19  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2004, 29. oktober, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki

(Skuldarumskipanarlógin)

§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at umskipa skuld, ið fólk hava til landskassan.

§ 2. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna um skuld av:

  1. Skatti/AM-gjaldi til landskassan, ið eru endaliga álíknað
  2. Meirvirðisgjaldi
  3. Tolli
  4. Lønhæddaravgjaldi
  5. Framleiðslugjaldi
  6. Vinnulánum og veðhaldum givin av Føroya Landsstýri
  7. Lestrarláni givið av Stuðulsstovninum

Stk. 2. Rentur, umsitingarligar sektir, gjøld og aðrar útreiðslur, tengdar at teimum í stk. 1 nevndu krøvum, eru somuleiðis fevnd av løgtingslógini.
Stk. 3. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna ikki um skuld til landsstovnar og -grunnar, ið ikki eru við á løgtingsfíggjarlóg.

§ 3. Skuld, ið er fevnd av § 2, kann eftir umsókn umskipast, um:

  1. skuldarin prógvar, at hann ikki er førur fyri og innan fyri næstu árini eingi útlit hevur fyri at kunna lúka sínar gjaldskyldur til landskassan, og
  2. viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri hesum.

Stk. 2. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 1) er lokin, skal dentur eisini leggjast á ognar – og inntøkuviðurskiftini hjá øllum húskinum.
Stk. 3. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 2) er lokin, skal dentur serliga leggjast á, um skuldarin einans ella fyri ein stóran part hevur skuld til tað almenna, áhugan hjá skuldaranum í at fáa skuldina eftirgivna, hvussu gomul skuldin er, hvussu skuldin er íkomin og higartil afturgoldin, umframt skuldarans viðurskifti undir viðgerðini av eftirgevingarmálinum.

§ 4. Skuld sambært § 2 kann vera heilt ella lutvíst eftirgivin ella umskipað. Verður skuldin lutvíst eftirgivin ella umskipað, skal avtala gerast um gjaldskáa og/ella avdráttarskipan fyri tann partin av skuldini, sum ikki er eftirgivin. Í gjaldskáa- og avdráttartíðarskeiðinum verður skuldin ikki rentað.

§ 5. Kann skuldarin ikki prógva, at hann lýkur krøvini sambært § 3, stk. 1, nr. 1), kann gjaldskái veitast í staðin fyri eftirgeving. Í gjaldskáatíðarskeiðinum kann rentutilskrivingin verða steðgað.

§ 6. Ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 2) og § 7 eru eisini galdandi, tá talan er um partvísa eftirgeving, ella tá ið gjaldskái er gjørdur eftir hesi lóg.

§ 7. Umskipanin ella eftirgevingin kann detta burtur, um:

  1. skuldarin í sambandi við eftirgevingarmálið hevur gjørt seg sekan í svikaligum viðurskiftum, ella hevur tagt við upplýsingum, sum hava avgerandi týdning fyri viðgerðina, ella
  2. skuldarin grovliga skúgvar til viks sínar skyldur sambært gjørdari avtalu um gjaldskáa- og avdráttarskipan.

§ 8. Ein nevnd viðger og tekur avgerðir sambært hesi lóg.
Stk. 2. Í nevndini eru 3 av landsstýrismanninum tilnevndir limir. Formaðurin skal vera lógkønur. Næstformaðurin skal vera roknskaparkønur. Ein av limunum skal vera fyrisitingarkønur.
Stk. 3 Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin 3 varalimir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin útnevnir formannin og næstformannin, ið eru ávikavist lógar- og roknskaparkønir. Starvstíðin hjá nevndini er 4 ár.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp, og ger av, um fastur skrivari skal setast í starv, ella um skrivaraarbeiðið skal liggja hjá almennum kærustovni.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri nevndina.
Stk. 7. Nevndin hevur heimild at útvega sær neyðugar upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá umsøkjara og annars upplýsingar, ið eru neyðugar fyri viðgerðina av málinum.
Stk. 8. Avgerðir sambært hesi lóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv og annað til tess at útinna hesa lóg.

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg fær gildi, fara úr gildi § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum.
Stk. 3. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m, ið ikki eru endað, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skulu viðgerast eftir hesi lóg.

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til, at heimild verður fingin til, at skuld, ið fólk hava til landskassan, undir ávísum treytum kann verða umskipað.

Endamálið við hesum lógaruppskoti er, at skuldarumskipan av ávísari landskassaskuld skal viðgerast eftir somu reglum og í eini heild. Mett verður, at við felags ásetingum um umskipan av skuld til landskassan, og ásetingum, sum liggja heilt nær at ásetingunum í konkurslógini um umskipan av skuld, kann trygd í størst møguligan mun fáast fyri eins viðgerð av borgarum í málum um umskipan av skuld. Eisini verður mett, at rættartrygdin hjá borgarum við hesum lógaruppskoti verður styrkt.

