100-26 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 31. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur Mentamálaráðið gjørt nakrar kanningar av tørvinum á eftirskúlum í Føroyum. Ella hevur ráðið ætlanir um at seta tílíkar kanningar í verk?
  2. Hvør hugburður er valdandi í Mentamálaráðnum viðvíkjandi eftirskúlum? Skulu slíkir gerast partur av føroyska skúlaverkinum ella ikki?
  3. Um so er, hvørji skulu tilboðini í eftirskúlanum verða, og til hvønn? 
  4. Um tit í Mentamálaráðnum halda, at vit eiga at stovnseta eftirskúlar, hvussu høgt eru hesir tá raðfestir?
  5. Kennir Mentamálaráðið tað sum sína skylda at taka stig til stovnan av eftirskúlum, ella verður tað bíðað eftir initiativi frá øðrum. Kommunum ella áhugabólkum?
  6. Um Mentamálaráðið ikki kennir tað sum sína skyldu at taka stig til eftirskúlar, í hvønn mun vil ráðið tá viðvirka í einari møguligari verkætlan. Hvønn leiklut vil ráðið átaka sær?
  7. Hvat krevur Mentamálaráðið at onnur skulu gera, áðrenn ráðið vil fara aktivt inn í eina verkætlan viðvíkjandi eftirskúla?

 

Viðmerkingar

Allir flokkar á tingi hava seinastu árini sagt sína hugsan um føroyska fólkaskúlan, og um hvørji alternativ vit eiga at hava til hann. Nú hava Fólkaflokkurin og Miðflokkurin tosað mest um frískúlar í hesum viðfangi, meðan aðrir, t.d. Tjóðveldisflokkurin hevur tosað meira um eftirskúlar. Eftir stendur tó, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Fólkaflokkurin í teirra tíð í Mentamálaráðnum hava tikið nevniverd stig í hesum sambandi. Soleiðis hava vit ikki fingið nøkur sum helst tekin úr Mentamálaráðnum seinastu seks, sjey árini um, at vit kunnu rokna við nøkrum alternativi til føroyska fólkaskúlan.

 

Nú eru tíverri ongar veruligar og eftirfarandi kanningar gjørdar av einum møguligum tørvi á eftirskúla ella eftirskúlum í Føroyum, men tað er tó lítið at ivast í, at ein ávísur tørvur er. Og meti eg sjálvur, at hesin tørvur er og fer at verða so mikið stórur, at stovnsetan ella stovnsetanir av eftirskúla/eftirskúlum uttan iva kann rættvísgerast upp á allar mátar. Hetta verður bygt á ta sannroynd, at nógv føroysk skúlabørn fáa størri og minni trupulleikar í skúlanum og á annan hátt um 13-14 ára aldur. Orsøkinar til trupulleikarnar eru ikki altíð so lættar at finna. Talan kann vera um álvarslig persónlig og/ella familier viðurskifti, sum ávirka í ein slíkan mun, at næmingur ikki kann virka og vera, sum hann plagdi og skuldi. Men orsøkin til broyttu medferðina og atburðin kann eisini koma av nøkrum so einføldum sum tað, at næmingurin er troyttur av gerandis lívinum í fólkaskúlanum. Og vita vit av royndum, at slíkir trupulleikar mangan eru loystir við, at næmingurin kemur í annað umhvørvi eini tvey ár ella so.

 

Føroyingar á danskar eftirskúlar

Í Danmark og øðrum norðurlondum við, hava tey havt eftirskúlar, sum eitt nógv nýtt alternativ til fólkaskúlan. Fyrstu eftirskúlarnir komu í Danmark í 60’árunum, og eru flestu skúlafólk samd um, at talan er um eina sera góða og gagnliga skipan, sum tey als ikki vilja sleppa aftur. Talið á eftirskúlum í Danmark hevur verið støðugt nógvu seinastu árini, og er nokk so ymist, hvat teir ymsu skúlarnir leggja dentin á. Felags fyri allar er tó, at teir skulu vera eitt kærkomið høvið hjá ungum at finna seg sjálvi og kanska eisini eina gongda leið í lívinum. Eitt kærkomið høvi hjá ungum at vera saman við øðrum á ein viðkomandi og mennandi hátt.

