70  Uppskot til  løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya

Umlegging av virksemi, ogn og skuld v.m.

§ 1. Landsstýrismanninum er heimilað at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya saman við ogn,  skuld, rættindum og skyldum. Umleggingin fær roknskaparligan og skattligan virkna frá 1. januar 2005.

Stk. 2. Ognin á matr. nr. 56cd á Argjum er undantikin ognunum, nevndar í stk. 1.

 

Tinglýsingargjald

§ 2. P/F Postverk Føroya er í sambandi við umskipanina undantikið skylduna at rinda tinglýsingargjald fyri tinglýsing av ognarheimildunum fyri fastar ognir, sum verða lagdar til felagið sbrt. § 1.

 

Treytir viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftunum

§ 3. P/F Postverk Føroya bjóðar teimum starvsfólkum hjá Postverki Føroya, sum hava eftirlønarrætt sbrt. løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku, at verða sett í starv í felagnum. Tilboðið er galdandi í upp til tvey ár eftir, at virksemið hjá Postverki Føroya er lagt í P/F Postverk Føroya.

Stk. 2. Í tann mun, tey í stk. 1 nevndu starvsfólk ikki taka av tilboðnum um starvsetan í P/F Postverk Føroya, varðveita hesi starvsfólk sína setan hjá landinum, tó við skyldu at gera tænastu í P/F Postverk Føroya, eins og felagið yvir fyri landinum hevur skyldu at hava tey í tænastu.

Stk. 3. Starvsfólk, sum sbrt. stk. 1 velja at verða starvsett í partafelagnum, varðveita sín eftirlønarrætt í mun til tað lønarstig, tey vóru á, tá tey fluttu yvir til setan í partafelagnum, um tey ynskja at varðveita hendan eftirlønarrætt.

Stk. 4. Landið rindar eftirlønina hjá teimum, sum eru útlænt sbrt. stk. 2, og hjá teimum, sum varðveita eftirlønarrætt sbrt. stk. 3, samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku.

Stk. 5. Fyri starvsfólk sbrt. stk. 2 endurrindar P/F Postverk Føroya landinum útreiðslur til løn o.a. Harumframt rindar P/F Postverk Føroya landinum leypandi eitt eftirlønargjald fyri tann eftirlønaraldur, sum verður vunnin eftir umskipanina, svarandi til sáttmálasetta eftirlønargjaldið hjá sáttmálasettum starvsmonnum í starvi í P/F Postverk Føroya.

Stk. 6. Fíggjarmálaráðið kann heimila P/F Postverk Føroya í nærri tilskilaðan mun at samráðast um lønar- og setanartreytir fyri tey starvsfólk, sum sbrt. stk. 2 eru útlænt.

Stk. 7. Onnur starvsfólk enn tey í stk. 1 nevndu halda áfram í felagnum við somu lønar- og setanartreytum, sum vóru galdandi, tá umskipanin fór fram.

 

Gildiskoma

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

1.      Endamálið við lógini

Lógaruppskotið hevur við sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur virksemið, ogn, skuld, rættindi og skyldur hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya.

 

Við Ll. nr. 90 frá 20. desember 2004 varð landsstýrismanninum heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt at avhenda partabrøv, øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagið, ella felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum. Eisini er ásett, at landsstýrismaðurin leggur í inniverandi tingsetu løgtingslógaruppskot fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at leggja virksemið og ognirnar hjá Postverki Føroya í nevnda partafelag. Landsstýrismaðurin stovnaði við hesi heimild P/F Postverk Føroya tann 29. desember 2004.

   

Virksemið hjá almenna stovninum Postverk Føroya verður lagt í partafelag, sum sostatt verður fevnt av partafelagslóggávuni. Hervið verða hóskandi karmar lagdir um virksemið hjá Postverki Føroya at virka á einum marknaði við øktari frælsisgering (liberalisering), kapping og altjóðagering. Dentur verður lagdur á, at Postverk Føroya skal rekast á handilsligum grundarlagi, og fíggjarliga, skattliga og roknskaparliga í mest møguligan mun javnstillast við privatar fyritøkur. Eisini verður dentur lagdur á, at P/F Postverk Føroya skal kunna stovna dótturfeløg.

 

Tørvurin á at skapa betri karmar um Postverk Føroya er íkomin m.a. av tí, at kapping í dag er á pakkaøkinum og blaðútberingini, og útlit eru fyri kapping á øðrum økjum eisini. Fyrrverandi einkafeløg úti í heimi hava verið fyri einari ávísari lækking í mongdini av brøvum orsakað av kapping og øktari nýtslu av elektróniskum samskifti. Keyparin av posttænastum krevur góða tænastu til rímiligan prís, og tænastur snikkaðar til teirra tørv.

 

M.a. ta svenska, danska, norska, íslendska, finska, bretska, týska, hollendska og franska postverkið eru postverk, ið eru umskipað til partafeløg í Evropa. Partafelagsformurin er kendur um allan heim, og fer at lætta um samstarvsmøguleikarnar hjá Postverki Føroya.

 

Løgtingslóg um postvirksemi kom í gildi 18. oktober 2001. Lógin er galdandi fyri vinnuligan postflutning. Lógin staðfestir m.a. einkarætt og skyldur landsins og umsiting av hesum, ásetingar um postflutning, tagnarskyldu, endurgjald og skráseting og eftirlit. Sambært lóg um postvirksemi kann landsstýrismaðurin undantaka partar av postflutninginum frá einkarættinum, ella veita konsessión til onnur postvinnurekandi enn Postverk Føroya innan einkarættarøkið eftir 1. januar 2004. Hetta merkir, at landsstýrismanninum er heimilað at loyva kapping á øllum postflutningsøkinum.