Eftir galdandi lógum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimild at eftirgeva ella umskipa skatta- og lønhæddaravgjaldsskuld. Landsstýrismaðurin hevur hinvegin ikki heimild at eftirgeva ella umskipa m.a. skuld, ið stavar frá vantandi gjaldi av meirvirðisgjaldi, tolli og framleiðslugjaldi. Sama ger seg galdandi viðvíkjandi skuld av landskassalánum, herundir skuld frá lánum til fiskiflotan, farmaflotan og skuld, ið stavar frá veðhaldsútleggum.

Tá landskassaskuld verður innheintað, hevur tað fleiri ferðir víst seg, at skuldarin hevur fingið skipaði viðurskifti við peningastovnarnar. Landskassaskuldin hevur staðið eftir, tí tá sæð verður burtur frá skattaskuld og lønhæddarskuld, hevur heimild ikki verið at umskipa skuld av tí slagi, sum hetta lógaruppskot snýr seg um.

Landsstýrismaðurin metir, at landskassin eigur at hava møguleika fyri at luttaka í skuldarumskipanum saman við øðrum kreditorum, eins og landskassin í ávísum førum eigur at hava møguleika fyri at eftirgeva skuld, tá talan er um skuldarar, sum bert hava skuld til landskassan.

Tørvur er eitt nú á heimild til at umskipa/eftirgeva skuld hjá einstaklingum, sum hava mist síni vinnutól, og har viðkomandi hevur skuld til landskassan, stavandi frá láni ella av tí, at landskassin hevur veðhildið fyri onnur lán. Landsstýrismaðurin metir, at ein skipan eigur at fáast til vega, soleiðis at landskassin kann viðgera ítøkilig mál sum aðrir kravánarar og fáa sum best burturúr peningaliga.

Í lóg nr. 28 frá 30. apríl 1987 var heimild fyri eftirgeving av skuld bæði eftir eina tvingsilssølu, og uttan at tvingsilssøla varð hildin, um útlit ikki vóru fyri, at skuldin fór at verða afturgoldin, heilt ella lutvíst. Eisini kundi skuld eftirgevast í førum, har landskassin einki veð hevði fyri skuldini. Víst verður til Løgtingstíðindi frá 1986, síðu 378 ff, løgtingsmál nr. 73/1986. Við løgtingslóg nr. 110 frá 21. mai 1993 fór henda lóg úr gildi.

Í viðmerkingunum í Løgtingstíðindum frá 1992, síðu 788, løgtingsmál nr. 159/1992 sæst, at orsøkin til, at lógin fór úr gildi var, at reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan (gældssanering) vórðu settar í gildi í Føroyum í 1989, og mett varð tí, at rættast var at seta lógina frá 1987 úr gildi.

Síðani konkurslógin kom í gildi í Føroyum, hava fleiri dømi verið um, at persónar ikki hava fingið skuldarumskipan umvegis skiftirættin sambært reglunum í konkursógini. Orsøkirnar til hetta hava verið ymiskar. Persónar, ið hava persónligt rikið virki, fáa sum meginregla ikki skuldarumskipan, tí teir ikki lúka treytirnar í konkurslógini. Eisini kunnu nevnast dømi um persónar, ið hava fingið noktað skuldarumskipan av tí, at teir bert hava skuld til tað almenna. Somuleiðis eru dømi um, at persónar ikki hava fingið skuldarumskipan, tí einki inntøkugrundarlag er. Tað er nevniliga krav, at persónar fyri at fáa skuldarumskipan, skulu hava eina inntøku, sum gevur teimum møguleikar at røkja ein ávísan part av teirra skuld.

Høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti er at veita heimild til, at ávís skuld til landskassan kann umskipast, hóast skiftirætturin hevur avvíst at viðgera skuldina eftir reglunum í konkurslógini um skuldarumskipan. Ætlanin er tí, at reglurnar í hesum lógaruppskoti skulu vera eitt ískoyti til reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan.

Høvuðsinnihaldið í lógaruppskotinum

Bert fólk kunnu søkja um umskipan/eftirgeving
Fyriliggjandi uppskot viðvíkur bert skuld hjá fólki. Lógaruppskotið fevnir sostatt ikki um skuld hjá partafeløgum, smápartafeløgum, sjálvsognarstovnum, grunnum og feløgum v.m.

Tá støða skal takast til, um skuld skal eftirgevast sambært hesi lóg, ella um landskassin skal luttaka í einari skuldarumskipan, skulu í høvuðsheitum somu atlit takast, sum tá skiftirætturin tekur støðu til eina umsókn um skuldarumskipan sambært konkurslógini. Skuldarumskipanin eftir hesum lógaruppskoti skal vera avgjørt seinasti møguleikin fyri at loysa skuldartrupulleikarnar við landskassan.

