100-23 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í javnstøðumálum, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum 

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 17. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørji almenn partafeløg eru, har tað almenna eigur 100% av partapeninginum?
  2. Hvussu eru nevndirnar í viðkomandi feløgum mannaðar, hvat býtið millum kvinnur og menn viðvíkur?
  3. Hvussu stendur hetta býtið í mun til javnstøðulógina?
  4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um kynsbýtið í hesum nevndum, sum støðan er?
  5. Hvat ætlar landsstýrismaðurin í javnstøðumálum at fyritaka sær, fyri at rætta upp á støðuna, áðrenn aðalfundirnir verða hjá feløgunum í vár?

 

Viðmerkingar
Tá ið javnstøðulógin kom fyri 11 árum síðani, hevði hon til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. Við hesum skuldi millum annað tryggjast, at veitt varð kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgvig, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning. 

Sum ítøkiligt dømi um, hvussu hesin mismunur kann fáast av vegnum, sigur lógin í grein 8, at: Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum Løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.

Tann aktørur, sum átti at gingið á odda og fylgt landsins lógum, er sjálvsagt landsstýrið. Tað almenna eigur 100% av partapeninginum í almennu partafeløgunum. Landsstýrið er tí suverent í nevndarvalinum, og ger sostatt sjálvt av, hvør skal umboða nevndirnar í hesum feløgum. Men tað er okkurt, sum týður uppá, at lógin ikki verður hildin í nøkrum av hesum partafeløgum.  Tí soljóðandi spurningar

 

Á tingfundi 18. mars 2005 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. apríl 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Til 1: Hvørji almenn partafeløg eru, har tað almenna eigur 100% av partapeninginum?

Partafeløgini eru sjey í tali. Tey eru:

 

1.      P/F Fiskaaling

2.      P/F Føroya Tele

3.      P/F Atlantic Airways

4.      P/F Føroya Lívstrygging

5.      P/F Norðoya tunnilin

6.      P/F Vága tunnilin

7.      P/F Postverk Føroya

 

Til 2: Hvussu eru nevndirnar í viðkomandi feløgum mannaðar, hvat býtið millum kvinnur og menn viðvíkur?

Í talvu 1 sæst, hvussu kynsbýtið er í teimum sjey almennu partafeløgunum. Í trimum av partafeløgunum er kynsbýtið hampiliga javnt. Í fýra av partafeløgunum er kynsbýtið sera ójavnt – og í tveimum av hesum partafeløgunum er bert annað kynið umboðað.
 

Verður hugt eftir tí samlaða kynsbýtinum í teimum almennu partafeløgunum sæst, at kynsbýtið er sera ójavnt. Í teimum almennu partafeløgunum eru tilsamans 35 nevndarlimir og av hesum eru 7 kvinnur og 28 menn. Tað vil siga at 20% av nevndarlimunum eru kvinnur og 80% eru menn.

 

Talva 1: Kynsbýtið í almennum partafeløgum

 

Nevndarlimir tils.

Kvinnur

Menn

% Kvinnur

% Menn

P/F Fiskaaling

6

2

4

33

67

P/F Føroya Tele

6

1

5

17

83

P/F Atlantic Airways

5

1

4

20

80

P/F Føroya Lívstrygging

5

2

3

40

60

P/F Norðoya tunnilin

5

0

5

0

100

P/F Vága tunnilin

5

0

5

0

100

P/F Postverk Føroya

3

1

2

33

67

Tilsamans

35

7

28

20

80

 

Til 3: Hvussu stendur hetta býtið í mun til javnstøðulógina?

Almenn partafeløg eru ikki fevnd av ásetingunum í javnstøðulógini. Almenn partafeløg eru – eins og privat partafeløg – fevnd av ásetingunum í partafelagslógini. Í partafelagslógini eru m.a. ásetingar um manning av nevndum í partafeløgum. Ásetingarnar fevna um hvør velur nevndirnar, tal av nevndarlimum o.s.fr. Í partafelagslógini eru ongar ásetingar um kynsbýtið í nevndunum, sum eru fevndar av lógini.

 

Til 4: Hvat heldur landsstýrismaðurin um kynsbýtið í hesum nevndum, sum støðan er?

Eg eri av tí áskoðan, at tað er ynskiligt at áleið eins nógvar kvinnur sum menn verða valdar sum nevndarlimir í teimum almennu partafeløgunum. Sum landsstýrismaður í javnstøðumálum eri eg sjálvsagt ikki nøgdur við tað ójavna kynsbýtið í nevndunum í teimum almennu partafeløgunum.

 

Til 5: Hvat ætlar landsstýrismaðurin í javnstøðumálum at fyritaka sær, fyri at rætta upp á støðuna, áðrenn aðalfundirnir verða hjá feløgunum í vár?

Við tað at bæði partafelagslógin og tey almennu partafeløgini eru málsøkir undir landsstýrismanninum í vinnumálum verður Annitu á Fríðriksmørk at seta henda spurning til hansara.

 

Sum landsstýrismaður í javnstøðumálum fari eg at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka atlit til ásetingarnar í javnstøðulógini, tá nevndir í almennum partafeløgum verða valdar, so áleið eins nógv av báðum  kynum verða umboðaði í nevndunum í teimum almennu partafeløgunum.

 

Í javnstøðulógini er ásett, at Javnstøðunevndin kann taka mál upp til viðgerðar, um hildið verður at annað kynið verður fyri mismuni orsakað av kyni, og kann javnstøðunevndin gera vart við henda kynsmun.

Málið avgreitt.