100-13 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi Alv-skúlanum

Orðaskifti

Ár 2004, hósdagin 18. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Metir landsstýrismaðurin, at reglurnar í fyrisitingarlógini eru fylgdar m.a. í sambandi við hoyringsrætt hjá fólki, ið verða søgd úr starvi.
  2. Tá grundgevingarnar fyri ætlanarskrivinum til Øssur av Steinum eru sera ivasamar, verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann er samdur við stýrinum í grundgevingini um, at:
  3. skúlaleiðarin hevur sett seg upp ímóti ætlanum hjá stýrinum at fáa skipað setanarviðurskiftini hjá lærarunum?
    skúlaleiðarin hevur rikið fyristøðukvinnuna av húsinum við at steingja skúlan og taka næmingarnar sum gíslar?
    skúlaleiðarin yvir fyri almennum myndugleikum skal hava lagt ALV-stýrið undir at hava stolið pening frá ALV-skúlanum?
    skúlaleiðarin varð kunnaður um peningaligar flytingar frá skúlanum til verkstaðin í Smiðjugerði, áðrenn tær vórðu gjørdar?
    skúlaleiðarin av sínum eintingum hevur flutt kr. 160.000 til lærarar skúlans, hóast ósemja er um lønarmálið, ið gongur í rættinum?
    skúlaleiðarin hvørki hevur skilt, hvussu skúlin varð fíggjaður áðrenn 1. januar 2003 ella undir núverandi fíggingarmynstri?
    skúlaleiðarin, sum hevur verið leiðari á skúlanum í 24 ár, hevur verið torførur at samarbeiða við hjá nýggju fyristøðukvinnuni?

  4. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvør hevði fulltrú (prokura) til konturnar hjá ALV-skúlanum um tað mundið, tá størsti parturin av tøka peninginum hjá skúlanum varð fluttur til annað virksemi hjá ALV, sum onki hevði við ALV-skúlan at gera. Metir landsstýris-maðurin, at fyristøðukvinnan helt seg innan fyri sínar heimildir, tá hon boðaði frá, at peningur skuldi flytast frá ALV-skúlanum til annað virksemi innan stovnin?
  5. Landsstýrismaðurin hevur áður frá tingsins røðarapalli sagt, at hann hevur tosað við allar avvarðandi partar í málinum. Hví hevði landsstýrismaðurin ikki tosað við uppsagda skúlaleiðaran, og metir landsstýrismaðurin, at skúlaleiðarin ikki er avvarðandi partur í málinum?
  6. Er tað rætt, at ALV-skúlin frá komandi skúlaári ikki longur kann útbúgva fólk til FHS-próvtøku og sostatt ikki longur kann kallast ein handilsskúli?
  7. Hevur stýrið fyri ALV ella landsstýrismaðurin fingið at vita frá starvsfólkum skúlans, at tey vegna sína misnøgd ikki ynskja at halda fram á skúlanum og leita sær eftir øðrum starvi?
  8. Kann landsstýrismaðurin greiða frá skeiðvirkseminum, sum ALV-stovnurin hevur skipað fyri inni í Eysturoynni. Eru ætlanir um at halda fram við líknandi virksemi, og hvat er innihaldið í skeiðsútbúgvingunum? Eru skeiðini góðkend av undirvísingarmyndugleikum? Hvussu nógv hevur hetta skeiðvirksemið kostað tí almenna?
  9. Er tað rætt, at ALV-skúlin varð fluttur frá mentamálum til almannamál stutt eftir, at nýggja landsstýrið tók við?

Viðmerkingar

Atvold
Eftir at undirritaði setti fram munnligan fyrispurning um viðurskiftini á ALV-skúlanum við Áir, eri eg komin til ta niðurstøðu, at málið eigur at fáa eina veruliga viðgerð á Føroya Løgtingi. Fleiri spurningar standa framvegis ósvaraðir, umframt at nýggir spurningar støðugt stinga seg upp.

Stutt um ALV
ALV-skúlin var í 2003 umskipaður til ein stovn við rakstrarjáttan á Løgtingsins fíggjarlóg. Frammanundan var talan um stuðulsjáttan. At stovnurin fær árliga rakstrarjáttan setir størri krøv til opinleika viðvíkjandi viðurskiftum skúlans, tí skattaborgarin hevur áhuga í, at skattapeningurin verður umsitin á besta hátt.

