100-5 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 15. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann løgmaður greiða tinginum og Føroya fólki frá, hvussu ætlanin er at fíggja ein skattalætta uppá minst 60 mió. kr. næsta ár – og 240 mió. kr. komandi 3 árini – eina afturbering til rækjuvinnuna upp á 10-12 mió. kr. árliga, fráboðaðar avgjaldslættar frá 1. januar 2005 upp á 10-tals mió. kr., umframt øktar útreiðslur í lønarhækkingum, lógarbundnum útreiðslum og nýggjum almennum rakstrarútreiðslum?
  2. Kann løgmaður greiða tinginum og Føroya fólki frá nágreiniliga, hvussu stóran skattalætta í krónum og oyrum eitt verkafólk við eini árligari inntøku upp á 170.000 kr. fær, og hvussu stóran skattalætta ein inntøka upp á 500.000 kr. fær, tá undirskrivaði skattalættin hjá samgonguni er framdur allur sum hann er?
  3. Kann løgmaður greiða tinginum og Føroya fólki frá, hvørjar sosialar betringar fyri veikastu samfelagsbólkarnar ætlanin er at fremja við fráboðaða búskaparpolitikkinum, og hvussu teir skulu fíggjast?
  4. Stuðlar løgmaður politikkinum hjá Hans Paula Strøm landsstýrismanni og Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, sum hava vent sær ímóti ætlaða skattalættanum og hava fráboðað m.a. eitt nýtt tilboð til børn við atferðartrupulleikum, ella stuðlar hann politikkinum hjá Fólkaflokkinum, sum hevur vent sær ímóti hesum ætlanum landsstýrismansins, og sum heldur fast um ætlaða skattalættan og afturberingina til rækjuflotan?

Viðmerkingar
Fráboðanirnar hjá landsstýrinum um búskapar- og sosialpolitikk hava nú í meira enn eitt hálvt ár verið so at siga ókeypis.

Ein landsstýrismaður boðar frá skatta- og avgjaldslættum, meðan ein annar boðar frá øktum útreiðslum. Einum og hvørjum stendur greitt, at onki samsvar er millum fráboðanirnar – ja, tær standa í skerandi andsøgn hvør til aðra.

Mest av øllum minnir hetta um eitt valstríð, har flokkarnir hvør í sínum lagi lova og lova uttan nakra búskaparliga ábyrgd, og tað kann ikki ávarast ov nógv móti hesum yvirbjóðingarpolitikki, sum bert kann ørkymla og skapa mistreysti í samfelagnum.

Men nú mugu realpolitisku veruleikarnir eftirhondini troka lovingarpolitikkin av borðinum.

Landsstýrið er í holtur við at gera uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár og harímillum at leggja eina búskapar- og sosialpolitiska kós fyri komandi árini.

Tí má stundin nú vera komin, at løgmaður greiðir nágreiniliga frá, hvussu ætlanin er at fíggja og fremja ymsu fráboðanirnar hjá landsstýrinum, og hvørjir samfelagsbólkar koma at bera byrðarnar.

Fíggjarlógaruppskot landsstýrisins hevði í fjør eitt hall upp á 270 mió. kr.

Hetta hallið varð minkað nakað eftir tingsins viðgerð. Men upprunauppskotið hjá landsstýrinum upp á 270 mió. kr. í halli hevði hvørki innroknaðar skattalættar, avgjaldslættar, afturbering til rækjuvinnuna ella nýggj tiltøk til teir veikastu samfelagsbólkarnar.

Um landsstýrið ikki hevur tikið sær betri partar fyri og stendur við sínar mótstríðandi fráboðanir, er skjótt at rokna út, at arbeitt verður við risastórum halli ella við ógvusligum sparingum.

Vónandi kann løgmaður greina fyri okkum, hvørjum av landsstýrismonnunum og samgonguflokkunum, vit skulu trúgva, og hvat vit skulu brynja okkum til.

Á tingfundi 24. september 2004 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 20. oktober 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Svar til spurning 1: Eg skilji væl, at spyrjarin spyr, hvussu ábøtur og nýggj tiltøk umframt annað skal fíggjast komandi árini, nú tað er farið at draga samanum fíggjarliga í landinum. Hetta er jú ein annar fíggjarligur veruleiki enn tann, sum spyrjarin er vanur við, har allur útreiðsluvøkstur varð fíggjaður við einum søguliga høgum inntøkuvøkstri hjá tí almenna. Júst hesi árini øktust úteiðslurnar hjá tí almenna methøgt við meira enn einari milliard krónum, og tað er hetta grundarlag, sitandi samgonga skal húsast við, nú inntøkurnar minka. Tað verður tí alt annað enn lætt, og tí skilji eg væl, at spyrjarin er forvitin.

