34  Uppskot til  samtyktar um umboðan Føroya á Fólkatingi

A. Upprunauppskot
B. Burturvísing

Ár 2005, 26. januar, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar um umboðan Føroya á Fólkatingi

Heitt verður á tey umboð, ið føroyingar velja á Fólkating:

1)      um ikki at taka lut í viðgerð ella atkvøðugreiðslu á Fólkatingi av málum, ið einans viðkoma Danmark,

2)      um ikki at vera við í viðgerð av málum, fevndum av málsøkjum, ið fyri Føroya viðkomandi eru yvirtikin, uttan so, at hetta hevur týdning fyri at verja føroysku heimildirnar á viðkomandi økjum,

3)      um einans at virka á Fólkatingi í felagsmálum og øðrum málum, ið beinleiðis viðkoma Føroyum,

4)      um ikki at gerast limir i donskum tingbólki, men einans samstarva við hini umboðini fyri Føroyar og Grønland,

5)      um at virka fyri formliga at staðfesta, at føroysku umboðini einans taka lut í Fólkatingsarbeiði, tá felagsmál og onnur viðkomandi mál eru til viðgerðar.

Viðmerkingar

Føroyar eiga umboðan á Fólkatingi sambært Danmarks Riges Grundlov. Hetta hevur verið støðan í hálvaaðru øld. Fyrst áttu Føroyar tvey umboð á Ríkisdegi, annað á Landstingi, ið Løgtingið valdið, hitt á Fólkatingi, ið var fólkavalt. Eftir at Landstingið varð avtikið, eru bæði umboðini fólkavaldir limir í Fólkatinginum.

Hetta er tó óheppin støða, tí Fólkatingið er tingið hjá Danmark. Tann felagsskapur, vit eru í, hevur ongar formligar stovnar, har Danmark, Grønland og Føroyar hava javnbjóðis umboðan. Føroysku og grønlendsku umboðini sita tí mitt í rokanum, tá donsk innlendismál verða viðgjørd. Tá so felagsmál eru til viðgerðar, eru føroysku og grønlendsku umboðini so dyggiliga í minniluta – tilsamans einans fýra av 179, sum svarar til 1/45 ella 2,2% av tinginum.

Síðani heimastýrisskipanin kom í lag, hava føroysku umboðini havt alsamt færri mál at varða av. Yvirtøkurnar, skipanin við ríkislógartilmælum í felagsmálum og munurin á støðu okkara mótvegis ES, hava saman gjørt, at tað eru sera fá mál, har føroyingar hava fyri neyðini at møta á Fólkatingi.

Sjálvsagt er bæði gott og neyðugt, at danskir, grønlendskir og føroyskir tinglimir hittast; men tað átti at verið á tann hátt, at hesi tingfólk hittust javnbjóðis, ikki soleiðis, at tey donsku umboðini eru nógv fleiri í tali.

Til ber tó ikki hjá føroyingum at broyta grundlógina, men vit føroyingar kunnu royna at standa saman um eina felags støðu í hesum spurningi.

Skotið verður tí upp, at føroyingar ígjøgnum Løgtingið heita á síni umboð á Fólkatingi um at halda seg til tey føroysku málini og at halda seg frá teimum donsku málunum.

Heitt verður á tey um ikki at taka lut í viðgerð av donskum innlendismálum. Sjálvsagt skulu føroysku umboðini kunna vera við á nevndarfundum og øðrum fundum, ið kunnu geva teimum kunnleika og innlit, men føroysku umboðini eiga ikki at taka orðið í salinum ella atkvøða í slíkum málum.

Heitt verður á tey um ikki at taka lut í viðgerð innan málsøki, sum eru yvirtikin. Tó eiga føroysku umboðini at hava eyguni við, at valdið hjá føroyskum myndugleikum verður virt, eisini við at tryggja, at Danmark í altjóða høpi virðir føroysku støðuna. Somuleiðis eiga okkara umboð at stuðla grønlensku umboðunum, tá tað er neyðugt.

Heitt verður á tey um at halda seg til at viðgera og atkvøða um felagsmál og onnur mál (td. uttanríkismál ella fíggjarmál), sum hava beinleiðis týdning fyri Føroyar.

Heitt verður á tey um ikki at gerast partur av donskum tingbólki. At blanda umboð Føroya upp í danskan partapolitikk hevur bara gruggað støðuna millum Føroyar og Danmark og hevur gjørt, at føroysku umboðini ikki standa saman, men heldur tala ímóti hvørjum øðrum og útlíkna atkvøðuna hvør hjá øðrum. Heldur eiga føroysku umboðini at samstarva við grønlendsku umboðini og í felag tryggja, at fylgt verður so væl við, sum til ber, tá tað ræður um at verja áhugamál landanna, óheft av donskum partapolitikki.

Heitt verður á tey um at virka fyri, at henda skipanin verður broytt, so føroyska umboðanin á Fólkatingi verður avmarkað – og so, tá høvið býðst, at enda avtikin, so vit kunnu fáa javnbjóðis viðurskifti við Danmark og Grønland í felagsmálum.

Tann 10. februar 2005 setti Edmund Joensen, løgtingsformaður, fram uppskot um at vísa uppskotinum burtur sambært § 57, stk. 1 í tingskipanini. Uppskotið samtykt 19-9-1. Uppskotið sostatt burturvíst.