Hóast tað ofta eru sosialu myndugleikarnir, sum visitera tey ungu til donsku eftirskúlarnar, so er langt frá altíð talan um, at somu myndugleikar senda sokallað “sosial tilfeldi” á hesar skúlarnar. Í flestu førum er talan um ung (13, 14, 15 ár) sum so ella so hava ilt við at vera og liva akkurát sum hini. Talan er aloftast um ung, sum rætt og slætt eru troytt av støðuni og tí treingja til at koma í annað umhvørvi.

 

Tað at ung fólk verða send í annað og øðrvísi umhvørvi, er ikki fremmant fyribrygdi her á landi. Hvussu nógv, sum vit í dag meta sum hampa- og skilafólk, hava ikki á ein ella annan hátt verið hjá øðrum enn foreldrunum eina tíð? Hetta tí umstøðurnar kravdu tað, ella tí tey ungu sjálvi í førum  høvdu ilt við at finna breytina. Onkur fór til familju, onkur “út á bygd” og ikki so fáir fóru, áðrenn 7. flokkur var liðugur,  til sjós ella í læru.

 

Tíðirnar og samfelagið eru broytt, og tí er helst eisini tørvur á øðrum loysnum ídag. Okkara skúla- og sosialu myndugleikar eru væl greiðir yvir støðuna og trupulleikarnar. Roynt verður eisini at loysa hesar eftir førimuni, men eru loysningsmøguleikarnir tíverri avmarkaðir. Í Havn er ikki ókent, at næmingar skifta skúla. Viðhvørt við góðum úrsliti, men tó ikki altíð. Sosiala deild hjá Tórshavnar kommunu hevur sent ung á eftirskúlar í eina mest Danmark. Ikki so heilt fá samanlagt. Tað sama hava aðrir skúla- og sosialir myndugleikar í landinum eisini roynt. Og annað hevur sjálvandi eisini verið roynt. Men vit kunnu siga, at tað at ung skulu flyta skúla ella verða send av landinum, bara tí tey ikki eru líka nógv til reiðar og dagførd sum tey flestu, er ein óverdug og helst eisini skeiv loysn. Vit hava øll sama rætt at liva og vera í samfelagnum, og hava vit tí eisini sama rætt til eitt tilboð, sum nøktar tørv og annars er hóskandi. Tey, sum trívast í fólkaskúlanum og fáa sín tørv nøktaðan har, tey fáa sítt optimala tilboð. Tey, sum ikki trívast í fólkaskúlanum og ikki fáa sín tørv nøktaðan har, hava eisini rætt til eitt optimalt tilboð. T.d. eitt tilboð um eftirskúla í Føroyum.

 

Royndirnar aðarastaðni vísa eisini greitt, at tað langt frá bert eru tey, sum hava sjónligar trupulleikar í skúla og aðrastaðni, ið leita sær á eftirskúla. Nógv størsti parturin av næmingunum á eftirskúlum eru næmingar, sum tykjast at trívast og klára seg væl. Allíkavæl hava hesi hug at skifta til annað og øðrvísi umhvørvi. Ein kann siga, at eftirskúlin í Danmark fyri ein part er vorðin avloysari fyri háskúlan. Nú fara ungir danskarar heldur á eftirskúla sum 13,14,15 ára gomul, heldur enn á háskúla á 17,18,19 ára aldri. Tað er í størri mun tey tilkomnu, sum fara á háskúla í dag.

 

Vit kunnu tí siga um eftirskúlan, at hann ikki bara er fyri ung, sum so ella so hava ilt við at fóta sær, ávegis ella inni í pubertetinum, men so sanniliga eisini fyri ung, sum søkja sær aðrar menningarmøguleikar og avbjóðingar, enn fólkaskúlin er førur fyri ella hevur vilja til.

