hesum sambandi verður heimilað landsstýrismanninum at áseta møguligt egingjald í sambandi við ferða- og uppihaldsútreiðslur. Ásetingin er galdandi bæði fyri flutning og uppihald innanoyggja og uttanlands. 

Ásetingin um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur fevnir eisini um aðrar persónar enn teir, sum hava rætt til ókeypis veitingar frá sjúkrahúsverkinum, um tað er samsvarandi aðrari lóg, um semja er gjørd um hetta við onnur lond, ella um tað eftir umstøðunum verður mett hóskandi. 

Ásett verður, at flutningurin millum fráfaringarstaðið hjá sjúklinginum til viðgerðarstað ella ávíst uppihaldsstað skal fara fram við tí flutningsfari, sum eftir umstøðunum er ráðiligast og bíligast. Meginreglan er, at í slíkum førum verður alment flutningsfar nýtt, til dømis bussar hjá Bygdaleiðum ella skip hjá Strandfaraskipum Landsins.  

Til § 9

Sambært lógaruppskotinum er tað visitasjónsnevndin, ið ávísir sjúklingar og møguligar fylgjarar teirra til sjúkraviðgerð uttanlands. Visitasjónsnevndini verður heimilað at lata frá sær ávísingarrættin, ella partar av honum, til heilsustarvsfólk innan føroyska sjúkrahúsverkið. Áðrenn visitasjónsnevndin fær heimild at lata yvirlæknunum ella øðrum ávísingarrættin, verður visitasjónsnevndin at orða leiðreglur um, nær heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið hava heimild at ávísa fylgjarar við sjúklingum. 

Meginreglan er, at sjúklingar ferðast einsamallir til viðgerðarstað ella uppihaldsstað. Um so er, at sjúklingurin vegna sjúku, brek/ófullføri ikki kann ferðast einsamallur, er visitasjónsnevndini, og møguliga heilsustarvsfólki innan sjúkrahúsverkið, heimilað at gera av, at fylgjari kann verða ávístur at fara við sjúklinginum.  

Fylgjari skal skiljast sum heilsustarvsfólk, hjálparfólk, avvarðandi ella kenningar hjá sjúklinginum. Heimildin at ávísa fylgjarar við sjúklingum skal tulkast avmarkandi, og kann bert verða nýtt í undantaksførum, um so er, at sjúklingurin av heilsuávum ikki kann ferðast einsamallur. 

Sambært lógaruppskotinum verður landsstýrismanninum heimilað at áseta nærri reglur um gjald og annað fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur hjá teimum persónum, sum verða ávístir sum fylgjarar hjá sjúklingum, ið fara til sjúkraviðgerð uttanlands.

Til § 10

Sum tað er tilskilað undir teimum vanligu viðmerkingunum, verður tað hildið hóskandi at seta á stovn eina visitasjónsnevnd við lóg, sum skal hava ta yvirskipaðu ábyrgdina av at ávísa sjúklingar uttanlands. 

Uppskotið hevur við sær, at ávísingarrætturin hjá yvirlæknunum verður avmarkaður í mun til galdandi lóg. Yvirlæknarnir og møguliga onnur heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið fara frameftir at hava ávísingarrætt í teimum flestu førunum, av tí at visitasjónsnevndin kann geva víðari sína ávísingheimild. Heilsustarvsfólkini innan sjúkrahúsverkið fara tó at verða bundin av teimum ávísingarreglum, sum verða ásettar av visitasjónsnevndini og góðkendar av landsstýrismanninum.  

Tí er tað av týdningi, at visitasjónsnevndin orðar leiðreglur til yvirlæknarnar og møguliga onnur heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið, áðrenn øll lógin kemur í gildi, soleiðis at tey fáa kunnleika um ávísingarkrøvini. 

Í § 5, stk. 2 í galdandi sjúkrahúslóg stendur, at ”í serligum føri kann ein yvirlækni við loyvi frá landsstýrismanninum senda sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum”. Tá ið landsstýrismaðurin ikki kann gera læknafakligar metingar um, í hvørjum førum hesi loyvir skulu gevast, er í dag sett ein læknafaklig visitasjónsnevnd, ið er ráðgevandi hjá landsstýrismanninum. Nevndin hevur 5 limir, tveir yvirlæknar frá Landssjúkrahúsinum, ein yvirlækna frá Suðuroyar sjúkrahúsi, ein yvirlækna frá Klaksvíkar sjúkrahúsi umframt læknastjóran á Landssjúkrahúsinum, sum samstundis er formaður. 

