100-8 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 20. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvat innihald heldur landsstýrismaðurin ein framtíðar miðnámsútbúgving eigur at hava, hvat skal hon byggja á, og hvussu skal hon gjøgnumførast?
  2. Hvussu tryggja vit eitt miðnám á altjóðastøði í framtíðini?
  3. Hvussu nógv ung í Føroyum byrja upp á eina miðnámsútbúgving, og hvussu nógv av hesum gjøgnumføra hana?
  4. Hvussu nógv er hetta í mun til grannalond okkara?
  5. Hvørji mál hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri at náa, tá hugsað verður um gjøgnumførslu av eini miðnámsskúlaútbúgving hjá føroyskum ungdómi, og hvussu ætlar hann at náa teimum?

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin hevur ført fram, at hann ætlar at endurskoða lógina um miðnámsútbúgvingar í Føroyum, grundgevingina fyri hesum sigur hann vera, at útbúgvingarnar verða broyttar í Danmark. Tá hetta tykist vera sera veik og lítið sigandi grundgeving, eftirlýsi eg eini ætlan fyri, hvat man í Føroyum vil við okkara miðnámi. Hvat vilja vit náa, og hvørji mál seta vit okkum fyri útbúgvingarstøðið í landinum.

Svøríki og Finnland hava aðrar miðnámsskipanir enn vit, og mær vitandi eru teirra ungu als ikki verri fyri útbúgvingarliga enn eitt nú danir, so grundgevingin um, at tá danir broyta, so áliggur tað eisini okkum at broyta, heldur ikki.

Er stundin ikki komin, har vit eiga at seta eina føroyska miðnámsútbúgving á stovn?

Í Føroyum hava vit fólk við drúgvum royndum og førleika á altjóða støði innan undirvísing og miðnámsútbúgving. Hesi eru óivað før fyri, út frá einum politiskt orðaðum málsetningi, at orða og greina innihald til eina miðnámsútbúgving á altjóðastøði.

Havandi í huga økt førleikakrøv til ungdóm okkara á øllum økjum, er sera umráðandi, at hetta arbeiðið fer í gongd sum skjótast og kann liggja sum grundarsteinur undir komandi ættarliði, og einum kappingarførum vinnulívi á altjóða pallinum.

Skulu vit broyta, so má tað vera tí, vit hava sett okkum nøkur mál og gjørt eina ætlan fyri, hvussu vit skulu røkka hesum málum. Eingin onnur grundgeving kann góðtakast. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í mentamálum.

Á tingfundi hósdagin 21. oktober 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi mikudagin 10. november 2004, svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1
Í næstum er ætlanin at seta eina nevnd, sum skal gera uppskot um, hvussu okkara gymnasiala miðnámsskúlaskipan skal síggja út í framtíðini.

Tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hava allar føroyskt lógarverk, sum í stóran mun er tann danska skipanin, ið bert fyri ein part er lagað til føroysk viðurskifti. Broytingar henda alla tíðina í londunum kring okkum, og ikki minst, nú danir hava gjørt stórar broytingar í sínari skipan, er neyðugt hjá okkum at endurskoða okkara, t.d. orsakað av próvtøkusamstarvi og altjóða viðurkenning av útbúgvingunum. Hetta merkir als ikki, at vit skulu kopiera ta donsku skipanina, men avgerandi er, at vit, samstundis sum vit útbúgva fólk til tað føroyska samfelagið, hava fyri eyga, at útbúgvingarnar eru á sama stigi sum í londunum kring okkum.

Aftrat hesum er týðandi, at vit samskipa útbúgvingarnar meira og miða ímóti at útbúgva fólk til okkara egna samfelag, t.v.s. at vit gera útbúgvingarnar soleiðis, at tær verða uppaftur meira viðkomandi fyri okkum.

Málini við at endurskoða tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru m.a. at:

· økja samstarvið millum verandi gymnasialar miðnámsútbúgvingar,
· bøta um skifti frá fólkaskúla til gymnasialar miðnámsútbúgvingar
· fáa enn fleiri at útbúgva seg
· styrkja lestrarførleikan hjá teimum, sum taka eina gymnasiala útbúgving

Ætlanin er, at tær gymnasialu útbúgvingarnar verða skipaðar eftir felags leisti, og her verður hugsað um, at útbúgvingarnar skulu hava sama bygnað, men sjálvandi skulu verandi útbúgvingar framhaldandi arbeiða við ymiskum innihaldi og hvør við sínum eyðkennum, men innan felags lógarkarm. Ætlanin er, at útbúgvingarnar verða skipaðar við einum støðisári og tveimum framhaldandi árum, og at støðisárið í stóran mun skal hava felags innihald.

Hvussu skipanin innihaldsliga annars fer at síggja út, verður ikki greitt, fyrr enn nevndin verður liðug við sítt arbeiði.

