45-3  Grannskođan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góđkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuđulslánsgrunninum 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. 2. viđgerđ (Einki orđaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legđi Hergeir Nielsen, lřgtingsmađur, vegna lřgtingsgrannskođararnar fram soljóđandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiđing niđanfyri samtykkir Lřgtingiđ at góđkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuđulslánsgrunninum fyri fíggjaráriđ 2003 viđ hesum viđmerkingum.

 

Frágreiđing frá lřgtingsgrannskođarunum:

1.            Lógargrundarlag

Lógargrundarlagiđ fyri Bjálvingarstuđulslánsgrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 “um Húsalánsgrunn o.a.” Viđ heimild í lógini lýsti Landsstýriđ 28. apríl 1998 kunngerđ nr. 55 “um Húsalánsgrunn o.a.”

 

2.            Endamál

Sambćrt § 8, stk. 1, í lógini er endamál grunsins at veita stuđulslán til bjálving og orkusparandi tiltřk til avlamis-, einkjufólka- og fólkapensjónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúđ.

Sambćrt § 9, stk. 1, í lógini eru bjálvingarstuđulslán avdráttar- og rentufrí. Frítřkan fyri at rinda avdráttir og rentur heldur vanliga uppat, tá iđ húsini ella íbúđin skifta eigara ella verđa nýtt av řđrum.

Sambćrt § 12 í lógini kann eitt bjálvingarstuđulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiđslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veđhavaralýsing og byggirentur.

 

3.            Fyrisiting

Sambćrt § 3 í lógini verđur grunnurin fyrisitin av einum stýri viđ 3 limum, sum landsstýrismađurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismađurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíđarskeiđ. Stýriđ setir stjóra at taka sćr av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir viđ landstýrisins góđkenning hansara lřnar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Marja Lamhauge, Lambareiđi, formađur

Guriđ Joensen, Tórshavn

John Fćrř, Klaksvík

 

Tiltakslimir eru:

Ivy Jacobsen, Glyvrar

Niels Juel Arge, Tórshavn

Tórálvur Weihe, Tórshavn

 

4.            Fíggjarviđurskifti

Sambćrt § 15, stk. 1, í lógini fćr Bjálvingarstuđulslánsgrunnurin árliga játtan á fíggjarlřgtingslógini. Ongin peningur er játtađur á lřgtingsfíggjarlógini 2001 - 2004. Peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuđulslánsgrunnin.

 

5.            Roknskaparviđurskifti

Sambćrt § 31 í lógini skal ársroknskapurin verđa grannskođađur av lřggildum grannskođara, og skal síđani verđa sendur landsstýrinum viđ frágreiđing og viđmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Lřgtingiđ um fíggjarligu gongdina, er gjřrdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2003, og til samanberingar eru roknskapartřlini fyri árini 1999-2002 tikin viđ.

 

6.            Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1999-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

 

 

 

 

 

Rentuinntřkur o.a.

360

519

938

588

441

Rakstrarútreiđslur o.a.

-1.019

-1.025

-1.147

-942

-845

Avskrivingar og burturleggingar

-114

-

-

-

-

Rakstrarúrslit

-773

-506

-209

-354

-404

 

7.            Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstřđuni 1998-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

Aktiv

 

 

 

 

 

 Třkur peningur o.a.

5.269

4.622

5.865

15.070

11.782

 Veđskuldarbrřv (útlán)

61.792

62.558

61.124

53.788

48.024

 Aktiv tilsamans

67.061

67.180

66.989

68.858

59.806

 

 

 

 

 

 

Passiv

 

 

 

 

 

Skuld

2.061

1.408

709

2.369

1.838

Eginogn:

 

 

 

 

 

Eginogn viđ ársbyrjan

65.772

66.278

66.489

57.968

46.922

Játtan á fíggjarlóg

0

0

0

8.875

11.450

Rakstrarúrslit

-773

-506

-209

-354

-404

Eginogn viđ ársenda

64.999

65.772

66.280

66.489

57.968

Passiv tilsamans

67.061

67.180

66.989

68.858

59.806

Yvirlitiđ niđanfyri vísir, hvussu nógv er játtađ á fíggjarlógini hvřrt áriđ, og hvussu nógv er goldiđ út sum lán.

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

 

 

 

 

 

Fíggjarlógarjáttan í árinum

0

0

0

8.875

4.000

Útgoldin lán í árinum, netto

-717

1.435

7.335

5.764

4.352

Munur

717

-1.435

-7.335

3.111

-352

Í ársfrágreiđingini fyri 2003 verđur bođađ frá, at grunnurin hevur ongan třkan pening til nýggjar játtanir. Bjálvingarstuđulslánsgrunnurin fćr árliga um 100 umsóknir, sum svara til uml. 6-8 mió.kr.