Eftir galdandi lóg er ikki møguligt at lata visitasjónsnevndina taka støðu til heildarspurningarnar viðvíkjandi ávísing av sjúklingum til Danmarkar, av tí at tað er í stríð við ávísingarrættin hjá læknunum. Nevndin tekur tí einans støðu til spurningar viðvíkjandi ávísing av sjúklingum til onnur lond enn Danmark og til ikki-løggildað viðgerðarstøð í Danmark og øðrum londum. Nevndin ger eitt tilmæli til Almanna- og heilsumálaráðið um støðutakan til ávísing av sjúklingi út frá eini heildarmeting av sjúklinginum og tí tilmæltu viðgerðargongdini. 

Sum er kunnu yvirlæknarnir sambært galdandi lóg nærum frítt visitera sjúklingar til viðgerð á sjúkrahúsunum í Danmark, um sjúkrahúsverkið í Føroyum ikki sjálvt er ført fyri at veita viðgerðina. 

Sambært lógaruppskotinum fær tann nýggja visitasjónsnevndin nógv størri heimildir enn verandi visitasjónsnevnd, og nevndin verður eitt slag av bindiliði millum landsstýrismannin og yvirlæknarnar. Tá ið umboð fyri Almanna- og heilsumálaráðnum eftir ætlan verður í nevndini, smb. niðanfyri um samansetingina av visitasjónsnevndini, merkir hetta, at umboðið skjótt fær kunnað visitasjónsnevndina um tær politisku raðfestingarnar, ið landsstýrismaðurin setir. Eisini fær visitasjónsnevndin møguleika fyri skjótt at koma í samband við landsstýrismannin, um tørvur er á eini politiskari avgerð um raðfesting millum tey ymisku viðgerðartilboðini. 

Sambært § 10, stk. 1 er tað landsstýrismaðurin, sum setir á stovn visitasjónsnevndina.  

Uppgávan hjá visitasjónsnevndini er staðfest sambært stk. 2 og 3. Sum heild er uppgávan hjá visitasjónsnevndini at tryggja, at ávísingar eru rættvísar út frá einum læknafakligum sjónarmiði, og at játtanin á fíggjarlógini verður hildin út frá teimum politisku málsetningunum, sum landsstýrismaðurin setir. Visitasjónsnevndin eigur tí við føstum millumbilum at fylgja við nýtsluni á játtanini til serviðgerð uttanlands og heita á landsstýrismannin um politiska avgerð um tørvur verður mettur á tí. Harafturat eigur visitasjónsnevndin at gera uppskot til leiðreglur til yvirlæknar og møguliga onnur heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið um ávísingar uttanlands. Hetta kann til dømis vera leiðreglur um, at eitt ávíst sjúkrahús uttanlands skal nýtast til serstaka sjúkuviðgerð, ella at sjúkrahúsverkið ikki kann bjóða eitt ávíst viðgerðarslag, tí tað vísindaliga ikki er prógvað, at viðgerðin hevur grøðandi árin. Visitasjónsnevndin kann eisini gera uppskot til leiðreglur um, nær ein sjúklingur hevur rætt til at fáa ein fylgjara við í sambandi við viðgerð uttanlands.  

Ásetingin í stk. 3 tilskilar eisini, at visitasjónsnevndin kann geva sínar heimildir aftur til yvirlæknarnar ella møguliga onnur heilsustarvsfólk í sjúkrahúsverkinum. Í royndum vil tað siga, at tað framhaldandi eru yvirlæknarnir ella onnur heilsustarvsfólk, ið hava fingið ávísingarheimild frá visitasjónnevndini, sum taka avgerðir í teimum flestu málunum. Eitt heilsustarvsfólk, ið er í iva um ávísingarheimildina, kann altíð leggja eitt mál fyri visitasjónsnevndina. Tørvur kann verða á hesum, tá heilsustarvsfólkið er undir trýsti frá umheiminum, ella tá ið eitt heilsustarvsfólk í einum máli er í tvístøðu viðvíkjandi fakligu og fíggjarligu raðfestingini. Harafturat kann spurningurin fáa týdning fyri sjúklingaviðurskiftini, av tí at sjúklingurin kann missa álitið á stavsfólkið, um starvsfólkið ikki hevur møguleika at verja seg aftan fyri avgerðirnar hjá visitasjónsnevndini. Í teimum førum, har ongin ivi er um, at ávísing av sjúklinginum er ásett í teimum leiðreglum, sum visitasjónsnevndin hevur gjørt, kann málið ikki leggjast fyri visitasjónsnevndina.  

Uppskotini til leiðreglur, ið landsstýrismaðurin fær til góðkenningar frá visitasjónsnevndini, skal hann senda til hoyringar hjá sjúklingaráðnum. Visitasjónsnevndin kann tó nýta sjúklingaráðið sum hoyringsráð, meðan arbeitt verður við at orða leiðreglurnar. 

Visitasjónsnevndin kann eisini avmarka talið av sjúklingum, ið verða sendir uttanlands, við at taka avgerð um, at ávísar viðgerðir skulu takast heim til Føroya, tá ið møguleiki er fyri tí. Harafturat skal visitasjónsnevndin viðgera ítøkilig persónsmál, sum eru týdningarmikil, ella sum eru løgd fyri nevndina av einum yvirlækna, av tí at læknin er í iva um, um sjúklingurin eigur at verða ávístur uttanlands. 

