Serligar frįbošanir

3. september 2003 
Formašurin las skriv frį Óla Breckmann, dagfest 4. august 2003, har hesin bošar frį, at hann viš gildi frį 1. september 2003 sigur seg śr starvinum sum 3. nęstformašur tingsins. Sambęrt § 10 ķ tingskipanini tilnevndi Fólkaflokkurin Jųrgen Niclasen 3. nęstformann.

17. september 2003
Formašurin las skriv frį lųgmanni, dagfest 17. september 2003, har lųgmašur ger Lųgtinginum kunnugt, at Annita į Frķšriksmųrk 17. september 2003 er tilnevnd landsstżrismašur ķ mentamįlum samsvarandi lųgtinglóg um stżrisskipan Fųroya. Samstundis veršur gjųrt Lųgtinginum kunnugt, at Hųgni Hoydal, landsstżrismašur, frį ķ dag av ikki longur situr fyri mentamįlum.

5. desember 2003
Lųgmašur fekk, sambęrt § 51, stk. 3 ķ tingskipanini, uttan um skrįnna, oršiš at geva Lųgtinginum serliga frįbošan.

Lųgmašur bošaši frį, at hann ķ dag hevur loyst landsstżrismenninar Hųgna Hoydal, Karsten Hansen, Pįll į Reynatśgvu og Annitu į Frķšriksmųrk śr embęti teirra sum landsstżrismenn, og at lųgmašur fyribils situr fyri mįlsųkjunum, iš tey hava sitiš fyri sum landsstżrismenn.

Sķšani heitti lųgmašur į lųgtingsformannin um, samsvarandi lųgtingslóg nr.103 frį 26. juli 1994 um stżrisskipan Fųroya, § 29, at loysa seg śr embętinum sum lųgmašur Fųroya.

At enda gjųrdi lųgmašur kunnugt, at samsvarandi lųgtingslóg nr. 103 frį 26. juli 1994 um stżrisskipan Fųroya, § 31 og § 6,1. stk veršur nżval til Lųgtingiš 20. januar 2004.

Formašurin bošaši frį, at tingarbeiši vanliga heldur uppat, tį iš nżval er śtskrivaš, men neyšugt er, at Lųgtingiš samtykkir eina brįšfeingis fķggjarlóg fyri 2004, og veršur nęsti fundur lżstur į vanligan hįtt.

3. februar 2004
Nżvaldi lųgmašurin, Jóannes Eidesgaard, bošaši tinginum frį, at hesir eru tilnevndir landsstżrismenn: Bįršur Nielsen, Vestmanna, fķggjarmįl, Johan Dahl, Vįgur, fiskivinnumįl, Bjarni Djurholm, Tórshavn, vinnumįl, Jógvan į Lakjuni, Fuglafjųršur, mentamįl, Jógvan viš Keldu, Klaksvķk, innlendismįl og Hans Pauli Strųm, Vestmanna, almanna- og heilsumįl.

25. februar 2004
Las formašurin skriv frį lųgmanni, dagfest 23. februar 2004, har lųgmašur bošar frį, at Johan Dahl tann 23. februar 2004 er loystur śr embętinum sum landsstżrismašur, samsvarandi § 29, stk. 2 ķ lógini um stżrisskipan Fųroya, og at lųgmašur fyribils tekur viš įbyrgdini av teimum mįlsųkjum, iš Johan Dahl hevur sitiš fyri sum landsstżrismašur.

Sķšan las formašurin skriv frį lųgmann, dagfest 24. februar 2004, har lųgmašur bošar frį, at hann viš gildi frį 25. februar 2004 hevur tilnevnt Bjųrn Kalsų, Syšradali į Kalsoynni, sum landsstżrismann ķ fiskivinnumįlum samsvarandi § 27, stk. 2 ķ lógini um stżrisskipan Fųroya.

18. mai 2004
Formašurin bošaši frį, at nś eru ikki fleiri mįl at višgera, og um einki serligt mįl kemur, so veršur ikki tingfundur aftur fyrrenn į ólavsųku. Hann segši, at tingiš sķšani į ólavsųku 2003 hevur havt 81 fundir, iš hava vart gott 281 tķmar. Lųgmašur skrivaši śt val 5. desember 2003 at verša 20. januar 2004. Nżvalda tingiš hevši sķn fyrsta fund tżsdagin 3. februar 2004, har vališ varš góškent, tingiš skipaš og lųgmašur valdur. 80 mįl eru framlųgd, ķroknaš 5 frįgreišingar sambęrt § 51 ķ tingskipanini. Tvey mįl eru tikin aftur og 13 mįl eru ikki komin aftur śr nevnd, harav 11 fullu burtur, tķ lųgtingsval varš śtskrivaš 5. desember 2003. Hini mįlini eru ųll avgreidd frį tinginum. 42 skrivligir fyrispurningar eru settir. 6 eru ikki svarašir orsakaš av lųgtingsvalinum, mešan hinir eru avgreiddir frį tinginum. 111 munnligir fyrispurningar eru settir og svarašir, og ófrįbošašir fyrispurningar vóru į skrį į 4 fundum. Fķggjarnevndin hevur havt 38 fundir, uttanlandsnevndin 12, landsstżrismįlanevndin 7, vinnunevndin 31, trivnašarnevndin 16, mentanarnevndin 16, og ręttarnevndin hevur havt 11 fundir. Formašurin takkaši tingmonnunum fyri tingįriš, sum er viš at fara aftur um bak, og ynskti tingmonnum góša summarfrķtķš.