46  Uppskot til  løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Alit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð
 

Ár 2005, 23. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar

 


 

§ 1. Lógin fevnir um handlar, ið selja í smásølu.

 

§ 2. Handlar, ið koma undir lógina, hava loyvi at hava opið frá kl. 06.00 til kl. 23.00 mánadag til leygardag. Handlarnir skulu vera afturlatnir frá kl. 23.00 leygarkvøld til kl. 06.00 mánadag, umframt halgidagar og jólaaftan.

Stk. 2. Er flaggdagur gerandisdagur, er bert loyvt at hava opið til kl. 12.00

Stk. 3. Seinasta sunnudag undan jólaaftan er tó loyvt at hava opið frá kl. 14.00 til kl. 23.00.

Stk. 4. Hóast ásetingarnar í stk. 1-2 kunnu kommunustýri eftir umsókn loyva handlum at hava opið á stevnum og undir størri fremmandavitjanum.

 

§ 3. Ásetingarnar í § 2 eru ikki galdandi fyri:

1)      Handlar, sum bert ella í mestan mun selja gerandisvøru, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250 m2.

2)      Handlar, sum bert ella saman við vøru, nevnd í nr. 1, selja brennievni til motorakfør umframt aðrar vørur við tilknýti til motorakfør, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250m2 (bensinstøðir).

3)      Handlar, sum í mestan mun selja plantur, blómur, kransar o.l. umframt urtagarðsvøru.

4)      Handlar í framsýningarhølum o.l.

5)      Handlar á flogvølli.

6)      Apotek og handkeypssølur hjá apotekum.

7)      Sjálvsølur (automatir).

Stk. 2. Handil, sum ikki eyðsýnt er minni enn 250 m², skal, fyri at koma undir nr. 1 ella nr. 2, kunna skjalprógva, at søluøkið ikki er størri enn 250 m², og skal hetta skjalprógv vera til skjals á staðnum.

 

§ 4. Brot á § 2 verða sektað við bót.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir ásetingunum í kapittul 5 í revsilógini.

Stk. 3. Er brotið framt av landinum, eini kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

 

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2005.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 8. mai 1991 um afturlatingartíðir fyri handlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 16. apríl 1996.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1. Innleiðing

Endamálið við hesum uppskoti til nýggja løgtingslóg um afturlatingartíðir hjá handlum er at fáa eina lóg, ið er tíðarhóskandi, og samstundis einfaldari enn galdandi lóg.

 

Galdandi løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar kom í gildi í 1991. Funnist hevur verið at hesi lóg frá fleiri síðum, einamest frá handilsvinnuni sjálvari, sum hevur ynskt, at lógin bleiv liberaliserað, men hevur annars eisini ført fram, at galdandi lóg í mongum førum ikki hevur verið yvirhildin í praksis. Her verður serliga hugsað um tað avmarkaða vøruúrvalið, sum sambært galdandi lóggávu er loyvt at selja uttan fyri vanligu handilstíðirnar. Løgreglan hevur í hesum sambandi víst á, at lógin er ógreið viðvíkjandi spurninginum um, hvørjar vørur loyvdar eru at selja uttan fyri vanliga handilstíð, og at hon tískil ikki kann handhevjast.

 

Afturlatingarlógin hevur tí verið endurskoðað í síni heild, og er niðurstøðan, at vit eiga at fáa eina nýggja og munandi frælsari afturlatingarlóg, sum samsvarar tíðarinnar krøvum – ikki minst brúkaranna. Útboð og eftirspurningur heldur enn lógarásetingar skulu vera avgerandi fyri handilstíðirnar.

 

Mett verður, at tað ongar serligar samfelagsligar grundir eru fyri at varðveita eitt lógarfest forboð ímóti, at handlar hava opið ávísar tíðir á degnum. Ikki minst tá havt verður í huga, at ongar aðrar vinnugreinar eru álagdar avmarkingar av hesum slagi. Afturlatingarlógin eigur tí at verða broytt soleiðis, at hon ikki verður ein forðan fyri, at handilsvinnan kann laga handilstíðirnar til tørvin hjá brúkaranum í dagsins samfelag.

