Frágreiðing um stuðulsveitingar á mentanarøkinum


101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um "Ymsar stuðulsveitingar á mentanarøkinum"


Framløga

Aðalorðaskifti

Ár 2004, 16. november, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Inngangur
Í ólavsøkurøðu løgmans 2004 varð boðað frá, at ætlanin var í hesi tingsetu at leggja fram frágreiðing til aðalorðaskiftis um stuðulsveitingar á mentanarøkinum.

Mentamálaráðið metir, at stórur tørvur er á at endurskoða ymsar av stuðulsskipanunum. Hetta bæði út frá sera stórum fíggjarligum bindingum, ið tilsagnir um stuðul geva landskassanum fleiri ár fram í tíðina, men eisini við atliti at mentanarpolitiska og harvið eisini fíggjarliga ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Harumframt mugu spariatlit hjá landskassanum havast í huga.

Ein orsøk, ið eisini talar fyri, at stuðulsskipanirnar verða tiknar til umrøðu á Løgtingi, er, at bæði løgtingsgrannskoðararnir og Løgtingsins fíggjarnevnd hava víst á tørvin á meira skipaðum viðurskiftum á stuðulsøkinum.

Veruleikin í dag er tann, at játtanirnar á fíggjarlógini øðrumegin og lógarásetingarnar og fyrisitingarliga mannagongdin viðvíkjandi stuðulsveitingum hinumegin ikki fylgjast. Ásannast má, at samsvar er ikki millum játtanir og tørv.

Henda frágreiðing fevnir um niðanfyri standandi stuðulsmøguleikar á mentanarøkinum:

  1. Stuðul til bygging av ungdóms- og bygdarhúsum (sambært løgtingslóg nr. 50 frá 24. mai 1974 um studning til bygging av ungdómshúsum)
  2. Stuðul til bygging av ítróttaranleggum (eingin heimildarlóg)
  3. Stuðul til bygdasøvn (sambært løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn av mentanarligum týdningi sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986)
  4. Stuðul til fólkabókasøvn (sambært løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn)
  5. Stuðul til mentan, list, ungdómsarbeiði og ítrótt (eingin heimildarlóg)

Endamálið við aðalorðaskiftinum er at fáa tingsins hugsan um, hvussu omanfyri nevndu øki skulu skipast í framtíðini. Ætlan landsstýrismansins í mentamálum er síðan at koma við lógaruppskotum samsvarandi tí, ið komið er fram í tinginum.

1. Lýsing av stuðulsmøguleikum
Niðanfyri verður í stuttum lýst endamálið við omanfyri nevndu stuðulsmøguleikum og lógar- og reglugrundarlagið, ið hesir virka eftir. Eisini verður í stuttum komið inn á núverandi játtanarstøðið umframt tann veruliga stuðulstørvin, og mett verður um fíggjartørvin tey næstu árini. Harumframt verður komið við tilmæli um endurskoðanir og broytingar.  

1.1 Stuðul til bygging av ungdóms- og bygdarhúsum v.m.
Løgtingslógin frá 1974 var upprunaliga ætlað at stuðla bygging av ungdómshúsum til tess at geva ungdóminum góðar karmar um ungdómsvirksemi.

Sambært lógini kunnu veitast upp til 40% í studningi til bygging av ungdómshúsum, treytað av at hin parturin av fíggingini er fingin til vega. Fyrisitingarliga mannagongdin í áttati- og nítiárunum hevur tó verið tann, at eisini bygdarhús, mentanarhús og skótahús hava fingið stuðul sambært hesi lóg. Í ávísum førum hava eisini hús, sum hava kristiligt virksemi, fingið stuðul.

Stuðulin, sum vanliga er 30% av byggikostnaðinum, verður latin av kontu á fíggjarlógini nevnd "Ungdóms- og bygdarhús". Sum heitið á kontuni eisini ber brá av, so fevnir endamálið við kontuni út yvir endamálið í løgtingslógini um stuðul til bygging av ungdómshúsum. Í 2004 er játtanin kr. 200.000, men røkkur hetta als ikki til stuðulstørvin.

Sum er, hevur Mentamálaráðið onga umsókn liggjandi um stuðul til at byggja ungdómshús. Hinvegin eru fleiri umsóknir um stórar verkætlanir, sum eru í gongd ella í umbúna serstakliga um at byggja mentanarhús og samkomuhús. Fíggjartørvurin til stuðul innan hesi endamál er júst nú uml. 15-16. mió kr.

Ivasamt er, um ætlanin við lógini frá 1974 var, at stuðul skuldi veitast til bygging av mentanarhúsum og samkomuhúsum, hóast hesi eisini hava virksemi, ætlað ungdóminum. Tað er greitt, at lógin er ótíðarhóskandi. Mentamálaráðið mælir tí til, at lógin eigur at verða endurskoðað.

