12  Uppskot til  løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi

A. Upprunauppskot
B.  1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 29. oktober, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

  1. at avhenda partabrøv,
  2. øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, ella
  3. felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er at geva landsstýrismanninum heimild at stovna partafelag, sum skal reka postvirksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Ætlanin við partafelagnum er, at alt virksemið og allar ognirnar hjá Postverki Føroya verða lagdar í felagið, um Løgtingið samtykkir komandi uppskot til løgtingslóg um at umleggja Postverk Føroya til partafelag.

Fíggjarlig heimild er fingin til vega á høvuðskontu 6.38.3.02 í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2004 til at skjóta í mesta lagi 30 mió. kr. í partafelagið. Tá uppskotið er samtykt, ber til at leggja ætlaða kapitalinnskotið til partafelagið.

Tá allar fyrireikingar eru lidnar, verður uppskot til løgtingslóg um at umleggja Postverk Føroya til partafelag lagt fyri Løgtingið, har øll ætlaða umleggingin verður lýst nærri.

2. Gongdin í málinum
Í 1998 varð lagt fram uppskot um at umleggja Postverk Føroya til partafelag, men uppskotið datt burtur í sambandi við, at løgtingsval varð útskrivað. Í ár 2000 varð uppskot til løgtingslóg um at umleggja Postverk Føroya til partafelag aftur fyrireikað. Í sambandi við fyrireikingarnar av lógaruppskotinum vóru samráðingar millum landið og Postfelagið í 2000, men samdust partarnir ikki um innihaldið í einari avtalu um starvsfólkaviðurskiftini, sum tá var ein treyt hjá postfelagnum fyri, at felagið kundi taka undir við at umleggja postverkið til partafelag. Tá løgtingslógaruppskot um postvirksemi skuldi leggjast fram í Løgtinginum í august 2002, avgjørdi landsstýrið ikki at leggja fram lógaruppskotið um at umskipa Postverk Føroya til partafelag.

Endamálið við Løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi er, at hóskandi postflutningur verður tryggjaður øllum landsins íbúgvum, at postflutningur verður skipaður fyri rímiligan prís við góðari dygd, at verja áhugamál viðskiftafólksins, herundir serliga postloyndina, at postflutningur verður lagaður eftir skiftandi tørvi, og at fortreytir verða skaptar fyri frælsari kapping eftir 2003.

Sum ein liður í at fremja endamálið við Postvirksemislógini og at gera neyðugar reglur við heimild í lógini er koncessión latin Postverk Føroya, sum m.a. leggur karmar, sum tryggja grundleggjandi postflutning og skapa fortreytir fyri kapping. Kunngerð um postgjøld er sett úr gildi, og gevur koncessiónin Postverki Føroya frælsari karmar at prísáseta. Kunngerð um einkarrætt og skyldur landsins til postflutning er lýst, sum ásetur markið fyri einkarrættinum hjá landinum at vera upp til og við 100g á innlendis adresseraðum brøvum, og adresseraðum brøvum send úr Føroyum og til Føroya.

Vinnumálaráðið fyrireikar í løtuni lógaruppskot um at umleggja Postverk Føroya til partafelag, sum ætlandi verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

3. Ummæli
Lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Tá avleiðingarnar av uppskotinum verða viðgjørdar, má havast í huga, at ætlanin við at stovnseta partafelagið er, at tá lóg um at umleggja Postverk Føroya til partafelag er samtykt, skal virksemið og ognir hjá Postverk Føroya leggjast í felagið.

1. Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar av at samtykkja hetta lógaruppskotið eru, at upp til 30 mió kr. kunnu verða lagdar í felagið sum kapitalinnskot. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu stórur partur av fíggjarligu heimildini uppá 30 mió kr., sum játtaðar vórðu á løgtingsfíggjarlógini fyri 2004, skal skjótast í felagið sum kapitalinnskot. Atlit til m.a. framtíðarútlitini og íløgutørvin hjá felagnum og til kappingina á postmarknaðinum hava serligan týdning í hesum sambandi.