 

Sunnudagurin hevur tó ein serligan týdning fyri flestu føroyingar, og hóast rákið aðrastaðni gongur tann vegin, at tað í størri mun verður loyvt at handla sunnudagar, verður hildið, at vit eiga at varðveita sunnudagin sum ein serligan og meira friðarligan dag, og at hetta eigur at síggjast í afturlatingarlógini. Tí verður meginreglan í nýggju lógini tann, at handlar – eins og í dag – ikki hava loyvi at hava opið sunnu- og halgidagar, og verður varðveitslan av hesi meginreglu sjálvt grundarlagið undir nýggju afturlatingarlógini.

 

Galdandi lóg er í ein ávísan mun kappingaravlagandi á tann hátt, at handlar við avmarkaðum vøruúrvali eru undantiknir vanligu handilstíðunum. Hesir handlar kunnu tí hava opið um kvøldið og í vikuskiftunum, tá aðrir handlar skulu vera afturlatnir. Leggjast kann afturat, at ein partur av hesum handlum í royndum ikki hava yvirhildið ásetingarnar um avmarkað vøruúrval. Uppskotið til nýggja afturlatingarlóg minkar munandi um hesa skeiklan og tryggjar, at handlar kunnu kappast á javnari føti enn í dag. Tó fáa ávísir handlar, t.d. handlar, sum selja gerandisvøru og ikki eru størri enn 250 m², framíhjárættindi á tann hátt, at hesir handlar fáa loyvi at hava opið sunnu- og halgidagar v.m.

 

2. Galdandi lóg

Eftir galdandi lóg er smásøla bert loyvd gerandisdagar frá kl. 7.00 til 17.30 og leygardagar til kl. 14.00. Tó er loyvt at hava opið til kl. 17.00 ein leygardag um ársfjórðingin. Harumframt er loyvt at hava opið í 6 ½ tíma um vikuna. Hin einstaki handilin ræður sjálvur fyri, nær hesir tímar verða lagdir, tó kunnu teir ikki leggjast sunnu- og halgidagar, og ikki eftir kl. 20 gerandisdagar, tó ikki leygardagar eftir kl. 14.00.

 

Er flaggdagur, grundlógardagur ella jólaaftan gerandisdagur, er bert loyvt at hava opið til kl. 12.00.

 

Seinastu 6 dagarnar og seinasta leygardagin undan jólaaftan er loyvt at hava opið til kl. 20.00, tó seinasta sunnudag undan jólaaftan bert frá kl. 14.00 til kl. 20.00.

 

Eftir §§ 2 og 3 í galdandi lóg eru ymisk vørusløg og ymiskir handlar undantiknir frá omanfyri nevndu ásetingum, eitt nú sølubúðir við avmarkaðum vøruúrvali. Hetta merkir, at hesir handlar ikki hava lógarásettar avmarkingar fyri, nær teir kunnu hava opið.

 

Í bygdum við 200 íbúgvum ella færri kunnu kommunustýri loyva fráviki frá ásetingunum um afturlatingartíðir. Eisini kunnu kommunustýrini geva loyvi at hava longri opið í serstøkum førum, t.d. á stevnum, størri samkomum ella hátíðarhaldi, tá grindadráp er, ella undir størri fremmandavitjanum.

 

3. Lýsing av uppskotinum

Galdandi ásetingar viðvíkjandi handilstíð verða gjørdar frælsari, soleiðis at handlar fáa loyvi at hava opið frá kl. 6.00 til kl. 23.00 mánadag til leygardag. Handlarnir kunnu í hesum tíðarbili sjálvir áseta upplatingartíðirnar eftir tørvi og sølumøguleikum á staðnum. Í tíðarbilinum frá kl. 23.00 leygarkvøld til kl. 6.00 mánamorgun, umframt halgidagar og jólaaftan skal vera stongt. Flaggdagin skal vera stongt kl. 12.00.

 

Heimildin hjá kommununum eftir galdandi lóg at geva loyvi at hava longri opið í serstøkum førum, t.d. í sambandi við stevnur v.m., umframt undantøkini, sum kommunustýrini í kommunum við 200 íbúgvum ella færri kunnu geva, hevur verið tulkað rættiliga ymiskt. Hetta er við til at avlaga kappingina millum handlar í ymiskum kommunum. Við teimum víðkaðu møguleikunum at hava opið, verður ikki mett, at tørvur er á teimum undantaksloyvum, sum kommunustýrini sambært galdandi lóg kunnu geva. Tó kunnu kommunustýrini framhaldandi loyva handlum at hava opið á stevnum og í sambandi við størri fremmandavitjanir.