Í 1959 stovnaði Karolina Petersen ALV-skúlan við tí endamáli, at fólk, sum orsakað av heilsubreki ikki kundu nema sær útbúgving á vanligum skúlum, kundu fáa eitt serligt skúlatilboð. Endamálið við skúlatilboðnum hevur frá byrjan verið, at fólk við heilsubreki skuldu fáa ein veruligan møguleika at byrja av nýggjum og menna førleika á øðrum øki fyri at koma út aftur í arbeiðslívið heldur enn at gerast almannaklientar. Fyrstu 3 árini rak Karolina Petersen stovnin á privatum grundarlagi, men tá positivu úrslitini av virkseminum gjørdust sjónlig, yvirtók ALV við dómara og landslækna í nevndini skúlan í 1964. Heilt fram til juli 1999 hevur Karolina Petersen verið leiðari fyri ALV-stovnin, tá nýggjur landsstýrismaður gjørdi av, at stýrið skuldi skiftast út og meiri peningur skuldi setast av á fíggjarlógini.

Øssur av Steinum hevur arbeitt á skúlanum síðani 1972 og síðani 1980 hevur hann verið skúlaleiðari við handilsfaklæraraútbúgving. Skúlin hevur givið næmingum undirvísing á HMX-støði frá 1959-1983 og síðani handilsskúlaundirvísing á FHS-støði, og næmingarnir hava tikið prógvið á Føroya Handilsskúla. Ongantíð hevur talan verið um trupulleikar á ALV-stovninum. Fyrimyndarligt samstarv, hjartalag, hugsjónir, privat orka og hjálpsemi hava øll árini verið eitt sereyðkenni fyri bæði starvsfólk og næmingar.

Árliga munnu 26 næmingar ganga á ALV-skúlanum við Áir. Av teimum, sum hava tikið HMX- og FHS-prógv eru 7 av 10 næmingum farnir út aftur í arbeiðslívið í størv, sum skúlin vanliga hevur útvegað teimum. Nógv nema sær víðari útbúgving, eitt nú á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Hægri handilsskúla, HF v.m. Ikki er óhugsandi, at mong teirra, sum soleiðis hava fingið hendan møguleikan, høvdu verið noydd at livað av almennari veiting, um hesin møguleikin ikki var.

Uppgáva landsstýrisins
Sambært viðtøkunum hjá sjálvsognarstovninum ALV §1, stk. 5 hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eftirlit við stovninum. Sambært §3, stk. 1 í somu viðtøkum velur landsstýrismaðurin allar limirnar og varalimirnar í eitt 5-manna stýri, sum er leiðsla stovnsins. Tí er greitt, at ábyrgd landsstýrismansins fyri, hvussu stovnurin til dagligt verður rikin, er stór. Og tá havt verður í huga, at so at siga alt virksemi stovnins verður fíggjað við skattaborgarans peningi yvir Løgtingsins fíggjarlóg, kann almenni myndugleikin ikki sita hendur í favn, meðan stovnurin syndrast.

Trupulleikarnir á ALV-skúlanum
Men hendan sólskinssøgan um fólk við hugsjónum og árræði tykist at vera komin til eitt vegamót. Nú hoyrist um trupulleikar – samstarvstrupulleikar – á ALV-skúlanum, og stjórin seinastu 24 árini skal vera orsøkin. Trupulleikarnir komu veruliga undan kavi 26. apríl í ár, tá skúlaleiðarin fekk eitt hvassorðað ætlanarskriv, har stýrið fyri stovnin umboðað av Doris Hansen, formanni, og Bartali Kass, næstformanni, boðar frá, at stýrið ætlar at loysa leiðaran úr starvi frá 1. august 2004. Grundgevingarnar eru ein røð av ósakligum ákærum, sum ikki tykjast at hava gott haldføri. Ákærurnar snúgva seg um alt frá samstarvstrupulleikum til fíggjarligt óskil. Slíkar ákærur eru ósømiligar, niðurgerandi og av allari leið, tá hugsað verður um søgu skúlans. Ætlanarskrivið kann ikki metast sum eitt hoyringsskriv, har sakligar grundgevingar verða lagdar fyri hin partin sum møguligt grundarlag fyri uppsøgn. Ætlanarskrivið er ein uppsøgn við ósakligum grundgevingum, og kann stýrið ikki sigast at hava hildið seg til ásetingarnar í fyrisitingarlógini um hoyringsrætt.

Neyðugt er hjá almenna myndugleikanum at blanda seg í málið beinanvegin, um søkkandi skútan skal bjargast. Tíverri tykist, sum landsstýrismaðurin ikki hevur nóg góðan kunnleika til tað, sum er í ferð við at henda, og vil eg við hesum spurningi enn einaferð gera eina roynd at gera politiska myndugleikan varugan við trupulleikarnar.