Eg skal viðganga, at tað er óheppið, at ein samgonga sigur eitt í dag og eitt annað í morgin. Hesar atfinningar taki eg til eftirtektar.

Fíggjarlógin er øll ein raðfesting. Er rúmsátt við inntøkum, sum vit hava sæð seinastu árini, so er ikki neyðugt at vera so neyvur við raðfestingunum, men eru inntøkukarmarnir trengri, er neyðugt við munandi gjøllari raðfesting. Raðfestingarnar eru so aftur eitt úrslit av teimum politisku avtalunum, sum samgongan ger, og tí eisini merktar av tí politikki, sum samgonguflokkarnir kunnu semjast um. Ongantíð enn hava vit sæð, at ein ávísur flokkur fær alt sítt ígjøgnum, men raðfestingarnar eru alt semjur, har flokkar geva og fáa síni sjónarmið við.

Skattalættin upp á 60 mió. kr. árliga og øktar útreiðslur í lønarhækkingum, lógarbundnum útreiðslum og nýggjar almennar útreiðslur eru alt partar av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, sum gevur eitt hall upp á 197 mió. kr., ið eisini verður samlaði fíggjartørvurin hjá landskassanum í 2005.

Hallið verður fíggjað við gjaldføri landskassans.

Spyrjarin eigur í hesum sambandi at verða mintur á, at hann sjálvur er partur av orsøkini til, at landskassin nú hevur henda fíggingartørvin, og at gjaldførið er versnað. Spyrjarin var sjálvur partur av seinastu samgongu, sum minkaði heildarveitingina 366 mió. kr., samstundis sum gjaldførið varð minkað við 500 mió. kr. Tað tykist sum, at hesi bæði tiltøkini vóru framd í tí trúgv, at vit í allari framtíð fóru at hava methøgan inntøkuvøkstur, men soleiðis hevur ongantíð verið í Føroyum. Um hesi bæði tiltøk ikki vórðu framd, høvdu vit ikki havt hall á fíggjarlógini, og vit høvdu havt eina hálva milliard meira í gjaldføri í innlánum landskassans í Landsbankanum.

Spyrjarin hevur sostatt fyri ein stóran part sjálvur skapt fíggjarligu fortreytirnar fyri fíggjarlógaruppskotinum 2005.

Skattalættin á 60 mió. kr. í 2005 er partur av ætlaða skattalættanum upp á 240 mió. kr. næstu 4 árini. Skattalættin verður fíggjaður við parti av teimum raðfestingum, sum liggja til grund fyri fíggjarlógaruppskotinum. Ætlanin er at náa hesum málinum við ábyrgdarfullum og skilagóðum búskaparpolitikki næstu árini.

Búskaparráðið sigur m.a. í seinastu frágreiðing síni, at ein skattalækking kann fáa gagnligt árin á konjunkturstøðuna, tí hon setir húski betur før fyri at fíggja tey keyp, sum ynski eru um komandi árini.

Afturberingin til rækjuvinnuna er ikki liðugt viðgjørd enn, men ein slík afturbering verður sjálvandi fíggjað, eins og restin av útreiðslum landskassans, umvegis fíggjarlógina.

Viðvíkjandi avgjaldslættum er tað soleiðis, at landsstýrið hevur samtykt at gera uppskot til broytingar í avgjaldslógunum, sum eru útreiðsluneutralar. Hetta er ein liður í at endurskoða føroysku avgjaldslógirnar soleiðis, at tær gerast meira vinnu- og brúkaravinarligar. Møguligar broytingar skulu sostatt ikki koma at kosta landskassanum nakað.

Svar til spurning 2 Eitt av høvuðsendamálunum við ætlaða skattalættanum er at dagføra og regulera føroysku skattaskipanina.