 

Við lógaruppskotinum fellur skipanin við tí avmarkaða vøruúrvalinum, sum sølubúðir (kioskir), bakarí, bensinstøðir og blómuhandlar eftir galdandi lóg hava loyvi til at selja uttan fyri vanliga handilstíð, burtur. Í staðin fáa handlar, her ímillum kioskir og bakaríir, sum bert ella í mestan mun selja gerandisvøru, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250 m², loyvi til at hava opið uttan fyri vanliga handilstíð, t.e. serliga sunnu- og halgidagar. Støddin á søluøkinum er ásett við fyriliti til teir handlar, sum higartil hava havt opið sunnu- og halgidagar. Bensinstøðir fáa somuleiðis loyvi til at hava opið uttan fyri vanliga handilstíð, um tær – umframt gerandisvøru – bert selja brennievni til motorakfør og aðrar vørur við tilknýti til motorakfør.

 

Viðvíkjandi hugtakinum ”gerandisvøra” verður víst til serligu viðmerkingarnar til § 3, nr. 1.

 

Nakrar av undantøku ásetingunum í § 2 í galdandi lóg eru ikki tiknar við í nýggju lógina, t.d. søla av brenni, motorakførum, skipum, bátum, og feskum fiski v.m. Orsøkin til hetta er, at roynt hevur verið at gjørt lógina so einfalda sum til ber, og í hesum sambandi eru undantøkini fækkað í tali. Hetta er tó bert gjørt í teimum førum, har undantøkini antin ikki eru brúkt nakað nevnivert, og tískil ikki hava nakran praktiskan týdning, ella tí at mett hevur verið, at tørvurin at undantaka ávíst virksemi ikki er so stórur, nú loyvt verður at hava opið frá mánamorgni til leygarkvøld.

 

4. Afturlatingarlóggáva í søguligum høpi

Endamálið við afturlatingarlóg hevur verið ymiskt gjøgnum tíðirnar. Í Danmark byrjaði Christian VIII at avmarka handilstíðirnar hjá teimum handlandi í 1845. Endamálið skuldi vera at fáa fólk at møta betur til guðstænasturnar sunnudagar. Frá byrjanini av 20. øld hevur endamálið við afturlatingarlógunum meira verið at tryggja starvsfólki í handlunum eitt ávíst frælsi. Í forarbeiðinum til onkra av teimum eldru føroysku afturlatingarlógunum sæst tó eisini, at afturlatingarlógin er gjørd meira restriktiv eftir áheitan frá handilsmannafelag, soleiðis at limir felagsins kundu verða vardir móti kapping frá handlum, sum høvdu longri opið.

 

Síðan 1970'unum hevur atlitið til brúkaran støðugt vigað meiri, tá afturlatingarlógirnar eru broyttar - bæði her og aðrastaðni, tó ikki í líka stóran mun í Føroyum. Í norðanlondum eru tær lógarásettu avmarkingarnar fyri, nær ein handil kann hava opið, antin avtiknar ella liberaliseraðar munandi hesi seinastu 30 árini, eitt nú hevur Svøríki onga afturlatingarlóg havt síðan 1972, Ísland onga síðan 1988, og í Noregi bleiv afturlatingarlógin avtikin í 2003. Tær avmarkingar, sum norska afturlatingarlógin hevði haft viðvíkjandi sølu sunnu- og halgidagar, vórðu í hesum sambandi settar inn í halgidagslógina ístaðin.

 

Í Føroyum bleiv tann fyrsta afturlatingarlógin sett í gildi við kongaligari fyriskipan í 1924. Henda lóg hevði sum meginreglu, at handlar høvdu loyvi at hava opið frá kl. 6 á morgni til kl. 7 á kvøldi, sunnu- og halgidagar undantiknir. Lógin bleiv í 1955 við løgtingslóg broytt soleiðis, at steingjast skuldi kl. 17.30 mánadag til hósdag, og fríggjadag kl. 19. Leygardag var loyvt at hava opið til kl. 14 um summarið og til kl. 16 um veturin. Nýggj afturlatingarlóg kom í 1971, og henda lóg ásetti sum meginreglu, at smásøla bert var loyvd frá kl. 7 til kl. 17.30 gerandisdagar, leygardag tó bert til kl. 12.

