18  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 29. oktober, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 4, stk. 2 verður "Toll- og Skattstovu Føroya" broytt til: "Bileftirlitinum".
  2. Í § 16, stk. 2 verður "tollvaldsins loyvi" broytt til: "loyvi frá Bileftirlitinum".
  3. Í § 21 verður "Toll- og Skattstova Føroya" broytt til: "Bileftirlitið".
  4. § 22 verður orðað soleiðis:
  5. § 22. Bileftirlitið hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya."

  6. Í § 23a, stk. 3 verður "Toll- og Skattstovan" broytt til: "Bileftirlitið".
  7. Í § 25, stk. 1, nr. 1 verður "Toll- og Skattstovu Føroya" broytt til: "Bileftirlitinum".
  8. Í § 25, stk. 1, nr. 2 verður "og § 22" strikað.
  9. Í § 26, stk. 1 verður "Toll- og Skattstova Føroya" broytt til:"Bileftirlitið".
  10. § 28 verður orðað soleiðis:
    § 28. Gjøld eftir hesi lóg kunnu innheintast við panting."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og § 1, nr. 1-8 hava virknað frá 1. oktober 2004. 

Almennar viðmerkingar
Við hesum uppskoti er ætlanin at flyta umsitingina av skrásetingargjaldinum frá Toll- og Skattstovu Føroya til Bileftirlitið, so Toll- og Skattstova Føroya ikki longur er partur av hesi umsiting.

Harumframt er ætlanin at dagføra ymiskar ásetingar í lógini um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

Bileftirlitið skapar allar fyritreytir fyri útrokning av skrásetingargjaldinum, samstundis sum stovnurin ger allar grundskrásetingar fyri bilar. Bileftirlitið umsitur navnaupplýsingar, sum siga, hvør eigur bilin. Alt samskifti við politivaldið verður somuleiðis umsitið av Bileftirlitinum, tá nummarspjøldur verða tikin vegna ikki goldnan vegskatt, eins og alt samskifti við tryggingarfeløg í sambandi við umskráseting og tryggingareftirstøður verður umsitið av Bileftirlitinum.

At umsitingin av skrásetingargjaldinum verður flutt, ávirkar játtanarviðurskiftini millum stovnarnar (Toll- og Skattstovu Føroya og Bileftirlitið).

Viðvíkjandi lønum: Í sambandi við yvirtøkuna av skrásetingargjaldinum frá Toll- og Skattstovu Føroya fylgir játtan til eitt starvsfólk við.

Fyri fíggjarlógina hevur uppskotið onga ávirkan á samlaðu útreiðslurnar. Talan verður um at flyta partar av játtanini millum greinar á fíggjarlógini.

Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Mett verður ikki, at uppskotið hevur aðrar fíggjarligar avleiðingar fyri land, kommunu og fyri pláss/øki í landinum enn áðurnevndu. Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Fyrisitingarliga hevur broytingin við sær eitt greiðari umsitingarbýti, umframt at mannagongdin gerst greiðari og einfaldari fyri einstaka borgaran og vinnuna.

 

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar
avleiðingar
Ja Nei Nei Ja Ja
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

 Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Ad. § 1, nr. 1, 2, 3, 5, 6 og 8
Við lógaruppskotinum verður lagt upp til, at umsitingin av skrásetingargjaldinum verður flutt frá Toll- og Skattstovu Føroya til Bileftirlitið. Broytingarnar avspegla hesi viðurskifti.

Ad. § 1, nr. 4
Í sambandi við, at lagt verður upp til, at umsitingin av skrásetingargjaldinum verður flutt frá Toll- og Skattstovu Føroya til Bileftirlitið, verður skotið upp, at tað verður heimilað Bileftirlitinum at fáa allar neyðugar upplýsingar til viðgerð av málum eftir hesi lóg frá Toll- og Skattstovu Føroya.

Ad. § 1, nr. 7
Talan er um eina dagføring av galdandi reglum.

Ad § 1, nr. 9
Skotið verður upp, at gjøldini eftir hesi lóg kunnu innheitast við panting. Samsvarandi heimild hevur verið fyri innheinting av vektgjaldi síðani mitt í 1990-unum, jbr. løgtingslóg nr. 63 frá 13. juni 1995.

Ad § 2
Skotið verður upp, at løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og at § 1, nr. 1-8 hava virknað frá 1. oktober 2004.

1. viðgerð 10. november 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 17. november 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2004 er tað beint í fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 17. november 2004.

Undir 1. viðgerð fekk nevndin varðhugan av, at avleiðingin av at flyta umsitingina av skráseting á motorakførum verður, at hetta frameftir bert kan verða avgreitt í Havn.

Fíggjarnevndin hevur tí biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing um, hvussu broytingin kemur at ávirka praksis, sum hevur verið galdandi, og hevur landsstýrismaðurin givið hesa frágreiðing:

"Skráseting av bilum.
Uttan fyri Tórshavn er tað bert á Kamsdali at nýggir bilar verða seldir.

Tey koma til Havnar fyri at avgreiða skrásetingina og fáa nummarspjaldur, soleiðis hevur tað altíð verið, so her er ongin broyting.

Suðuroy og Norðoyggjar: Har snýr tað seg bert um brúktar bilar. Søla av nýggjum bilum verður avgreidd av høvuðsumboðnum í Tórshavn. Brúkti bilurin verður sýnaður. Fakturin við neyðugum upplýsingum um innflutta og sýnaða brúkta bilin verður faxa Bileftirlitinum, sum roknar gjaldið út, sum síðani um peningastovn verður flutt Bileftirlitinum.

Nummarspjaldrið verður sent við postuppkravi sama dag. Avtalað er við postverkið, at nummarspjaldrið bert skal útflýggjast móti prógvi um gjald av ymiskum lógarásettum gjøldum og kravdum upprunaskjølum í samband við skrásetingina. Skipanin hevur virkað væl, og Bileftirlitið upplýsir, at tað ger hon eisini við nýggju skipanini.

Trupulleikarnir, sum T&S hevði, vóru, tá ósemja var um prísin á innflutta brúkta bilinum, sum skuldi leggjast til grund fyri avrokningini av skrásetingargjaldinum. Hetta kom ofta fyri, og tá mátti T&S venda sær til bileftirlitið, tí tað hava tey betri førleika at meta um enn T&S.

Hetta kundi seinka avgreiðsluni av málinum nógv, tí T&S hevði ofta trupult at finna fram til rætta prísin, og skuldi leita sær upplýsingar frá sakkønum, sum so oftast varð bileftirlitið.

Einasti munur er, at í staðin fyri at gjalda hjá T&S, so verður nú goldið um peningastovn. Nummarspjøldrini eru altíð komin frá bileftirlitinum í Tórshavn. Umskrásetingargjald kann framvegis avgreiðast hjá Toll- og skattstovunum kring landið, men Bileftirlitið hevur eftirlit við, at tað er goldið. "

Sambært hesi frágreiðing, skuldu spurningarnir, sum vórðu reistir undir 1. viðgerð verið svaraðir, og staðfestast kann, at møguleikarnir at avgreiða umskrásetingina úti um landið ikki verða ávirkaðir av gjørdu broytingunum.

Eisini kann staðfestast, at uppskotnu broytingarnar koma at einfaldgera skrásetingina av bilunum, og mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja málið.

2. viðgerð 24. november 2004. Uppskot landsstýrisins samtykt 19-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. november 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 77 frá 08.12.04