100-12 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi tí at almenn starvsfólk leka óreglusemi til fjølmiðlarnar

 Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 10. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur løgmaður ætlanir um at seta í verk skipan, sum heimilar almennum starvsfólkum at leka óreglusemi, tey eru vorðin varug við á arbeiðsplássi sínum, til fjølmiðlarnar?
  2. Kennir løgmaður skipanina hesum viðvíkjandi, sum hevur verið í gildi í Svøríki síðan 1949, og sum nú verður viðgjørd í Fólkatinginum?
  3. Um so er, hvussu heldur løgmaður almenn starvsfólk kunnu verða vard, um tey boða frá óreglusemi til t.d. fjølmiðlarnar?
  4. Um løgmaður ikki hevur umhugað slíka skipan, hví hevur hann ikki tað?
  5. Heldur løgmaður, at ein tílík skipan kann elva til, at fólk fara at "slatra" fyri at skaða kappingarneytar ella óvinir?
  6. Ella heldur løgmaður, at tílík skipan fer at fáa ábyrgdarpersónar innan almennu umsitingina at hugsa seg betur um, og kanska bera seg betur og rættari at?
  7. Er løgmaður samdur við spyrjaran um, at almennir leiðarar kenna seg órøriligar, júst tí eingin kann fara út við upplýsingum um óreglusemi, uttan at viðkomandi sjálvur missir bæði starv og virðing?
  8. Er løgmaður samdur við spyrjaran um, at ein skipan sum tann svenska hevði viðvirkað til, at almenn umsitingarlig viðurskifti fara at verða meira skikkað og sakliga viðgjørd í fjølmiðlunum. M.a. tí at skipanin hevði havt við sær størri opinleika um somu viðurskifti?

Viðmerkingar
Tað er ikki ókent, at hoyrt verður um óreglusemi innan almennu umsiting okkara, og tað fara vit helst eisini at gera í framtíðini. Tí fer tað eisini altíð at vera soleiðis, at almenn starvsfólk gerast varug við óreglusemi á arbeiðsplássi teirra. Starvsfólk, sum koma í tílíka støðu, kunnu og eiga sjálvandi at gera vart við hetta á rætta stað. Men tað vísir seg, at langt frá altíð kemur nakað burturúr, at viðkomandi boðar rætta viðkomandi frá óregluseminum. Og er tað kanska hent meira enn einaferð, at tað hevur fingið starvsligar og persónligar avleiðingar fyri viðkomandi. Starvsfólkið torir tá illa at fara víðari við málinum, og als ikki til fjølmiðlarnar. Tey almennu starvsfólk, sum "slatra", fáa beinanvegin status sum "svíkjari", og verður fokus settur á tann persónin, heldur enn óreglusemið, sum "slatrað" hevur verið um. Loyvir alment starvsfólk sær at fara til fjølmiðlarnar við tí, ein hevur fingið vitan ella innlit í, ja, so fær ein beinanvegin status og rættindi sum "friðleysur". Eitt alment starvsfólk í Føroyum, sum fer við upplýsingum um óreglusemi innan almennu umsitingina, fær sín starvsliga deyðadóm, umframt at viðkomandi eisini upplivir aðra niðurgerð. Tí eru tað so fá almenn starvsfólk, sum tora at traðka fram og siga almenninginum frá óregluseminum, sum tey fáa vitan um og innlit í gjøgnum sítt almenna starv.

Í starvsblaðnum nr. 5 frá november 2004 stendur ein stubbi um, at í Svøríki hevur tað síðan 1949 verið soleiðis, at almenn starvsfólk, sum verða varug við eitt hvørt óreglusemi á arbeiðsplássi teirra, kunnu ekkaleys boða fjølmiðlunum frá hesum. Starvsblaðið sigur eisini frá, at danir hava fingið áhuga fyri skipanini, og at málið er reist í Fólkatinginum.

Undirritaði er ikki eina løtu í iva um, at slík skipan hevur nógv fleiri fyrimunir enn vansar.

Vansarnir kunnu sjálvsagt verða, at starvsfólk nýta hendan møguleika til at skaða óvinir ella kappingarneytar. Tað kann sjálvandi eisini vera torført fyrstu tíðina í einum so lítlum samfelag sum okkara, um vit seta í verk eina skipan, sum ta svensku. At vit fáa eitt "smettarasamfelag". Men har trúgvi eg, fjølmiðlarnir skjótt verða sína uppgávu vaksnir, og fara at handfara slíkar upplýsingar sakliga og professionelt og harvið taka broddin av smettaravirkseminum. Men tað, at eingin slík skipan er, elvir sanniliga eisini til nógva óhumsku, so sum hóttanir, ræðslu og aðrar óhepnar sálarligar avleiðingar, slatur, illgitingar og annað.