 

Í 1991 bleiv núverandi afturlatingarlóg sett í gildi, og í mun til lógina frá 1971 bleiv nú loyvt at hava opið til kl. 14 leygardagar. Harumframt varð loyvt at hava opið í 6 ½ tíma um vikuna, og er tað upp til leiðslurnar í teimum einstøku handlunum at avgera, nær hesir tímar verða lagdir, tó kunnu teir ikki leggjast sunnu- og halgidagar og ikki eftir kl. 20 gerandisdagar, tó ikki leygardag eftir kl. 14.00. Í 1996 bleiv gjørd tann broyting, at loyvt varð at hava opið til kl. 17 ein leygardag um ársfjórðingin.

 

Sum sæst, eru bert gjørdar smærri tillagingar av loyvdu handilstíðini síðan 1924, og at galdandi afturlatingarlóg er meira restriktiv enn fyrsta afturlatingarlógin frá 1924.

 

5. Tørvur hjá brúkarum

Mett verður, at tíðin í roynd og veru fyri langari tíð síðan er farin frá afturlatingarlógini, sum vit kenna hana. Stórar broytingar eru farnar fram í arbeiðs- og familjumynstrinum í samfelagnum tey seinastu ártíggjuni. Hóast tann vanliga arbeiðstíðin er minkað, er samlaða tíðin, familjurnar brúka at arbeiða í, hækkað munandi. Orsøkirnar til hetta eru fyrst og fremst, at fleiri kvinnur arbeiða úti, og at fleiri av teimum eisini arbeiða fulla tíð uttan fyri heimið. Miðal familjan hevur tí samanlagt minni frítíð nú enn áður. Hetta rák verður eisini styrkt av, at tað eru fleiri, sum brúka longri tíð upp á flutning til og frá arbeiði enn fyrr. Galdandi afturlatingarlóg avmarkar møguleikarnar hjá einum stórum parti av hesum brúkarum at leggja dagin soleiðis til rættis, at tey kunna fara til handils, tá tað er høgligast.

 

Fáa familjurnar í størri mun enn higartil møguleika fyri at handla, tá ið tað liggur best fyri hjá teimum, verður tað lættari at fáa gerandisdagin at hanga saman. Brúkararnir fáa størri rásarúm í tíð at handla í, og kunnu tí velja at fara til handils aðrar tíðir á degnum, enn – sum vanligast er - beint eftir arbeiðstíð og í sama tíðarbili, sum børnini skulu heintast í vøggustovu ella barnagarði, og matur skal gerast. Somuleiðis kann ein tillaging av handilstíðini merkja, at handilin verður javnari, og at tað tískil verður minni trýst á handlarnar ávísar tíðir. Hetta hevur so aftur við sær, at tað verður lættari at handla, og at tann einstaki brúkar minni tíð upp á hvørt keyp.

 

6. Starvsfólk í handlum

Longri upplatingartíðir hjá handlunum kunnu fáa sum avleiðing, at partur av teimum, sum starvast í handlunum, fáa óhøgligar arbeiðstíðir. Hetta kann gera tað truplari hjá nøkrum teirra at sameina familju- og arbeiðslívið, og t.d. at fáa børnini ansað. Kanningar aðrastaðni vísa tó eisini, at tey, sum arbeiða parttíð, eru betur nøgd við arbeiðsumstøðurnar enn tey, sum arbeiða fulla tíð. Her skal leggjast afturat, at tey, sum arbeiða parttíð, júst eru tey, sum oftast arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Óhøgligar arbeiðstíðir eru tó ikki nakað serstakt fyri starvsfólk í handlum. Kanningar í Danmark vísa, at ein ¼ partur av donskum lønmóttakarum arbeiða javnan leygardagar (1999). Tey, sum arbeiða í smásølu, umboða bert sløk 20% av hesum. Somuleiðis arbeiðir ein fimtingur javnan um kvøldið. Tey, sum arbeiða í handli, eru færri enn 10% av hesum. Trupulleikar av t.d. barnaansing er sostatt ikki nakað serstakt fyri tey, sum arbeiða í handli.