 

Torført at samskifta við politiska myndugleikan

Undirritaði kann upplýsa landsstýrismanninum og øðrum møguligum áhugaðum somikið, at eg byggi mínar grundgevingar á egnar royndir, samskifti við sosialar myndugleikar og skúlastjórar.

Eg er eisini vitandi um, at áhugabólkar eru kring landið, sum eru hugaðir fyri at stovnseta alternativ til fólkaskúlan. Millum hesar bólkar er onkur, sum hevur arbeitt leingi og miðvíst fyri at fáa stovnsett eftirskúla í Føroyum. Í hesum sambandi eru nógvir og viðkomandi upplýsingar útvegaðir, samskift hevur verið við fleiri føroyskar kommunur, sum hava sýnt ætlanini stóran ans og áhuga. Royndir hava eisini verið gjørdar at fáa í lag samskifti og samstarv við Mentamálaráðið, men hevur hetta gingið rættiliga striltið. Og tað hevur verið mest sum vónleyst at fáa politiska myndugleikan á tal.

 

Tí hevur undirritaði valt at seta landsstýrismanninum hesar spurningar:

 

Á tingfundi týsdagin 5. apríl 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 27. apríl 2005 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar 

Ad. 1: Í sambandi við fyrireikingararbeiðið av løgtingslóg nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar, vóru kanningar gjørdar, um tørvur var á slíkum tilboði. Niðurstøðan var tá, at tørvur var á einum eftirskúlatilboði í Føroyum. Í skúlaárinum 1997/ 98 vóru 89 føroyingar á eftirskúla í Danmark og skúlaárið 1998/ 99 vóru fleiri enn hundrað. Næmingar á føroyska eftirskúlanum í Genner eru taldir við í hesum tølum. Hesin skúli er síðan givin, og sambært Stuðulsstovninum er talið av føroyingum á donskum eftirskúlum minkað nógv. Stuðulsstovnin er í ferð við at kanna hesi viðurskifti. 

 

Ad. 2: Eftirskúlar skulu vera ein valmøguleiki aftrat fólkaskúlanum. Teir skulu vera partur av skúlaverkinum, men eru ikki partur av fólkaskúlanum. Fyrisitingarliga skipa teir síni egnu viðurskifti í størri mun enn fólkaskúlin, og námsfrøðiliga skulu teir vera ein møguleiki til næmingar, sum av einihvørjari orsøk ikki trívast í fólkaskúlanum ella heldur vilja royna aðrar møguleikar enn fólkaskúlan. Eftirskúlin er fyri sama aldursbólk sum næmingar fólkaskúlans í 8-10. flokki. Talan eigur ikki bara at verða um eina framhaldsdeild afturat, men um ein vistarskúla, ið samskipar undirvísing, frítíð, sosiala samveru, skyldur og arbeiðsuppgávur. Í londunum kring okkum verða eftirskúlar oftast skipaðir av áhugabólkum, sum hava eina aðra námsfrøðiliga áskoðan enn ta, sum er ráðandi í fólkaskúlanum. Í útlondum verða eftirskúlarnar riknir sum sjálvognarstovnar. Nevndirnar í sjálvognarstovnunum skipa fyri fyrisiting og fígging og fáa studning frá landi og kommunum sambært galdandi lóg. 

Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at føroyskir eftirskúlar skulu hava røtur í einum væl skipaðum bólki av áhugaðum fólki, sum innan karmarnar av eftirskúlalógini skipa fyri og bera ábyrgdina av fyrisitingarligu og fíggjarligu viðurskiftunum hjá eftirskúlunum.

 

Ad. 3:  Í lógini um eftirskúlar er ásett undir hvørjum treytum ein eftirskúli kann fáa góðkenning. Har er m.a. ásett, at hann skal vera:

1.

ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan,

2.

skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt, ella

3.

skipaður fyri næmingar við breki.