 

Endamálið við løgtingslóg um postvirksemi er, at hóskandi postflutningur verður tryggjaður øllum landsins íbúgvum, at postflutningur verður skipaður fyri rímiligan prís við góðari dygd, at verja áhugamál viðskiftafólksins, herundir serliga postloyndina, at postflutningur verður lagaður eftir skiftandi tørvi, og at fortreytir verða skaptar fyri frælsari kapping eftir 2003.

 

Við heimild í § 8, stk. 1 í Postvirksemislógini fekk Postverk Føroya 7. juni 2004 konsessión. Landsstýrismaðurin í postmálum umsitur einkarætt landsins og hevur ábyrgdina av, at skyldur landsins til postflutning verða uppfyltar. Landsstýrismanninum er heimilað at áleggja postvinnurekandi treytir, sum m.a. svara til tær skyldur, ið landið hevur. Við hesum skuldi tann støðan ikki íkomið, at landið hevur skyldur, sum eingin er til at røkja. Postverk Føroya hevur sbrt. galdandi konsessión fingið álagt at tryggja postflutning um alt landið av adresseraðum brøvum, adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva, tíðinda-, dag-, viku- og mánaðarbløðum og tíðarritum, adresseraðum pakkum, blindalestri, og peningaflytingum. Tað skal vera møguligt at senda brøv og pakkar sum virðispost, harumframt brøv sum innskrivaðan post. Harumframt skal Postverk Føroya tryggja postflutning av adresseraðum brøvum, pakkum og blindalestri frá sendarum uttanlands til móttakarar í Føroyum og frá sendarum í Føroyum til móttakarar í útlondum. Konsessiónin hjá Postverk Føroya hevur eisini sum endamál at skapa fortreytir fyri kapping við krøvum um m.a. prísásetingarmeginreglur og roknskaparreglur. 

 

Í 2002 varð Posteftirlitið sett á stovn, og hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum 24. apríl 2002 ásett Reglugerð fyri Posteftirlitið fyri virksemi Posteftirlitsins. Sambært reglugerðini skal Posteftirlitið m.a. útinna skráseting og eftirlit sambært postvirksemislógini, veita ráðgeving um galdandi lóggávu og um onnur viðurskifti á postøkinum. Posteftirlitið móttekur, viðger og ummælir umsóknir um konsessiónir til postvirksemi og letur landsstýrismanninum tilmæli.

 

Á postverkinum eru uml. 235 ársverk. Flest øll hava setanarviðurskifti, sum ásett í sáttmála millum Føroya Postfelag og Fíggjarmálaráðið. 

 

Landsstýrið hevur lagt dent á, at umskipanin ikki ger seg inn á setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Tí hava verið samráðingar við Føroya Postfelag um karmarnar um starvsfólkaviðurskiftini, tá umskipanin verður framd.

 

Úrslitið av hesum samráðingum var, at Postverk Føroya og Føroya Postfelag, við góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum, hava gjørt avtalu tann 16. desember 2004 í sambandi við umskipan til partafelag.

 

Avtalan er fyri eitt tvey ára skeið, galdandi frá tí, at virksemið er lagt í partafelag. Avtalan er ætlað at stuðla upp undir tilgongdina við at umskipa postverkið.

 

Høvuðspunktini í avtaluni eru:

1)      P/F Postverk Føroya yvirtekur verandi sáttmála óbroyttan, og hesin er framlongdur til 1. oktober 2007, og annars yvirtekur partafelagið rættindi og skyldur yvir fyri starvsfólkunum, sum eru galdandi sambært kollektivum sáttmálum og avtalum, lokalum avtalum og kutymum og sambært individuellum avtalum, og sum í dag liggja hjá landsstýrinum/Fíggjarmálaráðnum ella Postverki Føroya. Tað tíðarskeiðið, sáttmálin er longdur, verða lønirnar reguleraðar sum lønir hjá tænastumonnum landsins.

 

2)      Tey starvsfólkini, sum hava eftirlønarrætt sambært løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku, fáa tilboð um at verða starvsett í partafelagnum við treytum, sum í stóran mun svara til tær treytir, tey høvdu áðrenn umskipanina. Um tey ikki taka av tilboðnum, varðveita tey sína setan hjá landinum, tó við skyldu at gera tænastu í partafelagnum.

 

3)      Onnur starvsfólk fáa serliga fráferðarskipan, um tey verða uppsøgd í avtalutíðarskeiðnum. Størsta fráferðarsamsýning, ið verður latin eftir hesi skipan, er ein upphædd svarandi til 6 mánaðarlønir.

 

4)      Partarnir hava avtalað, at í tann mun, tað verður neyðugt at niðurleggja størv, vil leiðslan á postverkinum virka fyri at finna loysnir, har tað, í tann mun tað er gjørligt, verður gjørt við natúrligari frágongd og/ella internum flytingum av starvsfólki, so talið á starvsfólki, ið verða søgd úr starvi, verður avmarkað. Postfelagið er í hesum sambandi sinnað at virka fyri, at tað verður møguligt at gera flytingar, har hetta annars kann vera torført, eitt nú millum ymisk virkis- og fakøki.

 

5)      Ekstraordinert verður 1 mió kr. nýtt í avtalutíðarskeiðnum til eftirútbúgving av starvsfólki. Skipanir verða gjørdar millum Føroya Postfelag og Postverk Føroya.

 

Í løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku eru eftirlønarviðurskifti regulerað hjá einum parti av starvsfólkunum í Postverk Føroya.

