62  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, verður aldursmarkið í §§ 5, stk. 2, 10, stk. 3, 15, stk. 5 og 17, stk. 1 og 3 hækkað úr "18" til “ 21” ár.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Við hesum uppskotinum verður lágaldurin fyri at útvega sær rúsdrekka og at hava atgongd til støð, har útskeinking er loyvd, hækkaður frá 18 árum til 21 ár.

 

Tað er ein sannroynd, at børn yngri enn 18 ár hava ov góðar møguleikar at fáa hendur á rúsdrekka. Børn undir 18 ár smæðast ikki at vátta, at tey á støðum, har útskeinking er loyvd, hava møguleika til at útvega sær rúsdrekka. Hesum er sjón fyri søgn serliga, tá summarstevnur kring landið eru, og tá størri konsertir verða fyriskipaðar. Ikki er óvanligt at síggja børn heilt niður í 12-ára aldur sterrkt ávirkað av rúsdrekka. Hesin veruleiki er ein samfelagstrupulleiki, sum politiski myndugleikin ikki kann lata eyguni aftur fyri. Ásannast má, at løgreglan einsamøll ikki hevur fulla orku til eftiransandi uppgávuna, hóast teirra arbeiði ikki liggur eftir.

 

Sambært §10, stk. 3 hava persónar undir 18 ár ikki atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking eftir hesum stk., ta tíð av degnum, skeinking er loyvd. Hendan reglan tykist ikki at verða vird til fulnar, og tí vil hetta uppskotið skapa størri virðing fyri hesi reglu. Tað er sera stórur munur á, hvussu búnir tannáringar eru í árunum 15-19 ár, og tí eru tey, sum hava ábyrgd av útskeinkingar-støðum mangan ikki í iva um, at ein persónur lýkur ásetingarnar um aldursmark. Og tá ivi stingur seg upp, kann eisini í dagliga lívinum vera trupult at krevja samleikaprógv.

 

Við at hækka lágaldurin til 21 ár, meta uppskotsstillararnir, at tað í ávísan mun verður truplari hjá børnum at fáa fatur á rúsdrekka. Lógin einsamøll kemur ongantíð at fyribyrgja hesum heilt, men uppskotssetararnir meta, at hendan lógarbroytingin tó kemur at ávirka almenna hugburðin um skaðiligu árinini av rúsdrekka.

 

§1 í Rúsdrekkalógini sigur: Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.

 

Endamálsorðingin er fyribyrgjandi, og tí er hetta broytingaruppskotið í trá við endamálið í lógini. Sambært hagtølum frá Rúsdrekkasølu landsins er endamálið í lógini ikki rokkið. Í 1993, sum er fyrsta árið, nýggja lógin virkaði alt árið, var miðalnýtslan av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva 15 ár og eldri 6,3 litrar og í 2003 var hon 6,9 litrar. Øll árini er ein lítil øking farin fram undantikið í 2003, tá ein lítil minking var í nýtsluni. Sí annars hjáløgdu hagtøl, sum eru tikin niður frá heimasíðuni hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

 

Nýggjar kanningar vísa, at rúsdrekka skaðar heilsuna, sjálvt tá tað verður nýtt í heilt smáum nøgdum, og sum heild er ongin ivi millum sakkøn um, at rúsdrekka er heilsuskaðiligt.

 

Sosialu avleiðingarnar av rúsdrekkamisnýtslu eru framhaldandi ein av størstu samfelagstrupul-leikum okkara, tí er alneyðugt at styrkja fyribyrgjandi partin. Við hesi lógarbroyting kann væntast, at færri rúsdrekkatrupulleikar verða í framtíðini, tí tá ein persónur er vorðin 21 ár, er hann vorðin so mikið meira búgvin og hevur so mikið meira tamarhald á sær sjálvum. Um land okkara kundi komið í ta støðu, at vit ongar alkoholikarar høvdu undir 21 ára aldur, vóru vit komin væl áleiðis.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lágaldurin fyri innflutning, keyp og útskeinkjan av rúsdrekka og fyri at fáa atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking verður við hesi broyting hækkaður frá 18 til 21 ár.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

Skjal 1: Talvur viðvíkjandi rúsdrekkanýtslu

1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 7. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri løgregluna.

 

Frá løgregluni fekk nevndin avrit av skrivi frá fútanum til Vinnumálaráðið, dagfest 10. februar 2003, m.a. viðvíkjandi lýsingarforboðnum í § 19 í rúsdrekkalógini. Í skrivinum verður spurningurin um tørvin á ávísum broytingum í rúsdrekkalógini reistur. Hetta er í sambandi við, at eitt dansistað í havnini varð fríkent fyri brot á lýsingarforboðið, hóast teir høvdu lýst við hálvum prísi á ávísum vørum. Sum dømi verður nevnt, at man kundi umhugsa at givið foboðnum móti rúsdrekkalýsingum eina breiðari orðing og so givið landsstýrismanninum heimild at áseta nærri reglur í kunngerð. Eitt forboð fyri at geva tilboð um avsláttur í sambandi við sølu av rúsdrekka verður eisini nevnt sum ein møguleiki.

 

Nevndin er samd við løgregluni í, at broytingar í rúsdrekkalógini høvdu havt størri fyribyrgjandi ávirkan, um tær høvdu við lýsingarforboðið í § 19 at gera, heldur enn at hækka aldursmarkið, sum skotið er upp.

 

Tað er rætt, at tað er ein trupulleiki við ungum fólkum, ið drekka ov nógv, men nevndin heldur, tað vera sera ivasamt, um hesin trupulleikin verður loystur við at hækka aldursmarkið til 21 ár. Her er tað ein størri trupulleiki, at skeinkistøðini fáa loyvi at lýsa við happyhour, har man kann keypa tað dupulta fyri sama prís. Hetta er sera óheppið, tí tað eru tey ungu, sum hava minst pening, sum verða lokkað út í býin at drekka tíðliga á kvøldi.

 

Harumframt frættist, at børn heilt niður í 12 ára aldur ganga full um kvøldarnar. Her mugu tað vera trupulleikar í heiminum, ið er orsøkin, og verður hetta ikki loyst við at seta aldursmarkið úr 18 í 21 ár.

 

Tað er sostatt ein spurningur, um man ikki bara økir um administrativu byrðuna við at hækka aldursmarkið, uttan at loysa veruligu trupulleikarnar. Løgreglan vísir á, at tað hevur verið trupult at halda endamálsorðingina í rúsdrekkalógini, men at hetta í ein ávísan mun verður lættari, nú  løgreglan skal vera við í fyribyrgingini aftur. Spurningurin er sostatt, um man ikki heldur átti at brúkt meira orku upp á fyribyrging, bæði hvat viðvíkur rúsdrekka og øðrum rúsevnum. Løgreglan upplýsir, at teir leggja nógva orku í rannsakan í sambandi við rúsevni. Saman við tolleftirlitinum ber á hendan hátt til at halda mongdina av slíkum rúsevnum niðri, men burtur fæst tað ikki.

 

Samanumtikið heldur vinnunevndin sostatt, at tá til stykkis kemur, má vera betri í størri mun at vekja ábyrgd hjá fólki, heldur enn at seta tey undir eftirlit.

 

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. Uppskot frá Bill Justinussen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 3-0-22. §§ 1 og 2 fullu 4-0-22. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.