51  Uppskot til  løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 1. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at tunnil við tilhoyrandi vegasambandi verður gjørdur millum Øravík og Hov. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 150 mió kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er í fyrsta lagi at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn verkætlanin verður framd. Eisini er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari verklagslóg, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum eisini hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum. Leggjast kann afturat, at fíggjarnevndin í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 hevur skrivað, at verklagslógir eiga at verða gjørdar fyri allar verkætlanir, har samlaði kostnaðurin er meira enn 3 mió kr.

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at skipa so fyri, at tunnil við tilhoyrandi vegasambandi verður gjørdur millum Øravík og Hov, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi vera 150 mió kr. tilsamans. Um samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin sambært játtanarskipanini gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin. Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at sáttmálakostnaðurin verður so høgur, at samlaðu byggiútreiðslurnar væntandi verða hægri enn ásett í verklagslógini, verður neyðugt at broyta lógina, áðrenn landið bindur seg í sáttmálum við privatar arbeiðstakarar.

Ein samtykt verklagslóg er tó eingin trygd fyri, at kostnaðurin ikki verður hægri enn ásett í lógartekstinum, um tað, eftir at sáttmáli er undirskrivaður, t.d. vísir seg, at umstøðurnar eru øðrvísi í mun til fortreytirnar fyri sáttmálunum. Víst verður í hesum sambandi til almennu viðmerkingarnar til uppskotið til verklagslóg at gera samferðsluhavn á Syðradali (ll. nr. 15 frá 20. februar 2003).

 

2.      Gongdin í málinum

Í seinnu helvt av 90’unum vórðu jarðfrøðiligar kanningar gjørdar í økinum, herundir royndarboringar og seismiskar kanningar, og frægasta jarðfrøðiliga farleiðin varð funnin til tunnilsgerð.

 

Í 2001-2002 vórðu tunnil og vegateinar báðumegin við projekteraðir, og var ætlanin at gera inntøkini í 2002, men hetta varð av ongum. Áðrenn gongd kom á arbeiðið í 2003, var tankin um eina nýggja linjuføring væl lægri í lendinum í einum jarðfrøðiliga truplum øki komin fram, men av tí at henda linjuføring samfelagsliga og ferðslutekniskt liggur betri, og at tøknin er nógv ment, varð avgjørt at kanna nýggju linjuføringina í samstarvi við geologar og aðrar ráðgevar.

 

Neyðugar forkanningar og metingar vórðu gjørdar í nýggja økinum í 2004, og valið fall á nýggju linjuføringina. Projekteringin er farin fram í endanum av 2004 og byrjanini av 2005.

 

3.      Um verkætlanina

Samlaða verkætlanin er tilsamans 4.677 metrar til longdar, harav 2.437 metrar av tunnli og 2.240 metrar av vegi. Øravíkarmegin er talan um dagføring og nýgerð av 1.790 metrum av vegi, frá norðan fyri Øravík til Tjaldarvíksbrekkur, har tunnilin byrjar.

 

Tunnilin hevur Øravíkarmegin innslag í Tjaldarvíksbrekkum og Hovsmegin undir hamarinum við Torvsheygg, t.e. um 200 metrar í ein útnyrðing, har landsvegurin fer um Hovsá.

 

Tunnilin er ein sokallaður T 9,5 tunnil, sum er ein 9,5 m breiður tunnil (í neðra), við 7 m vegabreyt. Atkomuvegirnir eru 7 m breiðir við 1,25 m breiðari vegøksl á hvørjari síðu. Hovsmegin kemur vegurin í verandi landsveg umleið 450 metrar frá munnanum.

 

Tað kann koma fyri, at smærri frávik verða gjørd í mun til verkætlanina, um tað verður mett skilagott.

 

4.      Tíðarætlan

Forprojektið er liðugt, og eftir ætlan verður útbjóðingartilfarið liðugt medio apríl 2005.

 

Annars er tíðarætlanin henda:

 

Medio mars 2005:                Prekvalifikatión

Ultimo mai 2005:                  Lisitatión

Ultimo juni 2005:                  Arbeiðstakarasáttmáli

Primo juli 2005:                    Arbeiðsbyrjan

Primo sept. 2005:                 Tunnilsarbeiðið byrjar

 

5.      Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er gjørt í samstarvi við Landsverk.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A.     Fyri landið

 

Íløgukostnaður:

Byggiútreiðslurnar til verkætlanina verða mettar til uml. 150 mió kr. Av hesum eru uml. 10 mió kr. til dagføring av vegnum í Øravík, men kann býtið millum hesa dagføring og restina av verkætlanini víkja nakað frá metingini. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión við prekvalifisering og at gera bindandi sáttmála, sum fevnir um alla verkætlanina. Metti fíggjartørvurin er á leið hesin:

 

2005:             31 mió kr.

2006:             75 mió kr.

2007:             44 mió kr.

 

Neyðugt verður at játta hesar upphæddir á fíggjarlógini, og verður tí lítið rúm fyri øðrum stórum verkætlanum innan vegaøkið í hesum tíðarskeiði.

 

Tað ber ikki til neyvt at meta um byggikostnaðin, fyrr enn tilboðini eru komin inn. Um tað, eftir at tilboðini eru komin inn, verður mett, at byggiútreiðslurnar væntandi verða størri enn 150 mió kr., verður neyðugt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta verklagslógina.

 

Rakstrarkostnaður:

Nýggjar útreiðslur standast av at reka og viðlíkahalda tunnilin, men hinvegin verða útreiðslur til rakstur og víðlíkahald av verandi vegi spardar. Tilsamans verður talan um ein eyka kostnað, sum er uml. 200 tús. kr. árliga. Neyðugt verður tí at hækka rakstrarjáttanina hjá Landsverki við 200 tús. kr., um rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum annars ikki skal versna.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur væntandi smávegis positivar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur í Suðuroy, av tí at meira virksemi verður í oynni.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar á Landsverki, sum skal standa fyri útbjóðing og eftirliti.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur smávegis umhvørvisavleiðingar. Teinurin at koyra verður nakað styttri, og tunnilin liggur væl lægri enn verandi vegur. Sostatt minkar nýtslan av brennievni nakað. Verkætlanin hevur væntandi positivar avleiðingar fyri ferðslutrygdina.

 

4.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

 

 

5.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri Suðuroynna, tí flutningssambandið verður betri.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

(Ja)

Ja

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Ja

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa so fyri, at tunnil verður gjørdur millum Øravík og Hov, og at byggiútreiðslurnar fyri verkætlanina í mesta lagi kunnu vera 150 mió kr. Við byggiútreiðslur er at skilja tær samlaðu ódiskonteraðu útreiðslurnar til arbeiðið, t.v.s. sáttmálakostnaður, eftirlit, v.m. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru ikki partur av byggiútreiðslunum.

Eftir ætlan verður arbeiðið bjóðað út millum privatar arbeiðstakarar.

Til § 2

Ongar viðmerkingar.

 

Hjálagt skjal:

Kort yvir verkætlanina

1. viðgerð 14. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 31. mars 2005 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við landsverkfrøðinginum.

 

Frá landsverkfrøðinginum fekk nevndin at vita, at friðingarmyndugleikarnir eru eftirspurdir, men at svar enn ikki er komið hesum viðvíkjandi.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 6. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 13. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.


Ll.nr. 34 frá 20.04.2005