 

Hetta snýr seg um starvsfólk, sum vóru tænastumenn, áðrenn postverkið varð yvirtikið. Tá postverkið varð yvirtikið í 1976, vóru umleið 180 fólk í starvi hjá danska postverkinum í Føroyum. Av hesum vóru uml. 80 starvsett sum tænastumenn, sum serliga vóru í starvi á teimum størru posthúsunum.

 

Sambært viðmerkingunum til uppskotið um løgtingslóg um viðurskifti hjá starvsfólkum á postverkinum í sambandi við yvirtøku av postverkinum (Løgtingstíðindi 1975, s. 375ff) varð semja fingin við danska Fíggjarmálaráðið og Post- og Telegrafverkið 3. mars 1976 um treytir hjá tænastumannasettu starvsfólkunum í sambandi við yvirtøkuna.

 

Semjan við danska Fíggjarmálaráðið var hjáløgd omanfyri nevnda løgtingslógaruppskoti. Eftir treytunum í hesi semju kundu tey tænastumannasettu velja ímillum at vera starvsfólk við eftirlønarrætti ella vera starvsfólk uttan eftirlønarrætt, men við einari hækking av lønini beinanvegin sum endurgjald fyri mistan eftirlønarrætt. Harumframt var semja um, at tænastumenn, settir áðrenn 1. apríl 1960, skuldu fáa høvi til at halda fram sum statstænastumenn og gera tænastu í Postverki Føroya.

 

Flest allir tænastumenn valdu at taka av tilboðnum um at gerast starvsmenn við eftirlønarrætti. Upprunaliga vóru tey, sum omanfyri nevnd eru, uml. 80 í tali. Av hesum eru 34 framvegis í starvi í Postverki Føroya.

 

Í lógaruppskotinum er hesin bólkur av starvsfólkum viðgjørdur á tann hátt, at tey kunnu velja annaðhvørt at skifta yvir til at gera tænastu í partafelagnum, ella framhaldandi hava sína setan hjá landinum, og so verða útlænt.

 

Onnur sáttmálasett starvsfólk halda áfram í umskipaða partafelagnum til somu lønar- og setanartreytir, eins og starvsaldur o.a. fylgir við yvir í partafelagið.

 

Avtalan er viðløgd sum fylgiskjal til lógaruppskotið.

 

A) Galdandi lóggáva v.m.

Sambært heimastýrislógini er ”Stedligt Post- og Telegraf- og Telefonvæsen”  upptikið á Lista A sum sermál undir pkt. 12.  Málsøkið Postvæsen varð yvirtikið sum sermál í 1976.

 

Lóggáva á postøkinum er:

1)      Ll. nr. 17 frá 31.03.1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum. Høvuðslógin er broytt soleiðis:

a)      Ll. nr. 113 frá 22.12.1989

b)      Ll. nr. 86 frá 13.06.1995

c)      Ll. nr. 13 frá 28.01.1998

d)      Ll. nr. 135 frá 18.10.2001

2)      Ll. nr. 135 frá 18. oktober 2001 um Postvirksemi. Henda løgtingslóg kom í gildi 1. desember 2001, og samstundis fór úr gildi §§ 6 - 49 í løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum.

3)      Ll. nr. 45 frá 09.05.1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í samband við yvirtøku/ om personaleforholdene hos postvæsenet i forbindelse med overtagelse.

4)      K. nr. 92 frá 05.12.1979: Reglugerð fyri Jólamerkjagrunnin.

5)      K. nr. 51 frá 19. august 2004 um einkarætt og skyldur landsins til postflutning.

6)      K. nr. 41 frá 17. juni 2004 um óavgreiddan post og upplating av posti.

 

B) Samandráttur av nýskipanini

Høvuðsinnihaldið í lógini er, at virksemið, ogn, skuld, rættindi og skyldur hjá almenna stovninum Postverki Føroya verða løgd í P/F Postverk Føroya, sum landið eigur allan partapeningin í.

 

2. Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Posteftirlitinum, Postverki Føroya, Samskip, Skipafelagnum Føroyar, Smyril Line, Føroya Postfelag, Fíggjarmálaráðnum, Prentmiðstøðini, Flogfelagnum Føroyar, Atlantic Airways, Safari Transport, Vinnuhúsinum og Strandfaraskipum Landsins. Ummælini eru hjáløgd lógaruppskotinum sum fylgiskjøl, umframt at tey í ávísan mun eru viðgjørd her.

 

Posteftirlitið viðmerkir, at tað er ein fyrimunur fyri marknaðin fyri posttænastur, at landsfyritøkan Postverk Føroya verður umløgd til partafelag, hetta tí, at betri gjøgnumskygni verður á marknaðinum. Postverkið er á fleiri tænastuøkjum í kapping við aðrar privatar og almennar fyritøkur. Harumframt gevur tað størri fleksibilitet og rásarúm at tillaga seg til skiftandi vinnuumhvørvi og avbjóðingar. Eisini viðmerkir Posteftirlitið, at tað er skilagott, at felagið kann stovna dótturfelag til tess at fáa størri gjøgnumskygni.


