58  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om finansiel virksomhed"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  ”lov om finansiel virksomhed”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um “lov om finansiel virksomhed”.

 

Viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið, at fáa dagført ta fíggjarligu lóggávuna.

 

Fyriskipanin setir í gildi ta donsku “lov om finansiel virksomhed” í Føroyum. Endamálið við lógini er at dagføra tað føroyska lógargrundarlagið fyri ávís sparivirkir, peningastovnar, og virðisbrævameklarafeløg soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark. Harafturat verður við hesari lóg, sum nakað nýtt, møguleiki fyri at stovna íløgufyrisitingarfeløg (investerings­forvaltnings­selskaber) og e-peningavirkir (útgevarar av elektroniskum pengum) í Føroyum.

 

Lógin harmoniserar og samlar ta fíggjarligu lóggávuna í eina lóg (tó ikki realkreditt og tryggingarøkið, sum eru føroysk sermál). Fyri at gera reglurnar greiðari og meiri samanberiligar, er bygnaðurin í lógini broyttur í mun til ta galdandi økislóggávuna. Somuleiðis er ein harmonisering farin fram av málburði og ymsum reglum, sum eru í galdandi økislóggávu.

 

Fyriskipanin kemur at seta úr gildi hesar fyriskipanir og lógir:

 

Innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti

Føroyskir myndugleikar hava í langa tíð haft ynski um at fáa innlit frá Fíggjareftirlitinum í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti á jøvnum føti við danskar myndugleikar. Semja er nú fingin við danskar myndugleikar um hendan spurning.

 

Semjan ber í sær, at danska “lov om finansiel virksomhed” verður broytt soleiðis, at tað beinleiðis verður ásett í lógini, at trúnaðarupplýsingar kunnu latast til “den færøske landsstyremand for finansanliggender som led i ansvaret for den økonomiske stabilitet på Færøerne og til brug for krisehåndtering af finansielle virksomheder på Færøerne”.

 

Orsakað av, at ásetingin krevur eina broyting í donsku lógini, skal hon fyrst samtykkjast í Fólkatinginum sum ein lógarbroyting. Uppskot til hesa broyting kann ikki leggjast fyri Fólkatingi fyrr enn í oktober mánaði, og tí er hon ikki komin við í hettar ríkislógartilmæli. Ætlanin er, at leggja eitt nýtt ríkislógartilmæli viðvíkjandi ásetingini fyri Løgtingið, so skjótt broytingin er samtykt á Fólkatingi.

 

Loyvi, einkarrættur og virkisøki

Lógin setur á stovn eina loyvisskipan fyri allar fíggjarstovnar. Skipanin førir við sær, at tað í størri mun verður fokuserða á, at eins viðurskifti verða viðgjørd eins. Loyvisskipanin er soleiðis samansett, at um ein fíggjarstovnur hevur ætlanir um at fara í gongd við eitt annað slag av virksemi, sum krevur loyvi, skal fíggjarstovnurin hava loyvi til at útinna hettar virksemi. Á hendan hátt verður meiri samband millum tey krøv, ið verða sett til ymisk sløg av virksemi, og tey loyvi, sum fíggjarstovnurin hevur. Tað eru tó ikki øll sløg av virksemi, sum kunnu útinnast í somu løgfrøðiligu eind.

 

Bygnaðurin og skipanin av lógini eru nýggj, men loyvisásetingarnar føra víðari og nágreina í stóran mun galdandi ásetingar í eftirlitslóggávuni.

 

Krøvini til partapening fyri at kunna stovna ein nýggjan peningastovn verða økt frá 5 mió. evrum til 8 mió. evrur.

 

Góður siður

Fíggjareftirlitið kann sambært lógini áseta nærri reglur og leiðreglur um góðan handilssið og góða siðvenju innan virkisøki.

