79  Uppskot til  løgtingslóg um altjóða menningarhjálp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um altjóða menningarhjálp

§ 1. Til tess at fremja samfelagsliga, heruppií fólkaræðisliga, búskaparliga og mentanarliga menning í menningarlondum, verður landsstýrismanninum heimilað at veita altjóða menningarhjálp.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis veita bráðfeingisneyðhjálp til kreppurakt lond. 

 

§ 2. Landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð nærri reglur og treytir fyri stuðulsveitingum, ið verða latnar eftir § 1.

 

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.


 

Almennar viðmerkingar

 

Í Føroyum er politisk avgerð tikin um, at landið eigur at hava ein virknan altjóða menningarpolitikk. Løgtingið hevur samtykt eina munandi hægri játtan til endamálið.

 

Tað eru ongar evnisligar rættarreglur í Føroyum, sum skipa altjóða menningarhjálp. Heldur ikki eru nakrar, ið skipa bráðfeingisneyðhjálp. Tað er við støði í hesum viðurskiftum, at lógaruppskotið er lagt fyri Løgtingið.

 

Í frágreiðing síni til Løgtingið hin 20. apríl 2004 segði løgmaður millum annað um altjóða menningarpolitikk Føroya í framtíðini, at verður hugsað um framtíðar føroyskan menningarpolitikk, eigur støða samstundis at verða tikin til at skilmarka hann. Í hesum sambandi kunnu sjey hugsaðar leiðir verið at farið. Tær verða nærri útgreinaðar niðanfyri.

 

  1. Menningarhjálpin verður latin stovnum undir Sameindu Tjóðum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum.
  2. Menningarhjálpin verður latin millumtjóða áhugafelagsskapum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum.
  3. Menningarhjálpin verður latin beinleiðis til staðbundnar verkætlanir.
  4. Menningarhjálpin verður latin til føroyskar felagsskapir, ið virka á staðnum.
  5. Menningarhjálpin verður latin felagsátøkum hjá føroyskum vinnufeløgum og vinnufeløgum í ávísum oyggjamenningarlandi, til tess at menna vinnulív tess. Tílíkt samstarv millum føroysk virki og virki á staðnum verður framt undir umsjón av avvarðandi myndugleikum í ávikavist Føroyum og viðkomandi landi.
  6. Menningarhjálpin verður latin felagsátøkum hjá føroysku fyrisitingini og fyrisitingini í ávísum oyggjamenningarlandi, fyri at menna um fyrisiting og lóggávu tess. Í tílíkum førum verða fólk send úr føroysku fyrisitingini til avvarðandi oyggjamenningarland, til tess at ráðgeva í sambandi við menning av fyrisiting og lóggávu.
  7. Bráðfeingisneyðhjálp verður latin við fíggjarnevndarskjali.

 

Tað er við støði í omanfyri nevndu sjey leiðum, at lógaruppskotið er tilevnað. Í hesum sambandi verður hildið fram at orða eina langtíðarætlan fyri føroyska menningarhjálp. 

 

 

Avleiðingar av uppskotinum

 

Einastu avleiðingar, ið verða av lógaruppskotinum, eru fíggjarligar og umsitingarligar. Ítøkiligu fíggjarligu avleiðingarnar avgerð Løgtingið á hvørjum ári í sambandi við fíggjarlógarsamtyktir. Umsitingarligu avleiðingarnar verða í stóran mun treytaðar av nevndu játtanum til altjóða menningarhjálp og bráðfeingisneyðhjálp. Við øðrum orðum, tess meira peningur verður játtaður, tess størri umsitingarlig orka verður at seta av til altjóða menningarhjálp og bráðfeingisneyðhjálp, til tess at tryggja, at játtanin verður brúkt á skilabestan hátt. 

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, stk. 1:

Í hesum stykki er ásett, at landsstýrismanninum verður heimilað at veita altjóða menningarhjálp til tess at fremja samfelagsliga, heruppií fólkaræðisliga, búskaparliga og mentanarliga menning í menningarlondum. Ásetingin hevur til endamáls at fáa til vega evnisligar rættarreglur í Føroyum viðvíkjandi altjóða menningarhjálp.

 

Til § 1, stk. 2:

Í hesum stykki er ásett, at landsstýrismaðurin kann somuleiðis veita bráðfeingisneyðhjálp til kreppurakt lond. Hóast bráðfeingisneyðhjálp ikki verður mett at vera natúrligur partur av menningarhjálp, verður tó mett at vera hóskandi, at lógin eisini fevnir um tílík átøk. Henda áseting hevur til endamáls at fáa til vega evnisligar rættarreglur í Føroyum viðvíkjandi bráðfeingisneyðhjálp til kreppurakt lond.

 

Til § 2:

Í hesum stykki er ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð nærri reglur og treytir fyri stuðulsveitingum. Ásetingin hevur til endamáls at geva landsstýrismanninum heimild at áseta greidliga, innan fyri heimildarkarm lógarinnar, hvussu játtanin á fíggjarlógini eigur at verða brúkt og til hvørji endamál, umframt hvørjar mannagongdir eiga at verða nýttar.