Sambært stk. 4 ásetir landsstýrismaðurin reglur um, hvussu visitasjónsnevndin verður mannað og vald og um avgerðarheimild og virksemi hjá visitasjónsnevndini. 

Við atliti til tilmælið hjá tilvísingarbólkinum (sí almennu viðmerkingarnar) umframt fleiri av hoyringssvarunum ætlar  landsstýrismaðurin, at visitasjónsnevndin skal hava átta limir. Nevndin verður eftir ætlan sett saman soleiðis: 

·      ein persónur frá Almanna- og heilsumálaráðnum,

·      ein yvirlækni frá Klaksvíkar sjúkrahúsi,

·      ein yvirlækni frá Suðuroyar sjúkrahúsi,

·      ein yvirlækni frá skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum,

·      ein yvirlækni frá heiliráðsdeildini á Landssjúkrahúsinum,

·      læknastjórin á Landssjúkrahúsinum,

·      ein sjúkrarøktarfrøðingur frá einum av sjúkrahúsunum og

·      eitt leikfólk frá sjúklingafeløgunum. 

Landsstýrismaðurin velur eftir ætlan heilsufakligu limirnar í nevndini eftir tilráðingum frá sjúkrahúsunum og leikfólkið eftir tilráðing frá sjúklingaráðnum. Landsstýrismaðurin avger, hvør ið verður formaður í nevndini. Eisini er ætlanin at áseta, hvussu leingi limirnir sita í nevndini. 

Landsstýrismaðurin eigur at áseta tær yvirskipaðu politisku raðfestingarnar, sum visitasjónsnevndin eigur at fremja í sínum arbeiði. Tá ið visitasjónsnevndin er sett saman av fólki frá stjórnarráðnum umframt fólki við læknaserkunnleika kann væntast, at málini verða viðgjørd nágreiniliga bæði læknafakliga og fyrisitingarliga. Allir limir í visitasjónsnevndini hava ábyrgd av, at málini verða lýst til fulnar, og at dentur verður lagdur á saklig fyrilit undir málsviðgerðini.  

Til § 11

Ásetingin er nýggj og tilskilar, at ávísingar til kanningar og viðgerðir uttanlands kunnu bert vera til viðgerðarstøð, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt avtalu við um at taka ímóti føroyskum sjúklingum, ella til viðgerðarstøð, ið visitasjónsnevndin ávísir til í serstøkum førum. Í hesum sambandi kann talan vera um sjáldsama sjúku, ið einans verður viðgjørd á ávísum sjúkrahúsi ella viðgerðarstovni, ið landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt avtalu við. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina betri fíggjarstýring av játtanini til serviðgerð uttanlands. Ásetingin ger eisini, at møguleikarnir at fáa nakrar lønandi avtalur við nøkur ávís viðgerðarstøð uttanlands eru betri.   

Til § 12

Í lógarásetingini verður landsstýrismanninum heimilað at áseta reglur um skipan av heilsutilbúgvingini ella partar av henni, millum annað hvørji krøv til útbúgving skulu setast sjúkraflutningsstarvsfólkum, og hvørji krøv til útbúnað í sjúkrabilunum skulu vera galdandi. Galdandi lóg hevur ongar ásetingar, sum geva tílíka heimild, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki møguleika at áseta tey neyðugu krøvini til sjúkraflutningsstarvsfólkini, sum skulu tryggja, at sama støði er á sjúkraflutningstænastunum um alt landið. Tí er tað tilvildarligt, hvussu teir ymisku partarnir í landinum eru fyri á hesum økinum.    

Í okkara grannalondum er hetta økið í nógv størri mun regulerað. Í Danmark er “Bekendtgørelse om planlægning af den præhospitale indsats og uddannelse af ambulancepersonale m.v.” sett í gildi við heimild í tí donsku sjúkrahúslógini. Kunngerðin er frá ár 2000, og í mun til áður galdandi kunngerð, sum var frá 1994, eru krøvini til útbúgving nógv herd. Útbúgvingin til t.d. sjúkraflutningshjálpara er longd frá nøkrum fáum vikum til eitt ár. Almanna- og heilsumálaráðið kannar í løtuni, hvussu útbúgvingarnar eru skipaðar í hinum Norðurlondunum. Út frá hesum og í samstarvi við sjúkraflutningstænasturnar í Føroyum verður avgjørt, hvat ein føroysk útbúgving skal innihalda. 

Hendan áseting í sjúkrahúslógini er í samsvari við tilmælið í frágreiðingini “Tilbúgvingarverkætlan Føroya”, sum varð sett í verk í 1998, og sum varð løgd fram í Løgtinginum til aðalorðaskiftis í november 2003. Verkætlanin hevur til endamáls at fáa viðkomandi myndugleikar, stovnar og felagsskapir at arbeiða saman um at gera eina tilbúgvingarverkætlan fyri Føroyar.