 

Leiðsla og spekulasjón

Reglurnar um forboð móti spekulasjón fyri limir í leiðsluni verða við hesi lógini harmoniseraðar og innihaldsliga gjørdar einfaldari. Til dømis verður tað í størri mun lagt til leiðsluna í teimum einstøku fyritøkunum at tryggja, at reglurnar verða hildnar. Somuleiðis er persónsskarin, sum verður raktur av forboðnum, broyttur soleiðis, at hann verður meira fleksibul og samsvarar veruligu viðurskiftunum. T.v.s. at reglurnar í størri mun bert koma at raka teir persónar, har vandi er fyri samanblanding av egnum áhugamálum og áhugamálunum hjá fíggjarstovninum.

 

Reglurnar um at geva víðari upplýsingar

Lógin hevur ásetingar, ið skulu tryggja, at viðskiftafólk í trúnaði kunnu lata upplýsingar til fíggjarstovnarnar, og at fíggjarstovnarnir ikki geva víðari upplýsingar um viðskiftafólk uttan samtykki, uttan í heilt serligum førum. Eisini eru ásetingar um, at viðskiftafólk eru nóg væl upplýst, tá tey geva samtykki til, at upplýsingar um tey verða givnar víðari, umframt at viðskiftafólk ikki verða útsett fyri óynsktari marknaðarføring og ráðgeving.

 

Solvens

Lógin harmoniserar hugtøkini fyri kapital, og hvussu solvenskravið skal roknast út. Hettar er ein liður í ynskinum um, at eins viðurskiftir skulu viðgerast eins.

 

 

Gjaldføri

Lógin hevur ásetingar, ið skulu tryggja, at fíggjarstovnar seta pengar teirra trygt, og eisini hava eitt nøktandi gjaldføri. Talan er í stóran mun um at føra víðari galdandi reglur.

 

Reglur um samtøk (koncerner)

Verandi reglur um samtøk eru samanskrivaðar í lógini, og er skipanin av reglunum broytt í mun til galdandi reglur.

 

Roknskaparreglur

Lógin hevur felags yvirskipaðar roknskaparreglur fyri allar fíggjarstovnar. Hesar reglur skulu tryggja eitt einsháttað støði fyri tær roknskaparásetingar, sum skulu vera galdandi fyri tey ymisku sløgini av fyritøkum í fíggjargeiranum. Eisini skulu hesar reglur tryggja støði fyri í framhaldandi tillagingini til ta altjóða menningina á roknskaparøkinum.

 

Sparivirkir og útgevarar av elektroniskum pengum

Lógin hevur serligar kapitlar fyri sparivirkir og útgevarar av elektroniskum pengum. Í kapitlunum verður víst til, hvørjar aðrar ásetingar í lógini eisini eru galdandi fyri hesar fyritøkur. Kapittulin um sparivirkir er ein nútímansgerð av tí í Føroyum galdandi lógini um ávís spari- og útlánsvirkir.

 

Eftirlitsreglur

Við hesari lógini fær Fíggjareftirlitið møguleika fyri at krevja neyðug tiltøk sett í verk. Fíggjareftirlitið kann koma uppí, um áhugamálini hjá innsetarum, virðisbrævaeigarum ella øðrum íleggjarum eru í vanda, og um vandi er fyri, at fyritøkan fer at missa sítt loyvi.

 

Harafturat fær Fíggjareftirlitið heimild til, undir ávísum nærri ásettum treytum, at áleggja einum fíggjarstovni at koyra ein lim í stjórnini í fíggjarstovninum úr starvi, um viðkomandi ikki megnar uppgávuna ella yrkið.

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillagað, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Sambært nýggju lógini er ikki longur loyvt at stovna nýggjar samvinnukassar (andelskasser). Av tí at eingin samvinnukassi er í Føroyum, eru allar reglur viðvíkjandi samvinnukassum tiknar úr lógini.

 

Realkreditt og tryggingarøkið eru yvirtikin sum føroysk sermál, og tí eru allar reglur og ásetingar viðvíkjandi realkreditt- og tryggingarvirksemi tiknar úr lógini.