Posteftirlitið viðmerkir víðari, at trygdarevni hjá Postverki Føroya verður óvanliga høgt í mun til vanligar vinnufyritøkur, og eru tað bert sera fáar fyritøkur í landinum, ið hava líknandi ella hægri trygdarevni. Posteftirlitið metir, at við stóru ognunum kann felagið læna nógvar mió kr. við trygd í føstu ognunum og allíkavæl fáa ein skilagóðan rakstur, og mælir tí Vinnumálaráðnum til at umhugsa at minka innskotið í fyritøkuna. Viðmerkjast skal til hesa viðmerking, at partafelag varð stovnað 29. desember 2004 við heimild í Ll. nr. 90 frá 20. desember 2004 um at stovna partafelag at reka postvirksemi. Landsstýrismaðurin hevði heimild til at seta 30 mió kr. í felagið, og var partapeningurin settur til 21,5 mió kr. Viðmerkjast kann, at frímerkjadeildin á Argjum er undantikin innskotnu ognirnar. Bygningurin varð virðismettur til 36 mió kr. sambært Løgtingsfíggjarlógini fyri 2004. Avtala varð gjørd 16. desember 2004 millum Føroya Postfelag og Postverk Føroya í sambandi við umskipan til partafelag, sum hevur við sær fíggjarligar bindingar fyri partafelagið. Galdandi starvsfólkasáttmáli verður við hesi avtalu longdur til 1. oktober 2007, serlig  fráfaringarsamsýning verður latin, og ekstraordinert verður 1 mió kr. nýtt í avtaluskeiðnum til eftirútbúgving av starvsfólki.

 

Posteftirlitið mælir til, at Vinnumálaráðið frá byrjan setur fyritøkuni greið mál, m.a. um rentan av eginognini hjá fyritøkuni fyri longri tíðarskeið. Av tí at fyritøkan á fleiri økjum er í kapping við aðrar, er neyðugt at taka øll neyðug stig til, at fyritøkan ikki kemur at avlaga marknaðin orsakað av nógvum almennum peningi. Landsstýrismaðurin fer í hesum sambandi í samráð við Posteftirlitið at umhugsa, um stig kunna verða tikin til, at fyritøkan ikki kemur at avlaga marknaðin. Eitt nú kann verða umhugsað, at tænastur hjá Postverkinum, sum ikki eru skyldistænastur, verða lagdar í eitt dótturfelag.

 

Posteftirlitið viðmerkir víðari, at ætlaðu broytingarnar av lóg um meirvirðisgjald eru skilagóðar og neyðugar. Eftirlitið leggur áherðslu á, at hædd verður tikin fyri, at kappingarneytar hjá Postverkinum verða javnsettir innan sama virksemi. Hvørt MVG skal leggjast á posttænastur, hevur eina tíð verið viðgjørt í ES/EBS. Sum skilst, er henda tilgongd ikki liðug enn, men metur Posteftirlitið, at myndugleikarnir eiga at fylgja hesi gongdini, og broyta ES/EBS londini støðu, eigur hetta hóskandi at verða tikið til nýggja viðgerð í Føroyum.

 

Føroya Postfelag viðmerkir, at felagið ikki metir tað vera nøktandi, at roknað verður við, at partafelagið og Føroya Postfelag taka upp samráðingar um gjøllari innihald av tilboðnum um starvsetan í partafelagnum fyri starvsfólk við serligum eftirlønarrætti. Viðmerkjast skal til hesa viðmerking, at nevndi starvsfólkabólkur er tryggjaður somu setanarviðurskifti og rættindi í hesum sambandi sum áðrenn umskipanina, við tað at tey varðveita síni setanarviðurskifti hjá landinum og eftirlønina sambært lógarásetta rætti teirra. Starvsetan í felagnum er sjálvboðin, tað eru bert tey, sum møguliga ynskja starvsetan í felagnum, sum taka upp samráðingar, hetta verður tí mett sum eitt mál millum nevndu starvsfólk og partafelagið.

 

Postfelagið viðmerkir, at mett verður, at andsøgn tykist vera ímillum almennu viðmerkingarnar um, at landsstýrið leggur dent á, at umskipanin ikki ger seg inn á setanaraviðurskiftini hjá starvsfólkunum, og ásetingina um, at starvsfólk, sum koma undir lógina frá 1976 við serligum eftirlønarrætti, og sum velja at verða starvsett í felagnum, ikki varðveita sama eftirlønarrætt. Andsøgnin, sum Postfelagið vísir á, er, at eftirlønin verður fyri hesi fryst føst á tí lønarstigi, tey eru á, tá tey flyta í starv í Postverki Føroya. Viðmerkjast skal til hesa viðmerking, at grundgevingin fyri, at skyldan hjá landinum verður avmarkað til tað lønarstig, tey vóru á, tá flutt var til starvsetan í felagnum, er, at um eingin avmarking er, kann eftirlønarskyldan hjá landinum hækka ótálmað, um felagið flytur tey á hægri lønarstig, hetta av tí, at eftirlønin fylgir lønarstiginum. Landið hevur onga ávirkan á hesa hækking, og verður tí mett, at landið eigur ikki at átaka sær hesa skyldu. Um starvsfólk í umrødda starvsfólkabólki velja at flyta til starvsetan í felagnum og flyta í hægri lønarstig, er tað hugsandi, at tað kundi verið ein partur av avtaluni, at eftirlønartrygging verður teknað fyri hækkingina av eftirlønini í mun til lønarstigið, tey vóru á, tá flutt varð yvir. Viðmerkjast skal, at víst verður á hendan møguleikin, uttan at tað skal fatast sum ein binding av partafelagnum og starvsfólkunum í sambandi við samráðingar um treytir fyri starvsetan í felagnum.

 

Postfelagið viðmerkir eisini víðari, at felagið staðfestir, at tað er ivasamt, í hvønn mun umleggingin til partafelag kemur at ávirka virksemið hjá Girostovuni, og vónar felagið, at hesin spurningur verður kannaður, áðrenn endalig avgerð verður tikin um at umskipa stovnin til partafelag. Felagið vísur á, at tað metir, at tað fer at hava álvarsligar avleiðingar fyri postverkið, um virkisøkið hjá Girostovuni verður skert. Viðmerkjast skal til hesa viðmerkingina, at fyrispurningur er settur Fíggjareftirlitinum, um girovirksemið hjá Postverki Føroya krevur peningastovnsloyvi. Við skrivi, dagfest 11. februar 2005, hevur Fíggjareftirlitið tikið avgerð um, at virksemið krevur ikki peningastovnsloyvi. Víst verður í hesum sambandi á, at tað krevur peningastovnsloyvi um innistandandi peningur verður nýttur til at keypa partabrøv, og um Postverk Føroya lýsir við innláni.

