39  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 15. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði 


 

§ 1

Í § 1, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði verður ”60 mió kr.” broytt til: ”65 mió kr.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at hækka mest loyvdu byggiútreiðslurnar fyri samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði úr 60 mió kr. upp í 65 mió kr., so tað verður møguligt at gera eina varandi loysn fyri landgongd og farstøð, treytað av neyðugari játtan í játtanarlóg.

 

Tá galdandi verklagslóg fyri samferðsluhavnina í Suðuroy varð gjørd, ynskti táverandi landsstýri, at verklagslógin eisini skuldi fevna um eina landgongd til ferðafólk og eina fyribils farstøð. Ætlanin var so at gera eina varandi loysn seinni. Í viðmerkingunum til verklagslógina varð nevnt, at kostnaðarmetingin áðrenn útbjóðing var uml. 55 mió kr. fyri havnina og uml. 5 mió kr. fyri fyribils farstøð og landgongd. Skoytt varð eisini uppí, at stór óvissa var á kostnaðarmetingini av fyribils farstøð og landgongd.

 

Tá tilboðini vóru komin inn, metti Landsverk framvegis, at tað fór at bera til at gera samferðsluhavnina, fyribils farstøð og landgongd innan karmin upp á 60 mió kr. Í sambandi við byggingina var neyðugt at gera ávísar broytingar í verkætlanini, men metti Landsverk framvegis, at tað fór at bera til at halda seg innan karmin á 60 mió kr., um ávísar sparingar vórðu gjørdar, m.a. á fyribils farstøðina og landgongdina. Landsverk metti, at tað bar til at fáa fyribils farstøð og landgongd fyri uml. 1 mió kr.

 

Í sambandi við politisku viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 gjørdist greitt, at ynski var um at fáa til vega eina varandi loysn av landgongd og farstøð. Landsverk hevur síðan fyrireikað málið og metir, at varandi farstøð og eitt trapputorn kostar umleið 5 mió kr. at gera. Hetta merkir, at varandi loysnin er einar 4 mió kr. dýrari enn tað, sum mett varð, at ein fyribilsloysn kundi gerast fyri.

 

Av tí at varandi farstøð og trapputorn er dýrari enn fyribilsloysnin, verður skotið upp at broyta verklagslógina, so mest loyvdu byggiútreiðslurnar verða hækkaðar úr 60 mió kr. upp í 65 mió kr. Orsøkin til, at skotið verður upp at hækka mest loyvdu byggiútreiðslurnar við 5 mió kr. heldur enn 4 mió kr., er, at tað kann koma fyri, at kostnaðurin á varandi farstøðini og trapputorninum verður eitt vet dýrari enn 4 mió kr. Heldur enn at koma í Løgtingið við einum broytingaruppskoti afturat, sum seinkar arbeiðinum, verða mest loyvdu byggiútreiðslurnar hækkaðar við 5 mió kr., so eitt sindur verður lagt upp fyri.

 

Spurningurin hevur verið viðgjørdur í Vinnumálaráðnum, um tað yvirhøvur er neyðugt at broyta verklagslógina, tí talan er um nýggja verkætlan fyri landgongd og farstøð. Spurningurin er tí, um varandi farstøðin og trapputornið, sum ætlanin nú er at byggja, eru fevnd av galdandi verklagslóg. Vinnumálaráðið hevur tó mett, at tað er rættast, at verklagslógin verður broytt, og tí verður hetta lógaruppskotið lagt fram.

 

2.      Um verkætlanina

Verkætlanin fevnir um eina varandi farstøð og eitt trapputorn, sum verður nýtt í innaru leguni (inn móti havnalagnum). Í fyrstu syftu verður ikki gjørt eitt trapputorn til ytru leguna, tí tað enn er óvist, í hvønn mun tað er neyðugt at avgreiða bilar og ferðafólk í ytru leguni (út móti grótkastinum). Um tað í flestu førum ber til at leggja at og avgreiða bilar og ferðafólk í innaru leguni, er helst ikki neyðugt við einum trapputorni til ytri leguna. Um royndirnar vísa, at tað er neyðugt at gera trapputorn til ytru leguna, kann hetta verða gjørt seinni. Tað skal tó vísast á, at umstøðurnar hjá ferðafólki, sum koma út gjøgnum eitt møguligt trapputorn í ytru legu, ikki eru góðar, tí hesi skulu gjøgnum bilaferðsluna frá skipinum fyri at koma yvir til farstøðina.

