1-5  Uppskot til  bráðfeingis játtanarlóg 2004

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Frávik
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð
G. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2003, 10. desember, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg 2004

§ 1. Til fíggjarlógin fyri fíggjarárið 2004 er samtykt, verður landsstýrinum heimilað at uppkrevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir eftir galdandi lógum. Landsstýrinum verður heimilað í sama tíðarskeiði at rinda neyðugar útreiðslur, soleiðis at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og átiknar skyldur verða hildnar.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2004.

Viðmerkingar:
Í sambandi við, at nýval er útskrivað til Løgtingið tann 20. januar 2004, er uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004 sambært stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3 fallið burtur.

Fíggjarlógaruppskotið verður sostatt ikki liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan 2004, og tí hevur landsstýrið sambært stýrisskipanarlógini § 43, stk. 3 skyldu til at leggja fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg.

Uppskotið skal fáa til vega ta neyðugu heimildina at føra landshúsarhaldið víðari, til løgtingsfíggjarlógin fyri 2004 er samtykt. 

Ætlanin er, at inntøkur og útreiðslur sambært galdandi siðvenju skulu haldast á áleið sama støði sum í játtanarlógunum fyri 2003, tó við atliti at samtykta skattalættanum og fleiri sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum geva lønarhækingar.

1. viðgerð 12. desember 2003. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Áheitan frá tingmonnunum Alfred Olsen, Jenis av Rana, Óla Breckmann, Jógvan við Keldu, Heðin Zachariasen, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Marjus Dam, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Poul Michelsen, Høgna Hoydal, Heina O. Heinesen, Kristinu Háfoss, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Bárði Nielsen, Johan Dahl, Jóannes Eidesgaard, Vilhelm Johannesen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Hergeir Nielsen og Jógvan á Lakjuni um at gera frávik frá tíðarfreistini sambært § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum í dag, samtykt 25-1-0.

2. viðgerð 12. desember 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 12. desember 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 126 frá 12.12.2003