 

Við § 376, stk. 1, nr. 3 í uppskotinum verða konglig fyriskipan nr. 75. frá 6. februar 2001 og konglig fyriskipan nr. 1215 frá 19. desember 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om fondsmæglerselskaber settar úr gildi. Orsøkin, til at tvær kongligar fyriskipanir skulu setast úr gildi, er, at fyriskipan nr. 1215 frá 19. desember 2002 er kunngjørd í Danmark, men ikki í Føroyum og tí er fyriskipan nr. 75 frá 6. februar 2001 framvegis í gildi í Føroyum.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna. Fyri fíggjarstovnarnar kunnu væntast ávísar fyrisitingarligar avleiðingar m.a. orsakað av, at teir nú sjálvir skulu áseta solvenstørvin.

 

Altjóða- og ES-reglur

Danska lóggávan á fíggjarøkinum er í stóran mun eitt úrslit av, at settar eru í gildi ES-reglur. ES-reglurnar eru aftur í stóran mun eitt úrslit av altjóða samráðingum, har flest øll framkomin lond eru komin ásamt um, hvussu fíggjarøkið verður skipað á skilabesta hátt fyri at tryggja støðufesti og fyribyrgja fíggjarligum kreppum.

 

At neyðugt hevur verið at gera millumtjóða avtalur á fíggjarøkinum kemst av tí framhaldandi altjóðagerð, sum fer fram í fíggjarheiminum, m.a. at fleiri og fleiri fíggjarstovnar ganga saman í altjóða samtøk.

 

Í lógini verður í fleiri førum víst til ES-fyriskipanir. Hettar eru altjóða reglur, sum eitthvørt land, sum ynskir ein framkomnan og tíðarhóskandi fíggjargeira, má fylgja.

 

Hoyring

Í sambandi við at arbeiði við at seta lov om finansiel virksomhed í gildi í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir í stóran mun longu fylgdu teimum donsku lógunum á økinum, og at teir tí kundu taka undir við, at lov om finansiel virksomhed verður sett í gildi fyri Føroyar.

 

Í sambandi við sjálvt arbeiðið at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og umboð fyri føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum til hoyringar tann 1. februar 2005, og av tí at stovnarnir høvdu verið kunnaðir, so hvørt arbeiði var gjørt, fingu teir svarfreist til tann 7. februar 2005. Henda freist helt Felagið Peningastovnar var ov stutt, og var svarfreistin tí longd til tann 18. februar 2005.

 

Tann 10. februar 2005 varð skipa fyri einum kunnandi fundi, har evnið var “lov om finansiel virksomhed”, og hvørjar avleiðingar tað fór at hava at seta hana í gildi fyri Føroyar. Á fundinum, har umboð frá øllum føroysku fíggingarstovnunum, umboð frá yrkisgreinafelagnum Lokale Pengeinstitutter og umboð frá Fíggjarmálaráðnum luttóku, fingu allir partar høvi til at greiða frá síni støðu og til at seta hvør øðrum spurningar.

 

Hoyringssvarið frá Felagnum Peningastovnar kom tann 18. februar 2005, og í svarinum verður ført fram, at “tað er fatan peningastovnana, at “lov om finansiel virksomhed” og tær kunngerðir, ið fíggjareftirlitið hevur sett í verk eftir nýggju lógini, hava við sær grundleggjandi broytingar í umstøðunum hjá peningastovnunum í Føroyum, og seta stór krøv til peningastovnarnar.

 

Serliga verður hildið, at tær nýggju roknskaparreglurnar koma at seta stór krøv til KT-skipanir peningastovnana, og mett verður at tað tilfeingið, ið má setast av til tær neyðugu broytingarnar hesum viðvíkjandi, kemur at verða stórt, og at helst verður talan um fleiri ársverk. Neyðugt er tí, at peningastovnarnir og Elektron fáa neyðugu tíðina til at tillaga seg stóru broytingunum.

 

Eisini leggur Felagið Peningastovnar dent á, at “lov om finansiel virksomhed” í Føroyum bert kemur at verða galdandi fyri peningastovnar og ikki fyri skaða- og lívstryggingarfeløg. Hetta, metir Felagið Peningastovnar, kann koma at virka kappingaravlagandi, og tí verður mælt til at føroyska tryggingarlóggávan verður broytt, so hon kemur at samsvara “lov om finansiel virksomhed”.