Bert skuld, ið positivt er nevnd í lógaruppskotinum, kann umskipast/eftirgevast
Lógaruppskotið fevnir bert um skuld, ið er positivt nevnd í hesum uppskoti, nevniliga

Avgerðir um umskipan/eftirgeving av skuld verða tiknar av einari óheftari nevnd
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum mælir til, at mál um umskipan av skuld, ið verða viðgjørd sambært hesi lóg, verða viðgjørd av eini nevnd, ið er óheft av landsstýrismanninum. Hendan nevnd skal somuleiðis taka avgerð um, hvørt skuld skal eftirgevast, ella um landskassin skal luttaka í einari skuldarumskipan.

Mælt verður til, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum tilnevnir eina trímanna nevnd, hvørs limir hava umsitingarligt, fíggjarligt og løgfrøðiligt innlit, til at viðgera umsóknir um skuldarumskipan ella eftirgeving og taka avgerð sambært lógini.

Eftir at skuldarumskipan er játtað, kann gerast neyðugt at fylgja málinum við atliti at avgerðini. Verður talan um lutvísa eftirgeving, við eini afturgjaldskipan fyri restina av skuldini, skal Toll- og Skattstova Føroya, ið er innkrevjingarmyndugleiki hjá landinum, fylgja við málinum og syrgja fyri, at avgerðin hjá nevndini verður fylgd.

Fíggjarligar avleiðingar
Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av uppskotinum er at siga, at mett verður, at landskassin hevur góðar 600 mió kr. í útistandandi skuld, sum meira ella minni eru ógjørligar at krevja inn.

Landsskatta- og kommunuskattaskuld uml. 90 mió kr. Einar 30 mió kr. av hesum er skattur, ið avtala er gjørd um at gjalda.

Meirvirðisgjaldskuld liggur um 60 mió kr. Stórur partur av hesari skuld stavar frá persónum, sum eru givnir við virkseminum og hava komið sær í MVG skuld, sum teir ikki eru førir fyri at gjalda. Sjúka og elli ger seg ofta galdandi her.

Tollskuldin er góðar 2 mió kr. Lønhæddaravgjaldskuld er umleið 0,3 mió kr. Eingin eftirstøða er av framleiðslugjaldi.

Útistandandi av lánum og veðhaldsútleggi til fiskiflotan v.m. er uml. 350 mió kr.

Skyldug morarenta av skatti er uml. 75 mió kr. Stóran part av hesum rentum er so gott sum vónleyst at krevja inn.

Útistandandi av lestrarlánum til fólk er uml. 13,5 mió kr. Ringt er at meta um, hvussu stórur partur av hesi skuld er vónleysur at krevja inn. Tó verður mett, at tað er týdningarmikið at fáa til vega heimild, soleiðis at henda skuld eisini skal verða partur av einari møguligari skuldarumskipan.

Mett verður, at við hesum lógaruppskoti fer landskassin at fáa partar av skuldini inn, sum annars ikki høvdu komið inn, um heimild ikki varð hjá landskassanum fyri at luttaka í skuldarsemjum. Tó er ringt at gera ítøkiligar metingar av, hvussu nógvan pening landskassin kann fáa inn við luttøku í skuldarsemjum.

Mett verður, at umsitingin av hesum uppskoti kemur at kosta umleið 500 t. kr. um árið fyrstu 3 árini í skrivara- og fundarsamsýningum.

Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur ella fyri pláss/øki í landinum. Mett verður, at lógaruppskotið kann hava sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

  Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Ja Nei
Umsitingarligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Ja  

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

Til § 1
Endamálið við hesi lóg er at útvega landsstýrismanninum við fíggjarmálum heimild at umskipa ella eftirgeva skuld, fevnd av hesi lóg, ið fólk hava til landskassan. Skuld til landskassan merkir í hesi lóg skuld, ið er til landið, landsstovnar og -grunnar, ið eru við á Løgtingsins fíggjarlóg.

Lógaruppskotið fevnir bert um skuld hjá fólki. Skuld, sum partafeløg, smápartafeløg, sjálvsognarstovnar, grunnar og feløg v.m. hava til landskassan, er sostatt ikki fevnd av lógaruppskotinum.