Fyrimunirnir verða hinvegin, at størri opinleiki fer at verða um umsitingarlig viðurskifti. At umrøðan og viðgerðin av slíkum málum í fjølmiðlunum verður meira skikkað og saklig.

Undirritaði er vitandi um, at starvsfólk hava kent álvarsligan starvsligan og persónligan sviða av at vera atfinningarsom, og tí tey hava "sneytað", sum leiðarar hava tikið til. Støðan er tí tann, at so at siga eingin hevur dirvi ella vil seta sítt navn undir atfinningarnar. Atfinningarnar eru har allíkavæl, men ferðast tær runt allastaðni sum huldumenn. Fjølmiðlarnir fáa eisini upplýsingarnar, men har verða heldur ikki nøvn nevnd. Tí er tað alt ov trupult at fáa óreglusemi innan almennu umsitingina fram í ljósmála, og vinnararnir eru tey, sum fremja óreglusemið og kanska eisini fáa ágóðan av tí. Undirritaði heldur, at tíðin er komin, har vit politikarar gera nakað við málið. Tað er skylda okkara, at vit gera alt, vit kunnu, fyri at umsitingin av borgarans peningi er so skikkað og rættvís, sum til ber. Tað er eftir mínum tykki bert ein máti at gera slíkt uppá. Nevniliga við at seta skipan í verk, sum gevur fjølmiðlunum størri møguleika fyri at umrøða og viðgera óreglusemið.

Nú veit man ongantíð, hvussu ein fyrispurningur sum hesin verður móttikin av svararanum og almenninginum annars. Spurningurin er fyrst og fremst settur fram við tí í hyggju at fáa eitt skikkað orðaskifti um spurningin á røttum staði. Er tað nakað, sum vit eiga at gera, so er tað at fáa óreglusemið í almennu umsitingini fram í ljósmála soleiðis, at hetta verður um ikki støðgað heilt so avmarkað munandi. Hetta er eisini hugsað sum ein hjálpandi hond til okkara umsitingarligu leiðarar, sum bara verða noyddir at arbeiða meira opið í framtíðini.

Á tingfundi hósdagin 11. november 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. desember 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Galdandi rættarstandurin á økinum í Føroyum og í Danmark er eins. Fyrisitingarlógirnar og lógirnar um alment innlit eru einsljóðandi. § 152 og § 152a – 152f í revsilógini um tagnarskyldu hjá alment settum eru somuleiðis einsljóðandi.  Lógarskrivstovan hjá danska fólkatinginum, hevur í hjálagda notati, dagfest 7. august 2003, skjal 1, 24. juli 2003 lýst rættarstøðuna neyvari.

 

Talan er um rættuliga torgreidd løgfrøðilig viðurskifti bæði í Føroyum eins og í øðrum londum. Tim Knudsen hevur í hjáløgdu grein, skjal 2, samanborið danska og svenska lóggávu á hesum øki. Lógarskrivstovan hjá danska fólkatinginum hevur í hjálagda notati, dagfest 7. august 2003, skjal 3, útgreinað lóggávuna um viðurskiftini í Svøríki, Noreg, Stórabretlandi og USA.

 

Undirstøðið fyri fyrispurninginum hjá Finni Helmsdal er tvey uppskot, sett fram fyri fólkatingið av Socialistiska fólka­flokk­inum 7. november 2003:

-   B 39/2003-04 har skotið verður upp, at fólkatingið samtykkir at heita á stjórnina um at seta fram lógaruppskot um at seta í verk ein fráboðanarrætt fyri alment sett starvsfólk, um so er, at okkurt óreiðilig hendir í almennu fyrisitingini, ella um so er, at almennur peningur eyðsýnt verður misbrúktur.

-   B 40/2003-04 har skotið verður upp, at fólkatingið samtykkir at heita á stjórnina um at seta fram lógaruppskot um at lógfesta talufrælsið hjá alment settum og - at taka neyðug stig og viðkomandi átøk til at fremja ein málsetning í almennu fyrisitingini, um at alment sett, í nógv størri mun enn í dag, skulu kunna luttaka virkið í tí almenna kjakinum.