Harafturat fær felagið ávísar rakstrarútreiðslur m.a. til nevndarsamsýningar og stjóra.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar. Avleiðingarnar av at leggja virksemið og ognir hjá Postverki Føroya í partafelagið verða lýstar í sambandi við komandi lógaruppskot um at umleggja Postverk Føroya til partafelag.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar beinleiðis vinnuligar avleiðingar. Avleiðingarnar av at leggja virksemið og ognirnar hjá Postverki Føroya í partafelagið verða lýstar í sambandi við komandi lógaruppskot um at umleggja Postverk Føroya til partafelag.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Stovnað verður nýtt partafelag, sum skal hava nevnd og stjóra.

3. Umhvørvisligar avleiðingar
Ongar umhvørvisligar avleiðingar standast av hesum uppskotinum.

4. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Ongar avleiðingar eru fyri serstøk øki í landinum av at stovna partafelagið. Avleiðingarnar av at leggja virksemi og ognir hjá Postverki Føroya í partafelagið verða lýstar í sambandi við komandi lógaruppskot um at umleggja Postverk Føroya til partafelag.

5. Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 4: Yvirlit yvir avleiðingar av at stovna partafelag

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja, smærri

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar      

Nei

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1. 
Í stk. 1 verður skotið upp at stovna partafelag, og ásett verður, hvat endamál felagsins skal vera.
Við at áseta í løgtingslóg, hvat endamálsorðingin í felagnum skal vera, kann partaeigarin ikki broyta viðtøkurnar, sum hann annars hevði havt rætt til. Á henda hátt verður tryggjað, at felagið bert verður nýtt til tað endamál, tað er stovnað til.

Ætlanin er, at felagið skal stovnast í ár, soleiðis at kaptalinnskotið kann verða skotið inn í partafelagið. Verður hetta ikki gjørt í ár, fellur játtanin burtur. Enn er støða ikki tikin til, hvussu stórur partur av fíggjarligu heimildini, ið er 30 mió kr., verður nýtt til kapitalinnskot í felagið.

Í stk. 2 er ásett, at partabrøvini eru ogn landsins, og at Løgtingsins samtykki krevst, um so er, at landsstýrismaðurin ynskir at einskilja felagið. Tað verður hildið, at slík prinsipiell avgerð eigur ikki at verða tikin, uttan at Løgtingið hevur viðgjørt málið sbr. § 48, stk. 2 í tingskipanini.

Til § 2.
Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 16. november 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. november 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2004 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 25. november 2004.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Postfelag og við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við postverksstjóranum, har viðurskifti í sambandi við postflutning og viðurskiftini millum postverksleiðsluna og postfelagið hava verið umrødd.

 

Frá Føroya Postfelag fekk nevndin skriv, dagfest 31. oktober 2003, við viðmerkingum til eitt lógaruppskot um umlegging av postverkinum til partafelag. Frá postverksstjóranum fekk nevndin faldara, ið lýsir tænasturnar hjá postverkinum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg og Heidi Petersen) leggur dent á, at hetta er eitt mál, ið hevur verið undir viðgerð í nógv ár, uttan at nøkur endalig politisk loysn enn er funnin. Meirilutin er av tí sannføring, at skal tað eydnast hesa ferð, er neyðugt, at allir partar verða tiknir við upp á ráð, og at man politiskt kann kenna seg  tryggan fyri, at postflutningur eisini í framtíðini verður á høgum støði um alt landið.

 

Av tí at eingin játtan er sett av til Postverk Føroya í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005, heldur meirilutin, tað vera umráðandi, at uppskot til løgtingslóg um umlegging av postverkinum verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. 

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 verður orðað soleiðis: "Landsstýris-maðurin leggur í inniverandi tingsetu løgtingslógaruppskot fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at leggja virksemi og ognirnar hjá Postverki Føroya í tað í § 1 nevnda partafelag." og § 2 verður hereftir § 3.

 

Ein meiriluti í nevndini   tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum. 