 

7. Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

 

Fíggjarmálaráðnum

Almanna- og heilsumálaráðnum

Innlendismálaráðnum

Mentamálaráðnum

Kommunufelag Føroya

Kommunusamskipan Føroya

Kappingarráðnum

Føroya Landfúta

Brúkarasamtakinum

S&K-felagnum

Vinnuhúsinum

Matstovu- og Gistingarhúsfelagnum

Felagið hjá Løggildum Grannskoðarum

Advokatfelagnum

Ferðaráðnum

Arbeiðseftirlitinum

Menningarstovuni

 

Vinnuhúsið, S&K-felagið, Brúkarasamtakið, og Kommunusamskipan Føroya taka undir við broytingunum.

 

Fíggjarmálaráðið og Almanna- og heilsumálaráðið, Kommunufelag Føroya hava ongar viðmerkingar.

 

Ferðaráðið tekur undir við uppskotinum, men verður skotið upp, at kommunurnar kunnu loyva frávikum frá afturlatingarlógini í sambandi við vanligt summarstevnuhald, og tá útlendsk ferðamannaskip vitja.

 

Innlendismálaráðið hevur víst á, at uppskotið formliga neyvan er í samsvari við ásetingar í halgidagslógini. Lagt verður tó afturat, at ásannast má, at ásetingarnar í halgidagslógini, hóast formliga galdandi, í stóran mun ikki verða fylgdar í dag, og at galdandi afturlatingarlóg loyvir handlum við avmarkaðum vøruúrvali at hava opið sunnudagar.

 

Arbeiðseftirlitið hevur víst á, at uppskotið ikki er í samsvari við § 43, stk. 1 í arbeiðsumhvørvislógini, sum ásetir, at arbeiðsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur, uttan so at halgidagsarbeiði er til samfelagsins frama, ella er neyðugt fyri at varðveita virðir. Í somu grein er ásett, at halgidagssamdøgur skulu liggja innan fyri tíðarskeiðið frá kl. 22.00 kvøldið fyri halguna til kl. 08.00 morgunin eftir halguna.

 

Kappingarráðið metir ikki, at uppskotið hevur nakra ávirkan á kappingina á marknaðinum, og hevur tískil ongar viðmerkingar til uppskotið.

 

Onki svar er komið frá Mentamálaráðnum, Føroya Landfúta, Advokatfelagnum, Felagnum hjá Løggildum Grannskoðarum og Matstovu- og Gistingarhúsfelagnum.

 

Viðmerkjast skal, at § 2, stk. 4 er sett inn í uppskotið aftaná, at uppskotið hevur verið til hoyringar, og at upprunaliga uppskotið loyvdi sølu frá mánamorgni kl. 06.00 til kl. 23.00 leygarkvøld – t.v.s. at ongin avmarking var í hesum tíðarskeiði. Harumframt var grundlógardagurin nevndur í § 2, stk. 2 saman við flaggdegnum.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum


Mett verður, at uppskotið ikki hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri land ella kommunur.

 

Mett verður, at uppskotið ikki hevur aðrar umsitingarligar avleiðingar við sær fyri land ella kommunur enn, at kommunustýrini ikki longur kunnu geva undantaksloyvi frá afturlatingarlógini.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Tað verður ikki mett, at lógin fer at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri handilsvinnuna undir einum, men kann lógin hinvegin fáa fíggjarligar avleiðingar fyri einstakar handlar, við at søla kann verða flutt millum handlar.

 

Mett verður, at lógin ikki hevur avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Mett verður, at lógin ikki hevur avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Lógin kann hava avleiðingar við sær fyri ein part av teimum, sum starvast í handilsvinnuni, hvat arbeiðstíð viðvíkur.

 

Eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum, sum heimastýrið hevur skyldu til at fylgja.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1.

Lógin fevnir eftir hesi áseting einans um (vinnuliga) smásølu av vøru frá handlum. T.v.s. sølu frá handli til vanligan brúkara. Hugtakið ”handil” skal skiljast sum eitt fast handilspláss í samsvari við § 9 í løgtingslóg um vinnu, har ásett er, at fast handilspláss eru støðuføst útsølupláss, virkis- og verkstaðshøli og sjálvsølur (automatir).

 

Søla frá heilsølum, goymslum og øðrum er eisini fevnd av § 1, um so er, at selt verður beinleiðis til brúkara, ella vøra verður latin beinleiðis til brúkara frá nevndu støðum. Søla frá føstum støðuplássi kemur eisini undir ásetingina.