Fíggjarlig heimild
Ein partur av ætlanarskrivinum snýr seg um peningaflytingar til varda verkstaðin í Smiðjugerði. Tann 15. januar 2003 sendi fráfarna fyristøðukvinnan, bræv til Øssur av Steinum, vegna formannin í ALV-stýrinum, við fráboðan um, at meginparturin av tøka peninginum hjá ALV fór at vera fluttur av kontuni tann 17. januar 2003. Ein konta, sum Øssur av Steinum, vegna ALV-skúlan, hevði fulltrú til. Tað tykist ivasamt, at ein fyristøðukvinna, sum eftir, at hon hevur mist sín ræðisrætt yvir skúlanum, kann ráða yvir fíggjarligu ogn skúlans móti vilja leiðarans, sum er einasti, sum hevur fulltrú. Tá hesi viðurskifti tó tykjast ógreið, verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða tinginum frá veruligu støðuni.

Ongin handilsskúlaútbúgving
Við uppsøgnini av skúlaleiðaranum tykist sum, at sjálvt tilverugrundarlag skúlans er við at farast. Tað ljóðar, at frá komani skúlaári verður skúlin fyri fyrstu ferð ikki førur fyri at útbúgva næmingar til FHS-próvtøku. Er tað veruleiki, er grundarlagið fyri skúlanum farið. Fráfarni skúlaleiðarin hevði neyðuga førleikan at standa fyri einum handilsskúla, meðan trupult tykist vera at fáa ein í hansara stað. ALV hevur verið góðkendur handilsskúli síðani 1960.

Ónøgd starvsfólk
Stór ónøgd er millum starvsfólk skúlans. Tey flestu hava starvast har í mong ár, men nú boða tey frá, at um ikki fráfarni skúlaleiðarin verður settur aftur í starv, fara tey at leita sær eftir øðrum starvi. Við teimum fer stór vitan, nógvar royndir og menniskjaligt tilfeingi fyri onki, og tungt verður at uppbyggja ein nýggjan starvsfólkahóp eftir stuttari tíð.

Nýtt skeiðvirksemi
Eisini er komið fram, at fyristøðukvinnan fyri ALV-stovnin skal hava skipað fyri skeiðvirksemi inni í Eysturoynni innan fyri virksemið hjá ALV-stovninum, uttan at kunna bjóða skeiðsluttakarunum skeiðsprógv. Tað ljóðar, at hesi skeið ikki eru góðkend av nøkrum undirvísingarmyndugleika. Eftir øllum at døma eitt nýtt virksemi innan ALV, sum ikki nógv hevur verið at frætt um.

Flutt málsøki
Annars var í fjør politisk semja um, at ALV-skúlin sum stovnur skuldi flytast undir Mentamála-ráðið, og fráboðan løgmans hesum viðvíkjandi varð skrivað í november í 2003. Sostatt var ALV-skúlin eitt mentamál hin 1. januar 2004, men stutt eftir, at nýggja landsstýrið tók við, varð avgerðin broytt, og ALV-skúlin gjørdist aftur eitt almannamál.

Skipan skúlans
ALV verður stýrt av einum stýri, sum landsstýrismaðurin í almannamálum velur. Sostatt verður skúlin ikki stýrdur eftir sama leisti sum aðrir skúlar í landinum. Hetta er helst orsøkin til, at langt er millum stýrislimirnar og starvsfólk, næmingar og avvarðandi. Tí eigur at umhugsast at broyta viðtøkurnar við tí endamáli at manna stýrið øðrvísi, har eitt nú lærarar, næmingar og foreldur/avvarðandi eiga síni umboð.

Vegamót
ALV-skúlin stendur við eitt vegamót. Landsstýrismaðurin kann ikki sita hendur í favn og lata alla ábyrgd í hendurnar á einum stýri, sum tykist at hava mist tamarhaldið. ALV-skúlin er eitt týdningar-mikið tilboð til tey, sum vegna heilsubrek ikki eru før fyri á jøvnum føti við onnur at virka ótarnað í samfelagnum. ALV-skúlin hevur gjøgnum árini hjálpt mongum at vunnið sær nýggjan førleika hóast heilsubrek til at kunna luttaka ájavnt við onnur í arbeiðslívinum, og hesin møguleikin eigur ikki at hvørva orsakað av tilvild og møguligari politiskari líkasælu.

Á tingfundi 23. november 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 10. desember 2004 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Lat meg byrja svarið uppá hendan fyrispurning við at siga, at eg haldi tað ikki vera rætt at viðgera persónsmál av tingsins røðarapalli, og at ávísir persónar verða gjørdir til løgtingsmál.

 

Havandi tað fyri eyga, at ein og hvør landsstýrismaður er skyldugur til ikki at afturhalda upplýsingum fyri tinginum, so væl sum hann skal siga satt, so er tað upp til hvønn einstakan, sum luttekur í hesum orðaskifti, hvussu langt farast skal í hesum fyrispurningi.