Til § 13

Ásetingin staðfestir, hvør hevur rætt til at kæra. At hava persónlig áhugamál í, hvussu úrslitið av málsviðgerðini verður, merkir við øðrum orðum, at tað, sum kæran snýr seg um, viðkemur tí ávísa persóninum og hevur ein ávísan týdning fyri persónin.  

Til § 14

Tað er Landslæknin, sum hevur eftirlit við teimum fakligu viðurskiftunum hjá heilsustarvsfólki. Tí kunnu kærur, sum viðvíkja tí heilsufakliga arbeiðinum, ið starvsfólk innan sjúkrahúsverkið fremja, stílast til Landslæknan. Landslæknin tekur sær síðani av at viðgera kæruna víðari og sær til, at kæran verður viðgjørd í “Patientklagenævnet”. Kæran kann eisini stílast beinleiðis til “Patienklagenævnet”. 

Sambært kapitli 3  í ”Kongelig anordning nr. 634 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om sundhedsvæsenets centralstyrelse” skulu kærur um tað fakliga virksemið leggjast fyri ”Sundhedsvæsenets Patientklagenævn”. Kærufreistin er ásett í omanfyrinevndu lóg. ”Patientklagenævnet” er í sínum virksemi óheft av fyriskipanum viðvíkjandi viðgerð og avgerðum í tí einstaka málinum. Kærurnar frá teimum føroysku sjúklingunum verða soleiðis viðgjørdar av eini óheftari kærunevnd. Fær ein føroyskur sjúklingur viðhald í síni kæru, verður endurgjald ikki goldið beinanvegin av sjúkrahúsverkinum. Í dag verða sjúklingarnir at leggja endurgjaldskravið fyri rættin (dómstólarnar), áðrenn eitt møguligt endurgjald kann verða útgoldið av sjúkrahúsverkinum.  

Til §15

Samsvarandi til ásetingunum í stk. 1 kunnu avgerðir, ið tiknar verða sambært uppskotinum, kærast til landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin kann tó ikki broyta tær fakligu avgerðirnar, ið tiknar verða av visitasjónsnevndini sambært stk. 2. Avgerðirnar hjá landsstýrismanninum eru endaligar. Eftir hetta er einasti møguleiki dómstólurin fyri at fáa kæruna viðgjørda. Almanna- og heilsumálaráðið vegleiðir borgaran um hetta. 

Tað skal altíð gerast ein meting av, um landsstýrismaðurin hevur førleika at viðgera eina kæru. Í hesum sambandi má greiða fáast á, um kæran snýr seg um viðurskifti, sum Landslæknin eigur at eftirkanna, tá tað er Landslæknin, sum hevur eftirlit við teimum fakligu viðurskiftunum hjá heilsustarvsfólki. Landsstýrismaðurin kann á henda hátt ikki døma um, um heilsufaklig mistøk eru gjørd av einum persóni innan fyri sjúkrahúsverkið, sbr. viðmerkingunum í § 4 og § 14. 

Um kæran ella partar av kæruni viðvíkja spurningum um tað heilsufakliga virksemið, skal kæran ella partar av kæruni sendast víðari til Landslæknan. Landsstýrismaðurin skal síðani døma um teir spurningar, sum hann hevur førleika at viðgera. Sendir Almanna- og heilsumálaráðið eina kæru ella partar av kæruni víðari til Landslæknan, skal kærarin samtykkja hetta áðrenn. Kærarin fær vanliga møguleika at taka kæruna aftur, um hesin ikki ynskir, at Landslæknin skal viðgera kæruna. 

Meginreglan er, at landsstýrismaðurin viðger kærur um fyrisitingarligar spurningar, tað vil siga, spurningar um bíðilistar og fíggjarligar raðfestingar. Tann fíggjarliga raðfestingin snýr seg ofta um rættin til fría viðgerð ella ávísing av fylgjarum í sambandi við viðgerð uttanlands. 

Sambært ásetingini í stk. 2 kann landsstýrismaðurin ikki eftirkanna ta fakligu metingina hjá visitasjónsnevndini. Grundgevingin fyri hesum er millum annað, at tann fakliga metingin altíð fer at verða løgd til grund, um landsstýrismaðurin skuldi sátt iva um avgerðir hjá nevndini, av tí at Almanna- og heilsumálaráðið ikki hevur sama fakliga serkunnleika. Í veruleikanum kann Almanna- og heilsumálaráðið ikki gera eina nýggja fakliga meting. Um landsstýrismaðurin skuldi roynt ta fakligu metingina í persónsmálum hjá visitasjónsnevndini, er vandi fyri, at avgerðirnar fara at verða sæddar sum politiskar av almenninginum. Almanna- og heilsumálaraðið hevur í hesum sambandi kannað, um fakligar avgerðir hjá visitasjónsnevndini kunnu kærast til landslæknan (patientklagenævnet). Málið er viðgjørt í “Patientklagenævnet” og Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið noktandi svar.

