44 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg

 um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um fyribyrgingarráð verður § 2, 2. pkt. orðað soleiðis:

“Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 2 limir eru heilsustarvsfólk, ein limur umboðar løgregluna og ein limur umboðar ungdómin, og skal hesin seinasti ikki vera eldri enn 23 ár.”

 

§ 2

 

 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Við hesum uppskoti verður samansetingin av fyribyrgingarráðnum broytt soleiðis, at nú verða løgreglan og ungdómurin beinleiðis umboðað í ráðnum. Verandi lóg sigur, at 4 heilsustarvsfólk eru í ráðnum. Uppskotsstillararnir meta, at 2 heilsustarvsfólk er nóg mikið. Sjálvandi eru nógvir tættir innan heilsuøkið, sum eiga at vera umboðaðir í ráðnum, men um røttu umboðini verða vald, er einki til hindurs fyri, at heilsuøkið er væl umboðað. Somuleiðis meta uppskotssetararnir, at landsstýrismaðurin í sínum vali av ráðslimum eigur at umhugsa at finna umboð millum privatar fyribyrgingarfelagsskapir í tann mun, hesi kunnu kallast heilsustarvsfólk.

 

Løgreglan hevur ein týðandi leiklut í fyribyrgingararbeiðnum á fleiri økjum. Innan ferðslu hevur løgreglan sjálvsagt besta kunnleikan til alskyns sløg av trupulleikum. Millum ung er misnýtsla av sterkum evnum økt seinnu árini, og hevur tann parturin av løgregluni, sum fæst við narkofyribyrging, stóra vitan á hesum øki. Narkotikaløgreglan er í dag sera virkin í fyribyrgingararbeiði, og sama er galdandi fyri ferðsluløgregluna, og tí hevur tað týdning, at løgreglan fær eitt umboð í fyribyrgingarráðið. Einki skipað alment “ssp”-mót (skole, socialmyndighed, politi) er í Føroyum, og tí fer hendan lógarbroytingin at hava við sær, at eitt slíkt mót kann skipast innan fyribyrgingarráðið. Eisini kann landsstýrismaðurin sambært lógini skipa ráð undir fyribyrgingarráðnum, og hetta er eitt gylt høvi, við tað at umboð fyri undirvísingverkið og almannaverkið frammanundan sita í ráðnum.

 

Fyribyrgingararbeiði vendir sær í stóran mun til børn, ung og teirra avvarðandi. Tí meta uppskots-setararnir, at føroyskur ungdómur eigur at vera beinleiðis umboðaður í ráðnum. Millum ung finnast rák og hugsanir, sum eiga sín natúrliga rætt til umboðan, og ivaleyst eru ungdómsumboð tey bestu at bera síni sjónarmið fram. Við beinleiðis at geva føroyskum ungdómi umboðan í ráðnum, fer áhugin millum ung fyri fyribyrgingarøkinum at vaksa, samstundis sum kunnleikin batnar. Ungdómsumboðanin fer at betra um góðskuna av ráðsins arbeiði og fer at styrkja um fólkaræðið. Hugsanin er, at vald ungdómsumboð í tann mun, tað er gjørligt, koma úr skipaðum umhvørvi, eitt nú úr miðnámsskúla, ungdómsfelagsskapi, ítróttafelagsskapi, samkomufelagsskapi ella øðrum, har tað er møguligt at vera eitt bindilið millum almenna myndugleikan og ungdómin. Tá ungdómsumboð skal veljast, kann landsstýrismaðurin til dømis lýsa alment eftir uppskotum til ungdómsumboðan. Reglur kunnu eisini gerast fyri, at ungdómsumboð á hvørjum  ári letur úr hondum egna og stutta frágreiðing um virksemi ráðsins til kunningar hjá øllum áhugaðum.

 

Fyribyrginarráðið verður valt fyri 4 ár í senn. Uppskotssetararnir hava valt at seta eitt aldursmark á 23 ár fyri ungdómsumboðið soleiðis, at ungdómsumboðið kann vera upp til 19 ár, tá tað verður valt í fyribyrgingarráðið.

 

Samanumtikið meta uppskotssetararnir, at hesar broytingar fara at hækka um støðið í arbeiði fyribyrgingarráðsins.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur stórvegis fíggjarligar avleiðingar við sær.

 

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Uppskotið broytir samansetingina av fyribyrgingarráðnum soleiðis, at tað nú verða 2 limir, sum eru heilsustarvsfólk, ístaðin fyri 4, ein limur skal umboða løgregluna, og ein limur skal umboða ungdómin og skal ikki vera eldri enn 23 ár.

 

Ungdómsumboðið verður, í tann mun tað er gjørligt, valt úr skipaðum umhvørvi, eitt nú úr miðnámsskúla, ungdómsfelagsskapi, ítróttafelagsskapi, samkomufelagsskapi ella øðrum, har tað er møguligt at vera eitt bindilið millum almenna myndugleikan og ungdómin. Landsstýrismaðurin kann til dømis lýsa alment eftir uppskotum til ungdómsumboðan.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 4. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann  23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð  tann 11. mars 2005 er tað beint í trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  8. og 13. apríl  2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við fyribyrgingarráðið, Føroya Ungdómsráð  og við umboð fyri løgregluna.

 

Løgtingið hevur við løgtingmáli nr. 43/2004 júst samtykt at heita á “landsstýrið um at kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum, herundir í hvønn mun føroyskur ungdómur skal hava, og møguliga verður tryggjaður, umboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum.”

 

Ein samd nevnd heldur tað vera rættari at bíða eftir úrslitinum av nevndu samtykt og metir tí, tað ikki vera rætt nú at broyta fyribyrgingarráð, hvat undómsluttøku viðvíkur. Hinvegin tekur nevndin undir við, at løgreglan verður umboðað, og setir nevndin tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 verður orðingin: “2 limir eru heilsustarvsfólk, ein limur umboðar løgregluna, og ein limur umboðar ungdómin, og skal hesin seinasti ikki vera eldri enn 23 ár.”  orðað  soleiðis: “3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 52 frá 09.05.2005