Tað eru fleri stórar verkætlanir um nýggj mentanarhús ávegis, og eigur Løgtingið tí at lýsa sína áskoðan um hendan spurning. Hetta er ein trupul spurningur, ið ger tað neyðugt við almennum tørvsmetingum. Hinvegin er umráðandi at hava fyri eyga, at almenni mentanarpolitikkurin eisini tryggjar mentanartilboð í útjaðaranum og í teimum minni fíggjarsterku kommununum/økjunum. Her eigur ein hóskandi javnvág at verða funnin.

Tilmæli:

1.2. Stuðul til bygging av ítróttaanleggum
Eingin formlig lógarheimild er hjá landsstýrismanninum til at játta stuðul til bygging av ítróttaanleggum. Einasta heimild er játtanin á løgtingsfíggjarlógini til ítróttaanlegg.

Skal stuðulsmøguleikin varðveitast, verður neyðugt við heimildarlóggávu á økinum. Tó at eingin formlig lógarheimild er til at játta stuðul til bygging av ítróttaanleggum, hevur fyrisitingarliga mannagongdin verið grundað á fyrr umrøddu lógina um stuðul til bygging av ungdómshúsum, og á treytir, sum Landsverk, ið er ráðgevi hjá Mentamálaráðnum, nýtir í viðgerðini av hvørjum einstøkum byggimáli sær.

Tað er trupult at geva ein greiða mynd av fíggjartørvinum næstu árini. Í løtuni eru givnar tilsagnir um stuðul fyri uml. kr. 7 mió, og tá er ætlaða ítróttahøllin í Sandoy íroknað. Hesar tilsagnir eru givnar við fyrivarni fyri, at ávísar nærri ásettar treytir verða loknar. Søkt er harafturat um stuðul fyri aðrar uml. kr. 20 mió. Játtanin á fíggjarlógini fyri 2004 er kr. 717.000. Mentamálaráðið er harafturat vitandi um fleiri stórar verkætlanir, sum eru í umbúna.

Sum meginregla hevur stuðul verður latin felagsskapum, tvs. ítróttafeløgum ella grunni. Hesar verkætlanir hava vanliga fingið ein triðing í kommunalum stuðli og ein triðing í landskassastuðli, meðan restin hevur verið eginfígging. Tað er nakað, ið bendir á, at hesi áhugafeløg, sum virka á sjálvbodnum grundarlagi í frítíðini hjá fólki, ikki longur megna at bera tær ymsu byggiverkætlanirnar og eftirfylgjandi raksturin av anlegginum. Seinnu árini hevur rákið tí verið ein vaksandi kommunal luttøka.

Mentamálaráðið metir tað vera ivasamt at játta kommunum stuðul til at byggja ítróttaanlegg. Mett verður, at ætlanin við hesum stuðulsmøguleika ongantíð hevur verið, at stuðul skuldi veitast til kommunalar verkætlanir. Skal stuðulsmøguleikin í verandi líki varðveitast, tvs. at stuðul verður meginregluliga bert veittur ítróttafeløgum ella sjálvsognarstovnum, sum byggja, verður eisini á hesum øki neyðugt við almennum tørvsmetingum. Hinvegin er umráðandi at hava fyri eyga, at almenni politikkurin á hesum øki eisini tryggjar hóskandi ítróttaanlegg í útjaðaranum og í teimum minni fíggjarsterku kommununum/økjunum.

Tilmæli:

1.3. Stuðul til bygdasøvn
Sonevnda bygdasavnslógin heimilar góðkendum bygdasøvnum 60% í stuðli til rakstrarútreiðslur, ið hava verið hildnar árið fyri sbrt. grannskoðaðum roknskapi. Harafturat hevur bygdasavn rætt til 50% í stuðli til keyp ella bygging av savnshúsum og til keyp av bygningum, ið kunnu góðtakast sum fornminni. Fornminnissavnið umsitur stuðulsskipanina.

Bygdasavnsvirksemið sum heild er vaksið nógv síðstu árini. Upprunaligi tankin við bygdasavnslógini var at stimbra felagsliga og kommunala hugin at seta á stovn bygdasøvn soleiðis, at í hvussu so er eitt savn var í hvørjari sýslu. Ásannast má, at hugurin hevur verið nógv størri enn roknað varð við í 1971. Higartil eru 14 góðkend bygdasøvn, og fýra nýggj søvn hava søkt um góðkenning.

Økta bygdasavnsvirksemið hevur serliga seinnu árini ført við sær nógv øktar rakstrarútreiðslur og harvið størri trýst á landskassan eftir lógarfestum stuðli. Skipanin, sum hon virkar í dag, er óhent, tí lógarfesti stuðulin verður goldin út sambært roknskapi fyri hildnar útreiðslur árið fyri. Trupult er tí at stýra játtanartørvinum á fíggjarlógini og at hava tamarhald á kostnaðarstøðinum á bygdasavnsøkinum sum heild.