 

Postverk Føroya hevur somu viðmerking sum Føroya Postfelag um, at starvsfólk við serligum eftirlønarrætti ikki verða javnsett, um tey velja at verða starvsett í felagnum. Umframt at víst verður á, at ásetingin er ógreið. Víst verður til viðmerkingina til somu viðmerking frá Føroya Postfelag omanfyri. Umframt er viðmerkingin um, at ásetingin er ógreið tikin til eftirtektar í serligu viðmerkingunum til lógartekstin. 

 

Postverkið vísir á, at spurningurin um, hvussu eftirlønirnar hjá teimum starvsfólkum, ið hava eftirlønarrætt, skulu handfarast millum Postverkið/P/F Postverk Føroya og landskassan, hevur verið viðgjørdar, og varð avgreiddur undir fyrireikingarbeiðinum í samband við fíggjarlógarviðgerðina 2005. Við hesum yvirtók landskassin eftirlønarútgjaldið til tey, ið farin eru úr starvi við eftirløn. Postverkið/P/F Postverk Føroya skal so endurrinda landskassanum eitt gjald fyri starvsmenn við eftirlønarrætti, ið svarar til eftirlønargjaldið fyri vanligar sáttmálasettar starvsmenn. Postverkið skjýtur tí upp, at ásetingin um, at býti kann gerast millum  P/F Postverk Føroya og landið, um eftirlønargjaldið verður broytt, soleiðis at P/F Postverk Føroya leypandi rindar landinum eitt eftirlønargjald fyri tann eftirlønaraldur, sum verður vunnin eftir umskipanina svarandi til sáttmálasetta eftirlønargjaldið hjá sáttmálsettum starvsmonnum í starvi í P/F Postverki Føroya. Viðmerkjast skal til hesa viðmerking, at ásetingin í § 3, stk. 5 er broytt samsvarandi uppskotinum frá Postverki Føroya.

 

Postverkið ger víðari vart við, eins og Føroya Postfelag, týdningin av, at ivaspurningurin um girovirksemið hjá Postverki Føroya verður avgreiddur, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fram til politiska viðgerð. Víst verður til viðmerkingina til viðmerkingina hjá Føroya Postfelag um tað sama.

 

Postverkið ger vart við, at ivaspurningurin í samband við MVG-viðurskiftini eisini eigur at verða avgreiddur, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fram til politiska viðgerð. Viðmerkjast skal til hetta, at víst verður til brot um fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum fyri landið.

 

Vinnuhúsið hevur boðað frá, at ongar viðmerkingar eru til lógaruppskotið.

 

Flogfelag Føroya, Heri Thomsen, Safari Transport, og Skipafelagið Føroya (Felagsummæli hjá nevndu flutnings- og speditør fyritøkunum, sum hereftir verður stytt til FHSS) viðmerkja, at ongar avmarkingar eru í tí virksemi, sum Postverk Føroya kann fáast við frameftir. Viðmerkjast skal til hetta, at ásett er í Ll., sum heimilaði, at P/F Postverk Føroya varð stovnað, at endamálið við felagnum er at reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Hetta er eisini ásett í viðtøkunum fyri felagið. Ásetingin gevur ikki P/F Postverk Føroya heimild til at broyta eyðkenni frá at vera ein postfyritøka til at verða onnur fyritøka. Ætlanin er, at fyritøkan skal hava møguleika innan fyri endamálið og við atliti til álagdar skyldistænastur at taka handilslig stig, sum í mest møguligan mun tryggja virðisøking í fyritøkuni.

 

FHSS viðmerkja, at tað er ivasamt, um Postverk Føroya í mest møguligan mun verður javnsett við privatar fyritøkur orsakað av partapeninginum og virðunum, sum eftir ætlan verða sett í Postverkið. Víst verður til viðmerking til viðmerking til Posteftirlitið í hesum sambandi.

 

Víðari viðmerkja FHSS, at tað, at felagið skal kunna stovna dótturfeløg, hevur aftur í hesum førinum við sær, at tað als ongar avmarkingar eru í tí virksemi, sum farast kann undir. Viðmerkjast skal til hetta, at avmarkingar eru ásettar við lóg, og at skipa virksemið í dótturfelag kann hava við sær betri roknskaparliga sundurskiljing og betri gjøgnumskygni.

 

FHSS vísir á, at MVG viðurskiftini hjá Postverki Føroya eru kappingaravlagandi. Til hetta verður viðmerkt, at landsstýrismenninir í fíggjarmálum og vinnumálum eru samdir um at endurskoða lógina um meirvirðisgjald viðvíkjandi posttænastum, sum m.a. hevur við sær, at postvinnurekandi verða javnsett, tá tað ræður um meirvirðisgjald.

 

Eisini ynskir FHSS, at Postverk Føroya forrentar ognir og virðir, av tí at mett verður annars, at  kappingin verður ikki á jøvnum føti. Til hetta er at viðmerkja, at tað er aðalfundurin, sum tekur avgerð um vinningsbýti hjá partafeløgum.