Hetta merkir við øðrum orðum, at avgerðir, tiknar av visitasjónsnevndini, ikki kunnu kærast til landsstýrismannin ella annan fyrisitingarligan myndugleika.  

Harafturímóti kann landsstýrismaðurin gera eina formliga kanning í persónsmálunum. Landsstýrismaðurin kann kanna, um rættarligir og fyrisitingarligir feilir eru framdir. Kannað verður, um tær fyrisitingarligu og rættarligu skipanirnar eru fylgdar, t.d. um givnar eru grundgevingar, sum svara til ásetingarnar í fyrisitingarlógini. Um hetta ikki kann staðfestast, kann landsstýrismaðurin vísa málið aftur til visitasjónsnevndina.  

Landsstýrismaðurin kann til eina og hvørja tíð viðgera spurningar um visitasjónsnevndina.  

Sambært stk. 3 er kærufreistin fýra vikur í samsvari við galdandi áseting í § 10, stk. 2 í sjúkrahúslógini. Kærufreistin fer úr gildi á fýra-viku-degnum frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Hetta merkir, at ein kæra skal vera Almanna- og heilsumálaráðnum í hendi seinast á fýra-viku-degnum frammanundan. Er freistin fyri at kæra farin út um tíðarkarmin, vísir Almanna- og heilsumálaráðið kæruni frá sær. Hetta er tó ikki galdandi í teimum førum, har kærarin ikki hevur fingið at vita um avgerðina, ella har kærarin ikki hevur fingið kæruvegleiðing. Í slíkum førum verður sæð burtur frá tíðarkarminum. Víst verður eisini til § 17 í fyrisitingarlógini, sum inniheldur eina serliga reglu um at síggja burtur frá kærufreistini, tá biðið er um skjalainnlit, aftaná at avgerðin er kunngjørd kæraranum. 

Í hesum sambandi er týdningarmikið, at teir undirskipaðu myndugleikarnir minnast til at geva neyðugu kæruvegleiðingina og upplýsa, at kærufreistin er fýra vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. 

Sum nakað nýtt verður í stk. 3 eisini ásett, at grundreglan er, at kæran skal vera skrivlig, og at grundgeving skal vera fyri kæruni. Hildið verður hóskandi at neyvlýsa hetta í ásetingini, tá tað er ivasamt, um Almanna- og heilsumálaráðið kann seta eina tílíka grundreglu, um hetta ikki er staðfest í lógini.  

Almanna- og heilsumálaráðið hevur ikki møguleika at viðgera kærur, ið fara um telefonina. Avgerandi er, at kærarin verður endurgivin rætt, tá ein kæra ofta snýr seg um viðkvæmar persónsupplýsingar. 

Tað verða ikki sett stór krøv til grundgevingina. Um Almanna- og heilsumálaráðið metir, at grundgevingin ikki er nóg neyv, verður biðið um, at kæran verður útgreinað. Í ávísum førum kann kæran lýsast meira gjølla á einum fundi, har sjúklingurin hevur møguleika at greiða frá sínum sjónarmiðum. Av tí at hetta er krevjandi fyrisitingarliga, kunnu munnligar samráðingar bara fara fram í heilt serligum førum. Hetta kann verða gjørt í slíkum førum, har sjúklingurin til dømis er orðblindur ella hevur trupulleikar við at orða seg skrivliga, ella tá talan er um ógvuliga trupul mál. 

Til § 16

Í uppskotinum er ein nýggj áseting um, at landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 15 kann leggjast til eina kærunevnd. Hetta er ein broyting í mun til galdandi lóg. Orsøkin til broytingina er, at ein kærunevnd í størri mun er óheft og hevur størri innlit í at viðgera kærur enn Almanna- og heilsumálaráðið. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at flyta ein part av hesi uppgávu frá Almanna- og heilsumálaráðnum til eina kærunevnd undir Føroya Kærustovni, nevniliga kæruviðgerðina í sambandi við ávísing av sjúklingafylgjarum og í tí sambandinum gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur. 

Kærustovnurin hevur boðað landsstýrismanninum frá, at kærustovnurin metir seg kunna átaka sær hendan partin av kærumálsviðgerðini umframt kæruviðgerð, ið viðvíkur barnatannrøkt. 

Til § 17

Lógin kemur í gildi tann 1. desember 2005.  

