100-20 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyskari gransking og løgfrøði

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 10. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

1.      Tekur landsstýrismaðurin undir við, at vit mugu raðfesta føroyska lógkøna gransking og útbúgving hægri?

2.      Er landsstýrismaðurin samdur í, at hetta ber í sær bæði stakgreinaundirvísing, undirvísing í fakum, ið verða góðkend sum partur av útbúgving aðrastaðni, føroyskt meistaranám innan løgfrøði, og gransking í føroyskum lógum og viðurskiftum?

 

Viðmerkingar:

Fróðskaparsetrið er farið undir undirvísing í løgfrøði. Enn er tó bert talan um einstakt fak, ið verður boðið fólki, ið ikki eru juristar, bæði sum partur av samfelagsfakligu grundútbúgvingini og sum fak, ið onnur enn lesandi kunnu taka. Royndirnar hava verið góðar og áhugin stórur. Somuleiðis hava aðrir skúlar sum handilsskúlin og sjómansskúlin sína undirvísing. Eisini Føroyskt Lógar Rit hevur við higartil fýra árgangum av faktilfari víst á tørv og møguleikar.

 

Tørvurin er tó nógv størri og kann bert nøktast, um løgfrøði verður raðfest hægri. Játtanin til Fróðskaparsetrið var eisini hækkað fyri 2003, men varð tíverri ikki brúkt, helst tí ætlarnirnar vóru ov stutt komnar, og duttu pengarnir tí burtur, eins og játtanirnar fyri 2004 og 2005 lækkaðu.

 

Men at raðfesta egna løgfrøði er at raðfesta egna menning og egna sjálvsfatan, og má tí gerast. Talan er heldur ikki um stórvegis upphæddir í mun til týdningin av tiltakinum. Undirvísing fyri øðrum enn vanligum innskrivaðum lesandi kann fíggjast við brúkaragjøldum. Sjálvt donsku universitetinum vinna fitt av peningi við at skipa sínar meistaraútbúgvingar. Bæði stak fak og føroyskt meistaranám í løgfrøði (LL.M.-útbúgving) kunnu tí fyri stóran part hvíla í sær sjálvum.

 

Fyri tey føroysku lesandi í Danmark – og vónandi øðrum londum við – fara fakini á meistaranáminum at vera kærkomið høvi at lesa um viðurskifti innan føroyska lóg. Nærum allar galdandi lógir í Føroyum í dag er antin føroysk lóggáva á yvirtiknum økjum ella lóggáva á felagsøkjum, ið kortini ikki er tann sama sum í Danmark. Eyðvitað er bæði gott og neyðugt at hava frálæru, so tey føroysku løgfrøðilesandi kunnu nema sær hollan kunnleika til serføroyska lóg.

 

Fyri landið liggur eisini stór sparing í at menna løgfrøðina í Føroyum. Tað eru ikki smávegis upphæddir, ið brúktar verða árliga til at senda føroysk embætisfólk til Danmarkar á styttri og longri eftirútbúgvingarskeið. Verða hesi skeið boðin út í Føroyum, verður tað eyðsæð stór sparing fyri stovnarnar, umframt at eftirútbúgving verður munandi betri. Sum er, senda vit fólk á skeið í lóggávu, sum ikki er galdandi í Føroyum, og til frálæru í at skriva danskar lógir og reglur, tá tann veruligi tørvurin er á førleika at skriva betri føroyskar lógir samsvarandi føroyskari siðvenju.

 

Fyri løgfrøðingar, ið longu virka í Føroyum, er meistaranám eins og onnur eftirútbúgving neyðug til tess at styrkja førleikan innan serføroysk rættarøki, nýggja lóggávu, eins og háttalag innan ymisk serlig løgfrøðilig øki. Tá oljuvinna einaferð tekur seg upp, ella tá Føroyar fáa størri lut í altjóða høpi, tá er neyðugt bæði at menna kunnleikan til viðkomandi lóg, fakmálsliga førleikan, eisini innan fremmandamál, eins og samráðingarkynstur og aðrar fakligar snildir.

 

Fyri føroyska samfelagið merkir hetta ríkleika og menning. Tey føroysku løgfrøðilesandi kunnu koma fyrr heim, tað økir um fólkatal og fólkavit; tey fara at skriva um føroysk viðurskifti, tað økir um tøka tilfarið um føroyska lóg. Føroyskir lærustovnar eins og løgfrøðingar fáa høvi at knýta nýggj bond úteftir og menna førleikan inneftir.