Ætlanin er at flyta skattastigan soleiðis, at lønmóttakarin kann forvinna meira, áðrenn skattaprosentið hækkar. Verða slíkar reguleringar ikki gjørdar, hækkar skattaprosentið hjá øllum lønmóttakarum so líðandi, og tær lægstu lønirnar verða, sum frá líður, nógv harðari skattaðar. Føroyski skattastigin er ongantíð reguleraður við hesum endamálinum. Hesar reguleringar verða gjørdar regluliga aðrastaðni, t.d. í Danmark, har skattastigin verður reguleraður á hvørjum ári.

Ein lønmóttakari við einari árligari inntøku upp á 170.000 kr. fær ein árligan skattalætta upp á 3.160 kr., og ein inntøka upp á 500.000 kr. fær ein árligan skattalætta uppá 38.660 kr., tá ið undirskrivaða avtalan um skattalætta er framd, øll sum hon er.

Í hesum sambandi kann nevnast, at fyri eina inntøku upp á 170.000 kr. hækkar árliga inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 1.700 kr., og fyri eina inntøku uppá 500.000 hækkar gjaldið 5.000 kr.

Eftir at undirskjalið til samgonguskjalið varð skrivað, gjørdist greitt, at samsvar var ikki millum kostnaðin av skattalættanum fyri landskassan og tann skattastiga, ið nevndur varð í undirskjalinum. Hetta merkir, at neyðugt verður at gera nakrar broytingar í skattalættanum í mun til undirskjalið.

Viðvíkjandi 2005 kann tí nevnast, at skotið verður upp at broyta skattastigan soleiðis, at fyri eina árliga inntøku upp á 170.000 kr. lækkar skatturin 790 kr., meðan inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar 425 kr., og fyri eina árliga inntøku upp á 500.000 kr. lækkar skatturin 5.965 kr., meðan inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar við 1.250 kr.

Vert er eisini at nevna, at hækkingin í inngjaldinum til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, um fyritreytirnar annars verða tær somu sum í dag, gevur grundarlag fyri eini hækking í árliga útgjaldinum til pensjónistar upp á 3.480 kr. í 2005. Í 2008 kann roknast við eini hækking í mun til í dag upp á u.l. 14.000 kr. árliga.

Svar til spurning 3: Spurningurin snýr seg um, hvørjar sosialar betringar, ætlanin er at fremja. Tí fari eg ikki at nevna, hvørjar raðfestingar eru gjørdar á heilsupolitiska økinum ella á útbúgvingarøkinum, men halda meg til, hvørji stig verða tikin á almannaøkinum, fyri at betra um viðurskiftini hjá okkara veikastu borgarum.

Eldraøkið stendur saman við psykiatriøkinum ovarlaga á dagsskránni fyri hesa tingsetuna. Eisini verður arbeiðið við at betra um korini hjá fólki, ið bera brek, og hjá øðrum við serligum tørvi, raðfest høgt.

Hesar raðfestingar síggjast aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, har peningur m.a. er settur av til at menna økispsykiatriina, sum varð sett í verk fyrr í ár. Arbeiðið við at menna sosialpsykiatriina heldur fram. Peningur er settur av til nýtt sambýli og til at seta ein at samskipa sosialpsykiatriina.

Umframt tey 61 búplássini, ið verða útvegað í ár, heldur útbyggingin av røktarheimum og sambýlum fram í 2005, soleiðis at heimið fyri minnisveik "Vallalíð", við plássi fyri 16 búfólkum, verður liðugt at taka í nýtslu í 2005. Tann størsti vøksturin í útreiðslunum á eldrarøktini stendst av rakstrinum av sambýlum og stovnum, ið eru tikin í nýtslu í ár, men fyrst fara at krevja fullan rakstur í 2005.

Á barna- og ungdómsøkinum er staðfestur ein tørvur á viðgerðartilboðum til børn við atferðar- og tilknýtistrupulleikum. Tí er tað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 settur peningur av til ein dagstovn við rúmi fyri 8 børnum við hesum trupulleikum.

Tað verður eisini spurt um, hvussu sosialu betringarnar fyri veikastu samfelagsbólkarnar skulu fíggjast. Hetta er sjálvandi ein sera viðkomandi spurningur. Eg havi hug at nevna fýra amboð, ið verða brúkt til at betra korini hjá teimum veikastu samfelagsbólkunum innan fyri teir fíggjarkarmar, ið fíggjarlógaruppskotið 2005 stingur út í kortið. Tað eru 1) raðfesting 2) brúkaragjald 3) sosial umfordeiling uttan fyri fíggjarlógina 4) dagførd sosiallóggáva.