 

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen) tekur í høvuðsheitinum undir við, at alt postvirksemi í Føroyum verður umskipað og lagt inn í eitt partafelag. Í fyrsta umfari verður tikið undir við, at hitt almenna skipar stovnin sum ein slíkan, men minnilutin tekur eisini undir við, at arbeitt verður víðari fram við málinum soleiðis, at føroyskt postvirksemi kann loysast frá almennum eigaraskapi og seljast privatum og soleiðis kemur út í veruligu kappingina á hesum marknaðinum. So leingi partafelagið er alment, tvs. at landsstýrismaðurin í vinnumálum er eigari og aðalfundur partafelagsins, er vandi fyri, at trupulleikin við vardum sektorum í postvirkseminum ikki loysna og verða brýndir av kappingarelementinum. Ábyrgdin verður liggjandi hjá landsstýrismanninum, sum velur nevndina, sum setir stjóran. Dentur skal tó leggjast á, at líkamikið hvat ið hendir annars í eigarviðurskiftunum, so skal ein almenn konsessión altíð og stund tryggja, at allir borgarar, sama um teir búgva í Hattarvík ella í miðbýnum í Tórshavn, standa eins mótvegis serviseringini, sum postvirksemið í Føroyum skal veita.

 

Tað er komið fram undir viðgerðini, at uppskotið, løgtingsmál nr. 12/2004, einans hevur sum endamál at flyta játtanina á 30 milliónir úr landskassanum yvir í eitt alment partafelag, sum skal reka postvirksemi í Føroyum. Ivaleyst leggur landsstýrismaðurin uppskotið fram, tá ið hann er ræddur fyri, at peningurin ikki verður endurjáttaður í komandi ári, skuldi játtaða upphæddin fallið endaliga inn aftur í landsskassan um árskiftið.

 

Virkað hevur verið miðvíst við postverksmálinum í áravís. Og tað hevði verið skynsamiligast at málið varð lagt fyri Løgtingið í einum samlaðum høpi. At formliga skipanin av partafelagnum og løgtingslógin um umlegging av Postverki Føroya komu á tingborð samstundis og vórðu viðgjørd undir einum.

 

Tað er eisini komið fram, at óvist er, hvussu stór endaliga upphæddin verður, sum landsstýrismaðurin ætlar at skjóta inn í partafelagið. 30 milliónir krónur verða nevndar í uppskotinum, vælsaktans tí at hetta er sama upphæddin, sum Løgtingið hevur samtykt at játta til endamálið. Landsstýrismaðurin upplýsti tó fyri vinnunevndini, at ein bólkur í løtuni situr og greinar, hvussu mikið av peningi nýggja partafelagið fer at hava tørv á, tá ið komið verður til skarpskeringar. Fleiri tøl vórðu nevnd ímillum 20 og 30 milliónir krónur. Hendan óvissan talar eisini fyri, at rættast hevði verið at bíðað eftir hesi útgreiningini og løgtingslógini um sjálva umleggingina.

 

Sum støðan er nú, taka tingmenn støðu til málið undir alt ov veikum fyritreytum, teir vita einki um peningaligu viðurskiftini, tvs. hvussu stórur tørvurin verður, og heldur ikki vita teir, hvussu umrødda umskipingarlóg fer at síggja út. Samtykkir Løgtingið uppskotið soleiðis, sum tað fyriliggur, er tað ikki fyri annað at rokna enn tað, at lóggevandi valdið hevur latið útinnandi valdinum ein blankokekk á 30 milliónir krónur uttan at vita, hvussu peningurin eftir hetta verður umsitin og brúktur.

 

Samstundis sum minnilutin sum grundreglu tekur undir við, at alt postvirksemi verður lagt yvir í ein partafelagskarm, mælir minnilutin til, at bíðað verður eftir fíggjarliga útgreiningararbeiðnum og uppskotinum um umlegging av øllum postvirksemi, eingin grund er til at halda, at tingið ikki endurjáttar upphæddina í 2005, um hon av tekniskum orsøkum hvørvur, tá ið hendan fíggjarløgtingslógin fer úr gildi, tí mælir minnilutin tingmonnum til at atkvøða í móti uppskotinum, løgtingsmálið nr. 12/2004, soleiðis sum støðan í málinum nú stendur.

 

2. viðgerð 8. desember 2004. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg og Heidi Petersen til § 2 samtykt 17-0-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-6. Málið avgreitt.

Ll.nr. 90 frá 20.12.2004