Eftir hesum lógaruppskoti kann skuldin undir ávísum treytum verða eftirgivin fult ella lutvíst, uttan mun til um aðrir kravánarar gera tað sama, og uttan mun til um skiftirætturin sýtir fyri at veita sama skuldara skuldarumskipan ella akkord sambært konkurslógini fyri skuldina, sum talan er um. Lógaruppskotið skal tó ikki á nakran hátt avmarka ella broyta tær heimildir og møguleikar, sum konkurslógin gevur myndugleikum og fólki. Lógaruppskotið skal tí ikki síggjast sum eitt alternativ til konkurslógina. Endamálið við hesum lógaruppskoti er, at tað skal supplera konkurslógina. Skuldarumskipanin skal vera avgjørt seinasti møguleikin fyri at loysa skuldartrupulleikarnar, sum einstaklingar hava mótvegis landskassanum.

Til § 2
Almenn skuld sambært hesum lógaruppskoti er tey peningakrøv hjá landskassanum móti einstaklingum, ið positivt eru nevnd. Ásetingin er bert galdandi fyri skuld, ið ikki er goldin. Er skuldin goldin, antin sjálvboðið ella við tvingsli, er ikki møguleiki fyri at fáa viðgerð eftir ásetingunum í hesum lógaruppskoti og fáa tann pening, sum er innheintaður, útgoldnan aftur.

Til § 2, nr. 1)
Landsskattur sambært hesum lógaruppskoti er skattur, sum er endaliga álíknaður eftir løgtingslóg nr. 85 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum (skattalógin). Skattaskuld til føroyskar kommunur og kirkjur er ikki fevnd av hesum lógaruppskoti. Landsskattur sambært hesum lógaruppskoti er eisini skattur, sum er endaliga álíknaður eftir løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi við seinni broytingum (kapitalvinningsskattalógin) og eftir løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi við seinni broytingum (kolvetnisskattalógin). Ætlanin er, at lógaruppskotið skal fevna um landsskattaskuld av øllum núgaldandi skattalógum og av lógum, sum í framtíðini møguliga verða settar í gildi.

Av tí at arbeiðsmarknaðargjøld verða innkravd saman við skattinum, og sostatt eru partur av skattaskuldini til landskassan, verða hesi gjøld eisini fevnd av lógaruppskotinum.

Til § 2, nr. 2)
Skuld, ið er íkomin sambært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirviðisgjald við seinni broytingum (meirvirðisgjaldslógin), ella eftir lóg, sum seinni avloysur hesa.

Til § 2, nr. 3)
Tollskuld eftir løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum (tolllógin), ella eftir lóg, sum seinni avloysur hesa.

Til § 2, nr. 4)
Skuld, ið er íkomin eftir løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum, ella eftir lóg, sum seinni avloysur hesa.

Til § 2, nr. 5)
Skuld, ið er íkomin eftir løgtingslóg nr. nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, ella eftir lóg, sum seinni avloysur hesa.

Til § 2, nr. 6)
Ásetingin fevnir um ta skuld, ið er íkomin av vinnulánum og veðhaldi, sum landskassin, við Føroya Landsstýri, hevur veitt til m.a. fiskiflotan, farmaflotan, hotelvirksemi v.m. Ásetingin fevnir bert um vinnulán og ikki eisini onnur privat lán, ið eru gjørd við tað almenna. Tað, sum í hesi lóg verður nevnt veðhald, er ikki beinleiðis nakað lán, men ein borgan frá tí almenna í sambandi við lán, upptikin aðrastaðni.

Fevnd av ásetingini er millum annað:
Skuld, ið stavar frá stuðulslánum og veðhaldi, veitt eftir løgtingslóg nr. 15 frá 31. mars 1966 um stuðul til bygging av farmaskipum.
Skuld, ið stavar frá serlánum, veitt eftir løgtingslóg nr. 8. frá 16. januar 1980 og løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988.
Skuld, ið stavar frá kurslánum til skip, veitt eftir løgtingslóg nr. 24. frá 1. juni 1978.
Skuld, ið stavar frá stuðulslánum, veitt eftir løgtingslóg nr. 35 frá 1. juni 1978.
Skuld, ið stavar frá likviditetslánum, veitt eftir løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 1984.
Skuld, ið stavar frá veðhaldsútleggum.
Skuld, ið stavar frá ídnað-, handverk- og tænastuvinnuni, veitt eftir løgtingslóg nr. 68 frá 24. september 1970 og løgtingslóg nr. 37. frá 26. juni 1973. Víst verður eisini til løgtingslóg nr. 82 frá 13. juni 1995 og til løgtingslóg nr. 81 frá 8. mai 2001.

Til § 2, nr. 7
Skuld, ið stavar frá lestrarlánum, eftir løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðul við seinni broytingum, ella eftir lóg, sum seinni avloysur hesa.

Til § 2, stk. 2
Her er talan um rentur, umsitingarligar sektir, ómaksgjøld, áminningargjøld, innheintingarkostnað, v.m., ið eru knýtt at høvuðsskuldini, sum søkt verður um at umskipa ella eftirgeva.