 

Hinvegin kemur søla á sølustevnum og styttri framsýningum o.l. ikki undir lógina.

 

Vinnulig proviantering av skipum verður vanliga mett sum heilsøla, og er tí ikki fevnd av lógini.

 

Matstovur, grillbarrir og søla av tilgjørdum mati at taka við sær út úr húsinum, hárfríðkan og vakurleikarøkt, sølu av atgongumerkjum, útleigan, húsamekling, reinsaríir og annað, sum í mestan mun eru at meta sum søla av tænastuveitingum, eru ikki fevnd av handilshugtakinum í uppskotinum, og koma tí ikki undir lógina.

 

Tann søla, sum fer fram á nøkrum av hesum støðum t.d. søla av hársápu í hárfríðkanarstovum er at meta sum hjásøla, sum lítlan týdning hevur í mun til høvuðsvirksemið.

 

Heldur ikki onnur søla, sum klárt er at meta sum hjásøla (accesorisk) í mun til høvuðsvirksemi hjá fyritøku, felagið ella stovni, kemur undir handilshugtakið í lógarinnar týdningi.

 

Til § 2

Eftir uppskotinum kemur henda áseting í staðin fyri § 1 í galdandi lóg um afturlatingartíðir fyri handlar. Greinin ásetir lógarinnar meginreglu fyri loyvdari handilstíð. Í § 2, stk. 3 og í § 3 verða tó ásett ávís undantøk frá hesi meginreglu.

 

Við § 2 verður skotið upp, at loyvt verður teimum handlum, sum koma undir lógina, at hava opið frá kl. 6 til kl. 23 allar gerandisdagar – leygardagur íroknaður. Kl. 23 leygarkvøld skal vera stongt, og skal vera afturlatið til mánamorgun kl. 6. Hetta merkir m.a., at allan sunnudagin skulu teir handlar, sum ikki koma undir undantøkuásetingarnar í § 3, vera stongdir.

 

Sum eftir galdandi lóg verður meginreglan, at tað ikki verður loyvt at hava opið halgidagar.

 

Sum nakað nýtt verður ikki loyvt at hava opið jólaaftan. Hetta er eftir ynski frá bæði starvsfólka- og arbeiðsgevarasíðu. Vert er tó at geva gætur, at eisini í hesum føri eru handlar, ið koma undir § 3, tó undantiknir, eitt nú minni matvøruhandlar, og kunnu hesir handlar tí hava opið jólaaftan.

 

Viðvíkjandi flaggdegnum verður eingin broyting í mun til galdandi lóg. Loyvt verður at hava opið til kl. 12.00, um flaggdagur fellur á ein gerandisdag, t.v.s. ikki sunnu- ella halgidag. Grundlógardagurin, sum í galdandi lóg er javnsettur við flaggdagin, er ikki tikin við í hetta uppskotið.

 

Sum eitt undantak til meginregluna um, at stongt skal vera sunnudagar, verður tað eftir stk. 3 loyvt teimum handlum, sum annars koma undir lógina, at hava opið millum kl. 14 og 23 tann seinasta sunnudagin undan jólaaftan. Eftir galdandi lóg er loyvt at hava opið millum kl. 14 og 20 seinasta sunnudagin undan jólaaftan, og verður tí talan um eina leingjan av tí loyvdu handilstíðini henda dag í mun til galdandi lóg.

 

Kommunustýrini kunnu eftir stk. 4 – uttan mun til ásetingarnar í stk. 1-2 - loyva handlum at hava opið á stevnum og undir størri fremmandavitjanum. Við stevnur verður hugsað um ólavsøku og summar- og bygdastevnurnar annars. Við størri fremmandavitjanir hevur serliga verið hugsað um ferðamannaskipini, sum koma hendan vegin á hvørjum sumri.

 

 

Til § 3

Henda grein inniheldur ávís nærri tilskilað undantøk frá ásetingunum í § 2. Teir handlar og tann søla, sum koma undir nr. 1 – 7 í ásetingini, eru undantiknir frá teimum í § 2 ásettu avmarkingum, hvat loyvdari handilstíð viðvíkur, hóast virksemið sum so er fevnt av lógini sambært § 1. Hetta merkir, at handlar, sum koma undir nr. 1 – 7, kunnu hava opið uttan fyri vanliga handilstíð.