Treytin fyri, at ein eftirskúli kann fara undir virksemi sítt, er, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir fyri 1. september árið undan byrjanarárinum, og eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 48. Skúlin kann hava somu lærugreinir og royndir sum fólkaskúlin og samstarv skal vera millum fólkaskúlan og eftirskúlan.

 

 

Ad. 4: Í svarinum til spurning nr. 2 var víst á, at í grannalondunum eru áhugabólkar, sum eiga og reka eftirskúlar sum sjálvsognarstovnar. Galdandi lóg ásetur, at sami leistur skal verða nýttur í Føroyum. Landsstýrismaðurin kann sambært § 7, stk. 1 taka stig til at seta eftirskúlar á stovn, men hann skal halda seg innan teir karmar, sum eru ásettir í lógini um eftirskúlar. Um  landsstýrismaðurin tók stig til at seta á stovn ein eftirskúla, vildi hesin ikki havt betri fíggjarligar karmar enn ásett  í kapittul 6 í lógini. Tað eru sostatt ongir fíggjarligir fyrimunir fyri ein eftirskúla, um landsstýrismaðurin er við í ætlanini ella ikki.

Tað er tørvur á einum eftirskúla fyri aldursbólkin 14- 18 ár. Ein partur av ungfólkinum í hesum aldursbólki hevur tørv á at koma heimanfrá á ein vistarskúla, men landsstýrismaðurin metir, at tað í løtuni neyvan er rætta loysnin, at hann sjálvur tekur stig til at stovna ein eftirskúla.

 

  

Ad. 5: Í svarinum til spurning nr. 4 er víst á, at landsstýrismaðurin í løtuni ikki ætlar at nýta § 7, stk. 1 til at taka stig til at seta eftirskúla á stovn.

 

Sambært § 17 í lógini eigur landskassin at gjalda 70 % av øllum rakstrarútreiðslum og 50 % av byggiútreiðslum v.m. Um ein eftirskúli skal setast á stovn krevst sostatt stór eginfígging til rakstur og løgur, og tað er tí neyðugt at áhugabólkurin hevur fíggjarliga sterkar røtur í lokala økinum.

Almenni studningurin er ein lógarásettur rættur um ávísar fyritreytir eru loknar viðvíkjandi næmingatali, viðtøkum o.ø. Studningurin til bygging og rakstur verður tó latin við teirri treyt, at løgtingið tekur undir við játtanini í fíggjarlógini.

Áhugabólkar, har kommunur eisini kunnu luttaka, eru vælkomnir at fara undir at skipa fyri og stovna eftirskúla. Landsstýrismaðurin fer við vælvild at viðgera málið sambært galdandi reglum.

 

Ad. 6: Sambært galdandi eftirskúlalóg eru tær uppgávur, og tann leiklutur Mentamálaráðið hevur í sambandi við stovnan, bygging og rakstur av eftirskúla væl lýstar. Mentamálaráðið kann ikki átaka sær størri leiklut, tað veri seg leiðsluábyrgd ella fíggjarliga ábyrgd, enn tað sum er ásett í lógini. Landsstýrismaðurin ásannar, sum nevnt, at tørvur er á einum eftirskúla, men kann hóast góðan vilja ikki fara útum teir karmar, sum eru ásettir í lógini. Mentamálaráðið kann hjálpa til við vegleiðing og góðum ráðum umframt at upplýsa um krøvini til sjálva málsviðgerðina.

 

Ad. 7: Í svarinum til spurning nr. 6 er víst á, at Mentamálaráðið ikki í løtuni vil fara aktivt inn í eina verkætlan viðvíkjandi eftirskúla. Neyðugt er, at ein væl skipaður áhugabólkur, kanska við luttøku frá kommunum og øðrum fíggjarligum sterkum áhugapørtum, samskipa seg í eina løgfrøðiliga eind. Henda eind kann stovna sjálvognarstovnin og gera neyðugar avtalur og standa fyri verkætlanini.

 

Málið avgreitt.