Henda áseting kann tí ikki nýtast til skuld av rentum, umsitingarligum sektum, kostnaði, v.m., sum ikki eru partur av skuld, ið positivt er nevnd í § 2, nr. 1) til 6) í hesum uppskoti.

Henda áseting ávirkar tí ikki tær heimildir, ið fyrisitingarmyndugleikar hava sambært serlóggávu. Sum dømi um heimild hjá fyrisitingini kann nevnast § 21, stk. 2 í meirvirðisgjaldslógini, har Toll- og Skattstova Føroya kann fráboða frítøku fyri hækking av meirvirðisgjaldinum, sum er íkomið, orsakað av at meirvirðisgjaldsuppgerðin ikki er innlatin til ásetta tíð. Eitt annað dømi er heimildin hjá Toll- og Skattstovu Føroya at eftirgeva avgjald sambært § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 62 frá 20. mai 1996 um avgjøld í sambandi við panting. Er talan bert um at eftirgeva slík krøv, skal eftirgevingin ikki viðgerast eftir hesum lógaruppskoti, men eftir serlóggávuni.

Er talan hinvegin um, at slík krøv eru partur av høvuðsskuldini, sum søkt verður um at fáa umskipaða ella eftirgivna, skulu hesi krøv verða viðgjørd saman við høvuðsskuldini eftir hesum lógaruppskoti.

Til § 2, stk. 3
Lógin er ikki galdandi fyri skuld, ið stavar frá lánum ella veðhaldi, til landsstovnar og -grunnar, sum ikki eru á fíggjarlógini.

Virksemið hjá landskassanum er avmarkað til tað virksemið, sum verður játtað umvegis løgtingsfíggjarlógina. Landsstovnar og -grunnar, ið liggja uttan fyri løgtingsfíggjarlógina eru tí ikki fevndir av hesi lóg.

Til § 3, stk. 1. nr. 1)
Eftir hesi reglu er fortreytin fyri eftirgeving av skuld, at skuldarin ikki er førur fyri, og at tað tey næstu árini ongi útlit eru fyri, at hann kann uppfylla sínar gjaldskyldur viðvíkjandi tí skuld, skuldarin søkir um at fáa umskipaða. Ein fíggjarlig meting skal sostatt gerast, og munandi misjavni skal vera staðfestur millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina, hann hevur til tað almenna.

Ein onnur fortreyt er, at skuldin ikki longu er goldin. Í hesum sambandi er tað uttan týdning, hvussu skuldin er goldin. Er skuldin goldin antin sjálvboðið ella við tvingsli, kann hon ikki viðgerast eftir hesum lógaruppskoti. Goldin skuld kann sostatt ikki afturgjaldast í sambandi við eftirgeving.

Ognir, inntøkur og útlit um inntøkur í framtíðini hjá skuldaranum skulu samanberast við neyðugar útreiðslur og støddina á skuldini. Dentur skal ikki einans leggjast á umstøðurnar hjá skuldaranum sjálvum, men hjá øllum húskinum. Ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá hjúnafelaga, sambúgvandi ella heimabúgvandi tilkomnum børnum skulu t.d. eisini takast við í metingina.

Hyggjast skal eftir, um skuldarin og / ella húski hansara eigur ognir, sum kunnu seljast ella latast sum trygd fyri skuldini og lánum. Neyðugt er tó ikki at krevja, at bústaðurin, sum skuldarin eigur og býr í við húskinum, verður seldur uttan so, at húsaútreiðslurnar eru órímiliga høgar, ella at tað er stórt frívirði í fastognini. Afturkeyp ella uppsøgn av eftirlønarskipanum v.m. eiga at vera kravd í sama mun, sum vanligt er, tá skiftirætturin loyvir skuldarumskipan. Síggjast kann tó burtur frá minni upphæddum ella eftirlønarskipanum, sum ikki kunnu afturkeypast. Møguleiki fyri at arva ella møguleikin fyri arvaforskoti eigur at vera tikin við, tá inntøkur og ognir skulu haldast upp ímóti útreiðslum og skuld.

Í samsvari við vanligar reglur í sambandi við skuldarumskipan kann skuld, sum er tryggjað við veð, sum meginregla ikki eftirgevast.

Viðvíkjandi inntøkuviðurskiftunum skal metast um, hvørt útlit eru fyri, at hesi verða munandi bøtt. Somuleiðis skal metast um, hvørt framflutningur av møguligum halli hevur við sær, at sloppið verður undan at rinda skatt.

