65  Uppskot til  lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Nevndarskjřl
E. Álit
F. 2. viđgerđ (Einki orđaskifti)
G. 3. viđgerđ (Einki orđaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legđi Bárđur Nielsen, landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi  

Uppskot

 

til

 

lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um áseting av skatti

(ásetingarlógin)

 

§ 1

 

Í lřgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum m.a. broytt viđ lřgtingslóg nr. 37 frá 26. mars 2002 og seinast broytt viđ lřgtingslóg nr. 89 frá 20. desember 2004, verđur henda broyting gjřrd:

 

Í § 2, stk. 1 verđur aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

”Tá břrnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áđurnevndi barnafrádráttur í stađin veitast tí persóni, sum hevur břrnini búgvandi.”

 

§ 2

 

Henda lřgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjřrd.

 

 

Viđmerkingar til lógaruppskotiđ

 

Kap. 1: Almennar viđmerkingar

Viđ hesum lógaruppskoti skjýtur landsstýrismađurin í fíggjarmálum upp at broyta reglurnar um barnafrádrátt fyri at fáa burtur ta órćttvísi, sum er í lógini í dag.

 

Endamáliđ viđ lógaruppskotinum er at skapa heimild fyri, at barnafrádrátturin kann fylgja barninum og ikki bert foreldramyndugleikanum.

 

Eftir galdandi áseting er tađ ein treyt fyri at fáa barnafrádrátt, at persónurin hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum.

 

Búgva břrnini hjá einum persóni, sum ikki hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum, so kann hesin persónur ikki fáa barnafrádrátt.

 

Tá soleiđis er, at břrnini búgva t.d. hjá pápanum, og hann ikki hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum, kann pápin ikki fáa barnafrádrátt. Um tađ er mamman, sum hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum, kann hon fáa barnafrádrátt, hóast hon ikki hevur břrnini búgvandi.

 

Landsstýrismađurin í fíggjarmálum heldur, at tađ er rćttast, at barnafrádrátturin fylgir barninum. Tí verđur skotiđ upp at broyta reglurnar soleiđis, at tann persónur, sum hevur břrnini búgvandi hjá sćr, hevur mřguleika at fáa barnafrádráttin, sjálvt um hann ikki hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum.

 

Býr barniđ skiftandi hjá báđum foreldrum, verđur frádrátturin ikki býttur millum foreldrini. Í slíkum fřrum kemur undantaksreglan ikki í gildi, og barnafrádrátturin verđur tá verandi hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Mett verđur, at frádrátturin ikki skal býtast millum foreldrini í slíkum fřrum, av tí at vandi kann vera fyri, at foreldrini kunnu hugsa um onnur viđurskifti enn třrvin hjá barninum at búgva hjá báđum foreldrum. Á henda hátt verđur mett, at třrvurin hjá barninum á besta hátt verđur nřktađur. Undantaksreglan verđur sostatt bert galdandi, tá barniđ ikki býr hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan.

 

Lógaruppskotiđ hevur veriđ til hoyringar hjá Almanna- og heilsumálaráđnum. Almanna- og heilsumálaráđiđ metir ikki, at fosturforeldur eiga at hava rćtt til barnafrádrátt í teimum fřrum, tá talan er um eitt barnaverndarmál, og eitt barn er sett heiman, t.d. í fostur í styttri ella longri tíđarskeiđ. Hetta er grundađ á, at fosturfamiljur fáa samsýning fyri at hava barniđ búgvandi.

 

Landsstýrismađurin í fíggjarmálum metir, at řll, sum hava břrn búgvandi, eiga at vera líka fyri skattalóggávuni.

 

Talan er um ein skattafrádrátt pr. barn um áriđ, sum er kr. 5.500 í landsskattinum. Harafturat kemur so frádrátturin í kommunuskattinum, sum ikki er eins í řllum kommunum. Tađ eru lutfalsliga fá břrn, sum ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, og enn fćrri břrn, sum búgva hjá fosturforeldrum, sum fáa samsýning fyri at hava břrnini búgvandi. Almanna- og heilsumálaráđiđ upplýsir, at í 2004 hava 64 familjur havt 74 břrn í fostur. Í alt eru uml. 14.000 břrn, sum persónar fáa barnafrádrátt fyri, í Fřroyum.

 

Landsstýrismađurin í fíggjarmálum metir, at tađ í mun til střddina á frádráttinum verđur ov stór umsiting av at skula skilja ímillum, um og nćr persónar fáa samsýning fyri at hava břrnini búgvandi. Tí mćlir landsstýrismađurin til at gera hesa lógarbroyting, soleiđis at řll, sum hava břrn búgvandi, hava mřguleika fyri at fáa barnafrádrátt.

 

Kap. 2: Avleiđingar av uppskotinum

Mett verđur ikki, at lógaruppskotiđ hevur fíggjarligar avleiđingar fyri land og kommunur. Í ávísum fřrum verđur barnafrádrátturin fluttur frá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan, til tann persón, sum hevur břrnini búgvandi. Tí kann uppskotiđ hava fíggjarligar avleiđingar viđ sćr fyri ávísar samfelagsbólkar.

 

Mett verđur, at lógaruppskotiđ fćr ávísar fyrisitingarligar avleiđingar fyri Toll- og Skattstovu Fřroya. Í teimum fřrum, tá upplýsingarnar frá fólkayvirlitinum um, hvar břrnini búgva, ikki samsvara upplýsingum frá borgarum, er neyđugt at gera eina málsviđgerđ fyri at finna út av, hvar barniđ býr, og nćr barniđ flutti bústađ.

 

Mett verđur, ikki, at lógaruppskotiđ hevur avleiđingar fyri umhvřrviđ.