 

FHSS hevur eisini viðmerking til, at Posteftirlitið bert hevur eftirlit við ávísum posttænastum (sbrt. konsessiónini), meðan annað virksemi kemur undir vanligan kappingarrætt. FHSS metir, at tað er ein ómøgulig uppgáva at klaga hvønn undirprís til Kappingarráðið. Til hetta er at viðmerkja, at konsessiónin til Postverk Føroya er galdandi til 31. desember 2005, og taka Vinnumálaráðið og Posteftirlitið m.a. hesa viðmerking upp til viðgerðar í sambandi við endurskoðan av konsessiónini. Eisini kann verða lagt afturat, at Postvirksemislógin er galdandi fyri posttænastu, sum fevnir um innsavning, skiljing, flutning og útflýgging av posti, og at postur í hesum sambandi er brøv ella onnur sending, ið vigar upp til 20 kg.

 

Safari Transport hevur latið inn viðmerkingar saman við omanfyrinevndu flutnings- og speditørfyritøkum umframt egnar viðmerkingar, sum eru lagdar hjá sum fylgiskjal.

 

Ummælið frá Fíggjarmálaráðnum er eisini lagt við sum fylgiskjal.  

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum

 

A. Fyri landið

Játtanin til landsfyritøkuna Postverk Føroya verður strikað á løgtingsfíggjarlógini. Sum er, ábyrgdast landskassin fyri øllum skyldum Postverksins, meðan tað eftir umskipanina verður partafelagið sjálvt, sum ábyrgdast fyri skyldum sínum.

 

Sambært fíggjarætlanini fyri Postverk Føroya (Skjal 2) er tað ein fortreyt fyri, at fíggjarætlanin heldur, at MVG-viðurskiftini hjá tí nýggja felagnum verða tey somu sum undir galdandi skipan. Sbrt. lóg um meirvirðisgjald eru tænasturnar hjá postverkinum undantiknar avgjaldskyldu. Toll og Skatt, Stýrið, metir, at tað er ivasamt, um tænasturnar hjá Postverki Føroya framvegis eru undantiknar avgjaldskylduni, um Postverk Føroya verður skipað sum eitt partafelag. Verandi orðing í MVG-lógini frítekur allar tænastur hjá Postverki Føroya fyri MVG, men hevur Postverk Føroya tó eftir avtalu við Toll og Skatt, Streymoyar øki, goldið MVG av ávísum tænastum. Hetta hevur verið gjørt út frá teirri felagsfatan, at bert tænastur, ið eru álagdar Postverki Føroya sum skylda, verða undantiknar MVG. Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og vinnumálum eru samdir um at endurskoða lógina um meirvirðisgjald viðvíkjandi posttænastum, sum m.a. hevur við sær, at postvinnurekandi verða javnsett, tá tað ræður um meirviðisgjald.

 

Eftirløn til starvsfólk, sum koma undir Løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum, er lógarbundin skylda hjá landinum. Lógarbundna eftirlønarskyldan hjá landinum minkar við upphæddini, sum svarar til eftirlønargjaldið hjá vanliga sáttmálasettum starvsfólkum í starvi í P/F Postverki Føroya. Í 2005 rindar Postverk Føroya landinum umleið 700.000 kr. til eftirløn.

 

Inntøkur:

Inntøkur landskassans eftir umskipanina av Postverkinum í alment partafelag fara at stava frá møguligum:

 

Konsessiónsgjald:

Sambært lógini um postvirksemi kann landið áleggja konsessiónshavarum at gjalda konsessiónsgjald, sum er árligt gjald fyri rættin til at reka postvirksemi. Í konsessión til Postverk Føroya frá 7. juni 2004 er ásett, at Postverk Føroya ber kostnaðin av Posteftirlitinum í mun til marknaðarpart av føroyska postmarknaðinum (konsessionerað + fræls øki í postvirksemislógini).

 

Partafelagsskattur:

Felagið kemur undir vanligan partafelagsskatt, sum í dag er 20% av skattskyldugu inntøkuni. Ilt er at meta um, hvussu stórar skattainntøkurnar verða hvørt árið, tí tær eru beinleiðis tengdar at rakstrarligu gongdini, íløgum og skattligum avskrivingum.

 

Vinningsbýti:

Av tí at allur partapeningurin sambært uppskotinum er ogn landskassans, fellur vinningsbýtið til landskassan.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur avleiðingar fyri vinnuna á tann hátt, at Postverk Føroya verður meiri javnsett við fyritøkur, sum virka innan postvinnuna. Karmurin verður hin sami – partafelagskarmurin - og harumframt verður virksemið ikki fíggjað á fíggjarlógini.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

4.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

5.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar. 

 

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1.

Landsstýrismanninum verður heimilað at flyta virksemið hjá almenna stovninum Postverki Føroya  yvir í P/F Postverk Føroya. Partafelagið varð stovnað 29. desember 2004 við heimild í Ll. nr. 90 frá 20. desember 2004 um at stovna partafelag at reka postvirksemi.

 

Við hesum er heimilað landsstýrismanninum í sambandi við umskipanina av virkseminum í partafelag at leggja alla ogn og skuld, rættindi og skyldur hjá Postverki Føroya til felagið við gildi frá 1. januar 2005. Grundgevingin fyri, at leggja virksemið í felagið afturvirkandi, er, at tað er greiðari roknskaparliga.

 

Í fíggjarlógini fyri 2004 vórðu 30 mió kr. settar av til innskot í sambandi við, at Postverk Føroya verður umskipað til alment partafelag. Tá P/F Postverk Føroya varð stovnað 29. desember 2004, vórðu 21,5 mió kr. settar í felagið sum kontant innskot.