Er inntøkan hjá skuldaranum munandi lægri enn vanligt er, skulu møguleikarnir fyri at niðurrinda skuldina metast við hesum í huga. Hevur skuldarin í longri tíð livað av forsorgarhjálp, og eru útlit ikki fyri, at fíggjarligu umstøðurnar batna, er talan um umstøður, sum viga sera nógv, tá støða skal takast til, um eftirgeving skal játtast. Er inntøkan hjá húskinum hinvegin óvanliga høg, hevur hetta í sjálvum sær ikki við sær, at skuldarumskipan ikki kann játtast. Hinvegin krevur skuldin í slíkum førum at vera samsvarandi hægri, áðrenn skuldarumskipan kann koma uppá tal.

Tað ber ikki til at seta nakað minsta krav um, hvussu stór skuldin skal vera, fyri at skuldarumskipan ella eftirgeving kann koma upp á tal. Tað, sum hevur avgerandi týdning, er, at skuldarin undir teimum verandi fíggjarligu umstøðum og teimum fortreytum, sum kunnu setast upp viðvíkjandi møguleikanum fyri inntøkum frameftir, ikki er førur fyri at uppfylla sínar gjaldskyldur. Støddin á skuldini skal í hesum sambandi samanberast við aldurin á skuldaranum, útbúgving og vinnumøguleikar hansara. Tala umstøðurnar hjá skuldaranum annars fyri tí, ber til at umskipa skuld, hóast talan er um lítla peningaupphædd.

Tá mett verður um, hvørt skuldarin hevur møguleikar fyri at rinda skuldina, skulu atlit takast til rímiligar útreiðslur til bústað, neyðugan bil, aðrar rímiligar fastar útreiðslur, livikostnað og uppihaldsskyldur.

Til § 3, stk. 1, nr. 2)
Eftir hesum reglum er treytin fyri skuldarumskipan harafturat, at viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri hesum. Tá mett verður um hetta kravið, skal dentur serliga verða lagdur á áhugan hjá skuldaranum í skuldarumskipan, hvussu gomul skuldin er, hvussu skuldin er íkomin og higartil afturgoldin, umframt skuldarans viðurskifti undir viðgerðini av skuldarumskipanarmálum.

Metast skal, um ein skuldarumskipan gevur skuldaranum møguleika fyri at lúka sínar skyldur frameftir. Verður skuldin lutvíst eftirgivin, er neyðugt at syrgja fyri, at skuldarin hevur ein veruligan møguleika fyri at afturgjalda restskuldina.

Tá mett verður um, hvørt viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri skuldarumskipan, skal ein heildarmeting gerast í hvørjum einstøkum føri. Í heildarmetingini skal hyggjast at ymiskum fyribrigdum.

Aldurin á skuldini kann hava týdning. Jú eldri skuldin er, tess størri er møguleikin fyri skuldarumskipan.

Dentur skal serliga leggjast á, um skuldarin hevur roynt eftir bestu evnum at goldið skuldina niður. Kann skuldarin ikki prógva, at hann hevur havt ein veruligan vilja til at gjalda skuldina aftur, talar hetta ímóti skuldarumskipan. Er talan um, at skuldarin hevur goldið øðrum kreditorum fram um ta almennu skuldina, soleiðis at bert skuld til landskassan er eftir, talar tað ímóti at veita skuldarumskipan yvirhøvur.

Er skuldarin, eftir at skuldin er stovnað, vorðin álvarsliga ella varandi sjúkur, hevur hann verið fyri vanlukkutilburði, ella verið fyri óvæntaðum fíggjarligum broytingum, t.d. vorðin eftirløntur, tala slík viðurskifti eisini fyri at veita skuldarumskipan.

Tað talar ímóti at veita skuldarumskipan, um skuldin er íkomin í sambandi við revsiverdar gerðir. Tá sektir verða eftirgivnar, eigur tískil at verða mett um ta revsiverdu gerðina í mun til umstøðurnar í málinum annars, og nær sektin er viðtikin.

Til § 3, stk. 2
Í stk. 2 er ásett, at serligur dentur eisini skal leggjast á, um skuldarin einans ella fyri ein meginpart hevur skuld til tað almenna. Hetta merkir, at um so er, at skuldarin eisini hevur stóra privata skuld, skal skuldarin fyrst royna skuldarumskipan í skiftirættinum ella eina sjálvbodna skipan, sum byggir á reglurnar í konkurslógini um skuldarumskipan. Víst verður til viðmerkingarnar til § 3, stk. 1, nr. 2).

Til § 4
Nevndin sambært § 8 í uppskotinum kann sambært hesum lógaruppskoti veita lutvísa eftirgeving, og merkir tað, at heimild verður frameftir at akkordera almenna skuld og sostatt vera við til at fremja skipaðar akkordir saman við privatum kravánarum til frama fyri skuldarar. Ein treyt er tó, at talan ikki er um stóra privata skuld. Her skal dentur verða lagdur á, hvussu lutfallið er millum ta almennu skuldina og ta privatu skuldina. Tann privata skuldin skal sostatt vera lutfalsliga lítil, fyri at henda áseting kann nýtast. Eisini skal tapsvandin hjá landskassanum havast í huga.