 

Løgtingið samtykti 23. november 2004, at omanfyri standandi spurningar skulu svarast, og verður tað hervið gjørt.

 

 

  1. Skúlaleiðarin fekk 14 daga hoyringsfreist, sum tilskilað er í fyrisitingarlógini. Eftir umbøn frá advokati hjá skúlaleiðaranum var hoyringsfreistin longd fleiri ferðir, soleiðis at hoyringsfreistin tilsamans varð ein mánað.

 

  1. Avgerðin hjá Alv-stýrinum um at siga skúlaleiðaran úr starvi varð kærd til landsstýrismannin. Almanna- og heilsumálaráðið sendi kæruna til ummælis hjá pørtunum, og niðurstøðan hjá Almanna- og heilsumálaráðnum varð, at onki nýtt kom fram í málinum, ið gjørdi, at landsstýrismaðurin hevði grundarlag fyri at broyta avgerðina hjá setanarmyndugleikanum. Tí fór landsstýrismaðurin ikki inn í málið, og tí fari eg heldur ikki inn í undirpunktini til henda spurning.

 

  1. Almanna- og heilsumálaráðið er farið undir at kanna hesi viðurskifti, men enn er ongin niðurstøða gjørd. 

 

  1. Skúlaleiðarin er blivin hoyrdur í hesum málinum, og hevur havt høvi at gera allar sínar viðmerkingar, áðrenn endalig avgerð varð tikin.

 

  1. Tað er rætt, at ALV-skúlin hevur trupulleikar við framhaldandi frálæru til FHS-próvtøku. Hetta kemst av, at krøvini til læraraførleikan hjá teimum, sum undirvísa á FHS støði, eru herd. Stýrið hevur sett fram fyrispurning til leiðsluna á handilsskúlanum við Marknagilsvegin um at fáa samstarv í lag, soleiðis at hesi viðurskifti koma í rættlag og finnast kann fram til eina haldgóða loysn í sambandi við FHS útbúgvingina við Áir. Nýggjur skúlaleiðari er settur, fyribils fram til summarfrítíðina komandi ár. Skúlin virkar sum higartil við undantaksloyvi.

 

  1. Tað er rætt, men aftaná at stýrið hevur verið á fundi við lærararnar, er tað bert tað eina starvsfólkið, sum heldur fast um hetta sjónarmiðið, hesin starvast tó framvegis á ALV-skúlanum. Limirnir hjá Føroya Lærarafelag hava eisini fingið setanarskriv í tráð við krøvini hjá Lærarafelagnum, og hevur stýrið í dag gott samskifti við Føroya Lærarafelag.

 

  1. Nýggja EDV-útbúgvingin “Netstarv”, sum fór av bakkastokki í januar í ár, er ein roynd at skipa eina málrættaða frálæru í samstarvi við vinnuna. Talan er um serundirvísing í EDV-uppgávum hjá virkjum, sum næmingurin eisini starvast á undir útbúgvingartíðarskeiðnum. Hetta er ein roynd at menna EDV-førleikan hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, soleiðis at møguligt verður hjá teimum at átaka sær og røkja EDV-uppgávur úti á virkjum kring landið. Ein stórur partur av útbúgvingar­tíðarskeiðnum er starvsvenjing úti á einum virki, sum hevur ynskt at samstarva við ALV á hesum øki. Næmingarnir, ið flestu eru undir endurbúgving, verða upptiknir í samráð við Almannastovuna. Frálæran gevur enn ikki nakað góðkent skeiðsprógv, men miðað verður ímóti at fáa hesar næmingar í starv á virkjum aftaná lokið skeið.

 

Stýrið fyri ALV hevur upplýst, at 9 næmingar byrjaðu í januar, og at væntandi verða 5 av teimum lidnir í vár, tá skeiðið endar. Mettu útreiðslurnar av EDV-skeiðnum í ár verða 525 tkr.

 

  1. Tað er rætt. ALV-skúlin var fluttur til Mentamálaráðið eftir tilmæli frá arbeiðsbólkinum, sum arbeiddi við framtíðarætlanum fyri ALV-skúlan. Í arbeiðsbólkinum sótu umboð fyri Almanna­málaráðið, Mentamálaráðið, Almannastovuna, ALV-stýrið og skúlan við Áir. Mentamálaráðið metti tó, at tað vóru ov nógv ógreið viðurskifti í sambandi við virksemið við Áir og ynskti tí, at ALV-skúlin kom aftur undir Almannamálaráðið.

 
Málið avgreitt.