Sambært stk. 2 koma tó § 3, § 10, stk. 1 og 4, og § 12 í gildi 1. juni  2005. Orsøkin til, at § 10, stk. 1 og 4, sum viðvíkja setan av visitasjónsnevnd og reglur um virksemi hjá nevndini, verða sett í gildi longu 1. juni 2005, er, at tað er av týdningi, at visitasjónsnevndin orðar leiðreglur til yvirlæknarnar og møguliga onnur heilsustarvsfólk innan sjúkrahúsverkið, áðrenn øll lógin kemur í gildi, soleiðis at tey fáa kunnleika um ávísingarkrøvini. 

Sambært stk. 3 fer galdandi sjúkrahúslóg úr gildi 1 desember 2005. Tó fer § 3 í galdandi sjúkrahúslóg, ið snýr seg um sjúkrahúsráðini, úr gildi 1. juni 2005.  

Ásetingin varðveitir tó §§ 17-19 í lógarkunngerð nr. 137 frá 6. mars 1991 ”for Færøerne om sygehusvæsenet” við seinni broyting. Ásetingin heldur fram við teimum treytum fyri tey starvsfólk, sum vóru tænastumenn, og sum við ársenda 1976 vóru í starvi á ”statshospitalet i Tórshavn”.  

Sambært stk. 4 verða galdandi kunngerðir, sum ikki eru í ósamsvari við hesa lóg, verandi í gildi, til reglurnar verða avloystar av nýggjum reglum. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin fær betri tíð at seta tær nýggju reglurnar í gildi, soleiðis at einki rættarligt tómrúm verður í hesum millumbilinum. Víst verður í hesum sambandi til omanfyrinevndu kunngerðir: 

·        Kunngerð nr. 73 frá 16. november 2004 um gjald fyri ferða- uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands.

·        Kunngerð nr. 105 frá 23 september 2003 um endurgjald til gagn- og merggevar.

·        Kunngerð nr. 24 frá 21 mars 2002 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja. 

Fylgiskjøl:

Skjal 1:  “Landstingsforordning nr. 15 af 6. november 1997 om sundhedsvæsenets ydelser m.v.”
Skjal 2:  “Hjemmestyrets bekendtgørelse nr. 2 af 5. februar 2003 om Sundhedsvæsenets Visitationsnævn”
Skjal 3: 
Samandráttur av hoyringssvarum til uppskotið
Skjal 4: Hoyringssvar frá Landssjúkrahúsinum
Skjal 5: Hoyringssvar frá Klaksvíkar sjúkrahúsi
Skjal 6: Hoyringssvar frá Suðuroyar sjúkrahúsi
Skjal 7: Hoyringssvar frá sjúkrahúsráðnum fyri Landssjúkrahúsið
Skjal 8: Hoyringssvar frá sjúkrahúsráðnum fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Skjal 9: Hoyringssvar frá sjúkrahúsráðnum fyri Suðuroyar sjúkrahús
Skjal 10: Hoyringssvar frá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Skjal 11: Hoyringssvar frá Sjúklingahotellinum Tórshavn
Skjal 12: Hoyringssvar frá felagnum Javni
Skjal 13: Hoyringssvar frá Diabetesfelag Føroya
Skjal 14: Hoyringssvar frá Nýrafelagnum
Skjal 15: Hoyringssvar frá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Skjal 16: Hoyringssvar frá Læknafelag Føroya
Skjal 17: Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum
Skjal 18: Hoyringssvar frá Fiskimálaráðnum
Skjal 19: Hoyringssvar frá Mentamálaráðnum
Skjal 20: Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni
Skjal 21: Hoyringssvar frá Landslæknanum
Skjal 22: Hoyringssvar frá Landsapotekaranum

1. viðgerð 14. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 27. apríl 2005 legði fram soljóðandi  

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  6., 8., 13. og 20. apríl 2004.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Sjúkrahúsráðini, Serlæknafelagið og við Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, saman við leiðslunum á teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Landsstýrismaðurin hevur vísandi til § 2 í uppskotinum vissað nevndina um, at sjúkrahúsini framhaldandi hava hvør sína leiðslu.

 

Í uppskotinum eru fleiri ásetingar, ið geva landsstýrismanninum heimild at áseta reglur. Hesa heimild hevur landsstýrismaðurin í nógvum førum frammanundan, sambært fráboðan løgmans um
býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar frá 12. apríl 2004. Sambært hesum er sjúkrahúsverkið stovnar undir landsstýrismanninum, og hevur landsstýrismaðurin yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð í tann mun, lóggávan ikki forðar hesum.  

 

Ásetingarnar í § 2 um, at landsstýrismaðurin skal góðkenna samstarvsavtalur og heimild hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um bygnað og fyrisitingarlig viðurskifti, eru dømir um heilmildir, sum landsstýrismaðurin longu hevur sambært reglugerð um málsbýti, ið løgmaður hevur ásett.