 

Nr. 1.

Her verður ásett, at ásetingarnar í § 2 ikki eru galdandi fyri handlar, sum einamest selja gerandisvøru, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250 m².

 

Undir hugtakið ”gerandisvøra” – í tí týdningi tað verður brúkt í lógini – kemur vøra, sum vanliga hevur stutta livitíð - og sum (ofta) ikki er til, eftir at hon er brúkt, t.d. matvørur, drykkjuvørur, tubbak og vaskievni. Eisini onnur vøra, sum sølubúðir og líknandi minni handlar vanliga selja, sum t.d. avísir, bløð, postkort, frímerki, pappír, filmar og vøra til persónligt reinføri v.m. kemur undir hugtakið gerandisvøra.

 

Vøra við langari livitíð t.v.s. vøra, ið heldur fram at vera til, hóast hon verður brúkt, og sum ikki verður ónýtilig fyrrenn eftir slit í eitt longri tíðarskeið, t.d. møblar, klæði, ”harðar hvítvørur” v.m., er ikki at meta sum gerandisvøra.

 

Lýsingin av gerandisvøru hugtakinum er tilætlað ikki lýst út í æsir fyri ikki at forða fyri, at hugtakið eftir umstøðunum kann koma at fevna um nýggjar vørur, sum koma á marknaðin. Royndirnar við higartil galdandi afturlatingarlóg eru av slíkum slag, at tað ikki verður mett ynskiligt at hava eina ov neyva lýsing av, hvørji vørusløg loyvd eru at selja uttan fyri vanliga handilstíð. Eisini eru orðini ”í mestan mun selja gerandisvøru” sett inn í lógartekstin, soleiðis at tað í ein avmarkaðan mun skal vera møguligt at selja aðra vøru saman við gerandisvøru, fyri á tann hátt at geva lógini eina ávísan smidleika.

 

Við ”søluøki” er at skilja gólvvíddina í sjálvum handlinum, t.v.s. í tí rúminum, har vøran verður sýnd fram. Útrokningin av økinum skal verða gjørd frá veggi til vegg. Kassaumráðið, har starvsfólkið avgreiðir kundarnar, skal roknast við í søluøkið. Goymslurúm, skrivstovur, starvsfólkarúm og líknandi rúm skulu ikki roknast við.

 

Talan skal vera um sjálvstøðugan handil á tann hátt, at handilin skal hava egna inngongd og fastar veggir. Í hesum liggur, at tað ikki skal bera til at seta upp leysar skilaveggir í størri handlum við tí fyri eyga at kunna hava part av slíkum handli opnan uttan fyri ta í § 2 ásettu handilstíðina.

 

Handlar í sølumiðstøðum skulu metast sum sjálvstøðugar eindir, hóast teir ikki hava egna inngongd ella fastar veggir, um hesir handlar í mun til aðrar handlar í miðstøðini, eru at meta sum natúrligar eindir. Tískil kunnu hesir handlar hava opið uttan fyri tær í § 2 ásettu handilstíðir treytað av, at teir annars lúka ásetingarnar í § 3. Hesir handlar kunnu tó ikki við leysum skilaveggjum gerast minni ávísar dagar einans við tí fyri eyga at hava part av handlinum opnan uttan fyri vanligu handilstíðirnar.

 

Nr. 2

Undir hesa áseting koma bensinstøðir, og kunnu hesar, umframt brennievni og aðra vøru til motorakfør, eisini selja vøru, ið kemur undir § 3, nr. 1 t.v.s. eina mest gerandisvøru. Bensinstøðirnar kunnu ikki hava størri søluøki enn 250 m² fyri at koma undir hesa undantøkuáseting.

 

Nr. 3

Ásetingin er ætlað at vera framhald av § 2, nr. 7 og § 3, nr. 4 í galdandi lóg. Grundgevingin fyri undantøkuni er, at søla av urtagarðsvøru ofta fer fram, tá fólk flest hava frí t.d. í vikuskiftum. Orðini ”í mestan mun” gera greitt, at handil, sum kemur undir hesa áseting, í ein avmarkaðan mun kann selja aðra vøru enn plantur, blómur, kransar o.s.v.