Nevndin kann eftirgeva lutvíst sambært hesi lóg uttan mun til, um aðrir kravánarar gera tað sama og uttan mun til, um skiftirætturin sýtir fyri at veita sama skuldara skuldarumskipan ella akkord sambært konkurslógini.

Hvørt eftirgevingin skal vera lutvís, veldst um eina meting av fíggjarligu umstøðunum hjá skuldaranum. Verður veitt lutvís eftirgeving, verður skuldin niðurskrivað til eina upphædd, sum skuldarin hevur verulig útlit fyri at gjalda aftur. Skuldin verður niðurskrivað til eina upphædd, sum skuldarin verður mettur at vera førur fyri at gjalda aftur eftir einum rímiligum áramáli, tá havd verða í huga aldur, familju-, útbúgvingar- og yrkisviðurskifti. Lækkingarposentið verður ásett eftir einari forsøgn um tær væntaðu inntøkurnar hjá skuldaranum í hesum tíðarskeiði og við atliti at tí, at skuldarin og húski hansara koma at hava ein sámuligan livifót. Skuldarin kann eftir avtalu rinda restskuldina í avdráttum ella í einum.

Tann parturin av skuldini, sum ikki verður eftirgivin (restskuldin), verður ikki rentaður frá tí degi, at umsóknin er móttikin.

Til § 5
Eftir hesi reglu kann gjaldskái veitast í staðin fyri skuldarumskipan, um treytirnar í § 3, stk. 1, nr. 1) ikki til fulnar eru loknar.

Tey eyðkenni ella fyribrigdi til frama fyri ella ímóti skuldarumskipan, sum eru nevnd í viðmerkingunum til § 3, skulu brúkast samsvarandi, tá støða skal takast til, um gjaldskái skal veitast. Gjaldskái kann í samsvari við hetta veitast, tá grundarlag ikki til fulnar er fyri skuldarumskipan, men tað hóast hetta er grundarlag fyri at veita sømdir. Í førum, tá tað er sera óvist, hvussu fíggjarligu umstøðurnar hjá skuldarum koma at verða tey næstu árini, kann hetta tala fyri at veita gjaldskáa heldur enn eftirgeving. Nevndin kann gera av, um renta skal roknast av skuldini í tíðarskeiðinum.

Til § 7
Eftir hesi reglu kann skuldarumskipanin ella eftirgeving detta burtur, um skuldarin í sambandi við skuldarumskipanaramálið hevur gjørt seg sekan í svikaligum viðurskiftum.

Lutvís eftirgeving kann detta burtur, um skuldarin grovliga skúgvar til viks sínar skyldur sambært gjørdari avtalu um gjaldskáa- og avdráttarskipan. Talan kann t.d. vera um, at skuldarin yvir eitt longri tíðarskeið letur vera við at gjalda, hóast hann hevur pening til taks. Tað skal tilskilast í játtanini um partvísa eftirgeving, at hon kann fella burtur, um afturgjaldsavtalan ikki verður hildin. Misheldur skuldarin avtaluna, tí konjunkturarnir broytast, tí ein kreppa er innan fyri hansara virkisøki, vegna teknisk brek ella sjúku, verður mishaldið ikki roknað sum so grovt, at eftirgevingin dettur burtur. Einstøk seinking við avdrátti í nakrar dagar, verður heldur ikki roknað sum grovt mishald. Samanumtikið eigur at verða hugt at, hvussu stórt mishaldið er, og av hvørjari orsøk tað er íkomið.

Til § 8
Skuldarumskipanarnevndin skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð sambært hesum lógaruppskoti.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tilnevnir eina trímanna nevnd, sum hevur løgfrøðiligt, fíggjarligt og umsitingarligt innlit, til at viðgera og taka avgerðir í umsóknum eftir hesum lógaruppskoti.

Landsstýrismaðurin skal velja formannin í nevndini, ið skal vera lógkønur. Landsstýrismaðurin skal velja næstformannin í nevndini, og skal hann hava útbúgving frá hægri lærustovni í roknskapi. Ein av limunum, sum landsstýrismaðurin velur, skal hava royndir innan fyrisiting.

Avgerðir, ið verða tiknar sambært hesi lóg, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

Til § 9
Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv og annað til tess at útinna hesa lóg, eitt nú um forkrøv skulu setast til umsóknirnar, o.s.fr.

Til § 10
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m., har avgerð ikki er tikin, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skulu viðgerast eftir hesum lógaruppskoti.

Orsøkin til hetta er, at samstundis sum henda lóg kemur gildi, fara úr gildi § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum.

