3  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar ikki)
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 12. august, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:

1) Í § 14, stk. 1 verða orðini „fyri avhending, ið ikki er endalig," strikað.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Samgongan er samd um, at brúksskylda skal fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið, og at tiltøk verða sett í verk at forða "spekulasjón" við fiskirættindum. Hetta er niðurfelt í samgonguskjalinum.

Ábendingar eru um, at "spekulasjón" fer fram í sambandi við varandi avhendingar av fiskirættindum uttan mun til um tann, sum avhendar, hevur lokið lógarásett krav um ávísa brúksskyldu.

Landsstýrið vil steðga hesi gongd skjótast gjørligt. Fiskimálaráðið arbeiðir við eini endurskoðan av allari fiskiveiðilóggávuni, men heldur enn at bíða, til hetta arbeiðið er liðugt og verður lagt fyri tingið, er landsstýrið samt um, at tað hevur skund at fáa gjørt broytingina at steðga umtalaðu "spekulasjónini".

Í tingsetuni 2001 (tingmál nr. 65) samtykti Løgtingið at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so tað verður sett sum treyt fyri avhending av fiskidøgum og kvotum sambært ávikavist §§ 14 og 15, sum ikki var endalig, at í minsta lagi 60% av fiskidøgunum/kvotunum í fiskiárinum frammanundan eru nýttir/nýttar til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum.

Endamálið við at knýta brúksskyldu at møguleikanum at avhenda fiskidagar var m.a. at forða fyri, at feløg ella einstaklingar fáa útskrivað fiskiloyvi ár um ár, bert fyri at avhenda fiskidagar til aðrar skipaeigarar.

Í uppskoti landsstýrisins var ongin tilskilan um, at 60% reglan bert skuldi hava gildi, um avhendingin ikki var endalig. Men undir nevndarviðgerðini í Vinnunevndini varð uppskotið broytt, so at tað bara er í sambandi við avhending fyri eitt ár, at krav verður sett um 60% "eginnýtslu". Í álitinum verður ført fram, at er talan um endaliga avhending, skuldi vandin fyri "spekulasjón" ikki verið til staðar, og verður kravið um "eginnýtslu" eisini galdandi í hesum føri, so kann hetta hava við sær ikki tilætlaðar trupulleikar t.d. í sambandi við, at fiskifør verða skift út.

Royndirnar av skipanini við avhending av fiskirættindum hava víst, at eigarar av fiskiførum, sum ikki hava gagnnýtt 60% av sínum fiskirættindum, í fleiri førum hava avhendað síni rættindi endaliga. Dømi er um, at árið eftir er avhendingin gingin aftur hinvegin – eisini endaliga. Í hesum førum hevur avhendingin gingið fyri at verða endalig, men tá til stykkis er komið, var hon tó bert fyri eitt ár. Hetta kundi fara fram, hóast fiskifarið, sum avhendaði fiskirættindini, ikki leyk treytirnar fyri at avhenda tær fyri bert eitt ár.

Endaligar avhendingar hava serliga verið fyri fiskidagar á Føroya Banka, har nógv fiskifør ikki fullnýta 60% av fiskirættindunum givin í fiskiloyvinum.

Eftir landsstýrisins tykki er tað skeivt, at fiskirættindi – øll ella partur av teimum – ið verða latin fiskiførum í feskfiskaflotanum, kunnu verða avhendað at verða brúkt av einum øðrum fari, um ikki ein nøktandi partur av fiskidøgum varð brúktur árið fyri. Verandi lóggáva ásetir 60%¸ sum eftir landsstýrisins tykki er nøktandi.

Men við verandi lóggávu ber til at koma uttan um hesa áseting við at avhenda fiskirættindini endaliga, tvs. fyri meira enn eitt ár ísenn. Hesum vil landsstýrið steðga og leggur tí hetta lógaruppskotið fram um at herða § 14, so avhending av fiskidøgum bert kann fara fram – endaliga ella fyri eitt ár í senn – um 60% av fiskidøgunum vórðu brúkt fiskiárið frammanundan.

Útróðrarbátar í bólki 4 hava ikki brúkt sínar tillutaðu fiskidagar á Føroya Banka í sama mun sum fiskidagarnar á innaru fiskidagaleið. Tí hevur reglan um 60% nýtslu av fiskirættindunum árið fyri í fyrsta umfari ávirkað møguleikarnar fyri avhending av fiskidøgum fyri eitt ár í senn hjá bólki 4 á Føroya Banka.

Við at hava funnið eina sniðgøtu at kunna avhenda fiskirættindini uttan um tilætlaða endamálið við lógarbroytingini í mars 2002, kann staðfestast, at hetta hevur gjørt, at fiskirættindi, sum annars ikki høvdu verið fullnýtt, verða brúkt.

Tað er eitt politiskt ynski at avmarka royndina á Føroya Banka – og serstakliga at forða fyri at útróðrarbátar kunnu avhenda fiskidagar til fiskifør í bólki 3 ella skip á somu stødd. Herðingin av lóggávuni, so tað nú eisini verður kravt 60% gagnnýtsla av fiskirættindum fyri at kunna avhenda hesi endaliga, gongur hesum ynski á møti.

Tað er tí eisini við hesum í huga, at landsstýrið leggur hetta uppskotið fram.

Hoyring
Uppskotið hevur, við stuttum skotbrái, verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum.

Meirilutin í Fiskivinnuráðnum tekur undir við málinum. Umboðið fyri Meginfelag Útróðrarmanna vil hava meira tíð at viðgera málið. Umboðini fyri Ráfiskakeyparafelagið og Fiskimannafelagið eru burturstødd í summarfrí.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Hinvegin kann uppskotið bera í sær ávísar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar.

Uppskotið ber í sær, at treytirnar fyri avhending av fiskidøgum til botnfiskiskap í føroyskum sjógvi verða broyttar.

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða sáttmálum.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Ja

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

ad. 1). Her verður ásetingin um, at 60% reglan bert er galdandi, um avhendingin av fiskidøgum ikki er endalig, strikað.

1. viðgerð 18. august 2004. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 1. september 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. august 2004, og eftir 1. viðgerð tann 18. august 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19. august og 1. september 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Nevndin hevur havt málið til hoyringar hjá Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Ráfiskakeyparafelag.

Føroya Fiskimannafelag tekur undir við uppskotinum í tann mun, talan er um eina avmarking av spekulasjón.

Meginfelag Útróðrarmanna vísir á, hvussu umsetiligheit av fiskirættindum hevur forskotið javnvágina í fiskidagaskipanini. Meginfelagið sær bæði vansar og fyrimunir við lógarbroytingini. Fyrimunirnir eru, at fiskirættindini vera verandi í útróðrarflotanum og vera sostatt við til at halda javnvágina í fiskidagaskipanini. Vansarnir eru teir, at tann møguleikin, ið hevur verið at býta um dagar, eitt ár á gangin við línuskipini, er burtur. Hetta hevur við sær minni smidligheit í rakstrinum av teimum størru bátunum.

Ráfiskakeyparafelagið tekur fult undir við broytingunum og endamálinum at avmarka spekulasjón.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. september 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. september 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 61 frá 17.09.2004