Ad. 2
Føroyingar samstarva í høvuðsheitum við Danmark, tá ið talan er um miðnámsútbúgvingar. Tá ið tann nýggja gymnnasiala skipanin verður sett á stovn, fer hetta samstarv at halda fram. Tó kann roknast við, at broytingar fara at henda, og at tann nýggja skipanin fer at taka inn royndir og undirvísingarhættir, sum hava eydnast væl eisini í hinum norðurlondunum. Norðurlondini eru við í útbúgvingarsamstarvi í ES og eru soleiðis við til at seta dagsskránna fyri menning av útbúgvingarrákinum í altjóða høpi. Vit í Føroyum mugu eisini fylgja altjóða útbúgvingarrákinum fyri at tryggja, at okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi.

Leggjast kann afturat, at Føroyar eru partur av tí norðurlendsku avtaluni um viðurkenning sínámillum av miðnámsútbúgvingum. Hetta ger tað møguligt hjá øllum norðurlendskum ungdómi at fara undir miðnámsútbúgving í einum av hinum norðurlondunum. Í løtuni verður arbeitt við at gera tað møguligt hjá norðurlendskum og harvið eisini føroyskum ungdómi at fáa viðurkent sínar førleikar í ES-útbúgvingarskipanini.

Samstarvið við hini norðurlondini tryggjar sostatt, at føroyskar útbúgvingar verða viðurkendar allastaðni í heiminum.

Ad. 3 og 4
Orsakað av, at vit í Føroyum ikki hava eina miðsavnaða skráseting av útbúgvingarvali og fráfalli í útbúgvingunum, hava vit ikki møguleika fyri at útvega hóskandi hagtøl. Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við at útvega eitt skúlafyrisitingarforrit, ið ger tað møguligt til eina og hvørja tíð at útvega neyðug hagtøl.

Í Føroyum varierar talið av næmingum, ið søkja beinleiðis inn í miðnámsskúlarnar nakað, alt eftir hvussu støðan á arbeiðsmarknaðinum er. Í 2001 var talið av teimum, sum fóru beinleiðis á miðnámsskúla, út í móti einari helvt, meðan tað í t.d. Danmark vanliga er umleið ¾. Ein stórur partur av tí seinna helminginum kemur tó inn í miðnámsskúlarnar seinni, tí tað er meira vanligt í Føroyum, at næmingar fara út at arbeiða eitt ár ella so, áðrenn farið verður undir eina miðnámsútbúgving.

Fráfallið í føroysku miðnámsskúlunum er ógvuliga ymiskt ár frá ári og skúlanna ímillum. Til dømis er fráfallið av teimum næmingum, ið byrjaðu í 1999 aftan á eitt ár í meðal 7 – 8%. Aftaná 3 ár eru samsvarandi tøl, tó fyri tey, ið byrjaðu á studentaskúla í ávíkavist 1996 og 1998, í meðal nakað hægri.

Tað eru fleiri, sum fara beinleiðis undir eina gymnasiala útbúgving í hinum norðurlondunum samanborið við Føroyar. Hvussu nógv ungfólk, ið fara beinleiðis undir eina yrkisútbúgving eftir loknan fólkaskúla, hevur Mentamálaráðið ikki tøl fyri, men eftir øllum at døma hava tey, sum fara undir eina yrkisútbúgving, í fleiri førum verið eitt ella fleiri ár í vinnu frammanundan. Somuleiðis hevur Mentamálaráðið varhuga av, at talið av teimum 16-19 ára gomlu, sum eru undir útbúgving, er lægri í Føroyum samanborið við Danmark, Svøríki og Noreg.

Í Føroyum hava vit, sum áður nevnt, ikki neyv hagtøl fyri fráfalli, men mangt bendir á, at fráfallið í føroysku miðnámsskúlunum líkist tí danska. Í norðurlondum verður nógv fokus sett á miðvíst at minka um fráfallið í miðnámsútbúgvingunum fyri at styrkja um møguleikarnar hjá tí einstaka at forsyrgja sær sjálvum alt lívið.  

Ad. 5
Tað er sera týdningarmikið, at ungdómur okkara fær eina góða útbúgving, og málið eigur at vera, at flest øll fáa eina miðnámsútbúgving – tað veri seg gymnasiala ella yrkisrættaða.

Við at skipa tær gymnasialu útbúgvingarnar við einum støðisári, sum endar við próvtøku, fer tað at eggja fleiri til at fara undir eina gymnasiala útbúgving, tí møguligt er at steðga á eftir tað fyrsta árið og halda fram seinni. Meginreglan eigur tó at vera, at næmingarnir halda fram tey bæði framhaldsárini, so teir taka eina samlaða trý ára gymnasiala útbúgving. Fyri at økja um tilvitsku næminganna um tað neyðuga í at taka miðnámsútbúgving eigur vegleiðingin í fólkaskúlanum at verða styrkt.

Málið avgreitt.