 

Til § 3:

Í hesi grein er ásett, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

1. viðgerð 31. mars 2005. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 14. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 31. mars 2005 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 13. apríl 2005.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Johan Dahl, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) viðmerkir, at endamálið við uppskotinum skal sambært viðmerkingunum vera at "fáa til vega evnisligar rættarreglur í Føroyum viðvíkjandi altjóða menningarhjálp" og "bráðfeingisneyðhjálp til kreppurakt lond". Lagt verður tó upp til, at heimildin at áseta hesar reglur verður løgd til landsstýrismannin, meðan ásetingarnar í sjálvum lógaruppskotinum bert innihalda leysar endamálsorðingar. Uppskotið ber sostatt ongar broytingar við sær í mun til verandi viðmerkingar á fíggjarlógini, hvat kørmunum fyri at veita menningar- og neyðhjálp viðvíkur. Ivasamt er eisini, um endamálsorðingarnar innibera nakrar veruligar avmarkingar.

 

Í viðmerkingunum til játtanina til menningarhjálp á fíggjarlógini fyri 2005 varð annars lagt upp til, at ætlaða lógin skuldi innihalda ásetingar um, hvussu játtanin skuldi umsitast, og um karmar fyri menningarhjálpini. Meirilutin heldur framhaldandi, at nærri treytir áttu at verið ásettar við lóg. Hinvegin er ein arbeiðsbólkur júst settur at gera uppskot til eina játtanarlóg, ið m.a. eisini skal innihalda almennar reglur fyri stuðulsveitingum. Slíkar almennar reglur fara at tryggja nøkur grundleggjandi lógarkrøv til, hvussu játtanin skal umsitast, men serligar reglur og karmar fyri júst menningarhjálpini verða tó ongar. Meirilutin heldur, tað hava stóran týdning, at Føroyar fara í gongd við at veita menningarhjálp, men kann ikki taka undir við, at fyriliggjandi uppskotið skal verða framtíðar grundarlagið fyri hesum. Meirilutin mælir tí til at geva lógini tíðaravmarkað gildi fram til 31. desember 2005. Hetta skuldi givið landsstýrinum stundir at lagt uppskot fyri Løgtingið, ið ásetir greiðar reglur og karmar viðvíkjandi menningarhjálpini.

 

Meirilutin vil eisini vísa á, at hann heldur, tað hava stóran týdning, at føroysk vinna og føroysk fyrisiting, so vítt gjørligt, fær høvi at taka lut í hjálpini, og fær nýtt hetta høvið at bera út altjóða kunnleika um sína vitan og framleiðslu.

 

Meirilutin skal harumframt gera vart við, at tað er skeivt, tá tað í viðmerkingunum stendur skrivað, at bráðfeingisneyðhjálp verður latin við fíggjarnevndarskjali. Tørvurin á neyðhjálp kann ikki ásetast frammanundan. Tað ber tí ikki til at hava fasta játtan á fíggjarlógini til hetta endamál. Allar eykajáttanir eiga sum útgangsstøði at veitast við eykajáttanarløgtingslóg og bert sum undantak við fíggjarnevndarskjali.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 3 verður orðað soleiðis: "§3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2005."

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) viðmerkir, at longu við 1. viðgerð av uppskotinum varð ivi sáddur um, hvørt talan er um uppskot, ið lýkur tær treytir, ið verða settar til løgtingslógaruppskot. Undir viðgerðini í nevndini er ivin vorðin til vissu og er m.a. staðfestur av ráðgeving nevndarinnar.

 

Líta vit at viðmerkingunum í fíggjarlógini fyri 2005 til  § 2.13.3.01- menningarhjálp- lesa vit:  "við støði í frágreiðing løgmans".... "um altjóða menningarpolitikk Føroya"...."fer løgmaður at leggja fyri Løgtingið uppskot til reglur hesum viðvíkjandi, har m.a. ásetingar vera um, hvussu játtanin á hesi høvuðskonto verður at umsita." Nú uppskotið er komið fyri Løgtingið sæst, at hetta á ongan hátt livir upp til hesi orð. Talan er um eina púra opna rammulóg uttan ásetingar ella reglur og við teksti, ið ikki er øðrvísi enn tann, ið vanliga er at lesa í viðmerkingum til fíggjarlógina.

 

Í viðmerkingunum til stk. 2, ið heimilar landsstýrismanninum at veita bráfeingishjálp, lesa vit: "bráfeingishjálp verður latin við fíggjarnevndarskjali". Her er talan um, at fíggjarnevndin fær fríar hendur  á økinum, ein blankokekklíknandi rætt, sum neyvan heldur er innan fyri lógarinnar rammur.

 

Samanumtikið má sigast, at spell er, nú vit endiliga fóru í gongd við at veita sjálvsøgdu menningarhjálpina, at fyrireikandi arbeiðið er so illa frágingið. Minnilutin heldur tí, at rættast hevði verið, um landsstýrið tók uppskotið aftur fyri at leggja eitt nýtt og fullfíggjað uppskot um menningarhjálp fyri Løgtingið á ólavsøku.

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 28. apríl 2005. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Johan Dahl, Óla Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen til § 3 samtykt 20-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-8. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 58 frá 12.05.2005