 

Samanumtikið siga føroysku peningastovnarnir, at teir eru samsintir í, at tað er neyðugt, at lógarverkið fyri peningakervið verður dagført so mikið sum møguligt, men mæla teir til, at landsstýrið støðgar á og bíðar við at seta “lov om finansielle virksomheder” í verk, til omanfyri nevndu spurningar eru avgreiddir.

 

Fíggjarmálaráðið hevur umrøtt hoyringssvarið frá Felagnum Peningastovnar við danska Fíggjareftirlitið, og halda teir, at føroysku peningastovnarnir við atliti til teirra altjóða samskifti sjálvir eiga at hava áhuga í, at frávik ikki eru í føroysku reglunum. Hetta tí at talan er um at seta í verk m.a. altjóða roknskaparreglur.

 

Víðari sigur Fíggjareftirlitið, at teir smærru donsku peningastovnarnir ikki vóru ímóti at vera fevndir av teimum nýggju reglunum. Tvørturímóti løgdu teir dent á, at teir ynsktu at verða fevndir av hesum reglum, óivað orsaka av kappingarávum. Hartil kemur, at teir donsku peningastovnarnir hava havt nógv styttri tíð at seta seg inn í reglurnar, sum fingu virkna í Danmark frá 1. januar 2005, meðan tær eftir ætlan fáa gildið fyri Føroyar tann 1. januar 2006.

 

Sum sæst av svarinum frá danska Fíggjareftirlitinum, fáa føroysku peningastovnarnir eitt heilt ár meiri enn donsku peningastovnarnir til at seta seg inn í og fyrireika seg til nýggju roknskaparreglurnar, og samstundis kunnu teir brúka tær royndirnar, ið danskir peningastovnar og grannskoðarar longu hava fingið við reglunum.

 

Viðvíkjandi lóggávuni á tryggingarøkinum er Fíggjarmálaráðið samt við Felagið Peningastovnar í, at tað ikki er heppið, um “lov om finansielle virksomheder” fer at avlaga kappingina millum peningastovnarnar og tryggingarfeløgini. Tí hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at skipa so fyri, at tryggingarlóggávan verður dagførd.

 

Samanumtikið metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sostatt ikki, at neyðugt er at bíða við at seta “lov om finansiel virksomhed” í gildi fyri Føroyar. 

 

 

Fylgiskjøl

Skjal  1   :  Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed.

Skjal 2a  :  Uppskot (L 176) til “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 2b  :  Uppskot (L 11) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 2c  :  Uppskot (L 144) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 2d  :  Uppskot (L 214) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 2e  :  Uppskot (L 64) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 2f   :  Uppskot (L 13) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

 

 

1. viðgerð 15. mars 2005. Løgtingsmálini nr. 58 og 56/2004 vórðu vigjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann   17. og  31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, og  við Felagið Peningastovnar.

 

Landsstýrið hevur við hesum lógarpakka ynskt at seta somu lóggávu, sum galdandi er í Danmark (og Europa),  í verk. Nevndin metir, at landsstýrið frameftir eigur at seta tær lógabroytingar, sum koma, í verk beinanvegin, soleiðis at lógirnar á fíggjarøkinum verða dagførdar so hvørt.

 

I Danmark  er hendan lóggáva galdandi fyri alt fíggjarvirksemi, tvs. eisini galdandi fyri trygginga-virksemi og realkredittvirksemi. Í Føroyum er tryggingavirksemi eitt yvirtikið málsøki, og tað ber tí ikki til at lóggeva á  hesum øki við ríkislógum. Nevndin metir, at sama lóggáva má vera galdandi fyri alt fíggjarøkið -  eisini her í Føroyum.

 

Nevndin tekur sum givið, at Vinnumálaráðið leggur fyri Løgtingið eina samsvarandi lóggávu fyri tryggingarvirksemi fyrst í komandi tingsetu, soleiðis at samsvarandi lóggáva verður galdandi samstundis fyri alt fíggjarøkið.

 

Lógin er ein rammulóg, og nógvar kunngerðir skula setast í verk í hesum sambandi – fíggjarnevndin væntar, at hesar verða settar í verk í tøttum samstarvi við avvarðandi partar, og at hetta ikki hendir skjótari enn, at neyðuga edv-menningin kan fylgja við.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.