 

Mett verđur at lógaruppskotiđ fćr sosialar avleiđingar fyri ávísar samfelagsbólkar, tá barnafrádrátturin í ávísum fřrum verđur fluttur frá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan, til tann persón, sum hevur břrnini búgvandi.

 

Mett verđur ikki, at lógaruppskotiđ fćr avleiđingar í mun til altjóđa avtalur og reglur.

 

 

 

 

Fyri landiđ/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/řki í

landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiđingar

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Ja

 

Nei

Fyrisitingarligar

avleiđingar

 

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Umhvřrvisligar

avleiđingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiđingar í mun til altjóđa avtalur og reglur

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiđingar

 

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

 

 

 

 

Kap. 3: Serligar viđmerkingar

 

Til § 1

Viđ hesi lógarbroyting verđur skotiđ upp at veita heimild fyri, at persónur, sum hevur břrn búgvandi hjá sćr, kann fáa barnafrádrátt, sjálvt um hann ikki hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum.

 

Í teimum fřrum, tá barnafrádrátturin eftir hesum reglum verđur veittur řđrum persóni enn tí, sum hevur foreldramyndugleikan, kann hesin seinni ikki samstundis fáa barnafrádrátt. Barnafrádrátturin verđur fluttur frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, til tann, sum hevur břrnini búgvandi, og kemur soleiđis at fylgja barninum.

 

Undantaksreglan kemur bert í gildi, tá břrnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan. Soleiđis verđur ikki talan um at býta frádráttin millum tveir persónar í teimum fřrum, tá barniđ býr skiftandi hjá einum persóni, sum hevur foreldramyndugleikan, og hjá einum persóni, sum ikki hevur foreldramyndugleikan yvir barninum. Tá verđur barnafrádrátturin verandi hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.

 

Ein persónur, sum eftir hesi lógarbroyting kann fáa barnafrádrátt, hóast viđkomandi ikki hevur foreldramyndugleikan yvir břrnunum, skal umframt at hava břrnini búgvandi, eisini lúka tćr treytir, sum annars verđa settar fyri barnafrádrátt í § 2 í ásetingarlógini. Hesar treytir eru, at persónurin hevur fulla skattskyldu til Fřroyar, og at viđkomandi hevur fast tilhald í Fřroyum.

 

Toll- og Skattstova Fřroya hevur beinleiđis atgongd til at síggja, hvar břrnini eru skrásett at búgva í fólkayvirlitinum. Í teimum fřrum, tá upplýsingarnar frá fólkayvirlitinum ikki samsvara upplýsingum frá borgarum, er neyđugt at gera eina málsviđgerđ fyri at finna út av, hvar břrnini búgva, og nćr břrnini hava flutt bústađ. Vanliga er ikki ringt at stađfesta, nćr břrn hava flutt bústađ. Hesar upplýsingar kunnu t.d. fáast frá teimum, sum břrnini flyta frá og frá teimum, sum břrnini flyta til. Eisini ber til at spyrja břrnini og onnur kring břrnini ella familjurnar.

 

Til § 2

Skotiđ verđur upp, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd.

 

1. viđgerđ 17. mars 2005. Máliđ beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legđi fram soljóđandi

 

Álit 

 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viđgerđ 17. mars 2005 er tađ beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundum tann tann 7. og 13. apríl 2005.

 

Nevndin er samd í uppskotinum, at í fleiri fřrum er rćttast, at T&S hevur eina heimild at kunna flyta barnafrádráttin frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, til tann, sum tekur sćr av barninum. Men í summum fřrum kan hetta fáa óhepnar avleiđingar fyri barniđ – tí má landsstýrismađurin hava heimild at áseta nćrri reglur.

 

Nevndin metir, at í řllum fřrum har, sum tađ almenna tekur yvir forsyrgjaraskylduna, eigur tann, sum hevur foreldramyndugleikan, ikki at fáa barnafrádrátt.

 

Samsvarndi hesum setir nevndin fram soljóđandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

§ 1 verđur orđađ soleiđis: 

§ 1

 

Í lřgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt viđ lřgtingslóg nr. 89 frá 20. desember 2004, verđur henda broyting gjřrd:

 

Í § 2, stk. 1 verđur aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

”Tá břrnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áđurnevndi barnafrádráttur í stađin veitast tí persóni, sum hevur břrnini búgvandi.Tó fellur barnafrádrátturin burtur, tá barnaverdarnevnd hevur yvirtikiđ umsorgan av břrnunum. Landsstýrismađurin kan í kunngerđ áseta reglur um, m.a. mannagongdir og treytir fyri tey, sum sřkja um barnafrádrátt, og hvussu frábođanarskyldan skal verđa millum almennar myndugleikar, serliga í mun til flytan av barnafrádrátti frá einum persóni til annan.”

 

Pkt. 2 verđur hereftir pkt. 6. 

 

Viđmerkingar:

Mett verđur, at heimild má vera at flyta barnafrádráttin, um barniđ býr hjá řđrum. Barnafrádrátturin eigur at falla burtur, tá tađ almenna átekur sćr umsorganarskylduna og harviđ eisini útreiđslurnar v.m., samsýning til fosturforeldur, tvs. at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, eigur ikki framhaldandi at fáa barnafrádrátt. Landsstýrismađurin má í kunngerđ áseta nćrri reglur um, hvussu hetta skal skipast. Eisini kan landsstýrismađurin í kunngerđ seta reglur, iđ tryggja, at mřguleikin at flyta barnafrádráttin ikki verđur barninum at skađa.

 

 

2. viđgerđ 28. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotiđ soleiđis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotiđ fer soleiđis samtykt til 3. viđgerđ.

 

3. viđgerđ 4. mai 2005. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ, endaliga samtykt 24-0-0. Máliđ avgreitt.

 

 Ll.nr. 66 frá 17.05.2005