 

Fyrivarni skal takast fyri, at talan er um mett tøl, tá ræður um ogn og skuld, av tí at roknskapurin fyri 2004 ikki er tøkur enn. Tølini verða dagførd, tá endalig roknskapartøl fyriliggja.
 

Ogn og rættindi

Sum lýst í hjálagda budgetti (skjal 2), er talan um hesar ognir pr. 1. januar 2005:

 

Slag av ognum                   

Støðisfæ:                                                                                             

Fastar ognir                                   60.000.000,- kr.                                                                                                            

Rakstrargøgn                                 12.750.000,- kr.                                                                                   

Ogn í umferð:                                                                                     

Tøkur peningur*                              4.305.980,- kr.                                                                                 

Áogn                                               6.750.000,- kr. 

Kontant innskot:                            21.500.000,- kr.                                                                                   

Ogn tilsamans:                          105.305.980,- kr.

 

* Fyrivarni skal takast fyri, at tøki peningurin stavar frá 30. november 2004 og ikki frá budgettinum (Skjal 2).

 

Skuld og skyldur

Sum lýst í hjálagda budgetti (skjal 2), er talan um hesa skuld pr. 1. januar 2005:

 

Slag av skuld                                

Langfreistað                                     3.560.000,- kr.

Stuttfreistað                                     5.500.000,- kr.

                                                                                                                                                                  

Skuld tilsamans:                            9.060.000,- kr.                                                                                   

Netto ogn                                     96.245.980,- kr.

 

Partafelagið yvirtekur skuld og skyldur hjá Postverki Føroya. Um so er, at felagið ikki lýkur treytirnar og fáa kravánararnir ikki fulnað fyri teirra krøvum, er landið ikki frítikið fyri sínar skyldur uttan so, at kravánarar góðtaka partafelagið sum nýggjan sáttmálapart (skuldara). Postverk Føroya søkir tí um loyvi frá kravánarum um, at partafelagið yvirtekur skuldina.

 

Neyðugt er, at fíggjarlig heimild fæst til at skjóta ognir og skuld, rættindi og skyldur hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya. Uppskot til játtanarlóg verður løgd fyri Løgtingið, so fíggjarlig heimild fæst fyri hesum.

 

Við heimild í Postvirksemislógini eru skyldur álagdar Postverki Føroya í konsessión. Hesar skyldur verða við umskipanini lagdar til partafelagið.

 

Í stk. 2 er ásett, at ognin á matr. nr. 56cd á Argjum – posthúsið, har Frímerkjadeildin og Girostovan húsast – verður ikki løgd til P/F Postverk Føroya.

 

Til § 2.

Hóast Postverk Føroya er ein almennur stovnur, ið avhendir fasta ogn, er hesin ikki undantikin tinglýsingargjaldinum. Tinglýsing er føroyskt sermál, og Løgtingið hevur tí heimild til, í serlóg sum hesari, at undantaka tinglýsingargjaldið, sum annars hevði verið ½% av tinglýsingarvirðinum. Er virðið á føstu ognunum 60 mió kr., verður talan um tinglýsingargjald upp á umleið 300.000 kr. P/F Postverk Føroya er soleiðis undantikið skylduni at rinda tinglýsingargjald fyri tinglýsing av ognarheimildunum fyri fastar ognir, sum verða lagdar til felagið sbrt. § 1.

 

Til § 3.

Partafelagið hevur skyldu til at lúka treytirnar fyri starvsfólkaviðurskifti í sambandi við umleggingina.

 

Partafelagið bjóðar teimum við eftirlønarrætti at verða starvsett í partafelagnum. Tilboðið er galdandi í 2 ár frá tí, at virksemið er umskipað.

 

Roknað verður við, at partafelagið og Føroya Postfelag taka upp samráðingar um gjøllari innihald í tilboðnum.

 

Í stk. 2 er ásett, at tey starvsfólk við eftirlønarrætti, sum velja ikki at taka av tilboðnum um at verða starvsett hjá partafelagnum, framhaldandi eru starvsett hjá landinum, men koma at gera tænastu í partafelagnum. Tey fáa løn útgoldna frá landinum, og eftirlønin er sbrt. løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í sambandi við yvirtøku, eins og tað framvegis er Fíggjarmálaráðið, sum samráðst við fakfelagið um sáttmálaviðurskifti o.a.

 

Vinnumálaráðið og partafelagið gera nærri avtalu um mannagongdir o.a. í sambandi við umsiting av hesum starvsfólkabólki.

 

Í stk. 3 er ásett, at starvsfólk við eftirlønarrætti, sum velja at verða starvsett í partafelagum, hava rætt til eftirløn sbrt. lógini frá 1976 og tænastumannaeftirlønarlógini, og hendan verður rindað av landinum. Um tey sjálvi ynskja tað, kunnu tey framhaldandi vinna eftirlønarár á tí lønarstigi, tey vóru á, tá tey fóru yvir til starvsetan í partafelagnum. Vísast skal á, at starvsfólk, sum hava serligan eftirlønarrætt, verða tryggjað somu setanarviðurskifti og lógarásettu eftirlønina við at varðveita starvsetanina hjá landinum. Starvsetan í partafelagnum er sjálvboðin og grundað á avtalu millum starvsfólkið og partafelagið. Grundgevingin fyri, at skyldan hjá landinum verður avmarkað til tað lønarstig, tey vóru á, tá flutt var til starvsetan í felagnum, er, at um eingin avmarking er, kann eftirlønarskyldan hjá landinum hækka ótálmað, um felagið flytur tey á hægri lønarstig, av tí at eftirlønin fylgir lønarstiginum. Hesa hækking av eftirlønarbyrðuni hevur landið onga ávirkan á, og verður tí mett, at landið eigur ikki at átaka sær hesa skyldu.

