100-11 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi suðuroyarskipinum, ið verður bygt í Spania í hesum døgum 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 27. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er tað rætt, at víðfevnandi byggifusk er staðfest viðvíkjandi byggingini av suðuroyarskipinum?
  2. Er tað rætt, at trupulleikar eru staðfestir viðvíkjandi stabilitetinum á nýbygninginum?
  3. Er tað rætt, at danska sjófartsstýrið er komið uppí, og at tað hevur virknan leiklut í málinum?
  4. Er tað rætt, at byggingin av suðuroyarskipinum ikki hevur nakra fasta tíðarætlan longur, og at eingin rættiliga veit, hvat fer at henda og nær?
  5. Er tað rætt, at Føroya landsstýri ikki er tryggjað móti tapi í samband við skipsbyggingina longur enn til august 2005, og at landsstýrið ikki veit sær nakra trygd eftir ta tíð?
  6. Um tað hendir, at spanska skipasmiðjan blakar frá sær, er tað tá burtur við at tosa um, at suðuroyarskipið verður liðugtgjørt í Føroyum?

Viðmerkingar:
Av tí at áhaldandi leysasøgur ganga um støðuna viðvíkjandi byggingini av suðuroyarskipinum í Spania, loyvi eg mær at seta landsstýrismanninum oman fyri standandi spurningar.

Tað frættist, at Strandferðslan so at siga einki samband hevur við sponsku skipasmiðjuna í løtuni, tí at alt er ein hurlivasi harniðri, og at SL tískil ikki rættiliga dugir at siga nakað ítøkiligt um støðuna. Tíðarætlanin er ikki hildin, og tað frættist, at SL ikki hevur ánilsi av, um nøkur tíðarætlan yvirhøvur er galdandi longur.

Tað frættist eisini, at víðfevnandi byggifusk skal vera staðfest um, at soleiðis sum handverkið er frágingið, verður neyðugt hjá ferðafólkið at gleiva upp um rør og annað, sum vanliga er fjalt fyri mannaeygum umborð á slíkum dýrum nýbygningum.

Tað frættist, at danska sjófartsstýrið er komið aktivt upp í byggingina av suðuroyarskipinum. Hetta tí trupulleikar eru við stabilitetinum.

Tað skilst gjøgnum frágreiðingar og annars av tí, sum bløðini hava skrivað, at alt viðvíkjandi byggingini av suðuroyarskipinum er tryggjað til august 2005.

Nú eingin tíðarætlan tykist vera galdandi,og eingin veit nakað um, nær, hvar og hvussu, er spurningurin, um trygdin fyri peningi og vøru eisini er komin í tungan sjógv. Røkkur alt viðvíkjandi sáttmálum og trygd ikki longur enn til 1. august 2005?

Ein spurningur er eisini, um tað er viðkomandi ella burtur við at hugsa ella tosa um, at suðuroyarskipið verður liðugtgjørt í Føroyum, um nú spanska skipasmiðjan kastar frá sær fyri av álvara.

Hesin fyrispurningur er ikki settur fram fyri at seta byggingina av suðuroyarskipinum í ringt ljós. Heldur verður hetta gjørt av ampa og áhuga. Eg var sjálvur saman við øllum tjóðveldistingmonnum við til at játta um 300 milliónir til nýtt suðuroyarskip. Hetta tí bráðneyðugur tørvur var á at gera nakað við samskiftið við Suðuroynna. Tí bæði harmar og ræðir tað at hoyra, at øll verkætlanin kanska er um at fara fyri bakka. Sjálvsagt er tað ein vanlukka, um 300 milliónir fara fyri skeyti, men vanlukkan er kanska størri fyri Suðuroynna og tað fólk og virksemi, sum har er.