 

Spurningurin um farmastøð hevur eisini verið umrøddur. Farmastøðin er tó ikki partur av hesi verklagslógini, men er ein sjálvstøðug verkætlan.

 

Verkætlanin at gera trapputorn til innaru leguna og farstøð hevur verið boðin út í totalentreprisu við føstum prísi, t.e. at nøkur minstukrøv eru sett til góðsku, funksjón, byggilist og komfort, samstundis sum ein mesti prísur er settur fyri kostnaðin. Tilboðini, sum komu inn, skuldu so innihalda eina ætlan fyri, hvussu uppgávan kann verða loyst, soleiðis at sum mest fæst burturúr fyri fastan kostnað. Afturat hesum koma útreiðslur til byggieftirlit o.a.

 

Dentur er lagdur á, at farstøðin kemur at virka væl til tað endamál, hon er ætlað til. Atlit skal takast til rørslutarnað, eisini tá umræður parkeringspláss og bussar. Trappa og lyfta verða dimensionerað, so ferðafólk til og frá skipinum kunnu avgreiðast upp á stutta tíð. Møguligt verður eisini at avgreiða ferðaseðlasølu inni á farstøðini.

 

Hugsað verður um inniumhvørvið, eins og tilfarið til støðina verður valt soleiðis, at viðlíkahaldið verður sum minst.

 

Bygningurin verður sera sjónskur á havnaøkinum, og krøv eru tí sett til byggilistarliga støðið, so bygningurin fær eitt skulpturelt eyðkenni. Farstøðin er prosjekterað soleiðis, at møguleikar eru at víðka um bygningin, gerst tað neyðugt.

 

Tað kann koma fyri, at smærri frávik í mun til verkætlanina verða gjørd, um tað verður mett at vera skilagott.

 

Landsverk metir, at farstøð og landgongd kunnu verða liðug tíðliga á sumri 2005, um neyðugur peningur verður játtaður, og broytingin í verklagslógin verður samtykt uttan drál.

 

3.      Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er tilevnað í samstarvi við Landsverk.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Fíggjarliga avleiðingin fyri landið er ein meirkostnaður fyri verkætlanina upp á í mesta lagi 5 mió kr. Helst verður talan um eina nakað minni upphædd.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur smávegis positivar fíggjarligar avleiðingar fyri byggivinnuna.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ávísar umsitingarligar avleiðingar í sambandi við rakstur og viðlíkahald av bygninginum.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

4.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

5.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur positivar avleiðingar fyri rørslutarnað og annars yvirhøvur fyri fólk, sum skulu ganga í land og umborð.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

(Ja)

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1

Skotið verður upp at hækka mest loyvdu byggiútreiðslur til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði úr 60 mió kr. upp í 65 mió kr. Endamálið er at fáa eina varandi loysn fyri farstøð og trapputorn á havnarlagnum.

 

Til § 2

Ongar viðmerkingar.

 

 1. viðgerð 24. februar 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. mars 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 24. februar 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3. og 9. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum saman við stjóranum fyri Landsverk og landsstýrismannin í innlendismálum saman við stjóranum í Strandfaraskipum Landsins.

 

Frá landsstýrismanninum í vinnumálum fekk nevndin byggiroknskapin fyri byggingina av samferðsluhavnini í Trongisvági. Frá stjóranum í Strandfaraskipum Landsins fekk nevndin tekningar av farstøðini og landgongdini, sum ætlanin er at fara í gongd við at byggja. 
 

Nevndin fegnast um, at man hevur fingið so nógv burtur úr verkætlanini, og at 2 atløgupláss nú eru í nýggju havnini. Tað eru stórir fyrimunir við, at atløgusíða B er gjørd við rampu, so skipið kann leggja at í øllum veðri.

 

Undir 1. viðgerð varð ivamál reist um kostnaðin av byggingini av samferðsluhavnini, og tí heitti nevndin á landsstýrismannin í vinnumálum um at útvega nevndini byggiroknaskapin, og leggur frágreiðingina um byggingina av samferðsluhavnini og yvirlit yvir byggiroknskapin við álitinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt frá, at verkætlanin hevur verið boðin út í totalentreprisu, og sostatt er komin so mikið langt áleiðis, at klárt er at byrja byggingina so skjótt,  sum Løgtingið hevur samtykt fyriliggjandi uppskot.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, soleiðist at byggingin kann fara í gongd sum skjótast. 

 

2. viðgerð 31. mars 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 5. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll. nr. 28 frá 08.04.2005