 

Hetta krevur alt samalt nakað av játtan til ta neyðugu granskingina, vísindastarvsfólk í føstum starvi, og til bókasavn, men hetta eru sera smáar íløgur og útreiðslur í mun til nyttu og vakstrarmøguleikar.

Á tingfundi fríggjadagin tann 11. mars 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. apríl 2005 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Loyvi mær at svara báðum spurningunum í einum.

 

Eingin ivi er um, at gransking og útbúgving í føroyskum lógum og viðurskiftum eru av stórum týdningi. Eins og gransking í føroyskum máli og bókmentum, føroyskari søgu og samfelagsviðurskiftum annars eru øki, har vit sjálv av sjálvsøgdum grundum eru høvuðsaktørar – um ikki teir einastu –  so er eisini við gransking og útbúgving í føroyskari lóg.

 

At taka útbúgving uttanlands kann vera gott, men júst á lógarøkinum er ein vansi, sum spyrjarin eisini vísir á. Tó at løgfrøði í okkara parti av heiminum í stóran mun byggir á felags grundsjónarmið, so eru lóggávurnar og fortreytirnar ymiskar. Og eg eri samdur við spyrjaran um, at tørvur er á føroyskum útbúgvingartilboðum og gransking í løgfrøði. Vit fáa ivaleyst eina betri fyrisiting, tá ið tað løgfrøðiliga grundarlagið gjøgnum útbúgving og gransking er betri greinað, og vit fáa ivaleyst eisini eitt betri lógarverk.

 

Útbúgving og gransking í lóg hevur verið frammi í fleiri ár. Sum spyrjarin eisini er inni á, so hevur Fróðskaparsetrið tey síðstu árini bjóðað almenna undirvísing í løgfrøði, og hevur hetta staðfest, at áhugin er stórur. 

 

Sambært menningarætlan Fróðskaparsetursins er eisini ætlanin at skipa gransking og útbúgving í lóg á masterstigi við vísindastarvsfólki á Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetrið hevur longu gjørt fyrireikingar hesum viðvíkjandi, og hava bæði Háskóli Íslands og Københavns Universitet víst áhuga at samstarva og at hjálpa til at byggja eina føroyska útbúgving í lóg upp, sum verður góðkend og annars er fult á hædd við samsvarandi útbúgvingar uttanlands.

 

Sum eg fyri stuttum havi nevnt í sambandi við annan fyrispurning í løgtinginum um KT-frøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum, so er tað Setrið sjálvt, sum raðfestir, hvussu játtanin verður býtt á tær ymsu útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum. Júst hesi bæði økini, KT-frøði og løgfrøði, eru eisini raðfest hægst í menningarætlanini hjá Fróðskaparsetrinum.

 

So er spurningurin, um játtanin til Fróðskaparsetrið er nóg stór til, at hesar báðar útbúgvingarnar kunnu koma aftrat. Annar spurningur er, um Fróðskaparsetrið kann raðfesta játtanina øðrvísi, so at KT-frøði og løgfrøði kunnu gerast partur av tí útbúgvingarliga tilboðnum.

 

Givið er, at útbúgvingartilboðini á Fróðskaparsetrinum eisini skulu endurspegla samfelagstørvin á útbúnum fólki. Ein útbúgving í løgfrøði eigur tí sjálvandi at vera á masterstigi, so at til ber at taka yvirbygnaðin í Føroyum í føroyskari lóg við støði í føroyskum viðurskiftum. Hetta tryggjar eisini, at tað verður granskað á økinum í Føroyum, og tað er eyðsýnt, at møguleiki skuldi verið fyri Ph.D.-útbúgving eisini.

 

Eg ætli mær í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri komandi ár saman við Fróðskaparsetrinum at umrøða møguleikar fyri at skipa bæði útbúgving í KT-frøði og løgfrøði. Eisini eigur at verða hugt at verandi útbúgvingartilboðum í mun til tann tørv, ið samfelagið og vinnulívið hava. Uppi í hesum hongur sjálvandi eisini spurningurin um, hvørjar raðfestingar eiga at verða gjørdar, og á hvørjum støði, ið játtanin á løgtingsfíggjarlógini til Fróðskaparsetrið skal vera á tey komandi árini, so at sum mest fæst burturúr.

 

Málið avgreitt.