 

Ein samd nevnd er av teirri áskoðan, at meira skal til enn at áseta skyldur um samstarv sjúkrahúsanna millum. Landsstýrismaðurin eigur at skipa fyri at seta á stovn funksjónsberandi eindir sjúkrahúsanna millum, soleiðis at tann samlaða diagnostiska, viðgerðarliga  og røktarliga orkan í sjúkrahúsverkinum er ein eind, sum tekur sær av øllum føroyskum sjúklingum.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini greitt frá, at um stutta tíð hevur sjúkrahúsverkið fingið uppbygt eina databasu, ið ger tað møguligt at kunna síggja bíðilistarnar við hvørt sjúkrahús. Ein samd nevnd fegnast um, at tað nú fer at bera til at sleppa frá, at sjúklingar standa á bíðilista til eitt sjúkrahús, tá tey eins væl kundu verðið viðgjørd beinanvegin á einum øðrum. Ein samd nevnd metir, at størri dentur eigur at verða lagdur á at tryggja, at hvørt sjúkrahús verður optimalt nýtt.

 

Ein samd nevnd metir, at fyri at tryggja eina minsta manning, eigur tað framhaldandi at verða ásett eitt minsta mark fyri læknamanning á hvørjum sjúkrahúsi. Ein samd nevnd heldur tí, at verandi orðing um, at tað minst skal verða ein kirurgiskur og medisinskur yvirlækni á hvørjum sjúkrahúsi, eigur at varðveitast.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen,  Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) tekur undir við landsstýrismanninum, at sett verður ein visitasjónsnevnd, ið ger leiðreglur fyri visitasjón av sjúklingum uttanlands. Visitasjónsnevndin eigur í sínum virki at taka fíggjarlig atlit, eins og leiðreglur eiga at verða gjørdar við fíggjarligum atliti, soleiðis at landsstýrismaðurin betur verður førur fyri at átaka sær fíggjarligu ábyrgdina av at senda sjúklingar uttanlands til viðgerðar. Meirilutin metir tó, at tað eigur framhaldandi at vera viðgerandi yvirlækni, ið visiterar, sambært leiðreglunum. 

 

Í viðmerkingunum verður ásett, at ætlan er um at seta umboð fyri sjúklingafeløg í visitiasjónsnevndina. Tá leiðreglurnar verða sendar til sjúklingaráðið til ummælis, eru bara nøkur fá einstaklingamál eftir til umboðið fyri sjúklingafeløg í visitasjónsnevndini at viðgera. Meirilutin er sera ivasamur í, um tað er rætt at lata umboð fyri sjúklingafeløg viðgera einstaklingamál.

 

Sambært stýrisskipanarlógini hevur landsstýrismaðurin endaliga umsitingarliga ábyrgd, uttan at tað við lóg er lagt til annan myndugleika. Í uppskotinum verður endalig umsitingarlig avgerð løgd til visitasjónsnevndina viðvíkjandi málum um ávísing av sjúklingum til viðgerðar uttanlands. Um so er, at visitasjónsnevndin stórt sæð bara ger leiðreglur, er onki grundalag fyri at frátaka rættin hjá borgarum at kæra til landsstýrismannin.

 

Við rættartrygdini hjá borgarunum í huga metir meirilutin ikki, at grundalag er fyri at taka kæru-rættin frá borgaranum.

 

Við hesum viðmerkingum setir meirilutin fram soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

  1. Í § 1, verður aftaná stk. 1, sum nýtt stk sett:  ”Stk. 2. Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvir-læknastarv.”

Stk 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4

 

  1. Í § 3, stk. 1 verður orðingin “sjúklingaviðgerðina” broytt til: “veitingar til sjúklingar”

 

  1. Í § 5, stk. 1 verður orðingin “viðgerð og burðarhjálp v.m.”  tvær staðni broytt til: “viðgerð”

 

  1. Í § 5, stk. 1 verður orðingin: “við grundarlagi í eini avgerð, sum visi-tasjónsnevndin hevur tikið, ella eini avgerð hjá starvsfólki í sjúkrahús-verkinum, sum hevur fingið heimild frá visitasjónsnevndini at taka hesa avgerð, smb. § 10.”   broytt til:           “í samsvari við tær av visitasjóns-nevndini givnu leiðreglur”.

 

  1. Í § 5, stk. 2 verður orðingin “viðgerð og burðarhjálp v.m.” broytt til: “viðgerð”

 

  1. Í § 5, stk. 3 verður orðingin “viðgerð og burðarhjálp v.m.” broytt til: “viðgerð”

 

  1. Í § 5, stk. 5 verður orðingin “viðgerð og burðarhjálp v.m.” broytt til: “viðgerð”

 

  1. Í § 6, stk. 4 verður orðingin “persónar uttan fyri norðurlond” broytt til: “persónar, ið ikki búgva her í landinum,”

 

  1. Í § 9, stk. 1 verður orðingin: “Visitasjónsnevndin ella starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, sum hava fingið heimild frá visitasjónsnevndini at taka avgerðir smb. § 10, gera av, um sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar, so fylgjari kann fara við sjúklinginum uttanlands.”        broytt til:                         “ Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar fyri fylgjarar hjá sjúklingum, ið verða sendir til viðgerðar uttanlands, um hetta fylgir teimum av visitasjónsnevndini givnu leiðreglum”

 

  1. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Uppgávan hjá visitasjóns-nevndini er at áseta leiðreglur við-víkjandi visitasjón av sjúklingum til viðgerðir uttanlands og leiðreglur viðvíkjandi, nær sjúkrahúsverkið sendir fylgjarar við sjúklingum, ið verða  sendir til viðgerðar uttanlands.”