Til 1. Raðfesting
Hækkaða játtanin til almannaøkið verður m.a. fíggjað við lægri játtanum aðrastaðni á fíggjarlógini, eitt nú til Vinnumál og miðfyrisitingina yvirhøvur. Tað eru eisini gjørdar nýggjar raðfestingar innan fyri almannaøkið – soleiðis verður á almannaøkinum bert givin full lønarafturbering til eldrarøktina og serforsorgina.

Til 2. Brúkaragjøld
Útreiðslurnar serliga til eldrarøkt, men eisini serforsorg og stuðul til heilivág, eru hækkaðar nógv. Tað er ætlanin at hækka brúkaragjøld í m.a. Eldrarøktini og Serforsorgini. Arbeitt verður eisini við at endurskoða skipanina við stuðli til heilivág soleiðis, at tey, ið veruliga hava tørv á heilivági, fáa stuðul, meðan onnur mugu gjalda ein størri part sjálvi.

Til 3. Sosial umfordeiling uttan fyri fíggjarlógina
Útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum til pensjónistarnar hækkar væntandi, nú samgongan ynskir at hækka inngjaldið í grunnin. Hetta er ein umfordeiling millum ættarliðini, ið betrar livikorini hjá okkara fólkapensjónistum, uttan at ávirka javnvágina á fíggjarlógini. Viðmerkjast skal, at tað er eitt politiskt óheft stýri fyri grunnin, ið avger, hvussu nógv útgjaldið skal hækka.

Til 4. Betrað sosiallóggáva
At enda vil eg eisini nevna, at ein betrað lóggáva á almannaøkinum, m.a. nýggj forsorgarlóg, ið hevur kjølfesti í einum tilvitaðum sosialpolitikki, er ein fortreyt fyri at betra um viðurskiftini hjá teimum veikastu í okkara samfelagi. Hetta kostar í fyrsta lagi ikki annað enn hart arbeiði.  

Svar til spurning 4: Saman við samgonguskjalinum er eisini eitt undirskjal, sum greitt boðar frá, hvussu samgongan ætlar at fremja eina skattanýskipan og eina hækking av arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Hesir báðir tættir eru knýttir saman soleiðis, at semjan um skattanýskipanina er tengd saman við semjuni um hækkingina av arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Tað vil siga, at skattanýskipanin kann bert gjøgnumførast, um hækkingin av arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum eisini verður framd og øvugt.

Hetta undirskjal er undirskrivað av teimum trimum samgonguflokkunum, og er tí eisini bindandi fyri hesar.

Tá spyrjarin spyr, um eg stuðli Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, og Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, sum spyrjarin sigur hava vent skattanýskipanini bakið og í staðin vilja hava eitt tilboð til børn við atferðartrupulleikum, ella um eg stuðli politikkinum hjá Fólkaflokkinum, sum hevur vent tilboðnum til børn við atferðartrupulleikum bakið, og sum heldur fast um skattalættan og afturberingina til rækjuflotan, so má eg siga, at spyrjarin ger fyribils niðurstøður, sum ikki hava hald í nøkrum veruleika.

Eg stuðli fult og heilt samgonguni og hennara ætlanum og tað, sum eg vegna Javnaðarflokkin havi undirskrivað, tað standi ikki bara eg, men allur flokkurin sjálvandi, við. Javnaðarflokkurin heldur gjørdar avtalur. Alt annað vildi eisini verið politiskt skilaleyst.

At eitt ávíst orðaskifti hevur tikið seg upp í fjølmiðlunum og millum manna og eisini millum politikarar um rættvísi við skattanýskipanini, ella um tað er rætt at lata skattalætta, nú búskapurin er fyri afturstigum, er natúrligt. At politikarar eisini hava eina persónliga áskoðan, er heldur ikki óvanligt. Men tá tað til stykkis kemur, so eru politisku avtalurnar gjørdar, og tað eru tær, sum ikki bert løgmaður, men øll samgongan, skal halda seg til.

Í samgonguni er rúmd fyri, at politikarar hava áskoðanir, men hetta merkir als ikki, at vit ikki finna eitt felags stev, tá avgerðirnar skulu takast. Sjálvur haldi eg tað vera eina styrki fyri fókaræðið, at tingmenn ikki verða niðurbundnir og ikki skulu tora at hava persónligar áskoðanir, uttan at alt skal vera í einum roki av tí orsøk.

Málið avgreitt.