1. viðgerð 17. november 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 1. mars 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 17. november 2004 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. januar, 10., 16. og 17. februar 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum. Harumframt hevur nevndin verið á fundi úti í Fíggjarmálaráðnum, har endamálið var at geva nevndini frágreiðing um tey vinnulán, ið eru fevnd av lógaruppskotinum.

 

Frá Fíggjarmálaráðnum hevur nevndin fingið eina uppgerð, ið vísir, at vinnulán ultimo 1997 vóru á 896 mió. kr., harav kr. 664 mió. kr. eru avskrivaðar soleiðis, at 232 mió. kr. standa eftir í dag. Tað, ið er eftir, er í høvuðsheitum alt persónlig lán, meðan meginparturin av tí, ið er avskrivað eru lán til P/f, Sp/f og lutafeløg.

 

Nevndin hevur eisini fingið til vega tilfar um avskrivingarreglur í Danmark.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) viðmerkir, at tá tørvur er á slíkum heimildum, sum lógaruppskotið leggur upp til, so reisir hetta spurningin, um ikki tørvur kann verða á reglum um, at fólk og feløg kunnu missa rættin til vinnuvirksemi, tá støðan, tey eru komin í, er íkomin av grovum ósketni. Nevndin heldur, at hetta er ein spurningur, ið eigur at verða tikin upp í landsstýrinum.

 

Spurningurin hevur verið umrøddur um, hvørji skuldarsløg eiga at verða fevnd av lógini. Meirilutin heldur ikki, at viðurskiftini sum er tala fyri, at heimild skal vera at umskipa lestrarlán, givin av Stuðulsstovninum.

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 2, stk. 1 verður nr. 7) og orðini "Lestrarláni givið av Stuðulsstovninum" strikað.

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Minnilutin í nevndini (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) heldur tað ikki verða skilagott at samtykkja  eina so generella lóg um skuldarumskipan, har at kalla øll skuld til Landskassan kann umskipast ella eftirgevast. Serliga er tað ivasamt, tá talan er um meirvirðisgjald, har tann, sum krevur inn fyri Landskassan, loyvir sær at brúka peningin til egin áhugamál í staðin fyri at lata eigaranum peningin.

 

Minnilutin metur, at neyðugt er, eins og gjørt er í grannalondunum, fyrst at gera greiðar lógreglur fyri, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri virkir og persónar, sum hava munandi falna skuld til Landskassan.

 

Tað er við til at máa støðið undan einari góðari samfelagsskipan, tá til ber - og sum dømi eru um - at  steingja virki og at byrja aftur undir nýggjum navni, uttan at hava avklárað viðurskiftini við Landskassan, við tí avleiðing, at skattgjaldarin fær rokningina.

 

Sjálvt um tað eru nógvir persónar, sum í dag eru pensjónistar, ið hava faldna skuld  - 20 til 25 ára gamla - til Landskassan, sum teir ikki eru førir fyri at gjalda,  so er neyðugt at vera sera nærlagdur í hesum máli og binda um heilan fingur, so søgan ikki endurtekur seg. 

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 11. mars 2005. Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 7-1-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinni Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard, til § 2 fall 12-0-14. §§ 1-10 samtyktar 19-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Til 3 viðgerð løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Poul Michelsen fram soljóðandi  

Broytingaruppskot
til 3. viðgerð

 

§ 10 verður orðað soleiðis: "§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. mai 2006.

Stk. 2. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m, ið ikki eru endað, áðrenn henda lóg kemur í gildi, og umsóknir um eftirgeving av skattaskuld v.m., ið eru móttiknar, áðrenn hendan lóg fer úr gildi, skulu viðgerast eftir hesi lóg og ikki eftir § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum ella § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum."

 

Viðmerkingar:

Hildið verður ikki, at tað er rætt at geva eina varandi heimild at umskipa skuld til landskassan, ið gongur víðari enn tær heimildir, ið eru galdandi í dag. Hinvegin er tørvur á, at fáa ruddað upp í gomlum peningakrøvum, har ikki hevur borið til at fingið í lag eina afturgjalding eftir verandi reglum. Við broytingini ber til at senda inn umsóknir um umskipan fram til 1. mai 2006. Galdandi lógir verða formliga verandi í gildi í hesum tíðarskeiði, men við broytingini verður ásett, at mál ið ikki eru endað, áðrenn lógin kemur í gildi, og umsóknir, ið eru móttiknar, áðrenn lógin fer úr gildi, skulu viðgerast eftir hesi fyribilslógini.

 

3. viðgerð 31. mars 2005. Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-18. Broytingaruppskotið frá Kára P. Højgaard, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Poul Michelsen til § 10 fall 10-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 29 frá 08.04.2005