 

Nr. 4

Við framsýning verður hugsað um tiltøk, sum einans hava til endamáls at sýna ting ella vøru fram. Søluframsýningar koma ikki undir hesa áseting. Ásetingin fevnir um sølu av t.d. plakatum, postkortum, minnislutum, sum fer fram í einum framsýningarhøli o.l.

 

Nr. 5.

Ásetingin er galdandi fyri handlar í terminalbygningum á flogvølli. T.v.s. í bygningi, sum verður brúktur til avgreiðslu av ferðafólki í sambandi við fráferð og komu.

 

Nr. 6.

Apotek og handkeypssølur hjá apotekum eru undantiknar ásetingunum í § 2. Handilstíðirnar verða ásettar sambært lógini um apoteksverkið og heilivág.

 

Nr. 7.

Sjálvsølur (automatir) eru at meta sum fast handilspláss eftir § 9 í løgtingslóg um vinnu. Ásetingin er framhald av § 2, nr. 9 í galdandi lóg.

 

Stk. 2.

Handlar, sum ikki eyðsýnt eru minni enn 250 m², skulu kunna skjalprógva, at handilin lýkur treytirnar um søluøki í § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 fyri koma undir hesar undantøkuásetingarnar. Ein sølubúð, sum ikki er størri enn 40 m², hevur t.d. ikki fyri neyðini at skjalprógva støddina á søluøkinum. Skjalprógv kann t.d. vera ein tekning ella útrokning, sum er váttað av byggikønum fólki t.d. byggifrøðingi, verkfrøðingi ella teknikara. Kravda skjalprógvið skal altíð vera til skjals á staðnum, og eftir umbøn verða víst løgreglu ella øðrum myndugleikum. Brot á skylduna um skjalprógv hevur við sær, at handilin ikki kann metast at koma undir nevndu undantøkuásetingar í § 3, og tí skal halda seg innan fyri tær í § 2 ásettu handilstíðir.

 

Til § 4

Eftir uppskotinum skulu brot á § 2 revsast við bót.

 

Endamálið við stk. 2 er at gera tað møguligt at revsa eigara av handli, hóast eigarin er løgfrøðiligur persónur t.d. partafelag. Í slíkum førum verður felagið sektað eftir ásetingunum í 5. kapitli í revsilógini.

 

Til § 5

Skotið verður upp, at lógin verður sett í gildi 1. apríl 2005.

1. viðgerð 10. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15., 17., 18. og 31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Keypmannafelag, Ternubúðina, P/f Johannes Andreasen og Kiosk Aktiv.

 

Undir viðgerðini og í sambandi við innkallingarnar hevur m.a. verði umrøtt, hvørt krøv skulu verða sett um, at eisini handlarnir sum eru undantiknir krøvunum um afturlatingartíðir skulu verða avmarkaðir í, nær teir kunnu hava opið sunnu- og halgidagar. Nevndin er av tí áskoðan, at tað er rætt at gera mun á sunnu- og halgidøgum frá vanligum yrkadøgum á tann hátt, at tað skal vera stongt frá kl. 10 fyrrapart til kl. 14 seinnapart sunnu- og halgidagar.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 3 verður sett inn nýtt stk. 3, ið verður soljóðandi: "Stk. 3. Handlarnir í stk. 1, nr. 1-4 skulu vera afturlatnir sunnu- og halgidagar frá kl. 10.00 til kl. 14.00."

2) Í § 4, stk. 1 verður "§ 2" broytt til "§§ 2 og 3, stk. 3".

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

2. viðgerð 14. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 3 og 4 samtykt 18-1-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 20. apríl 2005 løgdu tingmenninir Kristian Magnussen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Peteersen og Heidi Petersen fram soljóðandi

Broytingaruppskot til 3. viðgerð

 

1) § 3, stk. 3 verður strikað.

 

2) Í § 4, stk. 1 verða orðini "§§ 2 og 3, stk. 3" broytt til "§ 2".

 

Viðmerkingar:

Verða uppskotnu broytingarnar samtyktar, verður tað ikki eitt krav, at smærri handlar, bensinsølur v.m. skulu vera afturlatin sunnu- og halgidagar frá kl. 10.00 til kl. 14.00.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Kristian Magnussen, Óla Breckmann, Lisbeth L. Petersen og Heidi Petersen til §§ 3 og 4 samtykt 17-0-13. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-3. Málið avgreitt.

Ll.nr. 38 frá 27.04.2005