 

Í stk. 4 er ásett, at fyri tey, sum verða útlænt, rindar landið løn o.a. og eftirløn hjá teimum, sum hava eftirlønarrætt eftir lógini frá 1976.

 

Í stk. 5 er ásett, at partafelagið endurrindar allar útreiðslur, sum landið hevur til løn og annan kostnað fyri tey starvsfólk, ið eru útlænt til partafelagið. Harumframt rindar partafelagið leypandi eitt eftirlønargjald fyri eftirlønarrætt, sum verður vunnin eftir, at virksemið er lagt í partafelag. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2005 varð eitt gjaldsbýti gjørt um serligu lógarásettu eftirlønarskylduna, soleiðis at partafelagið rindar landinum tann part av útreiðslunum til eftirlønir svarandi til sáttmálaásetta eftirlønargjaldið. Eftirlønargjaldið, ið partafelagið rindar landinum, verður tað sama gjaldið, sum partafelagið rindar til eftirlønir til onnur starvsfólk í partafelagnum.

 

Eftir stk. 6 kann Fíggjarmálaráðið í nærri tilskilaðan mun heimila partafelagnum samráðingarrættin fyri tey útlæntu starvsfólkini. Tað kann verða neyðugt fyri at tryggja sakkunnleika til sáttmálaviðurskiftini, og fyri at tryggja eins sáttmálaviðurskifti fyri líknandi størv, uttan mun til um viðkomandi er útlæntur ella starvsettur í partafelagnum.

 

Í stk. 7 eru ásetingar fyri onnur starvsfólk enn tey við eftirlønarrætti. Somu setanarviðurskifti verða  galdandi fyri starvsfólkini frá tí degi, at lógin kemur í gildi, heruppií uppsagnarfreist. Hetta verður undir øllum umstøðum galdandi, meðan verandi sáttmáli er í gildi.

 

Til § 4.

Eftir uppskotinum fer Ll. nr. 17 frá 31.03.1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 úr gildi, samstundis sum nýggja lógin kemur í gildi.

 

Skjalatilfar

Skjal 1: Grannskoðaður roknskapur 2003

Skjal 2: P/F Postverk Føroya - Budget 2004-07

Skjal 3: Meting av bygningum og grundøkjum hjá Postverki Føroya

Skjal 4: Stovningarsamtykt fyri P/F Postverk Føroya.

Skjal 5: Viðtøkur fyri P/F Postverk Føroya.

Skjal 6: Konsessión hjá Postverki Føroya.

Skjal 7: Avtala millum Føroya Postfelag og Postverk Føroya í sambandi við umskipan til partafelag frá 16. desember 2004.

Skjal 8.1: Ummæli SAFARI Transport
Skjal 8.2: Ummæli Postverk Føroya
Skjal 8.3: Ummæli Vinnuhúsið
Skjal 8.4: Ummæli Fíggjarmálaráðið
Skjal 8.5: Ummæli SAFARI Transport
Skjal 8.6: Ummæli Posteftirlitið
Skjal 8.7: Føroya Postfelag

 

1. viðgerð 15. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. apríl og 9. og 10. mai 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri flutningsfeløgini, umboð fyri Føroya Postfelag og við landsstýrismannin í vinnumálum.

 

Frá vinnumálaráðnum hevur nevndin fingið telduskriv, dagfest 10. mai 2005, við avritið av roknskaparreglugerð hjá Postverki Føroya.

 

Frá fíggjarnevndini hevur nevndin fingið kunning um, at við støði í nýggjari ognarmeting frá Rasmussen og Weihe og endaligu roknskapartølunum hjá Postverki Føroya er postverkið í morgun komið til, at nettoognin er 93.458.041 kr. Við í hesum eru eisini tær 21,5 mió. kr., sum landið longu hevur sett í felagið. Tískil skulu 71.958.041 kr. skjótast inn í felagið, grundað á verandi uppskot.

 

Fíggjarnevndin hevur tó harumframt upplýst, at nevndin ætlar at hækka hesa upphædd við 8,5 mió. kr. Orsøkin til hetta er, at alt postvirksemi eftir umskipanina verður mvg-skyldugt, eisini tær tænastur, ið eru fevndar av postskylduni. Hetta fer at hava við sær eina meirútreiðslu fyri P/F Postverk Føroya upp á 3 mió. kr. Hækkingin við teimum 8,5 mió. kr. skal síggjast sum ein kompensasjón soleiðis, at postverkið hevur eitt tíðarskeið at tillaga seg øktu útreiðslunum.

 

Ætlanin hjá fíggjarnevndini er eisini, at upphæddin, ið verður skotin inn í partafelagið, skal býtast sundur í tvær upphæddir. Ein upphædd á 30 mió. kr., ið verður skotin inn sum lán, ið skal verða renta við 2,5 % yvir diskontuna, og ein restupphædd, ið verður innskotin sum vanligur ábyrgdarpeningur.

 

Ein samd vinnunevnd tekur undir við hesum ætlanunum hjá fíggjarnevndini.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) er harumframt samdur um at seta sum treyt fyri umleggingini, at P/F Postverk Føroya bindur seg til at hava verandi posthús opin til onnur haldgóð loysn er løgd fyri Løgtingið.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 3, sum verður soljóðandi:

"Stk. 3. Tað er ein treyt fyri heimildini í stk. 1, at P/F Postverk Føroya bindur seg til at hava verandi posthús opin til onnur haldgóð loysn er løgd fyri Løgtingið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, meirilutin tó við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 12. mai 2005. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til § 1 samtykt 22-2-3. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-3. Málið avgreitt.

Ll.nr. 76 frá 27.05.2005