Vónandi kann landsstýrismaðurin avsanna tey leysatíðindi og tær søgur um byggingina av suðuroyarskipinum, ið ganga sum rótasúpan millum manna. Og kann landsstýrismaðurin tí eisini vónandi svara hesum fyrispurningi soleiðis, at eg og allir aðrir føroyingar kenna ein lætta og samstundis kunnu gleða okkum til tann dag, tá nýggja suðuroyarskipið kemur snøgt og stásiligt inn á Trongisvágsfjørð.

Á tingfundi fríggjadagin 29. oktober varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. desember 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Til spurning 1:
Tað eru ymisk viðurskifti, sum vit ikki eru nøgd við, og sum skulu rættast, áðrenn vit taka ímóti skipinum. Eftir sáttmálanum, skal nýggi Smyril lúka øll krøv, sum eru sett í útbjóðingartilfarinum. Skipasmiðjan hevur sambært sáttmálanum ábyrgdina av at byggja og lata Strandferðsluni eitt skip, sum lýkur øll tey krøv, sum eru ásett í útbjóðingartilfarinum – tvs. lúka allar altjóða og danskar reglar og spesifikasjónir.

 

Uppgávan hjá Strandferðsluni er at hava eftirlit soleiðis, at góðskan á arbeiðinum verður sum avtalað. Umframt Strandferðsluna, hevur ráðgevandi felagið Knud E Hansen eisini eftirlit við byggingini. Eftirlitsuppgávan ger sostatt vart við tað, sum ikki livir upp til góðskukrøvini, og fylgir við, at neyðugu tillagingarnar verða gjørdar.

 

Til Spurning 2:  

Nei, okkum kunnugt eru eingir trupulleikar viðv. stabilitetinum. Annars er tað skipasmiðjan, sum ábyrgdast fyri at útvega øll neyðug sertifikat frá danska skipaeftirlitinum – harundir eisini tey, sum hava við stabilitet at gera.

 

Til spurning 3:  

Danska Skipaeftirlitið hevur frá føroyska Skipaeftirlitinum frá byrjan fingið tillutað ábyrgdina av eftirlitinum í sambandi við byggingina av nýggja Smyrli, soleiðis at skipið lýkur allar altjóða, danskar og føroyskar reglar t.d. innan fyri trygd og stabilitet. Danska Skipaeftirlitið hevur sostatt luttikið líka frá tí, at byggiverkætlanin byrjaði, og luttekur til skipið er liðugt og verður latið Strandferðsluni. Eftir hetta yvirtekur føroyska Skipaeftirlitið aftur ábyrgdina sum myndugleiki. Sostatt er einki óvanligt hesum viðvíkjandi.

 

Til spurning 4: 

Seinastu mánaðirnar hevur arbeiðið á skipasmiðjuni verið sera óstøðugt og hart rakt av verkføllum, tí arbeiðsfólkið stúrdi fyri, at skipasmiðjan skuldi steingjast. Hetta hevur ført við sær, at tíðarætlanirnar fóru av lagi. Men herfyri varð greitt, at Skipasmiðjan steingir ikki kortini. Eftir hetta er arbeiðið aftur vorðið støðugt. Skipasmiðjan er við at gera eina nýggja tíðarætlan.

 

Til spurning 5:  

Tað er ikki rætt, at Føroya Landsstýri ikki er tryggjað móti tapi eftir 1. august 2005. Strandferðslan hevur goldið 4 av 5 avdrøgum. Fyri hvørt avdragið hevur Strandferðslan fingið bankatrygd í einum banka við metingini AA eftir sonevndu Standard & Poors skipanini. Hetta merkir, at full trygd er fyri avdrøgunum, sum Føroya Landsstýri hevur goldið, eisini eftir 1. august 2005.

 

Til spurning 6:  

Skipasmiðjan í Spania bleiv mett at hava neyðuga førleikan at byggja nýggja Smyril, og Føroya Landsstýri hevur gjørt bindandi sáttmála við hesa skipasmiðju. Sambært stjóranum á skipasmiðjuni ætlar IZAR at halda sáttmálan við Føroya Landsstýri.

 

Málið avgreitt.