 

  1. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3.  Landsstýrismaðurin skal góðkenna tær av visitasjónsnevndini gjørdu leiðreglur og í hesum sambandi senda tær til hoyringar hjá sjúklingaráðnum, áðrenn tær endaliga verða góðkendar.”

 

  1. Í  § 11 verður orðingin:                     “ið visitasjónsnevndin ávísir til í serstøkum førum”      broytt til:        “ið visitasjónsnevndin hevur givið loyvi til í serstøkum førum”

 

  1. § 14 verður orðað soleiðis:

§ 14. Kærur um tað fakliga arbeiðið, ið løggildug heilsustarvsfólk fremja, fylgja reglunum í Lov om Sundheds-væsenets Centralstyrelse”

 

  1. Í § 15, stk. 1 verður orðingin: “, tó verður víst til stk. 2.”  strikað

 

  1. Í § 15 verður stk. 2 strikað.

stk. 3.  verður hereftir stk. 2.

 

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:

 

ad. 1)  Ynski er at varðveita verandi orðing.

 

ad. 2)  Mett verður ikki, at sjúklingarráð eigur at leggja seg út í sjálva viðgerðina; tað er ein fakligur spurningur.

 

ad. 2) Tað má vera sami persónsbólkur, ið fær viðgerð á sjúkrahúsi, og sum fær ferðagjald endurgoldið

 

ad. 4)  jb. 8)

 

ad. 5) jb. 2)

 

ad. 6) jb. 2)

 

ad. 7) jb. 2)

 

ad. 8) Persónar, ið búgva í norðurlondum, hava eina serstøðu, vísandi til norðurlensku avtaluna um sociala trygd, men tað eru eisini persónar, ið búgva aðrastaðni, sum hava serliga avtalu við Føroyar, t.d. persónar, ið búgva í Stóra Bretlandi. Sjálvandi má hædd takast fyri hesum avtalum, tá landsstýrismaðurin ger kunngerð um gjald fyri viðgerð, og er hetta ikki nakað, sum skal við í lógina.

 

ad. 9) jb. 8)

 

ad. 10) Tað eigur at vera viðgerandi yvirlækni, ið visiterar sjúklingar, og ikki visitasjónsnevndin. Visitasjónsnevndin ger leiðreglur, sum visiterandi yvirlækni skal fylgja.

 

ad. 11) jb. 8)

 

ad. 12) jb. 8)

 

ad. 13) Kæruvegleiðingin í hesi lóg má vera í samsvari við ásetingarnar í centralstyrelseslógini.

 

ad. 14) jb. 13)

 

ad. 15) Mett verður ikki, at tað er rætt í hesi lóg at geva visitasjónsnevndini endaliga umsitingarliga ábyrgd. 

 

Soleiðis broytt tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting. 

 

Minnilutin (Bill Justinussen) ynskir ikki at taka undir við broyting meirilutans um, at visitasjónsnevndin ikki skal visitera. Minnilutin tekur undir við uppskot landsstýrismansins um visitasjónsnevnd óbroytt. Hinvegin tekur minnilutin undir við øllum hinum broytingunum.

 

Harumframt heldur minnilutin ikki tað vera rætt at avtaka sjúkrahúsráðini í verandi líki og setir tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

  1. Í § 3, stk. 1 verður orðingin: “Landsstýrismaðurin velur eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti,” broytt til: “Fyri hvørt av sjúkrahúsunum velur landsstýrismaðurin eitt fimmmanna sjúkrahúsráð,”

 

  1. Í § 3, stk. 2 verður orðingin:” sjúklingaráðið verður mannað og um virksemið hjá ráðnum” broytt til: “sjúklingaráðini verða mannað og um virksemið hjá ráðunum”

 

Viðmerkingar:

 

ad 1) Broytingin hevur við sær, at tað framhaldandi verður eitt sjkrahúsráð við hvørt sjúkrahús, eins og í galdandi lóggávu.

 

ad 2) Broytingarnar eru málsligar, at nú eru fleiri ráð ístaðin fyri bert eitt. 

 

Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 6. mai 2005. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Bill Justinussen til § 3 fall 1-2-25. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 1, 3, 5, 6, 9, 10, 11, 14 og 15 samtykt 27-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

 3. viðgerð 10. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 64 frá 17.05.2005