Í 2004 er játtanin á fíggjarlógini uml. kr. 1,6 mió., men tað vísir seg nú, at lógarfesti stuðulin fyri virksemið í fjør, og sum skal falla til útgjaldingar í ár, er uml. kr. 1,9 mió. Søkt er um eykajáttan. Sambært fyribils metingum er væntandi, at stuðulstørvurin í 2005 fyri virksemið i 2004 verður uppaftur størri enn játtanin í 2004. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 er ikki lagt upp fyri nakrari meirjáttan.

Landsstýrismaðurin hevur tí á fundi 12. november í ár boðað fíggjarnevndini frá, at neyðugt verður við hægri játtan á fíggjarlógini fyri 2005, og verður broytingaruppskot til fíggjarlógina sent nevndini. Alt hetta merkir, at neyðugt verður at endurskoðað lógarásettu prosentsatsirnar so væl sum stuðulsgrundarlagið.

Tilmæli:

1.4. Stuðul til fólkabókasøvn
Sambært lógini um bókasøvn kapittul III hava fólkabókasøvn rætt til 60% í stuðli til góðkendan rakstur sambært fíggjarætlan. Sama áseting er galdandi í sambandi við skipanina við meginbókasøvnum sambært lógarinnar kapittul IV. Landsbókasavnið umsitur stuðulsskipanirnar. Harumframt veitir landið 50% í stuðli til bygging ella keyp av bókasavnshølum. Einstøku kommunurnar rinda restina.

Fólkabókasøvn eru kommunalir stovnar, og tí metir Mentamálaráðið, at meginreglan má vera, at kommunurnar bera ein størri part av rakstrarútreiðslunum, enn tær gera í dag. Hetta talar tí greitt fyri at lækka landskassastuðulin til raksturin.

Somuleiðis metir Mentamálaráðið, at soleiðis sum føroyska undirstøðukervið støðugt broytist og mennist, eru fortreytirnar fyri skipanini við meginbókasøvnum munandi broyttar. Ætlanin við meginbóksøvnum er, at tey skulu taka sær av eitt nú at veita bókasavnstænastur til fólkabókasøvn í einum ávísum øki. Hóast hugskotið við meginbókasøvnum í grundregluni er gott, kann talan fara at verða um kostnaðarmikla skipan fyri landskassan. Uppskotið um at endurskoða ásetingarnar um meginbókasøvn er tí eisini grundað á ynski um at hava tamarhald á kostnaðarstøðinum á bókasavnsøkinum sum heild.

Tilmæli:

1.5. Stuðul til mentan, list, ungdómsarbeiði og ítrótt
Á løgtingsfíggjarlógini eru ymsar aðrar stuðulskontur, sum landsstýrismaðurin umsitur. Hesar fevna um stuðul til mentanarlig tiltøk so sum framsýningar, konsertir, ferðir hjá t.d. sangkórum og keyp av list og bókmentum. Eisini mentanarliga samstarvið í Útnorði og við Hetland verður fíggjað av hesi høvuðskontu sambært galdandi samstarvsavtalum landanna millum. Harumframt verður latin stuðul til tónleikarligt virksemi, t.d. Føroya Symfoniorkestur og felagskapir hjá tónleikalívinum.

Økið fevnir eisini um stuðul til ungdómsfelagsskapir, t.d. Føroya Ungdómsráð og skótarørsluna, umframt at landsstýrismaðurin umsitur ávísan part av veddingarpengunum ætlað tiltøkum fyri børn og ung.

Stuðul verður eisini latin til ítróttina gjøgnum Ítróttasamband Føroya og Hugasamband Føroya.

Sum nevnt er eingin heimildarlóg á økinum, men stuðul verður játtaður eftir leiðreglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett. Tørvur er á at fáa økið skipað við heimildarlógum.

Tilmæli

2. Mentanarpolitisk atlit
Felags fyri tær fýra fyrstnevndu stuðulsskipanir er, at her liggur eitt tilvitað mentanarpolitiskt ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Tað er eyðsæð, at lækkar landskassastuðulin, samstundis sum verandi virksemi á økjunum annars skal varðveitast, skal kommunali parturin hækka samsvarandi, ella aðrar inntøkukeldur fáast til vega.

Mentamálaráðið metir, at tíðin er búgvin at umhugsa, hvørt tað ikki er skilabest, at kommunurnar átaka sær størri fíggjarliga ábyrgd av tí mentanartilboði, sum stendur borgaranum í lokalsamfelagnum í boði. Tað er umráðandi, at tað fæst ein breið politisk semja um greiðar mannagongdir og um eitt javnvigað ábyrgdarbýti millum land og kommunur á hesum øki. Talan er um mál av stórum týdningi fyri trivnaðin á bygd og í bý.

Um so er, at Løgtingið ynskir at halda fast við verandi stuðulsskipanir og ikki ynskir at endurskoða lógar- og játtanargrundarlagið, so er alneyðugt at gera greitt, at tað skulu væl fleiri pengar játtast til endamálini.

Orðaskifti týsdagin 23. november 2004. Málið avgreitt.