 

8.            Roknskapargrannskođanin

Lřgtingsgrannskođararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rćttur, og at tćr avgerđir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiđiđ hjá lřgtingsgrannskođarunum byggir m.a. á frágreiđing frá roknskapargrannskođanini, Grannskođaravirkinum Inpact, sum er dagfest 26. oktober 2004.

Í grannskođanarfrágreiđingini vísir roknskapargrannskođanin á, at: “Rakstur grunsins vísti eitt hall kr. 773.117, iđ er flutt fram til nćsta ár. Viđ verandi lógarkarmum og útlánsvirksemi eru rentuinntřkurnar sera avmarkađar, tí meginparturin av lánunum eru rentufrí, og sum er, svara inntřkurnar ikki til rakstrarkostnađin. Tí er tađ neyđugt hjá grunninum at fáa játtađ part av fíggjarlógarveitingini til rakstur.”

Í grannskođanarfrágreiđingini kunnar roknskapargrannskođanin eisini um, at: “Gjaldfřriđ hjá grunninum er hćkkađ úr 4,6 mió.kr. upp í 5,3 mió.kr., og er tađ alt ov lítiđ, samanboriđ viđ třrvin sambćrt innkomnum umsóknum til bjálvingar- og orkusparandi lán. Grunnurin hevur í árinum, eins og undanfarin ár, fingiđ nógvar umsóknir, men av třrvandi fíggjarorku hevur veriđ neyđugt at sýta fyri nógvum umsóknum, og í lřtuni verđa tí ongi nýggj bjálvingarstuđulslán játtađ.

Í árinum eru 25 nýggj bjálvingarlán stovnađ fyri 1.485 t.kr. og 34 nýggj orkusparandi lán stovnađ fyri 599 t.kr. Eisini eru 3 hćkkingar bókađar á bjálvingarlán fyri 76 t.kr., og 4 hćkkingar bókfřrdar á orkusparandi lán fyri 38 t.kr.

Tilsamans eru veitt 59 nýggj og 7 hćkkingar av lánum fyri 2,2 mió.kr. Viđ árslok hevđi grunnurin 1.201 bjálvingar- og orkusparandi lán fyri 62 mió.kr. Netto eru 71 lán fyri 3 mió.kr. afturgoldin á vanligan hátt og í ótíđ.”

 

9.            Viđmerkingar

9.1.      Tilknýtiđ til fíggjarlógina

Í november 2001 lćt Fíggjarmálaráđiđ úr hondum eitt álit “um landsstovnar og -grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskođanarviđurskifti”.

Niđurstřđan í álitinum er m.a., at Bjálvingarstuđulslánsgrunnurin er ein landsstovnur, og at tađ er í stríđ viđ stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verđur tikin viđ á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitiđ vísir á, at í heilt serligum fřrum kann Lřgtingiđ tó viđ lóg samtykkja at hava virksemiđ uttanfyri fíggjarlógina.

Í oktober 2003 bođađi landsstýrismađurin frá, at hann hevđi gjřrt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúđagrunnin saman, og at skipa tann endurskipađa Húsalánsgrunnin eftir sama leisti sum Fřroya Realkreditstovnur.

Í januar 2004 bođađi landsstýrismađurin frá, at hóast lřgtingsval varđ útskrivađ 5. desember 2003, verđur arbeitt víđari viđ teim lógarbroytingum, iđ snúgva seg um tilknýtiđ hjá Bjálvingarstuđulslánsgrunninum til fíggjarlógina.

Landsstýrismađurin hevur í januar 2005 kunnađ um, at máliđ er partur av einum střrri pakka, sum fevnir um nógvar grunnar, iđ flestu landsstýrismenn varđa av. Viđvíkjandi Bjálvingarstuđulslánsgrunninum er ćtlanin, at máliđ skal verđa loyst á sama hátt, sum spurningurin um tilknýtiđ hjá Húsaláns- og Íbúđagrunninum til fíggjarlógina. Máliđ er til politiska viđgerđ í lřtuni.

 

9.2.      Ađrar viđmerkingar

Lřgtingsgrannskođaranir halda tađ vera sera óheppiđ, at grunnurin í áravís ikki hevur virkađ samsvarandi lógini, og heita á landsstýrismannin um at skunda undir at fáa máliđ loyst.        

1. viđgerđ 3. mars 2005. Máliđ beint beinleiđis til 2. viđgerđ.

2. viđgerđ 31. mars 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Máliđ avgreitt.