 

Rættarnevndin í fólkatinginum tók uppskotini til viðgerðar. Hon fekk frá løgmálaráðharranum at vita, at hon hevði sett niður serfrøðinganevnd at umhugsa øll tey umrøddu viðurskiftini, skjal 4. Nevndin valdi at bíða eftir álitinum frá hesi nevnd og setti einki uppskot fram, og uppskotini fullu tí burtur.

 

Av tí at rættarstandurin er hin sami í Danmark eins og í Føroyum, fer álitið frá donsku serfrøðinganevndini at hava eins stóran áhuga í Føroyum. Illa ber til hjá løgmanni at hava nakra avgjørda støðu til teir settu spurningarnir, fyrr enn hetta útgreiningararbeiði er liðugt.

 

Talan er um at viga nøkur týdningarmikil atlit upp í móti hvørjum øðrum. Tagnar- og loyalitetsskyldan skal sjálvsagt haldast av øllum almennum settum, og tey skulu virka loyalt ímóti sínum næsta fyrisetta. Hinvegin ber ikki til, at tagnar- og loyalitetsskyldan verður so strangt hildin, at ikki ber til at avdúka óreiðilig og ólóglig viðurskifti innan almennu fyristingina. Spurningurin er so, undir hvørjum formi og á hvønn hátt, hetta seinna skal gerast. Ein møguleiki er at geva almennum starvsfólki rætt at leka til fjølmiðlarnar, men hetta er bert ein av fleiri møguleikum, sum má vera umhugsaður gjølla og vera sera neyvt útgreinaður í lóggávuni, tí at tað lætt kann henda, at hann tekur grundarlagið undan tagnar- og loyalitetsskylduni og teimum atlitum, sum liggja aftanfyri. Hetta er spurningur, sum áður umrødda nevnd fer at útgreina og sum ber til at taka uppaftur til kjak, tá ið álitið frá nevndini fyriliggur.

Løgmaður heldur, at tað í fyrstu atløgu hevur størri týdning at bøta um atgongdina hjá almenninginum til almenn skjøl, og síðan at taka upp spurningin um at broyta reglurnar viðvíkjandi talu- og skrivifrælsinum hjá alment settum til tess at forða fyri, at nakað óreiðiligt hendir í almennu fyrisitingini. Í samgonguskjalinum hevur samgongan staðfest, at almenna fyrisitingin skal gerast meira opin, og at fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit skulu verða endurskoðaðar. Innlendismálaráðið arbeiðir við hesum. Reglurnar um alment innlit eru frá tíðini, áðrenn vanligt var við teldum á skrivstovum, og áðrenn internetið veruliga vann frama. Sum frálíður eigur meginreglan helst at verða, at almenningurin um internetið fær atgongd til øll skjøl hjá tí almenna, sum ikki eru undirgivin tagnarskyldu. At seta slíka skipan í verk kann tó skapa eina røð av praktiskum trupulleikum serliga á stovnum, sum hava um hendi nógvar trúnaðarupplýsingar. Ein møguleiki kundi tí verið, áðrenn farið verður víðari við hesum tanka, at gera nakrar royndarskipanir á ávísum útvaldum stovni t.d. á Løgmans­skriv­stovuni til tess at fáa greiðu á, hvørjir teir praktisku trupulleikarnir eru.

Samanumtikið er at siga, at svar løgmans til settu spurningarnar 1-8 er, at løgmaður fær ikki svara ítøkiliga uppá spurningarnar í teirri røð, teir eru settir, fyrr enn álitið frá serfrøðingunum, sum nevnt er í svarinum fyriliggur. Hetta tí neyðugt er, at vit hava eitt gott grundstøði at viðgera spurningin út frá. 

 

 

Hjálagt: 

Skjal 1: Notat fra lovsekretariet i folketinget, 24.juli  2003 om offentligt ansattes ytringsfrihed og pligt til at “sige fra” over for klart ulovlige ordrer.

Skjal 2 Uddrag af offentlighed i det offentlige – Om historiens magt. Tim Knudsen, 2003. Uddraget omfatter kapitel 2: Sammenligning af dansk og svensk offentlighed i forvaltning.

Skjal 3: Notat fra lovsekretariet i folketinget, 7. august 2003 om offentligt ansattes ytringsfrihed  og begrebet ”whistleblowing” i udvalgte lande (Sverige, Norge, Storbritannien og USA )

Skjal 4:  Arbeiðssetningur danska løgmálaráðsins dagfestur 4. juni 2004 fyri nevndina, sum kanna skal talu- og skrivisfrælsi og fráboðanarrættin hjá alment settum.

Málið avgreitt.